Skattur

 

57  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. Frávik
F. 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2000, 25. februar , legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Eftir § 33, nr. 14, verða sett sum nýggj nr. 15 og 16:
    "15) fyri giftar og stakar persónar, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, ein upphædd ávikavist uppá 17.900 kr. og 16.700 kr. um árið.".
    "16) fyri giftar og stakar persónar, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, ein upphædd ávikavist uppá 15.900 kr. og 16.200 kr. um árið.".
  2. Í § 47, stk. 3, verður "15%" broytt til: "11%".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.

Almennar viðmerkingar

Í lógini um almannapensjónir o.a. og í lógini um áseting og javning av almannaveitingum, sum Løgtingið samtykti í 1999, eru ymiskar viðbøtur til pensjónir, sum vóru skattafríar sambært § 29, stk. 1, nr. 13, í skattalógini, nú lagdar saman til eina samlaða skattskylduga viðbót, sum er løgd afturat grundupphæddini í pensjónini. Úrslitið av hesum er, at fyritíðarpensjónistar, sum fáa hægstu og miðal pensjón, verða væl hægri skattaðir eftir reglunum í verandi skattalóg.

Hetta var ikki ætlanin hjá landsstýrinum. Ætlanin hjá landsstýrinum var tvørtur ímóti, at allir pensjónistar skuldu hava munandi størri upphædd til taks enn eftir gomlu lógini um almannapensjónir, tí vórðu pensjónirnar hækkaðar fyri øll samstundis.

At veitingar, sum fyrr vóru skattafríar, nú blivu skattskyldugar, og at hækkingin í sjálvari pensjónini samstundis varð skattað, hevði við sær, at pensjónistarnir, ið fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón, ikki fingu ta lovaðu hækkingina í tøkum peningi, og í førum eisini fingu minni tøkan pening enn frammanundan.

Fyri at rætta upp á hetta og tryggja hesum pensjónistunum lovaðu hækkingarnar, verður hetta uppskot til broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt lagt fram. Sambært hesum uppskoti verður ein frádráttur í inntøkuni veittur fyritíðarpensjónistum, sum fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón. Hesin frádráttur verður veittur, umframt hækkingina í frádráttinum í skattinum (víst verður til løgtingsmál nr. 56/1999 um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)).

Úrslitið av at veita fyritíðarpensjónistum, sum fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón, henda frádrátt í inntøkuni, kann vísast í dømum.

Dømi. Miðal fyritíðarpensjón. Kommunu- og kirkjuskattur = 24%

1999

Giftur við pensjónisti

Støk

Grundupphædd (a) 39.756 50.028
Viðbót (b) 5.832 7.728
Landsskattur 2.566 3.663
Kommunuskattur 6.840 9.768
Skattur í alt 9.405 13.431
Frádráttur í skatti 7.800 11.100
Skattur (c) 1.605 2.331
Skattafrí viðbót (d) 19.968 23.304
Tøkur peningur í 1999 (a+b-c+d) 63.951 78.729

 

2000

Giftur við pensjónisti

Støk

Grundupphædd (a) 39.756 50.028
Viðbót (b) 29.796 36.036
Grundupphædd+viðbót (a+b) 69.552 86.064
herav skattað *) 53.652 69.864
Landsskattur 3.294 5.830
Kommunuskattur 8.784 12.672
Skattur í alt 12.078 18.502
Frádráttur í skatti 10.500 16.200
Skattur (c) 1.578 2.302
Frádráttur í inntøku*) 15.900 16.200
Tøkur peningur í 2000 (a+b-c) 67.974 83.762
Vøkstur í tøkum peningi í mun til 1999: 4.023 5.033

*) Við løgtingslóg nr. 48/1999 um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg nr. 107/1999 um áseting og javning av almannaveitingum eru ávísar viðbøtur til fyritíðarpensjónistar, ið vóru skattafríar sambært § 29, stk. 1, nr. 13 í skattalógini, nú lagdar saman til eina samlaða skattskylduga viðbót. Sambært hesum lógaruppskoti verður ein frádráttur í inntøkuni veittur fyritíðarpensjónistum, ið fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, fyri at javna inntøkumissin hjá hesum pensjónistum.

Hægsta fyritíðarpensjón. Kommunu- og kirkjuskattur = 24%

1999

Giftur við pensjónisti

Støk

Grundupphædd (a) 39.756 50.028
Viðbót (b) 5.832 7.728
Óarbeiðsføris viðbót (c) 23.364 32.304
Landsskattur 5.650 9.870
Kommunuskattur 12.456 17.520
Skattur í alt 18.106 27.390
Frádráttur í skatti 7.800 11.100
Skattur (d) 10.306 16.290
Skattafrí viðbót (e) 19.968 23.304
Tøkur peningur í 1999 (a+b+c-d+e) 78.614 97.074
2000

Giftur við pensjónisti

Støk

Grundupphædd (a) 39.756 50.028
Viðbót (b) 53.160 68.340
Grundupphædd+viðbót (a+b) 92.916 118.368
herav skattað *) 75.016 101.668
Landsskattur 6.870 12.190
Kommunuskattur 13.920 20.304
Skattur í alt 20.790 32.494
Frádráttur í skatti 10.500 16.200
Skattur (c) 10.290 16.294
Frádráttur í inntøku *) 17.900 16.700
Tøkur peningur í 2000 (a+b-c) 82.626 102.074
Vøkstur í tøkum peningi í mun til 1999: 4.012 5.000

*) Við løgtingslóg nr. 48/1999 um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg nr. 107/1999 um áseting og javning av almannaveitingum eru ávísar viðbøtur til fyritíðarpensjónistar, ið vóru skattafríar sambært § 29, stk. 1, nr. 13 í skattalógini, nú lagdar saman til eina samlaða skattskylduga viðbót. Sambært hesum lógaruppskoti verður ein frádráttur í inntøkuni veittur fyritíðarpensjónistum, ið fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, fyri at javna inntøkumissin hjá hesum pensjónistum.

Fyri fyritíðarpensjónistar, ið fáa miðal fyritíðarpensjón, og sum eru giftir við persónum, ið ikki fáa pensjón, verður talan eisini um munandi hækkingar. Tøka upphæddin vil við uppskotnu broytingunum hækka við í minsta lagi 6.500 kr. fyri fyritíðarpensjónistar, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, og við í minsta lagi 8.200 kr. fyri fyritíðarpensjónistar, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, sjálvt um teir fara frá at fáa pensjón sum stakir til at fáa pensjón sum giftir.

Hvat tí ov nógv goldna skattinum í januar og februar viðvíkur, so er skattaskipanin soleiðis, at ov nógv goldni skatturin í desember 1999 (pensjónin fyri januar 2000) ikki kann verða javnaður við lægri skatti í eftirverandi parti av 2000, og heldur ikki við avlopsskatti, tá skattauppgerðin fyri 1999 verður gjørd.

Tann ov nógv goldni skatturin fyri februar verður javnaður soleiðis:

  • Teir pensjónistar, sum gjalda skatt av pensjón ella aðrari inntøku restina av árinum, vilja fáa minni skatt, enn teir annars høvdu fingið av hesum inntøkum.
  • Pensjónistar, sum ikki gjalda skatt av pensjón ella aðrari inntøku, fáa avlopsskatt, tá ársuppgerðin verður gjørd.

Samlaðu útreiðslurnar fyri landskassan av at hækka frádráttin í skattinum, sum skotið upp í løgtingslóg um áseting av skatti, kemur uttan aðra lógarbroyting í fyrstu atløgu at kosta landskassanum slakar 13 mió. kr., meðan kommunurnar fáa 3 mió. kr. meira í skattainntøku. Av tí at ætlanin ikki hevur verið, at kommunurnar skulu hava hægri skattainntøkur orsakað av hækkaðu pensjónunum, verða tær 3 mió. kr. vunnar inn aftur við at broyta § 47, stk. 3, í skattalógini.

Sambært § 47, stk. 2, í skattalógini, skal tann parturin av landsskattafrádráttinum, sum ikki verður nýttur til fulnar í útroknaða landsskattinum, verða drigin frá í kommunuskattinum, men sambært § 47, stk. 3, skal munurin millum álíknaða kommunuskattin og tað, sum hin skattskyldugi skal gjalda sambært § 47, stk. 2, verða goldin kommununum av landskassanum, tó ongantíð meira enn 15% av skattskyldugu inntøkuni.

Tá § 47, stk. 3, ásetir, at kommunan altíð skal hava sín part av álíknaða kommunuskattinum (tó hægst 15% av skattskyldugu inntøkuni), kemur landskassin við broytingunum, sum skotnar eru upp í ásetingarlógini um hækking av frádratti í skatti, at veita eitt slag av "stuðli" til kommunurnar. Fyri at neutralisera hesa upphædd verður skotið upp at broyta prosentið til kommunurnar frá 15% til 11%. Við hesi broyting verða tær broytingar, sum skotnar eru upp, inntøku- og útreiðsluneutralar fyri kommunurnar.

At broytingarnar í skattalóggávuni føra við sær slakar 10 mió. kr. minni í skatti fyri landskassan kemst av, at hækkaði frádrátturin í skattinum fevnir um allar intøkur hjá pensjónistunum, og ikki kann avmarkast til bert at fevna um pensjónirnar. Frádrátturin, sum framman undan fevndi um grundupphædina í pensjónunum, skal nú eisini fevna um ein part av ískoytunum, um skattaskipanin skal tryggja øllum pensjónistum hækkaðu pensjónirnar. Ein stórur partur av pensjónistunum hevur aðrar inntøkur enn pensjónirnar. Ískoytini til hesar pensjónistar minka, tá aðrar inntøkur fara upp um eina ávísa upphædd, men tey kunnu tó frameftir brúka frádráttin í sambandi við hesa inntøku. Eftir broytingunum sambært hesum uppskoti koma tey ikki at gjalda skatt av einum parti av hesi "aðrari" inntøku, sum tey higartil hava gjørt.

Í útrokningini av teimum 10 mió. kr. er tó ikki tikin hædd fyri, at nógvir pensjónistar fara at broyta atferð. Pensjónistar við aðrari inntøku afturat pensjónini fara ikki at hava sama áhuga í at hava inntøkur afturat pensjónini, av tí at viðbøturnar, sum nú eru blivnar ein størri partur av samlaðu pensjónsveitingini, minka, um pensjónisturin hevur aðrar inntøkur oman fyri ávísa upphædd. Ikki er gjørligt at áseta nágreiniliga, hvussu hendan broytta atferð ávirkar skattainntøkurnar, men helst er ikki óhugsandi, at skattainntøkurnar minka við eini upphædd, sum er nakað minni enn 10 mió. kr.

Hetta er eitt gott dømi um, hvussu óheppið tað er at føra annan politikk, sum í hesum føri sosialpolitikk, við at brúka skattaskipanina. Skattaskipanin eigur í størstan mun bert at verða nýtt til at krevja inn neyðugan skatt – hvørki meira ella minni – á mest einfaldan og eyðsýndan hátt. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum eru tí eisini samdir um, at loysnin, sum skotin upp her, er ikki nøkur endalig loysn. Avgerð er tikin um at seta ein arbeiðsbólk við umboðum fyri Fíggjarmálastýrið og Almanna- og Heilsumálastýrið, sum skal gjøgnumganga pensjóns- og skattalóggávuna við tí fyri eyga at gera samlaðu lóggávuna á økinum einfaldari.

Fíggjarligar avleiðingar

Samlaðu útreiðslurnar fyri landskassan av at hækka frádráttin í skattinum, sum skotið upp í løgtingslóg um áseting av skatti, kemur uttan aðra lógarbroyting í fyrstu atløgu at kosta landskassanum slakar 13 mió. kr., meðan kommunurnar fáa 3 mió. kr. meira í skattainntøku. Av tí at ætlanin ikki hevur verið, at kommunurnar skulu hava hægri skattainntøkur orsakað av hækkaðu pensjónunum, verða tær 3 mió. kr. vunnar inn aftur við at broyta § 47, stk. 3, í skattalógini. Fyri landskassan verður samlaða nettoútreiðslan av hesum lógaruppskoti og uppskotinum til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan sostatt slakar 10 mió. kr.

Umsitingarligar avleiðingar

Broytingin hevur ikki við sær øking í umsitingini hjá Toll- og Skattstovuni. Almannastovan kemur at geva tær upplýsingar til Toll- og Skattstovuna, sum eru neyðugar fyri, at frádrátturin í inntøkuni kann verða lagdur automatiskt inn í fyribilsskránna. 

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

Ad. 1)
Skotið verður upp at veita fyritíðarpensjónistum, sum sambært løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a. fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón, ein frádrátt í inntøkuni. Upphæddirnar, ið verða veittar fyritíðarpensjónistum í fyritíðarpensjón sambært omanfyri standandi løgtingslóg, eru ásettar í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum.

Við løgtingslóg nr. 48/1999 um almannapensjónir o.a. og løgtingslóg nr. 107/1999 um áseting og javning av almannaveitingum eru ávísar viðbøtur til fyritíðarpensjónistar skattskyldugar, sum sambært teimum reglum, sum vóru galdandi áðrenn 1. januar 2000, vóru skattafríar. Fyri tann einstaka fyritíðarpensjónistin merkir hetta, at tøka upphæddin er minni enn áðrenn lógarbroytingarnar í pensjónslógunum. Fyri at rætta upp á hetta, og at tryggja hesum pensjónistum lovaðu hækkingina í tøkum peningi, verður við hesum uppskoti skotið upp at geva:

  • giftum persónum, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, ein frádrátt í inntøkuni uppá 17.900 kr. um árið,
  • støkum persónum, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, ein frádrátt í inntøkuni uppá 16.700 kr. um árið,
  • giftum persónum, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, ein frádrátt í inntøkuni uppá 15.900 kr. um árið, og
  • støkum persónum, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, ein frádrátt í inntøkuni uppá 16.200 kr. um árið.

Við at geva pensjónistum, ið fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, henda frádráttin í inntøkuni, umframt at frádrátturin, sum allir pensjónistar fáa í skattinum, verður hækkaður (sí lógaruppskot nr. 56/1999 um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti), verður tøka upphæddin hjá hesum fyritíðarpensjónistum - um teir ikki hava aðra inntøku - størri enn tøka upphæddin sambært teimum reglum, ið vóru galdandi áðrenn 1. januar 2000.

Ad. 2)
Broytingin í § 47, stk. 3, verður gjørd, fyri at hækkingin í pensjónunum ikki skal gerast ein eykaútreiðsla fyri landskassan. Við at broyta 15% til 11% verða broytingarnar í uppskotinum útreiðsluneutralar fyri kommunurnar. Fyri landskassan er tó framvegis talan um eina minni skattainntøku upp á umleið 10 mió. kr., við tað at eingir pensjónistar gjalda skatt av hækkaðu pensjónunum.

1. viðgerð 29. februar 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 25. februar 2000 og eftir 1. viðgerð tann 29. februar 2000 beint í fíggjarnevndina.

Málið er viðgjørt saman við løgtingsmáli nr. 56/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin) og hevur fingið somu viðgerð sum tað málið, tí verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í hesum máli.

Á fundinum við Almanna- og heilsumálastýrið varð heitt á fíggjarnevndina um at seta fram broytingaruppskot í § 1, nr. 1, soleiðis, at tað verður gjørt heilt greitt, at upphæddirnar, ið nevndar verða, kunnu verða lækkaðar orsakað av inntøku, og tí eru at rokna sum upphæddir í mesta lagi. Út frá hesum setir ein samd fíggjarnevnd fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, nr, 1, pkt. 15, verður aftaná "16.700 kr." sett inn "í mesta lagi".
  2. Í § 1, nr, 1, pkt. 16, verður aftaná "16.200 kr." sett inn "í mesta lagi"

Við teimum fyrivarnum, sum tikin eru í álitinum í løgtingsmáli nr. 56/1999, og frammanfyri standandi broytingaruppskoti, mælir ein samd nevnd løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Á tingfundi 22. mars 2000 bað formaðurin um frávik, sambært § 85 í tingskipanini, frá tíðarfreistunum millum 2. og 3. viðgerð av tingmálunum nr. 56 og 57 soleiðis, at málini kunnu verða avgreidd á tingfundi fríggjadagin tann 24. mars 2000. Samtykt 27-0-0.

2. viðgerð 24. mars 2000. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 24. mars 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0007/2000
Ll. nr. 40 frá 24. mars 2000