Ferðslulóg - broytingar

 

62  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 29. februar, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu 

§ 1. Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 59 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. 1. § 2, VIII, verður orðað soleiðis:
    " Lyktatendringartíðin: Tíðin frá sólsetri til sólarris og annars tá nýtsla av lyktum akfarsins er neyðug, orsakað av myrkri, mjørka, támi, regni ella líknandi vánaligum sýnis- ella ljósviðurskiftum, antin fyri at akfarið gerst sjónligt fyri øðrum ferðandi, ella fyri at geva føraranum nóg stóra sjónarvídd."
  2. 2. Í § 10, stk. 1, verður "løgmálaráðið" broytt til: "ferðslumálaráðið í Danmark".
  3. § 15, 2. og 3. pkt., verður strikað.
  4. Í § 16, stk. 1, verður "1,20 ‰" í tveimum førum broytt til: "0,80 ‰".
  5. Í § 16, stk. 3, verður "0,80 ‰" í tveimum førum broytt til: "0,50 ‰ ".
  6. Aftaná § 16a verður sett:
  7. "Brúk av fartelefon og øðrum teleútbúnaði

    § 16b. Førari av akfari má ikki, meðan hann koyrir, brúka handhildna fartelefon.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um nýtslu av øðrum teleútbúnaði ella líknandi undir koyring."

7. Í § 18 verður sett sum stk. 10:

"Stk. 10. Landsstýrismaðurin kann áseta, at tær av ferðslumálaráðharranum í Danmark givnu ásetingarnar um heilsuligu krøvini fyri útgevan og endurnýggjan av koyrikortum heilt ella partvíst skulu galda her í landinum. Ásetingarnar verða ikki kunngjørdar."

8. Yvirskriftin til § 18a verður broytt soleiðis:

"Koyrikort til traktor, motoramboð og lítla motorsúkklu"

9. Í § 18a verður sett sum stk. 4:
"Stk. 4. Motorsúkkla við slagvolumen uppá ikki yvir 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð upp á í mesta lagi 45 km/t má einans førast av persónum, sum hava fingið koyrikort til bil ella motorsúkklu."

10. Í § 18c, stk. 3, verður "Hevur persónur mist koyrirættindini" broytt til: "Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst".

11. Í § 18c, stk. 3, verður "leiðbeinandi" á tveimum støðum broytt til: "eftiransandi".

12. Í § 18c, stk. 3 verður sett inn eftir pkt. 1:
"Er persónur frádømdur koyrirættin treytaleyst orsakað av rúsdrekka- ella promillukoyring, kann hann, tá ið frádømutíðin er umliðin, einans afturvinna koyrirættin aftaná nýggja koyrifrálæru, og tá ein eftiransandi koyriroynd er staðin."

13. Í § 18c, stk. 3, verður aftaná "Hevur hin dømdi" sett inn: "í øðrum førum enn teim í pkt. 2 nevndu".

14. Í § 18c verður sett sum nýtt stk. 4:
"Stk. 4. Er persónur frádømdur koyrirættin treytað, skal hann innan eina freist, sum verður ásett av Bileftirlitinum, til eina eftiransandi koyriroynd. Koyrirætturin verður tikin, um viðkomandi ikki stendur royndina ella letur vera við at fara til hana. Eftiransandi roynd verður ikki kravd, um so er, at hin dømdi hevur staðið eina koyriroynd aftaná tilburðin, sum var orsøk til frádømingina."
Stk. 4 og stk. 5 verða hereftir stk. 5 og stk. 6.

15. § 18c, stk. 4, sum verður stk. 5, verður orðað soleiðis:
"Stk. 5. Landsstýrismaðurin setir reglur um innihaldið í koyrifrálæruni í sambandi við endurvinning av koyrirættinum aftaná eina treytaleysa frádøming, smb. stk. 3, 2. pkt., og um eftiransandi koyriroynd, herundir um afturtøku av koyrirættinum smb. stk. 4, og um gjaldið fyri royndina."

16. § 27 verður orðað soleiðis:
"§ 27. Eingin má leypa av ella upp á eitt akfar, sum er í gongd, ella uppihalda sær á gáttini á akfari ella líknandi, uttan at tað er serliga góðkent til hetta.
Stk. 2. Sleta, handvognur ella líknandi má ikki heingjast aftur úr akfari. Tann, sum stendur á skíðum, skoytum, rulluskoytum ella líknandi, má ikki togast av akfari.
Stk. 3. Á vegi má ikki koyrast á rullubretti ella líknandi ella gerast hálku- ella skreiðibreytir. Á vegi, sæð burtur frá vegi, sum er merktur sum spæligøta, má ikki spælast ella spælast bólt, ferðsluni til bága."

17. Í § 30a, stk. 2, verður sett sum pkt. 2:
"Í fjølbygdum øki kann á líknandi hátt ásetast ein lægri hámarksferð fyri eitt nærri avmarkað øki."

18. Í § 30a verður sett sum nýtt stk. 3:
"Stk. 3. Fyri eitt vegastrekki kann ásetast ein hægri hámarksferð enn hægstamarkið fyri ferð, um so er, at umstøðurnar, herundir fyrilitini fyri aðrari ferðslu, loyva tí, og avgerandi ferðslutrygdarlig fyrilit ikki tala ímóti."

19. § 30b verður orðað soleiðis:
"§ 30b. Fyri bussar, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg., og liðbussar má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t. Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.
Stk. 2. Fyri aðrar bilar, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg (lastbilar), og fyri vognarøð, samansett av einum lastbili ella bussi, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, og einum skrásetingarskyldugum, viðfestum akfari, má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t. Í fjølbygdum øki má ferðin ikki fara upp um 50 km/t, sjálvt um ein hægri staðbundin hámarksferð er ásett.
Stk. 3. Fyri bilar við eini loyvdari totalvekt upp á ikki yvir 3.500 kg má ferðin hóast § 30a ongantíð fara upp um 70 km/t, um viðfestur er vognur, leguvognur ella skrásetingarskyldugt, viðfest amboð, herímillum húsvognur.
Stk. 4. Fyri bilar, ið hava viðfest eitt ikki skrásetingarskyldugt amboð, og fyri traktorar og motoramboð má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 30 km/t.
Stk. 5. Fyri motordrivið akfar ella vognarøð við einum ella fleiri hjólpørum við massivari hjólklæðing má ferðin óansæð § 30a ongantíð fara upp um 15 km/t.
Stk. 6. Tá motordrivið akfar verður skrásett ella góðkent, kann serligt, lægri hægstamark setast fyri ferð, um so er, at tess tilgerð ger tað neyðugt.
Stk. 7. Landsstýrismaðurin kann, um viðurskiftini tala fyri hesum, seta hægri hámarksferð enn fyrisett eftir stk. 1-5, galdandi fyri serlig sløg av akførum, um so er, at ferðslutrygdarligar ella akfarstekniskar grundir ikki tala ímóti hesum."

20. § 33a, stk. 2, nr. 3-4, verður orðað soleiðis:
"3) soleiðis at atgongd til annað akfar verður tarnað, ella at hetta ikki kann førast frá staðnum,
4) út fyri brandkranar ella".

21. Í § 33a, stk. 2, verður sett inn sum nýtt nr. 5:
"5) á akbreytini á høvuðsvegum uttan fyri fjølbygt øki".

22. § 35, stk. 4, 3. pkt., og stk. 5 verður strikað.
Stk. 6-8 verða hereftir stk. 5-7.

23. §§ 35a-c verða strikaðar og í staðin sett:
"§ 35a. Tá koyrt verður uttan fyri lyktatendringartíðina, skulu nærljós (stutt ljós) nýtast á motordrivnum akførum. Tá koyrt verður við motoramboðum, er hetta bert galdandi, um motoramboðið er útgjørt við nærljóslyktum. Í staðin fyri nærljós kunnu nýtast serlig koyriljós.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 verður ikki nýtt, tá koyrt verður við akførum, sum eru í gerð ella undir umvæling.
Stk. 3. § 35, stk. 6, er eisini galdandi undir koyring uttan fyri lyktatendringartíðina.

§ 35b. Akfør, sum ikki skulu hava lyktir, skulu í lyktatendringartíðini vera merkt eftir ásetingum, sum landsstýrismaðurin fyriskipar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merkingar av reiðfólki.

§ 35c. Er akfar í lyktatendringartíðini steðgað ella parkerað á vegi, skal støðuljós (parkeringsljós), baklyktir og nummarspjaldraljós vera tendrað. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at eisini aðrar lyktir enn tær, sum nevndar eru í 1. pkt., skulu ella kunnu vera tendraðar.
Stk. 2. Akfar, sum ikki skal vera útgjørt við lyktum, skal, tá ið tað í lyktatendringartíðini er steðgað ella parkerað á vegi, vera merkt eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Aðrar lyktir enn tær, sum stk. 1 og 2 fata um, er ikki loyvt at hava tendraðar.
Stk. 4. Er motordrivið akfar, ið ikki er longri og breiðari enn ávikavist 6 m og 2 m, parkerað fram við vegjaðaranum í fjølbygdum øki, nýtist tað einans at hava støðuljós (parkeringsljós) og baklykt inn móti miðjuni á vegnum tendraðar, uttan so, at akfarið er koplað aftrat øðrum akfari. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at serlig síðulykt verður nýtt ístaðin.
Stk. 5. Tá ið samankoplað akfør steðga ella verða parkerað, hevur ásetingin í § 35, stk. 1, pkt. 2 gildi.
§ 35d. § 35c hevur ikki gildi, um vegurin hevur so gott ljós, at akfarið skilliga sæst nóg langt burturi, ella um tað er steðgað ella parkerað á parkeringsplássi ella øðrum øki, ið er merkt av til parkering.
Stk. 2. Ljós nýtist heldur ikki at vera tendrað á tvíhjólaðari súkklu, tvíhjólaðari súkklu við hjálpimotori (prutli) ella tvíhjólaðari motorsúkklu við ongum síðuvogni, um so er, at akfarið verður sett uttast við vegjaðaran."

24. Aftaná § 36a verður sett:
"§ 36b. Húsvognur má ikki nýtast til flutning av persónum."

25. Aftaná § 41 verður sett sum yvirskrift yvir § 42:"Trygdarútgerð", og verður § 42 orðað soleiðis:
"§ 42. Um sæti í einum bili ella tríhjólaðari motorsúkklu hevur trygdarbelti, skal hetta undir koyring nýtast av tí persóni, sum í sætinum situr. Ferðandi á baksetrinum í bilum skulu, um sæti við trygdarbelti er tøkt á baksetrinum, nýta hetta sæti.
Stk. 2. Børn, sum eru fylt 3 ár, men enn ikki 7 ár, kunnu ístaðin fyri trygdarbelti nýta barnastól. Saman við trygdarbeltinum kann selakoddi nýtast.
Stk. 3. Børn undir 3 ár skulu undir koyring í bili til í mesta lagi 9 persónar við førara og í bili við einari loyvdari totalvekt upp á ikki yvir 3.500 kg nýta trygdarbelti, barnastól ella aðra trygdarútgerð, tillagað hæddini og vektini á barninum. Skyldan at nýta serliga tillagaða trygdarútgerð er ikki galdandi, um so er, at barnið situr á baksetrinum, og eingin trygdarútgerð er tøk til barnið.
Stk. 4. Skyldan at nýta trygdarútgerð er ikki galdandi undir bakking ella undir koyring á parkeringsplássi, bensinstøð, verkstaðarøki ella undir líknandi viðurskiftum.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann seta reglur, sum loysa ávísar persónar frá skylduni at nýta trygdarbelti. Landsstýrismaðurin kann harumframt seta reglur, sum undantaka frá skylduni at nýta trygdarbelti fyri serstøk sløg av koyring.
Stk. 6. Bilførarin skal ansa eftir, at ferðandi, sum ikki eru fylt 15 ár, nýta trygdarútgerð sambært stk. 1-3."

26. § 43, stk. 3, verður strikað.
Stk. 4-5 verða hereftir stk. 3-4.

27. § 47, stk. 4, verður orðað soleiðis:
"Stk. 4. Ásetingar um ferðmørk eftir § 30a, stk. 2 og 3 verða gjørdar av løgregluni við samtykki frá vegamyndugleikunum."

28. §§ 58-58e verða strikaðar og ístaðin sett:

"VII Revsing v.m.

§ 58. Rúsdrekkakoyring við motorakfari, traktori ella motoramboði verður revsað við sekt. Hevur alkoholnøgdin í blóðinum undir koyringini ella aftaná verið oman fyri 2,00 ‰, er revsingin varðhald ella fongsul upp til 1 ár. Sama er galdandi, um alkoholnøgdin í blóðinum í ella aftaná tíðarbilið, sum nevnt er í § 16, stk. 1, pkt. 2, er farin upp um 2,00 ‰.
Stk. 2. Revsingin eftir stk. 1, pkt. 1, kann hækka til varðhald ella fongsul í upp til 1 ár, um førarin
1) áður er dømdur fyri rúsdrekka- ella promillukoyring,
2) verður funnin sekur í fleiri tilburðum av rúsdrekka- ella promillukoyring, ella
3) við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí.
Stk. 3. Promillukoyring verður revsað við sekt. Sama er galdandi fyri rúsdrekkakoyring við prutli. Er hin seki áður dømdur fyri rúsdrekka- ella promillukoyring, kann revsingin hækka til varðhald ella fongsul í upp til 1 ár.
Stk. 4. Brot á § 15, § 18, stk. 1, § 18a, stk. 1 og stk. 4, og § 26, stk. 1, verður revsað við sekt ella, um umstøðurnar eru herðandi, við varðhaldi ella fongsli í upp til 1 ár.
Stk. 5. Tann, sum koyrir motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, hóast viðkomandi treytaleyst er frádømdur rættin til at vera ella gerast førari á tílíkum akfari, verður revsaður við varðhaldi ella fongsli upp til 1 ár, ella um umstøðurnar eru serliga linnandi, við sekt.

§ 58a. Við sekt verður tann revsaður, sum

  1. brýtur § 4, § 11, stk. 1, § 12, § 14, § 16, stk. 5-6, § 16b, stk. 1, § 17, § 18c, stk. 2 og stk. 6, § 19, stk. 1-3, § 19a, stk. 1, § 20, §§ 23-24, § 25, stk. 2, stk. 4, pkt. 2-3, stk. 5 og stk. 6, § 26, stk. 2-3, §§ 27-28, § 29, stk. 1-3 og stk. 5, §§ 29a-e, § 30, §§ 30a-b, § 31, §§ 31a-e, § 32, stk. 1-7, § 32a, § 33, § 33a, §§ 34-35, § 35a, stk. 1, § 35b, stk. 1, § 35c, § 36, stk. 1-3, § 36b, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1-2, § 40, stk. 1, § 41, § 42, stk. 1 og stk. 6, § 42a, stk. 1-2, §§ 43-46, § 46b, § 48, stk. 4, § 49, § 51, § 53, § 55 og § 62, stk. 4.
  2. brýtur tær við heimild í lógini givnu fyriskipanir,
  3. fjónar treytir fyri einum loyvi sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini, ella
  4. ikki ger eftir banni ella boðum, ið givin eru sambært lógini ella sambært fyriskipanum, útgivnum sambært lógini.

Stk. 2. Við áseting av sekt fyri brot á § 4, § 16, stk. 5-6, § 17, § 19, stk. 1-3, § 24, stk. 1, § 28, § 29, stk. 1-2, § 29a, stk. 1-4, § 29b, § 29c, stk. 1, §§ 29d-e, § 30, § 31, §§ 31a-e, § § 32, § 32a, § 33, § 33a, §§ 34-35, §§ 35a-c og §§ 36, stk. 1-3, § 36b, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1-2, § 42, stk. 1 og stk. 6, § 42a, stk. 1-2, §§ 43-45 og § 45a, stk. 2-3, verður ásett ein herd sekt.
Stk. 3. Sekt fyri brot á §§ 30a og 30b skal ásetast við atliti at almennu økingini av váða, sum brotið á hægstamarkið fyri ferð ber við sær. Fyri brot á hægstamarkið fyri ferð, framd við koyring av bussi og lastbili, hvørs loyvda totalvekt er yvir 3.500 kg, ella vognrøð, samansett av tílíkum akførum og skrásetingarskyldugum, viðfestum vognum, verður somuleiðis ásett ein herd sekt.
Stk. 4. Brot á tær í § 58e, stk. 1, nr. 1-7 nevndu ásetingar og forboð verða tó bert revsað, um steðgurin ella parkeringin hevur verið øðrum at váða ella til óneyðugan ampa fyri ferðsluna.
Stk. 5. Í fyriskipanum, sum verða útgivnar sambært lógini, kann ásetast sektarrevsing fyri brot á ásetingarnar í fyriskipanunum.
Stk. 6. Fyri brot á fyriskipanir, ið eru givnar sambært § 38, stk. 1, kann áleggjast eigaranum ella brúkaranum av akfarinum sektarábyrgd, sjálvt um brotið ikki kann tilroknast honum sum gjørt við vilja ella av ósketni. Fyri sektarábyrgd verður ikki ásett umskiftisrevsing.
Stk. 7. Er brotið framt av partafelag, lutafelag ella líknandi, landinum, kommunu ella kommunalum felagsskapi, kann sektarábyrgdin áleggjast felagnum, landinum, kommununi ella kommunala felagsskapinum sum slíkt.

Inndráttur

§ 58b. Tá serliga grov ella endurtakandi brot verða framd á ferðslulógina, kann hald leggjast á tað við brotinum nýtta akfarið, um so er, at tað verður mett at vera neyðugt fyri at forða fyri fleiri brotum á ferðslulógina, og um inndrátturin ikki er órímiligur.
Stk. 2. Annars eru reglurnar í borgarligu revsilógini um inndrátt galdandi.

Afturhalding av akførum

§ 58c. Um bæði førarin og tað motordrivna akfarið, sum brotið er framt við, eru heimahoyrandi uttanlands, kann løgreglan afturhalda akfarið, til skyldugar sektir, steðgi- og parkeringsgjøld, sakarmálskostnaður, endurgjøld ella gjøld fyri lógarbodna ábyrgdartrygging eru goldin, ella trygd er veitt fyri gjaldingini. Um upphæddin ikki er goldin innan 2 mánaðir eftir, at avgerð er fallin í málinum, kann fulnaður gerast í akfarinum.
Stk. 2. Við atliti til at seta í verk hald eftir stk. 1 kunnu nýtast reglurnar í rættargangslógini §§ 782 og 783 um at leggja hald á lutir, ið hildið verður skulu inndragast. Akfør kunnu bert haldast aftur, um tað verður mett neyðugt fyri at tryggja gjalding av teim nevndu upphæddum. Um førarin av órøttum hevði akfarið í varðveitslu, kann hald ikki fremjast.
Stk. 3. Burtursæð frá skyldugum steðgingar- og parkeringsgjøldum kann reglan í stk. 1 ikki nýtast við atliti til førarar, ið eru heimahoyrandi í Finnlandi, Íslandi, Norra ella Svøríki.

Gerðir framdar uttanlands

§ 58d. Reglurnar í lógini um revsing og frádøming av koyrirættindum verða, við avmarkingum sambært §§ 7, 10, 10a og 10b í revsilógini, at nýta fyri gerðir, ið framdar eru uttanlands.
Stk. 2. Reglan í stk. 1 verður samsvarandi nýtt fyri tann, sum uttan at bróta nakra føroyska fyriskipan, ger ímóti reglum, ið galda í Finnlandi, Íslandi, Noregi ella Svøríki viðvíkjandi:

  1. koyring við motorakfari uttan at fyriskipað ábyrgdartrygging er teknað fyri endurgjaldskrøv fyri skaða, ið gjørdur er við akfarinum,
  2. skyldu hjá vegfarandi at gera eftir ferðsluávísingum frá løgregluni,
  3. ferð á akførum,
  4. plássi hjá akførum á vegum, ferðsluleið, møti við ella koyring fram um onnur akfør, sneiðing, vending og koyring tvørtur um jarnbreyt,
  5. víkiskyldu,
  6. skyldu at geva neyðsendarakførum frítt at fara,
  7. skyldu at gera eftir ávísingum, sum givnar eru við ferðslutalvum, signalum ella avmerkingum á akbreyt ella súkklubreyt,
  8. steðging og parkering av akførum,
  9. banni fyri at nýta akfør ella sløg av akførum á ávísum vegum, t.d. vegna tyngd og stødd á akførum,
  10. trygdarfyriskipanum fyri akfør og farm,
  11. avmerking av akførum og farmi,
  12. ljósbúnaði á akførum og nýtslu av ljósi,
  13. farmi og lastevnum hjá akførum,
  14. skráseting, nummarspjøldrum og tjóðarmerki,
  15. koyring við ongum koyrikorti.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann skipa fyri, at stk. 2 kann verða nýtt viðvíkjandi brotum, framdum í øðrum londum enn teimum, ið omanfyri eru nevnd.
Stk. 4. § 58a, stk. 4, er ikki galdandi fyri tey mál, ið nevnd eru í stk. 1-3.

Steðgi- og parkeringsgjøld

§ 58e. Løgreglan kann áleggja eitt gjald fyri brot á

  1. § 33, stk. 2, pkt. 1,
  2. § 33, stk. 4,
  3. § 33a, stk. 1, nr. 1, 2, 4, 6, 7, 8, 9 og stk. 2, nr. 1, tó bert viðvíkjandi parkering framman fyri inn- og úkoyring til og frá húsum, og nr. 4 og 5,
  4. § 47a,
  5. forboð móti steðgi og parkering, sum er ávíst við merking,
  6. forboð móti steðgi og parkering, sum er ásett sambært § 47, hóast forboðið ikki er ásett við merking,
  7. aðrar ásetingar um steðg og parkering, sum verða ásettar sambært §§ 47 og 47a.

Stk. 2. Avgerð um áleggjan av gjaldi ber ikki til at kæra til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Gjaldið ognast landskassanum ella, eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdaráð, kommunukassanum.
Stk. 3. Gjaldið verður álagt við skrivligari fráboðan, sum verður fest á akfarið, ella handað føraranum, um hesin er hjástaddur.
Stk. 4. Gjaldsskylduna hevur hann, sum hevur steðgað ella parkerað óregluliga. Verður gjaldið ikki goldið til ásetta tíð, ábyrgdast eisini eigarin (brúkarin) fyri gjaldinum, uttan so tað kann prógvast, at førarin uttan rætt hevði akfarið í varðveitslu. Gjaldið kann krevjast inn við panting.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin fyrisetir reglur um:

  1. 1) støddina av nevnda gjaldi,
  2. 2) mannagongdina við álegging og innkrevjing av gjaldinum.

Stk. 6. Landfútin kann lata serligum parkeringsvørðum heilt ella fyri ein part at hava eftirlit við, at reglurnar, ið nevndar eru í stk. 1, verða hildnar. Landsstýrismaðurin setir greiniligari reglur um starvið hjá parkeringsvørðum.
Stk. 7. Útreiðslurnar av parkeringsvørðum verða goldnar úr landskassanum ella eftir samráðing við viðkomandi bý- ella bygdarráð av viðkomandi kommunu.

Málsviðgerð

§ 58f. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál, smbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Er málið um eitt brot, ið kann hava við sær, at frádøming av koyrirættinum kemur upp á tal, verður málið, um tað ikki kann verða avgreitt við samtykki eftir § 58g, viðgjørt eftir somu reglum sum mál, ið verða ákærd av statsákæra.

§ 58g. Um mál um rúsdrekka- ella promillukoyring ikki verður mett at bera við sær hægri revsing enn sekt, ella tað fyriliggur eitt mál við spurningi um frádøming av koyrirættinum sambært § 59a, stk. 1, nr. 3 ella 4, kann ákæruvaldið, í staðin fyri at lata inn ákærurit til rættin, gera hin skuldsetta kunnigan við, at málið kann verða avgreitt uttan rættarsókn, um skuldsetti viðgongur seg sekan í brotinum og váttar seg fúsan til innan eina ásetta freist, ið eftir áheitan kann verða longd, at gjalda eina í fráboðanini ásetta sekt, og harumframt tekur við treytaðari ella treytaleysari frádøming av koyrirættinum í eitt tíðarskeið, sum er ásett í fráboðanini.
Stk. 2. Viðvíkjandi teirri fráboðan, ið nevnd er í stk. 1, verður reglan í § 930, stk. 1, í rættargangslógini um innihaldið í ákæruriti nýtt samsvarandi .
Stk. 3. Mál um rúsdrekka- og promillukoyring, har spurningurin ikki er um hægri revsing enn sekt, og mál, har spurningurin um frádøming av koyrirættinum verður reistur sambært § 59a, stk. 1, nr. 3 ella 4, kunnu, tá rætturin ikki hevur orsøk til at ivast í, at hin ákærdi er sekur, verða avgreidd við at hin ákærdi í rættinum samtykkir at gjalda eina nærri ásetta sekt og samtykkir treytaða ella treytaleysa frádøming av koyrirættinum í eitt nærri ásett tíðarskeið.
Stk. 4. Samtykki eftir stk. 1 og 3 hava til fremjan og endurtøkuvirkan sama gildi sum dómur.

§ 58h. Í sambandi við fráboðan eftir § 58g, stk. 1, skal løgreglan kunna hin skuldsetta um, at hann, áðrenn hann tekur støðu til spurningin um samtykki, kann fáa løgfrøðiliga hjálp frá einum almennum verja, smbr. § 733, stk. 1, í rættargangslógini. Verjanum verður latin samsýning eftir teim av løgmálaráðnum í Danmark ásettu takstum fyri samsýning í samsvarandi málum.

29. §§ 59-59f verða strikaðar og ístaðin sett:

"Frákenning av førararætti
Rúsdrekka- og promillukoyring

§ 59. Rætturin til at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, tó ikki prutl, skal frádømast førara av slíkum akfari, um hann hevur gjørt seg sekan í rúsdrekkakoyring.
Stk. 2. Frádøming er treytaleys.

Onnur brot

§ 59a. Rætturin til at koyra tey í § 59 nevndu akfør skal harafturat frádømast førara av slíkum akfari, um so er, at

  1. hann við stórum fyrilitaloysi fyri ferðslutrygdini hevur volt fólki ella luti skaða ella elvt til vanda fyri tí,
  2. hann hevur gjørt seg sekan í promillukoyring, sambært § 16, stk. 3,
  3. hann hevur koyrt við ferð, ið fer upp um loyvdu hámarksferðirnar sambært § 30a, stk. 1 og stk. 3, við meira enn 30 km/t ella eina lægri ferðavmarking, ásett sambært § 30a, stk. 2, ella § 47 við meiri enn 20 km/t.
  4. hann undir koyring við einum av teim í § 30b nevndu akførum er farin út um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør ella eina lægri ferðavmarking, ásett sambært § 30a, stk. 2, ella § 47 við meiri enn 20 km/t, ella
  5. frádømingin er grundað á, hvussu brotið er háttað, og á tað, sum annars er upplýst um viðurskifti hins ákærda sum førara av motordrivnum akfari.

Stk. 2. Frádøming verður treytað, um ikki førarin

  1. við vilja hevur volt skaða á annan persón ella lut, við vilja hevur elvt til nærliggjandi vanda fyri hesum ella annars hevur koyrt motordrivið akfar á serliga fyrilitaleysan hátt,
  2. hevur gjørt seg sekan í tveimum ella fleiri tilburðum, ið hvør sær eru fevndir av stk. 1, nr. 1-4,
  3. áður er frádømdur koyrirættin treytað, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur í royndartíðini, ella
  4. áður er frádømdur koyrirættin treytaleyst, og tann nýggi tilburðurin er gjørdur innan 5 ár eftir, at frádømingartíðin er runnin.

Stk. 3. Undir serliga linnandi umstøðum kann frádøming verða treytað í førum, har frádøming eftir stk. 2 annars skuldi verið treytaleys.

Frádømingartíðin

§ 59b. Treytaleys frádøming verður gjørd fyri eitt tíðarskeið uppá millum 6 mánaðir og 10 ár ella fyri alla tíð. Treytaleys frádøming fyri rúsdrekkakoyring, har alkoholnøgdin í blóðinum undir ella aftaná koyringina er farin upp um 2,00 ‰, verður tó gjørd fyri eitt tíðarskeið upp á minst 2 ár og 6 mánaðir. Sama er galdandi, um alkoholnøgdin í ella aftaná tað í § 16, stk. 1, 2. pkt., nevnda tíðarskeiðið er farin upp um 2,00 ‰.

§ 59c. Treytað frádøming verður gjørd við teimum treytum, at viðkomandi í eini royndartíð upp á 3 ár frá endaligum dómi ella viðtøku eftir § 58g, stk. 1 ella stk. 3, ikki koyrir motordrivið akfar undir slíkum umstøðum, at koyrirætturin skal frádømast honum. Við treytaðari frádøming verður frádømingartíðin útsett. Undir serligum umstøðum kann ásetast ein royndartíð upp til 5 ár fyri ta treytaðu frádømingina.
Stk. 2. Um tann dømdi ella tann, ið hevur tikið við frádøming eftir § 58g, stk. 1 ella stk. 3, í royndartíðini fremur ein nýggjan tilburð, ið ber við sær frádøming av koyrirættinum, ásetir rætturin eina felags frádøming fyri henda tilburð og tað áður avrádda lógarbrotið.

Afturtøka av koyrirættindum
meðan mál er fyri

§ 59d. Metir løgreglan, at fyritreytir eru fyri, at koyrirætturin verður frádømdur treytaleyst, kann hon fyribils taka aftur koyrirættin. Løgreglan skal í hesum sambandi vegleiða føraran um royndarrættin, smb. stk. 2.
Stk. 2. Tann, hvørs koyrirættur fyribils er tikin aftur, kann krevja, at afturtøkan verður roynd av rættinum. Rætturin tekur við úrskurði avgerð um afturtøkuna.
Stk. 3. Tíðarbilið, har koyrirætturin hevur verið tikin aftur, verður frádrigið frádømingartíðini.

Virkan av kæru o.ø.

§ 59e. Kæra um dóm, har tað er hend frádøming, aftaná at koyrirætturin hevur verið tikin aftur sambært § 59d, virkar ikki frestandi fyri avgerðina í dóminum um frádøming, uttan so at undirrætturin ger annað av við úrskurði. Í øðrum førum kann undirrætturin eftir áheitan frá ákæruvaldinum við úrskurði gera av, at kæra skal ikki virka frestandi.
Stk. 2. Verður í máli, har koyrirætturin er tikin aftur eftir § 59d, fríkennandi dómur sagdur við atliti at spurninginum um frádøming, ella hendir frádøming treytað, skal koyrikortið útflýggjast, hóast dómurin verður kærdur.

At fáa koyrirættin aftur áðrenn
frádømingartíðin er umliðin

§ 59f. Er rætturin til at koyra motordrivið akfar sambært hesi ella eldri lóg frádømd nøkrum í longri tíð enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa rættin aftur, áðrenn frádømingartíðin er úti, verða lagdar fyri dómstólarnar. Fyriløgan fer fram eftir reglunum í § 78, stk. 3, í revsilógini og kann í fyrsta lagi vera, tá ið trý ár eru liðin av frádømingartíðini. Rætturin kann bert fáast aftur, tá serstakar umstøður gera seg galdandi. Hevur rætturin til at vera førari áður verið frádømdur viðkomandi, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak og í fyrsta lagi, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.
Stk. 2. Er koyrirætturin frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur tó leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingartíðini - tó í minsta lagi 1½ ár - er fráliðin. Um koyrirætturin í slíkum førum er frádømdur fyri allar tíðir, kann spurningurin um at fáa koyrirættin aftur í fyrsta lagi leggjast fyri dómstólarnar, tá ið 5 ár av frádømingartíðini eru fráliðin. Koyrirætturin kann einans fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár frammanundan, at málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina eftiransandi viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Endurgjald fyri afturtøku ella
frádøming av koyrirættinum

§ 59g. Reglurnar í kapitli 93a í rættargangslógini verða nýttar um endurgjaldskrøv fyri frádøming ella afturtøku av koyrirættinum vegna revsisókn."

§ 2

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2000, smb. tó stk. 2.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nær § 1, nr. 12 og 13, koma í gildi.
Stk. 3. § 59f, stk. 2 er eisini galdandi í førum, har koyrirætturin er frádømdur, áðrenn lógin kom í gildi.

§ 3

Stk. 1. Spurningar um frádøming av koyrirættinum í sambandi við tilburðir, sum eru framdir, men ikki endaliga dømdir, tá ið lógin kemur í gildi, kunnu einans verða avgjørdir eftir reglunum í hesi lóg.
Stk. 2. Skal koyrirætturin sambært tilburði eftir stk. 1, frádømast eftir reglunum í § 59a, nr. 1, nr. 3, nr. 4 ella nr. 5, er § 59a, stk. 2, nr. 4, tó ikki galdandi fyri eldri frádømingar, sum eru hendar í sambandi við brot á § 16, stk. 1 ella stk 3.
Stk. 3. Frádøming av koyrirættinum eftir higartil galdandi reglum varðveita teirra gildi og hava somu rættaravleiðingar sum treytaleys frádøming, smb. tó stk. 4.
Stk. 4. Um frádømingartíðin er ásett til 6 mánaðir fyri brot á ásetingarnar um ferð, og dómurin ikki er fullførdur, tá ið lógin kemur í gildi, fellur fullføringin ella írestandi parturin av hesi burtur. Hin dømdi skal innan eina freist, ásetta av løgregluni, upp til eina eftiransandi roynd, smb. § 18c, stk. 4. Fyri hesar frádømingar av koyrirættinum verður freistin í § 59a, stk. 2, nr. 4, harafturat stytt til 3 ár.

Almennar viðmerkingar til lógaruppskotið

Inngangur

Lógaruppskotið hevur nevnd, sett av undanfarna landsstýrismanni í ferðslumálum: Sámal Peturi í Grund, gjørt. Nevndin varð sett við skrivi, dagf. 4. august 1997. Eisini hevur nevndin gjørt niðanfyri standandi almennu viðmerkingar og viðmerkingarnar til einstøku greinirnar í lógaruppskotinum. Núverandi landsstýrismaður, Finnbogi Arge, ynskti tó at broyta uppskot nevndarinnar soleiðis, at rúsdrekka- og promillumarkið verður sett til ávikavist 0,8 ‰ og 0,5 ‰, og at t.d. koyring við einum alkoholinnihaldi yvir 0,8 ‰ hevur við sær treytaleysa frádøming. Uppskotið og viðmerkingarnar á hesum øki eru tillagaðar ynskjum landsstýrismansins, men tað er uppskot og viðmerkingar nevndarinnar, ið standa niðanfyri, og eisini lýsa gongdina í málinum.

Uppskotið fær ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

 Gongdin í málinum

Eitt uppskot til broyting av ferðslulógini varð gjørt av nevndini, ið landsstýrismaðurin setti við skrivi frá 3. august 1977 til endurskoðan av ferðslulógini. Uppskotið varð sent landsstýrinum tann 13. februar 1995.

Í nevndini sótu:
Jalgrim Hilduberg, skrivstovustjóri, Landsskrivstovan
Atli Jensen, bileftirlitsstjóri, Bileftirlitið
Jón Kragesteen, dagligur leiðari, Ráðið fyri Ferðslutrygd
Mogens Nepper-Christensen, landfúti (formaður)
Jógvan Nolsøe, sivilverkfrøðingur, Landsverkfrøðingsstovnurin

Tær týdningarmiklastu broytingarnar í lógaruppskotinum eru hesar:

  1. Broytingar av hámarksferðini fyri serlig sløg av akførum.
  2. Nýggjar ásetingar um kravda nýtslu av nærljósum ella serligum koyriljósum, tá koyrt verður uttan fyri lyktatendringartíðina.
  3. Broyting í ásetingum um nýtslu av trygdarútgerð, heruppií at børn undir 15 ár skulu nýta trygdarútgerð.
  4. Broyting av revsireglunum soleiðis, at tá brot verður framt fyrstu ferð, kann viðkomandi í frádømingarskeiðinum - í staðin fyri styttri frælsisrevsing - verða revsaður við sekt.
  5. Broyting av revsireglunum soleiðis, at givin verður ein herd sekt fyri ávís brot á ferðslulógina, ferðsluhættislig misbrot og brot á hámarksferðina.
  6. Nýggjar ásetingar um tøku av motorakfari, nýtt við serliga grov ella endurtikin brot á ferðslulógina.
  7. Nýggjar ásetingar um treytaða frádøming í førum av koyriskeivleikum og promillukoyring.
  8. Nýggjar ásetingar um afturútvegan af førararættinum í førum, har viðkomandi hevur yvirhildið eina eftiransaða viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Nakrar av uppskotsbroytingunum eru ein herðan av galdandi ásetingum í ferðslulógini, meðan aðrar hava ávísan linna við sær. Eisini er ein hóskandi tillaging gjørd til donsku ferðslulóggávuna.

Lógaruppskotið varð ikki lagt fyri Løgtingið. Nakrar fáar ásetingar, sum í høvuðsheitunum snúu seg um viðurskifti, ið høvdu samband við, at Bileftirlitið yvirtók umsitingina av koyrikortum og skráseting av motorakførum, vórðu viðgjørdar og samtyktar við tveimum løgtingslógum í 1996 við grund í lógaruppskoti, sent landsstýrinum tann 30. november 1995. Hesar ásetingar vórðu samstundis tiknar úr uppskotinum frá 13. februar 1995.

Í juli mánaði 1997 hevði nevndarformaðurin ein fund við Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, við atliti at eini samráðing um framhaldandi viðgerð av lógaruppskotinum og umskipan av nevndini.

Aftaná hesar samráðingar skrivaði Vinnumálastýrið soljóðandi skriv tann 26. august 1997:

"Tann 3. august 1977 varð ein bólkur settur at koma við uppskoti um broytingar í ferðslulógini. Bólkurin varð samansettur av umboðum fyri Landsskrivstovuna, Bileftirlitið, Ráðið fyri Ferðslutrygd, landsverkfrøðinginum og fútanum sum formanni. Í november mánaði í 1995 legði nevndin fram uppskot "Endeligt udkast til ændring af færdselsloven".

Uppskotið varð ikki lagt fram í Løgtinginum - eina mest orsakað av, at lógarteksturin ikki var føroyskaður. Fútin, ið hevur verið formaður í nevndini øll árini, hevði í juli mánaði 1997 fund við landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin ynskti, at nevndin skuldi halda áfram við arbeiðinum, soleiðis at eitt endaligt uppskot kundi leggjast fyri Løgtingið í ár. Fyri at røkka hesum máli verður nevndin framyvir sett soleiðis saman:

 

Umboð fyri løgregluna M. Nepper-Christensen, formaður

-

Finn Ougaard

-

Uni Vestureið
Umboð fyri Ráðnum fyri Ferðslutrygd Jón Kragesteen
Umboð fyri Føroya Politistafelag Jákup-Alberg Berg
Umboð fyri koyrilærararnar Johan Beder
2 umboð frá landsverkfrøðinginum Jógvan Nolsøe & Finnleif Durhuus
2 umboð fyri Vinnumálastýrið Arne Poulsen &

Høgni í Stórustovu, skrivari

 

Við hesum vónar stýrið, at nevndin - við støði í hjálagda "Endeligt udkast til ændringer af færdselsloven" frá nov. 1995 og innan karmarnar í arbeiðssetninginum - fer at gera uppskot til broytingar í ferðslulógini."

Gjørt verður vart við, at tað er eitt mistak, at eitt umboð fyri Bileftirlitið ikki er nevnt sum nevndarlimur. Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum, er limur í nevndini.

Tað í skrivinum nevnda kommissorium er orðað soleiðis:

"Arbeiðssetningur hjá nevndini, ið skal gera uppskot til broytingar í ferðslulógini.

Tað fyriliggur eitt endaligt uppskot frá 30. november 1995 til broytingar í ferðslulógini, ið ein 5-manna nevnd hevur lagt fram.

Nevndin hevur sum tær týdningarmestu broytingarnar sett fram uppskot viðvíkjandi:

Landsstýrismaðurin í ferðslumálum hevur avgjørt, at arbeiði nevndarinnar skal byggja á verandi uppskot.

Harumframt skal nevndin arbeiða við hesum spurningum:

Til fyrsta fundin verða limirnir bidnir um at lesa og seta seg inn í hjálagda avrit av "Endeligt udkast til ændringer af færdselsloven" frá nov. 1995.

Nevndin hevði sín fyrsta fund tann 2. oktober 1997.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, luttók á einum fundi hjá nevndini. Orsøkin til hetta var, at tað var ein ávís ósemja í nevndini um innihaldið av ásetingunum um frádøming av førararættinum, íroknað økið til nýtslu av treytaðari frádøming.

Meirilutin av limunum er av tí fatan, at ásetingarnar so vítt gjørligt skulu tilevnast í samsvari við tær tilsvarandi ásetingarnar í donsku ferðslulógini. Við hesum fæst tann fyrimunur, at praksis hjá danska Hægstarætti kann nýtast beinleiðis til føroyskar umstøður, og soleiðis slepst undan at byggja upp ein serligan, føroyskan praksis. Hetta hevði verið sera trupult fyri bæði dómstólarnar og ákæruvaldið. Ein harmonisering við danska ferðslulóggávu hevur harafturat tann ágóða við sær, at frádøming av førararættinum sambært føroyskari ferðslulóg uttan himpr verður viðurkent av donsku myndugleikunum. Harafturat metti meirilutin, at tann fatan, hann bar fram, var í samsvari við kommissoriið hjá nevndini.

Ein minniluti (2) hevði ta áskoðan, at - serstakliga viðvíkjandi økinum fyri treytaða frádøming vegna rúsdrekka- og promillukoyring - av fyribyrgjandi orsøkum kundu í ein ávísan mun (herdar) ásetingar verða settar inn, ið víkja frá teimum tilsvarandi donsku ásetingunum.

Aftaná at landsstýrismaðurin hevði verið á fundinum, har tey ymsu sjónarmiðini vórðu førd fram, segði landsstýrismaðurin seinni nevndarskrivaranum frá, at hann tók undir við teimum sjónarmiðum, meirilutin hevði sett fram.

Lógaruppskotið er soleiðis stórt sæð tilevnað sambært sjónarmiðum meirilutans, tó soleiðis at ikki er møguligt við eini treytaðari frádøming, tá promillan var oman fyri 0.8.

Við atliti at umráðingunum um tað hóskandi í at strika danska tekstin í galdandi lóggávu er hjálagt eitt yvirlit um ósambærini millum føroyska tekstin og danska tekstin og onnur málslig viðurskifti.

 

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar í lógaruppskotinum

Til § 1, nr. 1.

Meðan lyktatendringartíðin í galdandi ferðslulóg § 2, VIII, byrjar ¾ tíma eftir sólsetur og endar ¾ fyri sólarris, verður nú skotið upp - ferðslutrygdini at frama - ein tíðarvíðkan, soleiðis at lyktatendringartíðin byrjar við sólsetur og endar við sólarris. Hinar broytingarnar eru ritstjórnaligar. Koyring í tunli, ið ikki er nóg væl upplýstur, verður at rokna sum koyring í lyktatendringartíð.

Til § 1, nr. 2.

Broytingin er ritstjórnalig og kemur av, at heimildin at skriva út nevndu kunngerðir um serásetingar fyri innrættan av og útgerð í akførum er flutt frá løgmálaráðharranum til ferðslumálaráðharran.

Til § 1, nr. 3.

Í § 15 í galdandi ferðslulóg er bann móti at føra akfar, um førarin vegna sjúku, overving e.a. ikki er førur fyri at føra akfar á tryggan hátt.

Í pkt. 2 og 3 í ásetingini eru sum herðandi umstøður tann støða, har førarin í nevnda skili vinnuliga hevur flutt persónar, og ein sjálvstøðug medábyrgd fyri arbeiðsgevara ella annað yvirfólk hjá føraranum, um hesir visti ella áttu at vita, at førarin koyrdi í hesum skili.

Í galdandi ferðslulóg er ikki tilsvarandi áseting viðvíkjandi førarum, ávirkaðir av rúsdrekka.

Ásetingarnar í pkt. 2 og 3 eru uttan týdning, tí ásetingarnar í revsilógini um revsiásetan og medvirkan til revsiverd viðurskifti kunnu nýtast í hesum førum. Skotið verður upp at taka ásetingarnar av.

Til § 1, nr. 4 og 5

Í uppskotinum verður rúsdrekkakoyring allýst sum koyring við einum alkoholprosenti, ið er yvir 0.8 ‰ í blóðinum undir ella aftaná koyring, og er hetta ein lækking av promillumarkinum frá 1,2 ‰. Somuleiðis er promillukoyring allýst sum 0,50 ‰ í mun til áður 0,8 ‰.

Útlendskar kanningar vísa, at fyri ein meðalbilførara við eini promillu uppá 0,50 ‰ er vandin fyri óhappi dupult so stórur sum fyri ein bilførara uttan alkohol í blóðinum. Harafturat hava kanningar víst, at nógvir eginleikar eru týðiliga ávirkaðir frá 0,50 ‰ - serliga eginleikin at reagera upp á óvæntaðar hendingar og samansettar støður. Hetta er serliga galdandi fyri ungar førarar, men kann broytast nógv frá persóni til persón.

Við støði í hesum hava nógv lond sett promillumarkið niður til 0,50 ‰. Í Danmark hendi hetta við lóg nr. 469 frá 10 juni 1997 - tó so at henda niðurseting varð gjørd við kunngerð frá ferðslumálaráðharranum og kom í gildi frá 1. mars 1998.

Revsitiltakið við promillukoyring verður sekt og treytað frádøming, jbr. § 1, nr. 28 og 29 í lógaruppskotinum.

Fyri rúsdrekkakoyring millum 0,81‰ og 2,00 ‰ uttan herðandi umstøður verður sektin sett eftir inntøku, soleiðis at sektin verður sett til 1.000 kr. pr. 25.000 kr. árliga bruttoinntøku. Ætlanin við hesi sektarásetan er, at sektin so vítt møguligt skal svara til eina mánaðarløn aftaná skatt fyri persónar við vanligum frádráttum (ein nettománaðarløn). Minsta sekt er 1.000 kr., og hægsta sekt er sambært higartil galdandi rættarsiði roknað at vera 40.000 kr - kanska nakað hægri í dag.

Við atliti at ásetan av sektini fyri promillukoyring við eini promillu millum 0,51 ‰ og 0,80 ‰ verður mett, at ein føst sektarupphædd uppá 4.000 kr. sum grundarlag hevði verið hóskandi. Galdandi reglurnar fyri endurtøkuárin fyri revsingina, jbr. § 58 í ferðslulógini, verða eisini skotnar upp til nýtslu fyri promillukoyring í talstrekkinum 0,51 ‰ og 0,80 ‰. Vanligu reglurnar fyri sektarlækking kunnu eisini nýtast.  

 

0,51 - 0,80 o/oo

Revsing

   
1. ferð tilburður:  
a. Uttan herðandi umst.

4.000 kr.

b. Við herðandi umst.

5.000 kr.

   
2. ferð tilburður:  
a. Uttan herðandi umst.

5.000 kr.

b. Við herðandi umst.

8.000 kr.

   
3. ferð tilburður  
a. Uttan herðandi umst.

10 daga hefti

b. Við herðandi umst.

14 daga hefti

   
4. ferð tilburður:  
a. Uttan herðandi umst.

14 daga hefti

b. Við herðandi umst.

20 daga hefti

Viðvíkjandi endurtøkuárininum á revsingina fyri fyrstu ferð koyring við eini promillu millum 0,51 og 0,80 ‰ er eisini galdandi tann vanliga reglan um endurtøku í § 81, stk. 3, í revsilógini, har sektarrevsingin hevur endurtøkuárin í 5 ár frá tí degi, endaligur dómur er fallin ella sektin góðtikin.

Hvat frádøming av koyrirættinum viðvíkur verður víst til § 1, nr. 28, í uppskotinum.

Til § 1, nr. 6.

Uppskotið er eitt vanligt, beinleiðis bann fyri førarar av akfari at nýta mobiltelefonir, ið verða hildnar í hondini undir koyring. Bannið umfatar førarar av einum og hvørjum akfari, jbr. við hetta greiningina av akfari í § 2 II í ferðslulógini.

Ætlanin er, at ásetingin skal hava hóskandi langa tíð um at koma í gildi, soleiðis at bileigararnir fáa høvi til at keypa og íseta útgerð, sum kann nýtast uttan hendur.

Harafturat verður skotið upp at gera eina áseting, ið heimilar landsstýrismanninum at gera nærri reglur um nýtslu av teleútgerð og líknandi undir koyring. Við hesum verður tryggjað, at samsvarandi teknologisku menningini kunnu reglur gerast um nýtslu av slíkari útgerð, ið fer at vísa seg neyðuga við atliti at ferðslutryggleikanum.

Í galdandi ferðslulóg eru ongar ásetingar, ið beinleiðis regulera nýtslu av mobiltelefon undir koyring.

Tó vil nýtsla kunna koma undir ásetingina í § 23 í ferðslulógini, sum áleggur bilførarum at vera umhugsnir og ansnir, soleiðis at onnur ikki koma í vanda, fáa skaða ella ampast. Brot á hesa áseting, ið stendst av nýtslu av mobiltelefon undir koyring, kann sektast við bót. Um persónskaði hendir í tí konkretu støðuni, kunnu ásetingarnar í revsilógini um óviljað manndráp nýtast.

Tó er ikki heimild í galdandi lóggávu at banna allari nýtslu av hondhildnum mobiltelefonum, tá koyrt verður.

Fleiri evropeisk lond hava gjørt lógásettar skipanir í sambandi við nýtslu av mobiltelefonum, tá koyrt verður. Nógv lond umhugsa at seta bann fyri hondhildnum mobiltelefonum, tá koyrt verður.

Í juni 1996 almannakunngjørdi danska "Rådet for Trafiksikkerhedsforskning" eitt álit um nýtslu av mobiltelefon, tá koyrt verður.

Í álitinum sæst m.a., at ikki er prógvað, at nýtsla av hondhildnum mobiltelefonum, tá koyrt verður, hava havt við sær ferðsluóhapp, men fleiri granskingarúrslit benda á, at koyringin verður minni trygg, og at reaktiónstíðin hjá føraranum verður longri.

Danska "Færdselskommission" hevur í einum ummæli til álitið hjá ráðnum m.a. viðmerkt, at ein samd kommissión heldur, at nýtsla av hondhildnum mobiltelefonum, tá koyrt verður, minkar um konsentratiónina um ferðsluna hjá føraranum, serliga tá telefonin verður nýtt, har nógv ferðsla er, og viðmælir, at førarar, ið ætla at nýta mobiltelefon, tá koyrt verður, fáa hondfría tænastu ísetta.

Ein meiriluti av kommissiónini metir, at tá umhugsað verður eitt møguligt bann fyri hondhildnum mobiltelefonum, tá koyrt verður, eiga eisini at verða tikin við í umráðingunum onnur viðurskifti, ið gera bilførarar minni konsentreraðar í ferðsluni, og sum, um so verður, skulu umhugsast at bannast fyri seg - t.d. at tendra radio, kassettuspælarar, tendra og roykja tubbak o.s.fr.

Við atliti til at tað ikki er prógvað, at mobiltelefonir hava eina negativa ávirkan á ferðsluóhapp, og til tær positivu umstøðurnar av nýtslu av mobiltelefonum í bilum - m.a. fráboðan um rúsdrekkakoyring, biltjóvar og ferðsluóhapp o.s.fr. - heldur meirilutin av "kommissiónini" ikki, at hon kann viðmæla ein lógarúrskurð móti nýtslu av hondhildnum mobiltelefonum, meðan koyrt verður.

Eitt bann móti nýtslu av hondhildnum mobiltelefonum, meðan koyrt verður, varð sett í donsku ferðslulógina við lóg nr. 468 frá 10. juni 1997 og við gildiskomu frá 1. juli 1998.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður m.a. sagt, at tað ikki er prógvað, at nýtsla av hondhildnum mobiltelefonum, tá koyrt verður, minkar um konsentratiónina um ferðsluna hjá føraranum, at ein samd "færdselskommission" hevur viðmælt, at førarar, ið ætla at nýta mobiltelefon, tá koyrt verður, fáa ísett hondfría útgerð, at uppskotið ikki er eitt vanligt bann fyri at tosa í mobiltelefon, tá koyrt verður, men eitt bann fyri føraran ímóti vandafullari nýtslu av hondhildnum mobiltelefonum, og at eitt bann fyri nýtslu av hondhildnum mobiltelefonum ikki neyðturvuliga ger tað verri fyri løgregluna at fáa upplýsing um ferðsluvanlukkur og fráboðanir um lógarbrot, um ísett verður útgerð, ið hevur við sær hondfría nýtslu, so at tað framhaldandi verður møguligt - t.d. við at koyra til viks - at ringja.

Nevndin vísir til hesar viðmerkingar.

Til § 1, nr. 7.

Í kommissoriinum hjá nevndini er ein umráðan av spurninginum um at seta í gildi í Føroyum altjóða reglurnar um heilsutreytir fyri at fáa og at endurnýggja koyrikort.

Nevndin er av tí áskoðan, at hesar ásetingar eiga at galda í Føroyum. Nevndin leggur dent á, at hesar herdu treytirnar fyri at fáa koyrikort og endurnýggjað koyrikort fremja ferðslutryggleikan, og at tað ætlandi er ein treyt fyri, at umheimurin framhaldandi viðurkennir føroyska koyrikortið, at Føroyar lúka hesi altjóða fyrisettu mát. Sama er galdandi viðvíkjandi ásetingunum um koyriútbúgving og koyriroynd.

Ásetingar av slíkum slagi verða gjørdar umsitingarliga av landsstýrismanninum við kunngerð sambært §§ 18, 18a-c og 19 í ferðslulógini.

Nevndin hevur sett ein arbeiðsbólk, ið hevur til uppgávu at tilevna eitt uppskot til nýggja koyrikortkunngerð. Hesin bólkur er ikki liðugur við sítt arbeiði enn.

Altjóða ásetingarnar um heilsutreytir fyri at lata og endurnýggja koyrikort er við í arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum.

Av tí at hesar ásetingarnar eru heldur rúgvismiklar og fara í smálutir, skjýtur nevndin upp, at landsstýrismanninum verður heimilað at avgera, at tær av danska ferðslumálaráðharranum gjørdu ásetingar um heilsutreytir fyri at fáa og endurnýggja koyrikort, ið eru í samsvar við altjóða reglur, heilt ella lutvíst skulu galda í Føroyum.

Við atliti til, at ásetingarnar í høvuðsheitum venda sær til almennar myndugleikar (Bileftirlitið, Landslæknan og Heilsumálastýrið), sum eru avgerandi fyri, at hesi kunna døma um, hvørt ein persónur lýkur heilsutreytirnar, verður eisini skotið upp, at í ásetingunum verður vanliga kravið um kunngerð av fyriskipanum undantikið.

Til § 1, nr. 8-9.

Í kommissoriinum hjá nevndini er ein umráðan av spurninginum um koyring við "ES-knallert".

Heitið "ES-knallert" stavar frá eini ES-fyriskipan um tvey- og tríhjólaði, motorrikin akfør. Fyriskipanin snýr seg m.a. um standardfloksgóðkenning av knallertum. Endamálið við fyriskipanini er at taka burtur forðingar fyri samhandli við hesum akførum.

Útgreiningin av eini knallert, sum stendur í fyriskipanini, var ikki í samsvar við útgreiningina í tí tá galdandi donsku ferðslulógini - svarandi til § 2 III A c) í føroysku ferðslulógini - tí fyriskipanin loyvir knallertum við eini konstruktivt settari maksimalferð upp á 45 km/t.

Við lóg nr. 98 frá 9. februar 1994 varð knallertútgreiningin í donsku ferðslulógini broytt. Nú verður skilt millum "gamlar knallertir" og "ES-knallertir". Fyri tær gomlu knallertirnar galda enn tær ásetingar, sum vóru í gildi innan lógarbroytingina. Viðvíkjandi ES-knallertum er m.a. galdandi, at tær eru skrásetingarskyldugar, og at tær bert kunnu koyrast av persónum, ið hava koyrikort til bil ella motorsúkklu.

ES-knallertir eru tiknar í nýtslu í Føroyum. Sambært galdandi ferðslulóg eru tær pr. definitión motorsúkklur og kunnu bert koyrast av persónum, ið hava koyrikort til motorsúkklu.

Viðvíkjandi skrásetingargjaldi er ásett við løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1996, at ES-knallertir (motorsúkkla við slagvolumen upp á ikki yvir 50 cm³) rinda 10% í virðisgjaldi, meðan motorsúkklur við størri slagvolumen rinda 100% í virðisgjaldi.

Nevndin metir, at ES-knallertir framhaldandi eiga at viðgerast sum motorsúkklur, og at ásetingarnar, ið eru galdandi fyri knallertir jbr. útgreining í § 2 III A c), eiga at varðveitast.

Hetta hevur við sær, at førarar av knallertum sambært galdandi ásetingum ikki skulu hava rættiligt koyrikort, men eitt serstakt knallertkoyrikort, ið kann útskrivast til persónar, ið eru fyltir 16 ár og lúka tey fyri onnur motorrikin akfør galdandi heilsukrøv fyri at fáa koyrikort. Harafturat er tað ein treyt, at viðkomandi í eini roynd váttar, at hann hevur nóg mikið av koyridugnaskapi og hevur neyðugan kunnleika til akfarið og viðgerð tess og til ferðslureglurnar. Tað er ikki ein treyt, at viðkomandi skal hava fingið undirvísing hjá koyrilærara. Víst verður til § 18, stk. 3 og 8 í ferðslulógini.

Fyri førarar av ES-knallertum hevur hetta við sær, at teir skulu vera fyltir 18 ár og skulu hava koyrikort.

Nevndin metir tó, at kravið um koyrikort kann gangast á møti við, at viðkomandi hevur koyrikort til bil ella motorsúkklu.

Niðanfyri standandi kann takast fram sum orsøk til kravið um veruligt koyrikort til førarar av ES-knallert:

Til § 1, nr. 10-15.

Tær uppskotnu broytingarnar eru lutvís ein avleiðing av § 1, nr. 29 í lógaruppskotinum um treytaða frádøming av førararættinum. Víst verður til hetta og til viðmerkingarnar til hetta uppskot.

Til § 1, nr. 11.

Heitið "leiðbeinandi koyriroynd" hevur higartil verið nýtt sum heiti fyri ta koyriroynd, ið verður tikin sum eitt eftirlit av koyridugnaskapinum hjá føraranum í sambandi við eina frádøming av førararættinum.

Av tí at førarin av røttum kennir ta orienterandi royndina sum eitt eftirlitstiltak, verður skotið upp at broyta heitið til "eftiransandi koyriroynd".

Til § 1, nr. 10 og 12.

Sambært galdandi ásetingum er tað ein treyt fyri at fáa førararættin aftur aftaná treytaleysa frádøming, at umsøkjarin klárar eina eftiransandi koyriroynd. Henda koyriroynd er ein teoretisk og praktisk roynd, og verður tikin eftir somu reglum sum ein vanlig koyriroynd. Undanfarandi koyriundirvísing verður ikki kravd í sambandi við tilmæli til eftiransandi koyriroynd.

Sambært lógaruppskotinum verður møguligt at áseta sum krav, at afturvinning av førararættinum aftaná treytaleysa frádøming vegna rúsdrekka- ella promillukoyring verður treytað av, at umsøkjarin, áðrenn hann fer upp til eftiransandi koyriroynd, endurtekur koyriundirvísing, íroknað undirvísing um alkohol og ferðslu.

Til § 1, nr. 13.

Broytingin kemur av uppskotinum um at innseta eitt krav um, at endurtikin koyriundirvísing - áðrenn eftiransandi koyriroyndina - verður tikin av persónum, ið hava fingið frádømt koyrararættin treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring. Hesir persónar skulu ikki sleppa undan kravinum um koyriundirvísing og eftiransandi koyriroynd, hóast umstøðurnar, ið vóru atvoldin til ákæruna, og teir innan fyri tað seinasta árið, áðrenn umsóknina um at fáa koyrikortið aftur, hava staðið eina koyriroynd.

Til § 1, nr. 14.

Uppskotið hevur við sær, at persónur, ið hevur fingið frádømt førararættin treytað, innan eina freist, ið verður ásett av løgregluni, skal upp til eina eftiransandi koyriroynd. Verður royndin ikki staðin, ella um viðkomandi ikki medvirkar til royndina, verður førararætturin tikin.

Við hesum verður tryggjað, at viðkomandi, hvørs misbrot – sæð burtur frá sektini - bert verður staðfest sum treytað frádøming av førararættinum, hevur nóg mikið av kunnleika til ferðslureglurnar og nóg mikið av koyridugnaskapi.

Til § 1, nr. 15.

Við lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin heimild at gera nærri ásetingar um innihaldið av tí koyriundirvísing, sum sambært § 1, nr. 12 í uppskotinum er ein treyt fyri at fáa koyrikortið aftur aftaná treytaleysa førararættarfrádøming, orsakað av rúsdrekka- ella promillukoyring, um eftiransandi royndina, íroknað miss av førararætti, og um gjaldið fyri royndina.

§ 1, nr. 12 og 13. kemur í gildi eftir § 3 í lógaruppskotinum sambært áseting landsstýrismansins. Orsøkin til hetta er, at tað við kunngerð skulu gerast nærri ásetingar um innihaldið av tí nýggju koyriundirvísingini í sambandi við at fáa aftur førararættin aftaná eina treytaleysa frádøming av rúsdrekka- ella promillukoyring. Hesar ásetingar verða tiknar við í uppskotið til eina nýggja koyrikortkunngerð, sum ein arbeiðsbólkur undir nevndini tilevnar. Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 7 í lógaruppskotinum.

Til § 1, nr. 16.

§ 27 í galdandi ferðslulóg ásetir bann móti at hanga á akførum, móti spæli v.m.

Skotið verður upp at umskriva ásetingina. Umframt ritstjórnaligar broytingar verður skotið upp, at tað ikki er loyvt at koyra á rullibretti á vegi.

Til § 1, nr. 17.

Vanlig galdandi hámarksferð sæst í § 30a í ferðslulógini, soleiðis sum hon er orðað við løgtingslóg nr. 66 frá 18. oktober 1978.

Vanligu hámarksferðirnar eru 50 km/t í fjølbygdum økjum og 80 km/t uttan fyri fjølbygt øki.

Sambært § 30a, stk. 2, er møguleiki fyri at áseta eina lægri hámarksferð á einum vegastrekki, har tað ikki er forsvarligt ella ynskiligt at loyva ferðslu við ferð, ið svarar til ta vanligu hámarksferðina. Trygdarlig ella umhvørvislig fyrilit kunnu vera orsøk til lægri hámarksferð.

Við uppskotnu broytingini verður eisini møguligt at lata hetta galda fyri eitt nærri avmarkað øki í fjølbygdum øki.

Til § 1, nr. 18.

Uppskotna ásetingin er nýggj. Við hesi verður møguligt at seta eina hægri hámarksferð enn ta vanligu á einum ávísum vegastrekki. Serligar umstøður, herímillum ferðslugreiðsla, kann vera grundgeving fyri hægri hámarksferð. Tað er ein treyt, at avgerandi ferðslutrygdarlig umhugsni ikki tala ímóti hægri hámarksferð.

Ásetingin er bert galdandi fyri løtt akfør, so sum tað sæst í § 1, nr. 19 í lógaruppskotinum.

Nevndin metir, at tær rímiligu, vanligu hámarksferðirnar hava góða ávirkan á ferðslutryggleikan.

Nevndin er eisini av tí áskoðan, at eingi ferðslufyrilit beina á eina hækkan av teimum vanligu hámarksferðunum.

Meðan nevndin hevur viðgjørt uppskotið er m.a. ført fram, at vegakervið so við og við er so væl útbygt og hevur fingið so høgan standard - bæði í og uttan fyri fjølbygt øki - at ein sundurgreining av hámarksferðini á teim einkultu ferðslusløgunum kann vera hóskandi á ávísum vegastrekkjum. Endamálið við hesum er at greiða ferðsluna tryggari. Infrastruktururin við m.a. fleiri ferjulegum elvir ofta til ferðslutættleika ávísar tíðir, har eisini veðrið og gongið kunnu medvirka til minni tryggleika av ampanum frá tungum akførum.

Við at loyva hægri hámarksferð á slíkum strekkjum kunnu tey løttu akførini skilja seg frá teimum tungu akførunum, og soleiðis sleppa undan at royna at yvirhála á minni egnaðum strekkjum.

Nýtslan av møguleikanum sambært ásetingini væntast at geva møguleika fyri forsvarligum yvirhálingum á vegatekniskt forsvarligum strekkjum við einum hámarksferðmuni til yvirhálaða akfarið uppá t.d. 20 km/t.

Í fjølbygdum økjum krevst fyrilit fyri nógv fleiri faktorum enn uttan fyri fjølbygd øki. Tí er ikki ráðiligt at loyva teimum tungu akførunum "at fylgja við" upp til akfarsásettu hámarksferðina. Ein slíkur møguleiki hevði verið medvirkandi til eina hækkan av vanligu hámarksferðini í fjølbygdum øki, og ikki hevði heldur borið til at sundurgreina ferðina.

Umboðini fyri Landsverkfrøðingsstovnin í nevndini eru av tí áskoðan, at sum nú er, er tað ivasamt, um ásetingin fer at kunna nýtast á nøkrum nýtsluøki, og ynskir at gera eitt skrivligt ummæli til spurningin.

Hetta ummæli finst í skrivi frá 28. januar 1998 frá Landsverkfrøðinginum. Innihaldið í skrivinum lýsir í nógvum førum tey sjónarmið, ið hava verið førd fram í nevndini.

Skrivið er soljóðandi:

"Endurskoðan av ferðslulógini
Uppskot til broytingar í §§ 30a og 30b.
Viðmerkingar

Ferðslulógin ásetir í § 30a, stk. 1, hægsta mark fyri ferð:

1) á fjølbygdum øki: 50 km/t og
2) uttan fyri fjølbygt øki: 80 km/t.

Í stk. 2 verður heimilað at áseta lægri ferðmark á vegastrekki, har tað ikki er ráðiligt ella ynskiligt at loyva akstur við ferð upp til vanligt hægstamark.

Í § 30b, stk. 1, verður ásett mesta ferð hjá ymiskum akfarssløgum, og í stk. 2 verður heimilað at áseta lægri ferðmark fyri ávíst motorakfar, meðan stk. 3 gevur heimild at loyva hægri mark fyri ferð hjá teimum í stk. 1 nevndu akfarssløgum, tó ikki oman fyri tey í § 30a, stk. 1, ásettu hægstumørk uppá 50 km/t og 80 km/t ávikavist á fjølbygdum øki og uttan fyri fjølbygd øki.

Undir viðgerðini í nevndini til endurskoðan av ferðslulógini eru uppskot komin um á ávísum vegastrekkjum, har ferðslu- og trygdarviðurskifti ella koyritekniskar grundir ikki tala ímóti hesum, at loyva hægri ferðmørk enn tey í § 30a, stk. 1, ásettu 50 og 80 km/t. Talan hevur verið um at kunna loyva upp til 60 km/t á fjølbygdum øki og 90 km/t uttan fyri fjølbygd øki, tó bert fyri persónbilar.

Sum grundgeving fyri at loyva hesum hækkingum verður framført, at tað eru vegastrekki, har hetta væl letur seg gera, og at tað hevði gjørt tað lættari hjá tí løttu ferðsluni at koyra fram um tunga ferðslu og harvið verið við til at givið smidligari avgreiðslu av ferðsluni. Eisini hevði sloppist undan tí forargilsinum, tað ofta er at skula noyðast at "hanga" aftan fyri eitt tungt akfar og í vátveðri verða spruttaður til av tí, sum koyrir frammanfyri. Tíðarsparing hevur eisini verið nevnd, men her skal havast í huga, at longsta samanhangandi strekkið, sum talan kann verða um at skula loyva 90 km/t, er hægst 15 km (frá Kjalnestanga norður til Streymnes), og hesar 15 km tekur tað góðar 11 min. at koyra við 80 km/t og 10 min. við 90 km/t.

Afturat tí, at hækkað ferðmørk føra lítla ella onga tíðarsparing við sær, kann verða nevnt, at í londum á okkara leiðum, har vegakervi og ferðslumynstur kunnu samanberast við okkara, tykist rákið vera heldur at fáa ferðina setta niður út frá teirri sannroynd, at lægri ferð førir til færri og minni álvarsom ferðsluóhapp enn hægri ferð.

Síggjast má í eyguni, at sjálvt um ferðmarkið millum bygdir, sum nú er, er 80 km/t, so fara fram framumkoyringar av akførum, sum koyra við mest loyvdu ferð, og tann, sum koyrir framum, hevur tí eina ferð uppá einar 95 km/t. Vandi er fyri, at um loyvda markið verður sett upp til 90 km/t, fer meginparturin av ferðsluni bert at koyra 10 km/t skjótari enn nú á hesum ávísu strekkjunum, og tann, sum tá skal framum, kemur at koyra við ferð omanfyri 100 km/t. Hugsað verður eisini um, at tað kann fara at vísa seg trupult at fáa markini millum 90 km/t og 80 km/t yvirhildin, soleiðis at skilja, at kemur tú t.d. koyrandi úr rundkoyringini í Kollfjarðardali, kann ivi koma upp, um tað nú er 80 ella 90 km/t ferðmark, sum er galdandi. Her og kanska aðrastaðni eisini er tí hugsandi, at bilførarar fara at halda, at her er helst loyvt at koyra við 90 km/t.

Hægri ferðmark krevur endurskoðan av vegamerkingunum á avvarðandi vegastrekkjum, nýggjar sýnismátingar - nevnast kann, at framumkoyringarsýnislongdin veksur úr 240 upp í 290 m, altso o.u. 21% - og harav broyttar merkingar á vegin, nýggj ferðmarksskelti og avtøkur av hesum, og nýggjar metingar um tryggleikan í íbindingunum - ein ákoyring við 90 km/t er 26% harðari enn ein við 80 km/t. Ein samanstoytur millum tveir bilar, sum báðir koyra 90 km/t er meira enn 60% harðari, enn um báðir koyrdu 80 km/t.

Hesi og onnur vandamál, hildin upp ímóti nøkrum óítøkiligum fyrimunum, hava ført til, at hiðani verður rátt frá at loyva hægri ferðmørk enn tey, sum í dag eru ásett sum hægst loyvdu ferðmørk á og uttanfyri fjølbygd øki."

At nýta hesa áseting krevur semju millum vegamyndugleikarnar og løgregluna, tó so at málið kan leggjast fyri landsstýrismannin til avgerðar, jbr. § 47 í ferðslulógini.

Til § 1, nr. 19.

Í § 30b í galdandi ferðslulóg, sum er orðað við løgtingslóg nr. 66 frá 18. oktober 1978, eru hesar ferðavmarkingar ásettar fyri serlig sløg av akførum:

1) bussur, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg: 70 km/t
2)
motorvognur, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg: 60 km/t
3)
motorvognur við leysavogni ella skrásettum viðfestum reiðskapi, herundir húsvogni: 50 km/t.
4)
motorvognur við øðrum viðfestum reiðskapi, traktorur og motorreiðskapi: 30 km/t
5)
motorrikið akfar ella vognarað, har eitt ella fleiri hjólpør hava massivan hjólklædning: 15 km/t.

Hesar serligu akfarsásettu hámarksferðir galda yvir hægri generellum og staðbundnum hámarksferðum sambært § 30a.

Uppskotið hevur við sær eina ávísa hækkan av teimum undir 2-3) nevndu hámarksferðum. Orsøkin er partvíst, at við atliti at teimum teknisku krøvunum, ið sett verða við atliti at stabiliteti og bremsum á akfarinum, er ferðslutryggleikaliga forsvarligt við hægri ferð fyri hesi akfør, partvíst at fleiri akfarsásett hámørk kunnu skapa ferðsluvandafullar umstøður vegna yvirhálingar av akførum, ið kunnu koyra við hægri ferð.

Uppskotnu ferðsluhámørkini í tí broyttu orðingini í § 30b, stk. 1-3, eru hesi:

1) Bussar, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg: 70 km/t uttanfyri fjølbygt øki, 50 km/t í fjølbygdum øki, hóast hámarksferðin á staðnum er hægri.

2) Onnur akfør, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg (lastbilar), og vognarøð av einum lastbili ella bussi, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg, og eitt skrásetingarskyldugt, viðfest akfar: 70 km/t uttanfyri fjølbygt øki, 50 km/t í fjølbygdum øki, hóast hámarksferðin á staðnum er hægri.

3) Akfør við eini loyvdari totalvekt uppá ikki yvir 3.500 kg við viðfestum vogni, leysavogni ella skrásetingarskyldigum viðfestum akfari, íroknað húsvogni: uttanfyri fjølbygt øki 70 km/t, í fjølbygdum øki 50 km/t ella ein møguliga hægri hámarksferð á staðnum.

§ 30b, stk. 4-7, í lógaruppskotinum svarar til § 30 b, stk. 4-7 í galdandi ferðslulóg.

Sambært uppskotinum verða bussar og lastbilar javnsettir, soleiðis at akfarsásetta hámarksferðin fyri bæði sløgini er 70 km/t. Sambært ummæli frá Bileftirlitinum er eingin tekniskur munur á hesum báðum akførum, hvat viðvíkur bremsuevnum og steðgilongd. Sambært einum ummæli frá "Rådet for Trafiksikkerhedsforskning" til ferðslumálaráðið er totalrisikoin, t.v.s. tann risiko, sum ein trafikantur í einum akfari leggur á seg sjálvan og onnur, størst fyri tey sløg av akførum, har tað í galdandi ferðslulóg eru gjørdar akfarsásettar hámarksferðir. Við atliti at hesum, og at annars verður víst til § 1, nr. 18 í lógaruppskotinum, metir nevndin, at tann akfarsásetta ferðin fyri bussar og lastbilar ikki eigur at fara upp um 70 km/t, og at tann akfarsásetta ferðin fyri hesi akfør eigur at vera eins.

Til § 1, nr. 20-21.

Sambært § 47, stk. 2, í galdandi ferðslulóg kann landsstýrismaðurin, aftaná samráð við vegamyndugleikarnar, gera áseting um at útleggja veg til høvuðsveg. Um tað, at ein vegur verður útlagdur sum høvuðsvegur, verður víst á talvu B 16, jbr. Vegamerkingarkunngerðin.

Av ferðslutrygdarávum er parkering á ávísum landsvegum uttanfyri fjølbygt øki óynskt.

Tí verður skotið upp í § 33a, stk. 2, í ferðslulógini, sum inniheldur fleiri parkeringsforboð, at gjørd verður ein áseting um forboð at parkera á koyribreytini á høvuðsvegi uttanfyri fjølbygt øki.

Til § 1, nr. 22-23.

Sambært galdandi reglum í § 43, stk. 3, í ferðslulógini skal, tá koyrt verður við motorsúkklu uttanfyri lyktatendringartíðina, nýtast nærljós (stutt ljós). Ein samsvarandi treyt er ikki galdandi, tá koyrt verður við bili ella øðrum motorriknum akførum, men nýtsla av nærljósum ella serligum koyriljósum uttanfyri lyktatendringartíðina er tó loyvd, tá koyrt verður við bili.

Í álitinum, sum nevndin legði fram í oktober 1985 viðvíkjandi uppskoti til broyting av ferðslulógini, verður hetta sagt um lyktaføring uttanfyri lyktatendringartíðina:

 

" Í løgtingsmáli nr. 31/1983 varð samtykt eitt uppskot, eftir hvørjum landsstýrismanninum varð álagt at broyta kunngerðina um innrættan og útgerð av akførum soleiðis, at bilar innan eina hóskandi freist skulu hava ísett koyriljós.
Í november 1975 legði Nordisk Trafiksikkerheds Råd fram eina frágreiðing um ávaringarljós fyri motorsúkklur, har niðurstøðan var, at vandin fyri at motorsúklistar komu uppí ferðsluvanlukkur væntandi varð minni, um ásett varð, at motorsúkklur altíð skulu hava ljós, og at við koyring uttanfyri lyktatendringartíðina skulu nærljós altíð nýtast.
Í eini tilsvarandi frágreiðing frá 1976 um billjós um dagin verður rátt til at gera eitt heildarboð um lyktaføring alt samdøgnið.
Uppskotna ásetingin í stk. 3 skal metast við støði í hesum. Ein tilsvarandi áseting er gjørd í Danmark - og okkum vitandi - í hinum norðurlondunum.
Viðvíkjandi spurninginum um billjós verður viðmerkt, at í 1977 vórðu í Svøríki givin boð um at nýta koyriljós (ávaringarljós) á bilum, ið koyrdu uttanfyri lyktatendringartíðina. Við koyriljós er at skilja serligar, framvendandi hvítar lyktir, sum tendra, tá tendrilykilin verður settur í koyristøðu. Koyriljósið er sterkari enn støðuljósið, men veikari enn nærljósið. Orsøkin fyri at áseta nýtslu av koyriljósi í staðin fyri nærljós, er at nærljós - serliga frá nógvum bilum - kunnu virka blindandi.
Umráðingarnar um møguliga at áseta tilsvarandi boð í Danmark eru steðgaðar fyribils av royndunum um avleiðingarnar av tí svenska boðnum. Ætlanirnar um eitt generelt boð fekk annars mótstøðu í Danmark, m.a. tí eini boð um lyktaføring um dagin fer at vikna ta ávirkan, ið áseting av lyktaføringsboðum fyri motorsúkklur hava í relatión til møguleikan fyri at skilja millum motorsúkklur og knallertir.
Nevndin metir, at spurningurin um billjós um dagin má umhugsast meira og takast við í tær generellu umhugsanirnar viðvíkjandi eini revisión av útgerðarkunngerðini. Viðmerkjast skal eisini, at spurningurin helst ikki kann greiðast í fyrisitingarligum fyriskipanum. Soleiðis kunnu reglur ikki ásetast við fyriskipan um, at akfør, ið longu eru skrásett, skulu hava ísett koyriljós. Somuleiðis tykist tað neyðugt at ein áseting um at akfarið skal hava koyriljós, má verða stuðlað av eini lógargrein, ið ásetir nýtsluna."

 

Danska ferðslutrygdarkommissiónin hevur í áliti nr. 1157/1988 skotið upp, at tá koyrt verður við bili, skulu koyriljós (nærljós ella serligar koyriljóslyktir) nýtast um dagin. Hervið verða bilarnir meira sjónligir fyri hinum koyrandi, og hetta hevur við sær, at tað slepst undan nógvum fleirpartóhappum.

Hetta uppskotið er nú framt í Danmark við lóg nr. 401 frá 13. juni 1990 um broyting í ferðslulógini, sum eini boð um nýtslu av nærljósum, tokulyktum ella serligum koyrilyktum fyri bilar uttanfyri lyktatendringartíðina, stuðlað við, at boðini eisini eru galdandi fyri onnur motorrikin akfør, ið eru útgjørd við nærljóslyktum. Traktorar og knallertir eru útgjørd við nærljóslyktum, og skulu hesar nýtast, tá koyrt verður uttanfyri lyktatendringartíðina.

Uppskotna ásetingin í § 1, nr. 23, - § 35a er orðað í samsvari við donsku ásetingarnar. Í stk. 2. er skotið upp, at tær kravdu koyriljósásetingarnar ikki eru galdandi fyri akfør, meðan tey verða bygd ella umvæld.

Tann í § 1, nr. 22 uppskotna broytingin, har § 35, stk. 4, pkt. 3 og stk. 5, verða avtikin í mun til galdandi lóg, viðvíkur loyvi til í ávísum førum at nýta støðuljós í lyktatendringartíðini. Tá nýtsla av koyriljósum (nærljósum, tokuforlyktum ella serligum koyriljósum) er skotin upp uttanfyri lyktatendringartíðina, verður skotið upp at avtaka hetta loyvi. Støðuljós kunnu hereftir bert nýtast til at marka eitt steðgað ella parkerað akfar.

Til § 1, nr. 24.

Í uppskotnu ásetingini er sett eitt bann móti persónsflyting við húsvogni, Uppskotið hevur støði í, at frá einum ferðslutrygdarligum sjónarmiði er vágiligt at loyva persónsflutningi við húsvogni. Hetta kemst av, at ferming og vektbýti í húsvogninum er sera avgerandi fyri koyrieginleikarnar hjá einum vognarøði við húsvogni.

Til § 1, nr. 25.

Galdandi ásetingin í § 42 í ferðslulógini um trygdarbelti varð sett í lógina við løgtingslóg nr. 67 frá 5. juni 1986.

Sambært galdandi ásetingum er tað skylda at nýta trygdarbelti, tá bilurin er útgjørdur við slíkum. Børn undir 15 ár og persónar við lægri likamshædd enn 150 cm, eru ikki fevnd av skylduni at nýta trygdarbelti.

Skotið er upp er at víðka reglurnar um nýtslu av trygdarbelti munandi, so tær svara til tær í Danmark galdandi ásetingarnar, sum í ávísan mun eru gjørdar eftir ES-fyriskipanum.

Høvuðstættirnir í uppskotinum eru hesir:

1) Børn eru fevnd av skylduni at nýta trygdarbelti, tá tey eru fylt trý ár. Børn, ið eru fylt 3 ár, men ikki sjey ár, kunnu í staðin fyri trygdarbelti nýta barnastól. Saman við trygdarbelti kann selakoddi nýtast. Stk. 2 í uppskotinum.

2) Børn undir 3 ár skulu við koyring í bili við í mesta lagi 9 persónum og í bili við loyvdari vekt uppá í mesta lagi 3.500 kg nýta trygdarbelti, barnastól ella aðra trygdarútgerð, tillagað vekt og hædd barnsins. Skyldan at nýta serliga tillagaða trygdarútgerð er ikki galdandi, um barnið situr á baksetrinum, og trygdarútgerð ikki er til taks hjá barninum. Stk. 3 í uppskotinum.

3) Tann higartil góðkenda, vanliga frítøka frá skylduni at nýta trygdarbelti við hýruvognskoyring dettur burtur.

4) Førarin skal undir revsiábyrgd ansa eftir, at ferðafólk, ið ikki eru fylt 15 ár, og sum tí ikki kunnu revsast, nýta trygdarútgerð. Stk. 6 í uppskotinum.

Sambært stk. 5 í uppskotinum, svarandi til § 42, stk. 3, pkt. 2, og stk. 4, pkt. 2, í galdandi ferðslulóg kann landsstýrið áseta reglur, ið frítaka ávísar persónar fyri skylduna at nýta trygdarbelti, og reglur, ið frítaka fyri skylduna at nýta trygdarbelti við serligar koyrihættir.

Galdandi reglur um hetta eru ásettar í kunngerð nr. 117 frá 25. november 1986. Skotið verður upp at avtaka hesa kunngerð og gera nýggja kunngerð í staðin. Uppskot er gjørt til hesa kunngerð.

Sambært hesum uppskoti fevnir skyldan at nýta trygdarbelti ikki um persónar, sum við læknaváttan eru frítiknir. Leiðreglurnar fyri, nær læknarnir kunnu veita undantak, eru í eini reglugerð frá Sundhedsstyrelsen til læknar um frítøku frá skylduni. Váttan um frítøku verður givin á serligum oyðublað, sum skal havast við, tá koyrt verður.

Í uppskotinum er heimilað landsstýrismanninum at gera reglur um frítøku frá skylduni at nýta trygdarbelti fyri serligar hættir fyri koyring:

1) vinnulig koyring við lágari ferð, har viðkomandi undir koyringini skal inn í og úr bilinum ferð eftir ferð, og strekkið millum steðgirnar ikki fer upp um 500 m,

2) tá Postverkið koyrir í fjølbygdum øki í sambandi við útbýting av bræva- og pakkaposti, og tøming av postkassum,

3) koyring í fjølbygdum øki, tá viðkomandi skal býta út dagbløð til haldarar,

4) løgreglukoyring við serligum atliti at eftiransan, tá handtikin verða flutt og eisini onnur, ið kunnu vera vandamikil undir koyringini,

5) vinnulig koyring hjá hýruvognsbilførarum við ferðafólki.

Til § 1, nr. 26.

Skotið verður upp at avtaka serásetingar fyri nýtslu hjá motorsúklandi av nærljósum uttanfyri lyktatendringartíðina sum ein avleiðing av, at motorsúkklur í framtíðini eru fevndar av vanligu regluni um koyriljós í uppskotinum til eina nýggja § 35a, jbr. nr. 23 í § 1 í lógaruppskotinum.

Til § 1, nr. 27

Til § 1, nr. 28-29.

Skotið verður upp at umskriva og gera orðingina greiðari í kapitli VII um revsing í galdandi ferðslulóg.

Til § 1, nr. 28.

Viðv. § 58:

Í uppskotinum til eina broytta orðing av § 58 eru revsireglur fyri tey egnaðu (grovu) brotini á ferðslulógina, t.e. í førum, har revsikarmurin er sekt, hefti ella fongsul í upp til 1 ár.

Revsireglurnar í uppskotinum samsvara § 58, stk. 6-7, (rúsdrekkakoyring), stk. 8, (promillukoyring), stk. 9, (koyring hóast sjúku, overvan o.a., koyring uttan koyrikort og rýming frá ferðsluáhappi) og stk. 10 (koyring í frádømingarskeiðinum) í galdandi ferðslulóg.

Nevndin hevur umhugsað at broyta revsiásetingina í § 58, stk. 10, í galdandi revsilóg, sum snýr seg um koyring í frádømingarskeiðinum. Revsikarmurin er, sum omanfyri nevnt, hefti ella fongsul upp til 1 ár, ella undir serliga linnandi umstøðum: sekt.

Í royndum er revsingin fyri koyring fyrstu ferð í frádømingarskeiðinum hefti í 7 dagar, sjálvt um tað undir frádømingini varð givin sektar- ella frælsisrevsing. Við fyrstu endurtøku er revsingin hefti í 14 dagar. Revsingin fyri enn fleiri endurtøkur er sambært rættarsið javnt vaksandi upp til fongsul í 60 dagar - 3 mánaðir, alt eftir hvussu nógvar revsingar eru frammanundan. Sostatt verður revsingin vanliga ásett til 20 daga hefti, 30 daga hefti, 40 daga fongsul, 50 daga fongsul og 60 daga fongsul við 3., 4., 5., 6. og 7. endurtøku. Nevndu revsistig eru galdandi, har bert ein einkultur tilburður av koyring er í frádømingarskeiðinum. Um fleiri koyritilburðir eru til dóms í senn, verður revsingin vanliga hækkað.

Nevndin hevur umhugsað, hvørt tað er rímiligt og forsvarligt at broyta revsiásetingina soleiðis, at tað við fyrstu ferð koyritilburðir í frádømingarskeiðinum verður givin sektarrevsing í staðin fyri stutta frælsisrevsing.

Somu umráðingar hava havt við sær eina broyting í donsku ferðslulógini, soleiðis at fyrstu ferð mistøk verða revsað við sekt. Hetta varð gjørt við lóg nr. 396 frá 13. juni 1990. Ætlanin við hesi broyting var bert at broyta revsingina við fyrstu ferð mistøk. Annars varð tann higartil nýtta revsimátingin varðveitt. Somuleiðis vóru ongar broytingar í revsimátingini í málum, har koyring í frádømingarskeiðinum hendi í sambandi við nýggja rúsdrekka- ella promillukoyring. Sektin í fyrstu ferð tilburðum svarar til sektina í málum um fyrstu ferð tilburðir av rúsdrekka- og promillukoyring. Um fleiri koyringar eru til dóms í senn í fyrstu ferð tilburði, verður sektin hækkað.

Tríggir av nevndarlimunum (umboðið fyri Ráðið fyri Ferðslutrygd og teir 2 løgreglulærdu limirnir) meta tað ikki forsvarligt at broyta revsiásetingina fyri hesar fyrstu ferð tilburðir. Serliga vísa teir á, at sterk fyribyrgjandi árin eru knýtt at tí at geva frælsisrevsing fyri hesi misbrot, og at sektarrevsing fer at vikna nógv um fyribyrgjandi árini á reaktiónsskipanina. Meirilutin segði eisini, at tað er ein natúrlig avleiðing av tí gradueraðu, pedagogisku reaktiónsskipanini, sum lógaruppskotið leggur upp til við møguleika fyri treytaðari frádøming fyri minni álvarsom misbrot, at ein persónur, ið ger eitt so álvarsamt misbrot, at førararætturin skal frádømast treytaleyst, fær frælsisrevsing, um hann koyrir í frádømingarskeiðinum.

Tveir av nevndarlimunum (formaðurin og varafútin) hildu, at frælsisrevsing skuldi nýtast minst møguligt, at ein stutt frælsisrevsing neyvan gjørdi størri mun, at ein sekt, til støddar sum tann nevnda fór ikki at hava við sær órímiliga viknan av fyribyrgjandi árini á reaktiónsskipanina, og at tað at nýta sektarrevsing fyri hesi misbrot fór at lætta væl um rættarmálini, tí flestu mál kunnu tá avgreiðast við sektarviðtøku uttan um rættin.

Hinir nevndarlimirnir meta seg ikki kunna taka støðu til málið.

Lógaruppskotið er hervið tilevnað sambært áskoðan meirilutans.

Áskoðan minnilutans til orðingina av § 58, stk. 5, hevði verið:

"Tann, ið koyrir motorrikið akfar, sum krevur koyrikort at koyra, hóast rætturin til at vera ella fara at vera førari av slíkum akfari er treytaleyst frádømdur viðkomandi, verður revsaður við sekt. Við endurtøku kann revsingin hækka til hefti ella fongsul í 1 ár."

Viðv. § 58a:

Flestu brotini á ferðslulógina kunnu bert revsast við sekt.
Í uppskotinum til nýggja § 58a eru tær ásetingar, ið verða revsaðar við sekt í samsvari við nýggjari lóggávuteknikk, uppreksaðar, stk. 1, nr. 1.

Stk. 1, nr. 2-4 samsvarar - undantikið hesa broyting - við galdandi § 58, stk. 1, nr. 3.

Stk. 4-7 samsvarar við galdandi § 58, stk. 2-4, tó við tí broytingini, at ásetingarnar í stk. 7 um objektiva vinnufelagsábyrgd eru víðkaðar til eisini at fevna um kommunur og kommunalar felagsskapir.

Stk. 2-3 eru nýggjar ásetingar í samsvari við ásetingarnar í donsku ferðslulógini, ið eru framdar við lóg nr. 283 frá 29. apríl 1992.

Meðan stk. 1 tilskilar eitt "normalsektarøki", hevur stk 2-3 ásetingar um herda sekt fyri ávís brot á lógina.

"Normalsektarøkið" fevnir um tær í stk. 1 uppreksaðu ásetingarnar, undantikið tær ásetingar, ið eru gjørdar í stk. 2-3.

Stk. 2 fevnir um eitt øki, har herd sekt skal gevast, og fevnir um tey brot, ið mugu roknast eyðkend ferðsluhættislig. Sjálvt hugtakið "herd sekt" er ikki gjørt greitt í lógaruppskotinum. Av viðmerkingunum til uppskotið, ið bygt varð á, tá gjørdar vórðu samsvarandi ásetingar í donsku ferðslulógini, sæst, at miðað er ímóti eini hækking av galdandi sektarlagi við uml. 50 %.

Lógaruppskotið miðar ímóti samsvarandi hækking av sektarlagnum í Føroyum fyri tey í stk. 2 nevndu eyðkendu ferðsluhættisligu brotini.

Stk. 3 miðar bæði ímóti eini umskipan og eini herðing av sektarútrokningini fyri brot á hámarksferð, viðvíkjandi brotum á vanlig hámarksmørk, staðbundin hámarksmørk og akfarsásett hámarksmørk.

Eins og í stk. 2 er hugtakið "herd sekt" ikki gjørt greitt í orðingini í lógaruppskotinum.

Av viðmerkingunum til lógaruppskotið, sum bygt varð á at gera samsvarandi ásetingar í donsku ferðslulógina, sæst m.a.:

 

" Efter færdselslovens § 118, stk. 1, nr. 1, straffes overtrædelse af de generelle og køretøjsbestemte hastighedsgrænser (§§ 42 og 43) med bøde.
Rigsadvokaten har i Meddelelse nr. 5/84 af 30. oktober 1984 fastsat retningslinier for bødetakster i bl.a. sager om overtrædelse af de generelle hastighedsbegrænsninger. Bødetaksterne er senere justeret ved Meddelelse nr. 4/88 af 28. april 1988. Rigsadvokatens retningslinier er kun af vejledende karakter for politi og anklagemyndighed, og er ikke bindende for domstolene, men i praksis udmåles bøder i hastighedssager takstmæssigt efter disse retningslinier.
De vejledende bødetakster for overtrædelse af de generelle hastighedsbegrænsninger er:

 

- overskridelse under ................ 20 km/t

300 kr.

- fra og med ................................ 20 km/t

450 kr.

- fra og med ................................ 25 km/t

600 kr.

- fra og med ................................ 30 km/t

800 kr.

- fra og med ................................ 35 km/t

1.000 kr.

- fra og med ................................ 40 km/t

1.200 kr.

- pr. følgende 5 km/t fra ............ 45 km/t +

200 kr.

 

Bødetaksterne for overtrædelse af de køretøjsbestemte hastighedsbegrænsninger svarer til bødetaksterne for overtrædelse af de generelle hastighedsbegrænsninger.
Bøder for overtrædelse af generelle hastighedsgrænser fastsættes efter disse bødetakster, uanset om hastighedsovertrædelsen er sket i eller uden for tættere bebygget område. Medmindre særlige forhold gør sig gældende, sker udmålingen ikke på baggrund af en konkret vurdering af karakteren af hastighedsovertrædelsen, farlighed o.lign., men bøderne fastsættes i forhold til det antal km, som hastighedsgrænsen faktisk overskrides med.
Der er altså ikke tale om, at bøderne udmåles efter hvor stor en procentvis hastighedsoverskridelse, der foreligger. F.eks. gives en hastighedsoverskridelse på 20 km i timer 450 kr. i bøde, uanset om overskridelsen sker i tættere bebygget område eller på motorvej, d.v.s. en overskridelse på henholdsvis 40% og 20%."............
"Det er Justitsministeriets opfattelse, at bøderne for hastighedsforseelser skal afspejle den risikoforøgelse, som hastighedsoverskridelsen medfører.
På denne baggrund foreslår Justitsministeriet, at der sker en omlægning af bødeberegningen i sager om hastighedsovertrædelser, således at der tages udgangspunkt i den procentuelle overskridelse af den aktuelle hastighedsgrænse, og således at bødeberegningen sker efter en progressivt stigende skala. Med henblik på at opnå en styrkelse af bødernes præventive effekt foreslås samtidig en skærpelse af bødeniveauet i hastighedssager i forhold til i dag."............
"Den foreslåede beregningsform skal anvendes, hvad enten der er tale om en overskridelse af generel hastighedsgrænse, jfr. færdselslovens § 42, stk. 1-3, en lokalt fastsat hastighedsgrænse, jfr. § 42, stk. 4 og 5, eller en køretøjsbestemt hastighedsgrænse, jfr. § 43.
I tilknytning til en omlægning af bødeberegningen finder Justitsministeriet, at der bør fastsættes særlige bødetakster for lastbiler med en tilladt totalvægt over 3.500 kg og for vogntog bestående af en sådan lastbil og et registreringspligtigt påhængskøretøj, således at bøderne for hastighedsoverskridelser med disse køretøjer belægges med et tillæg på 50%.".............
"Herefter vil de vejledende bødetakster for overtrædelse af de generelle hastigheder være således:
 

Hastighed

Bødetakst for personbiler m.v. Bødetakst for lastbiler og lastbilvogntog
 

 

Alle veje undtagen motorveje Motorveje Alle veje
 

Kr.

Kr.

Kr.

Hastighedsoverskridelse under 20%

400

600

600

Fra 20% men under 30%

600

900

900

Fra 30% men under 40%

850

1.300

1.300

Fra 40% men under 50%

1.150

1.750

1.750

Fra 50% men under 60%

1.500

2.250

2.250

Fra 60% men under 70%

1.900

2.850

2.850

Fra 70% men under 80%

2.400

3.600

3.600

Fra 80% men under 90%

3.000

4.500

4.500

Fra 90% men under 100%

3.700

5.500

5.500

100% eller mere

4.500

6.750

6.750

 

Som motorvej i relation til bødetaksterne anses kun motorveje med en tilladt hastighed på 100 km i timen eller mere.
De foreslåede bødetakster vil indebære, at en kørsel med 60 km i timen på vej, hvor hastighedsgrænsen er 50 km i timen, altså en 20% hastighedsoverskridelse, vil udløse 600 kr. i bøde. Kørsel med 120 km i timen på en motorvej med en hastighedsgrænse på 100 km i timen vil tilsvarende udløse 900 kr. i bøde.
Der vil af anklagemyndigheden blive nedlagt bødepåstand i overensstemmelse med ovenstående bødetakster for hastighedsforseelser begået efter lovens ikrafttræden."

Vísandi til hesar viðmerkingar og við atliti til, at tað ikki eru motorvegir í Føroyum, og við atliti til, at stk. 3, pkt. 2 í í lógaruppskotinum eisini fevnir um bussar, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg, og vognarøð av einum bussi, hvørs loyvda totalvekt fer upp um 3.500 kg, og einum skrásetingarskyldugum, viðfestum akfari, verða hesi sektargjøld skotin upp til brot á hámarksferð:

 

  Hámarksferð  

Sektargjald *)

       

%

50

60

70

80

1

2

u/20 51-59 61-71 71-83 81-95

400

600

20-29 60-64 72-77 84-90 96-103

600

900

30-39 65-69 78-83 91-97 104-111

850

1.300

40-49 70-74 84-89 97-104 112-119

1.000

1.700

50-59 75-79 90-95 105-111 120-127

1.500

2.200

60-69 80-84 96-101 112-118 128-135

1.900

2.900

70-79 85-89 102-107 119-125 136-143

2.400

3.600

80-89 90-94 108-113 126-132 144-151

3.000

4.500

90-99 95-99 114-119 133-139 152-159

3.700

5.600

100-109 100-104 120-125 141-146 160-167

4.500

6.800

110-119 105-109 126-131 147-153 168-175

5.400

8.100

120-129 110-114 132-137 154-160 176-183

6.400

9.500

Brot á hámarksferð í % og km/t    

*) Sektargjald 1: persónbilar og motorsúkklur

Sektargjald 2: bussar, lastbilar og vognarøð

Viðv. § 58b:

Í lógaruppskotinum verður gjørd nýggj § 58b áseting um, at við serliga grov ella endurtikin brot á ferðslulógina kann hald verða lagt á motorakfarið, ið var nýtt til brotið, um hetta verður mett neyðugt at fyribyrgja enn fleiri brot á ferðslulógina, og um haldið ikki er órímiligt.

Sambært §§ 75-77a í revsilógini er longu møguleiki at fremja hald av lutum, ið hava verið nýttir til revsiverda gerð. Alternativt kann fremjast virðishald.

Innan ferðslulógarinnar øki verður hald næstan bara nýtt í málum við konstruktivum broytingum av knallertum. Hald av motorakfari, ið hevur verið nýtt til brot á ferðslulógina - heruppií rúsdrekkakoyring - verður eftir siðvenju bara gjørt í hendinga førum.

Endamálið við at gera serligar haldásetingar í ferðslulógini - hóast haldreglurnar í revsilógini í meginregluni eisini fevna um tilburðir, sum hetta lógaruppskotið miðar ímóti - er at gera eina broyting av rættarpraksis møguliga á hesum øki, soleiðis at dómstólarnir fara at nýta hald av motorakfari oftari, enn sum nú er.

Hesin møguleiki fyri oftari at leggja hald á motorakfør fer at hava við sær eina fyribyrging yvirhøvur - partvís av tí at tær fíggjarligu avleiðingarnar merkjast væl - og partvíst við at gerðin beinleiðis ger, at eingin møguleiki framvegis verður at nýta tann lut, ið nýttur varð til lógarbrotið.

Ætlanin er, at hald serliga skal fremjast í niðanfyri nevndu sløgum av ferðslulógarbrotum:

1. Í grovum ella endurtiknum førum av rúsdrekkakoyring, og eisini eindømum, har tilburðurin vísir eina fyrilitsleysa skúgvan til viks av ferðslutrygdini.

2. Endurtikin koyring í frádømingarskeiðinum, ið vísir lítla virðing fyri frádømingini av førararættinum, uttan tó at koyringarnar koma í námind av 8-10 í frádømingarskeiðinum, sum í dag er kriteriið fyri hald sambært revsilógini.

3. Endurtikin koyring uttan nakrantíð at hava fingið koyrikort.

Ein áseting, svarandi til uppskotið, er gjørd í donsku ferðslulógini við lóg nr. 278 frá 8. mai 1991.

Viðv. § 58c:

Nýggja § 58c í lógaruppskotinum er ein ritstjórnarlig broyting.

Samsvarandi ásetingar um afturhald av einum motorriknum akfari í førum, har bæði førari og motorrikna akfarið, sum misbrotið er framt við, hoyra heima í útlondum, eru í revsireglunum í galdandi ferðslulóg, jbr. § 58, stk. 11-13.

Viðv. § 58d:

§ 58d í uppskotinum svarar til § 58a í galdandi lóg, tó verða ritstjórnarligar broytingar gjørdar.

Viðv. § 58e:

§ 58e í uppskotinum svarar til § 58b í galdandi lóg. Tó verða hesar broytingar gjørdar:

Í § 58b í galdandi ferðslulóg eru ásetingar um møguleikarnar hjá løgregluni at áleggja gjald fyri misbrot av ávísum steðgi- og parkeringsforboðum.

Sambært § 58, stk. 2, í ferðslulógini kann í staðin fyri gjald áleggjast sekt, um steðgurin ella parkeringin hevur verið til vanda fyri onnur, ella óneyðugt hevur verið til ampa fyri ferðsluna.

Skotið verður upp, at møguleikin at áleggja gjald verður víðkaður til at fevna um fylgjandi misbrot:

1. § 33, stk. 2, sambært hvørjari steðgur ella parkering bert kann vera í høgru síðu av vegnum á ferðslukósini. Á vegi við minni ferðslu og á vegi við einvegis ferðslu kann tó steðgast og parkerast í vinstru síðu. Við steðg ella parkering skal akfarið setast við ytru rond á koyribreytini ella, har tað er gjørligt, uttanfyri hesa,

2. § 33a, stk. 2, nr. 1, sambært hvørjari parkering ikki má gerast frammanfyri innkoyring til og frá húsum,

3. Sambært § 33a, stk. 2, nr. 5 - sum orðað í hesum lógaruppskoti - kann parkering ikki fara fram á koyribreytini á høvuðsvegi uttanfyri fjølbygt øki.

Tað eru eisini gjørdar ritstjórnarligar broytingar við atliti at galdandi ásetingum.

Viðv. § 58f:

§ 58f í uppskotinum svarar til §58c í galdandi lóg, tó við ávísum ritstjórnarligum broytingum.

Viðv. § 58g:

§ 58g í uppskotinum svarar til § 58d í galdandi lóg. Umframt ritstjórnarligar broytingar verða gjørdar hesar broytingar:

Sambært galdandi ásetingum í § 58d í ferðslulógini kann fútin, har tað snýr seg um rúsdrekka- og promillukoyring og har revsingin ætlandi ikki verður meira enn sekt, í staðin fyri at lata inn kærurit til rættin, kunna ákærda um, at málið kann avgreiðast uttan rættarmeinsókn, um hann viðgongur seg sekan í brotinum og váttar seg til reiðar at gjalda eina í kunningini ásetta sekt, og góðtekur frádøming av koyrikorti í eitt nærri ásett tíðarskeið.

Samsvarandi áseting er galdandi fyri møguleikanum hjá dómaranum at avgera slík mál um góðtøku av sekt og frádøming av koyrikorti, tá hann ikki ivast í skuldini hjá tí skuldsetta/ákærda.

Lógaruppskotið víðkar henda møguleika til uttanrættarliga og innanrættarliga góðtøku av sekt og frádøming av koyrikorti til at fevna um tilburðir, har tað kann vera talan um frádøming av koyrikorti vegna brot á hámarksferð, jbr.§ 1, nr. 29 í lógaruppskotinum.

Í uppskotnu orðingini eru gjørdar broytingar í mun til galdandi ásetingar við atliti at teimum í lógaruppskotinum gjørdu ásetingarnar um treytaða frádøming av koyrikorti, sbrt. serliga § 1, nr. 29.

Viðv. § 58h:

§ 58h í uppskotinum svarar til § 58e í galdandi lóg, tó við ávísum ritstjórnarligum broytingum.

Viðv. § 1, nr. 29:

Tær galdandi ásetingarnar um frádøming av koyrikorti í tilburðum av rúsdrekka- og promillukoyring og eisini koyrimistøk o.l. eru gjørdar í § 59 og §§ 59a-d í verandi lóg.

Eftir hesum ásetingum skal koyrikortið frádømast í tilburðum við rúsdrekka- og promillukoyring, koyring uttan ans fyri munandi umhugsni til ferðslutrygdina, ávís hámarksbrot og onnur ávís brek við koyringini. Undir serliga linnandi umstøðum er ikki neyðugt at frádøma við promillukoyring.

Frádøming hevur við sær koyribann í frádømingarskeiðinum. Brot verður revsað við hefti ella fongsul upp til eitt ár, ella undir serliga linnandi umstøðum við sekt.

Skotið verður upp at innføra ein nýggjan revsihátt - treytað frádøming av koyrikorti - í tilburðum av promillukoyring undir serliga linnandi umstøðum, við eini alkoholkonsentratión í blóðinum yvir 0,5 ‰, koyring uttan ans fyri munandi umhugsni til ferðslutrygdina, ávís hámarksbrot og ávís onnur brek við koyringini.

Treytað frádøming hevur ikki við sær sum treytaleys frádøming koyribann, men í førum av afturstigi í royndarskeiðinum verður treytaða frádømingin ógildað og hevur við sær nýggja, treytaleysa frádøming fyri báðar tilburðir.

1. Donsk ferðslulóggáva.

1.1. Frádøming vegna koyrimistak o.l..

Við lóg nr. 270 frá 26. juni 1975 vórðu ásetingarnar um frádøming av koyrikorti vegna koyrimistak o.l. í donsku ferðslulógini broyttar:

Sambært teimum upp til tá galdandi ásetingunum skuldi koyrikortið frádømast, tá førarin "hevði koyrt akfarið á grovt óforsvarligan hátt ella tað annars við atliti at slagnum av gjørda misbrotinum og hvat annars er kunnugt om viðurskifti førarans sum førari av motorriknum akfari, verður hildið ivasamt við atliti at ferðslutrygdini, at hann framvegis førir motorrikið akfar".

Nágreiniliga innihaldið av ásetingunum varð sett sambært umfatandi dómspraksis.

Orsøkin til broytingarnar í 1975 var, at tað sambært dómspraksis var gjørd frádøming í fleiri førum, har tað í vanligari talu ikki hevði verið so beinrakið at sagt, at subjektivu viðurskiftini hjá føraranum vóru grovt óforsvarlig. Hetta hendi serliga í førum, har annars royndir og ansnir motorførarir mistu førararættin av koyrimistaki, har atvoldin var eitt lítið óansni. Hesi mál vóru kend sum "klapp-mál". Hetta gjørdi, at hugsað varð um eina broyting við tí ætlan at avmarka økið fyri galdandi ásetingar, soleiðis at tað slapst undan frádøming fyri "klapp-mistøk". Men tað vísti seg at vera sera trupult at tilevna eina reglu, ið ein vegin lat "klapp-mistøk" sleppa og hinvegin gjørdi møguligt at frádøma førararættin í førum, har óforsvarliga koyringin ikki bert kom av óansni eitt stutt bil ella ein fyrigeviligan tilburð, men har mett varð, at førarin hevði verið vágaligur ella á annan hátt ikki viljað tikið fyrilit fyri hinum trafikantunum. Við atliti at fyribyrging ivaðist ein í at sleppa frádøming av førararættinum í førum, har tað væl ikki hevði verið serliga átaluverdur atburður, men har tað í sambandi við óansni tó, frá einum objektivum sjónarmiði, hevði verið hættislig koyring. Úrslitið av hesi umráðing varð, at grundreglan um frádøming af førararætti fyri koyrimistak o.l. varð orðað øðrvísi, men varð tó varðveitt til nýtslu á einum øki, samsvarandi við tað galdandi. Við øðrum orðum hevur broytta orðingin frá fyrru áseting ikki við sær nakra broyting í tí rættarpraksis, ið er komin ígjøgnum 20 ár, soleiðis, at markið millum teir tilburðir, har frádømt verður, og teir, har frídømt verður til eina kæru um frádøming, er tað sama. Tað nýggja og avgerandi er, at gjørdur varð ein nýggjur háttur fyri frádøming av førararætti - treytað frádøming. Krøvini undir treytaðari frádøming eru, at viðkomandi í einum tíðarskeiði uppá 3 ár ikki førir motorrikið akfar undir umstøðum, ið gera at førararætturin verður honum frádømdur. Sambært galdandi ásetingum í donsku ferðslulógini er meginreglan, at frádøming skal vera treytað. Frávik frá hesi meginreglu - og harvið nýtslan av treytaleysari frádøming av førararættinum - ber í sær serligar umstøður, t.d. at mistakið, sum tað snýr seg um, er serliga grovt, at tað snýr seg um fleiri sjálvstøðug brot til dóms í senn, ella talan er um afturvendandi tilburðir.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið frá 1975 verður m.a.sagt:

 

" Hensynet til forebyggelse af færdselsuheld kræver imidlertid ikke nødvendigvis, at frakendelse sker ubetinget. Efter justitsministeriets mening vil de nævnte præventive hensyn kunne varetages gennem en ordning, hvorefter frakendelse ved førstegangsovertrædelser som udgangspunkt sker betinget. Dette vil indebære, at frakendelsen suspenderes med den virkning, at der sker ubetinget frakendelse, hvis føreren inden for en periode af 3 år på ny fører motordrevet køretøj under sådanne omstændigheder, at frakendelse skal ske, medens virkningerne af den betingede frakendelse i modsat fald bortfalder. Den betingede frakendelse vil således virke som en kraftig advarsel til føreren.
Ved en sådan ordning vil man også opnå at afbøde de meget alvorlige konsekvenser, som en ubetinget frakendelse har i de tilfælde, hvor føreren i sit erhverv eller på anden måde, f.eks. ved transport til og fra arbejde, er afhængig af at kunne benytte motorkøretøj.
Der findes imidlertid situationer, hvor ubetinget frakendelse fortsat bør anvendes også ved førstegangsovertrædelser. Hvor der foreligger en særlig hensynsløs kørsel, forekommer det ikke at motiveret at anvende betinget frakendelse. En sådan kørsel udsætter normalt andre trafikanter for fare og vil være udtryk for en holdning hos føreren, som gør det betænkeligt at lade den pågældende fortsætte som fører uden afbrydelse."

 

1.2. Frádøming vegna rúsdrekka- ella promillukoyring

Í 1976 var danska ferðslulógin fyri eini víttfevnandi broyting - ferðslulóg nr. 287 frá 10. juni 1976.

Tær undir 1.1. nevndu ásetingar um frádøming av koyrikorti vegna koyrimistak o.l. vórðu fluttar inn í 1976-lógina óbroyttar.

Við gildiskomu av hesi lóg varð gjørdur fastur promilluskilnaður og munur á promillukoyring og rúsdrekkakoyring. Tað er promillukoyring, tá alkoholkonsentratiónin í blóðinum undir og aftaná koyringina fer upp um 0,80 ‰ og ikki upp um 1,20 ‰.

Viðvíkjandi frádøming av koyrikorti skal promillukoyring javnsetast við koyrimistak o.l., soleiðis at meginreglan verður treytað frádøming. Á sama hátt verður givin treytað frádøming við rúsdrekkakoyring undir serliga linnandi umstøðum.

Í 1976-lógini vórðu gjørdar tvær týðandi reglur um frádøming av koyrikorti.

  1. Hugtakið treytað frádøming varð íbirt.
  2. Frádømingarreglurnar vórðu gjørdar til eina eindarskipan. Við endurtøku (nýggj koyring, sum er grundað á frádøming aftaná treytaleysa frádøming ella í royndarskeiðinum fyri treytaða frádøming) var tað hereftir uttan týdning, um frádømingargrundarlagið var tað sama við báðar koyringar ella ikki. Soleiðis hevur tað t.d. endurtøkuavleiðingar við koyrimistak o.l. aftaná rúsdrekkakoyring, ella øvugt.

2. Føroysk ferðslulóggáva

2.1. Frádøming vegna koyrimistak o.l.

Galdandi ásetingar um frádøming av koyrikorti vegna koyrimistak o.l. vórðu gjørdar í ferðslulógini við løgtingslóg nr. 67 frá 5. juni 1986. Tær eru tær somu, sum tær í Danmark í 1975 gjørdu broytingarnar, jbr. viðmerkingar undir 1.1., tó við tí til muns, at ávís hámarksbrot í sjálvum sær eru frádømingargrundað.

Tó vórðu ikki - sum í donsku ferðslulógini - gjørdar ásetingar um treytaða frádøming av koyrikorti.

Við hesi lógarbroyting var ætlanin, at har tað sambært donskum rættarpraksis verður dømt treytað, skal dømast treytaleyst sambært føroysku ferðslulógini.

2.2. Frádøming vegna rúsdrekka- ella promillukoyring

Galdandi ásetingar um frádøming av koyrikorti vegna rúsdrekka- ella promillukoyring vórðu gjørdar í ferðslulógini við løgtingslóg nr. 57 frá 12. maj 1980 og løgtingslóg nr. 67 frá 5. juni 1986.

Við fyrru lógini vórðu sett føst promillumørk og skilnaður millum rúsdrekkakoyring og promillukoyring. Ásetingarnar eru tær somu sum tær broytingar, ið vórðu gjørdar í Danmark í 1976, jbr. viðmerkingarnar undir 1.2, men tó við tí muni, at í føroysku lóggávuni eru gjørdar ásetingar, sum kriminalisera, at førarin undir ávísum umstøðum drekkur rúsdrekka aftaná koyring er endað (6-tíma reglan).

Ásetingar vórðu ikki gjørdar - sum í donsku ferðslulógini - um treytaða frádøming við promillukoyring ella rúsdrekkakoyring undir serliga linnandi umstøðum.

3. Gongdin á ferðsluøkinum tey seinastu árini.

 

1989

1990

1991

1992

1993

1994

1995

1996

1997

1998

1999

Skrásett akfør pr. 31/12

18.774

18.035

17.497

17.044

15.894

15.145

15.504

16.170

17.056

17.819

18.843

Meldaði ferðsluóhapp íalt

2.145

1.694

1.614

1.508

1.262

1.077

1.109

1.093

1.029

1.250

1.330

av hesum við persónskaða

106

74

70

69

59

45

48

58

53

83

62

av hesum við materiellum skaða við rapport

426

364

376

359

312

277

297

296

261

289

319

av hesum við materiellum skaða uttan rapport

1.613

1.256

1.168

1.075

891

755

764

739

717

878

949

Skuldsetingar í alt fyri brot á ferðslulógarinnar                      
§ 15 (heilivágur v..m.), 16 (rúsdrekka- og promillukoyring)

318

329

306

264

224

169

133

150

170

155

127

av hesum við ferðsluóhapp við persónskaða

27

17

17

15

18

5

7

8

10

12

8

av hesum við ferðsluóhapp uttan persónskaða

86

81

56

54

48

31

32

28

45

32

37

av hesum uttan ferðsluóhapp

205

231

233

195

158

133

94

114

115

111

82

OnnOnnur brot á ferðslulógina (skuldsettir persónar)

1.425

1.583

2.359

2.316

2.246

1.667

1.981

2.129

1.336

1.663

1.801

Við undantaki av árunum 1996 og 1997, hevur gongdin sum heild verið positiv.

4. Umráðingar hjá nevndini um at fáa í lag treytaða frádøming av førararættinum

4.1. Treytað frádøming vegna koyrimistak o.l.

Orsøkirnar nevndar undir 1.1. fyri Danmark at gera treytaða frádøming fyri koyrimistak o.l., eru eisini galdandi fyri føroyskar umstøður. Ásetingin í § 59a, nr. 2, í galdandi ferðslulóg um obligatoriska, treytaleysa frádøming av koyrikorti við at fara upp um 30 km/t yvir tær vanligu og akfarsásettu hámarksferðirnar er ein burturvið hørð andgerð, ið kann hava við sær ómetaligar fíggjarligar avleiðingar, herundir eisini arbeiðsloysi.

Sum nevnt undir 2.1 var ætlanin við ikki at seta fram uppskot um treytaða frádøming við koyrimistak o.l., at har tað sambært danskari praksis verður givið treytað frádøming, skal treytaleys frádøming vera sbrt. føroyska lóggávu.

Henda fyritreyt ella ætlan hevur ikki víst seg sum sannroynd. Treytaleys frádøming kann ikki gevast í førum, har tað eftir danskari rættarpraksis verður dømd treytað frádøming.

Økið, har tað eftir galdandi lóggávu verður dømd treytaleys frádøming vegna koyrimistak o.l., er tí sera lítið - avmarkað til sera grov koyrimistøk og til brot á hámarksferð, jbr. § 59a, nr. 2, í ferðslulógini.

Um gjørt verður eftir uppskotinum, og treytað frádøming fyri koyrimistak o.l. givin, verður frádømingarøkið víðkað munandi. Tá fer tað at fevna um øll koyrimistøk o.l., ið sambært danskan rættarpraksis hava treytaða frádøming við sær.

Treytaða frádømingin fer at virka sum en sterk ávaring. Um førarin í einum 3 ára-skeiði aftur førir motorrikið akfar undir slíkum umstøðum, at frádøming skal gerast, verður frádømingin treytaleys, meðan árinini av treytaðu dømingini annars detta burtur. Soleiðis verður førarin serliga áhugaður í at halda ferðslulógina.

Uppskotið um treytaða frádøming vegna koyrimistak o.l., samanborið við § 1, nr. 28 í lógaruppskotinum um at geva herda sekt fyri ávís brot á ferðslulógina - ferðsluhættislig brot og brot á hámarksferð - mugu ætlast at hava fyribyrgjandi árin, ferðslutrygdini at frama.

4.2 Treytað frádøming vegna promillukoyring

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur í skrivi frá 27. januar 1995 til nevndina sett fram fylgjandi spurningar um treytaða frádøming fyri promillukoyring:

Nevndin hevur havt fleiri fundir um málið, og eftir besta førimuni roynt at gjørt sínar viðmerkingar til broytingaruppskotið umframt aðrar viðmerkingar

Viðv. 1) Treytað frádøming af koyrikorti fyri promillukoyring

Sambært § 59a í uppskotinum verður nú møguligt at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum hjá persóni, ið er tikin fyri promillukoyring.

§ 59 er broytt til bert at fata um spirituskoyring, og § 59a er vorðin útbygd við stk. 2, sum eru treytirnar fyri, nær frádøming av koyrikortinum kann verða treytað. Her er umframt promillukoyring talan um treytaða frádøming fyri at koyra ov skjótt og fyri vandafulla koyring.

At møguleiki skal vera fyri at fáa treytaða frádøming av koyrikortinum, er ein rættiliga prinsippiel broyting, og fekk henda grein eisini eina sera drúgva umrøðu í nevndini.

Ivi var um tað rætta í at gera broytingarnar, og vóru hesir spurningar umrøddir:

Men eisini grundgevingar fyri, at broytingarnar verða gjørdar, vórðu tiknar fram:

Eftir drúgt kjak fyri og ímóti kom nevndin í RFF til ta niðurstøðu, at hon sum heild tekur undir við broytingunum.

Á heysti 1999, varð á nevndarfundi í RFF samtykt at heita á landsstýrið um at bera so í bandi, at revsingin við rúsdrekka- og promillukoyring ikki verður linari enn higartil. Og frá politiskari síðu var mann samdur í hesum. Tí verður skotið upp, at rúsdrekkakoyring byrjar við 0.80 ‰ og promillukoyring við 0.50 ‰.

Galdandi revsitiltøk fyri rúsdrekka og promillukoyring í fyrstu ferð førum eru fylgjandi:

 

 

  uttan herðandi umstøður   við herðandi umstøðum
0,81 - 1,20   sekt +

frádøming í 1 ár

  sekt +

frádøming í 1½ ár

1,21 - 1,50   sekt +

frádøming í 1½ ár

  sekt +

frádøming í 2 ár

1,51 - 2,00   sekt +

frádøming í 2 ár

  14 daga hefti +

frádøming í 2½ ár

2,01 - 2,50   14 daga hefti + frádøming í 2½ ár   20 daga hefti + frádøming í 3 ár
2,51 -   20 daga hefti + frádøming í 2½ ár   30 daga hefti + frádøming í 3 ár

 

Um uppskotið um treytaða frádøming verður framt, verða revsitiltøkini fyri rúsdrekka- og promillukoyring við eini alkoholkonsentratión í blóðinum yvir 0,50 ‰ við fyrstu ferð tilburðir hesi:

 

 

  uttan herðandi umstøður   við herðandi umstøðum
0,51 – 0.80   sekt +

treytað frádøming

  sekt +

frádøming í 1 ár

0,81 - 1,50   bøde +

frakendelse i 1 år

  bøde +

frakendelse i 2 år

1,51 - 2,00   sekt +

frádøming í 2 ár

  14 daga hefti +

frádøming í 2½ ár

2,01 - 2,50   14 dages hæfte + frakendelse i 2½ år   20 dages hæfte + frakendelse i 3 år
2,51 -   20 daga hefti + frádøming í 2½ ár   30 daga hefti + frádøming í 3 ár

Viðv. § 59:

Ásetingin snýr seg um frádøming vegna rúsdrekkakoyring. Við rúsdrekkaskoyring (t.v.s. við eini promillu omanfyri 0,80 ‰) er reglan treytaleys frádøming.

Viðv. § 59a:

Ásetingin snýr seg um frádøming vegna koyrimistak o.l. og promillukoyring. Meginreglan er treytað frádøming.

Orðingin, ið er uppskotin til stk. 1, nr. 1, 3, 4 og 5, svarar til § 59a, nr. 1-3, í galdandi ferðslulóg við fylgjandi broytingum:

Sambært galdandi áseting í § 59a, nr. 2, skal frádømast, um koyrt verður við eini ferð, ið fer upp um vanligu hámarksferðir ella tær akfarsásettu hámarksferðir við meira enn 30 km/t ella upp um staðbundnar hámarksferðir við meira enn 30 km/t ella eina sambært § 30a, stk. 2 ella § 47 ásetta lægri hámarksferð við meira enn 20 km/t.

Nú verður skotið upp, at skilt verður millum løtt og tung akfør (tey akfør, fyri hvørji sambært § 30b er sett akfarsásett hámarksferð).

§ 1, nr. 3, snýr seg um lættari akfør, fyri hvørji frádømingargrundarlagið er sama brot á ferðina, sum eftir galdandi ferðslulóg.

§ 1, nr. 4, snýr seg um tung akfør, har frádømingargrundarlagið er eitt brot á ferðina uppá meira enn 20 km/t við atliti at loyvdu hámarksferðini fyri hesi akfør ella eina sambært § 30a, stk. 2, ella § 47 setta lægri hámarksferð.

Orsøkin til skilnaðin millum løtt og tung akfør eru tær í § 1, nr. 19 í lógaruppskotinum uppskotnu hækkingar av akfarsásettari ferð. Við atliti at ferðslutrygdini verður tað hildið vágiligt, at frádømingargrundarlagið - brot á hámarksferð uppá meira enn 30 km/t - verður varðveitt fyri tey akfør, ið eru fevnd av uppskotnu orðingini av § 30b. Víst verður annars til viðmerkingarnar til § 1, nr. 19 í lógaruppskotinum.

Stk. 1, nr. 2 í ásetingini snýr seg um frádøming við promillukoyring. At hon er sett saman við ásetingunum um frádøming vegna koyrimistak o.l. kemst av uppskotinum um treytaða frádøming fyri hetta misbrot.

Í stk. 2 í ásetingini er uppskotið um sum meginregla at nýta treytaða frádøming fyri koyrimistak o.l. og promillukoyring.

Stk. 2, nr. 1-4, nevnir tilburðarnar, har treytaleys frádøming skal nýtast. Nr. 3-4 samanborið við § 1, nr. 29 í lógaruppskotinum, um rættarárinini av eini treytaðari frádøming, innihalda tað í innleiðandi parti undir 1.2. nevndu eindarskipan.

Sambært uppskotnu orðingina av § 59a er samsvar við tilsvarandi áseting í donsku ferðslulógini. Tó er tann munur, at frádømingargrundarlagið fyri brot á hámarksferð í donsku ferðslulógini er 70% yvir loyvdu ferðir.

Viðv. § 59b:

Uppskotna ásetingin samsvarar við § 59b í galdandi ferðslulóg við teimum broytingum, sum koma av uppskotinum um at taka upp treytaða frádøming.

Viðv. § 59c:

Í uppskotnu orðingini til nýggja § 59c eru ásetingarnar um rættarárinini av treytaðari frádøming.

Týdningarmiklasta rættarárinini av treytaðari frádøming eru, at ein ikki missur koyrikortið. Viðkomandi hevur soleiðis framvegis sítt koyrikort. Hann kann halda áfram við at koyra bil o.l. hóast treytaðu frádømingina, og einki frádømingarskeið verður ásett. Í staðin verður ein treyt bundin at frádømingini í eini royndartíð. Vanliga er royndartíðin 3 ár. Treytin, sum viðkomandi skal halda alla royndartíðina fyri ikki at missa koyrikortið treytaleyst er, at hann ikki koyrir motorrikið akfar undir slíkum umstøðum, at koyrikortið aftur verður honum frádømt. Um treytin verður brotin, skal ásetast ein felags og vanliga treytaleys frádøming, sum fevnir um bæði tann upprunaliga og nýggja tilburðin, og so skal ásetast eitt frádømingarskeið.

Enn eitt rættarárin av treytaðari frádøming er, at tað vanliga skal farast upp til eina eftirlitsroynd. Víst verður til § 1, nr. 14 í lógaruppskotinum.

Viðv. § 59d og 59e:

§ 59d og 59e í uppskotinum svara til ávíkavist § 59c og 59d í verandi lóg. Umframt ritstjórnarligar broytingar eru gjørdar broytingar, ið koma av uppskotinum um at hava treytaða frádøming.

Viðv. § 59f:

§ 59f í uppskotinum svarar til § 59e í galdandi lóg, tó við hesum broytingum:

Við gildi frá 15. juli 1990 varð fingin í lag ein skipan, har tey, ið eru dømd fyri rúsdrekka- og promillukoyring, kunnu søkja um útsetan at sita dómin vegna tess, at tey eru í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Skipanin fevnir um persónar, ið eru dømdir frælsisrevsing uppá 40 dagar ella minni fyri rúsdrekka- og promillukoyring. Viðkomandi skal hava týðiligan tørv á rúsdrekkaviðgerð, og skal hava byrjað viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu undir eftirliti. Bert hendingaferð fevnir skipanin um tilburðir, har treytaleys revsing fevnir um annað enn brot á ferðslulógina.

Dømd, ið uppfylla hesar treytir, kunnu rokna við útsetan av at sita dómin, vanliga í 1 ár, treytað av at einki revsivert verður gjørt í útsetingarskeiðinum, og at tey geva seg undir eftirlit av Kriminalforsorgini um vilkor fyri framhaldandi rúsdrekkaviðgerð. Um útsetingarskeiðið gongur væl, kann roknast við treytaðari náðing, um ein framhaldandi er leysur av revsing í 1 ár, gjaldan av eini sekt og møguliga framhaldandi eftirliti og vilkor um viðgerð í einum nærri ásettum tíðarskeiði. Sektin er vanliga helvtin av sektini, givin fyri rúsdrekka- og promillukoyring.

Um løgreglan verður varug við, at dømdi í útsetingarskeiðinum fremur nýggjan kriminalitet, fellur aftur til rúsdrekkamisnýtslu ella á annan hátt fremur brot á settu treytirnar, skal løgreglan skjótast gjørligt boða Løgmálaráðnum frá. Eitt ummæli frá eftirlitsmyndugleikunum skal fylgja við. Løgmálaráðið ger so av, um avgerðin um treytaða útsetan skal detta burtur.

Skipanin, ið síðani er víðkað til at fevna um persónar, ið eru dømdir frælsisrevsing uppá 60 dagar ella minni, er eisini galdandi í Føroyum.

Uppskotna broytingin skal metast sum eitt ynski um enn meira at eggja dømdum rúsdrekkakoyrandi at fara í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Sambært galdandi reglum í § 59a í ferðslulógini kann spurningurin um at fáa koyrikortið aftur, innan frádømingarskeiðið er runnið, ikki leggjast aftur fyri rættin fyrr enn 3 ár eru liðin av frádømingarskeiðinum, og koyrikortið kann bert fáast aftur undir heilt serligum umstøðum. Um viðkomandi fyrr hevur mist koyrikortið, verður kortið bert hendingaferð givið aftur, og ikki fyrr enn 6 ár frá tí degi, frádømt varð.

Sambært uppskotinum verður nýtt stk. 2 gjørt í galdandi § 59e.

Eftir hesum kann málið um at fáa kortið aftur í førum, har førararætturin er frádømdur vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, tó leggjast fyri dómstólarnar, tá helvtin av frádømingar-skeiðinum, tó í minsta lagi 1 ½ ár, er runnið. Um førararætturin í slíkum førum er frádømur með alla, kann málið um at fáa kortið aftur ikki leggjast fyri dómstólarnar, fyrr enn 5 ár av frádømingarskeiðinum eru runnið. Førararætturin kann bert fáast aftur, um viðkomandi í minst 1 ár, áðrenn málið verður lagt fyri rættin, hevur yvirhildið eina viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu undir eftirliti.

Eitt uppskot, ið so toluliga samsvarar uppskotinum, er viðgjørt sum Løgtingsmál nr. 169/1992. Uppskotið vann ikki frama. Uppskotið samsvarar ásetingunum í donsku ferðslulógini, jbr. lóg nr. 278 frá 8. mai 1991, sum broytt við lóg nr. 468 frá 10. juni 1997.

Viðv. § 59g:

§ 59g í uppskotinum svarar til § 59f í galdandi lóg.

Til § 2.

Í ásetingini eru lógartekniskar skiftisásetingar.

Til § 3.

Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi 1. juli 2000, við atliti at møguleikunum at upplýsa um nýggju ásetingarnar. Ráðið fyri Ferðslutrygd kann seta upplýsingarnar í verk.

Um grundgevingina fyri gildisásetingina av § 1, nr. 12 og 13 í lógaruppskotinum, sí viðmerkingarnar.

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1. Samanbering millum galdandi ferðslulóg og broytingaruppskot landsstýrismansins.

Skjal 2. Yvirlit yvir ósambæri millum føroyskan og danskan tekst í galdandi ferðslulóg. (er ikki teldutøkt)

1. viðgerð 16. mars 2000. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 28. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. februar 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2000 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 22. og 30. mars og 17. og 27. apríl 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Finnboga Arge, landsstýrismann, saman við serligu ferðslunevndini, sum tilevnaði uppskotið. Møttu nevndarlimirnir vóru: Jákup Alberg Berg, Politistafelagið, Jákup Jacobsen, stjóri á Bileftirlitinum, Birgit Olsen, koyrilærarafelagið, Johan Beder, koyrilærarafelagið, Finn Ougaard, varafúti, Mogens Nepper-Christensen, fúti, Niels Winther, fultrúi í Vinnumálastýrinum, Finnleif Durhuus, deildarleiðari á vegaumsiting Landsverkfrøðingsins, Jógvan Nolsøe, deildarleiðari á ferðsludeild Landsverkfrøðingsins og Jón Kragesteen, dagligur leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Nevndin hevur í málinum fingið útgreining frá Pál Weihe, arbeiðsmedisinara um, hvørjar læknafrøðiligar grundir eru fyri at seta promillumarkið niður á 0,5 0/00, og hevur frá landsstýrismanninum í vinnumálum fingið skriv við útgreining av muninum millum uppskotið og uppskotið hjá serligu ferðslunevndini.

Rættarnevndin metir, at broytingarnar, sum nú eru í uppskoti at gera, eru alneyðugar og eiga at verða framdar. Tó heldur nevndin, at lóggávan, sum broytingarnar verða framdar í, er ikki tíðarhóskandi sum ferðslulóggáva, og at arbeitt eigur at verða fram ímóti einari nýggjari ferðslulóggávu, sum fevnir um allar tættir í ferðsluni, so sum fólk til gongu, børn, kríatúr o.a. í sambandi við ferðslu.

Eisini vil nevndin gera vart við, at spurningurin um eitt royndarkoyrikort er umrøddur í nevndini. Verandi lóggáva heimilar landsstýrismanninum í samferðslumálum at gera reglur hesum viðvíkjandi, og heldur nevndin, at hendan heimildin eigur at verða brúkt av landsstýrismanninum.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 2. mai 2000. §§ 1, 2 og 3 samtyktar 30-1-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 524-0008/2000
Vms.j.nr. 691-4/98
Ll.nr. 68 frá 10.05.2000