Tinglýsingarlógin

 

63  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)

 

 § 1

Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 2. Sorinskrivarin heldur eina dagbók og eina tingbók."

  3. § 8, stk. 2 verður strikað.
  4. Í § 9, stk. 3, 1. pkt., verða orðini "ella blaði í tingbókini eftir fyriseting landsstýrismannsins umframt tilmeldarans navni og bústaði" broytt til: "og tilmeldarans navni, bústaði og møguligum telefonnummari".
  5. § 9, stk. 3, 3. og 4. pkt., verða orðað soleiðis:
  6. "Eitt pantibræv skal siga frá debitors og kreditors bústaði, um ikki hesin má metast at vera almannakunnugur, ella bústaðnum hjá einum, ið hevur rætt at taka ímóti tilsøgnum, frásøgnum og gjøldum vegna debitor ella kreditor. Viðvíkjandi likamligum persónum skal eitt skeyti siga frá føðingardegi ognarans og eitt pantibræv skal siga frá føðingardegi debitors."

  7. § 14, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  8. "Skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu førast í dagbókina. Henda skal fyri hvønn dag, tinglýsingarskrivstovan er opin, hava eitt yvirlit yvir øll skjøl, ið verða latin inn til tinglýsingar tann dagin. Verður biðið um, at fleiri rættindi verða tinglýst við sama skjali, verður skjalið ført í dagbókina fyri hvørt av hesum rættindum fyri seg."

  9. § 14, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  10. "Stk. 2. Hevur skjalið ikki tilskilan av eigindómsins matr. nr., tilmeldarans navni, bústaði og møguligum telefonnummari, veðdebitors ella veðkreditors bústaði, um so er, at hesin ikki má metast at vera almannakunnugur, ella navni og bústaði hjá einum fulltrúa, jbr. § 9, stk. 3, ella er tilskilanin skeiv, verður tað burturvíst, uttan so at skeivleikin ella brekið verður rættað av tilmeldaranum. Landsstýrismaðurin kann áseta, at aðrir skeivleikar og brek við skjalinum skulu hava somu fylgju. Hevur skjalið ikki undirskrift útgevarans, og skeytið og pantibravið ikki sannvitni, ella fylgir endurrit ikki við, verður tað burturvíst."

  11. § 14, stk. 3, 1. og 4. pkt., verða strikað.
  12. § 14, stk. 4, verður strikað.
  13. Í § 15, stk. 2, 1. pkt., verða orðini ", eins og tað verður strikað í dagbókini" strikað.
  14. Í § 15, stk. 5, 2. pkt., verður orðið "pantibræv" broytt til: "eitt skjal viðvíkjandi veðrætti burtursæð frá rættarveð og lógfestum veð,".
  15. § 16, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  16. "Stk. 2. Tá skjalið er ført í tingbókina, fær tað og endurritið upplýsing um, at tað er tinglýst, um tann dagin, tað er innført í dagbókina, og um dagbóksnummar."

  17. Í § 16, stk. 3, 2. pkt. verða orðini "bæði í dagbók og tingbók" broytt til: "í tingbókini".
  18. Í § 16, stk. 4, 2. pkt., verða orðini "í innskrivaðum brævi" strikað.
  19. § 16, stk. 4, 4. pkt., verður strikað.
  20. § 16, stk. 5, verður orðað soleiðis:
  21. "Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina, tá skjøl verða send aftur."

  22. § 17 verður orðað soleiðis:
  23. "§ 17. Í tingbókini hevur hvør eigindómur og hvør bygd (markatalsbygd) sítt blað.

    Stk. 2. Skjølini verða førd inn í stuttum við tilskilan av skjalsins slag og honum, sum tað er skrivað til, tí degi, skjalið er innført í dagbókina og dagbóksnummar. Viðvíkjandi rættindum, sum bundin eru til tíðarfreist, verður henda tilskilað. Eru rættindini treytað, verður treytin tilskilað.
    Stk. 3. Viðvíkjandi brúkssáttmálum, verða tíðartreytir tilskilaðar. Viðvíkjandi pantirættindum, verða pantiupphæddir, rentufótur og prioritetsstøða tilskilað. Prioritetsstøðan kann verða tilskilað við talmerking.
    Stk. 4. Við avlýsing og strikan av rættindum, verður innførðslan í tingbókini strikað og førd í eina serstaka skrá, jbr. § 50c, stk. 4.
    Stk. 5. Eftir áheitan verða endurrit av eigindómsblaðnum givin. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um váttan, um hvussu útskriftir verða háttaðar og um sending."

  24. § 18, stk. 2 og 3, verða strikað.
  25. § 19, stk. 2, verður strikað.
  26. Í § 19, stk. 3, ið hereftir verður stk. 2, verða orðini "og felags eigindómsblað er ikki gjørt," strikað.
  27. § 20 verður orðað soleiðis:
  28. "§ 20. Sorinskrivarin strikar rættindi, sum eyðsæð ikki eru til longur.
    Stk. 2. Eru í tingbókini óstrikað rættindi, ið mugu metast at hava mist sín týdning, ella sum helst ikki eru til longur, ella sum tað eftir øllum líkindum ikki er nakar rættindahavari til longur, skal sorinskrivarin tilsiga møguligum havarum av rættindunum. Tilsøgnin skal fara fram við kunngerð í tí blaði, sum er góðkent at taka almennar kunngerðir í Føroyum og við eini freist, ið ikki er undir 3 vikur. Um tað ber til, fær eisini hann tilsøgn, sum í tingbókini stendur sum rættindahavari. Sigur eingin frá, áðrenn freistin er úti, verða rættindini strikað úr tingbókini.
    Stk. 3. Verður sorinskrivarin varur við villur í endurgevingini í tingbókini av skjølunum í aktini ella í upplýsingum hennara um eigindómin, skulu hesar rættast beinanvegin."

  29. § 21, stk. 4, verður orðað soleiðis:
  30. "Stk. 4. Tá samanleggingin er framd, verða galdandi rættindi sett á eitt eigindómsblað. Á eigindómsblaðið kunnu hereftir einans førast slík rættindi, ið allur tann nýggi eigindómurin heftir fyri."

  31. § 21, stk. 5, verður strikað.
  32. Í § 22, stk. 2, verður "§ 20, stk. 2," broytt til: "§ 20".
  33. § 22, stk. 3-7, verða orðað soleiðis:
    "Stk. 3. Kemur fráboðan um sundurbýti ella matrikulering eftir teimum reglum, sum galdandi eru um hetta, stovnar sorinskrivarin beinanvegin eigindómsbløð fyri teir nýggju eigindómarnar. Sundurbýti verður viðmerkt á blaðið hjá tí sundurbýtta eigindóminum.

  34. Stk. 4. Á tey nýggju eigindómsbløðini verður í heimildar-, byrðu- og heftingarteiginum sett ein stutt tilvísing til blaðið hjá høvuðseigindóminum.
    Stk. 5. Í seinasta lagi við fyrstu tinglýsing av skjeyti verða viðmerktar tær byrðar og heftingar, ið liggja á tí einstaka eigindóminum. Er tann nýggi eigindómurin ikki loystur undan nevndu heftingum, ið liggja á høvuðseigindóminum, verða hesar samstundis tilskilaðar.
    Stk. 6. Reglan í § 23, stk. 2, verður eisini at nýta í hesum førum.
    Stk. 7. Reglurnar í stk. 1-6 verða at nýta samsvarandi við uppbýti í eigaraíbúðir."

  1. Í § 34, stk. 2, 2. pkt., verður eftir orðini "eigindómsins stødd," sett: "bústaði".
  2. Aftaná § 49 verður sett:
  3. "§ 49a. Tá onnur skjøl enn pantibrøv, sum nevnd í § 47, stk. 1, verða strikað, verður § 20 at nýta samsvarandi.

  4. Yvirskriftin í parti III verður orðað soleiðis:
  5. "III. Fyrisitingarligar reglur, gjøld og revsireglur v.m."

  6. § 50 verður orðað soleiðis:
  7. "§ 50. Øll heimildarskjøl og pantibrøv viðvíkjandi føstum eigindómi, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu skjótast gjørligt gerast atkomulig hjá almenninginum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um grundarlagið fyri tinglýsing, innlatingartíð fyri skjøl og um skipan og førslu av dagbók og tingbók og um at lata víðari upplýsingar, heruppií eftir § 50 c.
    Stk. 3. Dagbókin og tingbókin kunnu førast við nýtslu av edv. Verður edv nýtt í tinglýsingini, eru reglurnar í § 50 a-e galdandi.

  8. Eftir § 50 verður sett:

"§ 50a. Endamálið við edv-skráseting eftir § 50, stk. 3, er at fáa til vega eina arbeiðsskrá fyri tinglýsingarverkið og eitt grundarlag fyri formidling av tinglýsingarupplýsingum til almenningin og gerð av hagtølum.

§ 50b. Einans er loyvt at skráseta upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna røkja tinglýsingaruppgávurnar, og upplýsingar, ið hava stóran týdning fyri nýtsluna av tinglýsingarupplýsingum, hjá teimum í § 50 c, stk. 3, nr. 1 og 2, nevndu myndugleikum og vinnurekandi.

§ 50 c. Upplýsingar í edv-skrá eru atkomuligar hjá øllum, ið persónliga venda sær til tinglýsingarskrivstovuna. Upplýsingarnar kunnu latast um terminalar, ið verða settir upp á tinglýsingarskrivstovuni ella á øðrum støðum eftir avgerð landsstýrismannsins.
Stk. 2. Upplýsingar í edv-skrá kunnu við terminalatgongd annars (uttanhýsis terminalatgongd) einans latast víðari til

  1. almennar myndugleikar, um so er, at tinglýsingarupplýsingar hava týdning fyri fremjingina av virksemi myndugleikans,
  2. kredittstovnar, ognarmeklarar, advokatar, tryggingarfeløg, landmátarar og onnur, sum vinnuliga greiða uppgávur viðvíkjandi avhending, trygging, rættarsókn, rættarviðurskiftum annars, lánupptøku í fastari ogn og leysafæ og likamligum ræði á fastari ogn, og
  3. felagsskapir, ið røkja forbrúkara- ella starvsgreinaáhugamál við ráðgeving viðvíkjandi teimum í nr. 2 nevndu viðurskiftum fyri eyga.

Stk. 3. Upplýsingar, ið verða strikaðar ella avlýstar, verða fluttar til eina serliga skrá (søguliga skrá). Heimildarupplýsingar úr hesi skrá kunnu latast víðari eftir reglunum í stk. 1-2. Aðrar upplýsingar úr tí serligu skránni kunnu einans verða latnar til nýtslu í ávísum rættarviðurskiftum. Fullar upplýsingar skulu tó eftir áheitan latast honum, sum upplýsingarnar viðvíkja.
Stk. 4. Tinglýsingarskráin kann ikki samkoyrast við privatar ella aðrar almennar edv-skráir, um ikki annað er ásett við lóg. Tó kann samkoyrast við almennar skráir fyri at flyta upplýsingar til tinglýsingarskránna sum liður í stovnani av hesi ella sum liður í framhaldandi dagføringini av tinglýsingarskránni og til hagfrøðilig og vísindalig endamál. Somuleiðis kann gerast samanburður um terminal við aðrar atkomuligar upplýsingar frá øðrum almennum skráum viðvíkjandi fastari ogn.
Stk. 5. Hópupplýsingar kunnu ikki latast víðari, jbr. tó § 50, stk. 1.
Stk. 6. Latan av upplýsingum, eftir § 50, stk.1, viðvíkjandi ávísum tilskilaðum føstum eigindómum kann støðugt fara fram til teir myndugleikar og vinnurekandi, ið eru nevnd í stk. 2, nr. 1-2. Slíkar upplýsingar kunnu ikki latast víðari við edv.
Stk. 7. Upplýsingar, ið verða latnar víðari eftir stk. 1-6, kunnu ikki nýtast við tí fyri eyga at fáa nýggj viðskiftafólk ella annars við øðrum endamálum enn avhending, trygging, rættarsókn og rættarviðurskifti annars, lánupptøka í fastari ogn, lánsmeting, likamligt ræði á fastari ogn og ráðgeving í sambandi við hesi endamál.
Stk. 8. Avgerðir viðvíkjandi terminalatgongd og aðrari víðarilatan eftir stk. 2 og stk. 4-6 verða tiknar av sorinskrivaranum. Avgerðir sorinskrivarans kunnu kærast til Eystara Landsrætt.

§ 50d. Landsstýrismaðurin ásetir eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið nærri reglur við atliti at tryggja, at upplýsingar í tinglýsingarskránni ikki verða oyðilagdar, reingjaðar ella settar inn av órøttum, strikaðar ella broyttar, jbr. §§ 20 og 49 a, og við atliti at tryggja, at upplýsingarnar ikki verða misnýttar, ella at óviðkomandi fáa kunnleika um tær.
Stk. 2. Forsetin í Eystara Landsrætti hevur eftirlit við tinglýsingarskráunum. Avgerðirnar hjá forsetanum eru endaligar.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta eftirlit eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið.

§ 50e. Við bót verður hann revsaður, ið nýtir eina upplýsing ímóti regluni í § 50c, stk. 7. Fyri brot, ið verða framd av partafeløgum, smápartafeløgum ella líknandi, kann bót verða áløgd felagnum sum slíkum.

§ 50f. Pantibrøv, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, at onnur skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsing, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, hóast reglurnar í § 50 c, stk. 4-6, áseta reglur um royndir við tinglýsing við støði í elektroniskari flytan av upplýsingum og um royndir við elektroniskari latan av upplýsingum til ein realkreditstovn. Í hesum reglum kann verða ásett, at tinglýsing av elektroniskum skjølum skal hava somu rættarfylgju sum tinglýsing av øðrum skjølum.

§ 50g. Landsstýrið kann áseta reglur um gjald fyri elektroniskar fyrispurningar til tinglýsingarskrivstovunnar bøkur v.m. Í reglunum kann verða ásett, at krav um gjald hevur útpantningsrætt.

  1. § 52, stk. 4, verður strikað.

§ 2

Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 úr gildi.

§ 3

Stk. 1. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur viðvíkjandi flytan av upplýsingum tingbókarinnar til elektroniska tingbók.
Stk. 2. Avgerðir viðvíkjandi flytan, heruppií strikan, tilskilan av prioritetsstøðu v.m., verða tiknar av sorinskrivaranum. Avgerðir sorinskrivarans kunnu kærast eftir reglunum í § 36 í tinglýsingarlógini. Kærast skal til Eystara Landsrætt.

Amennar viðmerkingar

1. Inngangur.
Høvuðsendamálið við hesum lógaruppskoti er ein teknologisk nútímansgerð av tinglýsingarverkinum.

Eftir uppskotinum skal tinglýsing viðvíkjandi fastari ogn (tingbókin) umleggjast til edv.

2. Galdandi skipan.
Reglurnar um tinglýsing eru í tinglýsingarlógini.

Tinglýsing er ein almenn skráseting av skjølum viðvíkjandi rættindum í fastari ogn, leysafæ ella ognarviðurskiftunum hjá persóninum. Til skrásetingina er knýtt ein røð av rættarfylgjum, fyrst og fremst í mun til triðjamann.

Tinglýsing er føroyskt sermál. Av praktiskum orsøkum stendur Sorinskrivarin tó fyri tinglýsingarverkinum.

Tinglýsing er ein rættarlig uppgáva. Kæra um avgerðir Sorinskrivarans skulu tí latast landsrættinum.

Almenni er ein høvuðstáttur í tinglýsingarskipanini. Øll kunnu sostatt gera seg kunnugan við bøkurnar og aktirnar hjá tinglýsingarskrivstovuni. Harumframt verða tey týdningarmiklastu skjølini kunngjørd í "tinglýsingarlistanum", ið verður margfaldaður av Sorinskrivaranum.

Tinglýsingarliga skrásetingin fer í dag fram á leysbløðum. Henda skipan, ið er grundað á pappír, hevur í høvuðsheitinum verið óbroytt síðani tinglýsingarlógin kom í gildi.

Við fáum undantøkum verða øll skjøl, ið verða móttikin til tinglýsing, førd í dagbókina. Við hesum kann móttøkudagurin staðfestast og síggjast kann hvussu skjølini í tíð eru innkomin, soleiðis at eingin ivi stendst um hetta.

Eftir innføringina í dagbókina ger Sorinskrivarin ta tinglýsingarligu kanningina. Talan er um eina løgfrøðiliga kanning, har støða skal takast til, um skjalið eftir sínum innihaldi, áður lýstum rættindum ella lóggávuni annars er nakað til hindurs fyri, at skjalið verður lýst á tann hátt, sum tilmeldarin ynskir.

Rættindini yvir fastari ogn, sum kunnu tinglýsast, verða hereftir førd í tingbókina, har allar landsins føstu ognir hava sítt blað (eigindómsblað).

Upplýsingarnar við hond ella skrivimaskinu førdar á eigindómsbløðini. Broytingar verða gjørdar á sama hátt. Við avlýsing verða upplýsingarnar strikaðar yvir á slíkan hátt, at teksturin framvegis er lesbarur.

Tinglýsing av rættindum yvir leysafæ og viðvíkjandi ognarviðurskiftunum hjá einstøkum persónum, verður gjørd í persónbókina. Persónbókin er býtt upp í fleiri deildir, ávikavist fyri undirveð í leysafæ, fyri hjúnasáttmálar v.m. og fyri ómynduggerð og løgverjumál v.m.

Skráseting í persónbókina fer sum grundregla fram á sama hátt sum í tingbókini.

3. Evnið í lógaruppskotinum.
Í lógaruppskotinum eru tveir høvuðstáttir:

  1. Broyting í tinglýsingarlógini við innføring av edv-tinglýsing fyri eyga.
  2. Ávísar ásetingar viðvíkjandi edv-nýtslu, kunning og fremjan av edv-verkætlanini.

4. Bakgrundin fyri lógaruppskotinum.
Støðið undir edv-tinglýsing er ein samansett og kostnaðarmikil yvirføring (konvertering) av upplýsingum í verandi tingbókum til edv. Tað eru nógv viðurskifti, ið tala fyri, at edv verður innførd í tinglýsingini nú. Størstu fyrimunir við nýtslu av edv eru hesir:

Tinglýsingarskrivstovurnar í Danmark hava tey seinastu árini nýtt edv í tinglýsingini, og er tinglýsingin har løgd á EDV við lóg nr. 281 frá 29. apríl 1992.

5. Høvuðstættirnir í lógaruppskotinum.

a. Edv-tinglýsing.

Tað er ein fortreyt, at tað framhaldandi verður arbeitt við tinglýsingarskjølum úr pappíri. Við tíðini fer tó at verða møguligt at hava pappírsleysa tinglýsing.

Sum nakað nýtt verður skotið upp, at tann elektroniska tingbókin bert skal hava aktuellar upplýsingar. Skotið verður upp, at upplýsingar um avlýstar og strikaðar heimildir verða fluttar til eina serstaka "søguliga" skrá.

Skotið verður upp, at veðbindingar verða settar í prioritetsordan í ta elektrónisku tingbókina.

Tað, at allar upplýsingar, ið ikki longur eru aktuellar, ikki koma við, og at veðbindingar verða settar í porioritetsordan, er nýtt í mun til galdandi tingbókarskipan, og fer væntandi at gera tingbókina nógv greiðari og nýtiligari í praksis.

Eitt stórt tal av byrðum (servituttum), sum eru í tingbókunum í dag, hava ongan týdning longur. Slíkar óaktuellar upplýsingar gera tað torført at lesa tingbókina fyri tann einstaka eigindómin og skaðar kanska álitið á, at innihaldið í tingbókini er rætt.

Í sambandi við innføring av edv-tinglýsing, kunnu stig takast til at gera byrðuteigin einfaldari.

Skotið verður upp, at treytirnar fyri, at tinglýsingardómarin kann strika rættindi eftir lógarinnar § 20 (§1, nr. 20) verða linkaðar.

Harumframt hevur uppskotið ásetingar um kanning av øllum servituttum í sambandi við sundurbýti (§ 1, nr. 24).

b. Almenningurin og upplýsing. Skrásetingarvernd.
Tað er ein grundleggjandi eginleiki við tinglýsingarskipanini, at upplýsingarnar hjá tinglýsingarverkinum eru almennar fyri borgaran, fyritøkur og myndugleikar, uttan at tað vanliga verða settar serstakar treytir fyri at fáa upplýsingarnar.

Soleiðis kunnu øll fáa upplýsingar um innihaldið í dagbókini, tingbókini og persónbókini við persónliga at venda sær til tinglýsingarskrivstovuna, við at biðja um útskriftir, heruppií eina fullfíggjaða tingbóksváttan og – við nøkrum praktiskt grundaðum avmarkingum – gjøgnum telefon.

Afturat hesum kemur, at stuttar fráboðanir um øll heimildarskjøl og veðbrøv, ið verða fráboðað til tinglýsing, verða almannakunngjørdar í tinglýsingarlistanum.

Skotið verður upp, at hildið verður fast við hetta víða almenni, ið er ein grundleggjandi fortreyt fyri rættarliga og samfelagsliga virkinum hjá tinglýsingarskipanini.

Tað er samstundis ein avgerandi liður í uppskotinum, at kunningin verður nútímansgjørd og effektiviserað við nýtslu av edv, heruppií at gjørd verður ein terminalkunningarskipan.

Av bæði dátu og rakstrartrygdarligum orsøkum fara dátur dagliga at verða fluttar frá upprunaligu tingbókini til eina teldu, sum fyrispurningar frá almenninginum fara til. Henda telda er í Danmark og hevur samsvarandi upplýsingar frá øllum donskum rættardømum.

Tinglýsingarskipanin, sum vit kenna hana í dag, hevur eina røð av alment kendum upplýsingum viðvíkjandi fastari ogn og leysafæ. Upplýsingarnar kunnu vísa til ávísar einstaklingar (eigarar, veðhavarar, úttøkuhavarar v.m). Tinglýsingarskipanin virkar sum ein manuell skrá, har ein, við støði í eini ávísari fastari ogn, ella viðvíkjandi persónbókini einum navni, m.a. kann fáa upplýsingar um eina røð av fíggjarligum og persónligum viðurskiftum av týdningi fyri m.a. lánveiting, handli og rættarsókn viðvíkjandi fastari ogn og leysafæ.

Nýtlsan av edv-tøkni fer at gera tað munandi lættari og skjótari at veita hesar upplýsingar, og er tað tí í hesum sambandi orsøk til at verða serliga ansin í spurninginum um skrásetingarvernd.

Nýtslan av nýmótans edv-tøkni er, viðvíkjandi tí almennu fyrisitingini, viðgjørd í lóg um skráir hjá almennum myndugleikum og viðvíkjandi skráum hjá privatum fyritøkum v.m. í lóg um privatar skráir.

Við støði í teimum meginreglum, ið eru lagdar til grund í lógini um skráir hjá almennum myndugleikum, hevur uppskotið eina røð av avmarkingum. Hesar avmarkingar eru:

1) endamálið við edv-skrásetingini verður ásett í tinglýsingarlógini. Endamálið við skrásetingini er, at skráin skal kunna vera ein arbeiðsskrá fyri tinglýsingarverkið og ein kunningarskipan viðvíkjandi tinglýsingarupplýsingum til borgarar, fyritøkur og myndugleikar. Harumframt skal edv-skráin kunna nýtast sum hagtalsgrundarlag. Nýtslan av tinglýsingarskránni til hagfrøðilig endamál, her íroknað samkoyring, fevnir um arbeiðshagtøl fyri tinglýsingarverkið og um hagtøl til vanlig samfelagshagfrøðilig endamál (serliga um handil og lántøku í fastari ogn).

2) ásett verður í lógini, at einans upplýsingar kunnu skrásetast, ið hava týdning fyri nýtsluna av kunningarskipanini. Tað er ein fortreyt, at talan er um upplýsingar av sama slag sum tær upplýsingar, ið eru nevndar niðanfyri.

Tey endamál, sum eru tilskilað undir nr. 1, kunnu geva ein tørv fyri skráseting av eini røð av upplýsingum umframt tær upplýsingar, sum longu í dag verða skrásettar í samband við tinglýsing. Eftir uppskotinum til nýggja § 50, stk. 2, (§ 1 nr. 28 í lógaruppskotinum), kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at slíkar upplýsingar skulu síggjast av teimum skjølum, ið verða fráboðað til tinglýsingar.

3) nýtslan av edv-kunningarskipanini (latan av upplýsingum) verður avmarkað við lóg til tey endamál, ið eru grundarlag fyri tinglýsingarlógarinnar meginreglur um almenni.

Hetta hevur við sær:

  1. einkultpersónar fara, sum higartil, at kunna venda sær til tinglýsingarskrivstovuna.

Upplýsingarnar kunnu latast við terminalum á tinglýsingarskrivstovuni. Møguliga kann tað, um serlig geografisk viðurskifti ella líknandi gera seg galdandi verða settir terminalar upp á t.d. bókasøvnum ella kommunuskrivstovum.

Hetta skal síggjast í ljósinum av, at tær vanligu tingbøkurnar v.m. (á pappíri) fara burtur. Tað tykist ikki rímiligt, at borgarar skulu missa høvið teir higartil hava havt, at kunna seg við tingbókina, t.d. í samband við møguligt húsakeyp, ella fyri at kanna servituttviðurskifti viðvíkjandi grannaognum o.l.  
b) uttanhýsis terminalatgongd kann annars einans latast
- almennum myndugleikum at nýta í teirra virksemi,
- privatum fyritøkum, eitt nú advokatum, realkredittstovnum (t.v.s fyritøkum hvørs virksemi er, frá almenninginum at taka ímóti innlánum ella øðrum ognum, ið skulu gjaldast aftur, og at veita lán fyri egna rokning, t.v.s. serstakliga peninga- og realkreditstovnum), ognarmeklarum, tryggingarfeløgum, landmátarum og øðrum, sum vinnuliga greiða uppgávur viðvíkjandi avhending, trygging, rættarsókn og rættarviðurskiftum annars og lánupptøku í fastari ogn ella likamligum ræði á fastari ogn. Kredittupplýsingarstovur fara ikki at kunna fáa terminalatgongd.
-starvsgreina- og forbrúkarafelagsskapum, ið veita ráðgeving í sambandi við omanfyrinevndu uppgávur.

Gingið verður út frá, at tøknin í samband við edv-formidling kann tillagast menningini, møguliga við digitalari telefonupplýsing, tá hetta annars hendir við teimum tilskilaðu avmarkingunum.

Avmarkingarnar fevna einans um edv-formidling av upplýsingum. Tað fer sostatt framhaldandi at kunna verða biðið um tingbókarváttan v.m. á pappíri og almannakunngering svarandi til skipanina við tinglýsingarlistanum, heruppií í einum nútímansskapi.

Eftir uppskotnu skipanini fara viðkomandi fyritøkur v.m. ikki at kunna lata onnur leita við terminalin, heruppií sínum kundum. Harafturímóti kann fyritøkan sum liður í vanligu handilsgongdini kunna lata kundanum upplýsingar, sum hann hevur fingið við terminalin, heruppií úrskriftir v.m.

4) Søguligar upplýsingar, t.v.s. uppplýsingar, sum samsvarandi tinglýsingarlógarinnar reglum verða strikaðar ella avlýstar, skulu strikast í viðkomandi skrá og flytast til eina serliga skrá.

Úr hesi "søguligu" skrá verða latnir víðari upplýsingar, ið einans kunnu nýtast í konkretum rættarviðurskiftum, har umbiðarin kann skjalprógva ein rættarligan áhuga í upplýsingunum. Rættarligur áhugi fer t.d. at vera til staðar, tá ein advokatur biður um upplýsingar at nýta í rættarsakum ella annars í ráðgeving av viðskiftafólki, og tá t.d. ein realkreditstovnur ella ein peningastovnur í sambandi við eina lániumsókn skal meta um fyrrverandi rættindi. Eitt undantak frá kravinum um rættarligan áhuga verður tó gjørt viðvíkjandi ognarupplýsingum, sum longu í dag kunnu fáast frá tinglýsingarverkinum, og sum eisini eru rættiliga umbidnir.

Tann, sum upplýsingarnar viðvíkja, fer uttan at skula dokumentera ein rættarligan áhuga at kunna fáa atgongd til tær søguligu upplýsingarnar eisini.

5) Sum útgangsstøði kann samkoyring av edv-skránni við privatar ella aðrar almennar edv-skráir ikki fara fram.

Lógaruppskotið ger undantøku frá hesum, tá talan er um edv-samanseting av upplýsingum við upplýsingar frá øðrum ognarskráum. Ein slík samanseting hevur ikki við sær, at upplýsingarnar verða førdar frá einari skrá til eina aðra. Her er einans talan um, at tað á henda hátt, verður møguligt hjá brúkaranum at fáa upplýsingar úr fleiri skráum fram á skermin í einum samanhangi, ið gevur tær samlaðu upplýsingarnar, sum brúkarin hevur fyri neyðini.

Samanseting viðvíkjandi upplýsingum hjá tinglýsingarskránni fer eftir lógaruppskotinum at krevja, at hesar treytir eru loknar:

- at allar tær viðkomandi upplýsingarnar eru alment atkomiligar,

- at treytin um atkomuligheit er lokin í mun til hvørja av teimum viðkomandi skráunum,

- at hann, sum biður um upplýsingarnar er ein av teimum professionellu brúkarunum (almennir myndugleikar og ávísar fyritøkur v.m.), ið nevndar eru í uppskotnu § 50c, stk. 3, nr. 1-2 (§ 1, nr. 29 í lógaruppskotinum).

Viðvíkjandi samankoyring verður eftir lógaruppskotinum eisini gjørt undantak frá forboðnum, har tað er neyðugt við umleggingina og leypandi dagføringina av tinglýsingarskránni at kunna flyta upplýsingar av týdningi úr øðrum edv-skráum í tann mun, slíkar upplýsingar skulu í tinglýsingarskránna.

6) Sum útgangsstøði kunnu ikki latast víðari hópupplýsingar jbr. tó niðanfyri undir nr. 7. Við hópupplýsingar er at skilja ein skráupplýsing, ið fevnir um fleiri eigindómar.

7) Í § 1, nr. 28 (§ 50, stk. 1) hevur lógaruppskotið eina áseting, har upplýsingar í heimildarskjølum og veðbrøvum viðvíkjandi fastari ogn verða gjørdar atkomuligar hjá almenninginum eftir nærri ásetingum landsstýrismannsins.

Endamálið við hesum er at gera eina almannakunngering møguliga, sum í dag fer fram við tinglýsingarlistanum, men hendir á ein meira tíðarhóskandi og effektivari hátt.

Ein nýggj skipan á hesum øki kundi verið gjørd á henda hátt:

  1. Framhaldandi útgáva av tinglýsingarlistanum fyribils.
  2. Ein haldaraskipan, har biðjast kann um útskriftir (á pappíri) við samsvarandi upplýsingum eftir egnum vali fyri eitt ella fleiri tíðarskeið og sløg av skjølum.
  3. Ein haldaraskipan samsvarandi pkt. b, men soleiðis, at upplýsingarnar verða veittar á edv.
  4. Ein haldaraskipan har tú frammanundan kann bíleggja fráboðanir um viðkomandi skjøl viðvíkjandi nærri tilskilaðum matrikulnumrum.
  5. Ein haldaraskipan, sum eftir pkt. d, men soleiðis at upplýsingarnar verða latnar á edv.

Fyri at verja viðkomandi persónar eiga tó einans at verða latnar upplýsingar, sum longu í dag verða latnar. Hetta er soleiðis galdandi fyri heimildarskjøl og veðbrøv viðvíkjandi fastari ogn og veðbrøv viðvíkjandi leysafæ. Aðrar upplýsingar, heruppií serstakliga um rættarsókn, verða soleiðis hildnar uttan fyri skipanina.

Harumframt eiga upplýsingar einans at verða latnar víðari á pappíri sum ein víðariføring av tinglýsingarlistanum jbr. pkt. a, ella í sambandi við eina haldaraskipan eftir antin pkt. b ella d.

Tær serstøku haldaraskipanirnar kunnu eftir uppskotinum einans verða nýttar av teimum professionellu brúkarunum (almennum myndugleikum og ávísum fyritøkum v.m.)

8) Tær upplýsingar, ið verða latnar víðari, kunnu eftir uppskotinum einans verða nýttar til nærri ásett endamál. Upplýsingarnar kunnu soleiðis ikki verða nýttar at finna nýggjar kundar ella annars til onnur endamál enn avhending, trygging, rættarsókn og rættarviðurskifti annars, lán í fastari ogn, likamligt ræði yvir fastari ogn og lánsmeting.

9) Eftir uppskotinum skulu gerast serstakar fyriskipanir fyri at tryggja, at upplýsingar eru fullfíggjaðar og rættar og viðvíkjandi dátutrygd.

Landsstýrismaðurin ásetir eftir uppskotinum vanligar reglur um hesi viðurskifti. Áðrenn reglurnar verða ásettar skal ummæli fáast frá skrásetingareftirlitinum. Í teimum fyrisitingarligu ásettu reglunum fara m.a. at kunna verða ásettar reglur um, hvørjir inngangslyklar (leitingarlyklar), ið skulu nýtast í edv-kunningarskipanini. Her fer at verða lagdur dentur á fyrilitið fyri vernd av einkultpersónum.

Ætlanin er at nýta fylgjandi leitingarlyklar viðvíkjandi teimum føstu eigindómunum: Matrikultilskilan.

Eigindómsins postadressa, heruppií postnummar.

Nummarskipanin hjá tinglýsingarverkinum (eigaraíbúðir v.m., dagbóksnummur).

Nummar á fyritøku.
10) Skotið verður upp, at ásettar verða reglur um uttanhýsis eftirlit við tí tøkniliga- fyrisitingarligu viðgerðini av upplýsingunum í tinglýsingarskránni.

Sorinskrivarin røkir tinglýsingina vegna landsstýrið. Tá Sorinskrivarin eisini eftir eina umlegging av tingbókini til edv skal røkja tinglýsingina verður mett rætt, at eftirlitið verður lagt til forsetan fyri Eystara landsrætt.

Avgerðir um skráseting (tinglýsing) og um latan av upplýsingum frá edv-skráunum, í praksis serliga reglurnar í § 50 c, stk. 2-6, eru rættarligar avgerðir, ið kunnu kærast til landsrættin. Eftirlitið fer tí bert at fevna um tøkniliga-fyrisitingarligu viðgerðina av upplýsingunum v.m., heruppií um reglurnar um dátutrygd eru hildnar.

Eftir uppskotinum skal landsrættarforsetin hava eftirlit við tinglýsingarskránni eftir reglunum, ið verða ásettar av landsstýrinum. Eftir uppskotinum skal tingast við Skrásetingareftirlitið um hesar. Eftirlitið eigur m.a. at hava við sær at framdar verða stakroyndir á tinglýsingarskrivstovuni og at møguligar kærur, t.d. um dátutrygd á tinglýsingarskrivstovuni verða viðgjørdar.

Avgerðir hjá landsrættarforsetanum kunnu eftir § 50 d, stk. 2, ikki kærast. Avgerðin viðvíkir ikki málsføri dómstólanna sambært grundlógarinnar § 63.

6. Tilrættisleggjan av edv-umleggingini

Skotið verður upp, at landsstýrið fær heimild til at áseta nærri reglur um umleggingina av tingbókini til edv.

7. Fíggjarligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Sum sagt omanfyri verður tinglýsingarverkið umsitið av Sorinskrivaranum vegna landsstýrið.

Útreiðslurnar til starvsfólk og tilfar hjá tinglýsingini verður rindað av ríkiskassanum, tó soleiðis at inntøkurnar av tinglýsingargjaldi er 100 kr. Sambært fyriskipan frá 8. februar 1810 skal harumframt við sølu av fastari ogn rindast eitt eigindómsgjald upp á ½ %, og fellur hetta gjald somuleiðis til ríkiskassan. Inntøkurnar frá hesum gjøldum vóru í 1997 3.648.984 kr.

Útreiðslurnar í sambandi við stovnan av edv-tinglýsingarprojektinum viðvíkjandi fastari ogn verður rindað av ríkiskassanum og fer sostatt ikki at hava útreiðslur við sær fyri landskassan.

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

Til § 1

Til nr. 1 og 2.
Skotið verður upp, at reglurnar um almannnakunngering av tinglýsingarskjølum verða savnaðar í einari grein, § 50. Samstundis verða ásetingarnar um almannakunngering í tinglýsingarlistanum strikaðar (§ 7, stk. 2 og § 8, stk. 2 í galdandi lóg), soleiðis at tað eftir uppskotinum verður gjørt møguligt at almannakunngera tingbókarskjøl eisini á annan hátt enn við kunngering í tinglýsingarlistanum, t.d. við at nýta edv. Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 28 í lógaruppskotinum.

Til nr. 3.
Í § 9, stk. 3 í tinglýsingarlógini eru ásett ein røð av krøvum, til hvørjar upplýsingar eitt tinglýsingarskjal viðvíkjandi fastari ogn skal hava.

Høvið hjá landsstýrismanninum at áseta, at tað á tinglýsingarskjølum skal tilskilast blað í tingbókini í staðin fyri eigindómsins matrikulnummar, er ongantíð nýtt. Henda heimild fer at verða heilt óneyðug, tá tingbókin verður elektronisk, og verður tí skotið upp, at hetta verður strikað.

Skotið verður upp, at tilmeldarans telefonnummar skal tilskilast í tinglýsingarskjølum. Hevur tilmeldarin ikki telefon fer ein upplýsing um hetta at vera nóg mikið. Upplýsing um telefonnummar fer at lætta um arbeiðið hjá tinglýsingarskrivstovuni. Telefonnummar fer soleiðis at kunna verða nýtt, tá tilmeldarin skal eyðmerkjast.

Eftir áheitan frá Matrikulstovuni verður sett í lógina, at føðingardagurin hjá ognaranum sambært skeyti, og føðingardagurin hjá skuldaranum sambært einum pantibrævi skal standa í pantibrævinum. Tað er ofta sera torført at gera av, hvør er eigari av einari fastari ogn, tí fleiri bera sama navnið, men kann føðingardagurin heftast uppá, verður hetta nógv lættari. Við at siga, at føðingardagur skuldarans sambært pantibrævi eisini skal upplýsast, kemur føðingardagurin inn í skipanina skjótari, tí pant verður ofta givið, meðan tað er meira sjáldan, at ein ogn skiftir eigara.

Til nr. 4.
Í mun til galdandi ásetingar verður skotið upp, at tað verður ein treyt fyri tinglýsing, at veðbrævi fastari ogn, somuleiðis hevur skuldarans bústað, um hesin ikki er almannakunnugur, ella bústaðin hjá einum øðrum, ið hevur rætt at taka ímóti kunnuggerðing, fráboðanum og gjøldum vegna skuldaran.

Til nr. 5.
§ 14 hevur eina røð av nágreiniligum krøvum viðvíkjandi dagbókini. Skotið verður upp, at lógin verður broytt soleiðis, at hon bert hevur tær meira prinsipiellu reglurnar, meðan nágreiniligu reglurnar verða ásettar fyrisitingarliga av landsstýrinum.

Skotið verður upp, at skjøl, ið ynskjast tinglýst í fleiri eginleikum, verða førd serstakt í dagbókina fyri hvønn av hesum, og fer hetta at kunna gera seg galdandi viðvíkjandi veðstovnandi servituttum.

Henda skipan fer at vera greiðari og er í samsvari við, at tað eftir tinglýsingarlógarinnar § 9, stk. 6, við átekning á skjalið skal tilskilast, hvørji rættindi ynskjast tinglýst.

Ásetingin er mótsett § 9, stk. 6, eisini galdandi í førum, har fleiri rættindi verða stovnað uttan at nakað av teimum er høvuðsrættindið.

Til nr. 6.
Talan er um fylgibroytingar vegna uppskotnu reglurnar í nr. 3 og 4 um upplýsing um tilmeldarans telefonnummar og bústaðin hjá veðskuldaranum.

Skotið verður eisini upp, at landsstýrið kann áseta reglur um burturvísing av skjølum, ið ikki lúka krøv, sum í dag eru nevnd í tinglýsingarlógarinnar § 14, stk. 2, men sum kunnu verða ásett sambært teimum uppskotnu ásetingunum í tinglýsingarlógarinnar § 50, stk. 2, jbr. § 1, nr. 28 í uppskotinum.

Til nr. 7.
Ásetingin hevur við sær, at Sorinskrivarin ikki longur hevur skyldu til eftir innføringina í dagbókina at geva skjalinum og endurritinum átekning um hetta. Endamálið er at gera tað møguligt at tilskila dagbókardagfesting og nummar samstundis við tinglýsingarátekningina. Víst verður til viðmerkingarnar í § 1, nr. 11 í uppskotinum.

Einki verður broytt viðvíkjandi tí, at skjølini verða førd inn í dagbókina beinan vegin móttøkudagin.

Skotið verður upp, at galdandi regla um, at tinglýsingardómarin skal vátta rættleikan av endurritinum verður strikað. Henda váttan verður mett at vera óneyðugur formleiki.

Tinglýsingardómarin fer framhaldandi at hava skyldu til at tryggja, at skjøl og endurrit eru eins. Hetta eigur í praksis at henda við stakeftirliti, men t.d. veðbrøv við eini veðupphædd, sum er yvir eina ávísa stødd, eiga tó at verða eftirkannað uttan undantak.

Til nr. 8.
Skotið verður upp at strika galdandi reglu um, at yvirlit í dagbókini yvir innlatin skjøl verða endað hvønn dag og undirskrivað, tá hetta verður mett at vera óneyðugt.

Til nr. 9.
§ 15, stk. 2 í tinglýsingarlógini er um burturvísing av skjølum frá tingbókini.

Uppskotna ásetingin miðar ímóti at gera lógartekstin í samsvari við praksis hjá tinglýsingarskrivstovuni, har skjøl, sum verða burturvíst úr dagbókini, ikki verða strikað. Fyrilitið fyri góðari journalførslu sigur, at tað av dagbókini skal kunna síggjast, hvørji skjøl eru móttikin, líka mikið um tey eru vorðin tinglýst ella burturvíst.

Til nr. 10.
Eftir tinglýsingarlógarinnar § 15, stk. 5, 2. pkt. skal eitt veðbræv altíð tilskila teir einstøku frammanfyri standandi prioritetirnar.

Skotið verður upp, at við øll veðrættindi, burtursæð frá rættarveð og lógásettum veð, skal tilskilast í skjalinum, hvørjar frammanfyri standandi bindingar, skulu respekterast. Soleiðis verður burtur tann ivi, sum í dag ræður viðvíkjandi viðgerðini av veðrættindum, sum verða rættarliga stovnað, t.d. úttøka ella fíggjartrot.

Til nr. 11.
Eftir uppskotnu ásetingini verður tinglýsingarátekningin víðkað við upplýsing um dagbóksdagfesting og nummari. Av hesum kann tinglýsingarskrivstovunnar arbeiði tilrættisleggjast betur. Tinglýsingarátekningin verður gjørd beinan vegin við innføringina í tingbókina.

Eftir uppskotnu orðingini kann tinglýsingarátekningin fara fram antin við einari vanligari átekning, eini úrskrift, ið verður límað á skjali, ella einum prenti, ið verður sett á skjalið ella skoytt upp í hetta. Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 7.

Til nr. 12.
Tinglýsingarlógarinnar § 16, stk. 4 er um viðgerðina av skjølum, tá ásettar eru freistir fyri at fáa burtur brek við teimum.

Skotið verður upp, at skjøl, ið eru tinglýst við freist fyri rætting av ávísum viðurskiftum, ikki skulu strikast í dagbókini, tá ið freistin er farin, men bert í tingbókini. Um orsøkina verður víst til viðmerkingarnar til lógarinnar § 1, nr. 9.

Til nr. 13, 14 og 15.
Skotið verður upp at seta úr gildi kravið um, at innskrivað bræv skal verða nýtt, tá boð verða send fráboðaranum um burturvísing v.m. og tá galdandi veðbrøv verða aftursend (nr. 13 og 14).

Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta reglur um, á hvønn hátt sending kann fara fram (nr. 15).

Av uppskotinum fylgir, at øll skjøl í framtíðini skulu førast í dagbókina, ið soleiðis kemur at virka sum journalur hjá tinglýsingarskrivstovuni. Víst verður til viðmerkingarnar til § 1, nr. 9 og 11.

Til nr. 16.
Tinglýsingarlógarinnar § 17 er um skipan og førslu av tingbókini. Eftir nýggju orðingini verður skotið upp, at útgevarin av skjalinum í samsvari við fasta mannagongd ikki skal tilskilast í tingbókini. Hetta útihýsir ikki, at upplýsing um hetta verður givin, tá serligar orsøkir eru til tess, t.d. um tað eru fleiri útgevarar.

Skotið verður eisini upp, at við treytað rættindi ikki skal tilskilast hvørjar treytirnar eru, men bert at rættindini eru treytað.

Eisini verður skotið upp, at tilskilan av veðstøðuni bert skal henda við tilskilan av talmerking. Veðbindingar fara soleiðis vanliga einans at verða settar í prioritetsordan í ta elektronisku tingbókina, tá tær fara at kunna verða tilskilaðar uttan serstaka viðmerking um teir prioritetir, sum tær respektera. Einans í førum har prioritetsstøðan ikki framgongur eintýðugt av tingbókini, eiga víkingarátekningar o.l. at verða tilskilaðar.

Eisini verður skotið upp, at bústaðurin hjá veðkreditor ikki longur skal tilskilast í tingbókina. Upplýsing um bústað kreditors fer framhaldandi at kunna fáast frá endurritunum av skjølunum í aktmappuni. Hetta fer t.d. at vera førið, tá kallast skal inn til tvingsilsuppboðssølu. Í praksis eru hesar bústaðarupplýsingar tó ofta skeivar vegna bústaðarbroytingar v.m.

Eisini verður skotið upp, at tann elektroniska tingbókin einans skal hava upplýsing um aktuell rættindi, t.v.s. rættindi, ið eru tinglýst uttan seinri at vera avlýst ella strikað. Við avlýsing og striking verða viðkomandi rættindi flutt til eina serstaka "søguliga " skráð, jbr. § 1, nr. 29 (§50c, stk. 4).

Meginreglan um almenni viðvíkjandi upplýsingum í tingbókini verður framhaldandi galdandi, soleiðis at tað sum higartil verður latin úrskrift úr tingbókini, tá biðið verður um tað.

Landsstýrismanninum verður við uppskotinum heimilað at áseta nærri reglur um úrskrift av elektronisku tingbókini, heruppií um váttan av úrskriftum og um hvussu úrskriftir skulu verða tilevnaðar og sendar.

Til nr. 17.
Við uppskotinum verða settar úr gildi nakrar ásetingar um ta praktisku handfaringina av leysbløðunum í tingbókini. Hesar ásetingar missa sín týdning, tá farið verður til edv-tinglýsing.

Til nr. 18.
Við uppskotinum verður strikað høvið til at koyra fleiri ymiskar – ikki matrikulert samanhoyrandi – eigindómar á sama blað í tingbókini. Tað er eingin praktiskur tørvur fyri eini slíkari reglu við eini edv-skipan. Afturat hesum kemur, at felags eigindómsbløð fyri fleiri eigindómar fara at geva ógreiðu og manglandi samsvar millum matrikulskipanina og aðrar eigindómsdátuskipanir.

Til nr. 19.
Broytingin er ein fylgja av uppskotnu ásetingini í § 1, nr. 18.

Til nr. 20.
Ásetingin í tinglýsingarlógarinnar § 20 er um tinglýsingardómarans strikan av rættindum og rætting av villum v.m. í tingbókini. Í sambandi við vanligu gjøgnumgongdina av øllum eigindómsbløðunum, tá umleggingin av tingbókini til edvskal fara fram, fer henda áseting at hava stóran týdning.

Verður lætt um nýtsluna av § 20 framyvir, fer hetta somuleiðis at viðvirka til at varðveita ein størri greiddleika, ið fer at fylgja av tí vanligu gjøgnumgongdini og nýtsluni av edv-skipanini annars.

Við støði í hesum verður skotið upp at linka reglurnar um striking av rættindum, ið helst, men ikki eyðsýnt, kunnu strikast.

Soleiðis verður eftir uppskotinum ikki longur sett krav um, at rættindi í ávísum førum skulu vera eldri enn 20 ár, áðrenn tey verða strikað.

Skotið verður eisini upp at strika kravið um, at lýsing eftir rættindahavaranum skal fara fram tvær ferðir, og um, at serstøk fráboðan til tann, sum eftir tingbókini er rættindahavari , skal sendast í innskrivaðum brævi.

At enda er ásetingin gjørd málsliga einfaldari.

At krøvini verða linkað fer m.a. at kunna fáa týdning fyri møguleikan at strika servituttir, ið verða óaktuellir o.l. Somuleiðis fer ásetingin at kunna fáa týdning í øðrum førum, har ein í sambandi við avgreiðslu av einum tinglýsingarskjali, t.d. um avhending, verður varur við spurningin, um ein servituttur framhaldandi hevur týdning.

Til nr. 21 og 22
Eftir § 21, stk. 4 í tinglýsingarlógini skal eitt heilt nýtt eigindómsblað nýtast, tá eigindómar verða samanlagdir.

Skotið verður upp, at henda regla verður broytt soleiðis, at upplýsingarnar í staðin verða samlaðar á blaðnum hjá einum av teimum samanløgdu eigindómunum. Hesin framferðarháttur er lættari og tryggari at nýta við eini edv-skipan.

Haraftrat eru ávísar broytingar gjørdar í orðingini.

Til nr. 23.
§ 22 í tinglýsingarlógini er um viðgerðina av eigindómum, ið verða sundirbýttir.

Eftir § 22, stk. 2 skal tinglýsingardómarin í sambandi við sundurbýti hjálpa til við nýtsluni av tinglýsingarlógarinnar § 20, stk. 2, sum er um strikan av rættindum, ið allarhelst eru burtur. Skotið verður upp, at tinglýsingardómarin framyvir skal hjálpa sundurbýtaranum við at nýta allar møguleikar fyri strikan eftir § 20. Dómarin skal eftir umstøðunum vegleiða um hetta.

Til nr. 24.
Eftir uppskotinum skal gerast eitt eigindómsblað fyri nýsundurbýttar eigindómar samstundis við, at sundurbýtið verður skrásett á høvuðseigindómsins blað. Viðmerking um sundurbýtið skal henda beinan vegin við móttøkuna av fráboðanini um sundurbýtið frá matrikulmyndugleikunum. Í fyrsta umfari verður einans víst til tey rættindi, ið eru tinglýst á eigindómin. Í seinasta lagi við tinglýsing av skeyti á tann einstaka sundurbýtta eigindómin verða tilskilað tey relevantu rættindini á blaðið hjá sundurbýtta eigindóminum.

Hesin framferðarháttur hevur við sær, at sundurbýti fer at framganga av tingbókini so tíðliga sum møguligt. Somuleiðis fer at vera samsvar millum tingbókina og matrikulin. Broytti framferðarhátturin fer sum fylgja av møguleikunum í edv-skipanini ikki at krevja størri arbeiðsorku á tinglýsingarskrivstovuni.

Skotið verður eisini upp, at § 22 skal nýtast í sambandi við uppbýti av einum eigindómi í eigaraíbúðir, soleiðis at uppbýti í eigaraíbúðir verður viðgjørt á sama hátt sum sundurbýti av grundøkjum. Soleiðis skal m.a. gerast ein meting av teimum servituttum, sum eru tinglýstir á høvuðseigindómin.

Til nr. 25.
§ 34 í tinglýsingarlógini er um endurgjaldsskyldu ríkisins fyri ávís mistøk í tingbókini ella tinglýsingarátekningini.

Uppskotið hevur við sær, at ríkið ikki er endurgjaldsskyldugt, um mistøk eru í tingbóksins tilskilan av bústaði eigindómsins.

Orsøkin til hetta er, at bústaðarupplýsingar ikki hava tinglýsingarligan týdning.

Til nr. 26.
Í uppskotinum verður sum § 49 a sett ein nýggj regla um, at § 20 í tinglýsingarlógini verður at nýta samsvarandi við strikan av øðrum skjølum í persónbókini enn veðbrøvum. Víst verður til viðmerkingarnar omanfyri til nr. 20 um § 20 í tinglýsingarlógini.

 

Til nr. 27.
Skotið verður upp, at yvirskriftin til 3. part í lógini verður broytt í samsvari við at innførdar verða ávísar nýggjar fyrisitingarligar reglur og ávísar reglur um gjald og revsing, jbr. § 1, nr. 28 og 29 (§ 50 g).

Til nr. 28.
Við uppskotinum verður ásett í lógini, at tinglýsing kann fara fram við nýtslu av edv viðvíkjandi dagbókini og tingbókini.

Somuleiðis verða reglurnar um almannakunngerðing av tinglýsingarskjølum savnaðar í einari áseting.

Til nr. 29.
Skotin verður upp ein røð av nýggjum reglum um edv-nýtslu.

Viðmerkjast kann, at uppskotið til § 50 c, stk. 4, 2. pkt., í tinglýsingarlógini hevur við sær, at upplýsingar, sum eftir uppskotinum til grein 50 b kunnu skrásetast í skránni hjá tinglýsingarverkinum, kunnu flytast elektroniskt frá øðrum almennum edv-skráum. Henda skipan, sum soleiðis ikki hevur við sær eina víðkan av hvat kann skrásetast, kann t.d. fevna um upplýsingar um matrikulerar broytingar, ið eru hjá matrikulmyndugleikunum.

Uppskotið til § 50 f lógarfestir, at veðbrøv skulu vera gjørd á formálar, ið eru góðkendir av landsstýrinum.

Núverandi formálaskipan hevur einans heimild í vanligu ásetingunum í kapittul 7 í tinglýsingarlógini. Nýggja reglan verður tí mett neyðug fyri at gera broytingina í tinglýsingarskipanini.

Við uppskotinum verður landsstýrismanninum heimilað at áseta reglur um, at eisini onnur skjøl enn veðbrøv skulu verða gjørd á góðkendar formálar.

Slík skjøl kunnu vera skeytir og skjøl viðvíkjandi servituttum.

Uppskotið gevur eisini landsstýrinum heimild til at gera royndir við tinglýsing við støði í elektroniskari flytan av upplýsingum. Sambært ásetingini verður m.a. møguligt at gera royndir við tilmeldan av ávísum veðbrøvum viðvíkjandi fastari ogn í elektroniskum formi.

At enda heimilar uppskotið landsstýrismanninum at gera royndir við elektroniskari víðarilatan av upplýsingum til ein realkreditstovn, heruppií peningastovnar o.l.

Uppskotið til § 50 g hevur áseting um gjald fyri úrskriftir, sum tinglýsingarskrivstovan fer at kunna veita við nýggju edv-skipanini. M.a. fer at kunna krevjast gjald fyri at nýta teir terminalar, sum verða settir upp á tinglýsingarskrivstovuni v.m. Harumframt fer t.d. at kunna krevjast eitt hægri gjald fyri serliga umfatandi úrskriftir.

Skotið verður eisini upp, at verða upplýsingar nýttir av órøttum jbr. § 1, nr. 29 (§ 50 c, stk. 7) kann hetta revsast við bót.

Til nr. 30.
Við uppskotinum verður ein skiftisregla, sambært hvørjari 10 árs freistin fyri veðbrøv í leysafæ í lógarinnar § 47 ikki verður roknað, fyrr enn tinglýsingarlógin kom í gildi, um veðbrøv eru tinglýst áðrenn hetta. Týdningurin av regluni er langt síðani farin.

Til § 2.

Reglan hevur gildiskomuásetingar.

Við fyriliti fyri tí praktisku fremjanini av edv-umleggingini verður skotið upp, at lógin kemur í gildi eftir nærri áseting landsstýrismannsins.

Til § 3.

 Við uppskotinum verður landsstýrismanninum heimilað at áseta reglur um flytan av tingbókini til edv (konvertering).

Í hesum reglum fer at kunna verða ásett, at flytan av ávísum upplýsingum av praktiskum orsøkum kann bíða fyribils, men soleiðis at neyðug ávarðing um hetta verður tilskilað í elektronisku kunningarskipanini.

Kæra til landsrættin skal fara fram innan 14 dagar eftir, at fráboðarin hevur fingið boð um avgerðina.

Fráboðan um avgerðir viðvíkjandi flytan v.m. fer í sama mun sum í dag at verða latin um tinglýsingaravgerðir.

1. viðgerð 9. mars 2000. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 30. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2000 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 22. mars, 23. mars og 30. mars 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, Rúna Joensen, deildarstjóra, og Ann-Mari Dam, fultrúa, Øssur Midjord, stjóra á Matrikulstovuni. Eisini hevur nevndin havt fund við Petur Nielsen, stjóra á P/f Føroya Dátusavni og Niels Christian Nolsøe stjóra á P/f Elektron.

Nevndin hevur í málinum fingið sær til vega skrivlig ummæli frá Skráseting Føroya, Skrásetingareftirlitinum, Matrikulstovuni, Sorinskrivaranum, P/f Føroya Dátusavni, P/f Elektron og P/F Føroya Banka.

Undir tingviðgerðini hevur spurningurin verið reistur um lógásett eigur at verða at tingbókaupplýsingarnar skulu verða førdar yvir á telduskrá, sum er skipað á føroyskum stovni. Nevndin mælir í fyrstu atløgu til, at upplýsingarnar verða lagdar teldutøkar sbr. ætlan sorinskrivarans á teirri donsku teldutinglýsingarskipanini. Landsstýrið eigur tó at tryggja sær, at tað til eina og hvørja tíð kann gera av at flyta skipanina yvir á eina serføroyska skrá, sum gjørd er til endamálið. Slíka heimild kann landsstýrismaðurin áseta sbr. heimildini, sum givin verður í lógaruppskotinum § 3, stk. 1, og metir nevndin, at henda heimild eigur greitt at verða tilskilað.

Nevndin hevur umrøtt spurningin um, hvør skal hava atgongd til teldutinglýsingarskránna. Nevndin heldur, at tíðin er farin frá terminalbrúki. Internetið er vorðið so vanligt, at hetta amboð eigur at verða nýtt. Somuleiðis heldur nevndin, at ikki skal í lógini skiljast millum yrkisbrúkarar og aðrar. Allir brúkarar skulu hava somu atgongd, gjalda teir fyri tann lógásetta kostnaðin. At gjaldast skal fyri at hyggja í tingbókina um internetið ger, at ein avmarking verður sett fyri, í hvussu stóran mun til ber at hyggja í tingbókina av vanligum forvitni.

Systematiskt hoyra gjaldsspurningar fyri tingbókaupplýsingar ikki heima í tinglýsingarlógini. Hesar reglur eru í serligari løgtingslóg, løgtingslóg nr. 76 frá 17.05.1994 um tinglýsingargjøld v.m. Nevndin mælir tí til, at § 50 g verður strikað. Nevndin gongur út frá, at landsstýrið leggur fyri Løgtingið uppskot til broyting av nevndu lóg, sum er tillagað soleiðis, at tinglýsingin verður almenn fyri øll á internetinum, og at tá verða ásetttar gjaldsásetanir fyri heimanýtslu og fyri yrkisnýtslu av tinglýsingini. Nóg tíðliga er, at hetta verður gjørt aftaná ólavsøku í ár, tí at teldutinglýsingarskipanin verður ikki sett í verk, fyrr enn landsstýrið ásetir hetta, eftir at flutningurin frá pappíri á teldu er liðugur.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broytingum og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, nr. 27) gongur út ", gjøld"
  2. Í § 1, nr. 29) ganga í § 50 b út orðini " teimum í § 50 c, stk. 3, nr. 1 og 2, nevndu myndugleikum og vinnurekandi" og í staðin sett: "brúkarunum".
  3. Í § 1, nr. 29) verður § 50 c, stk. 1 soljóðandi: "Upplýsingar í edv-skrá eru atkomiligar hjá øllum á internetinum."
  4. Í § 1, nr. 29) verður § 50 c, stk. 2, strikað
  5. Í § 1, nr. 29) verður í § 50 c "Stk. 3" broytt til "Stk. 2" og "stk.1-2" broytt til "stk. 1".
  6. Í § 1, nr. 29) verður í § 50 c "Stk. 4" broytt til "Stk. 3" og "Stk. 5" broytt til "Stk. 4"
  7. Í § 1, nr. 29) verður í § 50 c "Stk.6" broytt til "Stk. 5" og orðini " teir myndugleikar og vinnurekandi, ið eru nevnd í stk. 2, nr. 1-2" verða strikað og í staðin verður sett "brúkararnir"
  8. Í § 1, nr. 29) verður í § 50 c "Stk.7" broytt til "Stk. 6" og "stk. 1-6" verður broytt til "stk. 1-5"
  9. Í § 1, nr. 29) verður í § 50 c "Stk.8" broytt til "Stk. 7" og 1. pkt. orðað soleiðis: "Avgerðir viðvíkjandi víðarilatan eftir stk. 3-5 verða tiknar av sorinskrivaranum".
  10. Í § 1, nr. 29) verður í § 50 f, stk. 3 "stk. 4-6" broytt til "stk. 3-5".
  11. Í § 1, nr. 29) verður § 50 g strikað
  12. Í § 3 verður skoytt upp í stk. 1 ",heruppi í hvar elektronisku tingbókaupplýsingarnar skulu goymast".

 

2. viðgerð 12. apríl 2000. Broytingaruppskot frá rættarnevndini til §§ 1 og 3 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 624-8/99
Ll.nr. 59 frá 10.05.00