Mentanargrunnur Løgtingsins

 

69  Uppskot til  løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins

§ 1. Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentanarmálum.
Stk. 2. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

§ 2. Stovnsfæ grunsins er tað sama, sum stovnsfæið hjá Mentunargrunni Føroya Løgtings, sum varð stovnsettur 6. mai 1946 á føðingardegi Jóannesar Paturssonar.
Stk. 2. Inntøkur grunsins eru avkast av stovnsfænum og studningur yvir fíggjarløgtingslógina.

§ 3. Grunnurin verður stjórnaður av fimm manna nevnd, sum landsstýrismaðurin í mentamálum setir. Nevndin verður sett fyri 4 ár í senn. Eingin kann sita meira enn tvey nevndarskeið. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri fyrisiting grunsins.

§ 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur fyri virksemi grunsins.

§ 5. Nevndin hevur heimild at játta lán til bóka- og fløguútgávu við upp til 30% av útgávukostnaðinum.
Stk. 2. Nevndin kann í serstøkum føri eftir umsókn, tá fíggjarliga úrslitið av útgávuni talar fyri tí, heilt ella lutvíst strika lániskuld.

§ 6. Ognir, rættindi og skyldur, sum Mentunargrunnur Føroya Løgtings hevur sambært reglugerð nr. 61 frá 29. mai 1991 fyri Mentanargrunn Føroya Løgtings verða fluttar til Mentanargrunn Løgtingsins sambært hesi lóg.

§ 7. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi reglugerð nr. 61 frá 29. mai 1991 fyri Mentunargrunn Føroya Løgtings.

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar:
Mentanargrunnur Føroya Løgtings varð settur á stovn 6. mai 1946 á 80 ára føðingardegi Jóannesar Paturssonar sum stovningardegi. Grunnurin hevur ta tíð, hann hevur virkað, havt sera stóran týdning fyri føroyskt mentanarlív. Grunnurin hevur serstakliga stuðlað føroyskum yrkjarum og rithøvundum at skriva og geva út bøkur. Tey seinnu árini hevur grunnurin eisini stuðlað øðrum listagreinum og latið stuðul til eitt nú útgávu av fløgum. Útgávuvirksemi er tungt at fáast við og bert hendingaferð kemur tað fyri, at ein útgáva av føgrum bókmentum gevur avlop til útgevaran, ið ofta er høvundin sjálvur. Marknaðurin er so mikið avmarkaður, at hann bert í einstøkum førum megnar at fíggja rithøvund og útgevara. Soleiðis hevur tað verið, og soleiðis fer tað ivaleyst at verða í framtíðini. Skal bókmentaligt og listarligt starv uppihaldast í Føroyum – tað ynskja ivaleyst allir føroyingar, so má samfelagið, tað almenna, stuðla. Hetta skiltu teir, ið undan gingu her á Løgtingi, og tí stovnaðu teir Mentanargrunnin. Hesum sjónarmiði munnu flest øll taka undir við enn í dag.

Í sambandi við at arbeitt verður í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum við eini mentanarpolitiskari ætlan fyri skapandi og útinnandi list, ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum at skipa Mentanargrunnin við lóg. Endamálið við ætlanini er, at tað skal bera til at gera eina virkisætlan fyri skeiðið 2000-2005, har ásett verður, hvørji øki eiga at verða raðfest í tíðarskeiðnum. Ætlanin er at leggja dent á skapandi og útinnandi list, at økja um møguleikarnar, sum longu nú eru, og at játta starvslønir. Tað hevur víst seg, at skipanin við starvslønum hevur havt stóran týdning fyri eitt nú yrkjarar og rithøvundar. Við øktu møguleikunum verður nú bøtt munandi um hesar møguleikar, og verður við hesum gingið einum sterkum ynski frá listafólkum á møti.

Sambært grein 4 í lógaruppskotinum fær landsstýrismaðurin í mentamálum heimild at áseta nærri reglur fyri grunnin. Ætlanin er, at meira av játtanini skal fara til skapandi og útinnandi listafólk. Men tað er tó ikki ætlanin at sleppa siðvenjuni at játta pening til forløg, tó so, at dentur verður lagdur á at játta til útgávu av eitt nú dygdargóðum handritum, sum, nevndin metir, eiga at verða givin út, men sum kanska ikki koma at bera seg fíggjarliga. Mentanargrunnurin skal framvegis lata stuðul til ymiskar verkætlanir, framførslur og framsýningar.

Meginreglan fyri umsitingini av Mentanargrunni Løgtingsins og játtanum úr grunninum verður frameftir tann sama, sum hevur verið galdandi, síðan grunnurin varð stovnaður, nevniliga, at hóast nevndin verður vald av politiskum myndugleika (landsstýrismanninum), so hevur nevndin allan myndugleikan at játta pening eftir umsókn og sambært tí reglugerð, ið landsstýrismaðurin ger við støði í lógini. Henda skipan, at politiski myndugleikin als ikki leggur seg út í málsviðgerðina av umsóknum og avgerðir um játtan, er ein vanlig galdandi meginregla í Norðurlondum, tá talan er um stuðul til mentanarlívið. Ætlanin er at fylgja hesi meginreglu við tí kunngerð, ið kemur í sambandi við lógina.

Játtanin á fíggjarløgtingslógini fyri 2000 til Mentanargrunn Føroya Løgtings er kr. 2.500.000,-

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar við sær.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar

Ad. § 1.
Játtanin til Mentanargrunn Løgtingsins verður at nýta til stuðul innan tær í grein 1 nevndu listagreinar.

Ad. § 2.
Ætlan landsstýrismansins er at hækka játtanina til mentanargrunnin komandi árini.

Ad. § 3.
Ætlanin er at manna nevndina soleiðis, at umboð fyri brúkararnar fáa ávirkan á nevndarsamansetingina.

Ad. § 4.
Reglugerðin verður orðað sambært teimum meginreglum, ið eru nevndar undir almennu viðmerkingunum. Tað er ætlanin, at reglugerðin skal orðast eftir ráðlegging við umboð fyri tey feløg, hvørs limir vanliga søkja um stuðul til verkætlanir, bókaútgávur o.a. Stuðulsmøguleikar eiga at fevna um starvslønir, íverksetanarstuðul, stuðul til ymiskar verkætlanir sum vísindaligt arbeiði, framførslur, framsýningar o.l. og stuðul til bókaútgávu upp til 30% av útgávukostnaðinum.

Ad. § 5.
Tað er eitt ynski frá brúkarunum, at møguleiki aftur verður fyri at taka lán úr grunninum, serstakliga til at fíggja bóka- og fløguútgávu. Ætlanin er at gera serstaka reglugerð fyri lánsveiting, afturgjalding v.m.
Stk. 2. Um nevndin kemur eftir, at studningur átti at verið veittur ístaðin fyri lán, skal nevndin hava heimild at strika skuld og soleiðis broyta lánið til studning.

Ad. § 6.
Grunnurin hevur higartil bert virkað eftir reglugerð, men verður nú bøtt um hetta við tað, at virksemi grunsins verður lógfest.

1. viðgerð 22. mars 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 3. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2000 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars, 5., 12., 18 og 27 apríl, 2. og 3. mai 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Mentanargrunnin, sum var umboðaður av Hanusi undir Leitinum, formanni, og Paulivar Andreasen, skrivara, LISA, umboðað av Jóruni í Dali, formanni, Maluni Johannesen og Sharon Weiss og Høgna Hoydal, landsstýrismann í mentamálum.

Nevndin er samd um, at tað er rætt, at lóg verður gjørd fyri Mentanargrunnin, og tekur sum heild undir við uppskoti landsstýrisins. Nevndin hevur hesar viðmerkingar til nakrar av ásetingunum í uppskotinum.

Í lógaruppskotinum verður skotið upp, at grunnurin framhaldandi ber heitið Mentanargrunnur Løgtingsins. Løgtingið hevur eftir uppskotinum onga ávirkan á grunnin, og er tað tí neyvan rætt, at hetta heitið verður varðveitt. Nevndin heldur, at Mentanargrunnur Landsins er eitt hóskiligari navn.

Mentanargrunnurin hevur í virksemi sínum higartil bæði stuðlað leikum og lærdum innan tær ymsu menta- og listagreinarnar. Nevndin heldur vísandi til tað, sum lógaruppskotið leggur upp til og sum serliga kemur fram í tí, sum verður sagt í vanligu viðmerkingunum til § 4, og í tí, sum er komið fram undir nevndarviðgerðini, at tað er ein ávísur vandi fyri, at tað frameftir verður tyngri hjá leikfólki at fáa stuðul úr grunninum. Nevndin hevur ta áskoðan, at Mentanargrunnurin eins og higartil eigur at lata stuðul til allar partar innan føroyska mentanarlívið.Til tess at tryggja hetta verður skotið upp, at tað í endamálsorðingini verður staðfest, at grunnurin er til fyri allar partar innan mentanarlívið.

Somuleiðis hevur nevndin umrøtt, hvussu nevndin í grunninum verður vald frameftir. Landsstýrismaðurin hevur á fundi í nevndini upplýst, at ætlanin er, at LISA skal tilmæla tveir limir í nevndina, og at landstýrismaðurin skal velja hinar tríggjar. Nevndin heldur, at samfelagið sum heild, bæði mentanarliga og landafrøðiliga, eigur at verða umboðað í nevndini og, at brúkararnir fáa ávísa, men ikki avgerandi ávirkan í nevndini. Umboðini fyri brúkararnar eiga at umboða bæði leik og lærd.

Nevndin hevur eisini gjølliga viðgjørt spurningin um, hvørt heimild eigur at verða fyri at veita lán úr grunninum ella ikki. Grunnurin veitti lán fram til 1992. Brúkararnir av grunninum eru ikki á einum máli, um møguleiki eigur at vera fyri láni ella ikki. Í mentanarálitinum "Avmarkaður marknaður" verður mælt til, at møguleiki verður fyri láni, og serliga tey listafólk, sum fáast við at geva fløgur út, mæla eisini til hetta, tí tað er torført at fáa sjálva útgávuna fíggjaða á annan hátt. Hinvegin er tað torført at fáa trygd fyri lánum, og hevur tað í einstøkum førum víst seg trupult at fáa lánini innaftur. Somuleiðis skulu lániupphæddirnar gjaldast úr sjálvum grunninum, og minkar hetta um samlaðu upphæddina, sum veitast kann sum stuðul. Ein samd nevnd tekur ikki undir við, at møguleiki skal vera fyri at veita lán, og mælir til at strika hesa grein. Um so er, at landsstýrismaðurin heldur, at lánimøguleikar eiga at verða fingir til vega, kann hann skjóta upp at seta lánigrunn á stovn.

Vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar setir ein samd nevnd fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í lógarheitinum verður orðið " Løgtingsins" strikað og ístaðin sett " Landsins"
  2. Í § 1 , stk. 1, verður skoytt upp í endan: "bæði hjá leikum og lærdum".
  3. Í § 3 verður sett nýtt 2. pkt., sum er soljóðandi "Nevndin skal hava breiða samfelagsliga og mentanarliga umboðan"
  4. § 5 verður strikað. § 6 og § 7 verða hereftir § 5 og § 6

2. viðgerð 5. mai 2000. Broytingaruppskot til §§ 1, 3 og 5 samtykt 27-2-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0009/2000
Umms.j.nr. 81451 9800994/11/SE
Ll.nr. 84 frá 17.05.2000