Eftirskúlar

 

70  Uppskot til  løgtingslóg um eftirskúlar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um eftirskúlar

Kapittul 1
Endamál og virkisøki

§ 1. Endamálið við lógini er at skipa viðurskiftini, áseta karmarnar og tann almenna stuðulin til eftirskúlar í Føroyum, soleiðis at áhugað kunnu fara undir virksemið.

§ 2. Lógin er galdandi fyri eftirskúlar, sum undirvísa aldursbólkum samsvarandi 8.- 10. flokki í fólkaskúlanum. Høvuðsreglan er, at næmingarnir búgva á skúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at skúlagongd eftir 10. flokk eisini kemur undir lógina.

§ 3. Uppgáva eftirskúlans er við atliti at tí einstaka næminginum og í samstarvi við foreldrini at fremja, at næmingarnir nema sær kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Stk. 2. Eftirskúlin eigur at skapa sovorðin líkindi fyri uppliving, virkishugi og djúphugsan, at næmingarnir kunnu menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og at teir kunnu venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan og búnast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.
Stk. 3. Undirvísingin eigur at verða skipað soleiðis, at fakliga støðið er tað sama sum í fólkaskúlanum. Øðrvísi arbeiðshættir og arbeiðsvenjing eiga at verða partar av undirvísingini.

§ 4. Undirvísingarligt samstarv kann verða skipað millum eftirskúla og fólkaskúla.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann geva einum eftirskúla loyvi at hava somu fráfaringarroyndir og vallærugreinir sum fólkaskúlin. Reglurnar fyri royndunum eru tær somu sum í fólkaskúlanum, og skúlin ger sjálvur av, á hvørjum floksstigi royndirnar fara fram.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í samráð við skúlamyndugleikarnar á staðnum loyva næmingum eftirskúlans at taka fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum.

Kapittul 2
Góðkenning og eftirlit

§ 5. Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein eftirskúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina.
Stk. 2. Fyri at fáa góðkenning skal eftirskúlin vera:

  1. ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan,
  2. skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt, ella
  3. skipaður fyri næmingar við breki.

Stk. 3. Undirvísingarhøli og útbúnaður skulu góðkennast av landsstýrismanninum og so vítt gjørligt verða tillagað tørvinum hjá brekaðum.

§ 6. Treytin fyri, at ein eftirskúli kann fara undir virksemi sítt, er, at í minsta lagi 16 næmingar eru innskrivaðir fyri 1. september árið undan byrjanarárinum, smb. tó § 19. Innskrivingin skal verða skjalprógvað við undirskrift foreldra.
Stk. 2. Eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 48, smb. tó § 19.
Stk. 3. Lýkur skúlin ikki treytirnar, ásettar í stk. 1 og 2, kann landsstýrismaðurin loyva honum at halda fram við ella uttan stuðul.

§ 7. Landsstýrismaðurin kann taka stig til at seta eftirskúlar á stovn.
Stk. 2. Eftirskúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar, hvørs viðtøkur skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um karmar og innihald í viðtøkunum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka aftur góðkenningina av einum eftirskúla, um so er, at skúlin ikki heldur galdandi reglur.

§ 8. Undirvísingarætlan skúlans skal góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Næmingareglurnar fyri skúla og skúlaheim skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við eftirskúlum og kann í hesum sambandi biðja um allar neyðugar upplýsingar um næmingar, lærarar, undirvísing, rakstur og fíggjarviðurskifti.

§ 9. Talið á skúladøgum í árinum er í minsta lagi tað sama sum í fólkaskúlanum.

Kapittul 3
Rættur næminganna

§ 10. Eftirskúlar hava skyldu at taka næmingar upp úr øllum landinum.
Stk. 2. Stýrið fyri skúlan kann áseta almennar reglur fyri innskrivingina. Høvuðsreglan er, at næmingar hava sama rætt at verða innskrivaðir í eftirskúlan sum í fólkaskúlan.
Stk. 3. Heimstaðarkommunurnar hjá næmingunum skulu í september mánað hava boð um teir næmingar í kommununi, sum eru innskrivaðir í verandi skúlaári.

§ 11. Næmingarnir hava rætt til sernámsfrøðiliga hjálp og ráðgeving á sama støði sum næmingarnir í fólkaskúlanum.
Stk. 2. Eftirskúlar hava rætt til somu tænastuveitingar frá Sernámsdeplinum, sum fólkaskúlarnir hava.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, um bólkar av næmingum við breki ganga í skúlanum, veita stuðul, smb. § 20. Stuðulin verður tá veittur lutfalsliga eftir talinum av næmingum við breki.
Stk. 4. Avgerðin, um ein næmingur skal hava veiting vegna serligan tørv, verður tikin av Sernámsdeplinum í samráð við skúlan.

Kapittul 4
Leiðsluviðurskifti

§ 12. Eitt skúlastýri skal verða valt til hvønn eftirskúla. Limir tess eru:

  1. 2 foreldraumboð, vald av og ímillum teirra, ið hava foreldramyndugleikan yvir teimum næmingum, sum eru innskrivaðir í skúlan.
  2. 2 umboð fyri áhugabólkin, sum rekur skúlan.
  3. 1 umboð fyri starvsfólkið, valt av og ímillum teirra, ið starvast í skúlanum.
  4. 1 umboð fyri næmingarnar, valt av og ímillum teirra, ið eru næmingar í skúlanum.

Hesi hava øll atkvøðurætt. Formaðurin í skúlastýrinum skal verða valdur ímillum foreldraumboðini ella umboðini fyri áhugabólkin.
Stk. 2. Er eingin áhugabólkur knýttur at skúlanum, hava foreldrini rætt til umboðið hjá áhugabólkinum.
Stk. 3. Leiðari skúlans er skrivari stýrisins og tekur lut uttan atkvøðurætt á stýrisfundum.
Stk. 4. Næmingaumboðið skal ikki vera á fundi, tá ið mál, ið viðvíkja einstøkum næmingum ella lærarum, verða umrødd.
Stk. 5. Valskeiðið hjá stýrislimunum er 2 ár. Landsstýrismaðurin ger reglur um valið.

§ 13. Stýrið er ovasta leiðsla í skúlanum og virkar samsvarandi viðtøkum skúlans. Eftir tilmæli skúlaleiðarans staðfestir stýrið virksemið í einum skúlaári, eins og tað skal góðkenna skúlans rakstrarætlan og roknskap.
Stk. 2. Tá ið eitt stýri er valt, skal tað boða landsstýrismanninum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru. Broytingar í samansetingini av stýrinum skulu somuleiðis fráboðast landsstýrismanninum.

Kapittul 5
Starvsfólkaviðurskifti

§ 14. Skúlastýrið setir skúlaleiðara, lærarar og onnur starvsfólk. Skúlaleiðarin kann seta starvsfólk, sum eru í tíðaravmarkaðum størvum.
Stk. 2. Høvuðsreglan er, at fólk við læraraútbúgving skulu setast í størv, sum krevja undirvísingarligan førleika.
Stk. 3. Skúlastýrið kann, um serligar grundir tala fyri tí, seta fólk uttan læraraútbúgving.

§ 15. Skúlin hevur ein leiðara, sum hevur ta námsfrøðiligu og fyrisitingarligu leiðsluna. Leiðarin hevur mótvegis stýrinum ábyrgdina av,

  1. at galdandi lógir og reglur verða hildnar,
  2. at undirvísingin verður framd eftir galdandi reglum,
  3. at undirvísingarligu viðurskiftini eru í lagi,
  4. at tann av stýrinum góðkenda rakstrarætlan verður hildin og
  5. at skúlans virksemi er í samsvari við avgerðir og ásetingar stýrisins.

§ 16. Starvsfólk skúlans hava rætt til somu løn sum fólk í samsvarandi størvum í fólkaskúlanum.

Kapittul 6
Fígging av rakstri og íløgum

§ 17. Virksemið hjá eftirskúlunum verður lutvíst fíggjað við stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega. Írestandi fígging skal útvegast við næmingagjaldi og/ella privatum stuðli.
Stk. 2. Landskassans partur er:

  1. Til allar rakstrarútreiðslur, heruppií útreiðslur til løn til skúlaleiðara, lærarar og onnur starvsfólk, ljós og hita, leigu, viðlíkahald, undirvísingartilfar, trygging o.s.fr, verða latin í mesta lagi 70 % av kostnaðinum.
  2. Til keyp av húsum, bygging ella um- og uppíbygging av húsum til eftirskúla verða eftir landsstýrismansins góðkenning sum rentu- og avdráttarfrítt lán latin í mesta lagi 50 % av virðinum eftir virðismeting.
  3. Til keyp av innbúgvi og undirvísingaramboðum eftir landsstýrismansins góðkenning verða latin í mesta lagi 50 % av kostnaðinum í stuðli, smb. tó § 20, stk. 1.

Stk. 3. Fyri at fáa stuðul sambært stk. 2, nr. 1, skal landsstýrismaðurin frammanundan góðkenna, hvørji størv verða skipað í skúlanum.
Stk. 4. Skúlin skal lata inn fíggjarætlan fyri komandi fíggjarár innan 1. juni.
Stk. 5. Heimstaðarkommunan skal gjalda fyri teir næmingar, sum eru í undirvísingarskyldugum aldri.
Stk. 6
. Kommununnar stuðul til næmingar í eftirskúlanum verður útroknaður eftir kommununnar rakstrarútreiðslum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum í kommununi. Stuðulin til hvønn næming í eftirskúlanum er 70 % av rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum. Avdráttur, renta og leiga eru ikki roknað upp í rakstrarútreiðslurnar.
Stk. 7. Kommununnar stuðul eftir stk. 6 verður í fyrsta umfari at leggja út av landsstýrinum, og síðan býtir Føroya Gjaldsstova útreiðslurnar við árslok millum kommunurnar eftir heimstaðnum, næmingarnir smb. landsfólkayvirlitinum høvdu, áðrenn teir søktu inn á eftirskúlan.
Stk. 8. Eru eingi rakstrartøl fyri kommunalu útreiðslurnar, smb. stk. 5 og 6, útroknar Føroya Gjaldstova eitt miðaltal við grundarlagi í fimm teimum størstu kommununum.
Stk. 9. Næmingagjaldið verður ásett av stýrinum. Landsstýrið kann lata stuðul til hvønn næming eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur í samráði við skúlastýrið.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann halda aftur ella taka aftur stuðul og møguliga krevja stuðul afturgoldnan, um treytir fyri veiting av stuðli ikki verða hildnar.
Stk. 2. Um lønin í eftirskúlanum er hægri enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin roknaður við grundarlagi í sáttmálasettu lønini. Er lønin lægri enn sáttmálasetta lønin, verður stuðulin roknaður við grundarlagi í útgoldnu lønini.
Stk. 3. Møguligt yvirskot hjá sjálvsognarstovninum kann ikki flytast til annað virksemi, men skal nýtast til rakstur ella íløgur.

 

Kapittul 7
Fígging av eftirskúlum fyri næmingar við breki

§ 19. Áðrenn ein eftirskúli fyri næmingar við breki kann fara undir virksemi sítt, skal skjalprógvast við undirskrift foreldra ella næminga fyri 1. september árið undan byrjanarárinum, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir.
Stk. 2. Eftir trimum árum skal næmingatalið vera í minsta lagi 28.
Stk. 3. Lýkur skúlin ikki treytirnar, ásettar í stk. 1 og 2, kann landsstýrismaðurin loyva honum at halda fram við ella uttan stuðul.

§ 20. Eftirskúlar fyri næmingar við breki fáa stuðul eftir vanligu reglunum tó soleiðis, at stuðulin til undirvísingaramboð og innbúgv, smb. § 17, stk. 2 nr. 3, er í mesta lagi 75 % av kostnaðinum.
Stk. 2. Kommunurnar kunnu gjalda stuðul, smb. § 17, stk. 5-9, fyri næmingar við breki, ið ikki longur eru í undirvísingarskyldugum aldri, men yngri enn 21 ár.
Stk. 3. Næmingar skúlans hava rætt til ókeypis hjálpartól eftir galdandi reglum.

Kapittul 8
Roknskapur og grannskoðan

§ 21. Roknskapurin hjá eftirskúlum sambært hesi lóg skal gerast og setast upp samsvarandi kunngerð um roknskaparverk landsins o.a.
Stk. 2. Roknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara. Grannskoðaður roknskapur og grannskoðarafrágreiðing skulu sendast landsstýrismanninum.
Stk. 3. Grannskoðaradeild landskassans kann í sambandi við landsgrannskoðanina biðja um upplýsingar beinleiðis frá stýrinum.
Stk. 4. Um tað í grannskoðarafrágreiðingini, smb. stk. 2, verður víst á lógarbrot ella onnur óreglulig viðurskifti í sambandi við umsitingina av skúlanum, skal landsstýrismaðurin alt fyri eitt, um grannskoðanin gevur orsøk til tess, seta í verk tiltøk, sum aftur tryggja lóglig viðurskifti og fullgóða umsiting. Sama er eisini galdandi, um landsstýrismaðurin á annan hátt verður gjørdur kunnugur við nevndu viðurskifti.

Kapittul 9
Ymsar ásetingar

§ 22. Avgerð, sum skúlastýri og leiðari skúlans hava tikið, kann verða kærd til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað.
Stk. 2. Reglurnar um innlit eftir fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit galda fyri eftirskúlar.

Kapittul 10
Gildissetan

§ 23. Hendan løgtinslóg kemur í gildi 1. august 2000.

Viðmerkingar

Almennar viðmerkingar

1. Inngangur
Í nýggju fólkaskúlalógini, løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997, er undirvísingarskyldan longd til 9 ár, og tí eru ásetingarnar í lógini, um at næmingar í 8. – 10. fl. kunnu lúka undirvísingarskylduna á annan hátt, neyðugar. Tað ber illa til at noyða næmingar, sum av onkrari orsøk ikki trívast í fólkaskúlanum ella ikki megna at fylgja undirvísingini, at halda á, til 9 ára undirvísingarskyldan er lokin, uttan at hava serlig undirvísingartilboð at bjóða. Eftirskúli er tí ein góður valmøguleiki hjá hesum næmingum og er eisini nevndur í fólkaskúlalógini, uttan tó at nakar eftirskúli er í Føroyum.

Eftir at Norrøni Eftirskúlin læt aftur á heysti 1999, er greitt, at hesin undirvísingarmøguleiki kann ikki fara fyri skeyti. At næmingar og foreldur teirra vilja hava henda undirvísingarmøguleika, sæst best av tí, at fleiri enn 100 næmingar fara árliga í eftirskúla í Danmark. Hinvegin er ikki rætt at flyta føroyskar næmingar til Danmarkar at ganga á einum føroyskum eftirskúla í Danmark. Henda uppgáva eigur at verða loyst í Føroyum.

2. Gongdin seinastu tjúgu árini
Síðani síðst í sjeyti árunum hevur verið arbeitt við at seta á stovn eftirskúla sum eitt øðrvísi undirvísingartilboð til ungdóm í 14 – 18 ára aldri.

Eftirskúlafelagið, ið varð stovnað 8. nov. 1979, søkti fleiri ferðir landsstýrið um loyvi at seta á stovn eftirskúla, og fyrst í áttatiárunum søkti felagið eisini um loyvi at byggja eftirskúla, men byggimálið var ikki samtykt í Landsskúlaráðnum.

Landsskúlaráðið helt, at nýggja fólkaskúlalógin, ið júst var sett í verk um sama mundið, bøtti nógv um møguleikarnar hjá fólkaskúlanum at skipa skúlagongdina hjá næmingunum eftir tørvinum hjá tí einstaka. Eisini var nýggj lóg um frítíðarundirvísing í umbúna, og sostatt fór eisini at verða bøtt um undirvísingartilboð í frítíðini bæði til ung og vaksin. Landsskúlaráðið helt tí, at fyrst áttu hesar nýggju lógir at verið troyttar, áðrenn støða varð tikin til eftirskúla

Tað eyðnaðist ikki eftirskúlafelagnum at vinna ljóð fyri hesum skúlaformi, og leitaði felagið tí út um landoddarnar til Genner í Suðurjútlandi, har Norrøni Eftirskúlin varð settur á stovn eftir danskari lóggávu, lóg nr. 659 frá 25. okt. 1988 um fólkaháskúlar, landbúnaðarskúlar, húsarhaldsskúlar og eftirskúlar.

Norrøni Eftirskúlin var ein privatur sjálvsognarstovnur, rikin av Stuðulsfelagnum fyri Norrøna Eftirskúlan og fíggjaður við statsstuðli og næmingagjaldi. Føroya landsstýri hevur síðani 1989 latið skúlanum fíggjarligan stuðul, sum fyrstu árini var 260.000 kr., men lækkaði stuðulin fyrst í níti árunum til 200.000 kr. Harumframt hava næmingarnir fingið 4000 kr. hvør frá Stuðulsstovninum til ferðing.

Stuðulsfelagið fyri skúlan royndi at fáa skúlan fluttan til Føroya, tí tað var upprunaliga ætlanin við skúlanum, og næmingatalið fyrstu árini vísti eisini, at tørvur var á einum alternativum skúlatilboði til næmingarnar í framhaldsdeild fólkaskúlans.

Harumframt vóru húsini, sum skúlin helt til í, so illa farin, at amtslæknin helt best verða at steingja skúlan, men vildi geva undantaksloyvi skúlaárið 1991/92.

Eftir áheitan frá Føroya landsstýri setti landsskúlastjórin 17. aug. 1990 eina trímannanevnd at gera uppskot um eftirskúla í Føroyum. Nevndin læt úr hondum eitt drúgt álit um, hvussu eftirskúli kann verða skipaður í Føroyum. Landsskúlafyrisitingin legði málið saman við uppskoti til Reglugerð um royndartiltak viðvíkjandi unglingaskúla fyri Landsskúlaráðið, sum á fundi 14. mai 1991 samtykti at taka undir við uppskotinum frá Landsskúlafyrisitingini við teirri treyt, at játtan fekst til stovnsetingar- og rakstrarútreiðslur.

3. Norrøni eftirskúlin afturlatin
Skúlin flutti ikki til Føroya, men til Hygum, har undirvísingin helt fram til á heysti 1999, tá skúlin læt aftur, tí næmingatalið var so nógv lækkað, at fíggjarligt grundarlag var ikki at halda fram við virkseminum.

4. Grundgevingar fyri at seta á stovn eftirskúla
1. Vit hava onga eftirskúlalóg í Føroyum, tí onga skipaða mannagongd, hvussu farið verður fram, tá ið stig verða tikin til at skipa eftirskúla. Hetta hevur helst eisini gjørt sítt til, at tað hevur verið trupult at loyst málið um eftirskúla í Føroyum, ikki minst hvussu skúlin skal fíggjast, og hvørja grundreglu skúlin kann byggja á.

2. Hvørki fólkaskúlalógin, løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 ella løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997, heimila at seta eftirskúla á stovn. Tó eru reglur í fyrisitingarlógini, løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um sjálveigandi stovnar og privatar skúlar, ið landsstýrismaðurin kann góðkenna, um rímiligur tørvur er á tílíkum skúlum. Hesar reglur hava ikki verið nýttar helst av tí, at ongar útgreiningar eru av bygnaði og fíggjarviðurskiftum.

3. Løgtingslóg nr. 21 frá 22. mars 1979 um fólkaskúlan, har næmingarnir fingu størri valfrælsi og sostatt eina øðrvísi undirvísing enn frammanundan, elvdi ikki til, at færri føroysk ungfólk leitaðu á eftirskúla. Fyrstu árini, Norrøni Eftirskúlin í Genner virkaði, fóru nógv ungfólk á henda skúla, árliga næmingatalið lá um 40, og okkurt árið var umsøkjaratalið 60. Eftir at skúlin flutti til Hygum, minkaði talið líðandi, men føroyskir ungdómar hildu ikki fyri tað uppat at fara á eftirskúla. Skúlaárið 1997/98 vóru 89 føroyingar á eftirskúla í Danmark, og skúlaárið 1998/99 vóru teir stórt hundrað í tali. Harumframt vóru 27 á háskúla, harav 24 í DK, so lítið er at ivast í, at tørvur er á eftirskúla. Hinvegin er ilt at meta um, hvussu mong av teimum, ið fara á eftirskúla í Danmark, heldur høvdu farið á eftirskúla í Føroyum, um høvi beyðst.

4. Í nýggju fólkaskúlalógini, løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, eru hesar ásetingar, ið gera, at tørvurin á alternativum undirvísingartilboði eru størri enn frammanundan:

  1. § 4, stk. 1
  2. Undirvísingarskyldan er longd við tveimum árum. Fólkaskúlin er nú ein 9 ára grundskúli, har undirvísingarskyldan byrjar 1. august í tí álmanakkaári, barnið fyllir 7 ár, og endar 31. juli, eftir at barnið hevur fingið regluliga undirvísing í 9 ár. Við atliti at hesum kravi um undirvísing, mugu eisini umstøður vera hjá øllum næmingum at fáa nakað munagott burturúr skúlagongdini uttan mun til áhuga, hegni og evni.

  3. § 41, stk. 2
  4. Við tí sannføring, at fólk eru ymisk, og at ungdómsárini kunnu vera trupul, har tú skalt fóta tær, finna tín samleika og ikki minst læra, tí samfelagið setir stór krøv til útbúgving, gevur lógin næmingunum í 8. og 9. fl møguleika at velja øðrvísi undirvísingartilboð. Eitt av hesum tilboðum er eftirskúli, men tað ber ikki til at vísa næmingum í 8. – 10. fl. á eftirskúla, tá ið eingin eftirskúli er í landinum. Eftir § 41, stk. 2 kunnu næmingar eftir 7. skúlaár lúka undirvísingarskylduna, um teir halda fram á einum góðkendum eftirskúla

  5. §§ 9, stk. 2 og 41, stk. 3
    Ein eftirskúli hevur eisini umstøður at seta í verk undirvísingartilboð eftir § 9, stk. 2, til næmingar í 8. – 10. fl., ið onkursvegna falla uttan fyri tilboð fólkaskúlans í framhaldsdeildini ella hava tørv á øðrvísi avbjóðingum. " Næmingum í 8. – 10. flokki eigur at standa í boði verkætlanararbeiði, evniskunnandi undirvísing og undirvísingartilboð, har verkligt og ástøðiligt innihald er samskipað í eina undirvísing, ið kann fara fram eins væl í skúlanum og uttan fyri skúlan." Henda áseting er, sambært § 41, stk. 3, eisini ein annar møguleiki hjá næmingunum í 8. og 9. fl. at lúka undirvísingaskylduna.

5. Eftirskúlin er fyri sama aldursbólk, sum næmingar fólkaskúlans í 8. – 10. fl. Talan eigur ikki bara at verða um eina framhaldsdeild afturat, men um ein vistarskúla, ið samskipar undirvísing, frítíð, sosiala samveru, skyldur og arbeiðsuppgávur. Næmingarnir eru burturav á skúlanum eitt langt tíðarskeið, teir læra at vera felags um nógv viðurskifti, mugu samstarva og hava fyrilit hvør fyri øðrum, samstundis sum teir hava ábyrgd av at klára seg sjálvar.

Eftirskúli fyri næmingar við breki.

1. Inngangur
Tað hevur ofta verið ført fram, at stórur tørvur er á einum eftirskúla til næmimgar við breki. Landsskúlastjórin setti í 1994 ein arbeiðsbólk at viðgera spurningin um eftirskúla til menningartarnað. Arbeiðsbólkurin legði fram álit við heitinum: " Álit um hvussu ein eftirskúli til menningartarnað kann verða skipaður."

2. Álitið
Arbeiðsbólkurin viðger væl og virðiliga ymsar spurningar í sambandi við brekað og møguleikar teirra í skúlahøpi, men álitið fer ikki út í æsir við spurninginum, um næmingar, ið hava ymisk brek og næmingar, ið eru á ymiskum menningarstøði, samstundis kunnu verða næmingar í eftirskúlanum. Arbeiðsbólkurin kemur tó í stykki 4.14 til hesa niðurstøðu: " Eftirskúlatilboð er ætlað menningartarnaðum, sum, hvat viðvíkur skili, eru í frægara endanum, eisini um tey samstarva ikki so væl, men skúlatilboðið má eisini vera til tey menningartarnaðu við minni skili, sum virka rímiliga væl, og sum eitt eftirskúlatilboð verður mett at gagna." Í stykki 9.3 í álitinum, verður sagt, at aldursbólkurin skal vera 16 – 21 ár.
Álitið viðger eisini kostnaðin av einum eftirskúla fyri menningartarnað.

3. Galdandi skipanir
Næmingar við breki hava ofta eina trupla skúlatíð, serliga í unglingaárunum, tá teir koma í 7. –8. flokk. Hóast fólkaskúlin ger tað, hann kann, endar tann brekaði ofta í einsemi uttan fyri felagsskapin í flokkinum og skúlanum. Foreldur at næmingum við breki hava eisini avmarkaðar møguleikar at loysa hesar trupulleikar. Sernámsdepilin hevur ofta verið einasta loysn í tílíkum føri, og mangur næmingur í 14-18 ára aldri hevur fingið nýggjar avbjóðingar og eitt nýtt lív í skúlanum í Sernámsdeplinum.

Fólkaskúlalógin gevur møguleika fyri, at næmingar fáa sernámsfrøðiliga hjálp frá 0 – 18 ár. Tá talan er um næmingar við breki, hevur vanliga mannagongdin verið, at næmingar millum 18 og 21 ár hava fingið loyvi til at halda fram við skúlagongdini í serflokkum ella serskúla. Eftirskúlin fyri næmingar við breki eigur eisini at geva ungum millum 18 og 21 ár henda møguleika.

Í undirvísingarverkinum tekur Sernámsdepilin sær av at samskipa sernámsfrøðiliga virksemið, ið er ásett í fólkaskúlalógini. Sernámsdepilin kemur tí at hava ein stóran leiklut í einum møguligum eftirskúla fyri næmingar við breki, serliga við atliti at eftirlits- og góðkenningaruppgávum.

4. Fleiri málbólkar eiga at hava møguleikan
Grundarlag er neyvan fyri meira enn einum ella tveimum eftirskúlum fyri næmingar við breki. Hesin spurningur hevur verið umrøddur í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Talið av næmingum við ávísum breki er so mikið lágt, at tað ikki er grundarlag fyri at gera ein eftirskúla til hvønn bólkin sær, men heldur ein eftirskúla, sum er fyri næmingar við ymiskum brekum. Tað kann væl hugsast, at næmingar við ávísum breki heldur ynskja at ganga í einum vanligum eftirskúla.

5. Lógaruppskotið
Lógaruppskotið er grundarlagið undir at seta eftirskúla fyri brekað á stovn, soleiðis at bólkar ella áhugabólkar kunnu taka stig til at stovna eftirskúla. Krøvini til góðkenning eru ásett og greitt er, hvussu nógv verður veitt í stuðli til rakstur, innbúgv og bygging.

Krøvini til stovnseting av eftirskúla fyri næmingar við breki eru í høvuðsheitinum tey somu sum til ein vanligan eftirskúla, men havandi í huga, at talið av næmingum við breki er avmarkað, eru treytirnar linari á nøkrum økjum, m.a. skal næmingatalið ikki vera lægri enn 12 fyrsta árið, og minst 28 eftir trimum árum. Stuðulstreytirnar eru eisini øðrvísi, m.a. er stuðulin til undirvísingaramboð og hjálpartól hægri.

Uppgávan hjá Almannaverkinum er ikki ásett í lógini. Ein partur av næmingunum hevur tørv á hjálp frá Almannaverkinum. Henda hjálp verður veitt næmingunum sum einstaklingar. Næmingar skúlans hava rætt til ókeypis hjálpartól. Í nógv ár hevur uttan úrslit verið roynt at fingið greiðari reglur fyri veiting av hjálpartólum til næmingar í fólkaskúlanum. Kommunurnar gjalda í dag hjálpartól í fólkaskúlunum, og so leingi eingin sáttmáli ella reglur eru gjørdar millum Almanna- og Heilsumálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið, má skúlin sjálvur gjalda fyri hjálpartól. Tað er av stórum týdningi, at ein møguligur eftirskúli fyri næmingar við breki fær eitt gott samstarv við Almannaverkið, tí ein partur av avbjóðingunum og trupulleikunum kann bara loysast við samarbeiði millum hesi bæði stýrini.

Samandráttur av lógaruppskotinum

Lógin ásetir, at eftirskúlar verða stovnaðir sum sjálvsognarstovnar, har foreldrini, ein áhugabólkur, næmingar og starvsfólk manna stýrið. Stýrið er ovasti myndugleiki. Tað setir og loysir starvsfólk úr starvi. Rætturin hjá næmingum og starvsfólki verður tryggjaður á fleiri økjum, og mark verður sett fyri, hvussu lágt næmingatalið kann vera fyri at fara undir virksemið.

Raksturin av skúlunum verður tryggjaður við stuðli frá landsstýri og kommunum eftir føstum reglum. Hesar reglur áseta stuðulin frá landsstýrinum til 70% av øllum rakstrarútreiðslum til skúla og skúlaheim. Samstundis verða latin 50% av byggiútreiðslum í rentu- og avdráttarfríum lánum. Til undirvísingaramboð verða latin 50% av kostnaðinum. Stuðulin frá landsstýrinum samsvarar við stuðulin til fólkaháskúlar.

Kommunurnar lata 70% í stuðli til hvønn næming av tí upphædd, sum ein miðalnæmingur kostar kommununi í teirra egna fólkaskúla.

Landsstýrismaðurin fær heimild at veita næmingum stuðul.

Serligar reglur eru gjørdar fyri eftirskúlar fyri brekaðar næmingar. Í høvuðsheitinum er talan um, at stuðulstreytirnar eru betri, og treytirnar fyri næmingatalinum eru linari.

Landsstýrismaðurin hevur sambært lógaruppskotinum víðar heimildir í sambandi við góðkenningar- og eftirlitisuppgávur.

Lógaruppskotið ásetir karmarnar fyri eftirskúlavirkseminum. Tað tekur ikki stig til at stovna ávísan eftirskúla, men skapar grundarlag fyri áhugaðum at fara undir virksemið.

Umsitingarligar avleiðingar

Undirvísingar- og Mentamálastýrið
Undirvísingar- og Mentamálastýrið fær økta arbeiðsbyrðu orsakað av góðkenningar- og eftirlitsuppgávum. Arbeiðsuppgávurnar í sambandi við eftirskúlarnar verða ein partur av málsviðgerðini í sambandi við fólkaskúlarnar. Talið av eftirskúlum er avgerandi fyri, hvussu nógv arbeiðsbyrðan økist. Neyvari tøl kunnu ikki setast á útreiðslurnar. Verða uppskotini um eftirskúlar og frískúlar samtykt og tveir ella tríggir skúlar settir á stovn, verður arbeiðsbyrðan í fólkaskúladeildini økt so nógv, at tørvur verður á einum fólki aftrat í umsitingini. Meirútreiðslan er uml. kr. 250.000.

Føroya Gjaldstova
Eftir uppskotinum skal Føroya Gjaldstova krevja inn og samskipa gjaldið hjá kommununum og síðani mótrokna tað í skattinum. Hetta verður gjørt við grundarlagi í bústaðnum hjá næmingunum smb. fólkayvirlitinum. Umsitingin av hesum økta virksemi hjá Føroya Gjaldstovu er eisini í mun til talið av eftirskúlum. Víst verður til hoyringarsvarið frá Føroya Gjaldstovu.

Um so er, at Føroya Gjaldstova samskipar kommunugjaldið, fáa kommunurnar ikki økta umsiting orsakað av lógini

Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum

Tað er trupult at áseta neyvt, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið hevur við sær. Orsøkirnar eru, at tað eru so nógv ókend viðurskifti, sum hava ávirkan á fíggjarligu avleiðingarnar fyri land, kommunur og fólkaskúlan. Serliga trupult er við nakrari vissu at siga, um ella hvussu stórt tal av eftirskúlum verður sett á stovn, og somuleiðis, hvussu nógvir næmingar fara á eftirskúla.

Sum nevnt fara umleið 100 næmingar árliga á danskar eftirskúlar. Hetta tal gevur ábending um, at grundarlag er fyri einum ella tveimum eftirskúlum. Áhugin hjá feløgum teirra brekaðu er stórur fyri stovnseting av einum eftirskúla. Lógaruppskotið setir eina røð av krøvum til høli, undirvísingarætlan og góðkenning av ymiskum viðurskiftum, og tað fer at hava darvandi ávirkan á gongdina. Tað skal eisini ein ávís orka til bæði fíggjarliga og menniskjaliga til tess at seta á stovn og reka ein eftirskúla.

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar
Verður lógin samtykt, og eingin eftirskúli stovnaður, hevur uppskotið ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar ella nakra ávirkan á fólkaskúlarnar í kommunum.

Kommunurnar skulu gjalda 70 % av rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í fólkaskúlanum, og tað kundi tí hugsast, at talan var um eina sparing fyri kommununa, tá ið næmingar fara í eftirskúla í staðin fyri í kommunala skúlan.

Av tí, at ein partur av rakstrarútreiðslunum ikki er beinleiðis bundin at næmingatalinum (hiti, el, reingerð, viðlíkahald o.t.), er ikki nógv, sum talar fyri at kommunurnar spara nakað, kanska heldur hinvegin.

Kanningar vísa, at rakstrarútreiðslurnar fyri hvønn næming í fólkaskúlanum eru ógvuliga ymiskar. Tað er trupult at fáa eftirfarandi rakstrartøl, tí tað er ymiskt, hvat kommunurnar rokna upp í raksturin. Í lógaruppskotinum verða útreiðslurnar til rentu, avdráttir og leigu ikki roknaðar uppí, tá ið kommunugjaldið fyri hvønn næming verður ásett. Kanningarnar vísa, at rakstrartølini hjá kommununum eru frá 5-15.000 kr. um árið. Summar av teimum smærru kommununum nýta upp til 23.000 kr. um árið til hvønn næming. Í miðal brúktu kommunurnar uml. 9000 kr. um árið, tá vóru rentur, avdráttir og leiga ikki íroknað.

Fara nakrir næmingar úr kommunala skúlanum og í eftirskúla, broytast flestu av teimum føstu útreiðslunum ikki. Útreiðslurnar til hita, el, skúlatænara, vasking o.s.fr. eru tær somu, antin tað eru 200 næmingar ella 190 næmingar, hinvegin minka útreiðslurnar til bøkur o.a., tá ið næmingatalið minkar. Útreiðslurnar til bøkur og annað tilfar eru bert ein lítil partur av samlaðu játtanini til skúlarnar í kommununi. Samanumtikið fer tað at hava størri útreiðslur við sær, tá ið næmingar fara í eftirskúla. Ein kommuna við 220 næmingum og einum rakstrarkostnaði uppá 9.000 kr. um árið fyri hvønn næming fær ein eyka kostnað, sum er uml. 70.000. kr. ella umleið 3, 5 % av rakstrarútreiðslunum. Av døminum sæst, at um nakrir næmingar fara í eftirskúla í staðin fyri í fólkaskúlan, kann tað hava fíggjarligar avleiðingar fyri fólkaskúlan við eini minni játtan. Um kommunan velur, at fólkaskúlin einki skal missa, hevur tað fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.

Fara 100 næmingar í 2 eftirskúlar, og gjaldið verður ásett til 9.000 kr. fyri hvønn næming um árið, verður samlaða útreiðslan hjá føroysku kommununum 900.000 kr. um árið.

Fíggjarligar avleiðingar fyri landsstýrið
Landsstýrið ber eftir uppskotinum 70% av kostnaðinum av rakstrarútreiðslunum. Skúlarnir hava tørv á kostdeild og eftiransing alt samdøgrið og eru tí nógv dýrari at reka enn vanligir fólkaskúlar. Tað er trupult við bert nøkulunda vissu at gera eina forsøgn yvir útreiðslurnar. Sambært lógaruppskotinum skal landsstýrið frammanundan góðkenna fíggjarætlanina, undirvísingarætlanina og skipan av øllum størvum, og tí hevur landsstýrið góðar møguleikar at hava eftirlit við gongdini.

Hóast eitt ávíst tal av næmingum fer úr fólkaskúlanum, verður neyvan eitt tilsvarandi tímatal, sum verður undirvíst í eftirskúlanum, spart í fólkaskúlanum. Skemalegging, næmingatal, flokkatal o.a. tl. hevur ávirkan á tímatalið. Samanumtikið kemur landskassin helst at hava færri útreiðslur til læraralønir enn áður, men tó ikki samsvarandi tí næmingatalinum, sum fer í eftirskúla. Um nógvir næmingar úr ávísum fólkaskúla fara í eftirskúla, fáa hesir trupulleikar at manna bólkarnar í vallærugreinum og breytum. Hetta kann geva eina ávísa sparing.

Í áður nevnda áliti um eftirskúla fyri menningartarnað er gjørd ein leyslig kostnaðarætlan fyri eftirskúla, ið hevur kostdeild. Mettu rakstrarútreiðslurnar eru uml. 5 mió. kr. Hetta er fyri ein skúla við 20 næmingum. Í hesum tølum eru leiguútreiðslurnar 120.000 kr., sum er ógvuliga lágt sett, men her eru ongar byggiútreiðslur. Landsstýrisins partur hevði verið 70 % av rakstrarútreiðslunum, ella uml. 3,5 mió. kr.

Hoyringarskriv

Uppskot til løgtingslóg um frískúlar er sent til ummælis hjá:

  1. Føroya Lærarafelag
  2. Føroya Kommunufelag
  3. Kommunusamtakinum
  4. Løgmansskrivstovuni
  5. Fíggjarmálastýrið-Føroya Gjaldstovu
  6. Meginfelag teirra brekaðu

Serligar viðmerkingar

Viðv. § 1

Við løgtingslóg um eftirskúlar er rætturin til at stovna og reka eftirskúlar tryggjaður. Hesin rættur er tryggjaður, um ávís viðurskifti, sum eru ásett í lógini, eru í lagi. Tá ið landsstýrismaðurin hevur góðkent eftirskúlan, hevur hann rætt til tann almenna stuðulin, sum er ásettur í reglunum, sbr. tó við § 6, stk. 3.

Viðv. § 2

Eftirskúlin undirvísir næmingum samsvarandi 8-10. flokk í fólkaskúlanum, men kann tó við loyvi frá landsstýrismanninum halda fram við undirvísing aftan á 10. flokk. Eftirskúlar í grannalondum okkara hava ofta 11. flokk, og landsstýrismaðurin kann, smb. § 2, stk. 2, loyva tílíkum flokkum. Næmingar eftirskúlans skulu búgva á skúlanum. Skúlin kann tó hava einstakar næmingar, sum búgva uttanfyri skúlans øki.

Siðvenja er, at ein partur av næmingunum við serligum tørvi heldur fram við skúlagongdini aftaná at hava fylt 18 ár. Landsstýrismaðurin kann sambært stk. 2 geva loyvi til framhaldandi skúlagongd fyri næmingar við serligum tørvi.

Viðv. § 3

Endamálsorðingarnar í § 3, stk. 1 og 2, samsvara fólkaskúlalógini. Dentur verður lagdur á, at fakliga støðið minst skal verða samsvarandi fólkaskúlanum, og at øðrvísi undirvísingarhættir t. d. verkætlanaruppgávur og arbeiðsuppgávur skulu verða ein sjálvsagdur partur av skúladegnum.

Viðv. § 4

Eftirskúli og fólkaskúli eiga at hava høvi at samstarva um undirvísingarlig viðurskifti, ið stuðla arbeiðinum hvør hjá øðrum og gera, at tað slepst undan dupultum arbeiði, har tað ikki er neyðugt. Her verður hugsað um, at samstarvað verður um próvtøkurnar í 9. og 10. fl., breytatilboð í 10. fl. og serlig undirvísingartilboð til næmingar ella bólkar av næmingum eftir § 9, stk. 2, í fólkaskúlalógini.

Um ein eftirskúli vil bjóða næmingum sínum somu fráfaringarroyndir sum fólkaskúlin, kann hann biðja um loyvi til tað frá landsstýrismanninum. Men eftirskúlin kann eisini leggja eina aðra heildarætlan fyri 8-10. flokkarnar enn fólkaskúlin og nýtist tí ikki at hava royndirnar í sama árgangi sum fólkaskúlin. Um eftirskúlin av eini ella aðrari orsøk ikki sjálvur skipar fyri fráfaringarroyndunum, kunnu næmingarnir við loyvi frá landsstýrismanninum fara til hesar royndir í fólkaskúlanum.

Viðv. § 5

Fyri at verða góðkendur skal eftirskúlin lúka ávísar treytir og hava eitt grundarlag. Skúlin kann vera:

1. Ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan.
Ein fakligur valmøguleiki vil siga, at eftirskúlin leggur stóran dent á ávís øki ella lærugreinir, sum undirvíst verður meira í, enn vanligt er í fólkaskúlanum. Sum dømi um øki, ið dentur serliga kann verður lagdur á, kunnu nevnast: Handaligar lærugreinir, teldutøkni, fremmand mál, list, tónleikur, vistfrøði.
Ein námsfrøðiligur valmøguleiki merkir, at eftirskúlin hevur sítt egna námsfrøðiliga grundarlag við øðrvísi hættum at skipa skúlan, skúladagin og undirvísingina.

2. Skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt.
Ein møguleiki fyri tey, sum ynskja meira undirvísing enn tað, sum fólkaskúlin kann bjóða.

3. Skipaður fyri ein ella fleiri bólkar av brekaðum næmingum. Bólkar ella fleiri áhugafeløg fyri brekað kunnu taka seg saman og skipa ein eftirskúla, sum tey reka í felag.

Tað eru ikki frammanundan ásett serlig krøv til høli og skúlaheim. Hesi viðurskifti verða mett ítøkiliga. Men allar trygdarreglur viðvíkjandi innrætting og kringumstøðum verða havdar við í metingunum.

Viðv. § 6

Fyri at skúlin skal hava rætt til studning, krevst eitt ávíst næmingatal. Høvuðsreglan er, at minst 16 næmingar eru fyrsta árið, og at tað eftir trimum árum eru minst 48 næmingar í skúlanum. Um næmingatalið seinni fer niður um 28 næmingar, missir skúlin tó ikki rættin til almennan studning beinanvegin, men fær eina royndartíð. Víkjast kann frá høvuðsregluni um næmingatal, um skúlin heldur fram uttan stuðul. Landsstýrismaðurin eigur tá at taka heildarviðurskiftini hjá skúlanum til viðgerðar á hvørjum ári.

Viðv. § 7

Greinin heimilar landsstýrismanninum at seta eftirskúlar á stovn.
Stk. 2. Eftirskúlarnir verða skipaðir sum sjálvsognarstovnar. Landsstýrismaðurin ásetir meginreglurnar fyri sjálvsognarstovnarnar.
Stk. 3 gevur landsstýrismanninum møguleika at taka aftur góðkenningina av skúlanum. Hesin møguleiki eigur bert at verða nýttur, tá heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi. Hetta kann t.d. vera heilsuskaðiligir bygningar ella ávís viðurskifti, sum ikki verða fingin í rættlag, hóast fleiri áminningar.

Viðv. § 8

Undirvísingarætlanin skal sendast Undirvísingar- og Mentamálastýrinum á hvørjum ári til góðkenningar. Hon skal metast sum ein heild, soleiðis at øll skúlagongdin skal havast við í grundarlagnum fyri góðkenningini. Landsstýrismaðurin kann til eina og hvørja tíð krevja innlit í fíggjarliga raksturin.
Landsstýrismaðurin kann biðja um allar tær upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at hava eftirlit við eftirskúlanum. Upplýsingarskyldan hjá eftirskúlum er tó ikki størri enn hjá fólkaskúlanum.

Viðv. § 9

Talið á skúladøgum verður ikki avmarkað til sama tal sum í fólkaskúlanum. Um stýrið heldur, at næmingar hava tørv á fleiri skúladøgum, so er eingin lógarásett forðing fyri tí.

Viðv. § 10

Greinin tryggjar, at hvørki bústaður, átrúnaðarligt tilknýti ella aðrar óviðkomandi avmarkingar ella krøv kunnu setast í sambandi við innskrivingina. Tær fyrisitingarligu reglurnar um javnrættindi eru galdandi við innskrivingina. Hóast næmingar hava sama rætt at verða innskrivaðir í ein eftirskúla, kann stýrið fyri eftirskúlan áseta almennar reglur fyri innskrivingina. Um ein eftirskúli hevur bíðilista, skal ein almenn reglugerð gerast.
Kommunustýrið í tí kommununi, har næmingurin býr sambært fólkayvirlitinum, hevur sbrt. fólkaskúlalógini eftirlit við, at næmingurin fær undirvísing. Tí skal eftirskúlin fyri 1. september boða kommunum frá, hvørjir næmingar eru innskrivaðir í skúlan.

Viðv. § 11

Sernámsdepilin hevur skyldu at veita eftirskúlum, lærarum, næmingum og foreldrum somu tænastu sum í fólkaskúlanum. Tað vil siga, at ráðgevingin, undirvísingin og aðrar tænastur eru ókeypis. Tímar til serligan tørv hjá næmingum eftirskúlans verða veittir eftir somu reglum sum í fólkaskúlanum. Eftirskúlin hevur sjálvur ábyrgdina av miðfirraðu serundirvísingini. Kunngerð nr. 132 frá 17. oktober 1990 um sernámsfrøðiliga ráðgeving er eisini galdandi fyri eftirskúlar.
Í grannalondum okkara eru nógvastaðni blandaðir eftirskúlar, soleiðis at skilja, at næmingar við serligum tørvi eru ein partur av vanligu næmingunum og luttaka í tí, sum fyriferst. Teir fáa undirvísing, sum er tillagað tørvinum hjá teimum. Tað er hugsandi, at tilboð til hoyribrekað ella næmingar við atferðartrupulleikum verður ein partur av tilboðunum í einum eftirskúla. Stuðulin verður tá veittur lutvíst eftir, hvussu nógvir næmingar hava serligan tørv.
Sernámsdepilin tekur í samráði við skúlan avgerð, um einum næmingi verður veittur stuðul vegna serligan tørv.

Viðv. § 12

Stýrið hevur 6 limir. Foreldrini velja 2 limir, og ein møguligur áhugabólkur velur somuleiðis 2 limir, meðan næmingarnir og tey, sum starvast í skúlanum, velja hvør sín lim. Áhugabólkurin kann vera eitt foreldrafelag, ein felagsskapur, ein samkoma ella eitt virki. Um eingin áhugabólkur er, velja foreldrini 4 umboð í stýrið. Manningin í stýrinum samsvarar væl við manningina í skúlastýrunum í fólkaskúlanum. Foreldrini hava sostatt bæði ábyrgdina og rættin til at taka avgerðir. Leiðari skúlans hevur sum skrivari stýrisins eisini ávirkan á arbeiðið í stýrinum. Hann ger dagsskránna og skipar fyri, at avgerðir, tiknar av stýrinum, verða framdar í verki.

Viðv. § 13

Stýrið er ovasta leiðsla og hevur ábyrgdina av, at virksemi skúlans verður framt sambært viðtøkunum. Landsstýrismaðurin ger meginviðtøkur fyri eftirskúlar. Meginviðtøkurnar eiga greitt at áseta ábyrgdarøki skúlaleiðarans. Skúlastýrið kann ikki geva skúlaleiðaranum heimildir, um tað er ásett í lóg, kunngerð ella meginviðtøkunum, at nevndu heimildir liggja hjá stýrinum ella hjá landsstýrismanninum. Landsstýrismaðurin hevur yvirumsjón við eftirskúlunum, og tí skal stýrið boða honum frá, hvørjir limirnir í stýrinum eru.

Viðv. § 14

Tað er stýrið fyri skúlan, sum setir skúlaleiðaran. Eftir tilmæli frá leiðaranum setir tað eisini lærarar og onnur starvsfólk. Skúlaleiðarin kann seta fólk í fyribilsstørv. Skúlastýrið loysir úr starvi øll starvsfólk uttan umsókn. Skúlaleiðarin eigur at gera tilmæli til stýrið, tá talan er um uppsagnir uttan umsókn.
Høvðstreytin fyri at verða settur í undirvísingarstarv í eftirskúlanum er lokin læraraútbúgving. Men havandi í huga, at talan er um ein eftirskúla, og at tað ikki bert er undirvísingarligt virksemi, sum fer fram í eftirskúlanum, hevur stýrið eisini heimild at seta aðrar fakbólkar í starv, og í serligum førum eisini at seta fólk uttan námsfrøðiliga útbúgving.

Viðv. § 15

Tað er skúlaleiðarin, ið undir ábyrgd stýrisins hevur dagligu leiðsluna av virkseminum. Hann sær til, at undirvísingin er í samsvari við góðkendu undirvísingarætlanina.
Skúlaleiðarin fremur meginreglur og avgerðir skúlastýrisins í verki.
Skúlaleiðarin hevur ábyrgdina mótvegis skúlastýrinum av, at tær avgerðir, ið verða tiknar viðvíkjandi virksemi skúlans, eru lógligar og innan fyri teir karmar, sum stýrið fyri skúlan hevur sett.
Um skúlaleiðarin sær, at ein samtykt, sum skúlastýrið hevur gjørt, er ólóglig ella uttan fyri heimildarkarmin, hevur leiðarin skyldu at gera landstýrismannin varugan við hetta.

Viðv. § 16

Starvsfólk skúlans hava rætt til løn sambært sáttmála hjá yrkisfelagi teirra. Tey kunnu tó gera avtalu við arbeiðsgevaran um lægri løn. Tað verður bert veittur landskassastuðul til útgoldnu lønina. Leys størv eiga at verða lýst alment. Setanarskriv skulu nýtast.

Viðv. § 17

Landsstýrisins stuðul verður í høvuðsheitum veittur samsvarandi stuðlinum til fólkaháskúlar. 70 % verða latin til allar vanligar rakstrarútreiðslur. Eftirlønarútreiðslur samsvarandi galdandi sáttmálum eru íroknaðar í raksturin. Til vanligt undirvísingartilfar sum t. d. bøkur, pappír verða latin 70%, meðan størri undirvísingaramboð fáa 50% í stuðli smb. § 17, stk. 2 nr. 3. Leiguútreiðslur koma eisini undir stuðulsjáttan til rakstur. Landsstýrið skal frammanundan góðkenna øll størv, sum verða sett. Stuðul verður ikki veittur til størv, sum verða sett uttan góðkenning. Stýrið fyri sjálvsognarstovnin setir øll størv í skúlanum, og landsstýrið hevur tí einki við tær einstøku setanirnar ella uppsagnirnar at gera og er tískil ikki bundið av setanunum á nakran hátt.

Kommunali stuðulin skal útroknast við grundarlagi í vanliga rakstrinum hjá tí einstøku kommununi, har næmingurin búði, áðrenn upptøkuna á skúlan. Byggi-, um- og uppíbyggingarútreiðslur til skúlar, ítróttarhallir og svimjihallir ella rentur av hesum íløgum eru ikki ein partur av útrokningargrundarlagnum hjá kommunum. Kommunurnar hava ikki skyldu at gjalda eftir, at næmingurin hevur fylt 18 ár, men kunnu tó halda fram at gjalda fyri næmingar við breki, til teir eru 21 ára gamlir.
Hvør einstakur eftirskúli avger sjálvur, hvussu hann nýtir rakstrarstuðulin frá kommunum.

Stýrið avger, hvussu foreldragjaldið verður ásett, t.d. um systkin skulu gjalda minni.

Landsstýrismaðurin kann gera alment galdandi stuðulsreglur fyri næmingar, soleiðis at næmingagjaldið kann ásetast á einum rímiligum støði.

Viðv. § 18

Ymiskar ásetingar, sum tryggja landsstýrismanninum rættin til at minka ella krevja aftur stuðul, tá grundarlagið fyri útgjalding ikki er til staðar.

Tað almenna, íroknað kommunurnar, letur ein stóran part av fíggingini til eftirskúlavirksemið. Tað er tí av almennum áhuga at tryggja sær, at stuðulin verður nýttur til endamálið. Stk. 3 skal tryggja, at eitt møguligt yvirskot ikki verður flutt til annað virksemi, men verður nýtt til íløgur ella rakstur.

Viðv. § 19

Kapittul 7 ásetir tær serreglur, sum eru galdandi fyri eftirskúlar fyri næmingar við breki.

Tað er ikki so stórt næmingagrundarlag til eftirskúlar fyri næmingar við breki. Krøvini til næmingatal eru tí linari. Fyri at fara undir virksemi krevst, at 12 næmingar hava innskrivað seg, og at 28 næmingar eru innskrivaðir eftir trimum árum. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at virksemi heldur fram í eini royndartíð, um næmingatalið er lægri enn ásett.

Viðv. § 20

Krøvini til undirvísingaramboð eru stór til næmingar við breki, tí er landstýrisins stuðul hægri enn til vanligar eftirskúlar, nevniliga í mesta lagi 75% av kostnaðinum. Útvegan av hjálpartólum til næmingar við serligum tørvi í fólkaskúlunum er ein kommunal uppgáva, men hevur í nógvum føri verið trupul at umsitið, tá talan er um smærri kommunur og dýr hjálpartól. Hvussu hetta økið verður skipað í framtíðini, er ikki greitt enn. Næmingarnir hava undir øllum umstøðum rætt til ókeypis hjálpartól, tí verður skotið upp, at skúlin í fyrsta umfari ber úreiðslurnar yvir raksturin.

Kommunurnar hava ikki skyldu at gjalda fyri næmingar, sum ikki hava undirvísingarskyldu, men tær kunnu gera tað sambært lógini.

Viðv. § 21

Viðvíkjandi roknskaparviðurskiftum skulu sjálvsognarstovnar fylgja reglunum um almenna roknskaparhaldið. Grannskoðaradeild landskassans kann biðja um upplýsingar í sambandi við fíggjarløgtingslógina.

Viðv. § 22

Landsstýrismaðurin er kærumyndugleiki. Av tí, at almenni parturin av fíggingini er so stórur, kemur virksemið undir reglurnar um innlit eftir fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit.

Viðv. § 23

Lógin kemur í gildi 1. august 2001.

1. viðgerð 21. mars 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 3. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2000 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 29. mars, 5. 12. ,18., 27. apríl, 2. og 3. mai 2000.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann í undirvísingarmálum.

Nevndin tekur undir við uppskotinum, men hevur undir viðgerðini umrøtt ávís viðurskifti, sum nevndin ikki heldur verða heilt greið. Enamálsorðingin í uppskotinum er ein partur av endamálsorðing fólkaskúlans. Nevndin heldur, at um endamálsorðing skal verða í lógini eigur hon at vera tann sama sum í fólkaskúlalógini, serliga tí at eftirskúli er tilboð til næmingar í undirvísingarskyldugum aldri.

Nevndin er heldur ikki heilt sannførd um, at uppskotið skapar nøktandi karm um eftirskúlatørvin hjá næmingum við breki, men heldur at lógin skal hava møguleikan at standa sína roynd.

Ein minniluti (Katrin Dahl Jakobsen og Heðin Mortensen) hevur harumframt hesar viðmerkingar.

Minnilutin tekur undir við, at tað skal vera møguligt at seta á stovn eftirskúla í Føroyum. Helst vera hesir skúlar ikki nógvir í tali, og fara sostatt ikki at kunna nøkta serstøk áhugamál í nóg stóran mun. Tí fara helst fleiri ung framhaldandi at søkja á danskar eftirskúlar og kanska aðrar við.

Tó tykist grundarlag vera fyri eftirskúla í Føroyum, men minnilutin vísir á tað stríð, sum hevur verið og aftur hevur tikið seg upp orsakað av nýggju fólkaskúlalógini og fíggingini av henni. Tað kann gerast ov stórur biti at fara undir nýggj skúlasløg við almennum peningi, sum skulu avloysa fólkaskúlan, so leingi hesin ikki virkar eftir ætlan.

Minnilutin er ivasamur, hvørt tað er rætt at hava eina og somu lóg fyri vanligan eftirskúla og eftirskúla fyri næmingar við breki. Eftirskúli fyri brekað er í okkara hugaheimi sera umfatandi, og endamálsorðing fólkaskúlans kann tykjast heldur lítið ítøkilig. Eftir okkara tykki er uppskotið ikki nóg væl fyrireikað, og teir partar, sum hava havt málið til hoyringar eru av somu áskoðan. Skotbráðið, tey hava fingið at viðgera uppskotið, hevur verið ov stutt til, at tey, ið hava skil fyri viðurskiftunum hjá teimum brekaðu, hava kunnað givið sítt ískoyti í nóg stóran mun.

Í viðmerkingunum til uppskotið verður staðfest, at "næmingar við breki ofta hava eina trupla skúlatíð, serliga í unglingaárum, tá teir koma í 7.-8. flokk", og at teir fáa ikki nøkta sín tørv í fólkaskúlahøpi. Slík staðfesting átti at sannført skúlamyndugleikan um, at tað áliggur landinum at skipa fyri øðrvísi undirvísing til tann bólkin, sum ikki hevur nakran møguleika at velja hvørki til ella frá. Eins og MBF vísir á, so heldur minnilutin tað vera lítið sannlíkt, at nakar áhugabólkur hevur ta orku sum krevst, at átaka sær slíka uppgávu.

Minnilutin heldur tað vera átrokandi at seta á stovn eftirskúla fyri brekað, men heldur at hetta er ein uppgáva sum áliggur landsins myndugleikum, og at slíkur skúli tí eigur at verða skipaður sum landsstovnur og ikki sum sjálvsognarstovnur. Minnilutin mælir tí til, at landsstýrismaðurin beinanvegin setir ein bólk, umboðandi Sernámsdepilin og fólk, sum hevur innlit í viðurskiftini hjá teimum brekaðu, at stinga út í kortið, hvussu eftirskúli fyri brekað kann vera skipaður. Álitið, sum ein arbeiðsbólkur gjørdi í 1994 um hesi viðurskifti, kundi verið gott ískoyti til hetta arbeiðið.

Vísandi til omanfyristandandi tekur ein samd nevnd undir við uppskoti landsstýrismansins og setir fram soljóðandi broytingaruppskot:

Br o y t i n g a r u p p s k o t

1) í § 3 verður sett nýtt stk. 3, sum er soljóðandi:

"Stk. 3. Eftirskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling. Hann skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna. Hann skal búgva næmingarnar til innlivan, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Undirvísing og gerandislív skúlans eiga at vera grundað á andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði."

Stk. 3 verður hereftir stk. 4.

2. viðgerð 5. mai 2000. Broytingaruppskot til § 3 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtytkt 30-0-0.
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.
 

Lms.j.nr. 523-0011/2000
Umms.j.nr. 10121 000181/2/SE
Ll.nr. 83 frá 17.05.2000