Stušul til fiskaflutning

 

75  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um stušul til flutning av fiski

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000,  4. mars, legši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um stušul til flutning av fiski

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 14 frį 3. mars 1999 um stušul til flutning av fiski verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 1, veršur oršaš soleišis:
  2. "Landsstżrismanninum veršur heimilaš at śtgjalda stušul til flutning av fiski frį uppbošssųlu, frį landingarstaši, tį fiskurin er seldur um uppbošssųlu, og frį landingarmišstųš til virkingar ķ ųkjum, har firšir ella sund skilja."

  3. § 2 veršur oršaš soleišis:
  4. "§ 2. Landsstżrismanninum veršur heimilaš at śtgjalda stušul til flutning av feskum virkašum fiski frį fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firšir ella sund skilja.

    Stk. 2. Stušulin fevnir eisini um virkaša livur og rogn.

    Stk. 3. Stušul veršur ikki latin til flutning av alifiski."

  5. § 4, stk. 2, veršur oršaš soleišis:

"Stk. 2. § 2 fer śr gildi 31. desember 2000."

 

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og hevur virknaš frį 1. januar 2000.

Višmerkingar

Lųgtingslóg um stušul til flutning av fiski hevur til endamįls at javnstilla fiskakeyparar, sum bjóša uppį heila last ella partar av last, sum neyšugt kann verša at flyta til virkingar yvir fjųrš ella sund. Lógin varš seinast broytt į vįri 1999.

Hesar broytingar fųrdu m.a. viš sęr, at ķ mun til frammanundan kundi stušul ikki latast, um fiskurin var seldur um uppbošssųlu og landašur t.d. į Eiši ella į Tvųroyri. Uppskotiš fųrir nś viš sęr, at hetta aftur veršur mųguligt. T.v.s. hevur skip selt um telefonuppbošssųlu, so kann veitast stušul til flutning frį landingarstaš til virki ķ ųkjum, har firšir ella sund skilja.

Seinasta įr samtyktiš Lųgtingiš at lata stušul til flutning av feskum virkašum fiski og virkaš livur og rogn frį virki til avskipingarhavn, har firšir ella sund skilja. Hetta ķ eini roynd at javnstilla virkir ķ śtjašarunum viš virkir į meginųkinum. Ķ višmerkingunum ķ įlitinum frį vinnunevndini varš sagt, at hetta "bert skal vera galdandi i eini royndartķš, og veršur tį tikin stųša til spurningin, um stušulin skal halda fram." Hetta samtyktiš Lųgtingiš, og er henda royndartķšin nś śti. Virkir ķ Sandoynni og Sušuroynni hava gjųrt brśk av įsetingini. Landstżrimašurin metir, at hetta er ķ trįš viš setning samgongunnar um śtjašaran og męlir tķ viš hesum uppskoti til, at royndartķšin veršur longd til 31. desember 2000.

 

Flutningsstušul, bókašur į jįttanini į lųgtingsfķggjarlógini fyri 1999

Slag av stušli

Smb. §

krónur

tons

Flutningur av fiski frį uppbošssųlu ella landingarmišstųš til virkingar ķ ųkjum, har firšir ella sund skilja  

§ 1, stk. 1

 

3.280.078

 

7.375

Flutningur av fiski frį śtróšrarbįtum frį ųkjum, har eingin uppbošssųla er, til nęrmastu uppbošssųlu § 1, stk. 2

133.148

5921

Flutningur av feskum virkašum fiski frį fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firšir ella sund skilja § 2, stk. 1

98.982

152

Ķalt:  

3.512.208

8.120

Jįttanin į lųgtingsfķggjarlógini fyri 2000 er 3 mió. kr. Taš eru sostatt 2 mųguleikar at velja ķ millum. Annar mųguleikin er at hękka jįttanina į fķggjarlógini og hin mųguleikin er at lękka stušulin.

Landsstżrismašurin mišar ķmóti at lękka stušulin og įseta nęrri broyting ķ verandi kunngerš sum skjótast.

Umsitingarliga hevur uppskotiš viš sęr ųking ķ arbeišinum.

Uppskotiš hevur veriš til višgeršar ķ Fiskivinnu Starvsnevndini. Nevndin hevur ongar višmerkingar til uppskotiš.

Męlt veršur Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

Višmerkingar til tęr einstųku broytingarnar

ad. § 1, nr. 1. Broytingin vķškar um nśverandi skipan til eisini at fevna um flutning frį landingarstaš til virkingar ķ ųkjum, har firšir ella sund skilja, treytaš av sųlu um uppbošssųlu.

Ętlanin er at javnstilla allar fiskakeyparar, sum bjóša uppį heila last ella partar av last, sum neyšugt kann verša at flyta til virkingar yvir fjųrš ella sund. Śrslitiš av broytingini veršur, at stųrri nųgdir av fluttum fiski koma undir stušul.

ad. § 1, nr. 2. Mįlsligar ręttingar.

ad. § 1, nr. 3. Ķ lųgtingslóg nr. 14 frį 3. mars 1999 um stušul til flutning av fiski fór § 2 śr gildi 31. desember 1999. Landsstżrismašurin męlir til, at henda heimild veršur galdandi eitt įr aftrat.

1 Nųgdin av fiski, sum śtróšrarbįtar hava flutt til uppbošssųlu, er ikki teldutųk. Talan er tķ um ķ minsta lagi 592 tons.

1. višgerš 9. mars 2000. Tingmįlini 75 og 95 vóršu višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 24. mars 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 9. mars 2000 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 20. og 23. mars 2000.

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš umboš fyri Faroe Coldstores og landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

Ein minniluti ķ nevndini (Henrik Old og Dan R. Petersen) męlir tó til at broyta uppskotiš soleišis, at tann parturin av broytingaruppskotinum ķ lųgtingsmįli nr. 95/1999: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um stušul til flutning av fiski, sum ikki er ķ samsvari viš verandi uppskot, veršur tikin viš her, samstundis sum ein avmarking veršur sett inn, iš hevur viš sęr, at landsstżrismašurin ķ mesta lagi kann nżta 200.000 kr. til hetta endamįl. Uppskotsstillarin hevur ķ hesum sambandi ķ dag bošaš lųgtingsformanninum frį, at hann tekur lųgtingsmįl nr. 95/1999 aftur.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóšandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Ķ § 1, nr. 2, veršur § 2, stk. 3, oršaš soleišis: "Stk. 3. Landsstżrismanninum veršur heimilaš at śtgjalda upp til 200.000,- kr. ķ stušli til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frį frystigoymslum til framleišsluvirki, har firšir ella sund skilja." og § 2, stk. 3, veršur hereftir stk. 4.

2. višgerš 28. mars 2000. Broytingaruppskot frį minnilutanum (Henrik Old og Dan R. Petersen) til § 1 samtykt 16-1-13. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 30. mars 2000. Uppskot frį Pįll į Reynatśgvu, Sįmal Petur ķ Grund og Óla Breckmann um at beina mįliš aftur ķ nevnd fall 15-0-15. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 27-3-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0006/2000
Fms.j.nr. 20000251-3/110
Ll.nr. 48/2000 frį 04.04.2000