Vegskattur

 

77  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (Vegskattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m. (Vegskattalógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 70 frá 20. mai 1996, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 3, stk. 2, verður "gjaldstovan" broytt til: "Bileftirlit Føroya".
  2. Í § 4, stk. 4, verður "politivaldinum" broytt til: "Bileftirliti Føroya".
  3. Í § 4, stk. 5, verður "gjaldstovuni" broytt til: "Bileftirliti Føroya".
  4. Í § 5, stk. 2, verður "politivaldinum" broytt til: "Bileftirliti Føroya".
  5. Í § 5, stk. 3, verður "Gjaldstovan" broytt til: "Bileftirlit Føroya".
  6. Í § 6, stk. 4, verða orðini "akfarsskrivstovuni (fútaskrivsstovuni)" broytt til: "Bileftirliti Føroya".
  7. § 8, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  8. "Stk. 2. Verður gjaldið ikki rindað rættstundis, kann Bileftirlit Føroya áleggja eitt mánaðarligt áminningargjald upp á kr. 150.

  9. § 8, stk. 3, verður orðað soleiðis:
  10. "Stk. 3. Goldin áminningargjøld sambært stk. 2 verða ikki afturgoldin, um gjald verður afturrindað sambært § 4, stk. 3.

  11. Í § 13, stk. 2, nr. 2, verða orðini "politivaldinum" broytt til: "Bileftirliti Føroya".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2000. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður. 

Almennar viðmerkingar

Við hesum uppskoti er ætlanin at flyta umsitingina av vegskatti frá Gjaldstovuni til Bileftirlitið, so gjaldstovan ikki longur er partur av hesi umsiting. Umframt hetta, er ætlanin at dagføra ymiskar ásetingar í lógini um vegskatt.

Bileftirlitið skapar allar fyritreytir fyri útrokning av vegskatti, samstundis sum stovnurin ger allar grundskrásetingar fyri ein bil. Bileftirlitið umsitur navnaupplýsingar, sum siga, hvør eigur bilin. Alt samskifti við politivaldið verður somuleiðis umsitið av Bileftirlitinum, tá nummarspjøldur verða tikin vegna ikki goldnan vegskatt, eins og alt samskifti við tryggingarfeløg og Toll & Skatt í sambandi við umskráseting og tryggingareftirstøður verður umsitið av Bileftirlitinum.

Gjaldstovan umsitur í dag bókhaldið / innkrevjingina fyri vegskatt, sum merkir, at ein annar myndugleiki umsitur eitt petti av allari vegskattaumsitingi Hetta ger umsitingina torføra og skapar vantandi ábyrgdarligan eintýdleika. T.d. kann Gjaldstovan ikki av sínum eintingum gera nakrar broytingar í skrásetingargrundarlagnum, hóast Gjaldstovan kanska er vitandi um, at møguligt eigarskifti ella bústaðarbroyting er farin fram. Við øðrum orðum, so er vegskattaumsitingin merkt av býttari ábyrgd, sum ikki er nóg gott, tá ið ræður um búskaparliga fyrisiting.

Sum náttúrligur liður í, at umsitingin av vegskattinum verður flutt, so ávirkar hetta eisini játtanarviðurskiftini millum stovnarnar (Gjaldstovuna og Bileftirlitið).

Viðvíkjandi lønum: Gjaldstovan heldur, at flytingin merkir eina sparing upp á 0,5 ársverk á gjaldstovuni, sum verða flutt til Bileftirlitið.

Viðvíkjandi inntøkum: Gjaldstovan hevur í dag inntøkur upp á umleið 130 túsund kr. við at útskriva vegskatt. Bileftirlitið fær hesa heimild og fær sostatt hesar inntøkur í sambandi við útskriving av rokningum.

Viðvíkjandi rakstri av vegskatti: Raksturin av sjálvari vegskattaskipanini kemur gjaldstovan framhaldandi at standa fyri. Broytingar í skipanini kemur Bileftirlitið at fíggja.

Umframt hetta, so verður mælt til, at stovnurin fær nýggjar inntøkur í áminningargjøldum sum eitt slag av endurgjaldi fyri umsitingina, sum ov seinar inngjaldingar føra við sær.

Fyri fíggjarlógina hevur uppskotið onga ávirkan á samlaðu útreiðslurnar. Talan verður um at flyta partar av játtan millum greinar á fíggjarlógini. Broytingin hevur við sær eitt greiðari umsitingarbýti, umframt at mannagongdin fer at verða greiðari og einfaldari fyri einstaka borgaran.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar

Ad. §, nr. 1-6 og nr. 9. Broytingin fevnir bert um orðini "Gjaldstovan", "Politivaldið" og "fútaskrivstovan" til "Bileftirlit Føroya"

Ad. § 1, nr. 7. Í dag verður roknað 1% í rentu av einum gjaldkomnum kravi upp á t.d. 700 kr. Hetta gevur 7 kr. um mánaðin. Upphæddin er so lítil og leggur so lítið trýst á gjaldaran, at hetta er meir ein eykabyrða (útreiðsla) fyri umsitingina enn ein inntøka fyri landskassan. Tí verður mælt frá at seta renturokning í verk. Royndirnar vísa, at tá ið talan er um krøv av hesum slagi, so hava áminningargjøld stóra innkrevjingarávirkan, tí verður mælt til at útvega heimild at tilskriva áminningargjøld, sum verða tikin við sum inntøka hjá stovninum, sum eitt slag av endurgjaldi fyri ta meirumsiting, sum ov seinar inngjaldingar geva stovninum.

Vert er at nevna, at Gjaldstovan í nýggju vegskattaskipanini ikki hevur valt at forrita eina renturokningarskipan, fyrr enn avgerð er tikin í hesum máli. Sostatt liggur eisini ein sparing í ikki at seta renturokningarskipanina í verk.

Ad. § 1, nr. 8. Um farið verður frá rentutilskriving til áminngargjald, er neyðugt at broyta stykkið samsvarandi.

1. viðgerð 14. mars 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 22. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. mars 2000 og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 20. mars 2000, og ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 24. mars 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 28. mars 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-00003/2000
Ll.nr. 46/2000 frá 04.04.2000