Makrelstovnurin

 

78  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. Nevndarskjøl
E. 2. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

Vísandi til § 52 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya góðkennir Løgtingið hjáløgdu avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000.

Viðmerkingar

Makrelur er eitt av teimum pelagisku fiskasløgunum, sum er í føroyskum sjógvi og er grundarlag undir lønandi fiskiskapi í føroyskum sjógvi. Sjálvir hava føroyingar ikki havt støðugan fiskiskap eftir makreli í egnum sjógvi, men hava harafturímóti grundað sín fiskiskap eftir makreli á atgongd at fiska í norskum og ES sjógvi gjøgnum tær árligu sínámillum fiskiveiðiavtalurnar millum ávikavist Føroyar og Noreg og Føroyar og ES. Fiskiveiðiavtalurnar hava samstundis givið bæði Noreg og ES rætt at fiska makrel í føroyskum sjógvi. Tey seinastu árini hava føroysk skip tó eisini fiskað nakað av makreli í føroyskum sjógvi.

Tann tjóðin, sum hevur fiskað mest makrel í føroyskum sjógvi, er Russland. Russisk skip hava innan fyri ta sínámillum fiskiveiðuavtaluna millum Føroyar og Russland havt loyvi at veiða makrel í føroyskum sjógvi síðani 1981. Hetta hevur verið fyriskipað bæði sum royndarveiða, sum ávís kvotunøgd og sum ein ávísur prosentpartur av teirra svartkjaftakvotu í føroyskum sjógvi, sum ásett í avtaluni. Tey seinastu árini hevur tann loyvdi parturin verið uppi á 18% - í 1999 tó 15,5%. Okkurt ár hevur makrelveiðan hjá russiskum skipum verið uppi á um 24.000 tons.

Tann støðugi fiskiskapurin hjá russiskum skipum eftir makreli í føroyskum sjógvi hevur verið ein munadygg grundgeving fyri kravi Føroya um at verða viðurkent sum strandaland makreli viðvíkjandi.

Spurningurin um fiskiskapin eftir makreli hevur verið eitt afturvendandi evni undir samráðingunum millum Føroyar og ES um tær árligu sínámillum fiskiveiðuavtalurnar. Undir samráðingunum millum Føroyar og ES í 1988 um fiskiveiðiavtalu fyri 1989 var á fyrsta sinni gjørd ein semja um makrelfiskiskapin hjá føroyskum skipum. Í hesi semju hevur tann føroyski parturin av makrelkvotuni óbeinleiðis verið ásettur fyri hvørt ár sum ein ávísur partur av heildarkvotuni av makreli, sum ES og Noreg hava ásett í teirra sínámillum fiskiveiðiavtalum.

Føroyar hava tey seinastu árini gjørt vart við sína misnøgd við hesa skipan. Føroyska sjónarmiðið hevur verið, at grundað á tann støðuga fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi eiga Føroyar at fáa ein størri lut burtur av heildarkvotuni av makreli. Samstundis hava ES og Noreg gjørt vart við sína misnøgd í sambandi við, at Føroyar hava loyvt Russlandi at fiska makrel í føroyskum sjógvi, uttan at hetta hevur verið mótroknað í kvotuni, sum hevur verið avtalað í teim árligu sínámillum fiskiveiðiavtalunum millum Føroyar og ES.

ES og Noreg hava bjóðað til fundir at viðgera spurningin um eftirlit við makrelfiskiskapinum. Tað er komið fram á hesum fundum, at teirra veruliga mál hevur verið at skifta orð við Føroyar um tann russiska fiskiskapin eftir makreli í føroyskum sjógvi. Føroyar hava vart skipanina millum Føroyar og Russland við at vísa á, at Føroyar hava rætt til ein størri part av makreltilfeinginum, enn sum higartil hevur verið avtalað. Føroyar hava lagt dent á, at vit meta okkum sum strandaland makreli viðvíkjandi, og at hetta eigur at síggjast aftur í býtinum av veiðimøguleikunum. Eisini fiskiskapurin eftir makreli í altjóða sjógvi hevur verið umrøddur sum partur av einum víðfevnandi eftirliti við fiskiskapinum eftir makreli.

Ársfundurin hjá NEAFC setti í november 1997 ein arbeiðsbólk, sum skuldi arbeiða fram ímóti at gera uppskot til fyrisitingartiltøk fyri fiskiskapinum eftir makreli og svartkjafti. Í hesum arbeiðnum løgdu Føroyar dent á at viðgera báðar stovnarnar samstundis, men hesum varð undirtøka ikki fyri. Serliga ES og Noreg vildu hava eina skipan fyri makrel sum skjótast. Arbeiðið í hesum arbeiðsbólkinum snúði seg tí fyrst um makrelin – seinni er spurningurin um svartkjaftafiskiskapin veruliga tikin til viðgerðar.

Á einum eyka ársfundi hjá NEAFC í februar 1999 varð á fyrsta sinni gjørd ein samtykt um at regulera fiskiskapin eftir makreli í altjóða sjógvi. Tað vóru ES, Danmark (vegna Føroyar og Grønland), Noreg og Pólland, sum atkvøddu fyri hesi samtykt. Samtyktin avmarkaði fiskiskapin eftir makreli hjá hvørjum NEAFC limalandi í altjóða sjógvi. Russland og Ísland mótmæltu avgerðini.

Føroyar høvdu undan hesi samtyktini tryggjað sær, at fundur fór at verða hildin millum tey trý strandalondini at viðgera, hvussu fram skuldi farast fyri at koma til eina endaliga semju um fyrisiting av makrelfiskiskapinum. Samtyktin hjá NEAFC fevndi um 1999, 2000 og 2001, men varð eftir kravi frá Føroyum orðað soleiðis, at nýggj samtykt mátti gerast fyri 2000, um hon skuldi verða endaliga galdandi, umframt at strandalondini fyrst máttu semjast um eina heildarkvotu fyri 2000.

Grundstøðið hjá Føroyum í hesum sambandi var, at Føroyar eru eitt av strandalondunum. Føroyar høvdu í samráðingunum um sínámillum fiskiveiðuavtalur á heystið 1998 millum Føroyar og Noreg og Føroyar og ES fyri 1999 fingið niðurfelt í avtalurnar, at Føroyar eru eitt av strandalondunum viðvíkjandi makreli.

Fyrsti fundurin millum strandalondini um makrel var eftir innbjóðing frá Føroyum hildin í Tórshavn 25. og 26. mars 1999. Hetta var á fyrsta sinni, at partarnir formliga kundu leggja síni sjónarmið fram í tí forum, sum eftir røttum eigur at hava avgerandi ávirkan á fyrisitingina av makrelfiskiskapinum. Partarnir løgdu dent á, at samsvarandi ST-avtaluni um havrætt hava strandalondini rætt og skyldu at samstarva um felags fyrisiting av felagsstovnum.

Tað kom týðuliga til sjóndar, at partarnir høvdu ymiskar áskoðanir um eitt møguligt býtið av fiskimøguleikunum. Umframt varð eisini tosað um, á hvønn hátt ein framtíðar fyrisitingarætlan viðvíkjandi makreli skal verða skipað, t.d. grundað á fiskifrøðiliga ráðgeving.

Annar fundurin millum strandalondini var í Brússel 24. og 25. juni 1999. Partarnir roynda at seta teirra sjónarmið meira klárt fram, men ongin møguleiki var fyri semju. Noreg og ES løgdu Føroyar undir at seta fram órímiliga stór krøv.

Sum víst á omanfyri var NEAFC samtyktin fyri makrelfiskiskapin í altjóða sjógvi orðað soleiðis, at strandalondini máttu semjast um eina heildarkvotu fyri 2000, um samtyktin ikki skuldi fara úr gildi. NEAFC hevur ársfund í november, so strandalondini máttu finna fram til eina semju hesum viðvíkjandi. Føroyar høvu frammanundan gjørt greitt, at um vit ikki fingu eina nøktandi avtalu millum strandalondini, fór Danmark (vegna Føroyar og Grønland) ikki at atkvøða saman við Noreg og ES um fyrisitingartiltøk viðvkjandi fiskiskapinum eftir makreli í altjóða sjógvi fyri 2000.

Triðja samráðingarumfar millum strandalondini var í Brússel 18. og 19. november 1999. Á hesum fundinum samdust ES, Føroyar og Noreg um eina heildarkvotu fyri makrel í 2000 og eitt býtið millum Føroyar í einum parti og ES og Noreg í einum øðrum. ES og Noreg ynsktu at útseta býtið teirra millum til samráðingarnar um sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2000. Staðfest verður í fundarsemjuni, at hetta er ein avtala, sum ikki er bindandi fyri møguligar avtalur millum partarnar seinni. Eisini samdust partarnir um eina langtíðar fyrisitingarætlan fyri makrelstovnin.

Partarnir samdust um at áseta teirra heildarkvotu í 2000 til 560.000 tons. Hetta eru 60.000 tons meiri, enn heildarkvotan var í 1999. Tann føroyski parturin í 2000 verður 30.000 tons. Hetta svarar til 5,36% av heildarkvotuni hjá strandalondunum. Samanborið við ásetingarnar í fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og ES árini frammanundan, har tann føroyski parturin hevur svarað til 3,45%, er partur Føroya í strandalandaavtaluni sostatt farin upp við 1,91 prosentstig. Hetta svarar til eina lutfalsliga øking upp á um 55%. Tó skal verða lagt afturat, at øll veiða av makreli í føroyskum sjógvi skal verða roknað av teimum 30.000 tonsunum. Árini framman undan hevur tann russiska veiðan frá føroyskari síðu ikki verið tikin við í uppgerðina fyri, hvussu vit hava hildið okkkum til avtalaðu veiðinøgdirnar í fiskiveiðiavtaluni við ES.

Undir samráðingunum millum strandalondini hava Føroyar lagt stóran dent á, at eins og við avtaluni millum strandalondini viðvíkjandi norðhavssildini eiga partarnir at semjast um, at partarnir kunnu veiða ein part í sjóøkinum hjá hinum pørtunum. Hetta er ikki niðurfelt í sjálvan avtalutekstin, men partarnir vóru sinnaðir at avtala hetta í teimum komandi sínámillum fiskiveiðiavtalunum. Føroyar mettu hesa fatanina sum ein sera týdningarmiklan part av samstarvinum millum strandalondini.

Vísandi á hesa fatan, hava Føroyar og Noreg avtalað, at umframt tann partin av makreli, sum gongur beinleiðis inn í sínámillum umskiftið av kvotum, kunnu føroysk skip í 2000 umframt fiskað 6.535 tons av makreli í norskum sjógvi.

Í tí fyrsta samráðingarumfarinum millum ES og Føroyar í London í november 1999 varð hetta sjónarmiðið ført fram, men ES vildi ikki ganga tí á møti. Føroyar mettu hetta sum ein so týdningarmiklan part av avtaluni millum strandalondini viðvíkjandi makreli, at støða ES gjørdi, at Føroyar ikki kundu gera endaliga fiskiveiðiavtalu fyri 2000 á tí sinni. Í staðin varð ein fyribilsavtala gjørd, sum gongur fram til 1. mai 2000. Henda fyribilsavtalan er ein víðariføring av avtaluni fyri 1999.

Nýtt samráðingarumfar millum ES og Føroyar er avtalað at verða í Brússel 3. mars 2000. Undan hesum fundinum hava verið óformligar samrøður millum partarnar, har serliga spurningurin um atgongd at fiska makrel inni hjá hvørjum øðrum varð viðgjørdur. Hóast talan hevur verið um óformligar samrøður, so metir Fiskimálastýrið tað nú vera grundarlag fyri at leggja avtaluna millum strandalondini um fyrisiting av makrelstovninum í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum fyri Løgtingið til góðkenningar.

Avtalan frá 19. november 1999 er hjáløgd.

1. viðgerð 9. mars 2000. Tingmálini 78 og 79 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 9. mars 2000 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og tann 11. og 26. apríl og 2. mai 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

Frá landsstýrinum hevur nevndin fingið upplýst, at fyrimunurin, sum Føroyar fáa við at verða góðkendar sum strandaland, er fyrst og fremst, at rætturin hjá Føroyum til part í makrelkvotuni hervið verður staðfestur í mun til áðrenn, tá føroyskur makrelfiskiskapur einans var grundaður á møguleikan fyri at fáa fiskiveiðiavtalur við Norra og ES, sum higartil hava verið einastu strandalond makreli viðvíkjandi. Heildarkvotan er harumframt komin upp á 30.000 tons í mun til 17.250 tons í 1999.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 5. mai 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0010/2000