Vįrgżtandi Noršhavssild

 

79  Uppskot til  samtyktar um góškenning av avtalu um fyrisiting av vįrgżtandi noršhavssild

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2000,  4. mars, legši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar

Vķsandi til § 52 ķ lųgtingslóg nr. 103 frį 26. juli 1994 um stżrisskipan Fųroya góškennir Lųgtingiš hjįlųgdu avtalu um fyrisiting av vįrgżtandi noršhavssildini ķ 2000.

Višmerkingar
Tann 20. oktober 1999 varš semja gjųrd millum strandalondini Fųroyar, Ķsland, Noreg, Russland og ES um eina skipan um fyrisiting av vįrgżtandi noršhavssildini fyri 2000.

Fyri 1996 komu tey 4 strandalondini Ķsland, Fųroyar, Noreg og Russland įsamt um eina heildarveiši, men ES įsetti sķna egnu sildakvotu. Ķ desember 1996 varš ein 5-landa avtala gjųrd millum strandalondini Fųroyar, Ķsland, Noreg, Russland og ES um fyrisiting av fiskiskapinum ķ 1997. Hesi somu lond gjųrdu ķ oktober 1997 og oktober 1999 avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum ķ įvikavist 1998 og 1999.

Ķ nķtiįrunum er stovnurin av noršhavssild vaksin nógv. Sildin er farin aftur ķ Norska Haviš at feršast og er komin ķ fųroyskan og ķslendskan sjógv. Tó tykist stovnurin ikki enn varandi at hava tikiš upp aftur sķtt gamla feršingamynstur, tķ śtbreišslan millum fiskileiširnar hevur veriš skiftandi į hvųrjum įri.

Grundarlagiš undir įsetingini av heildarkvotuni fyri 2000 var tilmęliš frį ICES um stųšuna og śtlitini fyri noršhavssildastovnin og ein frįgreišing, sum ein arbeišsbólkur av fiskifrųšingum og fólki frį umsitingini hjį strandalondunum saman hava gjųrt um hóskandi fyristing av noršhavssildastovninum ķ stutttķšar og langtķšar hųpi.

ICES metir, at sildastovnurin er vęl fyri og er innan fyri lķvfrųšiliga tryggar karmar. Tey seinastu tvey-trż įrini er stovnurin vaksin nógv, tķ teir góšu įrgangirnir frį 1991 og 1992 eru komnir inn ķ fiskiskapin. Tilgongdin sķšani hevur ikki veriš eins góš, og tķ er ikki mųguligt at halda fram viš verandi fiskiskapi, uttan at stovnurin minkar. ICES męlir til, at veišan ķ 2000 ikki fer upp um 1,5 mió. tons.

Arbeišsbólkurin, settur av strandalondunum, vķsir į, at sannlķkindini eru lutfalsliga stór fyri, at gżtingarstovnurin veršur minni enn Bpa, um veišan er 1,5 mió. tons um įriš ķ eitt 5 įra tķšarskeiš. Eisini veršur vķst į, at sannlķkindini eru stór fyri, at stovnurin veršur minni enn Blim ķ einum 10 įra skeiši, hóast veišitrżstiš veršur sett nišur, tį stovnurin er minni enn Bpa. Grundaš į hesi višurskiftini męlir arbeišsbólkurin til, at veišitrżstiš veršur minkaš, og at ovasta mark fyri heildarveišuni upp į 1,5 mió. tons veršur sett nišur.

Ķ dųgunum 19.-20. oktober 1999 vóru samįšingar ķ Tórshavn millum tey fimm strandalondini um avtalu um fyrisiting av fiskiskapinum eftir noršhavssild ķ 2000. Semja var um at seta heildarveišuna ķ 2000 nišur viš 50.000 tonsum śr 1.302.000 tonsum nišur ķ 1.252.000 tons. Bżtiš av heildarkvotuni ķ 2000 veršur lutfallsliga taš sama sum undanfarin įr. Tó veršur tann broyting gjųrd, at felagskvotan, sum Ķsland og Fųroyar hava veriš saman um, nś veršur beinleišis bżtt millum Fųroyar og Ķsland ķ sjįlvari hųvušsavtaluni. Tęr sķnįmillum avtalurnar, sum įseta atgongd hjį teimum ymisku strandalondunum at fiska inni hjį ųšrum strandalandi vóršu eisini broyttar lutfalsliga ķ mun til broytingina ķ įsettu heildarkvotuni.

Avtalan įsetir, at fiskiskapurin ķ 2000 veršur minni, sum ICES hevur męlt til, ikki skal fara upp. Men samstundis hava strandalondini tikiš hędd fyri tilmęlunum um stutttķšar og langtķšar hendingar ķ stovninum, um veišan framhaldandi veršur upp ķmóti 1,5 mió. tons. Henda avtala veršur mett at vera góš fyri stovnin, tķ hon m.a. tryggjar, at fiskiskapurin fer fram undir eftirliti og skynsamari stovnsrųkt.

Ein afturvendandi spurningur millum strandalondini og teirra rįšgevarar seinastu įrini hevur veriš, hvųrji tiltųk skulu setast ķ verk, um gżtingarstovnurin minkar nišur um tey fiskifrųšiligu tilvķsingarviršini (Bpa og Blim). Hesin sami spurningur varš višgjųrdur av įšurnevnda arbeišsbólki, sum varš settur av strandalondunum.

Į fundinum ķ Tórshavn samdust strandalondini um, at til tess at skapa fortreytir fyri, at tilgongdin til stovnin veršur varšveitt į einum hóskandi sannlķkindastųši, skal ųll orka leggjast ķ at varšveita gżtingarstovnin oman fyri 2,5 mió. tons.

Til tess at seta ķ verk henda mįlsetning samdust partarnir um, at frį 2001 skal veišitrżstiš verša minni enn 0.125; verandi ovasta mark er 0.15. Harumframt var semja um at taka įvķs stig, treytaš av hvussu gżtingarstovnurin er fyri. Mįliš er, at gżtingarstovnurin er oman fyri 5 miól. tons.

Partarnir lųgdu dent į, at hetta er ein tżšandi avgerš, sum er tikin. Hon stašfestir, at partarnir hava įtikiš sęr eina skyldu, har fyrisitingin av sildastovninum veršur nęrri tengd at tķ fiskifrųšiligu rįšgevingini komandi įrini. Taš kom fram, at hetta er fyrstu ferš, at strandalond hava įlagt sęr sjįlvum slķkar bindingar innan fyri karmin av fyrivarnisregluni fyri fiskiskap.

Avtalan įsetir ikki endaliga bżtiš av ręttindunum til noršhavssildina millum strandalondini, men partarnir eru samdir um framhaldandi at kanna feršingarmynstriš hjį sildini og at nżta feršingarmynstriš sum ein part ķ įsetingini av bżtinum millum londini. ST-avtalan um feršandi fiskastovnar veršur eisini nżtt sum grundarlag fyri umsitingini av stovninum.

Ķ sambandi viš įsetta MLV’iš fyri 2000 samdust partarnir um at taka hóskandi stig ķ framtķšini til tess at tryggja, at veišistųšiš tey komandi įrini veršur sett ķ mun til eina heildarętlan fyri stovnin, og at veišistųšiš, um neyšugt, veršur minkaš ķ mun til verandi heildarveiši.

Avtalan frį 20. oktober 2000 er hjįlųgd.

1. višgerš 9. mars 2000. Tingmįlini 78 og 79 vóršu višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ uttanlandsnevndina, sum tann 26. aprķl 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 9. mars 2000 er taš beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 28. mars og tann 11. og 26. aprķl 2000.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš lųgmann.

Ein samd nevnd tekur undir viš uppskotinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 28. aprķl 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0011/2000
Vms.j.nr. 20000516-1/110