Kærunevnd í almannamálum

 

81  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum

 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almannamálum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  2. "Við heimild í

    1) lov for Færøerne om offentlig forsorg, jbr. § 33, stk. 6,

  3. lov for Færøerne om dagpenge ved sygdom eller fødsel, jbr. § 31, stk. 3,
  4. lov for Færøerne om børneforsorg, jbr. § 7, stk. 5,

verður heimild landsstýrismansins sum kærumyndugleiki lagdur til kærunevndina í almannamálum, sum skal viðgera og taka endaliga avgerð í kærumálum sambært teimum í nr. 1-3 nevndu lógum."

2) § 1, stk. 2, verður orðað soleiðis:

"Stk. 2. Herumframt viðger kærunevndin, sambært ásetingunum í hesi lóg, kærur um avgerðir, sum tiknar eru sambært:

  1. løgtingslóg um almannapensjónir o.l., jbr. §§ 39 og 40,
  2. løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, jbr. § 2, stk. 2,
  3. løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., jbr. 11."

3) Í § 2, stk.1, 1. og 3. pkt., § 2, stk. 3, 2. pkt., § 2, stk. 4, § 7, stk. 4, og § 9, stk. 2, verður ístaðin fyri "Landsstýrið" sett: "Landsstýrismaðurin".

  1. § 6, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  2. "Landsstýrismaðurin skipar fyri, at nevndin fær neyðuga skrivarahjálp. Skrivarahjálpin skal verða veitt frá einum almennum kærustovni."

  3. § 6, stk. 2, verður strikað og stk. 3 verður hereftir stk. 2.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin efttir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Stk. 2 Allur tann danski teksturin í lógini verður strikaður.

Viðmerkingar
Hetta uppskotið til broytingar í løgtingslógini um kærunevnd í almannamálum hevur til endamáls at fremja tær tekninsku rættingarnar og tillagingarnar, sum eru neyðugar í sambandi við broytingar í aðrari lóggávu.

Í galdandi lóg verður víst til heimildir til at leggja kærumyndugleikan til kærunevndina. Her er t.d. talan um onkrar heimildarlógir, sum eru settar úr gildi. Somuleiðis eru eisini aðrar lógir farnar úr gildi, sum løgdu uppgávur til kærunevndina í almannamálum.

Orsøkin til, at broytingarnar eru neyðugar, eru hesar:
Ein nýggj lóg er samtykt um almannapensjónir, sum kom í gildi 1. januar 2000. Í núgaldandi lóg um kærunevnd í almannamálum verður víst til avlamispensjónslógina, fólkapensjónslógina og løgtingslógina um uppískoytisveiting til einkjur. Hesar eru allar farnar úr gildi við lógini um almannapensjónir. Hesar tilvísingar eiga tí at verða tiknar úr lógini. Hinvegin verður kærumyndugleikin sambært lógini um almannapensjónir og lógini um uppihald á stovni o.l. lagdur til kærunevndina.

Løgtingslógin um bjálvingarstuðul til pensjónistar er eisini farin úr gildi í 1997, tá lógin um Húsalánsgrunnin varð samtykt. Bjálvingarstuðul verður nú veittur sbrt. kap. 2 í lógini um Húsalánsgrunn o.a. Sostatt er kærunevndin ikki longur kærumyndugleiki í sambandi við mál um bjálvingarstuðul. Tilvísingin til lógina um bjálvingarstuðul eigur tí at verða strikað.

Síðani upprunalógin varð sett í gildi, er ein kærustovnur, sum m.a. er umsitingin hjá kærunevndini í almannamálum, settur á stovn. Av teirri orsøk er § 6 í lógini broytt, so ásetingin samsvarar við tað, sum er galdandi í dag.

Sambært stýrisskipanarlógini hevur hvør landsstýrismaður ábyrgd av sínum øki. Tí verður orðið landsstýrið broytt til landsstýrismaðurin.

Somuleiðis er tann danski teksturin í lógini settur úr gildi.

Av tí, at talan einans er um tekniskar tillagingar, standast ongar fíggjarligar ella fyrisitingarligar avleiðingar av hesum broytingum.

1. viðgerð 14. mars 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 28. mars 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Uppskotið er ein teknisk rætting og tillaging, sum er neyðug í sambandi við broytingar í aðrari lóggávu.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. mars 2000.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 30. mars 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 11. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 687-21/99
Ahs.j.nr. 0.23-9901480/5
Ll.nr. 54 frá 10.05.00