Kommunustýri

 

82  Uppskot til  løgtingslóg um kommunustýri

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um kommunustýri
(kommunustýrislógin)

Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar

§ 1. Ásetingarnar í lógini verða nýttar í øllum viðurskiftum í kommunala stýrinum, uttan so, at serlig undantøk eru heimilað í aðrari lóggávu.

§ 2. Við meirilutavali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har tað valevni, ið fær meir enn helmingin av atkvøðunum frá teimum, ið eru á fundi, er valt.
Stk. 2. Fæst tílíkur meiriluti ikki við fyrstu atkvøðugreiðslu, verður atkvøtt umaftur. Fær heldur eingin meiriluta hesa ferð, verður bundið val ímillum tvey teirra, ið fingu flestar atkvøður. Stendur á jøvnum hjá fleiri enn tveimum valevnum, verður lutakast um, hvørji tey tvey skulu verða, sum endalig atkvøðugreiðsla tá verður um.
Stk. 3. Fær hvørgin teirra meiriluta hesa ferð, verður lutakast, sum borgarstjórin skipar fyri. Er borgarstjóri ikki valdur, skipar fyrst valdi limurin fyri hesum lutakasti.

§ 3. Við lutfalsvali í hesi lóg verður sipað til ein valhátt, har kommunustýrislimir frammanundan boða borgarstjóranum frá, at teir ganga saman í valbólk, og at teir vilja atkvøða saman.
Stk. 2. Limatalið í hvørjum bólki sær verður skift sundur við 1, 2, 3 o.s.fr. Býtingartalið, sum tá kemur fram, ásetir ta raðfylgju, ið hvør bólkur kann velja sítt umboð.
Stk. 3. Eru tvey ella fleiri býtingartøl líka stór, verður raðfylgjan funnin við lutakasti, sum borgarstjórin skipar fyri.
Stk. 4. Tá ið avgjørt er, hvussu mong umboð hvør bólkur skal hava, eiga bólkarnir sum skjótast at boða borgarstjóranum frá, hvør umboðar hvønn bólkin.
Stk. 5. Sigur ein bólkur frá sær rættin at seta eitt ella fleiri umboð, verða teir leysu sessirnir býttir ímillum hinar bólkarnar eftir stk.1-3.

Kapittul 2
Kommunustýrið

§ 4. Kommunuviðurskifti verða stýrd av einum stýri, sum nevnt verður kommunustýri. Formaðurin í kommunustýrinum nevnist borgarstjóri.
Stk. 2. Kommunustýrið verður valt eftir reglunum í kommunalu vallógini.

§ 5. Kommunustýrið skal áseta nærri reglur um síni stýrisviðurskifti í eini kommunustýrisskipan. Uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipan skulu hava tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili.
Stk. 2. Talið á kommunustýrislimum, sum í minsta lagi skal vera 7 og í mesta lagi 17, verður ásett í kommunustýrisskipanini. Limatalið skal vera stakt.
Stk. 3. Kommunustýrið skal áseta nærri reglur um sína málsmannagongd í eini fundarskipan.
Stk. 4. Kommunustýrið skipar kommunalu umsitingina og skal áseta nærri reglur um starvsfólkaviðurskiftini í eini starvsfólkaskipan.
Stk. 5. Ásetingarnar í sáttmálum og avtalum um lønar- og setanarviðurskifti fyri kommunal starvsfólk (íroknað kommunalar felagsskapir) og flokkingar og stig fyri størv, sum ikki frammanundan greitt eru ásett í sáttmála ella avtalu, skulu góðkennast av landsstýrismanninum.

§ 6. Kommunustýrislimur hevur skyldu at lata seg velja til borgarstjóra, varaborgarstjóra, nevndarlim ella umboð, umframt at gera aðrar kommunalar uppgávur, sum kommunustýrið áleggur honum.
Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann leggja borgarliga starvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri.
Stk. 3. Val av varaborgarstjóra ella 1. og 2. varaborgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Varaborgarstjórin ella 1. og 2. varaborgarstjóri verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Varaborgarstjórin er í borgarstjórans stað, tá hesum berst frá, sí tó § 24, stk. 2. Ásetir kommunustýrisskipanin, at 1. og 2. varaborgarstjóri skulu verða valdir, fer valið fram undir einum eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3.
Stk 4. Kommunustýrislimur kann av persónligum ávum bera seg undan at vera borgarstjóravalevni.
Stk. 5. Um so er, at allir kommunustýrislimir bera seg undan at vera borgarstjóravalevni, sbr. stk. 4, og kommunustýrið sostatt ikki kann skipa seg innan ta í § 12, stk. 1, ásettu freist, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um, at nýval skal útskrivast í viðkomandi kommunu.

§ 7. Kommunustýrislimur, sum er løntakari, hevur rætt til fríloyvi í tann mun, hann skal luttaka á fundum o.ø., sum nevnt er í § 9, stk. 1, 1-4, um ikki avgerandi fyrilit til arbeiði hansara tala ímóti hesum.
Stk. 2. Borgarstjóri, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum.

§ 8. Stendur løntakari á valevnislista til kommunuval, ella er løntakari valdur til kommunustýrislim, má arbeiðsgevari hansara ikki siga hann úr starvi av hesi orsøk.
Stk. 2. Verður løntakari, ið stendur á valevnislista til kommunuval, ella løntakari, ið er valdur til kommunustýrislim, sagdur úr starvi, liggur tað á arbeiðsgevaranum at prógva, at uppsøgnin ikki skyldast nevndu viðurskiftum.
Stk. 3. Um arbeiðsgevari brýtur stk. 1 við at siga løntakara úr starvi, skal arbeiðsgevarin rinda honum eina samsýning orsakað av hesum. Samsýningin, sum í mesta lagi kann svara til løn í 50 vikur, verður at áseta alt eftir starvsaldri og umstøðunum annars.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 eru somuleiðis galdandi fyri borgarstjóra, ið hevur rætt til farloyvi eftir § 7, stk. 2.

§ 9. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um samsýning til kommunustýrislimir. Samsýning kann m.a. verða veitt fyri:
1) luttøku á kommunustýrisfundum og nevndarfundum,
2) luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum sum kommunalt valdur limur,
3) skeiðsluttøku, sum kommunustýrið hevur góðkent,
4) annað virksemi, eftir umbøn frá kommunustýrinum ella eini fastari nevnd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um samsýning til onnur enn kommunustýrislimir fyri arbeiði í nevndum o.l., sum kommunustýrið setir ella skal velja lim ella umboð í.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um løn og eftirløn til borgarstjóra og varaborgarstjóra, tá hesin virkar í borgarstjórans stað.

§ 10. Kommunustýrislimur hevur skyldu at boða frá, um hann heldur iva vera um sítt gegni.
Stk. 2. Kommunustýrið ger av, um ein kommunustýrislimur er ógegnigur.
Stk. 3. Er líkt til, at kommunustýrið tekur avgerð um, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kunnu limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð.
Stk. 4. Hevur tiltakslimur ikki fingið fundarboð í tí føri, kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, kunnu teir limir, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, krevja, at málið verður flutt til næsta fund.
Stk. 5. Málið kann tó ikki verða flutt, um 2/3 av teimum hjástøddu kommunustýrislimunum eru ímóti, ella um málið ikki tolir at bíða.

§ 11. Eingin, sum situr í starvi hjá kommununi, má vera limur í einari nevnd, sum hevur við hansara starvsviðurskifti at gera.
Stk. 2. Ein nevndarlimur má ikki fyri viðurlag gera nakað arbeiði fyri tann partin av kommunalu fyrisitingini, ið verður stjórnað av avvarandi nevnd, uttan so at arbeiðið er boðið út alment, ella umstøðurnar serstakliga ráða til slíkt, og í seinra føri skal kommunustýrið hava samtykt hetta frammanundan.

Kapittul 3
Kommunustýrisfundir

§ 12. Nývalda kommunustýrið skal skipa seg í seinasta lagi innan árslok í valárinum.
Stk. 2. Kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Fyrst valdi kommunustýrislimur gevur fundarboð og leiðir fundin, til borgarstjóri er valdur. Um tveir ella fleiri kommunustýrislimir eru valdir við líka nógvum atkvøðum, ger valnevndin av við lutakasti, hvør skal geva fundarboð og leiða fundin, til borgarstjóri er valdur.
Stk. 3. Berst kommunustýrislimi frá at møta á fyrsta fundi, skal tiltakslimur innkallast.

§ 13. Kommunustýrið hevur vanliga fund eina ferð um mánaðin. Nærri reglur um vanligar fundir skulu vera ásettar í fundarskipanini. Almannakunngjørt skal verða við ársbyrjan, nær og hvar vanligir kommunustýrisfundir verða hildnir.
Stk. 2. Kommunustýrið hevur eykafund, tá ið borgarstjórin heldur tað vera neyðugt, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað. Borgarstjórin ger av, nær og hvar eykafundir verða hildnir. Avgerð um eykafund skal verða almannakunngjørd, um høvi er til tess.

§ 14. Kommunustýrið er viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av kommunustýrislimunum er á fundi.
Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið meirilutin av teimum, ið greiða atkvøðu, hevur atkvøtt fyri uppskotinum. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.
Stk.3. Tá persónur verður settur í starv hjá kommununi, fer val millum fleiri umsøkjarar fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2.

§ 15. Kommunustýrislimur kann seta fram uppskot og spyrja um øll kommunal viðurskifti. Nevndir og borgarstjóri skulu geva kommunustýrinum allar kravdar upplýsingar, og skulu annars - við teimum avmarkingum, ið fylgja av lóggávuni – fylgja avgerðum kommunustýrisins.
Stk. 2. Ein og hvør kommunustýrislimur, ið ikki er nevndarlimur, kann krevja at fáa sent dagsskráir, úrrit úr gerðabókum, málstilfar o.a., sum sent verður nevndarlimunum.

§ 16. Kommunustýrið skal áseta í kommunustýrisskipanina, hvussu kommunustýrislimur skal kunna fáa upplýsingar ella tekniska hjálp frá fyrisitingini í sambandi við málsviðgerðir.
Stk. 2. Kommunustýrislimur hevur rætt at kanna framlagt tilfar saman við serkønum stuðli, sum ikki er kommunustýrislimur, í tí vavi, tað er í samsvari við reglurnar um tagnarskyldu.

§ 17. Kommunustýrislimur hevur rætt at fáa skjalainnlit í málum, har tilfarið í endaligum skapi er til skjals í kommunalu fyrisitingini.
Stk. 2. Kommunustýrislimur skal stíla umsókn sína um skjalainnlit til borgarstjóran við tilskilan um, hvørji skjøl ella mál talan er um.
Stk. 3. Borgarstjórin kann avmarka rættin til skjalainnlit í tí vavi, tað er neyðugt við atliti at málsavgreiðsluni, ella har skjalainnlit í avgerandi mun ber ampa við sær.

§ 18. Berst kommunustýrislimi frá at møta á kommunustýrisfundi vegna heilsustøðu, kunnu teir limir, ið eru valdir á viðkomandi valevnislista, krevja, at tiltakslimur fær fundarboð. Á fyrsta fundinum ella við aðru viðgerð av fíggjarætlanini, sbr. § 12 og § 39, kann verða kravt, at tiltakslimur fær fundarboð, eisini um kommunustýrislimi berst frá at møta av aðrari orsøk. Er eingin kommunustýrislimur, sum kann seta fram krav um at geva tiltakslimi fundarboð, kann tiltakslimurin sjálvur krevja at fáa fundarboð.
Stk. 2. Berst kommunustýrislimi væntandi frá at røkja starv sítt í meira enn 14 samfullar dagar vegna annað alment starv, heilsustøðu ella aðra lógliga orsøk, skal viðkomandi boða borgarstjóranum frá, og borgarstjórin skal síðani geva tiltakslimi fundarboð.
Stk. 3. Kommunustýrið ger av, um treytirnar fyri innkallan av tiltakslimi eru loknar.

§ 19. Tá ið kommunustýrislimur aftur er førur fyri luttaka, fer innkomin tiltakslimur út.
Stk. 2. Í teimum førum, har fleiri tiltakslimir eru komnir inn á sama valevnislista, men har starvstíðin ikki endar samstundis, skal tann tiltakslimur, ið fyrstur er valdur, verða seinastur út.

Kapittul 4
Borgarstjórin

§ 20. Borgarstjórin hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini. Hann býtir málini sundur til tær ymisku nevndirnar og tekur sær av teimum málum, sum ikki eru latin nakrari nevnd.
Stk. 2. Borgarstjórin gevur fundarboð og fyrireikar kommunustýrisfundirnar.
Undan hvørjum fundi skal borgarstjórin kunna kommunustýrislimirnar um, hvørji mál koma fyri.
Stk. 3. Eitt hóskandi tíðarskeið fyri fundin skal borgarstjórin leggja mál og málsupplýsingar fram, so at kommunustýrislimirnir kunnu gera sær eina sjálvsmeting um hesi málini.

§ 21. Á hvørjum vanligum kommunustýrisfundi boðar borgarstjórin frá, hvørji mál eru beind í nevnd síðan síðsta fund.
Stk. 2. Borgarstjórin ansar eftir, at tey mál, ið krevja kommunustýrisviðgerð, fáa tílíka viðgerð, og at neyðug ummæli verða fingin. Borgarstjórin skal síggja til, at málini verða avgreidd, og um neyðugt ger hann fyriskipan um hetta.
Stk. 3. Borgarstjórin kann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða ella har ongin orsøk er til iva.
Stk. 4. Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.

§ 22. Nærri reglur um virksemi borgarstjórans verða ásettar í kommunustýrisskipanini.
Stk. 2. Verjir borgarstjórin seg við at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir hesi lóg ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð verjir seg við at fremja uppgávur sínar, fyribils velja ein annan kommunustýrislim sum virkandi borgarstjóra.
Stk. 3. Avgerðin sambært stk. 2, 2. pkt., skal alt fyri eitt verða latin landsstýrismanninum til staðfestingar.
Stk. 4. Staðfestir landsstýrismaðurin eina avgerð hjá kommunustýrinum sambært stk. 3, er borgarstjórin undantikin starvi sínum frá hesum mundi.
Stk. 5. Hevur landsstýrismaðurin staðfest eina avgerð sambært stk. 4, skal kommunustýrið alt fyri eitt leggja málið inn fyri dómsvaldið til rættarroynd fyri at royna, um treytin í stk. 2, 2. pkt., er til staðar. Kemur dómsvaldið til ta niðurstøðu, at treytin í stk. 2, 2. pkt., er til staðar, skal borgarstjórin víkja sæti.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í stk. 2 nevnda føri, eftir áheitan frá kommunustýrinum, gera av, at lønin hjá borgarstjóranum skal verða skerd við einum fjórðingi, eini helvt, ella at hon í versta føri fellur burtur.

§ 23. Setir borgarstjóri ella varaborgarstjóri fram umbøn um at verða loystur úr starvi, kann kommunustýrið loysa hann úr starvinum.
Stk. 2. Fer borgarstjóri ella varaborgarstjóri úr kommunustýrinum, doyr, ella verður loystur úr starvi, skal nýval av borgarstjóra ella varaborgarstjóra fara fram eftir reglunum í § 6, stk. 2 og stk. 3.
Stk. 3.
Tá ið nýggjur borgarstjóri verður valdur eftir stk. 2, kann tað, við góðkenning frá landsstýrismanninum, eftir umstøðunum verða vikið frá ásetingini í § 6, stk. 2, 2. pkt., um so er, at stutt tíð er eftir av valskeiðnum.

§ 24. Kemur tiltakslimur í staðin fyri borgarstjóran, tekur varaborgarstjórin við uttan so, at kommunustýrið skal velja nýggjan borgarstjóra, sbr. stk 2.
Stk. 2. Er tiltakslimur komin inn fyri borgarstjóra ella varaborgarstjóra eftir reglunum í § 18, stk. 2, men sannlíkt er, at fráveran varir longri enn 2 mánaðir, skal kommunustýrið fyribils velja borgarstjóra ella varaborgarstjóra í teirra stað eftir reglunum í ávíkavist § 6, stk. 2 og stk. 3. Ásetingin í § 23, stk. 3 er somuleiðis galdandi.

§ 25. Borgarstjórin ansar eftir, at allar samtyktir á kommunustýrisfundi verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi kommunustýrislimunum.
Stk. 2. Hevur kommunustýrislimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Tá mál, har kommunustýrislimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verður sent øðrum myndugleikum, kann kommunustýrislimur krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini.

Kapittul 5
Almenni

§ 26. Kommunustýrisfundir eru almennir. Um neyðugt, kann kommunustýrið gera av, at mál, sum t.d. persónsmál, skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum. Henda viðgerð kann fara fram fyri afturlatnum hurðum, um borgarstjórin ger tað av, ella um 1/3 av kommunustýrislimunum krevur tað.
Stk. 2. Kommunustýrið kann loyva starvsfólki hjá kommununi at fylgja við eini málsviðgerð fyri afturlatnum hurðum.
Stk. 3. Kommunustýrið kann loyva øðrum fólki at fylgja eini málsviðgerð fyri afturlatnum hurðum til tess at fáa upplýsingar í málinum við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

§ 27. Kommunustýrið skal kunna borgararnar um ta endaligu samtyktu fíggjarætlanina eins og um roknskapin saman við møguligum viðmerkingum.
Stk. 2. Yvirlit yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, eins og úrrit úr gerðabókini fyri síðsta fund, skulu verða almannakunngjørd við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

Kapittul 6
Nevndir

§ 28. Settar skulu verða ein fíggjarnevnd og ein ella fleiri aðrar fastar nevndir til beinleiðis fyrisiting av kommunalum viðurskiftum. Nevndirnar skipa seg sjálvar, sbr. tó § 38, stk. 1, 2. pkt.
Stk. 2. Val av limum og tiltakslimum til fastar nevndir fer fram beint eftir, at borgarstjóri og varaborgarstjóri eru valdir. Valið fer fram eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3.
Stk. 3. Hevur borgarstjórin ella annar nevndarformaður fastan sess í eini nevnd, verður hesin sessur taldur við upp í sessatalið, sum bólkur teirra hevur rætt at ogna sær.
Stk. 4. Verður avgjørt at velja nevnd av nýggjum, stendur øll nevndin fyri vali.

§ 29. Allir limir í føstu nevndunum skulu vera kommunustýrislimir.
Stk. 2. Kommunustýrisskipanin skal áseta nærri reglur bæði um manning og málsøki hjá teimum føstu nevndunum. Talið á nevndarlimum skal vera stakt, og tað skal vera minni enn helmingurin av øllum kommunustýrislimunum.
Stk. 3. Nærri reglur um nevndararbeiðið kunnu verða ásettar í eina fundarskipan.

§ 30. Nevndarformaður gevur fundarboð og fyrireikar nevndarfund.
Stk. 2. Borgarstjórin kann kalla nevndarlimirnar í einari ella fleiri nevndum saman fyri at tosa um felags áhugamál.
Stk. 3. Borgarstjórin hevur atgongd til allar nevndarfundir, tó uttan atkvøðurætt. Borgarstjórin skal hava fundarskrá og fráboðan um, nær og hvar nevndarfundur verður hildin.
Stk. 4. Nevndin kann geva øðrum persóni atgongd, um tað er ynskiligt til tess at fáa upplýsingar í málinum.

§ 31. Nevndarformaðurin ansar eftir, at farið verður fram eftir nevndarsamtyktunum. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan.
Stk. 2. Nevndarformaður kann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða, ella har ongin orsøk er til iva. Tó skal borgarstjórin kunnast, áðrenn avgerð verður tikin í málum, ið ikki tola at bíða, uttan so er, at tað snýr seg um avgerðir, sum við lóg eru latnar nevndini.
Stk. 3. Ein og hvør nevndarlimur kann leggja mál um virksemi hjá nevndarformanninum fyri nevndina. Formaðurin skal eftir áheitan geva nevndini allar upplýsingar, eins og hann í øllum lutum skal lýða tær avgerðir, nevndin tekur.

§ 32. Nevndarlimur kann, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk, krevja, at málið verður lagt fyri kommunustýrið til avgerðar.

§ 33. Ein nevnd er viðtøkufør, um í minsta lagi helmingurin av nevndarlimunum er á fundi.
Stk. 2. Um einki annað er fyriskipað, er eitt uppskot samtykt, tá ið ein meiriluti av teimum, ið greiða atkvøðu, hava atkvøtt fyri tí. Stendur á jøvnum, er uppskotið fallið.

§ 34. Nevndarformaðurin ansar eftir, at allar nevndarsamtyktir verða førdar í gerðabók, sum við fundarlok skal verða lisin upp og undirskrivað av øllum teimum luttakandi nevndarlimunum.
Stk. 2. Hevur nevndarlimur serstøðu, kann hann krevja, at serstøða hansara í stuttum verður viðmerkt í gerðabókina. Tá mál, har nevndarlimur hevur serstøðu sambært gerðabókini, verður sent øðrum myndugleikum, kann nevndarlimurin krevja, at myndugleikin verður kunnaður um tað, ið stendur í gerðabókini.

Kapittul 7
Aðrar nevndir og umboðan

§ 35. Har kommunustýrið eftir øðrum reglum ella fyriskipanum skal vera umboðað í øðrum nevndum ella tílíkum, og kommunustýrið bert skal velja eitt umboð, fer valið fram eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Skulu fleiri umboð verða vald, fer valið fram eftir lutfalsvalháttinum sambært § 3.
Stk. 2. Skal ein nevnd ella tílíkt verða mannað við øðrum enn bara kommunustýrislimum, fer valið av teimum, ið kommunustýrið skal velja, fram undir einum.
Stk. 3. Í teirri raðfylgju, sessirnir verða lutaðir einum bólki, kann bólkurin tilnevna limir ella onnur, til annað slag av sessum er sett.

§ 36. Kommunustýrið kann seta serstakar nevndir at taka sær av einstøkum málum ella at ráðgeva kommunustýrinum, fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd.
Stk. 2. Kommunustýrið ásetir nærri reglur bæði um virksemi, virkisskeið og manning av serstøkum, ráðgevandi nevndum.

§ 37. Kommunustýrið kann seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja fólki á staðnum ummælisrætt í málum, sum viðvíkja staðbundnum viðurskiftum.
Stk. 2. Staðbundnar nevndir skulu verða mannaðar bæði við umboðum úr kommunustýrinum og við staðbundnum umboðum, tó soleiðis, at staðbundnu umboðini altíð eiga meirilutan.
Stk. 3. Val av staðbundnum umboðum fer fram sama dag og eftir somu reglum, sum val fer fram til kommunustýrið við teimum avvikum, ið umstøðurnar krevja, sbr. stk. 4.
Stk. 4. Nærri reglur um samanseting, manning og hoyringarmannagongd skulu verða ásettar í kommunustýrisskipanina. Eisini verða í kommunustýrisskipani settar neyvari reglur um neyðug frávik frá kommunuvallógini viðvíkjandi valbæri, valrætti v.m.
Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki samstundis vera staðbundið umboð.

Kapittul 8
Fíggjarumsiting

§ 38. Fíggjarnevndin tekur sær av beinleiðis umsitingini av málum, ið víðvíkja kassa- og roknskaparverki og lønar- og starvsfólkaviðurskiftum kommununar. Borgarstjórin er nevndarformaður.
Stk. 2. Fíggjarnevndin samskipar og fylgir við fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum innan tað kommunala fyrisitingarøkið.
Stk. 3. Fíggjarnevndin hevur ábyrgd av
1) at gjørd verður ein bókhaldsførsluskipan, ið gjølla sýnir, hvussu kommunuognin verður umsitin,
2) at liðugur roknskapur við møguligum viðmerkingum verður grannskoðaður,
3) at viðgera og taka støðu til viðmerkingar frá grannskoðanini og
4) at leggja grannskoðaðan roknskap saman við grannskoðanarfrágreiðingini fyri kommunustýrið til góðkenningar og undirskrivingar.
Stk. 4 Áðrenn mál víðvíkjandi fíggjarviðurskiftum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða løgd fyri kommunustýrið, skal fíggjarnevndin geva sítt ummæli.

§ 39. Fíggjarárið er frá 1. januar til 31. desember. Fíggjarnevndin skal fyri 1. oktober leggja uppskot til fíggjarætlan fyri kommunustýrið.
Stk. 2. Kommunustýrið skal viðgera uppskot til fíggjarætlan tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Fíggjarætlanin skal verða endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

§ 40. Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt, verður eisini útskrivingin av kommunuskattinum fyri komandi árið samtykt við fíggjarætlanini sum grundarlag. Samtykta fíggjarætlanin er á sama hátt bindandi fyri kommunalu umsitingina komandi fíggjarárið.

§ 41. Kommunustýrið hevur játtanarmyndugleikan. Ikki kann verða farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk.
Stk. 2. Kommunustýrið kann tó um neyðugt veita eykajáttan. Eykajáttan krevur tvær viðgerðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Við hvørja eykajáttan skal verða víst á, hvussu hon verður fíggjað.
Stk. 3. Hevur kommunustýrið sambært lóg ella aðrari bindandi rættarreglu skyldu til at bera útreiðslurnar av ávísum tiltøkum, kann hetta setast í verk uttan játtan frammanundan, men játtan skal tá skjótast gjørligt fáast frá kommunustýrinum.

§ 42. Fíggjarnevndin skal ansa eftir, at øll peningaogn hjá kommununi er goymd á tryggan hátt.
Stk. 2. Peningaognir skulu setast í peningastovn, á postgiro ella í tílík lánsbrøv, ið nýtt verða, tá ið um ognir hjá ómyndingum ræður, so tær geva sum mest av sær.
Stk. 3. Virðisbrøv skulu hava átekning um, at tey eru ogn hjá kommununi, og at eingin hevur ræði á teimum uttan samtykt kommunustýrisins. Um til ber, skal átekningin verða skrivað í bók hjá viðkomandi stovni.

§ 43. Til lántøku, veðsetan, nýtslu av rakstraravlopi og tílíkum krevst samtykt frá kommunustýrinum.
Stk. 2. Er nettoskuldin meira enn ein álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skattaprosenti, krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku og til broytingar í lánitreytunum.

§ 44. Føst ogn hjá kommununi má ikki seljast, uttan so, at ognin frammanundan hevur verið boðin út alment. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina við almennum útboði umframt reglur um, at ávísar ognir kunnu undantakast almennum útboði.
Stk. 2. Skjøl viðvíkjandi keypi og sølu av fastari ogn o.t. skulu verða undirskrivað av borgarstjóranum og einum persóni, sum kommunustýrið hevur heimilað til tess.

§ 45. Kommunan skal hava óhefta, sakkøna grannskoðan av sínum fíggjarviðurskiftum. Grannskoðarin skal vera ríkisgóðkendur ella skrásettur. Grannskoðarin kann krevja allar neyðugar upplýsingar útflýggjaðar frá kommunustýrinum fyri at gera arbeiði sítt.
Stk. 2. Grannskoðarin skal regluliga eftirkanna roknskaparførslu og roknskaparmannagongdir hjá kommununi.
Stk. 3. Grannskoðarin skal hyggja eftir, um tann fíggjarliga umsitingin samsvarar við lógina, fíggjarætlanina, eykajáttanir og aðrar tiknar avgerðir.

§ 46. Í samband við góðkenning av ársroknskapinum skal kommunustýrið taka støðu til, um grannskoðarin skal halda áfram, ella um ein annar skal verða valdur.
Stk. 2. Til tess at loysa grannskoðaran úr starvi krevst loyvi frá landsstýrismanninum.

§ 47. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um kontoskipan, fíggjarætlan, bókhald, ársroknskap, grannskoðan og avgerðir um viðmerkingar til grannskoðanina og tílíkt.

Kapittul 9
Eftirlit, rættartiltøk v.m.

§ 48. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við kommununum.

§ 49. Ikki er loyvt kommunum at fíggja rakstur, rentur og avdráttir við lántøku ella við inntøku frá sølu av fastari ogn.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, nær tað í serføri kann gerast undantak frá ásetingunum í stk. 1.

§ 50. Ein kommuna kann einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga.
Stk. 2. Kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum, men stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast uttan so, at serligar orsøkir eru.
Stk. 3. Áðrenn tiltak sambært stk. 1 ella stk. 2 verður sett í verk, skal kommunustýrið skrivliga boða landsstýrismanninum frá hesum.

§ 51. Kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í teimum lógarásettu heimildunum, sum kommunustýrið hevur eftir hesi lóg, kunnu bert setast á stovn, um so er, at landsstýrismaðurin góðkennir eina tílíka samstarvsavtalu.
Stk. 2. Hevur landsstýrismaðurin góðkent eina kommunusamstarvsavtalu eftir stk. 1, skal hann eisini góðkenna treytirnar í sambandi við avtaluslit. Er ósemja um treytirnar, verða tær ásettar av landsstýrismanninum.

§ 52. Landsstýrismaðurin ásetir reglur viðvíkjandi ábyrgdarbindingum, veðhaldi o.l. og viðvíkjandi tilsøgn um regluligar veitingar, ið kommunan ikki eftir lógini hevur skyldu til.

§ 53. Kommunustýrið hevur skyldu at veita landsstýrismanninum allar neyðugar upplýsingar og frágreiðingar.
Stk. 2. Til tess at landsstýrismaðurin kann røkja sínar eftirlitsskyldur við fíggjarligu viðurskiftinum hjá kommununum, skulu tær lata honum:
1) grannskoðaðan roknskap innan 1. juni eftir endað fíggjarár,
2) samtykta fíggjarætlan innan 3 gerandisdagar eftir 1. desember og
3) samtykta eykajáttan innan 3 gerandisdagar aftaná, at hon er samtykt.

§ 54. Er nettoskuldin hjá kommununi meira enn eina nettoálíkning, sbr. § 43, stk. 2, kann landsstýrismaðurin geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í uppskotið til fíggjarætlan, í fíggjarætlan ella í eykajáttan, um landsstýrismaðurin metir, at:

  1. inntøku-, útreiðslu- og íløgumetingarnar eru skeivar,
  2. inntøku-, útreiðslu- og íløgumetingarnar eru gjørdar á skeivum grundarlagi, ella at
  3. inntøkurnar ella útreiðslurnar og íløgurnar eru órímiligar ella óneyðugar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í tí í § 43, stk. 2, nevnda føri geva kommunustýrinum boð um at lata landsstýrismanninum uppskot til fíggjarætlan innan 1. oktober.

§ 55. Hevur kommunustýrið tikið eina avgerð, sum er ímóti lóggávuni, kann landsstýrismaðurin ógilda avgerðina. Undir viðgerðini av málinum kann landsstýrismaðurin fyribils taka avgerðina av. Er avgerðin framd í verki, kann landsstýrismaðurin einans ógilda ella fyribils taka avgerðina av, um

  1. ein partur í málinum skrivliga heitir á landsstýrismannin um hetta,
  2. tað ikki eftir aðrari lóggávu er høvi til at klaga og
  3. avgerandi fyrilit, serliga til privat áhugamál, ikki tala ímóti hesum.

Stk. 2. Heldur kommunustýrið seg óvirkið mótvegis lógarásettum skyldum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum kommunustýrislimum, sum bera ábyrgd av hesum, tvingsilsbøtur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann saksøkja kommunustýrislim eftir endurgjaldi, um hann ber ábyrgd av, at kommunan hevur verið fyri missi.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann sleppa einum sakarmáli, um viðkomandi kommunustýrislimur í staðin sektarsamtykkir mótvegis kommununi innan ásetta freist.
Stk. 5. Kommunustýrislimur kann ikki sleppa sær undan ábyrd við ikki at greiða atkvøðu.
Stk. 6. Ásetingarnar í stk. 1-5 eru eisini galdandi fyri fíggjarnevndina og aðrar fastar nevndir og viðkomandi nevndarlimir umframt kommunusamstørv, sum nevnd í § 51.

§ 56. Kommunustýrislimur verður sektaður við bót, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, ið fylgja av starvsinnihaldi hansara.
Stk. 2. Átala eftir stk. 1 kann einans verða reist eftir áheitan frá landsstýrismanninum.

Kapitul 10
Gildiskoma og skiftisreglur

§ 57. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001, sbr. tó stk. 2 og § 59.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta hesa lóg ella partar av henni í gildi áðrenn 1. januar 2001.
Stk. 3. Samstundis, sum henda lóg kemur í gildi, fara hesar lógir úr gildi:

  1. Løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum og
  2. løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m. við seinni broyting.

Stk. 4. Kunngerðir, reglugerðir og starvsskipanir, sum eru gjørdar við heimild í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum, verða verandi í gildi við teimum broytingum, ið fylgja av hesi lóg, til tær verða settar úr gildi. Reglugerðir og starvsskipanir fara tó úr gildi 1. juli 2001, tá kommunustýrini skulu hava samtykt nýggja kommunustýrisskipan og fundarskipan sambært ásetingunum í § 5, stk. 1 og stk. 3.

§ 58. Fyri kommunur við færri enn 500 íbúgvum við ársbyrjan í valárinum verða hesi undantøk gjørd:

  1. § 5, stk. 2, er ikki galdandi fyri hesar kommunur. Í hesum kommunum verður talið á kommunustýrislimunum 5, tó soleiðis, at fyri kommunur við 100 íbúgvum ella færri verður talið 3.
  2. § 6, stk. 2, 3. pkt., og stk. 4 og § 7, stk. 2, eru ikki galdandi fyri hesar kommunur. Í hesum kommunum verður ásett í kommunustýrisskipanini, hvønn setanarbrøk borgarstjórin skal hava.
  3. §§ 28-34 eru ikki galdandi fyri hesar kommunur, og áliggur tað tá borgarstjóranum at taka sær av teim uppgávum, ið annars høvdu ligið hjá fíggjarnevnd ella aðrari nevnd.

§ 59. Til kommunuvalið ár 2000 skulu veljast í minsta lagi 7 kommunustýrislimir í kommunum, sum hava 500 íbúgvar ella fleiri við ársbyrjan í valárinum, og skulu 5 kommunustýrislimir veljast í kommunum við færri enn 500 íbúgvum og 3 í kommunum við færri enn 100 íbúgvum.

Almennar viðmerkingar

Inngangur
Landsstýrið samtykti á fundi 23. apríl 1996 at seta eina nevnd, at kanna og útgreina verandi kommunuskipan, og koma við uppskoti um nýggja kommunala skipan, umfatandi kommunala uppbýti, uppgávu- og ábyrgdarbýti og stýrisskipan kommunanna. Arbeiðssetningurin fyri nevndina varð góðkendur av løgtinginum, m.a. við tí ískoyti í mun til uppskotið, sum landsstýrið legði fram, at kommunusamanleggingar skuldu verða sjálvbodnar.

Nevndin legði fram álit í september 1998 við m.a. uppskoti um nýggja kommunustýrislóg og lóg um samanlegging av kommunum. Hetta lógaruppskot svarar í stóran mun til uppskotið frá nevndini. Tó eru ávísar broytingar gjørdar í mun til uppskotið frá nevndini, m.a. av teirri orsøk, at landsstýrið hevur avgjørt ikki at seta fram uppskot um, at kommunur kunnu verða samanlagdar við lóg, soleiðis, sum nevndin hevði skotið upp. Harumframt eru fleiri útgreiningar og tillaðingar gjørdar.

Endamálið við lógaruppskotinum er, sum eisini samgonguskjalið frá 1998 vísir á, at kommunulóggávan skal nútímansgerast og kommunala sjálvsræðið og ábyrgdin skal styrkjast við greiðari skilnaði millum lands- og kommunuuppgávur.

Við uppskotinum fáa kommunalpolitikarnir eisini betri treytir at virka undir. Greiðari reglur verða settar viðvíkjandi rættindum og skyldum teirra og m.a. verður teimum tryggjaður ein rættur til fríloyvi frá arbeiði teirra, og vernd móti uppsøgn, grundað á kommunalpolitiskt arbeiði. Á henda hátt verður miðað ímóti, at býtið verður javnari millum alment og privat lønt í kommunustýrinum.

Landsstýrið metir, at tíðin er við at fara frá at hava eina so nágreiniliga stýring við kommununum, at nærum alt, ið avgerð verður tikin um, skal góðkennast eftirfylgjandi av landsstýrismanninum.

Ein av vansunum við góðkenningunum er, at virkisfrælsi hjá einum kommunustýri mangan er skert, við tað, at nógvar avgerðir eisini skulu umvegis miðfyrisitingina til góðkenningar, t.d. tá kommunan keypir ella selur fasta ogn. Her er ofta talan um rein avgreiðslumál og góðkenningin seinkar virkseminum hjá kommununi óneyðuga nógv.

Við at avmarka góðkenningarnar, fáa kommunurnar betri møguleika til at stýra sjálvar, umframt, at ábyrgdarbýtið millum land og kommunu verður heilt greitt. Tað verður eingin ivi um, hvør hevur ábyrgdina av avgerðunum í hvørjum einstøkum føri, við tað, at bert ein og sami myndugleiki stendur aftanfyri avgerðinar.

Samstundis sum ætlanin er, at kommunurnar á henda hátt skulu fáa størri rásarúm, so verður tann parturin av uppskotinum útgreinaður, ið hevur við landsstýrisins eftirlit við kommununum at gera. Soleiðis verða tað - eisini sum ein avleiðing av at góðkenningarnar verða færri - sum heild betri møguleikar til at hava munadygt eftirlit við, at kommunurnar halda galdandi lógir.

Teir fyrimunir, ið eru við góðkenningunum, eitt nú tað, at landsstýrismaðurin á henda hátt fær upplýsingar um keyp, sølu ella veðsetan av fastari ogn, fella burtur. Kommunurnar skulu tó framvegis kunna landsstýrismannin um t.d fíggjarlig viðurskifti og ásetingar um starvsfólkaviðurskifti skulu framvegis góðkennast av landsstýrismanninum. Góðir møguleikar verða sostatt hjá landsstýrismanninum til at hava eftirlit við kommununum, hóast fleiri av góðkenningunum fella burtur.

Við uppskotinum koma fleiri kommunur beinleiðis við undir allar ásetingar í lógini, og undantøkini verða sett beinleiðis í lógina. Undantøk verða einans gjørd fyri kommunur, ið hava færri enn 500 íbúgvar, meðan galdandi lóg loyvir landsstýrinum at gera undantøk fyri kommunur við færri enn 1000 íbúgvum.

Landsstýrið hevur við kunngerð frá 1972 m.a. gjørt tey undantøk frá galdandi kommunulóg, at kommunur við 1000 ella færri íbúgvum eru undantiknar §§ 12-19 í lógini. Kommunur við færri enn 1000 íbúgvum kunnu, tí sum er, ikki seta fíggjarnevnd ella aðra fasta nevnd. Ístaðin tekur bý- ella bygda(r)ráðið sær av teimum skyldum, sum við lógini verða álagdar fíggjarnevndini.

Ásetingar um kommunubýti v.m. verða lagdar í serliga lóg, sum væntandi verður løgd fyri tingið í heyst. Ætlanin er, at kommunur framhaldandi ikki kunnu býtast sundur, meðan samanleggingar skulu vera sjálvbodnar.

Ætlanin er eisini at broyta vallógina m.a. soleiðis, at valdagurin til kommunustýrið verður ásettur til ein fastan dag – helst annan týsdag – í november. Skotbráðið at viðgerða og avgreiða møguligar kærur verður sostatt rímuligt, til tess at hesar kunnu avgreiðast í góðari tíð, áðrenn nývaldað kommunustýrið skal taka við.

Kommunustýrið er politiskt stýrið, sum er demokratiskt legitimerað við frælsum vali. Hetta er tað, sum treytar, at kommunustýrið hevur vald, at avgera hvussu fíggjarliga orkan í kommununi skal nýtast til kommunalu uppgávurnar.

Í § 56 í løgtingslógini um stýrisskipan Føroya er ásett at: "Rættur kommunanna at skipa egin viðurskifti undir eftirliti landsstýrisins verður ásettur í løgtingslóg, m.a. í hvønn mun kommunur og millumkommunufelagsskapir kunnu skuldbindast við láni, borgan o.ø.m."

Uppskotið til kommunustýrislóg ásetir skipanina fyri kommunustýrið á sama hátt, sum landsins stýrisskipanarviðurskifti eru skipað í løgtingslógini um stýrisskipan Føroya. Uppskotið ásetir reglurnar fyri, hvussu evstu liðirnir í stýrinum verða skipaðir, hvussu fram verður farið, játtanarreglur, reglur um skuldarbinding v.m. og um eftirlit.

Galdandi rættur

Galdandi løgtingslóg um stýrisskipanina fyri kommunurnar er løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar. Lógin hevur fyrimynd í tágaldandi donsku kommunulógini og eisini lutvíst í tágaldandi norsku kommunulógini. Lógin, sum er evnað til við størri kommunum fyri eyga, er galdandi fyri allar kommunurnar, men við heimild í lógini eru kommunur við minni enn 1000 íbúgvum undantiknar frá fleiri av ásetingunum. Hetta eru serliga ásetingarnar í lógini um fastar nevndir.

Eftir galdandi lóggávu eru liðirnir í kommunalu fyrisitingini hesir: Bygda(r)ráðið, nevndirnar og formaðurin sum fyrisitingarligur leiðari (umsitingin). Kommunala fyrisitingin er tó ein eindarfyrisiting, við tað, at ein og sami myndugleiki, bygdaráðið, hevur málsræði í øllum viðurskiftum í kommunustýrinum uttan so, at lóggávan ásetir annað.

Kommunulógin hevur sum fyritreyt, at uppgávu- og ábyrgdarbýtið í kommunustýrinum verður skift sundur millum ymisku liðirnar í stýrinum: Bygda(r)ráðið, nevndirnar og formaðurin.

Bygda(r)ráðið er tann yvirskipaði, stýrandi liðurin fyri alla kommunalu umsitingina. Burtur sæð frá teim fáu avmarkingunum, sum fylgja av lóggávuni, er bygda(r)ráðið heimilað at taka avgerðir í øllum kommunalum viðurskiftum, heruppí, avgerðir viðvíkjandi játtanum og skipan av fyrisitingini.

Bygda(r)ráðið stýrir kommunala virkseminum, serliga við at seta karmar fyri umsitingini gjøgnum játtanina. Bygda(r)ráðið ásetir nærri reglur um virksemi hjá bygda(r)ráðs-formanninum í eina reglugerð. Viðvíkjandi kommunalu fyrisitingini, so kann bygda(r)ráðið innan lógarinnar karmar rættiliga frítt áseta leiðreglur um málsviðgerðina. Hetta kann t.d. vera við einari ætlan um, hvussu fyrisitingin skal skipast, eini ætlan um myndugleikabýti ella við starvslýsingum.

Viðvíkjandi heimildunum hjá bygda(r)ráðnum mótvegis fíggjarnevndini og hinum føstu nevndunum, so er hetta ásett beinleiðis í galdandi kommunulóg. Í § 18 er talan um ein rætt hjá bygda(r)ráðslimi til at fáa allar umbidnar upplýsingar frá nevndunum og til at leggja spurningar um virksemi hjá nevndunum fyri bygda(r)ráðið. Sambært § 19 hevur ein bygda(r)ráðslimur eisini rætt til at krevja, at eitt mál verður lagt fyri bygda(r)ráðið, áðrenn ein nevndaravgerð verður sett í verk. Leggur ein bygda(r)ráðslimur uppí eftir hesi áseting, merkir tað ikki einans ein uppílegging í málsavgreiðsluna, men eisini, at bygda(r)ráðið í veruleikanum tekur avgerð í málinum.

Innan ávís umráði kann bygda(r)ráðið tó ikki treytaleyst taka avgerðir í málum, sum verða viðgjørd av nevndum. Nakrar avmarkingar, ið fylgja av tí starvsbýti, ið kommunulógin hevur sum fyritreyt, eru í rættinum hjá bygda(r)ráðnum til at gera inntriv í arbeiði hjá nevndunum. Bygda(r)ráðið má sostatt virða tær bindingar, sum við atliti til starvshættir og starvsumráðini hjá nevndunum eru í kommunulógini og reglugerðini. Hetta eru ásetingar um serligu uppgávurnar hjá fíggjarnevndini, arbeiðsuppgávur og arbeiðsumráði hjá føstu nevndunum umframt ásetingarnar um val av nevndarformanni og ger av fundarskipan.

§ 12 í kommunulógini avmarkar møguleikan hjá bygda(r)ráðnum til at gera inntriv í arbeiði hjá einari nevnd. Bygda(r)ráðið kann sostatt ikki við einari avgerð, alment taka meginpartin av málsfyrireikingini og tað vanligu fyrisitingina innan málsumráðið, hjá einari nevnd, frá nevndini.

Av nevndunum hevur fíggjarnevndin ein serligan leiklut, við tað, at hon sambært lógini skal gera uppskot til figgjarætlan og annars hevur tvørgangandi og samskipandi uppgávur. Harumframt hevur fíggjarnevndin rætt til at úttala seg um øll fíggjarlig og umsitingarlig mál, áðrenn tey koma fyri bygda(r)ráðið. Sambært lóggávu, reglugerðum og føstum praksis er uppgávan hjá føstu nevndunum serliga, at fyrireika viðgerðina av málum hjá bygda(r)ráðum, at fyrisita ávís málsumráði og í hesum sambandi, at fremja avgerðir hjá bygda(r)ráðnum, umframt møguliga sjálvar at taka avgerðir, ið eru eitt náttúrligt lið í fyrisitingarliga virksemi teirra.

Í lógini verður einans virkið hjá nevndunum ásett, meðan ítøkiliga virkisumráði og hvørjar nevndir skulu verða, ásetir kommunan í einari reglugerð.

Nevndirnar hava ongar sjálvstøðugar heimildir, men eru undirlagdar avgerðunum hjá bygda(r)ráðnum. Tó verður vanliga góðkent, at bygda(r)ráðið kann lata nevndunum avgerðarrætt í ávísum málum innan teirra málsumráði. Um ein nevnd skal kunna taka avgerð ella einans skal kunna geva ummæli, ger bygda(r)ráðið av.

Bygda(r)ráðsformaðurin hevur ymiskar uppgávur. Hann er bæði leiðari av bygda(r)ráðnum umframt, at hann hevur aðrar uppgávur. Hann fyrireikar og kallar saman til bygda(r)ráðsfund, hann er føddur formaður fyri fíggjarnevndini, er dagligur leiðari av kommunalu fyrisitingini, kann avgerða ávís mál vegna bygda(r)ráðið og hevur harumframt nakrar samskipandi uppgávur viðvíkjandi nevndunum. Sjálvt um formaðurin sambært galdandi lóg ikki embætisliga kann ábyrgjast mótvegis bygda(r)ráðnum og bygda(r)ráðið heldur ikki kann gera politiska ábyrgd galdandi, skal hann tó altíð lýða avgerðunum hjá bygda(r)ráðnum.

Sum dagligur leiðari av fyrisitingini er bygda(r)ráðsformaðurin yvir kommunalu fyrisitingini og hevur ábyrgd av, at fyrisitingin er virkisfør. Hann hevur tískil eftirlit við teimum, ið undir honum eru og kann krevja neyðugar upplýsingar av teimum. Í mun til vanlig leiðarastørv eru heimildirnar hjá bygda(r)ráðsformanninum tó avmarkaðar, við tað, at hann ikki hevur innihaldsligan myndugleika í málum, sum hoyra føstu nevndunum til. Hann kann sostatt ikki taka avgerð í einum máli, sum hoyrir fastari nevnd til, eins og hann ikki kann ávirka avgerðina við at skipa fyri ella broyta møgulig tilmæli frá fyrisitingini í sambandi við, at eitt mál verður lagt fram í nevndini.

Við tað, at bygda(r)ráðsformaðurin hevur ábyrgd av dagligu leiðsluni, og heruppií tekur sær av teimum málum, ið ikki hoyra til nakra nevnd, verður ikki sagt, at hann persónliga skal taka sær av málunum. Hetta er einans ein rættlig lýsing av leiðarastarvi hansara og ein fastlegging av ábyrgdarumráðið hansara, sum dagligur leiðari. Bygda(r)ráðsformaðurin hevur sostatt ábyrgdina av, at fyrireika eina hóskandi og ráðiliga málsviðgerð, og í vanligum spurningum sum t.d. hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis, er bygda(r)ráðsformaðurin yvir kommunalu starvsfólkunum.

Tann lýsta leiðslan av kommunalu fyrisitingini setir greið krøv til samskipan av øllum virkseminum í kommununi og hevur støði í grundregluni um, at kommunala fyrisitingin er ein eindarfyrisiting. Hetta hevur verið ein av berandi grundreglunum við tilevningini av kommunulóggávuni. Her hevur bygda(r)ráðsformaðurin ein avgerandi leiklut, við tað, at hann er einasti politikari við veruligum møguleika fyri at fylgja við í dagligu gongdini í kommunalu umsitingini.

Kommunulógin gevur eisini bygda(r)ráðsformanninum ávísar heimildir, sum vísa, at hann hevur skyldu til at samskipa tað virksemi, sum fer fram í hinum kommunalpolitisku liðunum. M.a. skal bygda(r)ráðsformaðurin býta málini millum tær ymisku nevndirnar, hann hevur rætt til at vera við á nevndarfundi, sjálvt um hann ikki er nevndarlimur og hann skal hava fundarboð og skrá, um tílík verður send limunum. Bygda(r)ráðsformaðurin, sum á henda hátt fær víðgongt innlit í virksemi hjá nevndunum, má haldast at hava henda rætt av teirri grund, at hann er bygda(r)ráðsformaður og tískil eigur hann ikki at stillast verri enn einhvør annar nevndarlimur, sum kann krevja, at ein nevndaravgerð verður steðgað og at málið verður lagt fyri bygda(r)ráðið. Tað verður tí hildið, at bygda(r)ráðsformaðurin eisini hevur rætt til at steðga viðgerðini av einum máli í einari nevnd, og at hesin rættur ikki – sum tað er galdandi fyri einstøku nevndarlimirnar – er treytaður av, at viðgerðin verður steðgað á nevndarfundinum. Bygda(r)ráðsformaðurin hevur sostatt bæði áðrenn og eftir nevndarfund møguleika fyri at síggja til, at eitt mál, sum eftir hansara meting skal avgerast av bygda(r)ráðnum, verður lagt fyri bygda(r)ráðið.

Landsstýrismaðurin hevur eftir kommunulógini eftirlit við kommununum. Eftirlitið umfatar rættareftirlit (legalitetseftirlit), tvs. eftirlit við, at samtyktir hjá bygda(r)ráðnum ikki eru í stríð við lóggávuna og eitt serligt eftirlit (góðkenning) við ávísum kommunalum avgerðum, so sum keyp og sølu av fastari ogn, lántøku og góðkenning av roknskapum. Í hesum sambandi hevur løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 31. mai 1994 týdning, við tað, at fíggjarætlan og møgulig eykajáttan hjá kommununum sambært hesi lóg skal góðkennast av landsstýrinum, sum eisini kann áleggja einari kommunu at gera neyðugar broytingar í fíggjarætlanini. Henda lóg ásetir m.a. eisini eitt lægsta og eitt hægsta mark fyri kommunuskatti.

Broytingar í mun til galdandi lóg:
Eftir uppskotinum verða meginreglurnar og grundleggjandi bygnaðurin í galdandi lóggávu um kommunustýrið varðveittar. Alment kann sigast, at uppgávurnar hjá ymisku kommunalpolitisku liðunum eins og skyldur og rættindi hjá borgarstjóra og kommunustýrislimum eru lýstar nakað neyvari í uppskotinum í mun til galdandi lóg. Umframt tað málsligu dagføringina eru tó nakrar innihaldsligar broytingar gjørdar á ymisku økinum.

Umframt broyting av heitinum – frá bygda(r)ráð til kommunustýri og frá bygda(r)ráðsformanni til borgarstjóra – eru eisini aðrar broytingar gjørdar á hesum økinum.

Talið á kommunustýrislimunum kann kommunustýrið, í kommunum við fleiri enn 500 íbúgvum, frítt áseta til millum 7 og 17, í mun til galdandi lóg, har talið, alt eftir støddini á kommununi er ásett frammanundan. Lógarfest er eisini, at kommunustýrið skal skipa kommunalu fyrisitingina.

Reglur verða ásettar um mannagongdina viðvíkjandi innkalling av tiltakslimi, tá kommunustýrislimur er ógegnigur. Ásetingarnar um innkalling av tiltakslimi, tá kommunustýrislimi berst frá at møta eru eisini útgreinaðar í mun til galdandi lóg, umframt, at mannagongdin um, hvussu tiltakslimir fara út aftur verður lýst.

Sum nakað nýtt, eru nakrar ásetingar um, nær og hvussu kommunustýrislimir skulu hava møguleika fyri at fáa upplýsingar ella tekniska hjálp frá fyrisitingini í sambandi við málsviðgerð, umframt ásetingar, um rætt til skjalainnlit og rætt til at kanna framlagt tilfar saman við serkønum stuðli. Kommunustýrislimur, ið ikki er nevndarlimur, kann eisini krevja at fáa sent dagsskráir, úrrit úr gerðabókum, málstilfar o.a., sum sent verður nevndarlimum.

Í uppskotinum verður eisini bøtt um rættindini hjá kommunustýrislimunum sum eru løntakarar: Rætturin til fríloyvi, fyri at røkja starvið sum kommunustýrislimur, verður lógarfestur eins og forboð verður sett fyri at siga løntakara, ið stendur á valevnislista ella er valdur til kommunustýrislim, úr starvi av hesi orsøk.

Nýtt er eisini, at kommunal starvsfólk við kommunustýrisins loyvi kunnu fylgja málsviðger fyri afturlatnum hurðum. Á sama hátt kunnu onnur fólk fáa loyvi til at fylgja hesum málum, um so er, at tey eru við til at upplýsa málið.

Sum liður í kunning av borgarunum, skulu yvirlit yvir mál, ið koma fyri á fundi, umframt úrrit úr gerðabókini frá seinasta fundi almannakunngerðast.

Størsta broyting viðvíkjandi borgarstjóranum er, at hansara starv sambært uppskotinum verður fulltíðarstarv, í kommununum við fleiri enn 500 íbúgvum, og skal hann samstundis leggja øll onnur størv frá sær. Sum avleiðing av hesum hevur kommunustýrislimur, eisini sum nakað nýtt, tó møguleika fyri at bera seg undan, at verða borgarstjóravalevni av persónligum áðum.

Í kommunum við færri enn 500 íbúgvum, skal setanarbrøkurin hjá borgarstjóranum ásetast í kommunustýrisskipanina.

Ein onnur víðfevnandi áseting í mun til galdandi lóg er, at borgarstjórin kann verða settur úr starvi fyribils, eins og kommunustýrið kann tilnevna ein annan at røkja uppgávur hansara, um so er, at hann verjir seg við at gera tað, ið hann sambært lóg ella kommunuskipan hevur skyldu til.

Skyldur borgarstjórans sum fyrisitingarleiðari eru lýstar neyvari eins og heimild hansara at taka avgerð vegna kommunustýrið er víðkað nakað í mun til galdandi lóg. Eftir uppskotinum kann hann taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða, umframt í málum har eingin orsøk er til iva. Sambært galdandi lóg kann hann einans taka avgerð í málum, sum ikki tola at bíða og harumframt skal eingin orsøk vera til iva.

Ásett verður eisini, at borgarstjórin, sum liður í samskipan av kommunala virkseminum, kann kalla nevndarlimir í einari ella fleiri nevndum saman, fyri at tosa um felags áhugamál.

Viðvíkjandi fíggjarnevndini og hinum føstu nevndunum verða ikki gjørdar nakrar prinsipiellar broytingar. Tó verða uppgávur hjá nevndarlimum og formonnunum lýstar neyvari.

Ásett verður, at nevndarformaðurin, á sama hátt sum borgarstjórin, skal geva fundarboð og fyrireika nevndarfundirnar. Hann kann somuleiðis taka avgerð í málum har ongin orsøk er til iva, og aftaná, at borgarstjórin er kunnaður, kann formaðurin taka avgerð í málum, sum ikki tola at bíða. Ein nevnd kann eisini geva øðrum persónum atgongd til fundirnar, tá hetta er ynskiligt fyri at fáa upplýst mál.

Kommunustýrið fær eisini møguleika fyri at seta staðbundnar, ráðgevandi nevndir til tess at tryggja, at fólkið á staðnum fær ein ummælisrætt viðvíkjandi avgerðum, ið hava við staðbundin viðurskiftið at gera.

Galdandi kommunulóggáva krevur landsstýrisins góðkenning, tá ein kommuna tekur lán ella broytir lánitreytir og selur, veðsetir ella útvegar sær fasta ogn. Hesar góðkenningar fella sambært uppskotinum burtur. Ístaðin verður m.a. gjørdar reglur um, at føst ogn skal bjóðast út, áðrenn hon verður seld og at ein kommuna ikki má fíggja rakstur, rentur og avdráttir við lántøku ella inntøku frá sølu av fastari ogn. Tó skal landsstýrismaðurin góðkenna møguligar avtalur um kommunusamstørv, ið hava við sær avmarkingar í lógarásettu heimildunum hjá kommunustýrinum.

Vanligu rættartiltøkini hjá eftirlitsmyndugleikanum, t.e. landsstýrismaðurin, verða víðkað nakað, við tað, at eftirlitið sambært uppskotinum eisini kann fyribils avtaka eina avgerð hjá einum kommunustýri. Landsstýrismaðurin kann harumframt í ávísum føri ógilda ella fyribils avtaka eina avgerð, sum er framd í verki. Eisini fær landsstýrismaðurin heimild til at sleppa einum sakarmáli um endurgjald, um so er, at kommunustýrislimur játtar at rinda eina ávísa peningaupphædd til kommununa ístaðin.

Viðvíkjandi rættartiltøkunum hjá eftirlitinum, so verður staðiliga ásett, at hesi tiltøk eisini kunnu nýtast mótvegis fíggjarnevndini og hinum føstu nevndunum og kommunusamstørvum.

Viðvíkjandi fíggjareftirliti verður ásett, at er nettoskuldin hjá einari kommunu meir enn eina nettoálíkning, so krevst loyvi frá landsstýrismanninum til lántøku ella broyting í lánitreytunum. Landsstýrismaðurin kann eisini í ávísum føri geva kommununi boð um at gera neyðugar broytingar í fíggjarætlanini, uppskotið til fíggjarætlan og eykajáttan.

Sum nakað nýtt kunnu kommunustýrislimir, sum í grovum ósketni skúgva skyldur sínar til viks, sektast við bót. Tá er tað landsstýrismaðurin, ið tekur stig til at fremja málið.

Fíggjarligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Neyðugt er, at eftirlitið hjá landsstýrismanninum við kommununum verður styrkt, og kemur hetta at kosta nakað meira enn tað ger í dag.

Fíggjarliga eftirlitið fer framyvir at verða skipað øðrvísi. Eftirlitið skal ikki longur góðkenna allar smálutir, og tí verður gjørligt at geva eftirlitinum eitt annað innihald, tað verður gjørligt at leggja eftirlitið meiri skilagott til rættis, samstundis sum møguleikarnir fyri at arbeiða meiri miðvíst skuldu gjørst betri. Ætlanin er m.a. meiri miðvíst at hyggja eftir, at samsvar er millum játtan og roknskap.

Fyri kommunurnar verða tær fíggjarligu avleiðingarnar ymiskar. Tær kommunur sum nú skulu verða nevndarstýrdar og skulu hava fulltíðar borgarstjóra fáa samsvarandi fleiri útreiðslur, samstundis, sum rættindini hjá kommunustýrislimum til innlit, kunnu geva umsitingunum meiri arbeiðið. Tað, at kommunustýrifundir yvirhøvur skulu vera almennir kann eisini hava útreiðslur við sær.

Lógaruppskotið heimilar landsstýrismanninum at áseta reglur fyri samsýning í sambandi við kommunalt arbeiði. Í rundskrivi um fundarsamsýningar, dagfest 11. januar 2000, eru samsýningarnar fyri fundir í nevndum og bygda(r)ráðum dagførdar. Við tað, at hesir takstir verða vegleiðandi fyri samsýningina, ið verður veitt eftir nýggja uppskotinum, hevur hetta ikki øktar útreiðslur við sær fyri kommunurnar.

Eftir uppskotinum kann samsýning m.a. verða veitt fyri luttøku á øðrum fundum í sambandi við útinning av starvinum, sum kommunalt valdur limur, skeiðsluttøku, sum kommunustýrið hevur góðkent og annað virksemi, eftir umbøn frá kommunustýrinum ella eini fastari nevnd. Hugsandi er, at hetta í ávísan mun kann hava øktar útreiðslur við sær fyri kommunustýrini.

Ætlanin er, at samla umsiting og eftirlit við kommununum á einum stað, hetta arbeiðið er farið í gongd, og er á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 2000 játtaðar 510.000 kr. at arbeiða við nýggjum kommunubygnað. Endaliga skipanin av umsiting og eftirliti verður ikki greið fyrr enn í heyst, men neyðugt verður við eini eyðkajáttan at seta ein búskaparfrøðing skjótast gjørligt. Á næstu eyðkajáttanarlóg verður tískil biðið um eina eykajáttan uppá 350.000 kr. til løn, vørur og tænastur.

Samlaði fíggjartørvurin fyri umsiting og eftirlit við kommununum verður uml. 1,5 mió. kr. Starvsfólkatørvurin verður í minsta lagi ein løgfrøðingur, ein búðskaparfrøðingur og ein skrivari. Ein partur av hesum er longu á fíggjarlógini, men tann endaligi tørvurin verður ikki greiður fyrr enn greitt er, hvussu hetta verður skipað. Sum er, er ein hálvur løgfrøðingur á Løgdeildini og umleið ein hálvur búskaparfrøðingur í Fíggjarmálastýrinum til hesar uppgávur í dag. Henda manning er ikki nøktandi, um umsiting og eftirlit við kommununum skal virka til fulnar.

Viðmerkingar til einstøku greinirnar

Kapittul 1
Lógarøki og allýsingar

Í 1. kapitli eru ásetingar um gildisøki lógarinnar, umframt allýsingar av teimum valháttunum, ið verða nýttir í samband við ymisk val í kommunustýrinum.

Til § 1
Her verður sett mark millum gildisøkið hjá kommunustýrislógini og aðari fyrisitingarlóggávu. Á henda hátt verður miða ímóti einari avmarking millum kommunustýrislógina og teimum fyrisitingarlógum, ið reglubinda virksemið hjá kommununum á ymiskum økjum, umframt teimum lógum, ið leggja fyrisitingarligar heimildir til kommunustýrini. Tað eru dømi um, at aðrar lógir kunnu fatast sum tillagingar av vanligu reglunum í kommunustýrislógini. Av ymiskum orsøkum kunnu hesar treingja ella avmarka gildisøkið hjá kommunustýrislógini, m.a. við at avmarka heimildirnar hjá kommunustýrunum ella tillaga viðtøkuførið hjá kommunustýrinum.

Tá tað er neyðug, at varðveita hesa lóggávu, sjálvt um ein nýggj kommunustýrislóg verður sett í gildi, hevur tað týdning at sláa fast, at ásetingarnar í kommunustýrislógini, og serliga tær, ið viðvíkja virkseminum hjá kommunustýrinum, verða nýttar, uttan so, at greið lógarheimild er fyri øðrum.

Til § 2
Henda ásetingin er av lógartekniskum orsøkum orðað sum ein allýsing, av tí, at tað snýr seg um ein valhátt, sum verður endurtikin í lógini. Annars er meirlutavalhátturin ikki broyttur í mun til galdandi lóg.

Til stk. 1. Meiriluti verður mettur í mun til talið á teimum kommunustýrislimum, ið møttir eru á fundi.

Til stk. 2. Sambært stk. 2, 1. pkt. er einki, ið forðar fyri, at onnur valevni kunnu verða skotin upp við aðru atkvøðugreiðslu, sjálvt um tey ikki vóru skotin upp við fyrstu atkvøðugreiðslu.

Til stk. 3. Í lógini er ikki ásett, hvussu eitt lutakast skal verða avgreitt. Eitt mótmæli um framferðarháttin við lutakastinum eigur tí at verða sett fram, áðrenn lutakastið verður greitt úr hondum.

Stk. 3, 2. pkt. ásetir, at fyrst valdi limur skipar fyri. Fyrst valdi er tann, ið hevur fingið flestar atkvøður á tí lista, ið hevur størsta atkvøðutal, samanber eisini viðmerkingarnar til § 12, stk. 2.

Til § 3
§ 3 er eins og § 2 sett sum ein allýsing, meðan lutfalsvalhátturin annars ikki broyttur í mun til galdandi lóg.

Við lutfalsvali skal sundurbýtið í bólkar sambært stk.1 verða fráboðað undan valinum; men tó er tað ikki ein treyt, at henda fráboðanin skal verða givin undan tí fundi, tá valið fer fram.

Av tí, at borgarstjórin er føddur nevndarformaður í fíggjarnevndini, samanber § 38, stk. 1, skulu limirnir til allar fastar nevndir verða valdir eftir sama bólkabýti til tess at forða fyri tí møguleika, at bólkur borgarstjórans kann fáa ein óynsktan fyrimun í fíggjarnevndini, við tað, at borgarstjórin so kann siga seg vera ein einmansbólk, samstundis, sum tann bólkurin, ið borgarstjórin annars hoyrir til, eisini sigur seg vera ein sjálvstøðugan bólk.

§ 3, ið er samfest § 28, stk. 3, staðfestir meginregluna um mótrokning av sessum, um so er, at borgarstjórin ella ein nevndarformaður eru føddur limir í eini nevnd v.m. Í tílíkum føri skal hesin sessur verða mótroknaður tí sessatali, hansara bólkur eigur. Reglan er treytað av, at viðkomandi, samstundis, er limur í kommunustýrinum, við tað, at tað bert eru kommunustýrislimir, ið boða frá, hvønn bólk teir eru í.

Kapittul 2
Kommunustýrið

Í 2. kapitli eru ásetingar um manning og virksemi hjá kommunustýrinum umframt og rættindi hjá kommunustýrislimunum.

Til § 4
Lógin ber heitið "løgtingslóg um kommunustýrið", og er hetta at skilja júst sum tað er sagt, tí talan er um at gera lógarkamar bæði um skipanir og starvshættir hjá kommunustýrum og øðrum kommunalum stovnum.

Til stk. 1. Sum upprunastøði fellur tað uttanfyri karmarnar í kommunustýrislógini, at áseta nærri reglur um tað virksemi, ið ein kommuna skal taka sær av ella, hvat virksemi ein kommuna annars kann taka sær av. Tá tala verður um kommunuviðurskifti í uppskotinum, verður hinvegin roknað við, at ávísar uppgávur mugu vera kommunalar. Sostatt má avmarkingin av hugtakinum "tann kommunala fyrisitingin" altíð standa í mun til lógarásettar kommunalar uppgávur og til fyrisiting av teimum uppgávum, ið ikki eru lógarásettar. Umframt tær lógarásettu uppgávurnar, hava kommunurnar vanliga átikið sær aðrar uppgávur uttan lógarheimild, ið serliga hava verið tænastutiltøk av ymiskum slag til borgaranar.

Nakrar avmarkingar av kommunalu uppgávunum í mun til vinnuligt virksemi eru tó ásettar í § 50 í uppskotinum. Víst verður til § 50 og viðmerkingarnar til greinina.

Við atliti til, at lógin skal galda fyri allar kommunur, har ein ella fleiri bygdir ella býir kunnu vera, verður felagsheitið "kommunustýrið" nýtt um tað stýrið, ið stýrir teimum kommunalu viðurskiftunum og felagsheitið "borgarstjóri" um formannin í kommunustýrinum.

Til stk. 2. Ásetingin er einans tikin við fyri at gera lesaranum greitt, at ásetingar um sjálvt valið til kommunustýrið ikki standa í hesi lóg.

Til § 5
Til stk. 1.
Kommunustýrið skal áseta reglur, ið serstakliga viðvíkja heildarskipan kommununnar í kommunustýrisskipanini. Lógin ásetir ymsastaðni, hvørji tey viðurskifti eru, sum skulu ella kunnu verða lagað gjøllari í kommunustýrisskipanini. Lógin viðger tó ikki hetta út í æsir.

Sambært vanligum kommunalum rættaraðalreglum eru nøkur innihaldslig krøv sett kommunustýrisskipanini. Í henni eiga t.d. ikki at vera reglur um heimiling (delegatión) ella um viðurskifti, sum hvørki viðvíkja kommunalum uppgávum ella kommunalum virksemi annars.

Sambært § 48 hevur landsstýrismaðurin, sum partur av tí vanliga rættargildisseftirlitinum (legalitetseftirlitinum) eftirlitið við, at ongar ólógligar ásetingar eru í kommunustýrisskipanini, men sambært uppskotinum skal kommunustýrisskipanin ikki, sum galdandi lóg ásetir, góðkennast av landsstýrismanninum.

Sambært stk. 1, 2. pkt. skulu broytingar í kommunustýrisskipanini hava tvær viðgerðir. Ásetingin er serliga ætlað at vera vernd ímóti, at vikið verður frá kommunustýrisskipanini av hentleikaorsøkum undir eini málsviðgerð. Harumframt skal kravið um tvær viðgerðir tryggja, at innihaldið fær eina holla viðgerð. Kommunustýrið skal ansa eftir, at kommunustýrisskipanin er hóskandi og sama kommunustýrið skal viðgera bæði uppskot og broytingaruppskot til kommunustýrisskipanina.

Til stk. 2. Talið av kommunustýrislimum, ið er leyst av støddini á kommununi, samanber tó § 58, skal ásetast í kommunustýrisskipanini. Hugsandi er eisini, at ein kommunueind aftaná møguliga samanlegging í fyrsta umfari heldur, at tørvur er á nógvum limum fyri at tryggja, at so nógv áhugamál fáa umboðan sum gjørligt. Seinni tá nýggja eindin er ein meiri vælvirkandi eind, kann talið so minka um kommunustýrið ynskir tað.

Til stk. 3. Kommunustýrið skal serliga gera ásetingar í fundarskipanina, sum viðvíkja rættargangsreglum ella mannagongdum fyri kommunustýrisvirksemið sum t.d., hvussu fundarboð verða givin, mannagongd fyri atkvøðugreiðslu o.s.fr. Fundarskipanin skal sostatt áseta karmarnar fyri arbeiðsskipanina hjá kommunustýrinum.

Innihaldsliga kann fundarskipanin ikki áseta reglur, sum víkja frá vanligum rættarligum meginreglum. Sostatt kunnu ongar ásetingar verða gjørdar í fundarskipanina, sum gera rættarstøðuna verri hjá tí einstaka kommunustýrisliminum í mun til vanligar reglur.

Til stk. 4. Henda áseting, ið partvís er nýggj í mun til galdandi lóg, umrøður skipanina av tí kommunualu fyrisitingini og starvsfólkaviðurskifti. Ásetingin vísir fyrst og fremst, at tann kommunala fyrisitingin er partur av stýriskervinum, har kommunustýrið er evsta stýrið og tí næst, at talan er um ein og sama fyrisitingarmyndugleika. Tað verður hildið, at vera vanligur umsitingarligur skikkur, at mál verða fyrireikað av umsitingini og á henda hátt fáa tilført umsitingarligan serkunnleika. Tá ið hetta er sagt, skal verða lagt afturat, at kommunustarvsfólk hava onga sjálvstøðuga heimild, uttan so er, at tað er heimilað teimum í lóggávuni. Ætlanin við ásetingini er at vísa á, at umframt teir í lógini umrøddu stovnar, er ein týdningarmikil liður í kommunalu umsitingini, ið nevnist fyrisitingin.

Talan er annars um starvsfólkaviðurskifti fyri starvsfólk, sum kommunan setir í fast starv. Í eini tílíkari starvsfólkaskipan eiga at vera ásettar reglur fyri, hvussu fólk verða sett/søgd úr starvi, hvør setir/sigur úr starvi, starvsøki, starvsheiti og aðrar almennar og ítøkiligar ásetingar.

Til stk. 5. Ásetingin skal verða við til at tryggja eitt javnt alment lønarlag og at samsvar er millum lønir hjá landinum og hjá kommunum. Sostatt skulu sáttmálar og avtalur, sum kommuna, kommunur ella kommunalir felagsskapir gera, har ásetingar eru um løn- og setanarviðurskifti góðkennast av landsstýrismanninum. Viðvíkjandi flokkingum og stigum verður serliga hugsað um hægri størv.

Til § 6
Til stk. 1.
Eins og í galdandi lóg verður her lýst tann borgarliga skyldan hjá kommunustýrislimi til at lata seg velja til borgarstjóra, varaborgarstjóra og í nevnd, umframt at skyldan til at gera onnur arbeiði í sambandi við kommununa verður staðfest. Grundgevingin fyri, at áseta hesa skyldu er, at hesi størv mugu metast at vera ein náttúrligur liður í kommunustýrisstarvinum, og harafturat ein fyritreyt fyri, at kommunan kann virka, samanber tó stk. 4. Skyldan at lata seg velja í nevnd fevnir um allar nevndir.

Til stk. 2. Val av borgarstjóra fer fram eftir meirilutavalháttinum. Valt kann ikki vera í loyndum. Tí skal ein møgulig skrivlig atkvøðugreiðsla verða skipað soleiðis, at tað kann staðfestast, hvussu teir einstøku kommunustýrislimirnir hava atkvøtt.

Tað er einki, ið forðar fyri at velja ein kommunustýrislim, sum ikki er á fundi til borgarstjóra, sí tó stk. 4.

Ikki kann verða vikið frá ásetingini í stk. 2, 1. pkt. um, at val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Virkisskeiðið hjá borgarstjóranum kann verða styttri enn valskeiðið, men einans eftir játtan sambært § 23, stk. 1 og í teimum í § 23, stk. 2 nevndu førum, ella um borgarstjórin verður settur úr starvi sambært § 22, stk. 2, 2. pkt.

Tá ið borgarstjórin er valdur, skal hann sambært stk. 2, 3. pkt. leggja vanliga starv sítt niður og onnur møgulig størv við, herímillum starv sum landsstýrismaður og fólkavald størv, sum t.d. løgtingsmaður. Hetta kemst av, at borgarstjórastarvið verður fulltíðarstarv. Víst verður eisini til viðmerkingarnar til § 9.

Ásetingin í 2. pkt. fevnir ikki um tey álitisstørv, ið viðkomandi hevur við tað, at viðkomandi er kommunustýrislimur.

Til stk. 3. Varaborgarstjóri og møguligir 1. og 2. varaborgarstjóri verða á sama hátt, sum borgarstjórin valdur fyri alt valskeiðið. Virkar varaborgarstjóri í borgastjórans stað, tekur varaborgarstjórin yvir allar tær skyldur í liggja á borgarstjóranum sambært hesari lóg og kommunustýrisskipanini. Nær varaborgarstjórin skal taka við eftir borgarstjóran er ikki ásett alment, men ein ítøkilig meting eigur at vera gjørd í hvørjum einstøkum føri. Kommunustýrið kann tó avgerða at velja nýggjan borgarstjóra eftir § 24, stk. 1 tá tiltakslimur kemur inn fyri borgarstjóran.

Til stk. 4. Ásetingin er eitt fyrivarni í mun til stk. 1, sum ásetir skylduna til at lata seg velja til borgarstjóra. Tá borgarstjórastarvið sambært kommunustýrislógini er eitt fulltíðar leiðslustarv, sum ikki er sambæriligt við annað borgarligt starv ella fólkavalda umboðan, ber hetta við sær, at skyldan til at lata seg velja til borgarstjóra í serstøkum førum kann vera skerd. Tey føri talan kann vera um, er avmarkað til persónligar grundaðar orsøkir. Talan kann ikki einans vera um sjúku, men eisini um valið verður kommunustýrisliminum ella borgarliga starvi hansara til óbótaliga skaða.

Til stk. 5. Bera allir kommunustýrislimir seg í hendingaføri undan og lúka teir samstundis treytirnar í stk. 4 fyri at bera seg undan, at verða borgarstjóravalevni, sostatt, at kommunustýrið ikki fær skipa seg innan freistina í § 12, stk. 1, kann landsstýrismaðurin taka avgerð um, at útskriva nýval. Hetta er fyri, at hava ein møguleika fyri at tríva inn, um so er, at kommunustýrið ikki fær skipað seg.

Til § 7
Til stk. 1.
Her verður rætturin til fríloyvi ella fráveru frá arbeiðinum til tess at røkja eitt kommunalt starv lógarfestur.

Endamálið við greinini er, at veita trygd fyri, at býtið verður javnari í kommunustýrinum ímillum privat og alment lønt.

Hugtakið "løntakari" verður ikki allýst; men rætturin er latin øllum starvsfólkum, tað veri seg privat ella alment lønt.

Hetta er sostatt ein lágmarks verndarregla. Tað er tí einki, ið forðar fyri, at tað í aðrari lóggávu, í sáttmálum ella øðrum verður veitt arbeiðstakara betri rætt til fráveru.

Rætturin til fríloyvi fevnir um luttøku á skeiðum og veruligum fundum, har avgerðir verða ella kunnu verða tiknar, ið hava týdning fyri kommunala starvið.

Fríloyvi eftir stk. 1 fevnir tó ikki um luttøku á floksfundum o.ø., hóast hesir fundir eru tætt tengdir at starvinum, sum kommunustýrislimur. Rætturin fevnir ikki um vígslur, gestamóttøkur ella líknandi umboðan. Rætturin til fríloyvi merkir ikki ein rættur til at fáa frí frá arbeiði sínum við løn.

Til stk. 2. Her verður ásett, at borgarstjóri hevur krav um farloyvi úr borgarliga starvi sínum, meðan hann er borgarstjóri. Ásetingin er bert galdandi fyri borgarstjórar í almennum starvi. Slíkt farloyvi eigur at verða viðgjørt eins og onnur farloyvi t.e., at borgarstjóri hevur rætt at koma aftur í starv, men hevur hann ikki krav at fáa júst tað sama starvið aftur, sum hann hevði frammanundan. Mett verður, at tað ikki ber til at lóggeva á sama hátt fyri borgarstjórar, sum arbeiða hjá privatum vinnuvirkjum ella í fríari vinnu.

Hugtakið "konsessionerað felag" fevnur, í hesum føri, ikki um almenn partafeløg, privatar loyvishavarar o.l.

Til § 8
Til stk. 1.
Eftir hesum kann ein arbeiðsgevari ikki lógliga siga ein løntakara úr starvi, av tí, at hesin stendur á einum valevnislista, ella er valdur í kommunustýrið. Henda áseting er tikin við, fyri at ásetingin í § 7 um rætt til fríloyvi skal hava eitt veruligt innihald. Verndin móti uppsøgn fevnir bæði um tað, at viðkomandi er valdur í kommunustýrið ella nevnd o.a., umframt tá viðkomandi tekur sær av uppgávum, ið vanliga standast av at vera kommunustýrislimur.

Til stk. 2. Sambært stk. 2 skal arbeiðsgevarin prógva, at uppsøgnin ikki er brot á ásetingina í stk. 1. Ein líknandi áseting finst eisini í § 6, stk. 5 í løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn.

Til stk. 3. Samsýningin eigur at verða ásett í mun til tað tíð, ið viðkomandi hevur starvast hjá arbeiðsgevaranum og eftir umstøðunum annars. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at handhevjan av rættinum til fráveru frá arbeiðnum má metast at vera av avgerandi týdningi fyri, at ein jøvn umboðan av íbúgvunum kann tryggjast í kommunustýrunum. Verður ásetingin brotin, eigur hetta tí at føra til eina munandi samsýning, ið verður goldin viðkomandi í einum.

Markið fyri mestu samsýning er sett við eina upphædd, ið svarar til løn í 50 vikur hjá viðkomandi løntakara. Hetta svarar til ásetingina í § 6, stk. 4 í lógini um javnstøðu millum kvinnur og menn.

Trætumál um løggildi av uppsøgn og um stødd á upphæddini, ið skal rindast av arbeiðsgevaranum, verða avgjørd av dómsvaldinum.

Til § 9
Til stk. 1.
Tað verður latið upp í hendurnar á landsstýrismanninum, at áseta fastar og greiniligar reglur um á hvønn hátt og nær, samsýning skal verða veitt, og eru ásetingarnar ikki ætlaðar, at viðgera hetta út í æsir. Talan kann sostatt verða um samsýning fyri hvønn fund, fyri tíðarnýtslu o.s.fr. ella um skipan við fastari samsýning til kommunustýrislimirnar vegna starv teirra sum kommunalpolitikarar, ella kanska eina skipan, sum onkursvegna sameinir hesar samsýningarhættir.

Endamálið við ásettum samsýningarreglum er, at ein og sama skipan er galdandi fyri øll kommunustýri. Skipanin skal vera so mikið greið, at hon ikki á nakran hátt kann verða nýtt ella misnýtt at trýsta kommunustýrislimir.

Til stk. 2. Onnur enn kommunustýrislimir eru m.a. limir í ráðgevandi og staðbundnum nevndum, sum kunnu setast sambært ásetingunum í kapitli 7.

Til stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um løn og eftirløn til borgarstjórar og varaborgarstjórar. Løn til varaborgarstjóra kemur uppá tal, tá hesin sambært lógini virkar í borgarstjórans stað, sambært. § 6 stk. 3. Ásetingin tekur støði í kommunustýrislógini yvirhøvur. Sambært § 20, stk. 1, 1. pkt. skal borgarstjórin virka, sum dagligur leiðari á tí kommunalu fyrisitingini, umframt, at hann skal røkja tær uppgávur, ið annars eru latnar honum. Sambært § 6, stk. 2, 3. pkt. hevur borgarstjórin skyldu at røkja starv sítt av heilum huga, og tí skal hann eisini hava løn fyri starv sítt, sum borgarstjóri. Tá landsstýrismaðurin ásetir reglur um løn og eftirløn, skulu atlit havast til møguligar aðrar ásetingar ella viðtøkur um eitt nú eftirløn, ið viðkomandi hevur rætt til.

Til § 10
§ 10 fevnir um tað serliga ella ávísa gegnið. Umráðandi er, um kommunustýrislimurin hevur ein serligan áhuga í einum ávísum máli, samanber § 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 10. juni 1993 um fyrisitingarlóg.

Til stk. 1. Av tí, at spurningurin um ógegni um gjørligt má avgreiðast áðrenn avgerð verður tikin í einum máli, er tað skyldan hjá viðkomandi kommunustýrislimi sjálvum at boða frá, um grundir eru fyri iva um gegni hansara.

Til stk. 2. Boðar ein kommunustýrislimur frá, at hann heldur iva vera um sítt gegni, so skal kommunustýrið avgreiða gegnismálið, áðrenn farið verður undir málsviðgerðina. Henda mannagongdin eigur at verða nýtt, av tí at rættarfylgjan av ógegni er, at viðkomandi kommunustýrislimur skal fara av fundinum, tá ið tað málið, har ið hann er ógegnigur, skal verða avgreitt.

Tó kann ein kommunustýrislimur bæði vera við í málsviðgerðini um gegnisspurning sín og greiða atkvøðu um hann. Hetta er eitt undantak í mun til vanligu regluna í § 6, stk. 3 í fyrisitingarlógini.

Um so er, at kommunustýrið ger av, at kommunustýrislimur er ógegnigur, so er henda avgerð ein rættaravgerð, sum skal hava sítt støði í lóggávuniserliga § 3 í fyrisitingarlógini – og í  vanligum rættargrundreglum; ikki í politiskari umráðan.

Til stk. 3 og 4. Ásetingarnar at innkalla tiltakslim eru grundaðar á umhugsni, um ikki tilvildarliga at broyta tað politiska styrkislutfallið í kommunustýrinum, um so er, at ein limur verður ógegnigur. Ásetingarnar eru ikki tvungnar. Tiltakslimur kann verða innkallaður. Tað kann hugsast at verða trupult hjá tiltakslimi, ið bert verður boðsendur at taka støðu í einum ávísum máli, at fáa nóg gott innlit í tey kommunalu viðurskiftini, og at tað tí kanska er høpisleyst, at krevja eina sjálvstøðuga støðutakan undir ábyrgd frá tílíkum limi.

Tað eru teir limir, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, ið hava rætt at krevja, at tiltakslimur verður innkallaður. Sostatt fellur tað ikki í lut hansara, ið ógegnigur er, at krevja, at tiltakslimur verður innkallaður, uttan so, at hann er einvaldur. Tiltakslimur er tann, ið hevði verið næstvaldur á viðkomandi valevnislista.

Til stk. 5. Fyri at sleppa undan óneyðugum og óneyðuga seinkandi krøvum um, at málið skal útsetast til næsta fund, verður ásett, at rætturin eftir stk. 4 kann avmarkast. Men av tí, at talan er um at avmarka ein rætt hjá limum, ið valdir eru á viðkomandi valevnislista, er tað eitt krav, at 2/3 av kommunustýrislimunum skulu vera ímóti, at málið verður flutt til næsta fund.

Til § 11
Til stk. 1.
Greinin fevnir um generelt gegni ella starvsósambæri. Sambært hesi áseting verður persónur útihýstur úr fastari nevnd, um so er, at málsøkið hjá tí føstu nevndini fevnir um hansara starvsøki. Ásetingin viðvíkur serliga teimum, ið sita í leiðandi størvum, men eisini starvsfólk, ið kunnu javnmetast við leiðandi starvsfólk – eitt nú tey, ið sita einsamøll á einari deild/øki og tí ongan hava yvir ella undir sær á deildini/økinum eru fevnd av ásetingini.

Avgerðandi er ikki um viðkomandi er beinleiðis settur av kommunustýrinum ella starvast í kommununi, tí grundgevingin fyri ásetingini er, at persónur ikki eigur at vera limur í eini nevnd, um viðkomandi vegna ítøkiligt ógegni ikki kann vera við í fleiri málsviðgerðum. Her snýr tað seg, so at siga bert, um fyrilit, ið eru til gagns fyri ta kommunalu fyrisitingina. Harumframt tekur ásetingin eisini støði í fyrilitinum um álit borgaranna á ta kommunalu fyrisitingina.

Sum meginregla vil henda ásetingin útihýsa nærum øllum teimum, ið starvast innan tað fyrisitingarliga økið hjá einari fastari nevnd. Hetta leggur ásetingin tó upp fyri, við at seta eitt krav um, at málsøkið hjá nevndini skal hava eitt ávíst tilknýti til starvsøki hjá einum nevndarlimi, áðrenn viðkomandi eigur at verða útihýstur úr nevndini.

Sambært tilknýtiskravinum skal metingin um starvsósambærið hava sítt upprunastøði í, um tað er neyðugt, at útihýsa starvsfólkinum frá limaskapinum í eini fastari nevnd fyri at tryggja grundleggjandi fyrilit við fyrisitingarligum virkisføri og á tann hátt, at varðveita álit borgaranna. Metingin um starvsósambæri orsakað av ov tættum tilknýti skal vera ítøkilig.

Til stk. 2. Ásetingin, ið er orðað sum eitt minstamark, skal forða fyri, at nevndarlimur ikki fær framihjárætt í mun til aðrar borgarar ella at arbeiði í loyndum verður latið uppí hendurnar á einum nevndarlimi.

Tó er ikki altíð neyðugt at bjóða tað arbeiði út, sum skal gerast fyri kommununa, men serligar umstøður mugu vera til staðar, um eitt kommunustýri kann avgerða, at gera avtalu um arbeiði við viðkomandi nevndarlim. Er talan um smærri arbeiði, kunnu hesi góðkennast við einari meiri almennari góðkenning, soleiðis, at kommunustýrinum ikki nýtist at góðkenna øll arbeiði frammanundan í hvørjum einstakum føri.

Kapittul 3
Kommunustýrisfundir

Til § 12
Til stk. 1.
Ásetingin um, at kommunustýrið skal skipa seg fyri árslok, sigur greitt, at kommunustýrið skal verða skipað, áðrenn valskeiðið byrjar. Viðvíkjandi áseting av valdegi v.m. verður víst til almennu viðmerkingarnar.

Skuldi tað borist á, at ein limur fellur varandi frá, eftir at kommunustýrið er skipað, og áðrenn valskeiðið byrjar, nýtist kommunustýrinum ikki at skipa seg av nýggjum.

Sambært reglum í løgtingslóg um val til kommunurnar er tað ásett, at áðrenn nývalda kommunustýrið kann taka við, skal tað gamla ella sitandi kommunustýrið tó hava avgreitt møguligar klagur um valið v.m.

Um so er, at ein klaga um valið ber við sær, at samansetingin í kommunustýrinum verður broytt, so skal kommunustýrið skipa seg av nýggjum.

Í tíðarskeiðinum til valskeiðið byrjar, kann nývalda kommunustýrið einans viðgera tey mál, sum lógin ásetir, sum t.d. val av borgarstjóra, varaborgarstjóra, val av limum í fíggjarnevndina o.s.fr.

Til stk. 2 og 3. Her verður ásett, at kommunustýrið skal vera fullmannað á fyrsta fundi. Hesi áseting kann ikki verða vikið frá. Tí skal tiltakslimur sambært stk. 3 verða innkallaður, um kommunustýrislimi berst frá at møta, samanber eisini § 18.

Til § 13
Til stk. 1.
Ásetingin um, at kommunustýrið vanliga hevur fund eina ferð um mánaðin er ein vegleiðandi regla. Hon er tí ikki til hindurs fyri, at fleiri fundir verða hildnir, ella, at eingir vanligir fundir t.d. verða hildnir í summarfrítíðini. Kommunustýrið ger sjálvt av, nær og hvar vanligir fundir verða hildnir. Kommunustýrið kann gera av, at halda fundir ávísar dagar í vikuni, dagstevndar dagar ella annað.

Tá ið kommunustýrið árliga ásetir nær kommunustýrisfundir skulu verða, so eigur tað at verða gjørt við atliti, at møguleika borgaranna til hjáveru. Tað er tí hóskiligt, at halda kommunustýrisfundir uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tann samtykta fundarætlanin er bindandi, og skal hon sambært stk. 1, 2. pkt. verða almannakunngjørd. Sambært vanligum reglum, er tað eitt krav til fundarætlanina, at hon er so mikið greið, at borgararnir ikki aftan á almannakunngerðingina ivast í, nær kommunustýrisfundir verða hildnir. Henda ásetingin krevur sostatt, at bæði tann árliga fundarrøðin og tann einstaki fundurin skulu verða almannakunngjørd.

Til stk. 2. Skulu eykafundir verða hildnir, so eiga teir, at verða hildnir skjótast gjørligt. Vanliga reglan um fundarfráboðan ber við sær, at eykafundur eigur at verða fráboðaður einar fýra yrkadagar frammanundan, um so er, at málið tolir at bíða so leingi.

Til § 14
Til stk. 1.
Eins og eftir galdandi kommunulóg, er kommunustýrið viðtøkuført, um í minsta lagi helmingurin av limunum eru á fundi. Tað er ikki nøkur treyt, at t.d. borgarstjórin tekur lut í atkvøðugreiðsluni.

Er kommunustýrislimur sambært § 10 hildin at vera ógegnigur í einum ávísum máli, so kann hann hvørki vera við í málsviðgerðini ella í atkvøðugreiðsluni, og kann hann tí heldur ikki verða taldur við í uppgerðina um, hvørt kommunustýrið er viðtøkuført ella ikki.

Til stk. 2. Ásetingin í stk. 2 um atkvøðumeiriluta ber við sær, at fær eitt uppskot ikki atkvøðumeiriluta, so er tað fallið. Ein blonk atkvøða telur við í atkvøðugreiðsluni, tvs. við munliga atkvøðugreiðslu, er neyðugt at spyrja, um nakar atkvøður blankt. Løgfrøðiliga merkir hetta, at tað krevst ein meiriluti at broyta eina rættarliga ella veruliga støðu. Annars er hon standandi óbroytt.

Til stk. 3. Viðgerðin av kommunalum starvssetanum í kommunustýrinum eigur at vera grundað á upplýsingar um allar umsøkjararnar. Við atkvøðugreiðsluna kunnu allir umsøkjarar skjótast upp. Er innstilling gjørd, og er kommunustýrið samt um at fylgja innstillingini, er hetta nóg mikið fyri at fremja setanina.

Til § 15
Til stk. 1.
Í § 4 er ásett, at kommunustýrið er stýrandi organið í kommununi. Tað, at kommunustýrið stendur yvir hinum kommunalpolitisku organunum - nevndunum og borgarstjóranum – stendur við so leingi, einki annað er ásett í lóggávuni. Henda áseting er tengd at einum rætti hjá øllum kommustýrislimum til at spyrja um øll viðurskifti og at krevja, at eitt hvørt mál verður tikið við á fundarskránna til kommunustýrisfundir. Kommunustýrislimur kann nýta sín rætt bæði viðvíkjandi málum, sum eru hjá borgarstjóranum, til nevndarviðgerð ella innan ta kommunalu fyrisitingina, og viðvíkjandi øðrum málum. Sí eisini viðmerkingarnar til § 31, stk. 3. Í slíkum føri hevur borgarstjórin skyldu til at taka málið við á fundarskránna, tá ávísar formligar treytir eru loknar, samanber viðmerking til § 20, stk. 2.

§ 15 stk. 1 gevur einans kommunustýrislimum tann sonevnda framtaksrættin (initiativret), sum tó er avmarkaður, við tað, at hesin framtaksrættur ikki fevnir um ta framhaldandi avgreiðsluna av málinum.

Til stk. 2. Ásetingin fevnir einans um rættin hjá kommunustýrislimi, at fáa tilfar sendandi og ikki um tann vanliga rættin til skjalainnlit í fyrisitingini. Sambært ásetingini kann hvørki kommunustýrið ella nøkur føst nevnd seta treytir ella avmarka rættin hjá kommunustýrislimi at fáa tilfar sendandi.

Til § 16
Til stk. 1.
Kommunustýrið ger av, í hvønn mun og hvussu ein áheitan frá kommunustýrislimi um at fáa ískoytisupplýsingar skal verða játtað, samanber eisini § 20, stk. 2 og 3. Verða upplýsingar t.d. sendar kommunustýrislimum, so skal kommunustýrið vissa seg um, at allir kommunustýrislimir fáa somu atgongd til upplýsingarnar. Sostatt skal ein kommunustýrislimur, sum t.d. ikki kann nýta teldu, fáa atgongd til upplýsingar, sum annars verða latnir um teldukervið, á annan hátt.

Til stk. 2. Kommunustýrislimur hevur harumframt rætt at kanna tað tilfar, ið fram er lagt, saman við fólki uttan fyri kommunustýrið. Hetta merkir tó ikki, at kommunustýrið hevur skyldu til at rinda fyri møguligan kostnað, ið stendst av hesum.

Ásetingin forðar ikki fyri, at ein kommuna, harumframt, kann loyva kommunustýrislimum víðari atgongd til annað tilfar, sum er málinum viðkomandi.

Tá ið sipað verður til vanligar reglur um tagnarskyldu, ásetir § 26 í fyrisitingarlógini tær vanligu reglurnar hesum viðvíkjandi.

Til § 17
Til stk. 1.
Við tað, at rætturin til skjalainnlit sambært hesi grein er tengdur at starvinum, sum kommunustýrislimur ella nevndarlimur, er høvuðstreytin fyri skjalainnliti, at tilfarið, skjalainnlit ynskist í, viðvíkur einum máli, sum kann verða lagt fyri kommunustýrið sum málsførur myndugleiki.

Við tilfar verður skilt alt vanligt skrivligt tilfar og onnur skjøl t.d. kort, tekningar og fotomyndir), ið viðvíkja málinum, eins og upptøka í journalir og skráir og aðrar skrásetingar viðvíkjandi skjølum til avvarðandi mál. Harafturat kemur tað, ið kemur í staðin fyri vanliga skrivliga tilfarið og onnur skjøl (t.d. filmur, ljóðbond og sjónbandaupptøkur).

Rætturin til skjalainnlit fevnir einans um verandi tilfar. Sostatt kann ein kommunustýrislimur ikki krevja, at nýtt tilfar verður útvegað. Harafturímóti fevnir rætturin til skjalainnlit eisini um skjøl, sum eru undantikin almenni eftir lóg um innlit í fyrisitingina, sí løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993.

Til stk. 2. Kommunustýrislimur skal stíla umsókn um skjalainnlit til borgarstjóran, ið hevur dagligu leiðsluna av kommunalu fyrisitingini um hendi. Tað verður eisini gjørt greitt, at kommunustýrislimir ikki bara kunnu fara ígjøgnum eina mongd av málum í fyrisitingini, ella at teir beinleiðis kunnu krevja fyrisitingina um skjalainnlit.

Til stk. 3. Borgarstjórin kann í ávísum føri taka avgerð um rætturin til skjalainnlit skal avmarkast. Borgarstjórin stendur tó altíð undir møguligum avgerðum hjá kommunustýriinum hesum viðvíkjandi.

Til § 18
Starvið sum kommunustýrislimur verður mett sum borgaraskylda. Hetta upprunastøðið er millum annað lógarfest í kommunalu vallógini um skylduna at taka við vali, um ein er valbærur.

Ein kommunustýrislimur hevur sostatt skyldu at røkja starvið í virkiskeiðinum. Hetta merkir í fyrstu syftu, at kommunustýrislimur hevur skyldu at vera á kommunustýrisfundum og á teimum nevndarfundum, har hann er valdur sum nevndarlimur.

Hóast kommunustýrislimur hevur møtiskyldu, er hon ikki treytaleys. Hetta sæst eisini í ásetingunum í stk. 1 og 2 um lógligt forfall. Lógin viðger ikki út í æsir, nær talan er um lógligt forfall, og hon tekur heldur ikki støðu til, hvussu langt møtiskyldan røkkur.

Heilsustøða er greidliga nevnd bæði í stk. 1 og 2 sum lóglig forfalsorsøk. Hetta merkir, at bæði heilsustøðan hjá kommunustýrisliminum sjálvum eins og heilsustøðan hjá barni hansara, ella øðrum nær skyldum ættfólki, kann volda, at hann hevur lógligt forfall og tískil ikki møtiskyldu.

Í stk. 1 verður eisini onnur orsøk enn heilsustøða nevnd, sum lóglig forfallsorsøk. Grundgevingin fyri hesum er tann, at á fyrsta fundinum og við aðru viðgerð av fíggjarætlanini, verða bindandi framtíðarkarmarnir lagdir fyri kommunalu fyrisitingina. Á hesum fundum hevði tað tí verið serliga óheppi, um politiska javnvágin í kommunustýrinum bleiv avlaga, orsakað av heilsustøðuni hjá einstakum kommunustýrislimi.

At røkja annað starv er sambært stk. 2 somuleiðis ásett sum lóglig forfalsorsøk. Skal ein kommunustýrislimur røkja tvær ella fleiri borgarligar skyldur um sama mundið, kann limurin sjálvur velja, hvat av hesum hann vil røkja.

Tað eru eisini onnur viðurskifti, sum kunnu vera grundir til lógligt forfall. Í so máta kann frítíð eisini møguliga vera ein lóglig forfalsorsøk. Sama kann gera seg galdandi viðvíkjandi sjálvstøðugum áhugamálum, um so er, at umráðandi er, at raðfesta røkt teirra so frammarlaga, at t.d. fundarvirksemi kann volda, at hann tessvegna kann verða fyri álvarsomum missi ella ampa.

Til stk. 1. Tiltakslimur kann sambært stk. 1 verða innkallaður, um so er, at kommunustýrislimur ikki kann møta av heilsuávum. At innkalla tiltakslim sambært hesi áseting er sjálvkravt, og tí er ein áheitan um hetta fortreytin fyri, at tiltakslimur kann verða innkallaður.

Til stk. 2. Borgarstjórin hevur hinvegin skyldu til at innkalla tiltakslimin eftir stk. 2, um tað ikki ber kommunustýrislimi til at møta í minsta lagi 14 samfullar dagar. Í tí viðfangi skulu neyðugar upplýsingar og møgulig skjalprógv vera til taks, ið siga, hví og hvussu leingi kommunustýrislimurin væntandi ikki kann røkja starv sítt. Fráveran er at rokna frá teirri løtu, borgarstjórin verður kunnaður um hana, ella frá tí, at sjálv fráveran byrjar.

Til stk. 3. Sjálvt um tað er borgarstjórin, ið skal geva tiltaksliminum fundarboð, so er tað kommunustýrið, ið skal gera av, um treytirnar at innkalla tiltakslim eftir stk. 1. og stk. 2 eru til staðar.

Til § 19
§ 19 er tikin við til tess at gera málið um ta veruligu útskiftingina greidligari, serliga við atliti, at mannagongdini, tá ið fleiri tiltakslimir eru inni í senn.

Kapittul 4
Borgarstjórin

Kapittul 4 er eitt heildaryvirlit yvir starv borgarstjórans sambært kommunustýrislógini.

Til § 20
Til stk. 1
Her verður leiðsluábyrgd borgarstjórans mótvegis kommunustýrinum lýst. Tað er ikki nøkur treyt, at borgarstjórin persónliga skal greiða allar leiðsluuppgávur úr hondum. Í teimum førum, ásett er í lógini, at ein áheitan skal verða send borgarstjóranum, sum t.d. ein áheitan um skjalainnlit sambært § 17, stk. 2, so skal hetta verða gjørt. Í øðrum føri kunnu sjálvsagdar áheitanir av handahógvi verða avgreiddar av starvsfólki kommununnar.

Sum ovasti leiðari fyri ta kommunalu fyrisitingina hevur borgarsjórin ábyrgd av, at øll formlig krøv viðvíkjandi málsviðgerðini eru í lagi. Hetta hevur í stuttum við sær, at borgarstjórin skal síggja til, at skikkað starvsfólk eru tøk, at tey settu fylgja góðum fyrisitingarsiði, at arbeiðið er lagt til rættis á hóskandi hátt, at tann neyðuga samskipanin ímillum samanhangandi málsøki verður tryggjað o.s.fr.

Ein fyritreyt fyri at røkja hesar leiðsluuppgávur er, at borgarstjórin fær høvi at hava eftirlit við øllum lutum í fyrisitingini, sum eru neyðugir til tess.

Borgarstjórin lutar mál sundur til tær ymisku nevndirnar. Nøkur krøv gera seg galdandi viðvíkjandi sundurskiftingini. Her verður serliga hugsað um, at eingin ivi skal valda um uppgávubýtið ímillum tær føstu nevndirnar, at øki, ið natúrliga hoyra neyvt saman, helst eiga at vera í somu nevnd, og at málsøkini hjá teimum føstu nevndunum eru nøkulunda lík, tá ið tað snýr seg um stødd og týdning.

Ásetingin í stk. 1 um, at borgarstjórin tekur sær av teimum málum, ið ikki eru løgd til nakra nevnd, er sett av hentleikaávum. Sambært kommunustýrisskipanini skulu í grundini øll mál verða lutað og latin viðkomandi nevndum. Fellur eitt mál ikki natúrliga inn undir málsøkið hjá eini fastari nevnd, skal borgarstjórin lata kommunustýrið taka støðu til hetta.

Til stk. 2. Sambært 1. pkt. so fatar skylda borgarstjórans, at fyrireika kommunustýrisfundirnar um tey formligu viðurskiftini, samanber eisini viðmerkingarnar til § 30.

Til stk. 3. Borgarstjórin fyriskipar framløguna av málstilfari til kommunustýrislimirnar, so at teir kunnu fáa allar tær upplýsingar, sum tørvur er á, og sostatt verða førir fyri at taka avgerðir á hollum grundarlagi.

Hava kommunustýrislimir ikki fingið nóg góðar møguleikar at fyrireika seg til eitt mál, sum teir tí ikki kunnu taka støðu til, og teir mótmæla hesum, so kann kommunustýrið ikki taka avgerð í málinum, uttan so er, at tað er um at fyrnast, t.e.: at tað tolir ikki at bíða vegna formliga ella rættarliga freist, ella at málið er av slíkum slagi, at støða kann verða tikin til tað av handahógvi - uttan fyrireiking.

Til § 21
Í høvuðsheitum lýsir § 21, hvussu borgarstjórin skal fremja sína fyrisitingarleiðslu.

Til stk. 2. Borgarstjórin skal ansa eftir, at øll mál fáa formliga avgreiðslu. Við hesum er m.a. sagt, at borgarstjórin skal ansa eftir, at allar tær avgerðir, sum tiknar eru í kommunustýrinum, skulu verða framdar í verki. Borgarstjórin ansar eisini eftir, at mál, ið skulu samtykkjast av kommunustýrinum, verða løgd fyri kommunustýrið við neyðugum tilmælum.

Til stk. 3. Her verður sagt, at borgarstjórin hevur eina lógarfesta heimild til, kommunustýrisins vegna, at taka avgerð í ávísum málum, sum ikki tola at bíða ella har eingin orsøk er til iva. Í mun til galdandi lóg er hetta formliga ein víðkan av rættinum hjá einum borgarstjóra til at avgerða mál vegna kommunustýrið, við tað, at galdandi lóg krevur, at málið ikki tolir at bíða og harumframt skal eingin orsøk vera til iva.

Borgarstjórin skal í fyrstu syftu sjálvur meta, um lógarinnar treytir eru loknar, umframt, at hann eisini skal meta, um allir aðrir kommunustýrislimir halda ongan iva vera um málið.

Tað, at eitt mál ikki tolir at bíða, kann t.d. vera at freistir eru um at fara. Men heimildin hjá borgarstjóranum at taka slíkar avgerðir er undir øllum umstøðum treytað av, at málið sambært lógini ikki skal verða lagt fyri kommunustýrið.

Til stk. 4. Ásetingin um, at borgarstjórin skal ansa eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan, fevnir bæði um lógarásett og ikki lógarásett tiltøk, samanber viðmerkingarnar til § 41.

Til § 22
Til stk. 1.
Ásetingin um, at reglur um virksemi hjá borgarstjóranum skulu setast í kommunustýrisskipanina samsvarar § 25. stk. 4 í galdandi lóg.

Til stk. 2. Ásetingarnar í stk. 2 eru serliga ætlaðar til nevndarstýrdar kommunur, um so er, at borgarsjórin kemur í stríð við meirilutan í kommunustýrinum, og misnýtir heimildir sínar, tá avgerðir skulu fremjast í verki ella gjøgnum dagligu leiðsluna av fyrisitingini forðar fyri avgerðunum hjá kommunustýrinum. Eftir hesi áseting, hevur kommunustýrið ein serligan møguleika fyri at tríva inn mótvegis borgarstjóranum, um so er, at hann ikki røkir sínar lógarásettu uppgávur, og ístaðin lata ein annan kommunustýrislim taka sær av uppgávuni. Við "verjing" verður skilt, antin virkin ella óvirkin mótstøða móti at virkað við til at fremja avgerðir kommunustýrisins. Hetta viðvíkur serliga teimum uppgávur, ið hava týdning fyri fyrisitingarliga virki hjá kommununi og har verjing kann hava ávirkan á virkisføri hjá kommunalu umsitingini.

Ásetingin í 2. pkt. er í mun til ásetingina í 1. pkt. ætlað til, tá verjingin verður mett at vera álvarsom, ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð verjir seg við at gera tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir hesi lóg ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita.

Til stk. 3. Borgarstjóranum til verndar, skal landsstýrismaðurin sambært stk. 3 staðfesta avgerðina, sí eisini viðmerkingarnar til § 6. Áðrenn ein tílik avgerð verður staðfest, eigur landsstýrismaðurin gjølla at kanna eftir, at treytirnar fyri fyribils at seta borgarstjóran frá eru til staðar. Landsstýrismaðurin skal tískil ansa eftir, at fyribils frásetanin hevur støði í veruligari fyrisitingarligari misrøkt og at talan ikki er um politiska jagstran.

Til stk. 4. Hevur kommunustýrið sambært stk. 2, 2. pkt. fyribils valt ein annan, sum virkandi borgarstjóra og sambært stk. 3 lagt avgerðina fyri landsstýrismannin til staðfestingar, fær avgerðin hjá kommunustýrinum fyrst rættargildi, eftir at hon er staðfest av landsstýrismanninum. Tá er borgarstjórin undantikin starvi sínum fyribils.

Til stk. 5. Staðfestingin skal harumframt altíð standa sína roynd í rættinum fyri at kanna, um verjing borgarstjórans er verulig og avgerðin hjá kommunustýrinum um fyribils at velja ein annan kann góðtakast. Við tað, at ein avgerð hjá kommunustýrinum eftir stk. 2, 2. pkt. er sera inntrívandi, kann avgerðin ikki setast í verk, fyrr enn landsstýrismaðurin hevur staðfest hana og dómsvaldið er komið til tað niðurstøðu, at treytin í stk. 2, 2. pkt. er til staðar. Borgarstjórin skal sostatt ikki víkja sæti fyrr enn dómsvaldið er komið til tað niðurstøðu, at treytin í stk. 2, 2. pkt. er til staðar.

Til stk. 6. Landsstýrismaðurin hevur heimild, eftir áheitan frá kommunustýrinum, at skerja lønina hjá borgarstjóranum, verður hann settur frá. Møgulig lønarskerjing eigur at verða eftir, hvussu álvarsamt borgarstjórin hevur vart seg ímóti, at fremja sínar skyldubundnu uppgávur og einans í serliga grovum føri eigur lønin at fella burtur. Á sama hátt, sum við staðfesting av avgerðinin hjá kommunustýrinum, sum eru tiknar eftir stk. 2, 2. pkt. skal landsstýrismaðurin eisini her gjølla kanna eftir, at talan ikki er um politiska jagstran.

Til § 23
Til stk. 1.
Tað er kommunustýrið, ið skal avgerða, um ein umbøn frá borgarstjóra ella varaborgarstjóra skal komast á møti. Umbøn frá einum borgarstjóra ella frá einum varaborgarstjóra, um at verða loystur úr starvi tað, ið eftir er av valskeiðinum, kann verða tikin aftur, so leingi kommunustýrið ikki hevur tikið avgerð í málinum.

Játtar kommunustýrið at eftirlíka umbønini, skal ein tílík samtykt í fyrsta lagi verða tikin beint undan tí tíðarskeiðið, sum borgarstjórin ella varaborgarstjórin sambært umbønini ynskir at verða loystur úr starvi.

§ 23 fevnir einans um borgarstjórans og varaborgarstjórans undantøku úr formansstarvinum. Um undantøku av limaskapi í kommunustýrinum verður yvirhøvur víst til lógina um val til kommunurnar.

Til stk. 2. Fer borgarstjórin úr starvinum, doyr ella verður loystur úr starvi, skal annar borgarstjóri verða valdur sambært reglunum í § 6, stk. 2, um val av borgarstjóra, sí eisini viðmerkingarnar til hesa gren. Sostatt verður varaborgarstjórin ikki sjálvvirkin borgarstjóri. Tó skal varaborgarstjórin røkja starvið sum borgarstjóri, til nýggjur borgarstjóri er valdur.

Til stk. 3. Orsøkin til hesa áseting er, at tað kann verða serliga tyngjandi hjá einum kommunustýrislimi, sum verður valdur til borgarstjóra, tá einans stutt tíð er eftir av valskeiðnum, um hann samstundis verður noyddur at leggja borgarliga starvið og øll almen álitisstørv frá sær.

Tá mett verður, um frávik skal gerat frá § 6, stk. 2, 2. pkt., skal havast í huga, hvussu long tíð er eftir av valskeiðnum. Er styttri enn 1 ár eftir av skeiðnum, eigur hetta leiðbeinandi at tala fyri, at frávik verður loyvt. Hvussu inntrívandi tað er fyri viðkomandi, um hann skal leggja borgarliga starvið og øll almenn álitisstørv frá sær tað tíðina, ið eftir er av valskeiðnum, eigur eisini at havast í huga, tá mett verður um frávik kann loyvast.

Til § 24
Til stk. 2.
Hevur borgarstjórin sambært § 18, stk. 2 forfall í minst 14 samfullar dagar, og er varaborgarstjórin vorðin fyribils borgarstjóri, kann val av virkandi borgarstjóra ikki fara fram, uttan so er, at varaborgarstjórin fær fráboðan um, at borgarstjórin væntandi hevur forfall í meira enn 2 mánaðir. Víst verður annars til viðmerkingarnar til § 23, stk. 3.

Eftir hesum virkar varaborgarstjórin einans í borgarstjórans stað, tá ið borgarstjórin hevur bráðfeingis forfall, meðan kommunustýrið skal taka støðu til spurningin um, hvør skal verða borgarstjóri, tá fráveran varir longri enn 2 mánaðir.

Til stk. 3. Samanber viðmerkingarnar til § 23, stk. 3.

Til § 25
Til stk. 1.
Endamálið við gerðabókini er, at skjalprógva innihaldið í avgerðum og samtyktum kommunustýrisins. Av gerðabókini eigur tí at síggjast, hvussu ein avgerð er tikin - hvussu nógvar atkvøður vóru fyri, ímóti ella blankar, tá málið var avgreitt. At skriva í gerðabók, eina avgerð ella samtykt, er tó eingin gildistreyt. Tí er neyðugt at skriva upp, hvørjir kommunustýrislimir eru á fundi, eins og fest eigur at verða á blað, tá ið kommunustýrislimur fer av fundi í ótíð, samanber eisini viðmerkingarnar til § 34.

Sambært § 25 eru tað bert avgerðir og samtyktir, sum skulu verða førdar í gerðabókina. Sostatt skulu tingingarfrásagnir ikki verða førdar í bókina. At skriva gerðabók skal vera skipað á sovorðnan hátt, at tað ikki er gjørligt at broyta tað, ið skrivað er, uttan at tað sæst aftur.

Við fundarlok skal gerðabókin verða lisin upp, og við undirskriftini verður staðfest, at kommunustýrislimurin viðgongur, at hann hevur verið á fundi, og at tað, sum skrivað er í gerðabókina, samsvarar við tað, ið farið er fram á fundinum.

Til stk. 2. Kommunustýrislimur kann krevja sína serstøðu viðmerkta í gerðabókina, um so er, at hon viðvíkur einum máli, ið hevur verið viðgjørt á fundi. Serstøðan skal staðfesta, hvat kommunustýrislimurin heldur, at kommunustýrið átti at havt avgjørt ella samtykt. Sostatt skal viðmerkingin vera stuttorðað. Kommunustýrislimur kann eisini krevja, at sín ólíka hugsan um eina mannagongd skal verða førd í gerðabókina.

Kommunustýrislimur, sum ynskir at fáa sína serstøðu førda í gerðabók, skal seta fram áheitan um hetta.

Sambært stk. 2 er rætturin at krevja, at annar myndugleiki verður kunnaður um innihaldið í gerðabókini, avmarkaður til tey føri, har kommunustýrið gevur sítt ummæli til ein annan myndugleika. Hetta merkir, at verður ein avgerð ella ein samtykt send øðrum myndugleika til kunningar, hevur kommunustýrislimurin ikki rætt at krevja, at sín viðmerkta serstøða skal verða send við.

Kapittul 5
Almenni

Til § 26
Til stk. 1.
Ástingin um, at kommunustýrisfundir eru almennir svarar til ásetingina í galdandi kommunulóg.

Ásetingin fevnir einans um fundaralmenni. Rætturin til málsinnlit í almennu fyrisitingini, sum partur ella ikki partur í einum máli, er ávíkavist javnførdur í fyrisitingarlógini og í lóg um innlit í fyrisitingina, sí løgtingslógirnar. nr. 132 og 133 frá 10. juni 1993.

Reglan um fundaralmenni heimilar ikki fundaráhoyrarum talufrælsi á kommunustýris-fundunum.

Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. um, at mál kunnu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, er eitt undantak til lógarásettu meginreglu um, at kommunustýrisfundir eru almennir.

Tey mál, ið av góðum grundum kunnu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, eru tílík, har trúnaðarupplýsingar væntandi verða drignir fram undir málsviðgerðini. Men um trúnaðarlig upplýsing bert kann væntast at verða drigin fram í møguligum kjaki í einum máli, sum er á fundarskránni, skuldu ongar áneyðir verið at havt fund fyri afturlatnum hurðum.

Nær ein upplýsing er trúnaðarlig, veldst um, hvat eyðkenni hennara er. Persónligar upplýsingar eru aloftast trúnaðarligar, sí eisini § 26 í fyrisitingarlógini og § 152, stk. 3 og § 152 a-c í Lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939 af borgerlig straffelov við seinni broytingum.

Ásetingin forðar ikki fyri, at kommunustýrið kann seta í fundarskipanina nøkur sløg av málum, sum væntandi skulu verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum. Tó skal ein ítøkilig meting verða gjørd í hvørjum einstøkum føri.

Sambært stk. 1, 2. og 3. pkt. kann spurningurin um, hvørt eitt mál skal verða viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, eisini verða viðgjørdur fyri afturlatnum hurðum um borgarstjórin ella 1/3 av kommunustýrislimunum krevja tað; men tað krevst ikki. Orsøkin til tess er, at tað í sjálvari málsviðgerðini av spurninginum um hurðarnar skulu verða afturlatnar kann koma fram, at málið skal ikki verða viðgjørt fyri afturlatnum hurðum.

Til stk. 2. Heimildin, at loyva kommunalt settum fólki at vera við á fundum fyri afturlatnum hurðum m.a. fyri at upplýsa eitt mál, kann verða gagnnýtt bæði yvirhøvur og í sambandi við ávís mál. Sambært § 26, stk. 1 í fyrisitingarlógini hava kommunalt sett fólk tagnarskyldu. Ein fyritreyt fyri at loyva kommunalt settum fólki á fund fyri afturlatnum hurðum er, at tað kann verða loyvt hesum persónum at úttala seg á fundinum.

Til stk. 3. Heimildin í stk. 3 at loyva eisini øðrum persónum at vera við á fundi fyri afturlatnum hurðum, hevur somu fyritreyt sum nevnt í stk. 2. Kommunustýrið kann áleggja hesum persónum tagnarskyldu eftir § 26, stk. 3 í fyrisitingarlógini. Verða trúnaðarupplýsingar bornar fram á fundinum, hevur kommunustýrið skyldu at áleggja hesum persónum tagnarskyldu.

Til § 27
Til stk. 1.
Ásetingin í stk. 1 gevur ikki borgarum rætt at fáa avrit av fíggjarætlanini og roknskapinum saman við viðmerkingum ella annað sendandi; men hon er einans ætlað, sum ein skylda hjá kommunustýrinum at kunna borgaran. Hesi skjøl koma annars inn undir tær vanligu reglurnar um skjalainnlit í lóg um innlit í fyrisitingina.

Til stk. 2. Yvirlitið yvir tey mál, ið koma fyri á fundi, er neyðturviliga ikki samlíkt fundarskránni. Eftir stk. 2 skal yvirlitið í minsta lagi hava eina frásøgn um málsevnini. Sostatt fevnir reglan eisini um tey málsevni, ið verða viðgjørd fyri afturlatnum hurðum, við fyriliti fyri reglunum um tagnarskyldu.

Tá ið tað snýr seg um úrrit úr gerðabókini av seinasta fundi, eru tað einans reglurnar um tagnarskyldu, sum seta avmarkingar hesum viðvíkjandi. Hetta ber við sær, at hóast eitt mál hevur verið viðgjørt fyri afturlatnum hurðum, so forðar tað í sær sjálvum ikki fyri, at samtyktin verður tikin við í eina framløgu av úrriti úr gerðabókini. Einasta treytin er, at tað í hesum høpi verða ikki latnar trúnaðarligar upplýsingar.

Almannakunngerðing av teim í stk. 2 nevndu málum og úrritum av gerðabókini kann t.d. gerast við, at tilfarið verður atkomuligt eitt ella fleiri staðni í kommununi.

Kapittul 6
Nevndir

Í 6. kapitli verða fíggjarnevndin og føstu nevndirnar lýstar.

Til § 28
Til stk. 1.
Sambært stk. 1 verður kravt, at tað í tí kommunala bygnaðinum eru í minsta lagi tvær nevndir: ein fíggjarnevnd og ein onnur føst nevnd. Sigast kann, at fíggjarnevndin, sum so, ikki er føst nevnd, við tað, at borgarstjórin er føddur formaður, og tí, at lógin hevur fleiri ásetingar um, hvørjar uppgávur fíggjarnevndin skal røkja. Men av tí, at fíggjarnevndin eisini kann røkja aðrar uppgávur enn tær, lógin ásetir, er tað av "terminologiskum" orsøkum kortini valt at lata fíggjarnevndina koma undir heitið: føst nevnd.

Tey kommunalu viðurskifti, talan er um eftir stk. 1, eru tey mál, ið løgd eru til nevndirnar, og eru tey tað annaðhvørt eftir lógini ella sambært avgerð.

Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. um, at nevndirnar skipa seg sjálvar, merkir, at tær uttan uppílegging frá kommunustýrinum kunnu velja formann, gera av, um næstformaður skal verða valdur, nær nevndarfundir skulu verða hildnir, gera uppskot til fundarskrá o.s.fr. Sambært § 38, stk. 1, 2. pkt. kann fíggjarnevndin tó ikki sjálv velja formann.

Ein føst nevnd kann gera av, at skipa seg av nýggjum. Virkisskeiðið hjá tí føstu nevndini kann eisini verða styttri enn valskeiðið. Verður virkisskeiðið stytt, skal øll nevndin veljast av nýggjum, samanber eisini stk. 4.

Til stk. 2. Ásetingin um val av limum og tiltakslimum er tikin við, til tess, at nevndirnar skulu hava møguleika at útinna nevndararbeiðið, uttan, at vandi skal verða fyri tarni, vegna tess, at onkur nevndarlimur hevur forfall.

Sambært § 6, § 12 og § 28 velur kommunustýrið limir og tiltakslimir til tær føstu nevndirnar, eftir at borgarstjórin er valdur. Hetta ber við sær, at tað er kommunustýrið sjálvt, sum skal velja allar limirnar til tær føstu nevndirnar. Tað er einki krav um raðfylgju í sambandi við nevndarval.

Til stk. 3. Hettar er ein staðfesting av mótrokningarmeginregluni, við tað, at ein fastur sessur skal verða taldur upp í alt sessatalið, sum lutað verður bólkinum. Hetta er gjørt til tess at forða maktumskipling.

Til stk. 4. Ásett verður her, at um nevnd skal veljast av nýggjum, so skal øll nevndin veljast av nýggjum undir einum. Hetta forðar tó ikki fyri, at ein nevndarlimur kann verða valdur aftur í somu nevnd.

Til § 29
Til stk. 1.
Tað eru bert kommunustýrislimir, ið kunnu verða valdir sum limir ella tiltakslimir í fíggjarnevndina ella aðra fasta nevnd.

Til stk. 2. Tær heimildir, ið sambært lógini ella kommunustýrisskipanini eru latnar eini fastari nevnd, kunnu ikki verða fluttar til aðrar nevndir ella líknandi.

Ásetingin í stk. 2, 2. pkt. um, at talið skal vera stakt og minni enn helmingurin, veitir trygd fyri, at ein føst nevnd ongantíð kann vera meiriluti í kommunustýrinum, og at hon á tann hátt frammanundan skal hava møguleika at tryggja sær, at eitt uppskot verður samtykt.

Til stk. 3. Nevndin kann áseta nærri reglur um nevndararbeiðið í eina fundarskipan fyri nevndina, t.d. um, hvussu nevndarformaðurin skal fyrireika nevndarfundirnar.

Til § 30
Til stk. 1.
Uppgávurnar hjá nevndarformanninum samsvara við tær uppgávur, borgarstjórin hevur í mun til kommunustýrisfundirnar, samanber viðmerkingarnar til § 20, stk. 2, og § 31.

Sum meginreglu ger nevndin sjálv av, nær og hvar nevndarfundir skulu verða hildnir. Sí ásetingina í § 32, stk. 1 um rættin hjá nevndarlimi at krevja mál lagt fyri kommunustýrið.

Til stk. 2. Tá borgarstjórin kallar nevnd ella nevndir saman, sambært stk. 2, er tað hann ið leiðir samráðingarnar, annahvørt hann er limur í nevndini ella ikki.

Til stk. 3. Í tí, at borgarstjórin hevur atgongd til nevndarfundirnar, liggur eisini, at hann harumframt kann verða hjástaddur, meðan atkvøtt verður. Hetta hevur sítt støði í ásetingarendamálinum, sum er, at samskipa tað kommunala virksemið.

Til stk. 4. Nevndin kann loyva øðrum persóni at vera við á nevndarfundum; men so skal grundgevingin fyri hesum vera við atliti, at málsupplýsingum, samanber viðmerkingarnar til § 26, stk. 2 og 3. Talan kann vera um persónar, sum eru limir í kommunustýrinum, kommunustarvsfólk og onnur. Ásetingin loyvir ikki eini nevnd at seta á stovn eina varandi eygleiðaraskipan fyri t.d. kommunustýrislimir.

Til § 31
Til stk. 1.
Sum nevnt í viðmerkingunum til § 30, eru uppgávurnar hjá nevndarformanninum javnsettar uppgávunum hjá borgarstjóranum í sambandi við kommunustýrisfundirnar, herímillum tá talan er um at ansa eftir, at allar inntøkur og útreiðslur hava neyðuga játtan, samanber § 21, stk. 4 og eisini viðmerkingarnar til § 41.

Til stk. 2. Sambært ásetingini í stk. 2, 1. pkt. kann nevndarformaðurin nevndarinnar vegna einsamallur taka avgerð í málum, ið ikki tola at bíða, t.e. at tað ikki tolir at bíða vegna formliga ella rættarliga freist, ella um eingin orsøk er til iva. Heimildin er tó ikki eitt frávik frá tí samsvarandi heimild, sum løgd er til borgarstjóran í tílíkum málum, samaber § 21, stk. 3.

Ásetingin í stk. 2, 2. pkt. áleggur nevndarformanninum eina fráboðanarskyldu mótvegis borgarstjóranum, tá ið talan er um mál, ið ikki tola at bíða. Í tílíkum førum skal nevndarformaðurin, áðrenn avgerð verður tikin, kunna borgarstjóran til tess at tryggja rætt hansara at útinna sínar samskipanarheimildir í teirri kommunalu fyrisitingini, herímillum rættin at leggja uppí, um eitthvørt fer fram, sum er ólógligt. Kunningarskyldan fevnir ikki um avgerðir, sum eftir lógini eru latnar nevndini.

Harafturímóti hevur nevndarformaðurin, sum dagligur leiðari, ongar heimildir viðvíkjandi eini grein innan fyrisitingina, eins og borgarstjórin. Tó kann nevndin í ávísan mun lata nevndarformanninum upp í hendi heimildir, sum nevndin annars hevur. Lógin áleggur ikki nakað heimilingarforboð í so máta.

Til stk. 3. Nevndarlimir leggja fram mál um virksemi nevndarformannsins. Ásetingin í stk. 3, 2. pkt. um, at nevndarformaðurin skal vera avgerðum nevndarinnar lýðin, sigur greitt, at tær lógarásettu heimildirnar hjá formanninum eftir stk. 2 nerta ikki við sjálva nevndarskipanina, samanber eisini viðmerkingarnar til § 15.

Til § 32
§ 32, 1. pkt. er ein lógarfesting um eina víðfevnandi minnilutaverndarreglu, tí reglan heimilar hvørjum einstøkum limi í fíggjarnevndini ella aðrari fastari nevnd ein íhaldsrætt. Reglan fevnir um allar avgerðir, sum nevndin hevur tikið; men nevndarformaðurin kann tó taka avgerð í málum, sum ikki tola at bíða, samanber eisini viðmerkingarnar til § 31. Harumframt kann nevndarlimur ikki nýta sín íhaldsrætt viðvíkjandi avgerðum, ið sambært lóggávuni ikki kunnu verða lagdar fyri kommunustýrið.

Íhaldsrætturin er avmarkaður til veruligar avgerðir, og avgerðir viðvíkjandi rættargangsspurningum eru ikki íroknaðar, sum t.d. áheitan um upplýsingar í sambandi við málsviðgerð og tílíkt.

Íhaldsrætturin er treytaður av, at nevndarlimurin hevur verið á nevndarfundinum. Tó er tað eingin treyt, at hann hevur atkvøtt ímóti avgerðini.

Hóast fremjanin av íhaldsrættinum kann hava óhepnar avleiðingar við sær, sum t.d. øktar útreiðslur, so er tað í sjálvum sær ikki nøkur grundgeving fyri at sýta, at íhaldsrætturin kann verða framdur í verki. Í slíkum føri verður kommunustýrið noytt at halda eykafund til tess at bøta um tílíkar avleiðingar.

Krevur ein nevndarlimur íhald, skal tað verða ført í gerðabókina. Kravið um íhald skal týðiliga vera eitt ynski um, at málið verður lagt fyri kommunustýrið. Er ivi um hetta, skal nevndarformaðurin fáa greiði á hesum.

Er ein nevndaravgerð steðgað vegna íhaldsrættin, skal kommunustýrið taka støðu til, um tann steðgaða avgerðin skal verða sett í verk.

Áðrenn kommunustýrisfundur er hildin, kann nevndarlimur, sum hevur útint sín íhaldsrætt, altíð taka sín íhaldsrætt aftur við tí fylgju, at nevndin so kann seta avgerðina í verk.

Til § 33
§ 33 lýsir, nær nevndin er viðtøkufør. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta, samanber viðmerkingarnar til § 14 um viðtøkuføri hjá kommunustýrinum. Kravið um viðtøkuføri er eisini galdandi í førum, har nevndin gevur sítt tilmæli til kommunustýrið.

Til § 34
Viðvíkjandi § 34 verður samanumtikið víst á viðmerkingarnar til § 25. Harumframt er at viðmerkja, at hvør einstøk føst nevnd skal hava sína egnu gerðabók. Men í lógini verður tó einki sagt um, júst, hvussu gerðabókin skal verða skipað. Gerðabókarskipanin má tó veita trygd fyri, at einki ivamál er um hennara próvdygd. Kommunan skal hava gerðabókina í varðveitslu.

Kapittul 7
Aðrar nevndir og umboðan

Til § 35
Til stk. 1 og 2. 
Kommunustýrislimum kann meginregluliga verða álagt boð um at lata seg velja, ella teir hava við øðrum orðum, sum umboð kommunustýrisins skyldu at taka ímóti vali til eina tílíka kommunala umboðan.

Kommunustýrið velur sjálvt sínar limir til hesi stýri og tílíkt, samanber stk. 3. Valið kann fara fram á fyrsta fundi, tá ið kommunustýrið skipar seg; men tað kann av praktiskum orsøkum eisini verða gjørt seinni.

Ásetingin fevnir ikki um umboðanarviðurskifti í mun til stakar tilburðir, har kommunustýrið ella kommunan skal verða umboðað.

Til stk. 3. Ásetingin í stk. 3 er at skilja soleiðis, at í tí røð bólkarnir hava rætt til sess avgerða teir um umboð teirra skal vera kommunustýrislimur ella annað umboð so leingi sum annað slagi av sessum ikki er fullmannað. Dømi: nevnd skal setast við 5 limum, 2 kommunustýrislimir og 3 onnur umboð. Bólkurin, ið eigur fyrsta umboð hevur frítt val, tað sama er galdandi fyri annað umboð, men um fyrsta og annað umboð eru kommunustýrislimir skulu triðja, fjórða og fimta umboðið vera onnur umboð.

Til § 36
Til stk. 1.
Greinin fevnir um tey føri, har kommunustýrið ger av, um ein serstøk nevnd skal verða sett. Hesar nevndir kunnu m.a. setast til at umhugsa ella fyrireika serlig kommunal uppskot ella tiltøk. Ein ávís uppgáva kann sostatt verða latin einari nevnd, sum er sett sambært stk. 1, at avgreiða ella nevndin hevur vegleiðandi ella ráðgevandi uppgávur. Men skulu heimildirnar hjá einari nevnd vera meira almennar, eigur nevndin at verða sett sum ein føst nevnd eftir reglunum fyri hesar.

Val til slíkar nevndir fer eisini fram eftir lutfalsvalháttinum í § 3 og eigur ikki fara fram á fyrsta fundi, tá ið kommunustýrið skipar seg. Hetta er grundað á fyrilitið um møguleikan hjá kommunustýrinum til frammanundan at samráðast, um ein slík nevnd yvirhøvur skal halda áfram ella verða sett.

Verða slíkar nevndir settar, skal kommunustýrið síggja til, at setanin ikki avmarkar tær heimildir, sum fíggjarnevndin ella onnur føst nevnd hevur sambært kommunustýrislógini ella sambært kommunustýrisskipanini.

Til stk. 2. Her verður ásett, at kommunustýrið avgerð, hvussu nevndinar skulu mannast og um virksemi og virkisskeiðið hjá nevndunum. Hevur kommunustýrið sambært stk. 2 ikki ásett nærri reglur um hesi viðurskifti, skal tað í ivamálum verða gjørt ítøkiligt, um tær vanligu ásetingarnar í kommunustýrislógini um fastar nevndir eisini eru galdandi fyri hesa umboðan. Hugsast kann, at, tá ið kommunustýrið setir tílíkar nevndir, hevur havt sum fyritreyt, at vanligu ásetingarnar um t.d. gegni eisini eru galdandi fyri slíkar nevndir.

Fundir í hesum nevndum skulu ikki vera almennir, men bæði kommunal starvsfólk og onnur, ið ikki eru limir í kommunustýrinum kunnu gerðast limir í hesum nevndum.

Til § 37
Til stk. 1.
Ásetingin í stk. 1 um møguleikan at seta staðbundnar nevndir hevur sítt støði í fyrilitinum fyri at útinna eitt munadygt, staðbundið fólkastýri. Hevur kommunustýrið samtykt at seta eina staðbundna nevnd, skal nevndin hoyrast, áðrenn avgerð verður tikin í málum, sum hava við staðbundna økið hjá viðkomandi nevnd at gera, sambærtr. stk. 3.

Til stk. 2. Sambært stk. 2 velur kommunustýrið sínar limir til staðbundnar nevndir millum kommunustýrislimirnar. Staðurin, sum kann verða ein ella fleiri bygdir ella øki, velur sínar limir og hesir skulu eiga meirilutan í nevndini.

Til stk. 3. Frávik, ið eru kravd eftir umstøðunum kunnu t.d. verða ásetingar um, hvussu farast skal fram, fyrstu ferð ein tilík nevnd verður vald, við tað, at kommunustýrið annars má bíða til næsta val fyri at fáa nevndina valda.

Til stk. 4. Kommunustýrið ásetir tað staðbundna økið, reglur um limatal, samanseting og annað viðvíkjandi staðbundnum nevndum í kommunustýrisskipanini. Tó er ásett í stk. 2, at staðbundnu umboðini skulu eiga meirilutan í nevndini. Henda lágmarksverndarregla skal veita trygd fyri endamáli nevndarinnar, sum er, at fremja og styrkja tað staðbundna fólkastýri. Reglur um mannagongd viðvíkjandi hoyring av staðbundnu nevndini skulu setast í kommunustýrisskipanina, umframt reglur um hvørji frávik skulu gerast frá ásetingunum í kommunuvallógini um m.a. valrætt og valbæri tá staðbundnar nevndir verða valdar.

Til stk. 5. Ásetingin um, at ein kommunustýrislimur ikki samstundist kann verða staðbundið umboð, skal tryggja skilna millum kommunustýrið og staðbundnu umboðini.

Kapittul 8
Fíggjarumsiting

Til § 38
Til stk. 1.
Fíggjarnevndin tekur sær av tí fíggjarligu fyrisitingini. Fíggjarnevndin eins og aðrar fastar nevndir er undirgivin teimum avgerðum, sum kommunustýrið hevur tikið, uttan í teimum førum, har fíggjarnevndin hevur fingið serstakar heimildir, sambært lógini ella kommunustýrisskipanini. Ásetingar um serligu heimildirnar hjá fíggjarnevndini eru umframt í § 38 at finna í § 39, stk. 1 um fíggjarætlanina og í § 42, stk. 1 um varðveitslu av peningaogn kommunurnar.

Sambært stk. 1, 2. pkt. er borgarstjórin nevndarformaður. Endamálið við hesi áseting er, at økja um møguleika borgarstjórans at samskipa ta kommunalu fyrisitingina.

Tær lógarásettu uppgávurnar hjá fíggjarnevndini snúgva seg serstakliga um innanhýsis viðurskifti í kommununi, sum t.d.: roknskaparviðurskifti, fyrisitingarligar uppgávur við fyriskipan av málsviðgerðum o.s.fr. Alt samalt uppgávur, har borgarstjórin er á odda, sum dagligur leiðari.

Til stk. 2. Fíggjarnevndin er hvørki yvir ella undir øðrum føstum nevndum. Tó ásetir stk. 2, at fíggjarnevndin samskipar og fremur eftirlitið við teimum fíggjarligu og fyrisitingarligu viðurskiftunum. Ein avleiðing av hesum er, at tær føstu nevndirnar hava skyldu at svara spurningum um hesi viðurskifti. Hetta gevur tó ikki fíggjarnevndin heimild at leggja seg upp í innanhýsis viðurskifti, sum hoyra undir málsøkið hjá eini aðrari fastari nevnd.

Fíggjarnevndin kann lata upp í hendurnar á borgarstjóranum ella kommunustýrinum at taka ávísar avgerðir.

Til stk. 3. Her eru høvuðsuppgávurnar og -skyldurnar hjá fíggjarnevndini í sambandi við fíggjarumsitingina ásettar. Tað er latið upp í hendurnar á fíggjarnevndini at gera tær í nr. 1 til nr. 4 ásettu uppgávur. Hvussu tær skulu verða loystar ger fíggjarnevndin sjálv av, uttan so er, at landsstýrismaðurin hevur ásett reglur hesum viðvíkjandi, samanber § 47.

Fíggjarnevndin skal leggja grannskoðaða ársroknskapin fyri kommunustýrið til góðkenningar, sambærtr. stk. 3, 4. pkt.. Síðan avgreiðir kommunustýrið ársroknskapin.

Til stk. 4. Ásetingin í stk. 4 um, at fíggjarnevndin skal geva sítt ummæli hevur ikki við sær, at øll mál yvirhøvur skulu fyri fíggjarnevndina, men hevur sítt støði í, at fíggjarnevndin skal hava høvi at siga sína áskoðan um tey fíggjarligu ella fyrisitingarligu sjónarmiðini í einum máli, áðrenn tað verður lagt fyri kommunustýrið.

Til § 39
Til stk. 1.
Tað kommunala roknskaparárið fylgir álmanakkaárinum. Tíðarfreistirnar eru tvungnar.

Við atliti til tað pláss, ið fíggjarnevndin hevur í kommunalu umsitingini hevur fíggjarnevndin, eins og í galdandi lóg, við hesi áseting fingið sjálvstøðuga heimild at gera uppskot um fíggjarætlan v.m. Kommunustýrið kann sostatt ikki lata hesa heimild nakra aðrastaðni, men kann tó áseta karmarnar um sjálva fíggjarætlanargerðina.

Lógin hevur ongar reglur um, hvussu fíggjarætlanargerðin skal verða skipað. Tó hevur hon tað sum fyritreyt, at fíggjarætlanargerðin verður samskipað við tær føstu nevndirnar, samanber § 38, stk. 2.

Til stk. 2. Treytin í stk. 2 um tvær viðgerðir skal veita trygd fyri, at kommunustýrislimir til fulnar fáa høvi at seta seg inn í fíggjarætlanina. Ásetingin er ein lágmarksregla og forðar ikki fyri, at kommunustýrið kann gera av, at fíggjarætlanin til dømis skal hava tríggjar viðgerðir. Samanborið við stk. 1 gevur stk. 2 sostatt kommunustýrunum altíð 2 mánaðir til at viðgerða fíggjarætlanina.

Til § 40
Greinin ásetir tann játtanarliga- og fíggjarliga týdningin av einari samtyktari fíggjarætlan.

Fíggjarliga partinum viðvíkjandi er fíggjarætlanin ein ætlan yvir tær útreiðslur sum – aftaná at inntøkan frá øðrum enn skattaálíkning er drigin frá – skulu fíggjast yvir kommunuskattin. Samtykta fíggjarætlanin fastleggur soleiðis støddina á samlaðu kommunalu skattunum komandi fíggjarár, við tað at skattaálíkningin skal ásetast soleiðis, at ætlaðar útreiðslur kunnu haldast.

Fíggjarætlanin inniheldur eisini tær játtanir, ið kommunustýrið hevur samtykt fyri komandi fíggjarárið og er bindandi fyri kommunalu umsitingina. Hetta lýsir aðalregluna um, at eingin útreiðsla má haldast, fyrr enn neyðug játtan er fingin til vega.

Til § 41
Til stk. 1.
Í pkt. 1 verður staðiliga staðfest, at játtanarheimildin er hjá kommunustýrinum. Ásetingin í stk. 1, 2. pkt. staðfestir meginregluna um, at einki arbeiði kann verða gjørt, uttan at neyðug játtan er tøk frammanundan. Hetta merkir, at ársfíggjarætlanin og viðmerkingarnar til hana, mega tulkast í hvørjum einstøkum føri til tess at staðfesta, um tann neyðuga játtanin er tøk til ætlaðar inntøkur ella útreiðslur.

Er ivi um vavið á eini játtanarheimild, hevur borgarstjórin og viðkomandi fasta nevndin skyldu, at avgreiða ivamálið og møguliga við at leggja tað fram fyri kommunustýrið. Orsøkin til tess er, at bæði borgarstjóri og nevndarformaður hava skyldu at ansa eftir, at neyðug heimild er fyri øllum inntøkum og útreiðslum, sambært ávíkavist § 21, stk. 4 og § 31, stk. 1. Er tulkingarniðurstøðan tann, at eingin heimild er, krevst eykajáttan til tað ætlaða arbeiðið.

Harumframt tekur stk. 1 sum givið, at bann er ímóti, at heimila øðrum játtanarheimild. Sostatt skulu allar málsviðgerðir um játtanarveitingar verða viðgjørdar í kommunustýrinum. Hetta forboð hevur millum annað við sær, at borgarstjórin ikki sjálvur kann veita játtanir, sjálvt um talan er um mál, sum ikki tola at bíða ella har eingin orsøk er til iva, samanber § 21, stk. 3. Kommunustýrið er sostatt einaráðandi á játtanarøkinum í kommunalum viðurskiftum.

Kommunustýrið samtykkir játtanir og kann áseta, at nýtslan av eini játtan skal verða treytað við góðkenning frá fíggjarnevndin. Slíkar fyritreytir fyri nýtslu av eini játtan kunnu bæði verða settar til ávísar upphæddir og ein prosentpart av játtaðu upphæddini. Kommunustýrið kann samtykkja slíkar fyritreytir í sambandi við játtanarveitingar ella eftir, at ein játtan longu er givin.

Viðvíkjandi íløgujáttanum, so skal hvør einstøk íløga hava eina ítøkiliga viðgerð, áðrenn farið kann verða undir eitt arbeiði. Ein íløgujáttan uttan nærri tilskilan er sostatt ikki í sær sjálvum nóg mikið, men til hvørt arbeiði skal tiltøkupeningur vera lagdur av, áðrenn farið kann verða undir eitt arbeiði.

Til stk. 2. Her verður mannagongdin fyri eykajáttanarsamtyktum ásett. Grundgevingin fyri hesi mannagongd er tann sama, sum tá ið fíggjarætlanin skal verða samtykt, samanber viðmerkingarnar til § 39, stk. 2. Allar eykajáttanir - inntøkur og útreiðslur - skulu vísa á, hvussu tær verða fíggjaðar.

Til stk. 3. Her verður ásett út í æsir nær tiltøk kunnu verða sett í verk uttan játtan frammanundan. Við aðrari bindandi rættarreglu verður m.a. sipað til dóm ella rættarsátt.

Til § 42
Greinin ásetir, hvussu peningaognin hjá kommununi skal verða umsitin. Ásetingin viðger, hvussu peningaognin kann verða goymd, til tess, at goymslan verður mett at vera trygg. Tað er fíggjarnevndin, ið skal ansa eftir, at peningaognin er goymd á nóg tryggan hátt.

Til § 43
Til stk. 1.
Ásetingin í stk. 1 lógarfestir eitt forboð fyri at heimila. Eingin uttan kommunustýrið kann taka avgerðir, sum viðvíkja teimum í stk. 1 nevndu avgerðum og tílíkum, samanber tó §§ 52 og 54.

Til stk. 2. Her er ásett, at loyvi frá landsstýrismanninum krevst til at taka lán um nettoskuldin er omanfyri ásett mark og til at gera broytingar í lánitreytunum. Ásetingin er tikin við fyri at fáa eina ábyrgdarfulla, fíggjarliga, kommunala umsiting. Við øðrum orðum ásetir § 43, stk. 2 markið fyri eina ráðiliga, kommunala nettoskuld, sum ikki treytar nakað loyvi frá landsstýrismanninum.

Við nettoskuld skilst, skuldin hjá kommununi frádrigið fíggjarognina hjá kommununi, t.e. peningur innistandani í peningastovni ella giro umframt lættumsetilig virðisbrøv.

Ein álíkning eftir einum av landsstýrismanninum árliga ásettum skattaprosenti merkir, at nettoskuldin skal setast í mun til álíkningina í kommununi, um skattaprosentið í kommununi var tað av landsstýrismanninum ásetta. Skattaprosentið, sum landsstýrismaðurin ásetir árliga er sostatt einans eitt hugsa tal ella satsur, ið skal tryggjað, at allar kommunur fáa loyvi, uttan góðkenning frá landsstýrismanninum, til lutvíst líka stóra nettolántøku til íløgur.

Til § 44
Til stk. 1
Sum meginreglu skulu allar kommunalar ognir bjóðast út alment, áðrenn tær kunnu seljast. Kravið um alment útboð hevur við sær, at kommunala ognin skal lýsast til sølu á staðnum, tilskilað einari hóskandi freist fyri at senda tilboð inn.

Kravið um alment útboð verður mett, sum ein neyðug treyt og avleiðing av, at keyp og søla sambært lógaruppskotinum ikki longur skulu góðkennast av landsstýrinum frammanundan. Á henda hátt fæst m.a. trygd fyri, at ognin, sum meginregla, verður seld fyri marknaðarprís, t.v.s. tann prís, sum fæst í vanligum handli og trygd fæst eisini fyri, at keyparin ikki fær nakran fyrimun, uttan so, at almenningurin kann ansa eftir prísstøðinum. Kravið um útboð er galdandi bæði fyri sølu av bygdum og óbygdum ognum.

Av tí, at tað kunnu hugsast tilburðir, har útboð frammanundan ikki er neyðugt ella kanska hevði verið óheppi ella óhøgligt, verður landsstýrismanninum heimilað at áseta nærri reglur um, hvørjar fastognir ikki nýtast at bjóðast út. Her verður m.a. hugsa um kommunalar útstykkingar, har fólk frammanundan stendur á bíðilista hjá kommununi, makaskifti og har serlig viðurskifti annars gera seg galdandi, sum kunnu geva grundir fyri, at alment útboð ikki nýtist.

Hvussu alment útboð skal fara fram verður eisini ásett av landsstýrismanninum. Her eigur at verða havt í huga, at kommunurnar eru sera ymiskar í stødd og tí kunnu ymisk krøv setast til kunngerðarháttin fyri kommunurnar.

Til stk. 2. Ásetingin í stk. 2 er einans ein "legitimatiónsregla" og fevnir sostatt ikki um sjálva heimildina at taka avgerð í teimum umrøddu rættarhandlum og gildisleika teirra. Ásetingin slær fast mótvegis tinglýsingarmyndugleikunum o.ø. at borgarstjórin og ein medundirskrivari í felag hava heimild til at virka kommunustýrisins vegna innanfyri tað umráði, sum er avmarkað í stk. 2.

Sambært ásetingini skal kommunustýrið tilnevna persónliga og við navns nevni medundirskrivaran hjá borgarstjóranum. Starvsheitið er ikki nøktandi. Ásetingin hevur tað sum fyritreyt, at medundirskrivarin annaðhvørt er í kommunustýrinum, ella, at hann starvast hjá kommununi.

Til § 45
Til stk. 1.
Kravið um eina óhefta grannskoðan ber við sær, at grannskoðanin eigur ikki at vera við í avgerðum kommunustýrisins á sovorðnan hátt, at vandi verður fyri sjálvræði hjá grannskoðaranum. Við tað at lógin ásetir, at grannskoðanin skal vera sakkøn, so er tað við hesum lýst neyvt, at hon skal vera ríkisgóðkend ella skrásett. Grannskoðanin skal ikki sum eftir § 33, stk. 1 í galdandi kommunulóg, góðkennast av landsstýrinum.

Til stk. 2 og 3. Ásetingin lýsir, at virksemið hjá grannskoðanini fevnir um eina vanliga ella regluliga fíggjargrannskoðan. Hissini grannskoðan er ikki nøktandi. Vavið av grannskoðanini er ikki ásett út í æsir. Givið er sambært stk. 3, at umframt ta vanligu fíggjargrannskoðanina kann grannskoðarin, eisini gera eina fyristingarliga grannskoðan. Í eini fyrisitingarligari grannskoðan skal grannskoðarin meta, um einstakar avgerðir, uppgávur ella virksemi annars eru framd á ein fíggjarligan, ráðiligan hátt og grannskoðað. Eisini verður mett um úrslitini samsvara teimum samtyktum, ið gjørdar eru.

Tann fyristingarliga grannskoðanin kann verða gjørd saman við tí fíggjarligu grannskoðanini, tí einki krav er um, at hon skal verða gjørd fyri seg.

Kommunustýrið hevur skyldu at veita allar upplýsingar í sambandi við roknskaparøkið. Hevur kommunustýrið heimilað øðrum myndugleika sjálvstøðuga heimild, hevur hesin myndugleiki samsvarandi upplýsingarskyldu mótvegis grannskoðanini.

Til § 46
Til stk. 1 og 2.
Undir viðgerðini av ársroknskapinum skal kommunustýrið eisini taka støðu til, um grannskoðarin skal halda fram ella ikki.

Ásetingin í stk. 1 um skyldubundna støðutakan til grannskoðanina, kann tí birta upp undir kjak í kommunustýrinum til tess at fáa greiðið á, um grannskoðanin er hildin at vera hóskandi ella ikki. Hugsast kann, at grannskoðanin ikki verður hildin at verða nóg djúptøkin, at hon ikki longur er óheft ella annað. Í tílíkum føri skal kommunustýrið hava heimild at gera av, at ein annar grannskoðari skal verða settur í staðin.

Við hesum í huga er ásett í stk. 2, at loyvi krevst frá landsstýrismanninum at loysa grannskoðaran úr starvi. Ásetingin er tikin við fyri at forða valdsmisnýtslu í kommunustýrinum, tá ið tað snýr seg um at taka støðu til, um sami grannskoðari framhaldandi skal grannskoðað kommununa ella ikki.

Til § 47
Greinin gevur landsstýrismanninum heimild at áseta felags reglur fyri allar kommunur viðvíkjandi fíggjarætlan, bókhaldi, ársroknskapi, grannskoðan og um viðmerkingar til grannskoðan og tílíkt. Endamálið við áseting av felags reglum er m.a. at tryggja, at samanberandi upplýsingar kunnu útvegast um fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum.

Kapittul 9
Eftirlit, rættartiltøk v.m.

Sambært uppskotinum verður eftirlitið hjá landsstýrismanninum við kommununum munandi broytt í mun til tað eftirlit, ið er eftir galdandi kommunulóg.

Tær flestu góðkenningarnar, sum landsstýrið sambært galdandi lóg skal gera, fella burtur og verður eftirlitið tískil nærum eitt reint rættargildiseftirlit (legalitetseftirlit), tvs. at eftirlitið hyggur eftir, at galdandi lóggáva verður hildin.

Tað, sum eyðkennir rættargildiseftirlitið, er, at tað kann verða framt av sínum eintingum (ex. officio). Hetta merkir, at eftirlitið ikki er treytað av einumhvørjum skumpi uttanífrá; men tað kann fara til verka av sínum eintingum.

Orsøkin til, at farið verður til verka, kann t.d. vera ein áheitan frá einum borgara, eini fyritøku, frá minnilutanum í kommunustýrinum ella frá einum øðrum myndugleika, ella tí, at eftirlitsmyndugleikin gjøgnum fjølmiðlarnar gerst varigur við eitthvørt mál, ið eigur at vera viðgjørt.

Ein áheitan uttanífrá gevur ikki eftirlitsmyndugleikanum nakra skyldu at taka málið upp til viðgerðar. Tó hevur eftirlitið skyldu at umsita sína heimild sambært lógini, og skal tí taka støðu til, um eitt mál skal verða viðgjørt ella ikki. Í grundini skal eftirlitið viðgera, um ein áheitan er ógrundað ella ikki.

Til § 48
§ 48 ásetir, at eftirlitið við kommununum verður framt av landsstýrismanninum.

Vavið av rættargildiseftirlitinum er ikki bert avmarkað til ólógligar avgerðir og samtyktir í sambandi við málsviðger og tílíkt, men fevnir eisini um kommunal skipanarviðurskifti. Útinnan av einum virknum rættargildiseftirlitið treytar, at støðið ikki einans verður tikið í løgtingslógum og kunngerðum, men eisini í kommunustýrisskipanum, fundarskipanum og starvsfólkaskipanum, sum kommunustýrini hava samtykt. Við í hesum er, at rættargildiseftirlitið skal kanna um áður nevndu skipanir, ið kommunustýrini hava samtykt, eru í andsøgn við skrivaða og óskrivaða lóg.

Eftirlitið kann uttan serstaka lógarheimild brúka óbindandi ummæli. Hetta kann serliga hugsast, at hava týdning í sambandi við fyrispurningar um, hvussu tær kommunalu, rættarligu reglurnar skulu skiljast og tá fyrst og fremst viðvíkjandi kommunustýrislógini og innihaldinum í kommunufulltrúini.

Til § 49
Til stk. 1.
Ásetingin lógarfestir kravið um, at kommunur skulu fíggja rakstrarútreiðslur og rentur og avdráttir yvir skattin og við øðrum kommunalum inntøkum, og tessvegna eru rakstrarlán o.l. bannað. Somuleiðis kunnu inntøkur frá sølu av fastari ogn heldur ikki nýtast til rakstur m.a., fyri, at kommunan á tann hátt kann áseta lægri skatt.

Til stk. 2. Tá tað kann hugsast, at ein kommuna eitt nú kann koma í eina so álvarsama fíggjarliga støðu, at tað t.d. gerst neyðugt at selja fastogn fyri at kunna halda skyldur sínar, fær landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um, nær tað í serføri kann gerast undantak frá kravinum í stk. 1.

Til § 50
Sambært viðmerkingum frá Kappingarráðnum til lógaruppskotið, er vinnuvirksemi í breiðari fatan, eisini í kommunalum høpi fevnt av ásetingingunum, við teimum avmarkingunum, ið kunnu verða vegna ítøkiligum ásetingum í aðrari lóggávu. Ráðið metir, at í lógaruppskotinum tykjast ikki verða ásetingar, ið avmarka málsræði hjá Kappingarráðnum sambært kappingarlógini. Ásetingarnar í § 50 í lógaruppskotinum eru at skilja sum avmarkingar í rættinum hjá kommunustýrum til vinnuligt virksemi. Tískil eiga kommunustýri eisini at geva kappingarlógini gætur í sambandi við alt vinnuvirksemi, tað veri seg beinleiðis ella óbeinleiðis.

Til stk. 1. Sambært vanligum almennum rættaraðalreglum viðvíkjandi kommunalum uppgávum, er tað, sum meginregla ikki ein kommunal uppgáva at reka handil, handverk, ídna ella fíggjarligt virksemi, uttan so, at lógarheimild er fyri hesum.

Ásetingin í stk. 1 er orða breitt og er ikki ætlað at avmarka tær uppgávurnar, sum ein kommuna uttan lógarheimild kann átaka sær, men endamálið er at seta greiðari mark millum vinnulívið og vanligar kommunalar uppgávur.

Kommunurnar hava í ávísan mun tikið lut í vinnuligum virksemi, men síðani fyrst í nítiárunum hevur praksis verið, at landsstýrið hevur sýtt fyri hesum. Ásetingin í stk. 1 skal forða fyri, at ein kommuna beinleiðis ella óbeinleiðis tekur lut í vinnuligum virksemi.

Ein kommuna kann hinvegin hava áhuga í at veita borgarum sínum eina ávísa tænastu, ið vanliga kann sigast at vera vinnuligt virksemi, men sum ikki fæst á staðnum frammanundan. Er uppgávan almannagagnlig og fer kommunan ikki í holt við hana við vinningi fyri eyga, so er ásetingin í stk. 1 ikki ein forðing fyri at kommunan átekur sær uppgávuna. Hava borgarnir hinvegin atgongd til eina tílíka tænastu frammanundan ella er virksemi av líknandi slag á staðnum, so er sum meginregla ikki talan um eina kommunala uppgávu, um so kommunan fær vinning av virkseminum ella ikki. Metingin av nær ein uppgáva kann sigast at vera kommunal ella ikki eigur at verða ítøkilig.

Til stk. 2. Endamálið við ásetingini, ið eigur at verða samlisin við stk. 1, er at staðfesta, at tað sum meginregla verur hildið at vera bannað at veita stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi, uttan mun til hvussu hetta virksemi verður rikið. Ynskir ein kommuna hóast hetta at veita stuðul, so er tað kommunan sum skal gera sannlíkt, at hon hevur ein serligan áhuga í tiltakinum og soleiðis eina lógliga grund til hetta. Fortreytin fyri at talan kann vera um "at serligar orsøkir eru" er tí, at uppgávan kann metast at vera ein kommunal uppgáva. Er grundgevingin tann, at kommunan vil varðveita nøkur arbeiðspláss á staðnum, so gerst uppgávan ella tiltakið ikki kommunalt einans av hesi orsøk og kann kommunan tískil ikki fara undir hana. Ásetingin skal byrgja fyri, at kommunur við stuðli til einstaklingar ella einstakt virksemi eru við til at avlaga markið ímillum tað almenna og tað privata, ella til, at ávirka ta privatu kappingina.

Sambært vanligum kommunalrættaraðalreglum er høvuðsreglan tann, at kommunan skal hava lógarheimild at veita tænastuveitingar, sum tað privata vanliga hevur rikið móti gjaldi. Henda regla hevur fyrst og fremst støði í meginreglunum um vinnufrælsi og í tí, at tað eru marknaðartreytirnar, ið skulu gera av, um eitt virksemi ber seg ella ikki. Ein kommuna, sum í roynd og veru hevur alt tað kommunala tilfeingið til taks, skal tískil ikki við beinleiðis ella óbeinleiðis stuðli, kunna avlaga marknaðartreytirnar.

Kommunur kunna tó við almennun tiltøkum vera við til at fremja vinnilívið á staðnum.

Tann meting, nær eitt kommunalt virksemi kemur undir ásetingina ella ikki, skal vera ítøkilig.

Ásetingin í stk. 2 viðvíkur stuðli í sambandi við vinni. Við síðuna av hesum eru eisini tær óskrivaðu reglurnar um forboð móti at veita stuðul til einstaklingar uttan lógarheimild, framvegis galdandi.

Til stk. 3. Orsøkin til hesa áseting er, at landsstýrismaðurin, um tað gerst neyðugt, til eina og hvørja tíð kann hyggja eftir, hvat virksemi kommunurnar takast við. Við tað at landsstýrismaðurin verður kunnaður um ítøkilig kommunal viðurskift, lættir tað eisini um eftirlitsuppgávu hansara sambært kommunustýrislógini. Á henda hátt kann landsstýrismaðurin eisini síggja, um tann praksis, sum verður løgd fyri allar kommunur viðvíkjandi vinnuligum virksemi, tiltøkum viðvíkjandi vinnu, stuðli v.m. er einsháttað

Í ásetingini um fráboðan liggur ikki, at møgulig tiltøk hjá einum kommunustýri óbeinleiðis eru góðkend ella verða mett at vera lóglig, um so er, at landsstýrismaðurin ikki ger vart við seg aftaná eina fráboðan eftir stk. 3.

Til § 51
Orsøkin til hesa grein er, at sjálvt um kommunubýtið og kommunubygnaðurin møguliga broytist í framtíðini, so verður uttan iva framvegis tørvur á kommunalum samstarvi.

Fyri øðrumegin at tryggja eina ávísa liðiligheit viðvíkjandi møguleikanum fyri samstarvi og hinumegin at tryggja, at kommunulóggávan ikki tilvildarliga verður skúgva til viks við samstarvsavtalum, har heimildirnar hjá einstaka kommunustýrinum og eftirlitsmyndugleikanum verða skerdar, verður tí skotið upp, at ávísar samstarvsavtalur skulu góðkennast frammanundan.

Greinin fevnir einans um avtalur um samstarv millum kommunur. Kommunalt samstarv, ið er beinleiðis ásett í aðrari lóggávu, er ikki fevnt av § 51.

Til stk. 1. Kravið um, at samstarvsavtalur skulu góðkennast av landsstýrismanninum fevnir einans um tær avtalur, ið føra við sær avmarkingar í heimildunum, sum kommunustýrislógin ella fyritreytir hennara leggja á kommunustýrið sum avgerðandi og útinnandi myndugleika.

Kravið um góðkenning fevnir soleiðis um avtalur, har ein nýggj sjálvstøðug stýriseind fær heimild til at taka avgerðir, ið fíggjarliga binda luttakandi kommunurnar. Hinvegin fevnir kravið um góðkenning ikki um kommunalar felagsskapar ella kommunal feløg, har einki er vorðið heimilað frá kommunustýrinum til ta nýggju, sjálvstøðugu stýriseindina.

Til stk. 2. Verður ein samstarvsavtala, sum er góðkend sambært stk. 1 søgd upp, tikin av, ella slitin, so skal landsstýrismaðurin eisini góðkenna treytirnar í hesum sambandi.

Til § 52
Ætlar ein kommuna sær at veðhalda fyri lánum hjá t.d. einum felagsskapi ella at seta á stovn ábyrgdarbindingar, so kann hetta einans setast í verk eftir teimum reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir hesum viðvíkjandi. Veðhald ella ábyrdarbinding hjá einari kommunu kann m.a. hugsast at gerast aktuelt, um kommunur sambært § 51 gera kommunalar samstarvsavtalur og kommunali felagsskapurin ella felagið síðani skal fíggja virksemi sítt.

Til § 53
Til stk. 1.
Her verður oftast talan um landsstýrismannin, ið hevur kommunanala eftirlitið um hendi, men eisini aðrir landsstýrismenn, hvørs øki kann hava við kommunal viðurskifti ella kommunalar uppgávur at gera, skulu hava neyðugar upplýsingar frá kommununum.

Til stk. 2. Upplýsingarnir í stk. 2 eru einans teir, ið eru samanbundnir við lógarbundnar tíðarfreistir, sum í ásetingini eru tvungnar. Kommunustýrið hevur harumframt skyldu til at útvega landsstýrismanninum allar neyðugar upplýsingar sum ásett í stk. 1.

Til § 54
Greinin gevur landsstýrismanninum eitt stýrisamboð í teimum føri, tá ið kommunuskuldin er vorðin ov stór. Treytin at koma undir ásetingina er, at kommunan skyldar meira enn eina álíkning, sum lýst í § 43, stk. 2. Sjálvt í hesum føri er ásetingin fakultativ, t.e. ikki skyldubundin, við tað, at landsstýrismaðurin kann áleggja kommunustýrinum at endurskoða fíggjarætlanina. Íroknað § 54 er rætturin hjá landsstýrismanninum, at geva kommunustýrinum boð um at gera neyðugar broytingar í kommunuskattaprosentinum.

Ásetingin er ætlað at vera ein fíggjarligur trygdarventilur, og eigur nýtslan av henni tí eisini at bera dám av hesum, so henda áseting bert verður nýtt, tá ið eyðsýnt er, at minst ein av treytunum í nr. 1 til 3 er lokin.

Til § 55
Ásetingin staðfestir innihaldið í rættargildiseftirlitinum, t.v.s. spurningin um, hvørji rættartiltøk eftirlitið kann nýta mótvegis ólógligheitum í kommunustýrinum. Eftirlitið er fyrst og fremst eftirlit við kommunustýrinum sum fyrisitingarligur myndugleiki og ikki sum privatrættarligur partur ella sum arbeiðsgevari.

Sambært galdandi lóg kann landsstýrismaðurin nýta ógildan, tvingsilsbøtir og gera persónliga ábyrgd galdandi við sakarmáli. Hesi rættartiltøk eru nevnd í stk. 1, 1. pkt. og stk. 2 og 3. Í stk. 1, 2. pkt. verður harumframt ásett, at landsstýrismaðurin eisini skal kunna fyribils taka eina avgerð hjá kommunustýrinum av. Í stk. 1, 3. pkt. verður við ávísum broytingum skotið upp, at lógarfesta avmarkingina, sum eftirlitið í praksis altíð hevur hildið fast við, nevniliga at ógildan – og nú eisini fyribils avtøka – av einari avgerð ikki kann nýtast, um avgerðin er framd í verki. Í stk. 4 verður skotið upp, at landsstýrismaðurin í ávísum føri kann sleppa einum sakarmáli um endurgjald. Í stk. 5 verður skotið upp, at sagt verður nágreiniliga, at kommunustýrislimur ikki kann sleppa sær undan ábyrgd við ikki at greiða atkvøðu. Harafturat verður í stk. 6 skotið upp, at ásetingarnar í greinini eisini skulu fevna um fíggjarnevndina og aðrar fastar nevndir við tað, at tað higartil hevur verið ivasamt, um rættartiltøk hjá eftirlitsmyndugleikanum kunna nýtast mótvegis nevndunum.

Tær avgerðir, sum kunnu verða fyri rættartiltøkum, eru tær ólógligu. Tá sipað verður til lógina, er tað bæði at fata sum kommunustýrislógin og lóggávan yvirhøvur, bæði skrivaður og óskrivaður rættur, herímillum rættaraðalreglurnar og herímillum serliga líkskaparsetningurin. Nevnt skal tí eisini verða, at ein stórur partur av reglunum um tær kommunalu uppgávurnar eru óskrivaðar sum t.d. reglurnar viðvíkjandi kommunufulltrúini. Orðið lóggáva má tó skiljast avmarkandi í sambandi við, at bæði teori og praksis hava góðkent, at rættartiltøkini hjá eftirlitsmyndugleikanum ikki kunna nýtast fyri at noyða krøv, ið eru grundað á privatrættarligar bindingar, ígjøgnum. Dømi um hetta kann t.d. vera, gjald fyri eitthvørt, ið er sent kommununi, og at eftirlitsmyndugleikin skal taka støðu til kravið. Á sama hátt er viðvíkjandi ósemjum millum kommunustýrið og kommunala starvsfólkið.

Til stk. 1. Endamálið við broytingini av greinini um rættartiltøkini hjá eftirlitsmyndugleikanum er at gera eftirlitið munadyggari í teimum førinum, har eitt kommunustýri tekur eina ólógliga avgerð av ávísum grovleika.

Rættartiltøkini eru fleiri. Heimildin til ógilding kann verða nýtt til avgerðir, sum hava rættarvirknaðin í hyggju. Uttanfyri eru sonevndar avgerðir, ið hava til eyðkennis, at tær eru ummæli ella tilmæli.

Ásetingin í stk. 1. gevur eisini landsstýrismanninum heimild til fyribils at taka eina avgerð av, meðan spurningurin um lógligheitina av avgerðini verður viðgjørdur. Skal eftirlitið kunna ógilda ella fyribils taka eina avgerð hjá kommunustýrinum av, má hon sambært galdandi lóg ikki vera framd í verki. Skotið verður tí upp, at eisini ein avmarkað atgongd skal verða til, at ógilda og fyribils taka avgerðir av, hóast avgerðin er framd í verki.

Ein avgerð er framd í verki, tá hon hevur fingið rættarvirknað úteftir, soleiðis, at kommunustýrið ikki longur hevur ræði á málinum, t.d. við at móttakarin hevur fingið boð um avgerðina frá rætta myndugleika. Er ein avgerð bara partvíst framd í verki, kann ógildan ella fyribils avtøka nýtast fyri tann partin, ið ikki er framdur í verki.

Heimild til fyribils at taka eina avgerð av er eitt fyribils rættartiltak, ið gevur eftirlitinum ein veruligan møguleika fyri at ógilda avgerðir hjá kommunustýrinum. Á henda hátt slepst undan, at eftirlitsmyndugleikin í sambandi við neyðugu viðgerðina av spurninginum um lógligheitina, av einari avgerð, verður forðaður í at ógilda, orsakað av, at avgerðin ímeðan verður framd í verki, og á henda hátt fær rættarvirknað úteftir.

Fyribils avtøka kemur upp á tal í førum, tá ið styrktur illgruni er um eitthvørt, sum er ólógligt, hóast tað um tað mundið ikki greitt er prógvað, at tað ólógliga er so mikið eyðsýnt, at orsøk er, at ógilda avgerðina.

Møguleikin fyri fyribils avtøku, kann sostatt metast, sum eitt ískoyti til heimildina til at ógilda, við tað, at eftirlitið kann náa at fáa neyðuga grundarlagi til vega, uttan at høvi til ógildan spillist.

Orsøkin til, at eftirlitið sambært stk. 1, 3. pkt. í ávísum førum skal kunna ógilda ella fyribils taka eina avgerð av, sum er framd í verki er harumframt, at eftirlitsmyndugleikin sambært galdandi lóg ikki kann ógilda eina avgerð, ið er framd í verki og einans møguligir kærumyndugleikar og dómsvaldið kunnu taka støðu til gildi av avgerðini. Ein kærumyndugleiki hevur tískil víðari heimildir enn kommunali eftirlitsmyndugleikin.

Treytin fyri at ógilda ella fyribils at taka eina avgerð av, sum er framd í verki er, at hetta einans kann gerast eftir skrivliga áheitan frá einum parti í málinum, um eingin kærumyndugleiki er og um ikki avgerðandi fyrilit, serliga til privat áhugamál, tala ímóti hesum.

Alment er treytin fyri at seta tiltøk í verk sambært § 55 tann, at tað stendur eftirlitsmyndugleikanum greitt, at lógin er skúgvað til viks. Eingin sannlíkur ivi eigur at vera um, at lógin er sett til viks. Umframt hetta er kanningarmeginreglan galdandi. Hon áleggur eftirlitsmyndugleikanum at lýsa málið. Harafturat eigur eftirlitsmyndugleikin at ansa eftir, um nakar partur er í málinum, tí so er fyrisitingarlógin eisini galdandi fyri málsviðgerðina fyri tann partin.

Til stk. 2. Kjarnin fyri heimildini at áleggja tvingsilsbøtur sambært stk. 2 er tá kommunustýrið ólógliga letur vera við at seta tað í verk, sum tað sambært lóggávuni hevur skyldu til at gera. Tvingsilsbøtur kunnu einans verða álagdar teimum einstøku kommunustýrislimum og einans teimum, ið bera ábyrgd av tí ólógliga óvirkninum, t.d. mótvegis teimum kommunustýrislimum, ið hava atkvøtt ímóti einum uppskoti viðvíkjandi eini skyldubundnari avgerð. Viðvíkjandi ábyrgd hjá teimum kommunustýrislimum, ið lata vera við at greiða atkvøðu, samber viðmerking til stk. 5. Tvingsilsbøtur kunnu einans nýtast til at gjøgnumtvinga skyldur, sum liggja á kommunustýrinum og ikki til skyldur, ið liggja á einstøku kommunustýrislimunum, so sum møtiskylda. Tvingsilsbøtur eru treytaðar av, at eftirlitsmyndugleikin greitt kann lýsa innihaldið í tí avgerð, sum skal verða noydd fram.

Til stk. 3. Eftirlitið kann saksøkja teimum kommunustýrislimum eftir endurgjaldi, sum við at sýna vansketni ella gáloysni hava ábyrgdina av, at kommunan hevur verið fyri missi. Ábyrgdin verður løgd á teir kommunustýrislimir, ið bera ábyrgd av avgerðini ella óvirkninum. Viðvíkjandi ábyrgd hjá teimum kommunustýrislimum, ið lata vera við at greiða atkvøðu verður víst til viðmerkingina til stk. 5. Spurningurin um ábyrgdargrundarlagið verður at avgerða eftir vanligum endurgjaldsábyrgdarreglum. Rættarmálsførið eigur eftirlits-myndugleikin og kunnu borgarar, sostatt ikki leggja sak. Kommunustýrið kann tó leggja sak ímóti einum kommunustýrislimi og tá er ikki neyðugt, at eftirlitið eisini leggur sak.

Til stk. 4. Ásetingin heimilar eftirlitsmyndugleikanum, at sleppa einum sakarmáli um endurgjald afturfyri, at tann ella teir kommunustýrislimir, sum bera ábyrgd, játta at rinda eina ávísa peningaupphædd til kommununa. Sostatt kann bótin koma í staðin fyri eitt sakarmál.

Hevur ein kommunustýrislimur fingið tilboð um at rinda bót ístaðin fyri, at sakarmál verður reist og vil hann ikki rinda bótina, kann eftirlitið í staðin leggja endurgjaldssakarmál ímóti kommunustýrisliminum.

Til stk. 5. Her verður staðfest, at kommunustýrislimur ikki sleppur undan ábyrgd við at lata vera við at greiða atkvøðu. Ein kommunustýrislimur, ið veit, at eitt uppskot er ólógligt hevur tískil skyldu til at atkvøða ímóti hesum. Ásetingin ger einans upp við teir kommunustýrislimir, ið eru til staðar tá avgerðin verður tikin. Teir limir, ið ikki møta á fundi ella sum rýma av fundi uttan lógliga forfallsorsøk kunnu eftir umstøðunum koma undir ásetingarnar í § 56, um tað kann prógvast, at teir ikki eru á fundi fyri at sleppa undan at taka lut í einari atkvøðugreiðslu. Er talan um grefliga ella endurtakandi at skúgva skylduna til at møta til viks, kann talan eftir umstøðunum gerast um sektarábyrgd eftir § 56.

Til stk. 6. Tað hevur higartil verið ivasamt, men verður her sligið fast, at heimildirnar hjá eftirlitinum, sambært ásetingunum í stk. 1-5, eisini kunnu nýtast í sambandi við avgerðir og óvirkni hjá fíggjarnevndini og hinum føstu nevndunum. Landsstýrismaðurin má tó altíð venda sær til kommunustýrið. Tískil fær ásetingin serliga týdning, um kommunustýrið ikki trívir inn har ein nevnd hevur tikið eina avgerð ella er óvirkin.

Ásetingin er eisini galdandi fyri tey kommunusamstørv, sum verða sett á stovn sambært § 51, av tí at ábyrgdin av einari ólógligari avgerð sostatt kann liggja hjá einum kommunusamstarvi, ella limum tess.

Til § 56
Ásetingin um, at kommunustýrislimur skal kunna sektast við bót er tikin við orsakað av, at tað í ávísum føri ikki er nakar møguleiki fyri rættartiltøkum sambært galdandi lóg. Tað er t.d. tá ein kommunustýrisavgerð er framd í verki og ikki kann broytast. Tá kann ógildan og tvingsilsbøtur, sum meginregla, ikki nýtast, og um kommunan ikki hevur verið fyri missi, kann endurgjaldskrav ikki reisast við sakarmáli. Ásetingarnar í §§ 156 og 157 í revsilógini um misrøkt av skyldum í almennari tænastu kunnu heldur ikki nýtast, tá ásetingarnar undantaka størv, ið ein hevur sum fólkavalt umboð.

Ásetingin í § 56 fevnir um kommunustýrislimir, sum grefliga skúgva til viks skyldur sínar, sum fólkavalt kommunustýrisumboð bæði í sambandi við virksemi sum byggiharra- og virkiseigaravirksemi o.a. og í sambandi við útinnan av myndugleikavirksemi.

Átala eftir § 56 kann sambært stk. 2 einans verða reist, um landsstýrismaðurin hevur kravt hetta. Hetta er fyri at sleppa undan at meldað verður uttan grund, ella at meldað verður um smá- og ivasom mál.

Til stk. 1. Sambært stk. 1 er tað revsivert, um kommunustýrislimur tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks skyldur sínar, sum fólkavalt kommunustýrisumboð. Tað, at skúgva eina skyldu til viks fevnir bæði um virknar gerðir, vansketni og gáloysni, t.v.s. tilburðir har ein kommunustýrislimur hevur sett skyldu sína til síðis ella latið vera við at gjørt skyldu sína.

Skyldan hjá kommunustýrislimunum til at hava eftirlit við kommunalu umsitingini er ikki serliga víðfevnandi og tískil verður ikki ofta talan um, at kommunustýrislimur grefliga skúgvar skyldu sína til viks. Sjálvstøðuga kanningarskyldan hjá kommunustýrislimum er heldur ikki serliga víðfevnandi. Er ein frágreiðing frá umsitingini til skjals, má ein kommunustýrislimur vanliga kunna leggja frágreiðingina til grund, uttan so, at tað er eyðsæð, at frágreiðingin er skeiv ella ófullfíggjað. Kommunustýrislimur, ið gongur ímóti einum tilmæli frá umsitingini kemur vanliga ikki undir ábyrgd, uttan so, at viðkomandi viðurkennir ella átti at viðurkent, at talan var um brot á lóggávuna.

Revsikarmurin er settur til bót, men eisini má havast í huga, at spurningurin um at missa valbari sambært kommunuvallógini kann koma uppá tal.

Til stk. 2. Orsøkin til at átala einans skal kunna verða reist eftir áheitan frá landsstýrismanninum er at sleppa undan meldingum uttan grund, málum, ið eru ivasom og smámálum, herímillum meldingar, ið eru fyri at vera politiskum mótstøðufólki til ampa.

Kapitul 10
Gildiskoma og skiftisreglur

Til § 57
Til stk. 1.
Sambært uppskotinum, skal nýggja lógin koma í gildi 1. januar 2001. Tó verður neyðugt, at tað við kommunuvalið í 2000 er heimild til, at í minsta lagi 7 kommunustýrislimir verða valdir í kommunum, sum hava 500 íbúgvar ella fleiri við ársbyrjan í valárinum. Hetta fylgir av § 58, ið ásetir, at kommunur við fleiri enn 500 íbúgvum m.a. skulu verða nevndarstýrdar. Tískil verður neyðugt at velja í minsta lagi 7 kommunustýrislimum í hesum kommunum, samanber viðmerkingarnar til § 58.

Til stk. 3. Tá uppskotið er ætlað at avloysa galdandi kommunulóg, løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum, verður henda lóg samstundis sett úr gildi.

Eisini løgtingslóg nr. 189 frá 8. desember 1993 um tær kommunalu fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum, kommunalan veðhaldsgrunn v.m. við seinni broyting verður sett úr gildi, tá kommunustýrislógin kemur í gildi. Í hesari lóg eru m.a. ásetingar um, at landsstýrið skal góðkenna kommunalu ársfíggjarætlaninar, eykajáttanir og hægsta og lægsta loyvda kommunuskattaprosent.

Til stk. 4. Sambært uppskotinum kemur lógin, við undantaki av § 59, í gildi 1. januar 2001. Kunngerðir, reglugerðir og starvsskipanir, ið eru settar við heimild í løgtingslóg nr. 45 frá 29. juni 1972 um føroysku kommunurnar við seinni broytingum verða tó verandi í gildi. Orsøkin til hetta er, at tað hevði volt til óneyðugar trupulleikar, um so var, at allar kommunur, samstundis sum nýggj lóg skal koma í gildi, eisini skulu samtykkja nýggjar reglugerðir og starvsskipanir.

Kommunustýrini skulu tó innan tað í stk. 3 ásettu freist hava samtykt nýggjar reglugerðir og starvsskipanir. Grundgevingin fyri hesi áseting er, at tað verður mett at verða neyðugt, at øll kommunustýri innan hetta tíðarskeið taka reglugerðir og starvsskipanir upp til viðgerðar fyri at vita, um tær skulu broytast/dagførast orsakað av nýggju lógini. Við tað at "nýggju" reglugerðirnar og starvsskipanirnar, ið nú fáa heiti "kommunustýrisskipan" og "fundarskipan" í stóran mun kunnu verða tær somu, sum eru galdandi í dag, skuldi henda áseting ikki haft stórvegis trupulleikar við sær fyri kommunustýrini.

Til § 58
Við tað, at munurin millum talið á íbúgvum í ymisku kommununum er sera stórt, má ásannast, at uppskotið um nýggja kommunustýrislóg ikki er egna at seta í gildi í síni heild fyri allar kommunur. Fyri at kunna hava eina nevndarstýrda kommunu, mugu verða í minsta lagi 7 kommunustýrislimir í kommunustýrinum ( tað sæst av § 33, at ein nevnd skal hava í minsta lagi 3 limir, men sammstundis skal nevndin vera minni enn helvtin av kommunustýrinum, sambærtr. § 29, stk. 2 ) og tað at hava 7 kommunustýrislimir vil als ikki bera til í nógvu av smáu kommunum.

Markið millum hvørjar kommunur, ið skulu hava borgarstjóra fulla tíð, hvørjar kommunur, ið skulu hava fastar nevndir og hvørjar kommunur, ið sjálvar skulu áseta talið á kommunustýrislimum, verður sett til 500 íbúgvar, í mun til galdandi lóg, har markið er sett við 1000.

Sambært upplýsingum frá Landsfólkayvirlitinum pr. 31. desember 1999 vóru einans 9 kommunur, har fólkatalið var yvir 1000. Við at seta talið til 500, so koma 20 kommunur beinleiðis undir allar ásetingar í lógini og eins reglur verða galdandi fyri størri tal av kommunum.

Borgarstjórin fær ábyrgdina av teimum uppávum, ið eftir lógini annars liggja hjá fíggjarnevnd ella aðrari fastari nevnd. Tó skal borgarstjórin taka kommunustýrið uppí hesar uppgávur, við tað, at ætlanin ikki er, at hann skal viðgerða og avgerða hesi mál einsamallur, men hinvegin, at viðgerðin á kommunustýrisfundi kemur at avloysa nevndarviðgerðinar so nógv sum til ber.

Til § 59
Fyri at kommunur við fleiri enn 500 íbúgvum skulu kunna mannað nevnd aftaná kommunuvalið í ár 2000, verður neyðugt, at hesar velja í minsta lagi 7 kommunustýrislimir á hesum vali. Í kommunum við færri enn 500 íbúgvum skulu veljast 5 kommunustýrislimir og 3 í kommunum við færri enn 100 íbúgvum, samanber eisini viðmerkingarnar til § 58.

FYLGISKJØL 

Fylgiskjal 1 síða 2
Yvirlit yvir fólkatalið í kommununum við ársbyrjan 2000
Fylgiskjal 2 síða 3
Føroyakort við kommununum skiftar sundur í bólkar eftir stødd
Fylgiskjal 3 síða 4
Hoyringssvar frá Lønardeildin, Fíggjarmálastýrið
Fylgiskjal 4 síða 5
Hoyringssvar frá Kappingarráðinum
Fylgiskjal 5 síða 7
Hoyringssvar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag
Fylgiskjal 6 síða 8
Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya
Fylgiskjal 7 síða 10
Hoyringssvar frá Føroya Kommunufelag
Fylgiskjal 8 síða 19
Arbeiðsskjal (Viðgerð av hoyringssvarunum)
Fylgiskjal 9 síða 36
Viðmerkingar frá Javnaðarflokkinum

1. viðgerð 15. mars 2000. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2000 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 22. mars, 6., 10., 17. og 27.apríl og 1. mai 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Kommunufelag, umboðað av Jógvan K. Mørkøre og Sveiney Sverrisdóttir, Býarsamskipan Føroya, umboðað av Jákup Lamhauge, Leivi Hansen og Jens Marius Poulsen, Karsten Hansen, landsstýrismann, og Anfinn Kallsberg, løgmann.

Nevndin hevur í málinum fingið skriv frá løgdeildini og kommunufelagnum.

Ein meiriluti (Sámal Petur í Grund, Signar á Brúnni, Hildur Patursson, Eyðun Viderø, Rúna Sivertsen og Alfred Olsen) vísir á, at undir viðgerðini av hesum máli er komið fram, at landsstýrismaðurin í kommunumálum hevur ætlanir um í heyst at koma við uppskoti til løgtingslóg um kommunusamanlegging og kommunalt samstarv.

Rættarnevndin harmast um, at hesi ella hetta lógaruppskot ikki er til viðgerðar saman við uppskoti til løgtingslóg um kommunustýri.

Meirilutin heldur ikki, at tað er rætt í kommunustýrislógini at áseta positivt, at kommunustýri ikki skal kunna nýta annað heiti. Nøvnini bygda(r)ráð og býráð eru eftir nærum 30 árum so fastgrógvin, at hildið verður rættast at halda fram við somu heitum.

Eisini heldur meirilutin, at tað er ov stór broyting at áseta, at kommunur oman fyri 500 íbúgvar, longu áðrenn fleiri uppgávur eru lagdar út til kommunurnar, skulu hava ein fulltíðar borgarstjóra. Meirilutin heldur tó, at tað er rætt at styrkja kommunalu fyrisitingina longu nú, soleiðis at eingin kommuna oman fyri 500 íbúgvar hevur minni enn hálvtíðarsettan borgarstjóra. Landsstýrið leggur upp til, at setanarbrøkur borgarstjórans verður ásettur í starvsskipan kommunustýrisins. Hetta tekur meirilutin undir við, tó so at setanarbrøkurin skal vera 1/1 ella ½.

Harafturat hevur landsstýrið heitt á rættarnevndina um at gera broytingar av tekniskum slagi í uppskotinum.

Meirilutin mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broytingum og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 4, stk. 1, verða orðini "stýri, sum nevnt verður" strikað.
  2. § 6, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Setanarbrøkur borgarstjórans verður ásettur í kommunustýrisskipanini til antin ½ ella 1/1. Um setanarbrøkurin er 1/1, skal borgarstjórin, tá ið hann er valdur, leggja borgarliga starvið frá sær umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri."
  3. Í § 6, stk. 3, 2. pkt., verður orðingin "ella 1. og 2. varaborgarstjóri" strikað.
  4. Í § 19, stk. 1, skal orðið "at" setast inn millum "fyri" og "luttaka", soleiðis at tað kemur at standa "fyri at luttaka".
  5. § 22, stk. 2, verður orðað soleiðis: "Stk. 2. Ber borgarstjórin seg undan at fremja tær uppgávur, ið annaðhvørt eftir hesi lóg ella kommunustýrisskipanini eru latnar honum at umsita, kann kommunustýrið tilnevna ein annan kommunustýrislim at røkja hansara uppgávur. Kommunustýrið kann í álvarsomum føri, ella tá borgarstjórin ferð eftir ferð ber seg undan at fremja uppgávur sínar, fyribils velja ein annan kommunustýrislim sum virkandi borgarstjóra."
  6. Í § 58, nr. 2, verður "§ 6, stk. 2, 3. pkt." broytt til "§ 6, stk. 2, 3. og 4. pkt".

Ein minniluti Hans Pauli Strøm tekur vegna Javnaðarflokkin ikki undir við uppskoti landsstýrisins til nýggja kommunustýrislóg. Høvuðsorsøkin er, at lógaruppskotið eigur at vera partur í eini størri heild, sum eisini leggur upp til broytingar í kommunubygnaðinum, og uppskotið sjálvt hevur heldur ikki nóg stórt fyrilit fyri, hvussu viðurskifti kommunanna veruliga eru ídag.

Vit hava í Føroyum eitt ógvuliga desentralt og fjølbroytt búsetingarmynstur við einum stórthundrað bygdum. Hesar bygdir hava skipað seg í 49 kommunur, ógvuliga ymiskar til støddar: 29 kommunur hava færri enn 500 íbúgvar, 11 kommunur hava millum 500 og 1000 íbúgvar, og bara 9 kommunur hava meir enn 1000 íbúgvar.

Tey krøvini, sum lógaruppskotið setir til kommunustýrini, samsvara ikki við hendan veruleikan við so nógvum smáum kommunum. T.d. ganga krøvini til nevndarstýring og professionella, kommunala fyrisiting langt út um tað, sum nógv tær flestu kommunurnar yvirhøvur eru førar fyri. Tí eru eisini so víðfevnandi undantøk í hesu nýggju kommunustýrislógini, at allar tær 29 kommunurnar við færri enn 500 íbúgvum skulu stýrast eftir undantaksreglum.

Skal lógaruppskotið hjá landsstýrinum tí virka eftir ætlan, hevur tað sum fyritreyt, at kommunurnar verða nógv størri og tí eisini nógv færri enn ídag – tvs. lógaruppskotið hevur eina víðgangandi samanlegging av kommunum sum fyritreyt.

Samstundis er landsstýrið longu farið í holt við at leggja uppgávur út til kommunurnar at fyrisita – uppgávur, sum krevja ein fyrisitingarligan førleika, sum nógvar av kommununum als ikki hava.

Tí skulu kommunurnar eftir ætlan landsstýrisins verða noyddar at leggja saman, ikki beinleiðis við lóg, men av neyð, um ikki alt skal gerast ein ruðuleiki. Hesa strategiina kallar landsstýrið "tað íslendsku leiðina": við beinanvegin at byrja at leggja fleiri og størri uppgávur út til kommunurnar, uttan mun til um tær hava orku og førleika til at lyfta hesar uppgávurnar, verða kommunurnar sjálvbodnar tvingaðar til eina samanlegging. Soleiðis hava myndugleikarnir gjørt í Íslandi, og tað hevur givið tað væntaða úrslitið, sigur landsstýrið.

Tað heldur Javnaðarflokkurin vera eina ábyrgdarleysa mannagongd á henda hátt at lata tilvildina og neyðina gera av, hvussu framtíðar kommunali bygnaðurin skal verða. Í staðin átti landsstýrið at komið við einum greiðum uppskoti um, hvussu kommunurnar kunnu samskipast, til tess at gerast førar fyri at lyfta tær uppgávur, tær eftir ætlan skulu átaka sær.

Landsstýrið hevur tó boðað frá, at onkuntíð seinni í ár skulu koma tvey lógaruppskot um ávikavist kommunalt samstarv og um kommunala samanlegging. Men vit vita einki um innihaldið í hesum uppskotunum, og hvat tey miða eftir. Tað er ov seint at koma við hesum tá, langt aftaná at avgerð er tikin um nýggja kommunustýrislóg, og stór lógaøki longu eru løgd út til kommunurnar at umsita.

Javnaðarflokkurin heldur, at mannagongdin eigur at vera ein onnur:

Í sjálvum uppskotinum til nýggja kommunustýrislóg eru eisini einstakar greinar, sum Javnaðarflokkurin ikki kann taka undir við. T.d. er í § 50 ein alt ov stór skerjing av kommunala virkisfrælsinum. Eftir hesi ásetingini skulu kommunur ikki kunna luttaka í nøkrum vinnuligum virksemi, um tað ikki er ein beinleiðis kommunal tænastuveiting. Í viðmerkingini til § 50 í lógaruppskotinum sigur landsstýrið enntá beinleiðis, at sjálvt tá grundgevingin er, at tað snýr seg um "at varðveita nøkur arbeiðspláss á staðnum", kann tað ikki góðtakast. Tíansheldur at luttaka í royndum at skapa nýggj arbeiðspláss. Hesa avmarkingina í virkisfrælsi kommunanna kann Javnaðarflokkurin bæði av søguligum, samfelagsligum og politiskt prinsipiellum grundum ikki góðtaka. Sjálvt um tað ikki er reglan, men undantakið, so hevur onkuntíð verið neyðugt at kommunan hevur átikið sær eina vinnuliga skyldu, tá ið vinnuloysið hevur hótt við at oyða bygdir. Tað kann gerast neyðugt aftur, og tí skal borgaranna almenni, kommunali felagsskapur hava møguleikan fyri vinnuligari luttøku, um so er, at privatu kreftirnar ikki orka ella ikki røkka.

2. viðgerð 5. mai 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum til §§ 4, 6, 19, 22 og 58 samtykt 24-0-8. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-8. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 11. mai 2000 løgdu tingmenninir Finnbogi Ísakson, Heðin Mortensen, Jógvan við Keldu, Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Lisbeth L. Petersen, Jóanis Nielsen, Heini O. Heinesen, Jenis av Rana, Jákup Sverri Kass, Finnur Helmsdal og Hergeir Nielsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð

Í § 4, stk. 1 verður skoytt uppí: "Kommunustýri verður nevnt bygda(r)ráð, tó kunna kommunustýri í kommunum við 1500 íbúgvum ella fleiri nevna seg býráð."

Viðmerkingar
Í uppskotinum frá landsstýrinum stóð í § 4, at "Kommunuviðurskifti verða stýrd av einum stýri, sum nevnt verður kommunustýri." Eftir uppskoti frá einum meiriluta í Rættarnevndini samtykti tingið, at orðaljóðið skal vera: "Kommunuviðurskifti verða stýrd av einum kommunustýri."

Sambært kommunulógini frá 1972 vórðu heitini "bygda(r)ráð" í kommunum við færri enn 1500 íbúgvum og "býráð" í kommunum við 1500 íbúgvum ella fleiri.

Skotið verður upp at varðveita hesi heiti.

Á sama tingfundi løgdu tingmenninir Óli Breckmann, Rúna Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Pauli Strøm fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð 

Í § 6, stk. 2 verður sett afturat sum 5. pkt.:"Kommunustýrið kann loyva frávik frá regluni í 4. pkt, tá ið umræður størv sum eru beinleiðis fólkavald."

3. viðgerð 11. mai 2000. Broytingaruppskot frá Finnboga Ísakson, Heðin Mortensen, Jógvan við Keldu, Bjarna Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Lisbeth L. Petersen, Jóanis Nielsen, Heina O. Heinesen, Jenis av Rana, Jákup Sverra Kass, Finni Helmsdal og Hergeir Nielsen til § 4 samtykt 27-3-0. Broytingaruppskot frá Óla Breckmann, Rúnu Sivertsen, Alfred Olsen og Hans Paula Strøm til § 6 samtykt 20-4-6. Uppsotið, sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 20-3-7. Málið avgreitt.

J.nr. 525-0001/2000
Ll.nr. 87 frá 17.05.2000