ST-havrættarsáttmáli

 

88  Uppskot til  samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum

Løgtingið góðkennir hjálagda sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmála Sameindu tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum. 

Viðmerkingar

Havrættarráðstevna Sameindu tjóða (UNCLOS) førdi til ein havrættarsáttmála, sum varð undirritaður í 1982. Hann fekk formligt gildi, tá ið seksti lond høvdu staðfest hann í november 1994. Danmark hevur ikki staðfest sáttmálan enn, og er sáttmálin heldur ikki lagdur fyri Føroyar.

Seinast í sekstiárunum og fyrst í sjeytiárunum var greitt, at veiðitrýstið á flestu fiskastovnum í Norðuratlantshavi var ov stórt. Økisbundnu fiskiveiðinevndirnar í Norðuratlantshavi, NEAFC og ICNAF (seinni NAFO), fóru tí í 1972-73 at áseta MLV og kvotur fyri allar týðandi stovnar. Hetta tóktist tó ikki at tálma veiðitrýstinum, og ónøgd við at leggja skynsama fiskiveiði til rættis í økisbundnu nevndunum førdi til, at flestu lond fluttu fiskimørk síni út á 200 fjórðingar í 1976 og 1977. Ábyrgdin av at umsita eitt stórt tal av stovnum fór við hesum yvir til eitt ella fleiri lond. Økisbundnu nevndirnar skuldu tó framvegis taka sær av stovnum, sum vóru á altjóða øki, og um strandalondini og londini í nevndunum annars kundu semjast um tað, av stovnum, sum vóru bæði innan og uttan fyri fiskimørk.

Høvuðstrupulleikin uttan fyri 200 fjórðingar hevur verið eftirlitið við fiskiskapinum hjá limalondum; og fiskiskapurin hjá londum, sum ikki eru limir í økisbundnu felagsskapunum. Aðrir trupulleikar hava verið at semjast um sonevndar straddling stocks, stovnar sum ferðast um fiskimørkini.

Eftir at havrættarsáttmálin varð samtyktur í 1982 hevur verið virkað fyri at økja um møguleikarnar at fáa skipað viðurskifti uttan fyri 200 fjórðingar Tað hevur gingið fyri seg í økisbundnum nevndum fyri fiskiveiði, sum NAFO og NEAFC. Laksur, hvalur og kópur hava eina serstøðu í UNCLOS. Umsitingina av hesum tilfeingi hava felagsskapir sum NASCO og NAMMCO.

NAFO, sum hevur ábyrgdina av útnyðringspartinum av Atlantshavi, er komið rættiliga langt við at seta reglur fyri fiskiskapi uttan fyri 200 fjórðingar, men vánaliga støðan hjá fiskastovnunum vestanfyri hevur gjørt arbeiðið í hesum felagsskapi truplari. NEAFC, sum hevur ábyrgdina av landnyrðingspartinum av Atlantshavi, er eisini komin rættiliga langt.

Strandalondini hava havt serligan ampa av straddling stocks, stovnar sum ferðast um fiskimørk. Tess vegna hava strandalondini tikið seg saman og gjørt skipanir arrangements fyri at verja fiskastovnar sum sild og makrel. Eftir er so svartkjafturin. Síðani hava felagsskapir sum NEAFC ásett reglur fyri fiskiskapi í altjóða øki, eftir at strandalondini eru samd um heildarveiðina.

ST-aðalfundurin var eisini farin undir at arbeiða við hesum í 1989. Aðalfundurin samtykti eisini yvirlýsingar um fiskiskap við gørnum í 1989, 1990 og 1991.

FAO hevur í síni fiskiveiðinevnd, COFI, roynt at finna loysnir, og her er at nevna CANCUN-yvirlýsingin um fiskiskap undir ábyrgd.

Eisini ráðstevna Sameindu tjóða í Rio de Janeiro í 1992 setti betri umsiting av náttúrutilfeingi á dagsskrá herímillum livandi tilfeingi í havinum. Fiskivinnuparturin í sonevndu agenda 21 (skráin fyri 21. øld) byggir nógv á CANCUN-yvirlýsingina.

FAO hevur arbeitt víðari við hesum og gjørt uppskot um leiðbeinandi reglugerð fyri, hvussu farið verður fram í fiskiskapi undir ábyrgd Code of conduct of responsible fisheries. Hesar almennu reglur, sum lond skulu taka upp í sína egnu lóggávu, hava gildi fyri allan fiskiskap bæði innan fyri og uttan fyri fiskimørk. Hetta arbeiðið heldur áfram.

Ein avleiðing av RIO ráðstevnuni var ráðstevna Sameindu tjóða um ferðandi fiskastovnar. Henda ráðstevna viðgjørdi, hvussu stovnar, sum ferðast um fiskimørk ella um ógvuliga víðar havleiðir, skuldu umsitast. Ráðstevnan hevur havt seks fundir og semja varð funnin á sætta fundi, ið fór fram frá 24. juli til 4. august í New York. Semjan er ein konsensus avgerð hjá 112 londum, t.e. atkvøtt varð ikki, men londini kundu gera viðmerkingar. Hetta gjørdu m.a. ES og Noregi, sum gjørdu vart við, at ivamál vóru við at lata onnur lond enn flagglond nýta vald á víðum havi.

Innihaldið í sáttmálanum um varðveiting og umsiting av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum

Sum nevnt varð semja um ein sáttmálatekst á fundinum í New York. Sáttmálin setir í verk ásetingarnar í havrættarsáttmálanum um varðveiting og umsiting av ferðandi fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum. Í sáttmálanum er ásett, at hann kann nýtast beinanvegin í 12 mánaðir frá 4. desember 1995, tá hann er opin fyri undirskriving. ST-ráðstevnan heitir í serstakari samtykt á partarnar um at nýta ásetingarnar í avtaluni fyribils, til avtalan er ratifiserað. Av londunum í ES eru tað fleiri limalond, sum ikki enn hava endaliga góðkent avtaluna. Grønland hevur góðkent avtaluna í 1999, og Danmark og Føroyar hava avtalað, at avtalan verður løgd fyri Løgtingið og Fólkatingið innan endan av mars 2000. Ætlanin er síðani aftaná góðkenning at boða ST frá hesum.

Avtalan fevnir í høvuðsheitum um:

Avtalan ásetir reglur fyri altjóðasamstarvi um at umsita fiskiveiðina í altjóða sjógvi við tí endamáli at tryggja samanhangandi og burðardygga umsiting av víðferðandi stovnum. Dentur verður lagdur á, at bæði strandalond og fjarfiskilond skulu taka lut og samstarva um umsitingina. Avtalan umfatar allar partar av nútímans fiskiveiðiumsiting í grein 5 m.a.

Í grein 6 er ásett, at londini í fiskiveiðiumsiting síni skulu nýta fyrivarnismeginregluna "the precautionary approach". Henda mannagongd ásetir, at varisliga skal farast fram, tá upplýsingar um fiskastovnar eru óvissar, óálítandi ella ófullfíggjaðar. Vantandi vitan skal ikki nýtast sum undanførsla fyri ikki at seta reglur og varðveitandi tiltøk í verk. Í einum skjali, annex II, verður gjølla sagt frá, hvussu farast skal fram. Hesar ásetingar kunnu samanfatast við, at londini í umsitingini skulu seta mark fyri veiðitrýstinum. Hetta kann gerast sum eitt alment ovasta mark, ella um tað er neyðugt, sum serstøk mørk. Londini gera reglur fyri tiltøkum, har veiðireglur ikki verða hildnar.

Í grein 7 eru ásetingar um umsitingina uttan- og innanfyri 200 fj. markið. Samanhangur skal vera millum umsitingina innan- og uttanfyri fiskimark.

Í grein 10 er ásett, hvønn myndugleika teir regionalu felagsskapirnir hava. Fyrst er at nevna heimild at áseta varðveitingar- og umsitingartiltøk. Felagsskapirnir kunnu áseta tekniskar reguleringar og áseta MLV á fiskastovnarnar og heildarkvotur fyri limalondini. Teir kunnu eisini skipa fyri felags eftirlitsreglum v.m. Dømi um hetta eru tey umsitingartiltøk, sum NAFO og NEAFC hava sett í verk.

Tey ítøkiligu umsitingartiltøkini og tað eftirlit, sum er bundið at hesum, skal fara fram í regionalum felagsskapum. Um eingin regionalur felagsskapur er, so skulu áhugaðir partar stovna tílíkan. Regionalu felagsskapirnir skulu vera opnir fyri londum, sum hava grundað "real" fiskiveiði áhugamál. Lond skulu annaðhvørt gerast limir í ella í minsta lagi fylgja reglunum, sum regionali felagsskapurin setir fyri at hava møguleika at fáa fiskirættindi. (grein 8. 3 og 4.)

Týdningarmiklar eru reglurnar um fiskiveiðueftirlit í parti VI, serstakliga grein 21. Flagglandið fær størri skyldur at hava eftirliti við sínum fiskiskipum í altjóða sjógvi og at samstarva við onnur lond um eftirlit við fiskiskapi. Eftirlit undir egnum flaggi kann latast øðrum londum, sum eru luttakarar í avtaluni. Reglan er, at hevur flagglandið ikki tikið stig til at steðga ólógligum fiskiskapi innan stutt tíðarskeið, so kann annað land yvirtaka eftirlitið. Flagglandið hevur skyldu til innan 3 arbeiðsdagar at taka neyðug stig í førum við ólógligum fiskiskapi.

Í roynd og veru merkir hetta, at eftirlitsreglurnar eru við at koma á eitt felags støði, sum hjá flestu strandalondum, og røkir eitt land ikki skyldur sínar, so kann annað land taka yvir. Tað er tó greitt, at rættarsókn bert kann fyriganga í flagglandinum, men ásetingar í avtaluni loyva at skip verður tikið, fyri at tryggja prógv um ólógliga veiði, og eisini at tað kann førast til lands.

Viðtøkan av avtaluni broytir ikki stórvegis um ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, tí tey umsitingarligu tiltøkini eru longu til staðar. Soleiðis fer avtalan ikki at hava við sær stórar umsitingarligar útreiðslur.

Mælt verður Løgtinginum til at samtykkja, at landsstýrið mælir ríkisstjórnini til at seta avtaluna í gildi fyri Føroyar.

Viðmerkingar til teir ymiskum partarnar í avtaluni:

Til I. part: Almennar ásetingar

Grein 1 lýsir innihaldið av hugtøkunum í avtaluni, herundir hvør er at meta sum luttakari (partur) í mun til avtaluna. Umframt at tey einstøku londini kunnu staðfesta avtaluna, kunnu eisini millumlanda felagsskapir, sum av limalondum tess hava fingið tillutað málsræði (kompetansu) til at verða við í avtaluni (t.d. ES), verða luttakarar, treytað av, at felagsskapurin sum ein eind staðfestir avtaluna.

Grein 2 vísir til endamálið við avtaluni. Tað er at tryggja langtíðar varðveitslu og burðadygga gagnnýtslu av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum. Hetta gerst við at fremja ásetingarnar í avtaluni.

Grein 3 vísir til gildisøkið hjá avtaluni. Í útgangsstøðinum kann avtalan bert nýtast uttanfyri 200-fjórðinga fiskimark hjá londunum. Tó kann avtalan eisini nýtast í sambandi við tær meginreglur um umsiting av tilfeinginum, sum eru ásettar í grein 5, 6 og 7 í avtaluni, til umsiting av teimum ymiskum fiskastovnunum innan fyri fiskimark í tann mun, sum hetta hóskar til umsitingina fyri teir ávísu stovnarnar.

Grein 4 er um viðurskiftini til havrættarsáttmálan frá 1982. Avtalan skal seta í verk ásetingarnar í havrættarsáttmálanum og skal tulkast í samsvari við henda. Ásetingarnar í avtaluni ávirka ikki rættindi og skyldur hjá londunum sambært havrættarsáttmálanum.

Til II. Part: Varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum

Grein 5 vísir til tær meginreglur, sum londini skulu nýta í sambandi við varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum. Ásetingin tekur støði í, at strandalond og lond, sum veiða á víðum havi hava eina skyldu til at samstarva um at varðveita og umsita fiskastovnarnar. Londini hava fyrst og fremst skyldu til seta neyðug tiltøk í verk, sum skulu tryggja eina optimala og burðardygga troyting út í framtíðina. Hesi tiltøk skulu byggja á tær bestu vísindaligu niðurstøður, og skulu nýtast til at varðveita ella byggja uppaftur stovnar til eitt støði, soleiðis at teir kunnu toytast best møguligt. Londini binda seg eisini til at nýta fyrivarnismeginregluna.

Grein 6 ásetir, at fyrivarnismeginreglan skal nýtast í breiðum høpi til tess at tryggja tað livandi tilfeingið í havinum, og at trot á haldgóðum vísindaligum upplýsingum ikki skal nýtast sum grundgeving fyri at lata vera við at fara undir varðveitingar- og umsitingartiltøk. Luttakaralondini hava skyldu at nýta tær vegleiðingar, sum eru í ískoyti II til avtaluna.

Grein 7 staðfestir, at tað skal vera sambæri millum varðveingar- og umsitingartiltøkini innan og uttanfyri fiskimark, og at strandalond og fjarfiskilond hava eina skyldu til at samstarva við hesum fyri eyga. Tá støða skal takast til sambærið millum umsitingartiltøkini, skal fyrilit takast til tey tiltøk, sum strandalond hava tikið fyri ávísar stovnar innan fyri fiskimark, og at fiskiveiða á víðum havi ikki máar undan ta ávirkan, sum hesi tiltøk hava fyri somu stovnar. Londini skulu harumframt taka uppí tey umsitingartiltøk, sum longu eru framd, tað landafrøðiliga býtið av stovnunum og veiðuna í økinum umframt tey lívfrøðiligu eyðkenni hjá stovnunum og í hvønn mun standalond øðrumegin og londini, sum veiða á víðum havi, eru bundin at fiskiskapinum av viðkomandi stovnum.

Til III. part: Skipan av altjóða samstarvi um millumøkja- og víðferðandi fiskastovnar

Grein 8 ásetir, at strandalond og lond, sum veiða á víðum havi, skulu samstarva til tess at tryggja eina munagóða varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum. Slíkt samstarv kann fara fram beinleiðis millum lond ella gjøgnum regionalar felagsskapir ella skipanir. Viðtøkurnar í slíkum regionalum felagsskapum skulu ikki forða londum við veruligum áhugamálum í fiskiskapinum í at luttaka í samstarvinum, og skal heldur ikki nýtast til at gera mismun yvirfyri hesum londum. Bert lond, sum luttaka í slíkum samstarvi, ella sum seta í gongd varðveitingar- og umsitingartiltøk innanfyri regionalu felagsskapirnar, skulu kunna luttaka í fiskiskapinum eftir teimum ávísu stovnunum.

Grein 9 viðgerð stovnsetan av regionalum og smærri umsitingarfelagsskapum innan fiskivinnu. Í sambandi við stovnsetan av slíkum felagsskapum skulu londini m.a. semjast um, hvørjar fiskastovnar umsitingartiltøkini skulu galda fyri og í hvørjum økjum tiltøkini skulu galda fyri.

Grein 10 ásetir uppgávurnar hjá regionalu og teimum smærru umsitingarfelagsskapunum. Londini skulu verða samd um at halda tey varðveitingar- og umsitingartiltøk, sum tryggjar burðardyggleikan hjá stovnunum. Londini skulu m.a. semjast um rættindini hjá londunum so sum mest loyvdu veiðu og býtið millum londini. Harumframt skulu londini semjast um at savna nágreiniligt hagfrøðiligt tilfar til at tryggja, at bestu vísindaligu úrslitini eru tøk og at fáa í lag hóskandi samstarvsskipanir í sambandi við munadygt eftirlit.

Grein 11 ásetir kriteriini fyri upptøku av nýggjum limum ella luttakarum í regionalum felagsskapum ella avtalum, harav eitt er, at atlit skal takast til tørvin hjá strandalondum, um búskapur teirra í stóran mun hvílir á gagnnýting av tí livandi tilfeinginum í havinum.

Grein 12 ásetir, at londini skulu bera so í bandi, at gjøgnumskygni er í regionalum og smærri felagsskapum innan fiskivinnu. Hetta skal m.a. gerast við, at tá avgerðir verða tiknar, skulu mannagongdirnar verða øllum greiðar eins og annað virksemi við. Harumframt kunnu umboð fyri aðrar millumlandafelagsskapir og umboð fyri aðrar sjálvbodnar felagsskapir taka lut á fundum, um hetta ikki stríðir ímóti reglunum hjá felagsskapinum. Reglur hesum viðvíkjandi eiga ikki at verða óneyðuga strangar.

Grein 13 staðfestir, at lond skulu samstarva til tess at stimba teir felagsskapir, sum frammanundan eru til tess at tryggja eina meiri munagóða varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum.

Grein 14 er um innsavnan og útbreiðslu av tilfari og samstarv um vísundaligar kanningar. Londini skulu tryggja, at tey fiskiskip, sum sigla undir teirra flaggi, skulu lata frá sær upplýsingar, sum eru neyðugar til at røkja sínar skyldur sambært hesari avtalu, jvb. I. ískoyti. Her verður t.d. hugsað um at savna saman og skifta sínámillum vísundaligt og hagfrøðiligt tilfar um fiskiskapin eftir millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum.

Grein 15 er um, hvussu avtalan skal setast í verk á umgyrdum og hálvumgyrdum høvum. Tá skal atlit takast til náttúrserkenni tess og skal gerast í samsvari við IX. part í havrættarsáttmálanum.

Grein 16 viðvíkjur leiðum á víðum havi, sum allar vegir eru umgyrdar av sjóøki, ið er innan fyri løgræði hjá einum landi.

Til IV. part: lond, sum ikki eru limir í umsitingarfelagsskapum ella ikki eru luttakarar í umsitingaravtalum

Grein 17 staðfestir, at lond, sum ikki eru limir í umsitingarfelagsskapum, ella ikki eru luttakarar í umsitingaravtalum, ikki skulu sleppa undan skylduni til at samstarva um umsiting av varðveitingar og veiðiumsiting av viðkomandi millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum. Lond, sum eru limir í slíkum felagsskapum, skulu seta tiltøk í verk í samsvari við hesa avtalu og fólkarættin til at forða fyri, at virksemið hjá skipum, heimahoyrandi í londum, sum ikki eru limir í felagsskapum ella luttakarar í avtalum, sleppa at máa støðið undan varðveitingartiltøkum.

Til V. part: skyldur hjá flagglandinum

Grein 18 ásetir, hvørjar skyldur flagglandið hevur í mun til fiskiskapin á víðum havi hjá skipum, sum sigla undir flaggi tess. Flagglandið hevur skyldu til at ansa eftir, at tess skip virða varðveitingar- og umsitingartiltøk fyri ávís øki, og ansa eftir, at hesi skip ikki havast við virksemi, sum máar støðið undan tí ávirkan, sum tiltøkini hava. Flagglandið átekur sær harumframt fleiri eftiransingar- og eftirlitsuppgávur umframt fráboðanskyldur, sum hava við fiskiskapin hjá skipunum at gera. Tær flestu skyldur, sum her verða álagdar flagglandinum, eru eftirlits- og regulerings tiltøk, sum Fiskimálastýrið longu nýtir yvirfyri skipum, sum veiða í føroyskum sjógvi.

Til VI. part: lýdni og útinning hjá flagglandinum

Grein 19 snýr seg um skyldurnar hjá flagglandinum at halda og handhevja ásett reguleringstiltøk. Tá mett verður, at brot ímóti tiltøkum fer fram, hevur flagglandið skyldu til at kanna skip, sum sigla undir flaggi tess, og er landið sannført um, at fullgóð prógv eru fyri, at brot er farið fram, skal tað beinanvegin lata málið til myndugleikar sínar við tí fyri eyga at fremja rættarsøkn ímóti viðkomandi skipi. Flagglandið skal ansa eftir, at skip, sum hava verið uppi í einum álvarsligum broti í sambandi við slík tiltøk, ikki fáa loyvi at fara til fiskiskap aftur á víðum havi, fyrr enn øll revsitiltøk, sum flagglandið áleggur, eru sett í verk. Harumframt verður ásett, at tey tiltøk, sum kunnu brúkast ímóti skiparanum og øðrum yvirmonnum á fiskiskipum, skulu hava ásetingar, ið heimilað, at rættindini til at starvast sum skipari ella yvirmaður á hesum skipum kunnu havnast, ógildast ella takast aftur fyribils.

Grein 20 er um altjóða samstarv í sambandi við at handhevja ásetingarnar í avtaluni annaðhvørt beinleiðis ella ígjøgnum umsitingarfelagsskapir ella sambært umsitingaravtalum. Eitt land, sum kannar eitt sagt brot, kann biðja onnur lond ella felagsskapir um hjálp til kanningararbeiðið. Um eitt fiskifar, sum veiðir á víðum havi, hevur framt brot innanfyri fiskimark hjá einum øðrum strandalandi, skal flagglandið eftir áheitan frá strandalandinum kanna málið. Undir kanningararbeiðinum skal flagglandið samstarva við strandalandið og kann loyva strandalandinum at kanna fiskifarið á víðum havi. Lond, sum eru partar í regionalum ella smærri felagsskapum, kunnu, til flagglandið sjálvt hevur íverksett hóskandi tiltøk og í tann mun fólkarætturin loyvir hesum, seta tiltøk í verk fyri at forða fyri víðari fiskiskapi hjá fiskfari, sum hevur framt brot ímóti viðtiknum reguleringum innan fyri slíkt samstarv.

Grein 21 staðfestir, at øll limalond í einum regionalum felagsskapi, sum umboðar eitt ávíst øki á víðum havi, kunnu fara umborð og gera kanningar umborð á skipum frá øllum londum, sum eru við í hesari avtalu uttan mun til um viðkomandi land eisini er limur í tí regionala felagsskapinum ella ikki. Áður kundi í útgangsstøðini bert flagglandið fara umborð og gera kanningar á tess egnu skipum. Endamálið við eftirlitinum er at tryggja, at gjørt verður eftir teimum varðveitingar- og umsitingartiltøkum, sum ásett eru fyri økið. Londini skulu innan regionalu felagsskapirnar ella avtalurnar áseta nærri mannagongdir til tess at kunna handhevja grein 21. Grein 21 ásetir annars út í æsir reglur fyri samspælinum millum handhevjing av flagglandinum og handhevjing av tí landi, sum ger eftirlit og kanningar. Útgangsstøðið er her, at um ikki flagglandið yvirheldur sínar skyldur viðvíkjandi eftirliti, kann annað land fremja eftirlit og kanningar. Endamálið er, at ásetingar undir øllum umstøðum skulu handhevjast.

Grein 22 ásetir grundreglur fyri uppgongu á skip og kanning sambært § 21 bæði fyri tað land, sum ger eftirlit og flagglandið. Høvuðsreglan er, at uppgonga á skip og kanning skal fara hóvliga fram og gerast á ein tryggan hátt. Nýtsla av valdi skal royna at sleppast undan uttan, tá tað er neyðugt fyri tryggleikanum hjá eftirlitsfólkunum og tá eftirlitsfólk verða forðað í at gera teirra arbeiði.

Grein 23 er viðvíkjandi tiltøkum, sum eitt havnaland setir í verk.

Til VII part: tørvurin hjá menningarlondum

Grein 24-26 snýr seg serliga um tørvin hjá menningarlondum, og um hvørja hjálp tey kunnu fáa til tess at seta í verk hesa avtalu.

Til VIII. part: friðsama loysn av trætumálum

Greinirnar 27-32 snúgva seg um, at lond hava skyldu til at loysa trætumál sínámillum við tingingum, kanningum, millumgongu, semju, gerðarrættarúrskurði ella dómi. Endamálið er at finna friðsamar loysnir av trætumálum. Grein 30 í avtaluni setir fram mannagongdir til loysn av ósemjum.

Til IX. part: Lond, sum ikki eru við í hesari avtalu

Grein 33 ásetir, at luttakaralondini í hesari avtalu skulu streingja á tey lond, sum ikki eru við, at fáa tey til at koma uppí avtaluna, og at gera lógir og fyriskipanir í samsvari við hana. Harumframt verður ásett, at luttakaralondini skulu seta tiltøk í verk í samsvari við hesa avtalu og fólkarættin til at forða fyri, at skip, sum sigla undir flaggi hjá londum, sum ikki eru við í avtaluni, gera nakað, sum kann máa støði undan tí, at henda avtalan verður framd á munagóðan hátt.

Til X. part: trúnaður og misbrúk av rættindum

Grein 34 ásetir, at luttakarlondini í hesari avtalu skulu halda tær skyldur, tey hava sambært henni, og skulu fara soleiðis um tey rættindi, sum viðurkend eru í henni, at tey ikki verða misnýtt.

Til XI. part: ábyrgd og endurgjald

Grein 35 ásetir, at luttakaralondini í hesari avtalu eru sambært fólkarættinum undir endurgjaldsábyrgd fyri skaða ella miss, sum tey eru atvoldin til í sambandi við hesa avtalu.

Til XII. part: endurmetingarráðstevna

Grein 36 staðfestir, at tá ið fýra ár eru liðin frá tí degi, at henda avtala er komin í gildi, skal ST-aðalskrivarin boða til ráðstevnu við tí fyri eyga at meta um, hvussu henda avtala hevur roynst til at tryggja varðveiting og umsiting av millumøkja- og víðferðandi fiskastovnum.

Til XIII. Part: ásetingar at enda

Greinirnar 37-50 snúgva seg um undirskriving av avtaluni, staðfesting, gildiskomu, yvirlýsingar og viðmerkingar til avtaluna, møguligar broytingar í avtaluni, uppsøgn av avtaluni og hvør er varðveitslumyndugleikin.

1. viðgerð 22. mars 2000. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 26. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2000 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og tann 11. og 26. apríl 2000.

Frá Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN) hevur nevndin eftir áheitan fingið ummæli í málinum.

FSN viðmerkir m.a. til reglurnar í § 19 í sáttmálanum um revsing, at teir ikki taka undir við, at tey tiltøk, sum kunnu brúkast móti skiparanum og øðrum yvirmonnum á fiskiskipum, skulu hava ásetingar, ið heimila, at rættindi til at starvast sum skipari ella yvirmaður á hesum skipum kunnu havnast, ógildast ella takast aftur fyribils, og teir taka als ikki undir við, at aðrir enn skiparin skulu kunna revsast.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann.

Løgmaður upplýsti, at fyri at nýta tey tiltøk, sum § 19 í sáttmálanum heimilar mótvegis skipara og øðrum yvirmonnum, er tað ein fortreyt, at man fylgir tí upp í nationalari lóggávu, men eru tað ongar ætlanir um at broyta føroysku lóggávuna hesum viðvíkjandi.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 28. apríl 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-1-1. Málið avgreitt.

J.nr. 449-0001/2000