Útlendingalógin


89  Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden på Færøerne af udlændingeloven"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars , legði Høgni Hoydal , landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

 til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven" við hesari broyting: §42a, 1 pkt., verður soljóðandi: " Udlændingestyrelsen bestemmer, efter forhandling med Færøernes Landsstyre, om en udlænding, der har indgivet ansøgning om opholdstilladelse på Færøerne i henhold til § 7, skal tage ophold i Danmark på et indkvarteringssted for udlændinge, hvis ansøgning om opholdstilladelse i henhold til den danske udlændingelovs § 7 er taget under behandling."

Viðmerkingar

Hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um at seta í gildi útlendingalógina í Føroyum við ávísum broytingum verður lagt fyri tingið sum ein politisk fyribilsloysn. Orsøkin er fyrst og fremst hon, at Løgtingið seinni kann taka støðu til luttøku Føroya í tí sonevnda „Schengen-samstarvinum".

Schengen-sáttmálin snýr seg í høvuðsheitum um at taka burtur persónseftirlitið (passeftirlit, visum o.a.) á marknaliðunum hjá limalondunum, meðan eftirlitið hinvegin verður hert við mørkini mótvegis borgarum úr londum, ið ikki eru limir í Schengen-samstarvinum. Hartil binda limalondini seg til løgreglusamstarv.

Danmark hevur undirskrivað Schengen-sáttmálan, og tað sama hava flestu ES-lond - undantikið Bretland og Írland. Síðani fyrst í nítiárunum hevur verið samráðst um at fáa Ísland og Noreg upp í skipanina, og avtala varð gjørd um hetta í 1996. Hesum hava Norðurlond virkað fyri í felag til tess at varðveita fría persónsferðslu (uttan pass-skyldu) millum Norðurlond, sum tey sjálvstøðugu norðurlondini gjørdu avtalu um í 1954.

Schengen-sáttmálin er ikki sett í gildi fyri Føroyar og Grønland, men síðani 1995 hevur verið arbeitt á embætismannastigi við at fyrireika luttøku Føroya og Grønlands í Schengen-avtaluni við tí endamáli, at øll Norðurlond í senn kunnu seta Schengen-skipanina í verk í ár (2000).

Tað er í hesum sambandi, at málið um at dagføra útlendingalóggávuna fyri Føroyar hevur verið fyrireikað, og hetta er enn eitt dømi um eina sera drúgva, fløkta og ógreiða mannagongd viðvíkjandi lóggávu í Føroyum.

Avgerð um at bíða við málinum
Landsstýrismaðurin gjørdi í desember 1999 av, at uppskotið skuldi ikki leggjast fyri Løgtingið í hesi tingsetuni við hesum grundgevingum:

Tí varð hildið, at fortreytirnar eru munandi broyttar, og at málið um útlendingalóggávu eigur at fáa eina grundleggjandi viðgerð.

Eftir at landsstýrismaðurin hevði valt at bíða við málinum, skrivaði hann til Ríkisumboðið við fyrispurningi um, hvørt hetta hevði týdning fyri møguligu luttøku Føroya í tí sonevnda Schengen-samstarvinum.

Tann 11. februar 2000 fær landsstýrið umvegis Ríkisumboðið svar frá Innanríkismálaráðnum, har víst verður á, at um broytingarnar ikki verða settar í gildi nú, kann hetta seinka gildiskomuni av Schengensamstarvinum fyri øll Norðurlond. (Svarið frá Innanríkismálaráðnum er hjálagt). Orsøkin er, at um nýggja útlendingalógin ikki er í gildi í Føroyum, verður munandi truplari at gera aðrar broytingar, ið krevjast, tá Schengen-avtalan skal setast í verk.

Hetta heldur landsstýrismaðurin vera eina sera óhepna støðu, og hetta er ein ótilætlað avleiðing av avgerðini um at bíða við málinum. Landsstýrismaðurin heldur, at Føroyar eiga at tryggja sær møguleikan fyri luttøku í Schengen-skipanini til tess at varðveita norðurlendska passfrælsið og at tryggja fría persónsferðslu fyri føroyingar millum evropeisku londini. Somuleiðis verður hildið skilabest, at Føroyar viðgera og avgera henda spurningin í neyvum samstarvi við øll Norðurlond.

Fyrireikingarnar til at leggja spurningin um luttøku Føroya í Schengen-skipanini fyri Løgtingið hava verið gjørdar í fleiri ár og Løgtingið hevur ikki havt høvi at viðgera spurningin.

Tí hevur landsstýrismaðurin endurskoðað avgerðina og heldur tað vera rættast, at ríkislóg um útlendingalóggávu verður sett í gildi sambært hesum uppskoti til kongliga fyriskipan sum ein fyribilsloysn. Hetta til tess, at Løgtingið seinni kann taka avgerð um luttøku Føroya í Schengen-samstarvinum, og landsstýrið kann fyrireika sjálvstøðuga lóggávu og umsiting á økinum.

Málið hevur sosatt tvær greiningar, ið eiga at viðgerast gjølla:

  1. Luttøka Føroya í Schengen-avtaluni saman við hinum Norðurlondunum
  2. Sjálvar tær innihaldsligu og umsitingarligu broytingarnar í útlendingalóggávuni

1. Møguliga luttøka Føroya í Schengenavtaluni
Schengen-skipanin hevur sjálvsagt bæði fyrimunir og vansar. Hon byrjaði í 1985 við eini avtalu millum Týskland, Frakland, Holland, Belgia og Luxembourg, og í 1990 varð Schengen-sáttmálin gjørdur.

Síðani hava Belgia, Frakland, Grikkaland, Holland, Italia, Luxembourg, Portugal, Spania, Týskland, Eysturríki, Finland, Svøríki og Danmark undirskrivað sáttmálan, og Ísland og Noreg hava knýtt seg uppí við eini sonevndari "associeringsavtalu".

Enn eru ítøkiligu stigini at seta skipanirnar í verk í teimum einstøku londnum tó ikki lidnar, men Norðurlond hava avtalað at gera hetta í senn, og ætlanin er at gera tað í ár.

Í høvuðsheitum snýr skipanin seg um, at tey lond, ið eru við í avtaluni, gerast eitt "Schengen-øki". Innanfyri hetta økið verður eftirlitið við persónum, sum ferðast um landamørkini tikið burtur – t.e. at neyðugt verður ikki at vísa pass ella visa o.t.. Hevur ein persónur fingið rætt at uppihalda sær í einum Schengen-landi, hevur hann so at siga frítt at fara í øllum Schengen-økinum.

Meðan innaru mørkini fyri persónsferðslu sostatt verða tikin burtur, verður eftirlitið við uttaru mørkini hert. Løgreglan skal tryggja, at persónar, ið koma frá einum landi uttan fyri Schengen, verða kannaðir væl – og tí verður eisini gjørd ein felags Schengen-upplýsingarskipan, við eini felags skráseting av brotsverkum og brotsfólki, nevnd IIS. Tøkniliga skal so verða atgongd hjá løgregluni til hesa skráseting á marknaliðunum til Schengen-økið. Fyri Føroyar merkir hetta, at skrivstovurnar hjá løgregluni kring landið skulu hava atgongd til skipanina, og eisini á flogvøllinum í Vágum má verða beinleiðis atgongd til skrásetingina.

Harfturat merkir Schengen-sáttmálin, at løgreglurnar í einstøku londunum kunnu kanna fólk, sum eru komin inn og uppihalda sær í landinum, og biðja um at fáa prógv fyri uppihaldsloyvum o.t.

Sostatt ber til at siga, at við Schengen-sáttmálanum verður lagdur ein "ringur" um Schengen-økið. Innan fyri henda ringin verður frítt at fara um mørk, men samstarvið millum løgreglurnar verður styrkt, og tær fáa møguleika at eftirkanna, um persónar hava lógligt uppihaldsloyvi. Eftirlitið við teimum, sum skulu inn um henda "ringin" verður samstundis styrkt.

Í hesum sambandi kann til dømis nevnast, at ein sendinevnd fyri Schengen-londini var í Føroyum í 1999 og kunnaði seg við viðurskiftini. Ongir trupulleikar eru staðfestir viðvíkjandi, at Føroyar hava eitt nøktandi eftirlit við innferðing til landið.

Samanumtikið heldur landsstýrismaðurin:

Allur hesin spurningurin verður sjálvsagt viðgjørdur, tá uppskot um luttøku Føroya í Schengen-samstarvinum verður klárt at leggja fyri tingið – møguliga í heyst.

2. Innhaldið í uppskotinum til ríkislógartilmæli um útlendingalóg
Uppskotið til at seta útlendingalógina í gildi fyri Føroyar er sjálvsagt fyrst og fremst ein dagføring av gomlu lógini í mun til núgaldandi danska lóggávu - við ymsum tillagingum til føroysk viðurskifti. Tær greinar, ið bert hava tilknýti til limaskap Danmarkar í ES, eru tiknar burtur, umframt aðrar greinar og stykkir.

Høvuðsbroytingarnar í mun til galdandi lóggávu eru hesar:

A. Umsitingarligar broytingar:
Sambært fyriskipanaruppskotinum verða Føroyar framhaldandi eitt frá Danmark sundurskilt ferða – og uppihaldsøki. Føroyar verða sostatt ikki ein integreraður partur av danska útlendingapolitikkinum. Tað merkir, at loyvi verða givin til innferð og uppihald og arbeiði í Føroyum og ikki í Danmark og Grønlandi samstundis. Á sama hátt eru uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi, sum verða givin í Danmark og Grønlandi, ikki galdandi í Føroyum.

Sambært uppskotinum er málsræðið framvegis danskt, og allar avgerðir verða framvegis tiknar av donskum myndugleikum. Skotið verður kortini upp, at tann skipan, ið hevur verið galdandi í verki síðani á heysti 1998, verður sett í lógina: At Útlendingastýrið, áðrenn avgerðir verða tiknar, leggur málini fyri Føroya Landsstýri til ummælis.

Harumframt verður skotið upp, at eitt umboð fyri landsstýrið er við í viðgerðini, tá Flóttafólkanevndin viðger mál, har biðið verður um friðskjól í Føroyum. Landsstýrinum kunnugt hevur bert eitt mál verið av hesum slagi í tíðini, meðan heimastýrisskipanin hevur verið í gildi.

Tá tað snýr seg um at gera nærri reglur við støði í lógini, verður skotið upp, at Innanríkismálaráðharrin í Danmark ger hesar eftir samráðingar við Føroya Landsstýri.

Sjálvt um landsstýrið við hesum fyriskipanaruppskoti kanska kann sigast at verða drigið meira inn í viðgerðina av útlendingamálum og flóttafólkamálum, ið hava við Føroyar at gera, so slepst ikki undan, at umsitingarligu broytingarnar í mun til galdandi lóggávu eru sera avmarkaðar, og framvegis er tað soleiðis, at ríkismyndugleikarnir hava endaliga avgerðarættin á hesum øki.

Ríkisrættarliga støða Føroya er væntandi avgreidd seinni í ár. Ein føroyskur útlendinga- og flóttafólkapolitikkur, ið hevur støði í føroyskari lóggávu, verður í løtuni fyrireikaður og kann setast í verk, tá økið er komið undir føroyskt málsræði og ábyrgd.

B. Innihaldsligar broytingar
Flestu innihaldsligu broytingarnar í mun til galdandi lóggávu snúgva seg um nágreiniligari reglur fyri:

Víst verður til hjáløgdu upprit um broytingarnar.

Higartil hava avgerðirnar verið tiknar sambært siðvenju, tí galdandi lógin ikki hevði neyvar ásetingar.

C. Hoyringar og broytingaruppskot frá landsstýrinum
Landsstýrið hevur biðið Amnesty International Føroya Deild um ummæli í málinum, og er svarið hjálagt sum skjal 5. Eisini hevur landsstýrsmaðurin havt fund við umboð fyri Amnesty International um málið.

Til ummælisskrivið hjá Amnesty International eru hesar viðmerkingar:

§ 8 í donsku lógini, sum ikki er tikin við í hesum uppskoti, snýr seg um tey sokallaðu "kvotuflóttafólkini", sum ríkisstjórnin hevur gjørt av at taka ímóti, sum liður í internationalum, (serliga ST) sáttmálum. Flóttafólkini úr Kosovo koma undir hesa áseting.

Her varð gjørd ein serstøk lóg, sum ásetti reglurnar fyri leiklutin hjá ymsum donskum almennum myndugleikum t.d. kommununum í hesum føri.

Orsøkin til, at ásetingin ikki verður sett í gildi er, at ríkisrættarliga støða Føroya forðar fyri, at Føroyar kunnu gera tílíkar altjóða avtalur, og ikki sum sagt verður av ríkismyndugleikunum, at hetta er sambært ynski frá landsstýrinum.

Landsstýrismaðurin tekur undir við tilmælunum hjá Amnesty International, Føroya Deild, men heldur ikki, at ynskini um ein føroyskan flóttafólkapolitikk verða loyst við at seta donsku lógargreinarnar í gildi í Føroyum.

Hinvegin er eingin forðing fyri, at landsstýrið kann gera avtalu við ríkisstjórnina um eftir nærri treytum at taka part av teimum flóttafólkum, ið Danmark hevur bundið seg at taka ímóti.

Fyrireikingar til at hava ein tilbúgving og tilboð í hesum sambandi verða gjørdar í løtuni.

§ 17a í donsku lógini, sum ikki er tikin við í uppskotinum, snýr seg um hjálp m.a. eftir danskari sosiallóggávu til útlendingar soleiðis, at hesir kunnu venda aftur til heimlandið.

Eisini hesin spurningur eigur at verða tikin við í tilevningina av einum føroyskum flóttafólkapolitikki/sosialpolitikki og lóggávu annars á hesum øki.

Spurningar, ið eru neyðugir at taka støðu til í sambandi við tilevning av einum føroyskum útlendinga- og flóttafólkapolitikki, eru t.d., hvussu vit integrera flóttafólk í føroyska samfelagið, um mark skal verða fyri, hvussu nógv fólk kunnu koma higar, um leiklutin hjá almennum og øðrum myndugleikum, og leikluturin hjá kommunum, eisini tann fíggjarligi, í sovorðnum málum.

Vísandi til umrøðuna í Løgtinginum um Kosovoflóttafólkini skal verða sagt frá, at landsstýrið ikki ætlar at standa aftan fyri grannalond okkara, tá tað snýr seg um at taka okkara part av altjóða skyldunum á hesum øki.

Landsstýrið heldur tó, at ein partur av uppskotinum, sum snýr seg um fólk, ið søkja friðskjól í Føroyum, er óheppin. Skotið verður upp í fyriskipanaruppskotinum, at fólk, ið søkja friðskjól í Føroyum, skulu sendast til Danmarkar í sonevnd "asylcenter".

Her skjýtur landsstýrið tí upp at broyta grein 42a soleiðis, at hesin spurningur kann avgerast í samráðingum millum landsstýrið og Innanríkismálaráðharran, tá slík mál taka seg upp.

Yvirlit yvir hjáløgd skjøl:
Skjal 1: Indenrigsministeriets udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven
Skjal 2:  Skriv frá Innanríkismálaráðnum ril Ríkisumboðið dagfest tann 9. febuar 2000 viðv. útlendingalógini og Schengen avtaluni og fylgisskriv Ríkisumboðsins 11.02.2000.
Skjal 3: Notat vedrørende udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven.
Skjal 4: Indenrigsministetriets notat om de indkomne høringssvar vedrørende udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven

  1. Skriv frá Dansk Flygtningehjælp dagfest 04.10.1999
  2. Skriv frá Dansk Røde Kors dagfest 30.09.1999
  3. Skriv frá Føroya Landfúta dagfest 06.10.1999
  4. Skriv frá Retsinformation, dagfest 05.10.1999
  5. Skriv frá Socialministeriet, dagfest 01.10.1999
  6. Skriv frá Udlændingestyrelsen 20.09.1999
  7. Skriv frá Udlændingestyrelsen 07.10.1999
  8. Skriv frá Indenrigsministeriet 05.10.1999
  9. Skriv frá Beredskabsstyrelsen 28.09.1999
  10. Skriv frá Flygtningenævnet 15.10.1999
  11. Skriv frá Foreningen af Statsamtmænd 28.09.1999
  12. Skriv frá Rigsombudsmanden på Færøerne 06.10.1999
  13. Skriv frá løgmansskrivstovuni 06.10.1999
  14. Skriv frá Rigsadvokaten 30.09.1999

Skjal 5: Ummælisskriv dagfest 16.02.2000 frá Amnesty International Føroya Deild.
Skjal 6: Notat frá Rådet for den Europæiske Union om gennemførelsen af artikel 5, stk. 2, i Danmarks tiltrædelsesaftale til Schengen-konventionen i forhold til Færøerne.

1. viðgerð 22. mars 2000. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 28. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2000 er tað beint rættarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10, 17. og 27. apríl 2000, og hevur undir viðgerðini havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Mogens Nepper-Christensen, fúta.

Undir viðgerðini er komið fram, at eftir uppskotinum gerst rættarstøðan hjá útlendingum betri og greiðari enn eftir galdandi útlendingalóg, sum fekk gildi í Føroyum í 1960. Tað er ein neyðug fyritreyt fyri, at føroyingar kunnu luttaka í hinum sonevnda Schengen samstarvinum, at uppskotið verður sett í gildi fyri Føroyar við kgl. fyriskipan.

Nevndin hevur umrøtt spurningin um repatriering, sum merkir, at ein, sum hevur fingið flóttafólkastatus, vendir aftur til heimlandið. Í Danmark verður latin stuðul til at venda aftur sbr. lógini um "social bistand". Víst verður í útlendingalógini til grein í lógini um "social bistand" um hetta. Møguleiki er eisini at angra repatriering. Alt hetta kann eftir lógini bara henda eina ferð. Tað eru bara tekniskar grundir til, at § 17 a ikki kann setast í gildi í Føroyum. Ikki er heimild at broyta føroysku forsorgarlógina við hesi kgl. fyriskipanini. Hetta má gerast við føroyskari lóggávu, tí verður neyðugt at fremja broytingar í føroysku forsorgarlógini samsvarandi hesum.

Fútin hevur upplýst fyri nevndini, at flóttafólkamálini í Føroyum eru ógvuliga fá. Hetta kemst av okkara geografisku støðu. Við uppskotinum verða reglurnar fyri slík mál greiniliga ásettar.

Ein samd nevnd mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

2. viðgerð 2. mai 2000. Ríkislógartilmæli samtykt 32-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 4. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 627-0001/2000
Anordning nr. 728 af 22. juli 2000 om ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven