Landsstýrismannalønir

 

90  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Val av nevnd
D. Nevndarskjøl

Ár 2000, 4. mars, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993 um samsýning og eftirløn landsstýrismanna við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 2. Fær løgmaður ella landsstýrismaður løn frá almennum stovni, samstundis sum hann fær samsýning eftir stk. 1, verður samsýningin minkað samsvarandi."

  3. § 2, stk. 2, sum nú verður stk. 3, verður orðað soleiðis:
  4. "Stk. 3. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir í §§ 19 og 20 eru galdandi fyri eftirsitiløn eftir hesi lóg. Rætturin til eftirsitiløn varir í 6 mánaðir."

  5. § 3 verður orðað soleiðis:
  6. "§ 3. Løgmaður og landsstýrismaður hevur rætt til egineftirløn, tá ið hann hevur verið løgmaður ella landsstýrismaður í minst eitt ár samanlagt. Eftirlønin verður útgoldin mánaðarliga frammanundan frá 1. í mánaðinum eftir, at hann hevur fylt 67 ár, og útgjald eftir § 1 er steðgað, jvb. tó stk. 2.
    Stk. 2. Um aldurin á løgmanni ella landsstýrismanni og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum og í landsstýrinum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár, fær løgmaður ella landsstýrismaður eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Løgmaður kann veita løgmanni ella landsstýrismanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. stk. 1, um heilsu-, fíggjarlig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.
    Stk. 3. Hægsta egineftirløn, sum er 60% av eftirlønargevandi lønini í tí lønarflokki, løgmaðurin ella landsstýrismaðurin er samsýntur eftir, verður veitt, tá ið eftirlønaraldurin er 8 ár ella meiri. Hvørt eftirlønaraldurár er íroknað útrokningarprosentinum soleiðis, at 1.-4. ár telja 9% hvørt, og 5.-8. ár telja 6% hvørt.
    Stk. 4. Til eftirløntan løgmann ella landsstýrismann, sum ikki er fyltur 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt eftirlønarárið, eftir stk. 3, er 1/8 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir."
    Stk. 5. Landsstýrismaður, sum bæði hevur verið landsstýrismaður og løgmaður, fær eftirløn sum løgmaður.
    Stk. 6. Eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður, sum aftur tekur sæti í landsstýrinum, fær ikki eftirløn í tíðini, hann fær samsýning eftir § 1."

  7. § 4 verður orðað soleiðis:
  8. "§ 4. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann, sum hevur havt sæti í landsstýrinum í minsta lagi 1 ár, hevur, sama ger um løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevði rætt til egineftirløn ella var løgmaður ella landsstýrismaður, tá ið hann doyði, rætt til hjúnafelagaeftirløn, treytað av at tey vóru gift:

    1. áðrenn løgmaðurin ella landsstýrismaðurin var 60 ár
    2. meðan løgmaðurin ella landsstýrismaðurin enn var løgmaður ella landsstýrismaður og
    3. vóru gift meira enn 3 mánaðir innan løgmaðurin ella landsstýrismaðurin doyði.

    Stk. 1, nr. 3, er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av skaðatilburði í røking av løgmans ella landsstýrismannastarvinum.
    Stk. 2. Hjúnafelagaeftirlønin er 74% av egineftirlønini eftir § 3, stk. 3.
    Stk. 3. Eftirløntum hjúnafeløgum, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt eftirlønarárið, eftir § 3, stk. 3, er 1/8 av viðbótini í § 6, stk. 4, í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn.
    Stk. 4. Fer aldurin á deyða hjúnafelagnum, tey árini tó drigin frá, sum hjúnabandið hevur vart, meiri enn 10 ár upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelagnum, verður hjúnafelagaeftirlønin eftir stk. 2 lækkað 2% fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.
    Stk. 5. Rætturin til hjúnafelagaeftirløn verður ikki ávirkaður av sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, eru hjúnini skild, eru reglurnar, sum eru ásettar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, galdandi.
    Stk. 6. Hevur hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann eftir omanfyristandandi reglum rætt til fleiri eftirlønir sambært hesi lóg, verður bara tann hægsta eftirlønin útgoldin."

  9. Eftir § 4 verður sett:
  10. § 4a. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í stk. 2 og 3, sama ger um løgmaður ella landsstýrismaður annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur onga ávirkan á rættin til slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, um hann fær løn ella eftirløn sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingsmaður, løgtingsmaður, løgtingsformaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.
    Stk. 2. Hevur løgmaður ella landsstýrismaður rætt til egineftirløn sum løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, og egineftirlønin úr landsstýrinum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda. Hevur eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður lønarinntøku í starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í pkt. 1, kann samlaða lønin og eftirlønin ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin úr landsstýrinum verður í tí føri sett niður, sum ásett í pkt. 1.
    Stk. 3. Hevur eftirlivandi hjúnafelagin eftir løgmann ella landsstýrismann rætt til hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevur verið løgtingsmaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella úr statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins, og verður eftirlønin úr landsstýrinum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda."

  11. Eftir § 4a verður sett:
  12. "§ 4b. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir § 8, jvb. § 2 og § 12, stk. 4, er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.
    Stk. 2. Verður løgmaður ella landsstýrismaður aftan á fráfaringina óarbeiðsførur og fær rætt til fyritíðarpensjón, verður eftirlønin útgoldin frá sama mundi, sum fyritíðarpensjónin verður útgoldin."

  13. § 5 verður orðað soleiðis:
  14. "§ 5. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi. Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin, verða hesar goldnar eftir tænastumannaeftirlønarlógini, lógini um samsýning og eftirløn løgtingsmanna ella fólkatingsvallógini."

  15. § 6 verður strikað.
  16. § 7 verður orðað soleiðis:
  17. § 7. Samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið í § 1 verða útgoldin við 1/12 um mánaðin frammanundan frá tí degi, løgmaður ella landsstýrismaður hevur tikið við starvinum, til tann mánaðurin er úti, hann fer frá."

  18. Í § 8 verður sett sum stk. 2:
  19. Stk. 2. Ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í lóg um tænastumannaeftirlønir er eisini galdandi fyri javning av eftirlønum eftir hesi lóg."

  20. § 10 verður orðað soleiðis:
  21. § 10. Verður tænastumaður valdur til løgmann ella landsstýrismann, hevur hann rætt til farloyvi úr starvi sínum uttan miss í lønaraldri, um hildið verður, at embætið tolir tað.
    Stk 2. Løgmaður og landsstýrismenn hava rætt til farloyvi í sambandi við barnsburð og ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri tænastumenn.
    Stk. 3. Farloyvi eftir stk. 2 ber ikki í sær frádrátt í samsýning eftir § 1, stk. 1, og eftirlønaraldri."

  22. § 11 verður strikað.
  23. Sum nýggj § 12a verður sett:
  24. "§ 12a. Fyri fyrrverandi løgmenn og landsstýrismenn, sum hava krav upp á eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi, galda reglurnar í tænastumannalógini § 37 fyri hesar eftirlønir."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri løgmann og landsstýrismenn, sum tóku sæti 15. mai 1998 ella eftir henda dag. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

Almennar viðmerkingar

Eftirløn til løgmann og landsstýrismenn hevur í høvuðsheitum verið eftir tænastumannaeftir-lønarlógini. Talan hevur verið um egineftirløn, hjúnafelagaeftirløn, barnaeftirløn og eftirsitiløn. Egineftirlønin er ásett eftir, hvussu leingi løgmaður ella landsstýrismaður hevur havt sæti í landsstýrinum og hvør samsýningin var, tá ið hann legði frá sær.

Egineftirlønin hevur verið útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at løgmaður ella landsstýrismaður hevur fylt 67 ár. Hann hevur tó ikki fingið eftirløn, um hann framvegis hevur fingið samsýning sum landsstýrismaður ella løgmaður.

Hjúnafelagið eftir løgmann ella landsstýrismann hevur fingið eftirløn, sum hevur verið partur av eftirlønini, løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevði vunnið sær.

Samsýning og eftirløn løgtingsmanna varð broytt við Ll. nr. 12 frá 18. februar 1999. Hetta hevur borið m.a. í sær, at nú ber til hjá løgtingsmanni at vinna sær eftirløn frá fleiri tænastumanna- ella tænastumannalíknandi setanum. Hann kann tó ikki samanlagt fara upp um hægstu egineftirløn, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Til ber eisini hjá honum at fara frá sum 60 ára gamal undir øðrum treytum, enn fyrr, og eisini eftir øðrum treytum enn tænastumenn.

Skal samsvar vera millum lógirnar um samsýning løgtingsmanna og samsýning landsstýrismanna, ber broytingin í lógini um samsýning løgtingsmanna í sær, at neyðugt er eisini at broyta lógina um samsýning og eftirløn landsstýrismanna.

Løgmaður og landsstýrismenn verða framvegis eftirløntir eftir meginreglunum í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn. Løgmaður og landsstýrismenn fáa eftirløn frá 67 ára aldri, men kunnu, tá ið heilsan bilar, fáa eftirløn áðrenn. Somu ásetingar verða brúktar sum fyri tænastumenn. Afturat tí kunnu teir tó, eins og tingmenn, eisini fáa eftirløn sum 60 ára gamlir eftir øðrum treytum, sí viðmerkingarnar til pkt. 3.

Eftir verandi skipan fáa løgmaður og landsstýrismenn, roknað eftir starvstíð, part av eftirlønini í tí lønarflokki, teir verða samsýntir eftir (ávikavist 40. og 38. lønarflokkur). Henda meginregla verður varðveitt. Tó kundu teir ongantíð fáa meiri enn 75% av hægstu eftirlønini hjá tænastumonnum. Eftir broytingunum kunnu teir nú fáa upp til 100% av hægstu eftirlønini hjá tænastumonnum.

Tá ið lógin um samsýning løgtingsmanna varð broytt, varð eftirlønarprosentið hjá teimum eisini broytt. Skotið verður upp, at eftirlønarprosentini hjá løgmanni og landsstýrismonnum verða ásett á sama hátt, sum fyri løgtingsformannin. Eftirlønin verður hægri, enn hon er í dag, men hildið verður, at rættast er, at løgmaður og landsstýrismenn hava somu eftirlønarskipan, sum løgtingsformaðurin.

Eftir uppskotinum hækka eftirlønirnar í miðal eini 60-70%. Hetta hevur tó ikki ávirkan beinanvegin, ikki fyrr enn teir landsstýrismenn og løgmenn, sum í dag hava sæti í landsstýrinum ella fáa sæti í landsstýrinum seinni, fara frá við eftirløn. At kunna fara frá sum 60 ára gamal í staðin fyri 67 ára gamal, við somu eftirløn, kostar nærum tvífalt, um tú skalt hava somu upphædd mánaðarliga, sum lívlang veiting kundi givið, og talan er um eina tryggingartekniska útrokning.

Á fíggjarlógini fyri 2000 eru játtaðar 600.000 kr. til eftirlønir til løgmenn og landsstýrismenn.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar

Til § 1.

ad pkt. 1. Løgmaður og landsstýrismenn fáa samsýning í 3 til 6 mánaðir eftir, at teir eru farnir frá. Skotið verður upp, at fer løgmaður ella landsstýrismaður í alment starv, áðrenn samsýningin er steðgað úr landsstýrinum, skal samsýningin verða lækkað samsvarandi. Rætt er ikki, at hann fær dupulta løn.

ad pkt. 2. Fyri eftirsitiløn er tann broytingin gjørd, at eftirsitiløn nú eisini verður goldin til hjúnafelaga, sum situr eftir fyrrverandi løgmann ella landsstýrismann, sum fekk eftirløn, tá ið hann doyði. Hetta er eisini galdandi fyri tænastumenn. Í galdandi lóg stendur, at børn hava rætt til eftirsitiløn, til tey eru 18 ár. Í løgtingslógini um tænastumannaeftirløn hava børnini rætt til eftirsitiløn, til tey eru 21 ár. Víst verður til greinarnar í løgtingslógini um tænastumannaeftirlønir, so børn eftir løgmann og landsstýrismann hava sama rætt, sum børn eftir tænastumann.

ad pkt. 3. Henda greinin snýr seg um eftirlønarrætt hjá løgmanni og landsstýrismonnum. Eftirlønarskipanin er gjørd við grundarlagi í tænastumannaeftirlønini. Høvðusreglan er tann, at løgmaður ella landsstýrismaður skal hava havt sæti í landsstýrinum í minst 1 ár tilsamans, og at eftirlønin kemur til útgjaldingar, tá ið fyrrverandi løgmaður ella landsstýrismaður fyllir 67 ár. Undantak er tó gjørt í § 4b.

Í 2. stk. verða gjørd tvey undantøk frá høvuðsregluni um 67 ár. Tað fyrsta er, at løgmaður ella landsstýrismaður kann fáa eftirløn frá 60 ára aldri, um so er, at aldur hansara + tað dupulta áramálið, hann hevur havt sæti á tingi og í landsstýrinum, eru 95 ár ella meira. Sum dømi um hetta kann nevnast, at landsstýrismaður er 57 ár, tá ið hann fer úr landsstýrinum. Hann hevur havt sæti á tingi og í landsstýrinum í tilsamans í 19 ár. Aldur + 19*2= 57 + 38 = 95 ár, og hevur hesin tingmaður so rætt til eftirløn, tá ið hann verður 60 ár. Hitt undantakið er, at løgmaður kann veita fráfarnum løgmanni ella landsstýrismanni eftirløn, tá ið hann er 60 ár, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Í stk. 3 verður ásett, hvussu løgmaður og landsstýrismaður forvinnur eftirlønaraldur. Eftirlønin er í mesta lagi 60% av eftirlønargevandi lønini í ávikavist 40. og 38. lønarflokki. 60% fær løgmaður ella landsstýrismaður, sum hevur sitið í sessinum í 8 ár ella meira, og verður eftirlønin fyri hvørt árið roknað sum %partur av lønini í ávikavist 40. og 38. lønarflokki. Prosentini eru 9 fyri hvørt árið tey fyrstu 4 árini og síðan 6% fyri hvørt árið. Meginreglan er tann sama sum í tænastumannalógini, tó tekur tað bara 8 ár at koma upp á 60%. Hjá einum tænastumanni tekur tað 37 ár.

Í stk. 4 er ásett, at løgmaður ella landsstýrismaður, sum er undir 67 ár og fær eftirløn, fær eitt ávíst ískoyti, sum er 1/8 av grundupphæddini av fólkapensjónini. Hetta kemst av broytingini, sum í 1997 er gjørd í tænastumannaeftirlønarlógini, har samskipanarfrádráttur við sosialar pensjónir var tikin av fyri tænastumannapensjónir. Tænastumannapensjónir vórðu m.a. lækkaðar, tí samskipanarfrádrátturin var burtur, men førdi hetta við sær, at tænastumenn undir 67 ár fingu munandi minni í eftirløn enn áðrenn broytingina, tí hetta ískoyti.

Í stk. 6. verður ásett, at eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður, sum aftur fær sæti í landsstýrinum, missir eftirlønina, meðan hann er løgmaður ella landsstýrismaður.

ad pkt. 4. Í hesi grein verður ásett, hvussu hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann fær eftirløn. Á sama hátt sum við sjálvari eftirlønini, er tað gjørt eftir tænastumannaeftirlønarlógini. Sum sæst, er fyrsta treytin at fáa hesa eftirløn, at talan er um eitt hjúnalag, og hetta hjúnalag er komið í lag innan ávísa tíð. Tað er ikki treyt, fyri at hjúnafelagi fær eftirløn, at løgmaðurin ella landsstýrismaðurin fekk eftirløn útgoldna, tá ið hann doyði. Treytin er, at hann hevur forvunnið sær rætt til eftirløn, t.e. verið løgmaður ella landsstýrismaður í minst eitt ár og er deyður. Eftirlønin er 74% av tí eftirløn, sum deyði løgmaðurin ella landsstýrismaðurin hevði havt fingið, um hann náddi tann eftir hesi lóg ásetta eftirlønaraldur eftir § 3. Fær løgmaður ella landsstýrismaður eftirløn, tá ið hann doyr, fær hjúnafelagin somuleiðis 74% av eftirlønini. Í stk. 3 fær hjúnafelagi undir 67 ár somu viðbót, sum fyrrverandi løgmenn og landsstýrismenn, sí viðmerking til § 3, stk. 4. Stk. 4 tryggjar, at giftir løgmaður ella landsstýrismaður seg ungari konu ella ungum manni, so verður eftirlønin hjá hesum hjúnafelag skerd nakað, um aldursmunurin er sera stórur. Sama regla er galdandi fyri tænastumenn. Í stk. 6 er ásett, at hjúnafelagi, sum hevur verið einkja ella einkjumaður eftir meiri enn ein løgmann ella landsstýrismann, bara fær ta hægstu eftirlønina.

ad pkt. 5. Her verður ásett, hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti ávirka, og hvørji ikki ávirka rættin til egineftirløn og hjúnafelageftirløn. Løgmaður og landsstýrismenn kunnu forvinna sær rætt til eftirløn í fleiri størvum, sum geva rætt til tænastumannaeftirløn, tænastumannalíknandi eftirløn og eftirløn eftir hesi lóg. Reglurnar um hetta eru ásettar í stk. 1. Í stk. 2 og 3 eru settar avmarkingar fyri støddini á hesum lønum og eftirlønum. Løgmaður ella landsstýrismaður, sum hevur vunnið sær rætt til eftirløn sum løgmaður ella landsstýrismaður og eisini hevur vunnið sær rætt til eftirløn í einum ella fleiri av teimum í stk. 2 nevndu størvum, hevur rætt til eftirløn úr øllum størvunum. Ein avmarking av samlaðu eftirlønarupphæddini er tó ásett, so samlaða eftirlønin í mesta lagi kann vera hægsta eftirlønin, sum fáast kann eftir tænastumannalógini. Hægsti flokkur í tænastumannalógini er 40. lønarflokkur, og hægsta eftirlønin sambært hesum flokki er í løtuni knappar 26.000 kr. um mánaðin. Fer samlaða eftirlønin upp um hesa upphædd, verður eftirlønin úr landsstýrinum lækkað. Um eftirløntur løgmaður ella landsstýrismaður fær løn úr einum av teimum í stk. 2 nevndu størvum, verður eftirlønin eisini lækkað, um løn + eftirløn fara upp um hægstu eftirlønargevandi løn í 40. lønarflokki í tænastumannalógini, sum í løtuni er góðar 43.000 kr. um mánaðin. Hægsta eftirlønin, hjúnafelagi eftir løgmann ella landsstýrismann kann fáa, er góðar 19.000 kr. um mánaðin.

ad pkt. 6. Í hesi grein verður givin heimild til, at løgmaður ella landsstýrismaður, sum í útinnanini av løgmans- ella landsstýrismannaarbeiðinum kemur so álvarsliga til skaða, at hann verður óarbeiðsførur soleiðis, at tað gevur rætt til endurgjald eftir lóg um vanlukkutrygging, fær eftirløn, sum um hann hevði havt sæti í landsstýrinum í meira enn 8 ár. Hetta er ikki galdandi, um hann av ósketni ella í fyllskapi hevur verið sær úti eftir løstinum. Hjúnafelagi hevur eisini rætt til hægstu hjúnafelagaeftirløn, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður doyr av skaðanum, hann fekk. Í stk. 2 er ásett, at ásetingarnar í stk. 1 eisini eru galdandi, um løgmaður ella landsstýrismaður, eftir at hann er farin frá, verður óarbeiðsførur og fær rætt til almenna fyritíðarpensjón.

ad pkt. 7. Í hesi grein er ásett, at reglurnar um barnaeftirløn og barnaeftirlønarískoyti eru eftir somu reglum, sum hjá tænastumonnum. Hetta ber í sær, at um løgmaður ella landsstýrismaður, sum doyr, hevur børn undir 21 ár, fáa børnini barnaeftirløn, sum er um 2.000,- kr. um mánaðin. Eru børnini foreldraleys, er barnaeftirlønin dupult. Fer løgmaður ella landsstýrismaður frá við eftirløn og hevur børn undir 21 ár, fær hann barnaeftirlønarískoyti til børnini verða 21 ár. Barnaeftirlønarískoytið er eisini um 2.000,- kr. um mánaðin.

ad pkt. 8. Samskipanarfrádrátturin, ið var ásettur í § 6, verður strikaður. Hetta kemst av broytingini, sum í 1997 er gjørd í tænastumannaeftirlønarlógini, har samskipanarfrádráttur við sosialar pensjónir var tikin av fyri tænastumannapensjónir.

ad pkt. 9. Ásett er, hvussu samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið, sum ásett er í § 1, verða útgoldin. Broytingin er, at verður landsstýrið ikki skipað fyrsta dag í mánaðinum, verða samsýningar og kostnaðarendurgjald fyrsta mánaðin goldin lutfalsliga. Í galdandi lóg verður einki útgoldið fyrr enn 1. í mánaðinum eftir, at landsstýrið er skipað. Hetta hevur borið í sær, at verður landsstýrið t.d. skipað 4. mai, fáa løgmaður og landsstýrismenn onga samsýning fyrr enn 1. juni.

ad pkt. 10. Í hesum stykki verður ásett, hvussu eftirlønir, eftirlønarískoyti, viðbótin til eftirløntar løgmenn og landsstýrismenn og hjúnafelagaeftirlønir verða javnaðar.

ad pkt. 11. Stk. 1 er næstan sama orðing sum § 10 í galdandi lóg. Tó er strikað, at tænastumaður, sum verður valdur til landsstýrismann, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum uttan miss í eftirlønaraldri. Eftir § 4a í uppskotinum fær hann nú, við ávísum avmarkingum, útgoldna eftirløn í báðum størvum.
Í stk. 2 og 3 verður ásett, at løgmaður og landsstýrismenn hava rætt til barnsburðarfarloyvi eftir somu reglum, sum tænastumenn landsins í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Hetta merkir, at kvinnuligur løgmaður ella landsstýrismaður fær farloyvi við samsýning í 24 vikur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Mannligur løgmaður og landsstýrismaður kann fáa farloyvi í upp til 14 dagar við ongari samsýning og við ongum missi í eftirlønaraldri.

ad pkt. 12. Ásetingin um, at tíðin fyrrverandi landsstýrismenn hava fingið bíðipening sum landsstýrismenn, skal verða drigin frá í eftirlønaraldri, verður strikað. Hetta verður gjørt fyri at fáa samsvar við lógina um eftirløn til løgtingsmenn.

ad pkt. 13. Lógin er ikki galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum eru farnir úr landsstýrinum. Bæði teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, og teir, sum hava eitt útsett krav uppá eftirløn. Tænastumanneftirlønarlógin varð broytt við gildi frá 1. januar 1997. Eftirlønarútrokningin verður nú gjørd á ein heilt annan hátt enn í lógini, sum var galdandi, tá lógin um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m. varð gjørd í 1993, og ber hetta í sær, at eftirlønirnar til løgmenn og landsstýrismenn, sum verða eftirløntir frameftir, koma at minka munandi sum frálíður. Tænstumannaeftirlønirnar minka eisini, men eru gjørdar skiftisreglur hesum viðvíkjandi. Skotið verður tí upp, at skiftisreglan í § 37 í tænastumannalógini verður galdandi fyri eftirlønir hjá fyrrverandi løgmonnum og landsstýrismonnum, og merkir hetta, at eftirlønin verður tann sama, sum hon er í dag.

ad § 2. Broytingarnar koma í gildi dagin eftir, at lógin er lýst. Broytingarnar eru galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum vórðu valdir í landsstýrið 15. mai 1998, og teir, sum koma at hava sæti í landsstýrinum frameftir.
Lógin er ikki galdandi fyri løgmenn og landsstýrismenn, sum eru farnir úr landsstýrinum. Bæði teir, sum fáa eftirløn eftir higartil galdandi lóg, og teir, sum hava eitt útsett krav uppá eftirløn.

1. viðgerð 24. mars 2000. Málið beint í serliga nevnd.

Á tingfundi 28. mars 2000 var nevnd vald, mannað við formansskapinum og einum limi úr hvørjum flokki á tingi. Fyri Tjóðveldisflokkin Finnur Helmsdal, Fólkaflokkin Jógvan á Lakjuni, Javnaðarflokkin Jóannes Eidesgaard, Sambandsflokkin Lisbeth L. Petersen, Sjálvstýrisflokkin Sámal Petur í Grund og Miðflokkin Jenis av Rana.

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15 stk. 3, tí at málið ikki var liðugt viðgjørt tá ið tingsetan endaði á ólavsøku.