Innnskjótaratrygdargrunnur

 

91  Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 4. mars , legði Karsten Hansen , landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongaliga fyriskipan um ígildissetan av lóg nr. 415 frá 26. juni 1998 "om en garantifond for indskydere og investorer".

Viðmerkingar:

Lógin um ein innsetaratrygdargrunn "lov nr 367 af 14. juni 1995 om en indskydergarantifond" er sett í gildi í Føroyum við anordning nr. 754 af 15 september 1995. Í Danmark er hon nú avloyst av "lov nr 415 af 26. juni 1998 om en garantifond for indskydere og investorer ". Orsøkin er EF direktiv 97/9EF frá 3. mars 1997 um peningaíleggjaratrygdarskipanir, sum áleggur limalondunum umframt at hava trygdarskipanir fyri innsetara í peningastovnar eisini at seta í gildi trygdarskipanir fyri peningaísetara uppá 20.000 ECU.(ca. 150.000 kr.)

Endamálið við lógini er at fáa eina samlaða trygdarskipan í somu lóg fyri innsetara og peningaíleggjara í kredittstovnum, her undir peningastovnum, realkredittstovnum, Finansieringsinstituttet for Industri og Håndværk og Fondsmeklarafeløgum soleiðis, at eisini kontantir pengar og virðisbrøv kunnu verða tryggjað í førum við fíggjartrupulleikum fyri íløgufeløg v. m.

Kredittstovnar, herundir peningastovnar, realkredittstovnar, Finansieringsinstituttet for Industri og Håndværk og Fondsmeklarafeløg verða í lógini undir einum kallað íløgufeløg sambært definitiónini um íløgudirektivið.

Talan er sostatt ikki at broyta støðuna hjá teimum, sum vóru umfatað av lógini um innsetaratrygdargrunn, men at víðka trygdina til eisini at umfata peningaíleggjara við nýggju lógini.
Roynt verður at javnseta ein peningaíleggjara og eina innsetaratrygdarskipan og verða tí ásetingarnar í verandi lóg um innsetaratrygdargrunn víðkaðar til at umfata ein størri bólk av stovnum og peningaíleggjarum.
Hildið verður, at brúkararnir soleiðis fáa eina frammanundan kenda og gjøgnumskygda skipan at halda seg til.

Nýggja lógin hevur við sær, at innskot, herundir pengar, verða tryggjað á sama hátt sum higartil eftir galdandi lóg um ein innsetaratrygdargrunn, men herafturat verða virðisbrøv undir gjøllari treytum, og um tey eru ogn hjá einum peningaíleggjara, tryggjað við mótvirði av 20.000 ECU, um tey ikki kunnu afturhandast peningaíleggjarum.
I realkredittstovnum og fondsmeklarafeløgum vil peningaíleggjari sum nakað nýtt sambært reglunum í lógini verða tryggjaður við upp til 300.000 kr. á sama hátt sum í peningastovnum, um ikki íløgufeløg kunnu afturgjalda peningin hjá peningaíleggjaranum, og mótvirðið av 20.000 ECU, um ikki virðisbrøvini kunnu afturhandast peningaíleggjarum til somu treytir, sum galda fyri peningastovnar.

Endamálið við íløgutrygdardirektivinum er at tryggja, at tann innari marknaðurin í ES kann fremjast fult út og virka nøktandi á fíggjarøkinum.

Íløgutrygdardirektivið er eitt í røðini av ES-direktivum, sum hava til endamáls at gera fíggjarmarknaðin tryggari, og verður lóggivið sambært direktivunum í øllum limalondunum og í flestu førum í teim londum, sum hava avtalur við ES.
Talan er sostatt um londini rundan um okkum, og sum vit vanliga samanlíkna okkum við.

Í Føroyum hevur tað alstóran týdning, at føroyski fíggjarmarknaðurin, t.v.s. innsetarar og peningaíleggjarar, eru eins væl tryggjaðir og í londumun rundan um okkum, og er hesin spurningur serstakliga aktuellur í løtuni, nú arbeitt verður við at seta á stovn ein virðisbrævamarknað í Føroyum.

Umsiting: Umsitingin av nýggju lógini skuldi ikki verið stórvegis annarleiðis enn av gomlu lógini.

Kostnaður: Landskassin rindar einki til innsetaratrygdargrunnin.
Tað er ásett í lógini, at grunnurin skal hava eina ogn upp á 3,2 mia. kr.
Peningastovnarnir rinda eftir stødd, tað er eftir, hvussu stórt tryggjaða nettoinnskotið er.
Tað er leiðslan í grunninum, sum ásetir, hvussu skyldan mótvegis trygdargrunninum kann býtast upp í kontantgjald og veðhald. Føroysku peningastovnarnir tilsamans hava goldið íalt umleið 5 milliónir krónir gjøgnum árini, síðan lógin kom í gildi í 1988.
Upphæddin verður ásett í mun til, um grunnurin hevur nokk av peningi ella ikki.
Inngjøldini vóru fyrstu árini.
Nú í nógv ár eru eingir peningastovnar farnir á húsagang og gjaldið er lítið ella einki í løtuni. Onkuntíð seinastu árini hava peningastovnarnir fingið pening aftur.

Veðhaldini mótvegis grunninum eru tilsamans umleið 15 milliónir krónir.

Verri er at meta um íløgufeløgini. Her hava vit ongar royndir og vita ikki, hvussu føroyski marknaðurin kemur at síggja út. Men eisini í hesum føri verður goldið eftir stødd.

Uppskotið er gjørt í samarbeiði við umboð fyri Landsbankan, Føroya Banka og Føroya Sparikassa.

Gjøllari almennar viðmerkingar og viðmerkingar til tær einstøku greinarnar finnast í lógaruppskotinum, sum er hjálagt.

Broytingar:

  1. Í § 23, stk. 3, verður ásett, at feløg v.m. kunnu revsast við bót. Danska lógin hevur tilvísing til kap. 5 í revsilógini, men er kap. 5 ikki galdandi í Føroyum.
  2. § 25 er ikki tikin við, tí "ligningsloven" er føroykt málsøki. Ein bólkur á Toll- og Skattstovu Føroya arbeiðir við at broyta skattalógina, og tá verða reglurnar um skatting av peningi frá trygdargrunninum fyri innsetara og peningaíleggjara settar í gildi í føroysku skattalógini.
  3. Gildiskoman er ásett at vera dagin eftir, at fyriskipanin er kunngjørd í Kunngerðablaðnum.

Hjálagt er:

Skjal 1. Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov nr. 415 af 26. juni 1998 om en garantifond for indskydere og investorer.
Skjal 2. Sjálv lógin: Lov nr. 415 af 26. juni 1998 om en garantifond for indskydere og investorer.
Skjal 3. Uppskot til lógina: L.41: Forslag til lov om en garantifond for indskydere og investorer.
Skjal 4. Framløguskriv frá danska búskaparmálaráðharranum Marianne Jelved.
Skjal 5. EUROPA-PARLAMENTETS og RÅDETS DIREKTIV 94/19/EF af 30. maj 1994 om indskudsgarantiordninger og
Skjal 6.  EUROPA-PARLAMENTETS og RÅDETS DIREKTIV 97/9/EF af 3. marts 1997 om investorgarantiordninger.

1. viðgerð 21. mars 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 11. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. mars 2000 og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2000 beint í fíggjarnevndina.

Málið er viðgjørt saman við løgtingsmálunum nr. 92/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg og nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber", og hava øll trý málini fingið somu viðgerð.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og umboð fyri Landsbanka Føroya, Føroya Sparikassa og Føroya Banka, sum hava gjørt uppskotini saman við fíggjarmálastýrinum.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Heini O. Heinesen, Jógvan Durhuus, og Sámal Petur í Grund) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at hesi málini vórðu framløgd í evstu løtu, áðrenn framløgufreistin var úti, at málini eru sera umfatandi og tekniskt fløkt, soleiðis at trupult er at fáa tað neyðuga innlitið í málini. Taka vit øll trý undir einum, er talan um 476 síður, harav 471 hava danskan tekst.

Eisini vísir minnilutin á, at sambært heimastýrislógini eru tað donsk málsøki, sum hesi ríkislógartilmælini snúgva seg um. Talan er um lóggávu á sera fløktum øki, sum krevur sera nógv og gott innlit í málsøkið, um talan skal verða um neyva og skilagóða viðgerð. Tað tykist minnilutanum løgið, at uppskotini til kgl. fyriskipan ikki eru gjørd av ábyrgdarhavandi danska myndugleikanum ella í minsta lagi hava verið til ummælis hjá teimum.

Hesum bera uppskotini eisini brá av. Viðmerkingarnar til tær einstøku greinarnar eru ikki hjálagdar uppskotunum til kgl. fyriskipan, men hinvegin er ein rúgva av avritum av ymiskum donskum tilfari hjálagt málunum í slíkum formi, at sera trupult er at fáa greiði á, hvat alt hetta snýr seg um. Minnilutin roknar við, at tá málini eru avgreidd frá Løgtinginum, fara embætisfólk á viðkomandi donsku ráðharrastovu at greiða málini upp og at fyrireika ríkislógirnar, áðrenn hesar verða kunngjørdar. Soleiðis fær Løgtingið ongantíð vissu fyri, hvat endaliga kemur at standa í kunngjørdu lógunum.

Sambært viðmerkingum og útsagnum frá landsstýrinum er orsøkin til, at uppskotini til kgl. fyriskipan ikki eru gjørd av ábyrgdarhavandi myndugleika, tann, at málini hava so nógvan skund, at ikki kann bíðast eftir hesum. Minnilutin heldur ikki, at hendan grundgevingin er nóg góð og endurtekur, at hetta bert førir við sær, at danskir myndugleikar skulu gjøgnumganga uppskotini, eftir at tey eru samtykt á Løgtingi, og síðani gera rættingar í teimum.

Hetta, at hesi trý ríkislógarmálini verða skundað í gjøgnum Løgtingið nú, gevur onga trygd fyri, at ríkislógirnar koma í gildi beinanvegin. Síðani stýrisskipanarlógin fekk gildi 29. juli 1995, hevur Løgtingið samtykt 33 ríkislógartilmæli. Av hesum eru átta ríkislógir enn ikki settar í gildi. Tvær av teimum eru frá juni 1996, tríggjar eru frá juni 1997, og hinar tríggjar eru frá ávikavist februar, apríl og november í 1999. Hetta kemst av, at ríkislógirnar framvegis liggja og bíða eftir gjøgnumgongd á viðkomandi donsku ráðharrastovu, og eingin ivi kann vera um annað enn tað, at hesar tríggjar ríkislógirnar fáa somu lagnu.

Tað hevði verið rættari, at danska gjøgnumgongdin fór fram áðrenn framløguna í Løgtinginum, soleiðis at tað ikki gerst neyðugt at rætta í teim lógum, sum Løgtingið hevur samtykt. Minnilutin mælir staðiliga til, at hetta verður gjørt nú beinanvegin, og at málini verða løgd fyri Løgtingið av nýggjum, tá nýtt løgtingsár byrjar á ólavsøku 2000.

Út frá hesum viðmerkingum kann minnilutin (Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) ikki taka undir við málunum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotini hjá landsstýrinum í løgtingsmálunum nr. 91, 92 og 93.

2. viðgerð 13. apríl 2000. Ríkislógartilmæli samtykt 17-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0009/2000