Íløgufeløg - serfeløg

 

92  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000,  4. mars, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg og serfeløg 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot til kongliga fyriskipan um ígildissetan av lóg nr. 476 frá 10. juni 1997 "om investeringsforeninger og specialforeninger", sum broytt við lóg nr. 1053 frá 23. desember 1998, jbr. lógarkunngerð nr. 298 frá 1. mai 1999.

Viðmerkingar

Búskapareindir, sum hava fíggjaruppsparing, hava somuleiðis ein íløgutørv. Peningurin skal plaserast á einhvønn hátt, tað verið seg á innlánskonto í peningastovni, á eftirlønarkonto í tryggingar- ella peningastovni, í lánsbrøv, fasta ogn ella okkurt annað. Uppsparingin kann vera langfreistað ella stuttfreistað.

Teir íleggjarar, sum ynskja at gera seg galdandi á føroyska eginpeningsmarknaðinum, mugu hava langfreistaða uppsparing, tí plasering í partabrøv sum heild eigur at verða roknað sum langfreistað plasering. Um íleggjari hevur gjørt íløgu í føroysk partabrøv við tí í huga at selja tey aftur eftir stuttari tíð, er vandin fyri tapi stórur, tí marknaðarvirðið á partabrøvum er meiri skiftandi enn á til dømis lánsbrøvum og ikki minst innlánum. Serliga viðbrekin vil ein lítil marknaður, sum ein føroyskur partabrævamarknaður, vera, tí at talið á keyparum er avmarkað.

Um tað eydnast at byggja upp ein vælvirkandi, føroyskan, skipaðan partabrævamarknað, verður í størri mun møguligt hjá íleggjarum at seta pening í partabrøv sum stuttfreistaða íløgu, uttan at váðin gerst lutfalsliga stórur. Ein vælvirkandi partabrævamarknaður er eyðkendur við stórum handli við partabrøvum, og merkir hetta, at lættari verður hjá partabrævaseljarum at finna keyparar til partabrøvini.

Møguleikar fyri at gera kollektivar íløgur í partabrøv gjøgnum íløgufeløg virka eisini fyri, at íløgur í partabrøv í størri mun kunnu roknast sum styttri plaseringar.

Stórur partur av uppsparingini í samfelagnum er hjá húsarhaldum og fyritøkum. Her er oftast talan um lutfalsliga smáar íleggjarar, og teir vilja hvør sær hava trupult við at spjaða tapsvandan í samband við partabrøv. Fyri at minka um kunningarkostnað, handilskostnað og tapsvanda kundu smáu íleggjararnir í Føroyum fingið møguleika at framt íløgur í partafeløg um íløgufeløg (investeringsforeninger). Hesi feløg virka eftir væl skipaðum reglum í flest øllum londum í vesturheiminum, men ikki í Føroyum.

Íløgufeløg kunnu allýsast sum feløg, ið frá einum størri skara av privatpersónum, fyritøkum og øðrum taka ímóti peningi til at gera íløgur í virðisbrøv, mest børsnoterað, við eini grundreglu um váðaspjaðing. Felagsformurin tryggjar, at íleggjast kann í vandamerkt pappír uttan at váðin hjá tí einstaka liminum í felagnum økist.

Til limirnar gevur íløgufelagið út íløguprógv fyri innskotna peningin, á sama hátt sum partafelag gevur út partabrøv. Tann, sum eigur ein part av ogn felagsins, er limur. Íløgufelagið skal, tá ein limur krevur tað, loysa út hansara part av ogn felagsins við peningi av fíggjarognini.

Limur í íløgufelagnum er, sum sagt, ein og hvør, sum eigur ein part av ogn felagsins, og allir partar hava somu rættindi. Tó kann tað í viðtøkunum ásetast, at eingin má hava fleiri enn so og so nógvar atkvøður á aðalfundi.

Sum so hava limirnir ikki annað til felags enn áhugan fyri í felag at spjaða váða, og við givnum váða í samband við íløgurnar hjá felagnum at fáa størst møguligan vinning.

Limirnir í donsku íløgufeløgunum eru ofta smáspararar, men seinnu árini hava stórir íleggjarar í størri og størri mun eisini víst áhuga. Hesir eru td. tryggingarfyritøkur og eftirlønargrunnar, sum við ávísum deildum hjá íløgufeløgunum kunna fara inn á íløguøki, har teir ikki sjálvir hava neyðuga servitan.

Hugsjónin aftan fyri íløgufeløg er, at fleiri smáir íleggjarar saman virka sum ein stórur íleggjari. Á tann hátt fæst váðaspjaðing, sum kemur einstaka liminum til góðar. Eisini fæst ein professionell røkt av uppsparingini, tí í felagnum hópast upp vitan og førleiki til tess, ikki minst tá um útlendsk partabrøv og onnur útlendsk virðisbrøv ræður, og tann einstaki sparir kostnað til bæði kurtagu og goymslugjald (depotgebyr).

Harumframt er lætt og skjótt at koma inn og fara út sum limur, tí felagið hevur skyldu til beinanvegin at loysa út prógvið, tá ein limur biður um tað.

Hesi viðurskifti hava týdning fyri smáspararan, tí einsamallur kann hann langt frá fáa somu váðaspjaðing. Eisini er tað dýrari hjá honum í gjøldum sjálvur at fremja íløgurnar, og tað kann lættliga koma at taka langa tíð at selja partabrøvini, um hann hevur tey sjálvur.

Uppsparing í Føroyum kann greinast út á ymsar búskaparsektorar. Hesir sektorar eru td. einstaklingar, fyritøkur, tryggingarfeløg og almennir stovnar. Størsti parturin av hesum peninginum var tó uppsparing hjá einstaklingum og hjá fyritøkum. Hetta merkir, at uppsparing í stóran mun er ogn hjá lutfallsliga smáum búskapareindum, sum hvør sær kunnu hugsast at hava stórar trupuleikar sum íleggjarar á partabrævamarknaðinum.

Trupulleikarnir hjá hesum smáu íleggjarum snúgva seg serliga um trupulleikar við

Í ávísan mun kann hugsast, at privatpersónar og fyritøkur hvør sær kunnu gera seg galdandi á einum skipaðum partabrævamarknaði í Føroyum, men ynskiligt hevði verið, um hesir íleggjarar eisini kundu framt íløgur í partabrøv hjá fyritøkum við at keypa lutabrøv í íløgufeløgum og partabrøv í framtaksfeløgum.

Íløgufeløg eru vanliga passivir eigarar í fyritøkum, samstundis sum framtaksfeløg oftast ynskja beinleiðis ávirkan á fyritøkuna, sum íløga er gjørd í. Her er talan um slag av íleggjarum, sum kunna hava stóran týdning fyri at fáa ein partabrævamarknaða í Føroyum at virka.

Íløgufeløg finnast, sum er, ikki í Føroyum, men um "Lov om Investeringsforeninger og specialforeninger" verður sett í gildið fyri Føroyar, kundu peningastovnar og aðrir stovnsett slík íløgufeløg. Íløgufeløg hava ein sera avgerandi leiklut í uppbyggingini av einum føroyskum partabrævamarknaði við at økja um útboðið av partabrøvum og við at økja um handilsmongdina.

Umsitingingin: Tað verður ikki stórvegis umsiting av lógini burtur frá at dagføra lógina.

Kostnaður: Landskassin hevur ikki útreiðslur av lógini burtursæð frá umsitingini.

Uppskotið er gjørt í samarbeiði við umboð fyri Landsbankan, Føroya Banka og Føroya Sparikassa.

Nærri greinaðar almennar viðmerkingar eins og viðmerkingar til tær einstøku greinarnar eru í viðmerkingunum til uppskotið, sum er hjálagt.

  1. Í § 5: Navnaásetingin kann eisini vera føroysk
  2. Í § 6, stk. 1, verður " erhvervs- og selskabsstyrelsen" broytt til "Skráseting Føroya"
  3. Í § 6, stk. 5, verður " erhvervs- og selskabsstyrelsen" broytt til "Skráseting Føroya"
  4. Í § 42, stk. 1, verður " erhvervs- og selskabsstyrelsen" broytt til "Skráseting Føroya" 2 ferðir.
  5. Í § 59, stk. 1, nr. 3 verður aftaná "dansk fast ejendom" sett "eller færøsk fast ejendom".
  6. Í § 72 skal eftir "en dansk" standa "eller færøsk"
  7. Í § 76, stk. 1, verður " erhvervs- og selskabsstyrelsen" broytt til "Skráseting Føroya".
  8. Í § 84 verður " erhvervs- og selskabsstyrelsen" broytt til "Skráseting Føroya".
  9. Í § 85 verður " erhvervs- og selskabsstyrelsen" 2 ferðir broytt til "Skráseting Føroya".
  10. Í § 86, stk. 7, verður ásett, at feløg v.m. kunnu revsast við bót. Danska lógin hevur tilvísing til kap. 5 í revsilógini, men er kap. 5 ikki galdandi í Føroyum.
  11. Í § 87 verður gildiskoman ásett.
  12. § 88 verður strikað.
  13. § 89 verður strikað.

Hjálagt er:

Skjal 1 (s. 5). Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lovbekendtgørelse nr. 298 af 1. maj 1999 af lov om investeringsforeninger og specialforeninger.

Skjal 2 (s. 25). Lovbekendtgørelse nr. 298 af 11. maj 1999 om investeringsforeninger og specialforeninger.

Skjal 3 (s. 67). Lov nr. 476 af 10. juni 1997 om investeringsforeninger og specialforeninger

Skjal 4 (s. 87). L 220 .1997. Forslag til Lov om investeringsforeninger og specialforeninger.

Skjal 5 (s. 140). L 220. Framløguskriv hjá danska búskaparmálaráðharranum Marianne Jelved

Skjal 6 (s. 141). Lov nr. 1053 af 23 december 1998 om ændring af lov om fondsmæglerselskaber og lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt ophævelse af lov indeholdende indskrænkninger i adgangen til omsætning af præmieobligationer m. m.

Skjal 7 (s. 148). L. 29. 1998. Forslag til lov om ændring af lov om fondsmæglerselskaber og lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt ophævelse af lov indeholdende indskrænkninger i adgangen til omsætning af præmieobligationer m. m.

Skjal 8 (s. 170). L 29. Framløguskriv hjá danska búskaparmálaráðharranum Marianne Jelved

Skjal 9 (s. 171). Rådets direktiv af 20. december 1985 om samordning af love og administrative bestemmelser om visse institutter for kollektiv investering i værdipapirer (investeringsinstitutter) (85/611/EØF)

Skjal 10 (s. 186). Rådets direktiv af 22. marts 1988 om ændring, for så vidt angår visse investeringsinstitutters investeringspolitik, af direktiv 85/611/EØF om samordning af love og administrative bestemmelser om visse institutter for kollektiv investering i værdipapirer (investeringsinstitutter) (88/220/EØF).

1. viðgerð 21. mars 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 11. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 4. mars 2000 og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2000 beint í fíggjarnevndina.

Málið er viðgjørt saman við løgtingsmálunum nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer" og nr. 93/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber" og hevur fingið somu viðgerð, sum tey málini. Tí verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í tingmáli nr. 91/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Bjarni Djurholm, Heini O. Heinesen, Jógvan Durhuus og Sámal Petur í Grund) vísir á, at í skjali 1, § 40, verður ásett, at grannskoðarar skulu verða "statsautoriserede" ella "registrerede". Í Føroyum eru ikki "statsautoriserede" grannskoðarar. Hetta er yvirtikið málsøki, og sambært løgtingslóg nr. 120 frá 21. mai 1993 um løgggildar grannskoðarar, hava vit "løggildar grannskoðarar", týtt til danskt "autoriseret revisor". Meirilutin mælir tí til at seta føroyska heiti inn í lógina afturat teimum verandi. Meirilutin tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið við frammanfyri nevndu broyting og setit tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í skjali 1 verður í § 40, stk 1, aftan á "statsautoriseret revisor" sett "autoriseret revisor" (løggildur grannskoðari).

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Víst verður á viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 91/1999.

2. viðgerð 13. apríl 2000. Broytingartilmæli frá meirilutanum í fíggjarnevndini til skal 1, § 40, samtykt 18-12-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 18-0-12. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 26. apríl 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-1-12. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0004/2000