Hópuppsagnir - fráboðan

 

94  Uppskot til  løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð

Ár 2000, 4. mars, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um fráboðan í sambandi við hópuppsagnir

 

Kapittul 1
Øki lógarinnar

§ 1. Lógin er galdandi í sambandi við uppsagnir, sum arbeiðsgevari hevur ætlanir um at fremja av einari ella fleiri orsøkum, sum løntakarin ikki hevur ábyrgdina av, tá talið á teimum, sum ætlanin er at siga upp innan fyri eitt tíðarskeið sum er 30 dagar ella minni, er:

  1. minst 8 fólk í virkjum, har vanliga eru starvssett millum 20 og 50 fólk,
  2. minst 12 fólk í virkjum, har vanliga eru starvssett millum 50 og 100 fólk,
  3. minst 16 fólk í virkjum, har vanliga eru starvssett meira enn 100 fólk.

Stk. 2. Lógin er galdandi uttan mun til, um avgerðin um uppsagnir er tikin av arbeiðsgevaranum sjálvum ella av einum virki við avgerandi ávirkan, sum arbeiðsgevarin er ein partur av.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri:

  1. uppsagnir, sum verða gjørdar innan karmarnar av avtalum um arbeiði, sum eru gjørd fyri ávíst tíðarskeið ella fyri ávísa arbeiðsuppgávu, um hesar uppsagnir ikki verða gjørdar, áðrenn hesar avtalur eru úti ella eru loknar,
  2. uppsagnir av sjómonnum á havgangandi skipum.

Stk. 4. Lógin er ikki galdandi í teimum førum, har arbeiðsgevarin sambært høvuðssáttmála hevur samsvarandi skyldur, sum eftir §§ 6, 7 og 9.
Stk. 5. §§ 7 og 9 eru ikki galdandi fyri uppsagnir, sum verða ávirkaðar av, at virkið steðgar virksemi sínum grundað á rættarúrskurð.
Stk. 6. Ásetingarnar í § 5, stk. 2, og § 6 um skyldu at geva feløgunum fráboðan um ætlaðar uppsagnir eru ikki galdandi fyri uppsagnir, sum verða ávirkaðar av, at virkið steðgar virksemi sínum grundað á rættarúrskurð.

§ 2. Lógin ger ongar broytingar í teimum ásetingum um uppsagnarfreistir, sum ásettar eru í lóg, høvuðssáttmála ella setanaravtalu.
Stk. 2. Lógin viðvíkir ikki teimum arbeiðsrættarligu reglum, sum galdandi eru í sambandi við faklig tiltøk á arbeiðsmarknaðinum.

§ 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur fyri uppgerðini av talinum á løntakarum sambært § 1, stk. 1, og fyri tey atlit, sum skulu takast í sambandi við avgerðina, um talan er um eitt virki sambært hesari lóg.

Kapittul 2
Samráðingarskylda

§ 4. Um arbeiðsgevari hevur ætlanir um at fremja uppsagnir, sum fevndar eru av § 1, skal arbeiðsgevarin so skjótt sum gjørligt taka upp samráðingar við løntakararnar á virkinum ella álitisfólkini, um so er, at slík álitisfólk eru vald á arbeiðsplássinum. Løntakarin ella álitisfólkini kunnu undir samráðingunum hava umboð fyri avvarðandi fakfelag ella fólk við serligum sakkunnleika við sær til samráðingarnar.
Stk. 2. Endamálið við samráðingunum er at fáa í lag avtalu um at sleppa undan ella avmarka tær ætlaðu uppsagnirnar og bøta um fylgjurnar av hesum uppsagnum við at fáa til vega onnur størv ella endurútbúgving til teir løntakarar, sum verða uppsagdir.

§ 5. Arbeiðsgevarin skal í sambandi við samráðingarnar eftir § 4 geva løntakarunum á virkinum ella álitisfólkunum allar upplýsingar, sum kunnu hava týdning fyri málið, og í minsta lagi geva skrivliga fráboðan um:

  1. grundirnar til ætlaðu uppsagnirnar,
  2. talið á løntakarunum, sum eftir ætlan skulu verða sagdir upp, hvørt arbeiðsøki hesir hoyra til, og tað tíðarskeið, sum uppsøgnin ætlandi skal fara fram,
  3. talið á løntakarum, sum vanliga arbeiða á virkinum, og hvønn starvsbólk hesi hoyra til,
  4. hvørt metingarstøði, ætlanin er at brúka í sambandi við, at arbeiðsgevarin skal velja út teir løntakarar, sum eftir ætlan skulu sigast upp, um arbeiðsgevarin ikki sambært lóg ella siðvenju hevur rættindini til at velja metingarstøðið í sambandi við uppsøgn,
  5. um einstakir av teimum løntakarum, sum eftir ætlan skulu sigast upp, hava rætt til serligar samsýningar í sambandi við uppsøgn eftir høvuðssáttmála ella setanarskrivi, og hvussu hendan samsýning verður gjørd upp.

Stk. 2. Arbeiðsgevarin skal samstundis, sum tann í stk. 1 nevnda fráboðan verður latin, senda avrit til avvarðandi fakfeløg og Arbeiðsloysisskipanina.

Kapittul 3
Fráboðan um uppsøgn

§ 6. Um arbeiðsgevarin, eftir at hava samráðst sambært reglunum í § 4 og 5, framhaldandi hevur ætlanir um at fremja uppsagnirnar, sum fevndar eru av § 1, skal arbeiðsgevarin senda avvarðandi fakfelag og Arbeiðsloysisskipanini fráboðan um hesar ætlaðu uppsagnir. Slík fráboðan skal sendast í fyrsta lagi 21 dagar eftir, at samráðingar eru tiknar upp sambært § 4, um annað ikki er nevnt í høvuðssáttmála.
Stk. 2. Fráboðan sambært stk. 1 skal hava allar upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerðina av málinum um ætlaðu uppsagnirnar, og um tær í § 4 nevndu samráðingar, serliga orsøkirnar til uppsagnirnar, talið á løntakarum, sum vanliga arbeiða á virkinum, og tað tíðarskeið, sum uppsagnirnar ætlandi skulu fara fram.
Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal skjótast tilber og í seinasta lagi 10 dagar eftir, at fráboðanin sambært stk. 1 er send, geva avvarðandi fakfelag og Arbeiðsloysisskipanini fráboðan um, hvørji verða uppsøgd. Hesi fólk skulu í seinasta lagi samstundis hava fráboðan um uppsagnirnar.
Stk. 4. Arbeiðsgevarin skal skjótast tilber geva avvarðandi fakfelag fráboðan um endaliga úrslitið av samráðingunum, sum nevndar eru í § 4.
Stk. 5. Arbeiðsgevarin skal samstundis við fráboðanini sambært stk. 1 og stk. 4 senda avrit til allar løntakararnar á virkinum ella álitisfólki teirra, um so er, at slíkt álitisfólk er valt.
Stk. 6. Hesi starvsfólk kunnu senda møguligar viðmerkingar til avvarðandi fakfelag. Avrit av hesari fráboðan til fakfelagið verður sent arbeiðsgevaranum.

§ 7. Uppsagnir, sum fráboðan er givin um smb. § 6, stk. 1, fáa í fyrsta lagi gildi 30 dagar eftir, at fráboðan er send avvarðandi fakfelag og Arbeiðsloysisskipanini, um lóg ella sáttmáli ikki geva løntakaranum longri uppsagnarfreist.

Kapittul 4
Tagnarskylda

§ 8. Løntakararnir á virkinum ella álitisfólkið og tey í § 4, stk. 1, nevndu umboð fyri fakfelagið ella fólk við serligum sakkunnleika, umframt arbeiðsgevarin og hansara umboð, hava ikki rætt til at geva víðari upplýsingar, sum sambært lógini eru givnar í trúnaði.

Kapittul 5
Endurgjald

§ 9. Arbeiðsgevari, sum í sambandi við uppsagnir, sum fevndar eru av § 1, ikki tekur upp samráðingar við løntakaran eftir § 4, ella ikki sendir inn fráboðan til avvarðandi fakfelag og Arbeiðsloysisskipanina eftir § 6, skal gjalda viðkomandi løntakara endurgjald. Hetta endurgjald er fyri hvønn løntakara ein upphædd, sum svarar til løn í 4 vikur frá uppsagnardegnum at rokna, umframt vanligu uppsagnarlønina.

Kapittul 6
Revsireglur

§ 10. Hann, sum ger brot á reglurnar í § 4, 5 og 6, verður sektaður við bót.
Stk. 2. Um lógarbrotið er framt av einum felag, sjálvstýrandi stovni ella tílíkum felagsskapi, kann sektin áleggjast sjálvum løgfrøðiliga persóninum. Um ein kommuna ella kommunalt felag hevur framt lógarbrotið, kann bótin áleggjast kommununi ella kommunala felagnum.

Gildiskoma

§ 11. Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst, og er galdandi fyri uppsagnir, sum ikki endaliga eru fráboðaðar løntakarunum hendan dag.

Almennar viðmerkingar:
Í flestu londum, vit annars samanbera okkum við, eru ymsar lógarásetingar, sum verja løntakaran m.a. í sambandi við uppsagnir. Í hesum føri snýr tað seg um lógir, sum fyriskriva mannagongdina, tá talan er um hópuppsagnir.

Slík lóggáva finst ikki í Føroyum, hóast tað ikki er minni tørvur á tí her, og tí kann ikki drálast longur við at fáa hesi viðurskifti í rættlag hjá okkum. Tí er hetta uppskotið sett fram.

Við hópuppsagnir skilst her, tá ið fleiri løntakarar á sama virki ella stovni verða sagdir upp í einum. Tað kann verða niður í 8, 12 ella 16 løntakarar, alt eftir støddina á virkinum ella stovninum.

Tað var serliga fyrst í nítiárunum, at løntakarar ofta komu illa fyri av hópuppsagnum. Og hópuppsagnir koma enn fyri, bæði á privata og á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær sera álvarsligu avleiðingar, sum slíkar hópuppsagnir vanliga kunnu hava fyri løntakarar og familjur teirra, gera tað neyðugt við lógarásetingum, sum kunnu verja løntakarar í samband við slíkar hópuppsagnir.

Endamálið við hesum lógaruppskoti, sum er orðað við støði í reglum, sum eru galdandi í grannalondum okkara, er at áleggja arbeiðsgevarum skyldu at boða løntakarunum, fakfeløgum teirra og Arbeiðsloysisskipanini frá ætlaðum hópuppsagnum í góðari tíð frammanundan, í minsta lagi 30 dagar. Samstundis skulu samráðingar vera tiknar upp millum partarnar á arbeiðsplássinum, um hvussu møguliga kann sleppast undan uppsagnunum, ella hvussu tær kunnu avmarkast mest møguligt, ella hvussu best kann verjast fyri ringu avleiðingunum av uppsagnunum.

Við fráboðan í góðari tíð fáa allir partar betri møguleikar at royna at loysa teir trupulleikar, ið standast av hópuppsagnum, bæði partarnar á arbeiðsplássinum sjálvum, feløgini og arbeiðsávísingin hjá Arbeiðsloysisskipanini.

Men ikki minst týdning hevur tað, at við lógaruppskotinum fær eisini tann einstaki løntakarin betri tíð og møguleikar at laga seg til broyttu umstøðurnar og ávirka sína egnu støðu.

Nú er tað so, at ein stórur partur av løntakarunum frammanundan í avtalum um setanarviðurskiftini hava uppsagnarfreistir úr 1 upp í 6 mánaðir og enn tá longur enn tað, t.d. fastlønt starvsfólk og tænastumenn. Tí eru hesir bólkar ikki teir, sum mest hava gagn av hesum lógaruppskoti – sjálvt um vit seinastu tíðina hava fingið dømi um, at heldur ikki her virka fráboðanar- og uppsagnarreglur nóg væl í samband við ætlaðar hópuppsagnir.

Tað er hinvegin tann størsti og veikasti bólkurin av løntakarum á arbeiðsmarknaðinum, sum ikki eru tryggjaði við slíkum avtalum um fráboðanar- og uppsagnarreglur, - og her eru tað fyrst og fremst øll tey tímaløntu, sum hava størst gagn og størstan tørv á at lógarfesta tær mannagongdir, sum verða ásettar í hesum lógaruppskoti.

At enda undir almennu viðmerkingunum skal upplýsast, at lógaruppskot líkt hesum varð lagt fram á Føroya Løgting t. 5. mars 1998 av Ingeborg Vinther, løgtingslimi, vegna Verkamannafylkingina. Eftir 1. viðgerð t. 17. mars 1998 varð tað beint í Trivnaðarnevndina. Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval var 30. apríl 1998, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.

Fíggjarligar avleiðingar av lógaruppskotinum
Lúka landið og kommunurnar tey krøv til mannagongdir, sum eru sett í hesum lógaruppskotinum, – og annað eiga vit ikki at vænta, – so standast als ongar fíggjarligar avleiðingar fyri tað almenna av hesum lógaruppskotinum.

Serligar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna á privata arbeiðsmarknaðinum nýtast heldur ikki at væntast, serstakliga tá ið hesar ásettu mannagongdir skjótt gerast ein vanlig siðvenja fyri allar partar.

Viðmerkingar til tær einstøku lógargreinirnar

Viðv. § 1:
Í hesari lógargrein verður ásett, í hvørjum føri uppsagnir koma undir lógarinnar øki, har í stk. 1. m.a. verður ásett, hvat skiljast skal við hópsagnir í lógarinnar týdningi.

Í stk. 2 er ásett, at um talan er um dótturfelag, so skal hetta dótturfelag ikki kunna skjóta seg inn undir, at tað er móðurfelagið, sum hevur álagt dótturfelagnum at fremja uppsagnirnar, og soleiðis sleppa undan at koma inn undir øki lógarinnar.

Í stk. 3 er ásett, at tá talan er um avmarkaða starvssetan ella ávísa serliga arbeiðsuppgávu, ella tá talan er um sjómenn, so er lógin ikki galdandi. Her skal viðmerkjast, at sjómenn koma undir reglurnar í sjómanslógini.

Í stk. 4 verður ásett, at um høvuðssáttmáli áleggur arbeiðsgevara somu skyldur, sum lógin ásetir, so er lógin ikki galdandi fyri hesi viðurskifti.

Í stk. 5 og 6 verður ásett, at um virkið steðgar virksemi sínum grundað á rættarúrskurð, so skulu ávísar lógargreinir ikki vera galdandi.

Viðv. § 2:
Í hesari lógargrein verður í stk. 1 ásett, at lógin ongar broytingar ger í teimum uppsagnarfreistum, sum ásettar eru í lóg, høvuðssáttmála ella setanaravtalu.

Í stk. 2 er ásett, at lógin ikki skal hava nakra ávirkan á tær reglur, skrivaðar ella óskrivaðar, sum annars eru galdandi um faklig tiltøk á arbeiðsmarknaðinum.

Viðv. § 3:
Sambært hesari lógargrein skal landsstýrismaðurin hava heimild til nærri at áseta reglur fyri, hvussu talið á løntakarum, sum nevndir eru í § 1, stk. 1, skal gerast upp, umframt nærri staðfesting av hugtakinum virki í lógarinnar týdningi.

Viðv. § 4:
Sambært hesari grein skal arbeiðsgevarin hava skyldu til skjótast gjørligt at taka upp samráðingar við løntakararnar á virkinum ella álitisfólkini, tá ætlanir eru um at fremja uppsagnir sambært § 1, stk. 1, í lógaruppskotinum.

Eins og tað er í líknandi lóggávu í grannalondum okkara, verður eisini her ásett, at løntakararnir og álitisfólk teirra skulu hava rætt til at hava umboð fyri fakfelag teirra og fólk við serligum sakkunnleika, sum t.d. løgfrøðing ella grannskoðara, við sær til ráðgeving í sambandi við samráðingarnar.

Sum lógargreinin sigur, so er endamálið við hesum samráðingum at fáa í lag avtalu um at sleppa undan ella avmarka tær ætlaðu uppsagnirnar og bøta um tær fylgjur, sum hesar uppsagnir koma at hava fyri løntakaran.

Viðv. § 5:
Í hesari lógargrein verður nærri tilskilað, hvørjar upplýsingar arbeiðsgevarin hevur skyldu til at lata løntakarunum og álitisfólkunum í sambandi við tær samráðingar, sum skulu fara fram sambært § 4.

Týdningarmikið er eisini, at Arbeiðsloysisskipanin fær fráboðan so tíðliga sum møguligt, so at arbeiðsávísingin kann fyrireika seg til møgulig tiltøk.

Í stk. 2 verður ásett, at avvarðandi fakfelag skal hava avrit av teimum upplýsingum, sum løntakararnir fáa. Hetta er neyðugt, tí at fakfelagið, sum skal hava rætt at luttaka í samráðingunum sambært § 4, eisini skal hava innlit í málið á jøvnum føti við sjálvar løntakararnar.

Viðv. § 6:
Í § 6 er ásett tann mannagongd, sum skal nýtast, um so er, at arbeiðsgevarin kortini ætlar at fremja tær fráboðaðu uppsagnirnar.

Í lógargreinini er ásett, at arbeiðsgevarin ikki skal hava rætt at senda nevndu fráboðan fyrr enn í fyrsta lagi 3 vikur (21 dagar) eftir, at samráðingarnar eru tiknar upp sambært § 4, um annað ikki er nevnt í høvuðssáttmála. Endamálið við hesi áseting er at royna at tryggja, at veruligar samráðingar fara fram, tá talan er um slíkar uppsagnir, tí hesar ofta hava stórar menniskjaligar avleiðingar við sær.

Viðv. § 7:
Hildið verður, at tað er rætt at áseta eina minstu uppsagnarfreist, tá talan er um slíkar uppsagnir av fleiri fólkum samstundis.

Viðv. § 8:
Í lógargreinini verður ásett, at tey fólk, sum luttaka í samráðingunum sambært § 5, stk. 1, skulu hava tagnarskyldu viðvíkjandi teimum upplýsingum, sum eru givnar í trúnaði. Grundgevingin fyri hesari reglu er, at øll tey, sum luttaka í samráðingunum, skulu kunna tosa frítt, uttan at vandi er fyri, at nakað lekur út um viðurskifti, sum viðkomandi luttakari hevur gjørt vart við, verða førd fram í trúnaði.

Viðv. § 9:
Í lógargreinini verður ásett tað endurgjald, sum løntakarin skal hava, um so er, at arbeiðsgevarin ikki heldur reglurnar, sum ásettar eru í lógini.

Viðv. § 10:
Revsireglurnar eru ásettar í hesari grein, og sum vanligt er í slíkum førum, verður brot á nakrar av lógargreinunum sektað við bót.

1. viðgerð 16. mars 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. apríl 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 6. og 18. apríl 2000.

Nevndin hevur fingið ummæli í málinum frá Føroya Arbeiðsgevarafelag umframt felagsummæli frá Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Meirilutin vísir á, at uppskotið er í stóran mun avskrift av donsku lógini um hópuppsagnir (1994-06-01, nr. 414). Lógin er eitt ES-direktiv, ið varð sett í gildi, eftir at innari marknaðurin var settur í verk. Danska lógin er í stóran mun partur av einari heild. Hon er knýtt at almennum arbeiðsmarknaðarskipanum, ið skulu tryggja arbeiðsmarknaðar- og útbúgvingarátøk. Í donsku lógini verður víst til kunngerðir um m.a. fígging av vinnu- og arbeiðsfremjandi tiltøkum.

Eitt arbeiðsmarknaðarráð hevur eisini týðandi leiklut í donsku lógini. Merilutin tekur undir við, at skipaði viðurskifti skulu ráða á føroyska arbeiðmarknaðinum, men heldur ikki, at hetta uppskotið er hóskandi til føroysk viðurskifti. Tað, sum kann fara at henda, er, at gongdin verður móti færri og størri virkjum, sum síðan hevur við sær eina miðsavning av føroyska vinnulívinum.

Skal Løgtingið til at lógeva um partar av tí, sum í flestu førum eigur at standa í sáttmálunum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, eigur lógaruppskotið at verða sent til ummælis hjá løntakarafeløgum og arbeiðplássum úti um landið, so lógin gerst hóskandi til føroyska arbeiðmarknaðin.

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum í verandi líki og mælir Løgtinginum frá at samtykja nakað, sum ikki hevur verið til hoyringar hjá arbeiðsmarknaðinum fyrst.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old, Dan R. Petersen og Alfred Olsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 28. apríl 2000. §§ 1 - 11 fullu 12-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.