Stuðul til flutning av fiski

 

95  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Tikið aftur

Ár 2000, 4. mars, legði Henrik Old, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av fiski

§ 1.

§ 2 í løgtingslóg nr. 14. frá 3. mars 1999 um stuðul til flutning av fiski verður soljóðandi: "§ 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av feskum virkaðum fiski frá fiskavirkjum til avskipingarhavn, har firðir ella sund skilja.
Stk. 2. Stuðulin fevnir eisini um virkaða livur og rogn.

 

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at útgjalda stuðul til flutning av frystum fiski og skeljadjórum frá frystigoymslum til framleiðsluvirki, har firðir ella sund skilja.

 

Stk. 4. Stuðul verður ikki latin til fluting av alifiski."

 

 

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, hevur virknað frá 1. januar 2000 og fer úr gildi 31. desember 2000.


 

 

Viðmerkingar

Ætlanin við uppskotinum er at javnstilla frystigoymslur í útjaðaranum við somu goymslur í miðstaðarøkinum. Tað kostar í dag umleið 0,35 kr. pr. kg. at flyta frystivørur frá útjaðaranum til miðstaðarøkið, meðan tað bara kostar umleið 0,10 kr. pr. kg. at flyta frystivørur frá frystigoymslu til framleiðsluvirki í meginøkinum. Samstundis verða upprunaligu ásetingarnar í § 2 settar í gildi aftur, alt í eina royndartíð fram til 31. desember 2000.

Umsitingarliga verður ikki mett at uppskotið hevur við sær stórvegis øking í arbeiðinum í mun til 1999.

Útreiðslurnar av uppskotinum skulu liggja innan fyri verandi játtan til flutningsstuðul á fíggjarlógini.

1. viðgerð 9. mars 2000. Tingmálini 75 og 95 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í vinnunevndina.

Á tingfundi 24. mars 2000 boðaði formaðurin frá, at Henrik Old, vegna Javnaðarflokkin, í skrivi, dagfest 23. mars 2000,  sambært § 55 í tingskipanini, hevði tikið uppskotið aftur.