Kringvarp

 

102  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 11. apríl, legði Dan. R. Petersen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 22 frá 20. februar 1998 um kringvarp v.m. verða gjørdar hesar broytingar:

1. § 6, stk. 3, verður orðað soleiðis:
"Stk. 3. Landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum setir eina 9 manna nevnd at ráðgeva Útvarpi Føroya viðvíkjandi programmvirkseminum. Niðanfyri nevndu stovnar tilmæla sum nevndarlimir ein mann og eina kvinnu, harav landsstýrismaðurin tilnevnir annan sum lim:

  1. Fróðskaparsetur Føroya
  2. Kristiligt hyggjara- og lurtarafelag
  3. Føroya Ungdómsráð
  4. 7 mannabólkurin av yrkisfeløgum (Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagið, Sjúkrasystrafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Handverkarafeløgini í Før-
    oyum og Fiskimannafelagið)
  5. Føroya Arbeiðsgevarafelag
  6. Føroya Blaðmannafelag
  7. Føroya Musikkskúli
  8. Rithøvundafelag Føroya.
  9. ÍSF

Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin í millum tey valdu. Tann, sum verður tilnevndur formaður, skal eisini vera formaður í teirri nevnd, sum sett verður sbr. § 18, stk. 3.

2. Í § 6, stk. 4, verður 3. pkt. strikað.

3. § 18, stk. 3, verður orðað soleiðis:
"Stk. 3. Landsstýrismaðurin í loftmiðlamálum setir eina 9 manna nevnd at ráðgeva Sjónvarpi Føroya viðvíkjandi programmvirkseminum. Niðanfyri nevndu stovnar tilmæla sum nevndarlimir ein mann og eina kvinnu, harav landsstýrismaðurin tilnevnir annan sum lim:

  1. Fróðskaparsetur Føroya
  2. Kristiligt hyggjara- og lurtarafelag
  3. Føroya Ungdómsráð
  4. 7 mannabólkurin av yrkisfeløgum (Føroya Arbeiðarafelag, Starvsmannafelagið, Sjúkrasystrafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Handverkarafeløgini í Føroyum og Fiskimannafelagið)
  5. Føroya Arbeiðsgevarafelag
  6. Føroya Blaðmannafelag
  7. Føroya Musikkskúli
  8. Rithøvundafelagið.
  9. ÍSF

Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin í millum tey valdu. Tann, sum verður tilnevndur formaður, skal eisini vera formaður í teirri nevnd, sum sett verður sbr. § 6, stk. 3.

4.  Í § 18, stk. 4, verður 3. pkt. strikað.

 

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Nevndarlimirnir, sum sita, tá ið løgtingslógin fær gildi, fara frá, og nýggjar nevndir verða valdar eftir reglunum í hesi løgtingslóg.

 

Viðmerkingar:

Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya eru miðlar hjá øllum landsins borgarum. Tí verða eisini stór krøv um óheftni og fjølbroytni sett kringvørpunum og teirra nevndum. Tann fakliga breiddin verður tryggjað við tilmælum frá teimum 9 í lógaruppskotinum nevndu stovnum og feløgum. Programmnevndirnar skulu vera politiskt óheftar. Tað má als ikki vera illgruni um politiska slagsíðu, tí so fer trúvirðið.

Hetta løgtingslógaruppskotið tryggjar, at avvarðandi landsstýrismaður hvørki tilvitað ella av ósketni setir sítt egna fólk í viðkomandi nevndir. Og tað tryggjar stóra fakliga breidd.

Í upprunauppskotinum um kringvørp varð mælt til 9-manna programmnevndir, tað sama í hesum uppskotinum, hetta fyri at tryggja breiddina.

Orðaskiftið á tingi 29. mars vísti, at lógarbroytingin er neyðug.

 

Vísandi til tingskipanina § 54, stk. 2, viðmæla undirritaðu tingmenn, at uppskotið kann verða lagt fram og fáa viðgerð, hóast frestin í § 54, stk. 1, er farin. 

Tórshavn, hin 5. apríl 2000

Dan R. Petersen

Katrin Dahl Jakobsen

Heðin Mortensen

Sámal Petur í Grund

Hans Pauli Strøm

Marjus Dam

Alfred Olsen

Kristian Magnussen

Jenis av Rana

Jákup Sverri Kass

Henrik Old

Jóanis Nielsen

Jógvan á Lakjuni

Bjarni Djurholm

Ingi Olsen

Rúna Sivertsen

Lisberth L.Petersen

Flemming Mikkelsen

Jógvan við Keldu


Innkomin eru skriv til tingið um málið frá
Kvinnufelagssamskipan Føroya og starvsfólkum á ÚF og SVF

1. viðgerð 13. apríl 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 2. mai 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 11. apríl 2000, og eftir 1. viðgerð tann 13. apríl 2000 er tað beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 27. apríl og 2. mai 2000.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Jóanis Nielsen, Hildur Patursson og Jenis av Rana) tekur ikki undir við uppskotinum. Meirilutin heldur, tað verður ringt at gera av, hvørjir bólkar í samfelagnum skulu tilmæla nevndarlimir, og at landsstýrismaðurin eisini frameftir eigur at hava ábyrgdina av, at nevndirnar fáa ta breiðu samfelagsligu umboðanina, sum lógin ásetir, og mælir meirilutin tinginum til at fella uppskotið

Minnilutin (Katrin Dahl Jakobsen og Heðin Mortensen) tekur undir við uppskotinum, tó soleiðis, at pensjónistafelagið og umboð fyri starvsfólkið í ávikavíst ÚF og SVF eisini fáa umboð í nevndini, og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

1) í § 1, pkt. 1, verður sett nýtt soljóðandi pkt. j: "j) Pensjónistafelag Føroya" og nýtt soljóðandi pkt. k: "k) umboð fyri starvsfólkið í Útvarpi Føroya"

2) Í § 1, pkt. 3, verður sett nýtt soljóðandi pkt. j: "j) Pensjónistafelag Føroya" og nýtt soljóðandi pkt. k: "k) umboð fyri starvsfólkið í Sjónvarpi Føroya"

2. viðgerð 5. mai 2000. Broytingaruppskot til § 1 samtykt 15-2-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-3-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 9. mai 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgðer, endaliga samtykt 17-2-13. Málið avgreitt.

Ll.nr. 85 frá 17.05.2000