Mánaðarligur Minstiforvinningur

 

103  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 2000, 13. apríl, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn

§ 1

Í løgtingslóg nr. 166 frá 29. desember 1997 um mánaðarligan minstaforvinning til útróðrarmenn verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 1, verður orðað soleiðis: "Útróðrarmaður hevur rætt til mánaðarligan minstaforvinning, um so er, at avvarðandi fiskifar hevur avreitt í minsta lagi fyri kr. 72.000,- fyri hvønn mann seinastu 6 mánaðirnar frammanundan, og í minsta lagi fyri kr. 12.000,- fyri hvønn mann seinastu 2 mánaðirnar frammanundan."
  2. Í § 2 verður sett inn sum stk. 4: "Stk. 4. Við eigaraskifti fylgir avreiðingarvirðið fiskifarinum. Tó kann fyrri eigarin eftir umsókn varðveita avreiðingarvirðið, um gamla fiskifarið fær ræðisavmarking um ikki at verða nýtt til vinnuligan fiskiskap meira."
  3. § 4, stk. 1, verður orðað soleiðis: "Mánaðarligur minstiforvinningur er kr. 9.000,- um mánaðin. Minstiforvinningurin verður skerdur við kr. 0,55 fyri hvørja krónu, sum útróðrarmaður hevur forvunnið í aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður."
  4. Í § 4, stk. 3, verður "42% " broytt til "35%".
  5. Sum § 4 a. verður sett inn "§ 4 a. Fiskifar kann í tíðarskeiðinum frá 1. mai til 31. august, báðir dagar íroknaðir, verða fráboðað úr skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi í heilan/heilar álmanakka mánaðir, uttan at kravda avreiðingavirðið smb. § 2, stk. 1, verður ávirkað. Fiskifarið má ikki reka vinnuligan fiskiskap ta tíðina, sum tað er fráboðað úr skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi."
  6. Í § 7 verður sum nýtt 2. pkt. sett inn soljóðandi áseting "Sum skjalprógv kann grannskoðaður ársroknskapur verða kravdur".
  7. Har orðini "Lønjavningargrunninum" og "Lønjavningargrunnin" koma fyri, verða tey broytt til ávikavist "Lønjavningarstovuni" og "Lønjavningarstovuna".

§ 2

Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2000. 

Viðmerkingar: Landsstýrismaðurin setti í desember 1999 ein arbeiðsbólk við umboðum m.a. frá Meginfelag Útróðrarmanna, Fiskimálastýrinum og Vinnumálastýrinum at meta um møguleikan at gera broytingar í verandi skipan við mánaðarligum minstaforvinningi til tess at bøta um inntøkutrygdina hjá teimum, sum hava útróður sum høvuðsvinnu, og at skipanin kundi gerast meira einsháttað við aðrar almennar skipanir, herundir skattaviðurskifti og arbeiðsloysisskipan. Ein av setningum arbeiðsbólksins var, at broytingar ikki máttu gera skipanina dýrari.

Arbeiðsbólkurin kom skjótt til ta niðurstøðu, at í skattamálum verða útróðrarmenn viðgjørdir sum aðrir fiskimenn. Tað sama er galdandi fyri arbeiðsloysisskipanina, og at allir bátaeigarar verða viðgjørdir ájavnt við sjálvstøðug vinnurekandi. Hvat viðvíkur lønarhækking og frítíðarløn eru útróðrarmenn ikki undir somu skipan sum aðrir fiskimenn.

Arbeiðsbólkurin hevur víst á tey ynski um broytingar, sum umboðini fyri Meginfelag Útróðrarmanna settu fram í arbeiðsbólkinum. Talan er um 4 høvuðsbroytingar:
a) at mánaðarligur minstiforvinningur verður avroknaður út frá avrokningini og ikki einum føstum prosenti,
b) at mánaðarligur minstiforvinningur hækkar við sama prosentsatsi sum arbeiðaralønin,
d) at frítíðarløn verður rindað av mánaðarligum minstaforvinningi, og
e) at tað skal bera til at hava summarfrí uttan at detta úr skipanini.

Um hesi ynski hjá útróðrarmonnum skulu setast í verk, so økist kostnaðurin av skipanini heilt munandi, og játtanin á fíggjarlógini fer ikki at halda. Fyri at spara økingina innaftur vísir arbeiðsbólkurin á møguleikar at økja kravda avreiðingarvirðið soleiðis, at færri bátar verða í skipanini. Semja var ikki um hetta í arbeiðsbólkinum.

Landsstýrismaðurin ynskir at ganga nøkrum ynskjum á møti m.a. við at loyva møguleikan við summarfrí uttan at detta úr skipanini. Samstundis verður dentur lagdur á, at skipanin ikki elvir til misnýtslu av tølum og veruligum útróðrardøgum og avreiðingum. Eisini má skipanin verða møgulig at umsita. Út frá hesum er umráðandi at hava skipanina við føstum prosenti og at avmarka vøkstur í kostnaðinum av skipanini við føstum hækkingum í prosentum ella frítíðarlønarskipan.

Út frá nevndu fortreytum og fyri at bøta um inntøkutrygdina hjá útróðrarmonnum verður skotið upp, at mánaðarligi minstiforvinningurin hækkar við 800 krónum, og avrokningin av hýru verður lækkað niður í 35 prosent av brutto. Til tess at meirkostnaðurin verður tikin innaftur verður skotið upp, at kravda avreiðingarvirðið hækkar úr kr. 54.000,- upp í kr. 72.000,- fyri 6 mánaða skeiðið, og minkingin verður hækkað úr 50 oyru upp í 55 oyru fyri hvørja krónu. Hetta merkir, at minstiforvinningurin fellur burtur, tá fiskiparturin fer upp um kr. 16.363,64.

Kostnaðarmetingin er gjørd út frá tíðarskeiðinum frá 1. desember 1998 til 30.november 1999. Teldukoyringar, sum vísa útrokningina av minstaforvinninginum, eru settar inn fyri nevnda tíðarskeið og vísa, at samlaða útgjaldið í skipanini verður mest sum tað sama við broytingaruppskotinum, sum útgjaldið var við galdandi lóg.

Talva 1. er ein kostnaðarmeting, sum vísir munin millum verandi útrokningarskipan í mun til broytingaruppskotið.

Talva 1: Útrokningargrundalag

Fortreytir:

Galdandi skipan

Broytingaruppskotið

Roknað hýra av brutto

42,0%

35,0%

Mánaðarligur minstiforv.

8.200,00

9.000,00

Minking

50%

55%

Kravt avreiðingarvirði seinastu 6 mánaðirnar

54.000,00

72.000,00

Kravt avreiðingarvirði seinastu 2 mánaðirnar

0

12.000,00

Skipanin við inntøkutrygd til útróðrarmenn 1993 til 1999

Skipanin við mánaðarligum minstaforvinningi varð, eftir royndarskipan, sett í gildi 1. juni 1996. Tað vísti seg skjótt, at skipanin gjørdist dýrasti parturin av samlaðu inntøkutrygdini til fiskimenn. Lógin um mánaðarligan minstaforvinning varð tí broytt við gildi 1. januar 1998. Hesi seinastu tvey árini hevur minstiforvinningurin verið størra helvtin av samlaðu inntøkutrygdini, hóast sparingina við lógarbroytingini frá 1. januar 1998.

Útróðrarflotin er eisini undir skipanini við minstuløn og dagstudningi. Inntøkutrygdin, sum verður útgoldin útróðrarmonnum, er tí størri enn tað, sum útgoldni minstiforvinningurin er. Síðani 1. januar 1998 eru tó bert útróðrarbátar 30 tons ella størri undir skipanini við minstuløn og dagstudningi, undantikið fiskifør, sum reka fiskiskap uttan fyri Føroyar.

Niðanfyri eru settar upp talvur fyri at lýsa betur, hvussu gongdin og samansetingin hevur verið og er í inntøkutrygd til fiskimenn.

Talva 2 vísir inntøkutrygdina 1993 – 1999 býtt eftir slagi av fiskiførum. Útróðrarflotin fevnir um øll fiskifør í fiskidagabólkunum 4 og 5. Feskfiskaskip fevnir um allar feskfiskatrolarar, línuskipini og garnaskipini. Fjarfiskiflotin fevnir um restina av flotanum.

Talva 2: Inntøkutrygdin 1993 – 1999, býtt eftir slagi av fiskiførum (mill. kr.)

1993

1994

1995

1996

1997

1998

1999

íalt

prosent

Útróðrarflotin

28,6

44,0

44,8

42,1

54,0

20,8

20,1

254,4

53%

Feskfiskaskip

31,1

26,3

28,5

20,0

11,8

2,2

3,5

123,4

26%

Fjarfiskiflotin

21,9

21,3

16,4

19,7

12,3

8,4

4,5

104,5

22%

Inntøkutrygd íalt:

81,6

91,6

89,7

81,8

78,2

31,4

28,0

482,3

100%

Útróðrarflotin í %

35%

48%

50%

51%

69%

66%

72%

Feskfiskaskip í %

38%

29%

32%

24%

15%

7%

12%

Fjarfiskiflotin í %

27%

23%

18%

24%

16%

27%

16%

Talva 3 vísir mánaðarliga minstaforvinningin 1999 býttan á sýslur. Talvan vísir bara nøgd, virði, manningartal v.m. á bátum, sum hava verið undir skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi í 1999. Bátar og manningar, sum ikki hava verið undir skipanini, eru antin, tí avreiðingarvirðið hevur verið ov lítið, ella tí avreiðingarvirðið er so mikið stórt, at neyðugt ikki hevur verið við mánaðarligum minstaforvinningi.

Talva 3: Mánaðarligur minstiforvinningur 1999 býttur á sýslur (fyribilstøl). Bátar og manningar, sum ikki hava fingið mánaðarligan minstaforvinning, eru ikki við í hesi talvu.

FD

KG

SA

TG

TN

VA

VN

Alt landið

Tal av bátum

58

62

16

36

30

21

8

231

1Menn

109,9

224,6

27,8

66,5

50,5

27,0

8,7

515,0

Nøgd (tons)

2.130

4.179

550

1.323

642

313

96

9.232

Virði (krónur)

25.139.700

53.543.188

5.814.768

15.779.338

8.165.912

3.830.279

1.356.656

113.629.841

Minstiforv.

3.976.767

6.600.893

1.027.325

2.046.958

1.889.238

817.322

370.907

16.729.410

Minstiforv í %

24%

39%

6%

12%

11%

5%

2%

100%

Miðaltøl uppá kilo:
Kiloprísur

11,81

12,81

10,57

11,92

12,73

12,23

14,16

12,31

Minstiforv pr kilo

1,87

1,58

1,87

1,55

2,95

2,61

3,87

1,81

1 Menn í hesi talvu er at skilja sum meðal manningartal, roknað alt árið. Manningartalið á einum báti kann skifta, og eisini kunnu manningar skifta. Tvs. í meðal hava 515 menn verið undir mánaðarligum minstaforvinningi, meðan íalt 608 ymsir persónar hava fingið útgoldið.

Talva 4 vísir talið av persónum, sum hava fingið minnstaforvinning útgoldnan fyri 1999, flokkaðir eftir upphædd. Talvan vísir, at 608 ymsir persónar fingu mánaðarligan minstaforvinning útgoldnan fyri túrar/mánaðir í 1999. Í miðal fingu hesir 608 persónar kr. 27.515,48, harav minsta útgjald til persón var kr. 76,54, og størsta útgjaldið var kr. 69.545,00.

Talva 4: Mánaðarligur minstiforvinningur til persónar í 1999, flokkaður eftir upphædd

Inntøkutrygd

(interval)

Menn

Minstiforvinningur

íalt

Minsta

Minstaforv.

Miðal minstaforv.

Mesta minstaforv.

Minni enn 1.000 kr.

11

5.237

77

476

835

1.000 - 10.000 kr.

135

815.134

1.051

6.038

9.985

10.000 - 20.000 kr.

112

1.685.688

10.099

15.051

19.981

20.000 - 30.000 kr.

106

2.686.222

20.015

25.342

29.735

30.000 - 40.000 kr.

71

2.498.214

30.345

35.186

39.640

40.000 - 50.000 kr.

78

3.467.706

40.045

44.458

49.945

50.000 - 60.000 kr.

61

3.376.466

50.355

55.352

59.965

60.000 - 70.000 kr.

34

2.194.742

60.030

64.551

69.545

608

16.729.410

77

27.515

69.545

Umsitingarligar avleiðingar: Um "parkeringsskipanin" fer at verða brúkt munandi, økir hon um arbeiðið. Hinar broytingarnar hava ikki ávirkan á arbeiðsgongdina.

Fíggjarligar avleiðingar: Mett verður ikki, at broytingarnar, í sær sjálvum, hava fíggjarligar meirútreiðslur fyri landskassan.

Hoyring: Málið hevur verið til ummælis í Fiskivinnu Starvsnevndini. Nevndin hevur ongar viðmerkingar til uppskotið, men mælir til, at orðið "Lønjavningargrunnur" verður broytt til "Lønjavningarstova".

Mælt verður Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:

Ad § 1, nr. 1 Kravda avreiðingarvirðið undanfarnu 6 mánaðirnar verður hækkað til kr. 72.000 fyri hvønn mann undanfarnu 6 mánaðirnar. Í galdandi lóg er kravda avreiðingarvirðið í meðal kr. 9.000 fyri hvønn mann um mánaðin undanfarnu 6 mánaðirnar, ið svarar til kr. 54.000 fyri hvønn mann undanfarnu 6 mánaðirnar. Eisini verður ásett, at báturin skal í minsta lagi hava avreitt fyri kr. 12.000,- fyri hvønn mann seinastu 2 mánaðirnar frammanundan. Hetta seinasta merkir, at hóast høvuðskravið er lokið um kr. 72.000,-, so verður virði eisini sett á 2 seinastu mánaðirnar.

Ad § 1, nr. 2 Avreiðingarvirðið fylgir fiskifarinum við eigaraskifti. Tó kann fyrri eigarin eftir umsókn varðveita avreiðingarvirðið, um gamla fiskifarið fær ræðisavmarking um ikki at verða nýtt til vinnuligan fiskiskap

Ad § 1, nr. 3 Mánaðarligi minstiforvinningurin verður nú broyttur til kr. 9.000,00 og minstiforvinningurin verður skerdur við kr. 0,55 fyri hvørja krónu, sum útróðrarmaður hevur forvunnið av aðrari inntøku, fiskipartur íroknaður. Smb. galdandi lóg er minstiforvinningurin kr. 8.200,00 og verður skerdur við kr. 0,50 fyri hvørja krónu, sum er forvunnin av aðrari inntøku.

Ad § 1, nr. 4 Fasta prosentið verður broytt frá 42% til 35%.

Ad § 1, nr. 5 Ásetir eina sokallaða "parkeringsskipan", har útróðrarbátar kunnu melda seg úr skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi í summarmánaðunum, uttan at hetta ávirkar, at kravda avreiðingarvirðið verður ávirkað. Hetta merkir, at um bátur verður meldaður úr skipanini frá 1. mai til 1. september, so er kravda avreiðingarvirðið tað, sum tað var 1. mai. Fiskifarið má ikki reka vinnuligan fiskiskap ta tíðina, tað er meldað úr skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi og fær ikki minstaforvinning fyri hetta tíðarskeið. Við "parkeringsskipanini" kunnu menn leggja bátin og fara í annað arbeiði fyri summarið, uttan at vandi er fyri at detta út úr skipanini, tá heystútróðurin byrjar.

Ad § 1, nr. 6 Sum skjalprógv kann eisini grannskoðaður roknskapur verða kravdur við ársenda.

Ad § 2 Ásetir nær lógin fær gildi. Av umsitingarligum ávum verður skotið upp til ein fyrsta í mánaðinum.

Vísandi til grein 54, 2. stk. í tingskipan Føroya Løgtings viðmæla undirritaðu tingmenn, at hjálagda uppskot kann koma til viðgerðar.

Eyðun Viderø Jóanis Nielsen Jógvan á Lakjuni
Óli Breckmann Katrin D. Johansen Jákup Suni Joensen
Rúna Sivertsen Sámap P. í Grund Jógvan Durhuus
Signar á Brúnni Heini O. Heinesen Finnur Helmsdal
Hildur Patursson Hergeir Nielsen Alfred Olsen
Heðin Mortensen Edmund Joensen Lisbeth L. Petersen

Vilhelm Johannesen

Á tingfundi 26. apríl 2000 boðaði formaðurin frá, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur tikið omanfyristandandi mál aftur.