Frágreiðing um útbúgvingar- og granskingarpolitikk í smb. v. sjálvstýrisverkætlanina

 

101-3  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina

Ár 1999, 16. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum leggur við hesum fram álit frá Útbúgvingarpolitikknevndini, bind 1 og 2, til tingsins viðgerð, saman við frágreiðing landsstýrismansins.

Føroyskur førleiki

Inngangur:
Vit eru ikki bara ávegis inn í eitt nýtt ártúsund, men vit eru eisini ávegis inn í eitt nýtt og annað samfelag, tað vit nevna vitanarsamfelagið. Tað eru nógvir spurningar , ið verða settir í hesari skiftistíð: hvørji krøv setur tað nýggja samfelagið, kunnu vit liva upp til tey nýggju krøvini o.s.fr.

Eingin orsøk er fyri at stúra. Samfelagsmenningina eru vit sjálvi við til at mynda. Øll hava vit samábyrgd fyri framtíðarsamfelagnum, og tað er ikki minst galdandi fyri øll tey, sum fáast við at útbúgva tey næstu ættarliðini.

Ein nevnd hevur latið úr hondum eitt álit um ein komandi útbúgvingarpolitikk, ið hevur til endamáls at sameina útbúgving, gransking og vinnulív. Eisini tekur álitið støði í sjálvstýris-verkætlanini. Hetta er fyrstu ferð, at vit fáa eitt slíkt álit, ið setur orð á ein útbúgvingarpolitikk. Tað, sum kanska er serstakt í hesum føri, er, at gransking og ikki minst vinnulív er tikið við. Hetta haldi eg er sera áhugavert, serliga við atliti at tí uppgávu sum skúlaverkið hevur, nevniliga at brynja næmingarnar til eitt lív uttanfyri skúlan. Álitið vísir eisini á nakrar raðfestingar innan undirvísing og gransking, ið eiga at leggja lunnar undir ein meira sjálvberandi búskap. Hetta hevur altíð áhuga, og ikki minst í hesum døgum, tá um sjálvstýrisleið ræður.

Í álitinum verður endamálið hjá útbúgvingar- og granskingarverkinum lýst soleiðis:

Hetta eru sjónarmið, sum eg taki fult undir við. Eg haldi, at hetta er tað grundarlag, sum vit mugu byggja okkara útbúgving og gransking á.

Bygnaður:
Vit hava arvað eina skúlaskipan, sum er lagað til eitt samfelag, sum er 100 ferðir størri enn okkara. Í dag er henda skipan ofta stirvin og óliðilig, og hon nýtir ikki í nóg stóran mun teir fyrimunir, sum eru í einum so lítlum samfelag sum okkara. Vit hava eina skipan, sum í okkara høpi ofta tykist avmarkandi, tí hon ikki er lagað eftir okkara veruligu fyrimunum.

Okkara skúlaverk er ungt. Vit yvirtóku ikki fyrisitingina av skúlaverkinum fyrr enn í 1979 og búskaparliga ábyrgdin varð ein veruleiki í 1988, tá ið heildarveitingin (blokkstuðulsskipanin) kom. Ikki fyrr enn í 1988 gjørdist ábyrgd okkara verulig, t.e. fyri góðum 11 árum síðani.

Samstundis sum vit stigvíst fara at laga okkara skúlaskipan við størri støði í egnum viðurskiftum, er neyðugt at tryggja teir førleikar, sum verða kravdir í vitanarsamfelagnum, og at útbúgvingarverkið livir upp til hesar. Hetta setur stór krøv til ta føroysku útbúgvingarskipanina.

Okkara skúlar eru í dag spjaddir kring landið. Fólkaskúlarnir – 61 í tali – liggja so nær borgarunum sum gjørligt, meðan miðnámsskúlarnir/vinnuskúlarnir eru í Norðoyggjum (Tekniski skúli, Sjómansskúli, HF-skeið), Kambsdali (Handilsskúli, Studentaskúli og HF-skeið), Tórshavn (Studentaskúli og HF-skeið, Handilsskúli, Teknski skúli, Sjómansskúli og Maskinmeistaraskúli), Vestmanna (Fiskivinnuskúli) og Suðuroy (Studentaskúli).

Skulu vit fáa skapt eitt veruligt skúlaumhvørvi, er neyðugt við eini ávísari samskipan soleiðis, at skúlarnir fáa møguleika at menna seg, bæði innan egið øki og tvørtur um skúlaslag. Tí er neyðugt at skipa hesar skúlar í økispartar, t.d. at fólkaskúlarnir uttan framhaldsdeild verða samskipaðir í størri mun runt um fólkaskúlar, sum hava framhaldsdeild. Á miðnámsskúlaøkinum kundu økini verið Norðoyggjar/Eysturoy, Miðstaðarøkið og Suðuroy.

Vit hava so við og við fingið føroyska lóggávu innan flest allar útbúgvingar. Hesar lógir hava í stóran mun tikið støði í samsvarandi donskum lógum. Tíðin er komin hagar til, at vit nú laga lóggávuna uppaftur meira til okkara samfelag, so at vit fáa eitt skúlaverk sum hevur støði í okkara samfelag við teimum fyrimunum, sum eitt lítið samfelag hevur.

Fyri at tryggja hvørjum skúla sær so gott grundarlag fyri menning, sum tað er gjørligt, verða stig tikin til at skipa fyri eini dygdarmenningarskipan innan øll skúlasløg. Seinni verður henda skipan bygd út til at verða ein skipan, sum eisini veitir møguleikar fyri, at skúlar kunnu menna hvønn annan.

Tillaging til samfelagsins tørv
Neyðugt verður í størri mun at taka støði í okkara samfelagstørvi, tá ið vit velja at seta útbúgvingar á stovn. Tær útbúgvingar vit hava í dag, serliga á miðnámsstigi, eru í stóran mun skaptar til eitt samfelg, sum er munandi størri enn okkara. Tí verður neyðugt stigvíst at laga okkara útbúgvingar soleiðis, at støðið, í størst møguligan mun, verður í okkara samfelagi.

Neyðugt verður eisini at taka støðu til, hvørjar útbúgvingar vit vilja hava her á landi, og á hvørjum stigi tær skulu verða.

Altjóðagering
Í sambandi við, at okkara útbúgvingar í framtíðini koma at taka støði í okkara egna samfelagi og harvið eisini verða føroyskar burturav, er neyðugt at tryggja, at tær eisini verða formliga viðurkendar í øðrum londum. Talan er longu í dag um felags norðurlendskar skipanir, har londini góðkenna sínámillum útbúgvingar. Stig verða beinanvegin tikin til at tryggja luttøku í hesum skipanum. Hetta skuldi ført við sær, at okkara útbúgvingar verða góðkendar í øllum Norðurlondum og harvið eisini rokkið út um hesi lond.

Fyri at tryggja okkara útbúgvingum so dygdargott støði sum gjørligt, verða stig tikin til – eftir at dygdarmenningin í skúlaverkinum hevur virkað í nøkur ár – at fáa í lag eina altjóða meting av føroyska útbúgvingar- og granskingarverkinum soleiðis, at ein altjóða samanbering kann verða framd.

Fyri at tryggja okkara ungfólki undir útbúgving, verður ein altjóða skrivstova sett á stovn, ið m.a. skal virka sum savningarstaður fyri vitan um útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar uttan fyri Føroyar.

Búskapur
Sum støðan er í dag, ganga alt fleiri longri og longri í skúla. Hetta er at fegnast um, tí øktur kunnleiki hjá einstaka borgaranum er við at tryggja okkara samfelag í kappingini við onnur lond og harvið støðu okkara sum framkomið samfelag. Neyðugt verður eisini at bera so í bandi, at allir borgarar fáa høvi til at taka lut í lívlangari læru (læra alt lívið). Ásannast má, at politiski myndugleikin eigur at skapa fyritreytir fyri hesum og at tryggja, at henda menning alsamt sleppur at halda fram í so stóran mun sum gjørligt.

Broytingarnar í skipanini fara ikki í sjálvum sær at kosta meira, men bera helst í sær, at meira fæst fyri peningin. Í tann mun tað ber til, eigur at verða bøtt um virkisførið í undirvísingarverkinum.

Samanumtikið verður neyðugt at útvega skúlaverkinum eitt fíggjarligt grundarlag, sum kann tryggja, at nevndu ætlanir kunnu verða framdar. Skal menningin hjá einstaka borgaranum verða tryggjað, er neyðugt at veita undirvísingarverkinum fíggjarligar fyritreytir fyri hesum.

Næmingurin í miðdeplinum 

Í øllum uppalingarstarvi ræður um

Uppalingin av børnunum skal fara fram í einum høpi, har ein heildarskipan er kravd fyri eyga og har tey, sum eru virkin í uppalingarstarvinum, vita av hvørjum øðrum.

Tað ræður m. a. um at tryggja barninum eitt so lagaligt skifti frá gerandisdegnum uttan fyri skúlan til tann dagin, tá ið tað fer í skúla. Samstarvið millum heim og skúla má vera komið í lag, áðrenn barnið trínur inn í skúlan.

Dentur skal verða lagdur á at skipa næmingalagaðar undirvísingargongdir, har tann einstaki næmingurin er í miðdeplinum og sleppur at virka á tí undirvísingarstøði, har hann veruliga er staddur, samstundis sum lærarin skipar so fyri, at næmingurin fær nýggjar avbjóðingar so hvørt, sum læringin tekur seg fram. Næmingurin eigur at kenna seg tryggan í samveru við læraran. Ein aðaluppgáva lærarans er at skapa álit millum næming og lærara. Tá fer betur at bera til at skipa næmingalagaðar undirvísingargongdir.

Skúlans leiðsla skal skipa so fyri, at øll ráðlegging um undirvísingina skal verða gjørd í einum heildarhøpi við atliti at førleika næmingsins.

Dentur skal verða lagdur á, at skúlans leiðsla fær umstøður til at útinna námsføðiliga leiðslu.

Undirvísingarhátturin hevur stóra ávirkan á einstaka næmingin. Hesum verður skúlin at geva ans í sínum undirvísingarstarvi. Spurningurin er, um skúlanum verða veittar umstøður til tess, og hvussu tær verða veittar honum?

Ein fortreytin fyri menning næmingsins er, at skapandi evni næmingsins ikki verða darvað í stirðnaðum formum og myndlum, men at næmingurin fær høvi at venja síni evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og virkan, og at næmingurin búnast í treysti til sín sjálvs og teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum.  

Neyðugt er at tryggja, at samsvar verður millum § 12 í heimsyvirlýsingingini, sum Føroyar hava sín lut í, um rættindi barna og uppalingarstarvið:

"Barnið hevur rætt til at hava sína áskoðan, sum tann vaksni skal geva sær far um og virða"!

Í løgtingslógini um fólkaskúlan eru nevndu sjónarmiðum tikin við, har tað m.a. verður sagt: "Ásetingin av arbeiðsformum, -háttum og evnisvali skal í mestan mun fara fram í samstarvi millum lærararnar og næmingarnar".

Tað er eyðsæð, at barnið/næmingurin skal kenna seg í einum heildarhøpi, og at tey, sum eru um barnið(næmingin), kenna sín lut í so máta og tryggja barninum møguleika fyri slíkum læruumstøðum, at barnið veksur upp undir tryggum korum og javnt og samt fær avbjóðingar at kanna seg sjálvt og umheimin. Tað skákskrivaða er partur av uppskoti um innihaldið í virki forskúlans, sum landsstýrismaðurin við heimild í løgtingslógini um fólkaskúlan kann loyva kommununum at seta á stovn.

Tá ið ráðlagt verður um undirvísingina er neyðugt, at tað verður gjørt og lagað til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum, samstundis sum lærarin gevur næminginum menningarlíkindi. Tá ið sagt verður, at hvør næmingur hevur sín tørv, verður samstundis sagt, at lærarin má í starvi sínum, umframt at hava vanligt samskifti við foreldur, eisini hava samskifti um næmingin við onnur, sum hava serligan fakligan førleika. Tað skal verða eitt samsskifti í breiðum høpi, har næmingurin er í miðdeplinum.

Skúlaleiðarin hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans. Við alt størri krøvum um námsfrøðiliga leiðslu, mugu ráð verða funnin fyri møguleikum at geva skúlaleiðarum betri umstøður at leiða og at seta sær mál í gerandisdegnum. Skúlaleiðaranum eigur harumframt at verða givið høvi til á ymiskan hátt at menna sín leiðsluførleika.

Undirvísingarhátturin hevur stóra ávirkan á undirvísingardygdina. Skúlin hevur ábyrgdina av undirvísingardygdini. Tilelving næmingsins er týðum knýtt at undirvísingarhátti lærarans. Hetta má lærarin hava í huga í sínari undirvísingarfyrireiking og saman við næmingunum gera av, hvør undirvísingarháttur er bestur til tess at fremja undirvísingina í tí ávísa førinum. Lærarin skal hava førleika til at nýta ymsar undirvísingarhættir.

Í fólkaskúlanum skal møguleiki verða givin fyri at fremja royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði. Námsráðgevi virkar í Fólkaskúladeildini til tess at fremja nevnda virksemi. Eitt ávíst vikutímatal verður hvørt skúlaárið ásett til fremjanina. Tað er neyðugt at geva øðrum skúlum enn fólkaskúlanum møguleika til tess at fremja ymiskt royndarvirksemi og námsfrøðiligt menningararbeiði.
Skúlin skal menna skapandi evni næmingsins. Í spæli og leiki sær barnið møguleikar. Hugflog og spæl/leikur eru knýtt hvørt at øðrum. Fólkaskúlin má ásanna henda veruleika í sínum gerandisdegi. 

Samskipan í øllum skúlaverkinum, bæði vatnrætt og lodrætt
Tann einstaki skúlin arbeiðir í dag sera einsamallur og eigur í størri mun at fáa gleði av teimum møguleikum, sum liggja í samstarvi við aðrar skúlar. Samskipan vatnrætt og lodrætt merkir soleiðis í hesum høpi, at dentur verður lagdur á at menna samstarvið millum skúlar á sama støði og við skúlar og stovnar, sum næmingarnir koma frá ella fara víðari til, meðan teir eru undir útbúgving.

Eitt vatnrætt samstarv tvørtur um skúlamørk kann føra við sær, at tær royndir, sum einstaki skúlin ger sær, koma øðrum skúlum til góðar og geva íblástur til menning av øllum skúlaverkinum. Samstarv millum skúlar og lærarar innan øki sum t.d. kunningartøkni – KT, felagslærugreinir og námsfrøðiligt arbeiði kann viga upp fyri teimum smáu eindunum, har lærararnir oftast hava eitt lítið fakligt og námsfrøðiligt umhvørvi. Málið er at fremja eina samstarvsmentan, har skúlaleiðslan og lærarin ikki bert samlíkast við tann einstaka skúlan, men kenna seg sum ein part av allari útbúgvingarskipanini.

Ein loddrætt samskipan skal tryggja eitt lagaligt skifti millum dagstovn, fólkaskúla, miðnámsskúla og hægri útbúgving til frama fyri næmingin, foreldur og skúlan. Í tráð við málsetningin um at seta næmingin í miðdepilin, skal skifti millum stovnar og skúlar merkjast av, at tann skúlin, sum tekur við, er førur fyri at taka støði í tí vitan og teimun royndum, sum næmingurin hevur, og byggja víðari á hesar.

Vit hava í dag serkunnleika innan nógv øki á undirvísingar- og granskingarstovnunum, sum ikki verður gagnnýttur í nóg stóran mun. Samskipanin av skúlaverkinum er tí ein liður í at skapa umstøður fyri undirvísingar- og granskingarstovnar til at átaka sær ta týdningarmiklu uppgávuna sum vitanardeplar í einum samfelagi í støðugari menning. Uppgávan hjá einum vitanardepili kann t.d. verða at eftirútbúgva arbeiðsmegina til broyttar umstøður í altjóða samfelagnum, har tað menniskjaliga tilfeingið kemur at hava størri og størri týdning fyri kappingarførið. Eisini kunnu tað lokala vinnulívið og einstakir persónar fáa høvi til at leita sær upplýsingar og serkunnleika innan ávís øki, sum vitanardepilin hevur tøkan.

Ein týdningarmikil táttur í mentanarsamfelagnum eru feløgini og stovnarnir, ið seta sín dám á mentanarlívið á staðnum. Virksemi teirra fatar bæði um frítíðar- og arbeiðslív. Tað ræður um, at allir partar fata tann týdning, sum samveru- og virkismøgleikarnir hava tvørtur um áhugamál og aldursbólkar. Bygdaskúlin kann gerast miðdepilin í slíkum mentanarstarvi, har tað verður møguligt at samstarva um felags áhugamál uttan mun til útbúgving og aldur, at fáa eitt ávíst samband millum vinnulív, felagslív og undirvísing og ikki minst at nýta tað vitanarnet, sum er tøkt í skúlunum.

Ítøkilig stig

Fleiri dagstovnar eru settir á stovn ymsastaðni í landinum. Til tess at tryggja eitt so lagaligt skifti millum dagstovn og fólkaskúla til frama fyri barnið (næmingin), foreldrini og skúlan/lærararnar verður mælt til, at teir pedagogar, sum eru um elstu børninini í dagstovnunum, í so góðari tíð sum gjørligt í samstarvi við teir lærarar, ið skulu vera um somu børn, tá ið tey verða næmingar í fólkaskúlanum, fyrireika tey til fólkaskúlan í samstarvi við viðkomandi lærarar. Samstarvið millum dagstovn og skúla eigur í ávísan mun at halda fram alla skúlabyrjanina.

Nevnast kann eisini, at 9. flokkur formliga gevur atgongd til miðnámsútbúgving, og teir næmingarnir, sum hava førleika til at fara á miðnámsskúla, eiga at fara víðari uttan at fara í 10. flokk. 10. flokkur skal verða eitt tilboð til teir næmingar, sum ikki rættliga vita , hvat teir ynskja, og til at menna teirra serligu evni t.d. innan list, tónleik ella tøkni í tí nýggju breytaskipanini.

GRANSKINGARPOLITIKKUR OG HÆGRI ÚTBÚGVING

Ein føroyskur granskingarpolitikkur
Føroyskur granskingarpolitikkur eigur at verða myndaður á støði í egnum fortreytum, landi, fólki, mentan og náttúru. Gransking og hægri útbúgving hanga saman. Granskingarpolitikkur eigur tí í stóran mun at verða tilevnaður við atliti at hægri akademiskari útbúgving.

Hugvísindi, samfelagsvísindi eins og náttúruvísindi hava stóran týdning fyri tjóðina, hennara samleika og menning. Føroya mál, mentan, bókmentir og søga eru samleikafakøki, ið hava serstakan týdning, tí hesi øki eru meira enn onnur vísindi við til halda mentan okkara uppi. Tað er tí ein sjálvsøgd fortreyt, at hesi øki verða raðfest høgt og áhaldandi verða styrkt, og at teimum verða tryggjaðir menningarmøguleikar. Gransking á høgum altjóða stigi er ein av mongum fortreytum fyri vinnuligari og samfelagsligari menning. Royndir frá okkara grannalondum vísa, at nýskapan og økt granskingarvirksemi hanga saman og tær vísa, at nýskapan og økt granskingarvirksemi hava ført til, at nýggjar vinnur, ið ikki eru knýttar at náttúrutilfeinginum, hava ment seg. Við hesum givnu fortreytum í huga verður hildið, at tað hevur alstóran tjóðskaparligan og samfelagsligan týdning, at tað nú verður tilevnaður ein føroyskur granskingarpolitikkur, ið samstundis fevnir um ein politikk fyri hægri útbúgvingar. Tað er somuleiðis við hesum í huga, at álitið frá útbúgvingarpolitikknevndini verður lagt fyri Føroya løgting til umrøðu. Umrøðan og álitið frá nevndini fara at mynda støðið undir politikkinum.

Høvuðsmál fyri føroyskum granskingarpolitikki eru í fyrsta lagi at skapa eitt haldgott vitanarstøðið í samfelagnum at nýta sum grundarlag fyri skilagóðum avgerðum, sum tryggja menning og varandi loysnir, soleiðis at mest fæst burtur úr Føroya ríkasta og longst varandi tilfeingi: viti og áræði fólksins. I øðrum lagi eigur málið at vera at skapa møguleikar fyri, at lærdur háskúli (Fróðskaparsetur Føroya) til eina og hvørja tíð er førur fyri at veita teimum lesandi frálæru og ávísar útbúgvingar á altjóða akademiskum stigi.

Ein týðandi fortreyt at røkka hesum málum er at reka ein granskingarpolitikk, ið skapar góðar og mennandi karmar um viðkomandi útbúgvingar á akademiskum stigi, ið skapar góðar karmar um gransking og granskingarumhvørvi og sum tryggjar menning herundir formiðling av føroyskum granskingarúrslitum. Føroysk gransking skal hækka okkara vitan um landið, fólkið, fólksins lív og mentan, treytir fyri lívi í okkara landi og fyri menning vinnulívsins. Ein miðvísur granskingarpolitikkur kann soleiðis gerast ein týðandi fortreyt fyri menning og vælferð í Føroyum – ein miðvísur granskingarpolitikkur er samstundis ein viðurkenning av tí týdningi, gransking hevur í hesum samanhangi.

Ítøkilig stig
Til tess at røkka hesum málum er neyðugt at orða eina ítøkiliga verksetingarætlan (strategi), ið m.a. fevnir um eina miðvísa ætlan fyri hægri útbúgving, menning og gransking. Henda ætlan eigur at byggja á nakrar givnar fortreytir. Hetta merkir eitt nú,

Víðari ætli eg:

Meira ítøkiligt eigur at verða farið til verka á tann hátt, at neyðuga lóggávuarbeiðið verður sett í verk sum skjótast. Henda lóggáva eigur sum nevnt at fevna um Fróðskaparsetrið, granskingarstovnar og søvnini. Síðan eigur menningarætlan setursins at verða endurskoðað við atliti at tilmælunum í útbúgvingarpolitikkálitinum og teimum sjónarmiðum, ið fara at koma fram undir viðgerðini á løgtingi. Somuleiðis eiga menningarætlanir at verða gjørdar fyri teir stovnar og søvn, sum í dag sambært lóggávu inna gransking og sum framvegis eiga at hava skyldu at granska. Hesar menningarætlanir verða gjørdar við støði í útbúgvingarpolitikkálitinum og einum komandi áliti um mentnarpolitikk. Ætlaninar eiga at fevna um greið mál fyri virksemi stovnanna/savnanna og ítøkiligar verksetingarætlanir fyri hesi mál. Eitt amboð, ið eigur at verða umhugsað í hesum sambandi er mál og rammustýringssáttmálar.

Alt hetta krevur skipað samstarv millum ymisk aðalstýri. Hetta krevur nýtt og ítøkiligt skipað samstarv millum stovnar og søvn sínamillum og stovnar/søvn og lærdan háskúla. Hetta samstarv eigur at fevna um gransking, útbúgving og formiðling av granskingarúrslitum. Hetta samsatarv eigur eisini at verða framt við atilti at mentanarpolitikkinum. Verður gingið eftir hesari leið við neyðturviligum fyriliti fyri teimum sjónarmiðum, sum fara at koma fram undir orðaskiftinum og tingviðgerðini, so skuldu góðar vónir verið um, at føroysk gransking og hægri útbúgving fara at mennast og blóma í nýggju øldini til frama fyri allar partar av samfelagnum – vinnulív, land og tað fólk, ið her búleikast.

At enda
Við hesum leggja eg álitið "Føroyskur førleiki", bind 1 og bind 2, fyri Løgtingið til orðaskifti. Eg vóni at vit fáa eitt breitt og veruligt orðaskifti, sum byggir á framskygni. Tað er umráðandi fyri okkum, sum fáast við útbúgvingar- og granskingarmál, at fáa eina greiða ábending um, hvat Løgtingsins sjónarmið á hesum øki er. Eg vóni, at allir tingmenn vilja gera sítt til hetta.

Bygnaður og innihald

    Egin skipan    
     

Ætlan

 
Miðfirring           Miðsavnan á staðnum
       
    Eftirgerð av tí donsku skipanini    

Mynd 1: Broyting í bygnaði, frá eftirgerð til egna skipan og frá miðfirring til miðsavnan á staðnum

Sum støðan er í dag, tekur okkara skipan sum heild støði í donskum skipanum, samstundis sum skúlarnir liggja meira fyri seg sjálvar. Kósin er sett í móti stigvísum arbeiði fram móti egnari skipan og størri miðsavnan á staðnum.

Á tingfundi 23. november 1999 var aðalorðaskifti um málið. Málið avgreitt.