Broyting í býarskipanarlóg

 

61 Broyting í løgtingslóg um býarplanir og byggisamtyktir

 

Ár 1997, mikudagin 5. mars legði Ivan Johannesen, landsstýrismaður, vegna Eilif Samuelsen, landsstýrismann, fram soljóðandi:

 

U p p s k o t

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg býarplanir og byggisamtyktir

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarplanir og byggisamtyktir, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 24. mai 1974 og løgtingslóg nr. 59 frá 5. juni 1984 verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 4, stk. 4 verður orðað soleiðis:
  2. " Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við gildi fyri allar kommunur í einari serligari byggireglugerð áseta almennar fyriskipanir viðvíkjandi teimum í § 5, stk. 3. nr. 1 - 5 a umrøddu viðurskiftum og almennar fyriskipanir um vegagerð, (eisini við fyriliti til serliga tørvin hjá rørslutarnaðum), hvussu vegir skulu liggja, leið og breidd teirra, um størstu hæddir á bygningum, minstu stødd á grundstykkjum, hægsta byggistig og um hvussu langt skal vera ímillum bygningar."

  3. Í § 5, stk. 3, verður sum nýtt nr. 5 a sett:

" 5 a) Um bygging og innrætting av húsum og gerð av atkomuvegum og uttanumøkjum, túnum, parkeringsøkjum v.m., á ein tílíkan hátt, at byggingin kann nýtast av rørslutarnaðum. Tær fyriskipanir, sum verða ásettar sambært hesum reglum, fevna ikki um støk hús til eina familju, ella hús, sum eru sambygd íbúðarhús (raðhús, dupulthús v.m. við loddrættum marki ímillum íbúðirnar). Í byggisamtyktini, ella í tí serligu reglugerðini, sum landsstýrismaðurin ger, kann fyriskipast, at eisini onnur bygging skal vera undantikin frá ásetingunum í síni heild ella frá einstøkum ásetingum "

§ 2.

Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi danski lógarteksturin í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum.

 

 

 

Almennar viðmerkingar

Lógaruppskotið skal útvega heimild til at gera byggireglur við serligum fyriliti til fólk, sum á ein ella annan hátt eru rørslutarnað. Víst hevur verið á, serliga frá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, at tá bygt verður, ella tá vegir og onnur tílík anlegg verða gjørd, verður ikki í nóg stóran mun tikin fyrilit til, at hetta eisini skal kunna nýtast av fólki, sum á ein ella annan hátt eru rørslutarnaði. Tørvur er tí á reglum, sum áseta krøv um, at vegir og líknandi anlegg, bygningar og øki uttanum bygningar, verða gjørd soleiðis, at hetta eisini kann verða nýtt av rørslutarnaðum.

Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, býarskipanarlógin er ein rammulóg, hareftir nærri málsviðgerðar - og sakligar reglur kunnu ásetast fyrisitingarliga. § 5, stk. 3 í løgtingslógini ásetur karmarnar fyri sakliga innihaldinum í teimum fyrisitingarliga ásettu reglunum. Reglur kunnu m.a. ásetast um krøv til konstruktión av bygningum, um hvussu byggingar skulu gerast við atliti at bruna- og heilsuumstøðum o.s.fr., um hvussu vegir skulu leggjast, leið teirra og breidd v.m.

Tær fyrisitingarligu reglurnar verða gjørdar av bygdaráðunum og verða ásettar í byggisamtykt, hvørs gildisøki er geografiskt avmarkað til kommununa. Byggisamtyktirnar skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Eisini kann landsstýrismaðurin sambært § 4, stk. 4 í býarskipanarlógini við gildi fyri allar kommunur í einari serligari byggireglugerð áseta almennar reglur viðvíkjandi teimum í § 5, stk. 3 nevndu viðurskiftum. Hendan heimildin er ikki nýtt. Eitt uppskot til byggireglur galdandi fyri alt landið varð í síni tíð gjørt, og ætlanin er at seta eina nevnd, møguliga við støði í tí uppskotinum, at koma við uppskoti um byggireglur, heruppií reglur, sum tær í hesum uppskotinum nevndu, at seta í gildi fyri allar kommunurnar.

Uppskotið er sent til ummælis hjá Tórshavnar býráð, Føroya Kommunufelag og Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum. Tá svar er komið, verða hesi send løgtinginum, saman við møguligum broytinguppskoti, um ummælini geva orsøk til hetta.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Fyri landskassan hevur uppskotið ikki við sær meirútreiðslur, við tað at tílík krøv, sum tey, ið her verða skotin upp at veita heimild fyri at seta í byggisamtyktirnar, í praksis hjá landsumsitingini frammanundan verða sett til bygging, sum landið stendur fyri, og til bygging, sum landið letur fíggjarligan stuðul til.

Tað er ikki nógv av kommunalari bygging, sum verður framd í løtuni soleiðis, at her og nú hevur uppskotið ongar serligar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Men í tann mun kommunala byggingin fer at taka seg uppaftur, hava nýggju krøvini við sær eina ávísa meirútreiðslu.

 

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar

 

Galdandi orðing av § 4, stk. 4:

Landsstýrið kann við gildi fyri allar kommunur í eini serligari byggireglugerð áseta almennar fyriskipanir viðvíkjandi teimum í 5. §, 3. Parti nr. 1, 2, 3, 4 og 5 umrøddu viðurskiftum og almennar fyriskipanir um hvussu vegir skulu liggja, leið og breidd teirra, um størstu hæddir á bygningum, minstu stødd á grundstykkjum, hægsta byggistig og um hvussu langt skal verða ímillum bygningar.

Uppskot:

"Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann við gildi fyri allar kommunur í einari serligari byggireglugerð áseta almennar fyriskipanir viðvíkjandi teimum í § 5, stk. 3. nr. 1 - 5 a umrøddu viðurskiftum og almennar fyriskipanir um vegagerð, eisini við fyriliti til serliga tørvin hjá rørslutarnaðum, hvussu vegir skulu liggja, leið og breidd teirra, um størstu hæddir á bygningum, minstu stødd á grundstykkjum, hægsta byggistig og um hvussu langt skal verða ímillum bygningar."

 

Ad § 1, nr. 1. Um galdandi § 4, stk. 4 verður víst til almennu viðmerkingarnar omanfyri. Her verður skotið upp, at orðingin av § 4 verður orðað av nýggjum. Í høvuðsheitum verður galdandi orðing endurtikin, men verður nakað broytt, eisini sakliga, í tveimum støðum. Í orðingini av tilvísingini til § 5 verður nr. 5 a skoytt uppí, sum fylgja av broytingini, sum er skotin upp í § 1, nr. 2. Eftir uppskotinum verður nú staðiliga nevnt, at í teimum reglum sum gjørdir verða um vegir sambært § 4, stk. 4, skulu verða ásetingar við serligum fyriliti til rørslutarnað.

Ad § 1, nr. 2. Víst verður til almennu viðmerkingarnar um galdandi § 5, stk. 3. Í § 5, stk. 3 er eingin staðilig heimild at áseta byggireglur við serligum fyriliti til fólk, sum á ein ella annan hátt eru rørslutarnað, vegna brek á gongd, sjón ella líknandi brek. Reglurnar, sum her verða skotnar upp, skulu útvega neyðugu heimildina til at gera tílíkar reglur.

Skotið verður upp at víðka økið, sum kann regluleggjast við byggisamtykt, við tað, at tað eisini skulu ásetast reglur um krøv til byggingina og uttanumøkið viðvíkjandi nýtslumøguleikanum hjá rørslutarnaðum. Eftir reglunum, sum ásettar verða, kunnu m.a. setast krøv um, at í bygningum við meira enn einari hædd skal lyfta vera, at hæddarmunir millum høvuðsinngongd og økið uttanfyri verður javnað við skráa, at atkomuvegir hava ávísa breidd og hava javnt hall o.s.fr.

Heimildin, at áseta reglur fyri byggingum við fyriliti til rørslutarnaði, fevnir um alla aðra bygging enn ta, sum er undantikin í uppskotinum. Heimildin fevnir sostatt bæði um almenna og privata bygging, umsitingar- og handilsbygningar, virkisbygningar, etagubygningar til eigaríbúðir ella til leiðuíbúðir v.m. Tann íbúðarbyggingin, sum er mest vanlig hjá okkum, privat einhúskissethús, raðhús, dupulthús o.s.fr. er ikki fevnd av lógaruppskotinum.

Eisini fyri aðra bygging enn ta, sum staðiliga er undantikin í lógini, t.d. smærri íbúðar- ella vinnubyggingar, kann tað verða óhóskandi at seta krøv um t.d. lyftur. Í stuttum lógarteksti er torført at greina nærri í hvørjum førum undantøk eiga at verða gjørd. Hetta gerst betur í almennum reglum, sum bygdaráðini ella landsstýrismaðurin ger, og er tí í uppskotinum heimild til hetta.

Tær reglur, ið ásettar verða, eru bert galdandi fyri nýggja bygging og galda ikki fyri verandi bygging og umbyggingar, tí tílík krøv høvdu verið ósamsvarandi kostnaðarmikil at framt í sambandi við umbyggingar.

1. viðgerð 18. mars 1997. Malið varð beint í mentannarnevndina, sum 16. apríl 1997 legði fram soljóðandi:

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 5. mars 1997 og eftir 1. viðgerð 18. mars 1997 beint í mentannarnevndina.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við Eilif Samuelsen, landsstýrismann, og embætismenn. Somuleiðis hevur nevndin fingið ummæli av lógaruppskotinum frá Tórshavnar Býráð og Føroya Kommunufelag.

Tórshavnar Býráð hevur boðað frá, at býráðið tekur undir við uppskotinum um lógarbroytingina, meðan Føroya Kommunufelag hevur boðað frá, at felagið einki hevur í móti lógaruppskotinum, um tað bert fevnir um nýbygging, men viðmerkir, at kommunurnar sum byggimyndugleiki skulu gera ásetingarnar sambært lógaruppskotinum.

Ein samd nevnd tekur undir við uppskoti landsstýrisins og mælir tinginum til at samtykkja tað.

 

2.viðgerð 23. apríl 1997. §§ 1-2 samtyktar við 25-0-0 atkvøðum. At málið skuldi fara soleiðis samtykt til 3. viðgerð samtykt við 26-0-0 atkvøðum.

 

3. viðgerð 30. apríl 1997. Lógin sum samtykt við 2. viðgerð endaliga samtykt við 28-0-0 atkvøðum.

Løgtingslóg nr. 57, 13. mai 1997.

F.L. j.nr. 850-1/90