Frágreiðing um støðuna hjá teimum brekaðu


101-4  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um støðuna støðuna hjá teimum brekaðu


Ár 1999, 3. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur við hesum fram frágreiðing um støðuna hjá teimum brekaðu, í sambandi við alheims handikappdagin 3. desember 1999.

ST hevur, sum kunnugt, valt 3. desember at vera alheims handikappdag. Hetta varð gjørt fyri at lond um allan heim skulu hava møguleika at fylgja tí arbeiði upp, sum flest øll lond, eisini Føroyar, byrjaðu í 1981, ið var alheims handikappár. Endamálið við degnum er, at politikarar í øllum londum eftirmeta tað, ið gjørt er, og hvat enn liggur á láni.

Til tess at tryggja at henda eftirmeting kann fara fram, og at støða teirra brekaðu regluliga verður sett á politisku dagsskránna, fær Løgtingið við hesari frágreiðing eitt høvi til at skifta orð um málið.

Fyrimyndarreglur um javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk
Í sambandi við altjóða handikappdagin í 1999, hevur Ráðið fyri brekað skipað fyri at "Fyrimyndarreglur STs um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk" verða givnar út í bóklingi á føroyskum, og verður bóklingurin handaður landsstýrismanni og løgtinginum. Og eiga fyrimyndarreglurnar eisini at liggja til grund fyri orðaskiftinum.

Alheimsfelagsskapurin Sameindu tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll.

Enn eru Føroyar ikki sjálvstøðugur limur í ST. Kortini eiga vit at leggja stóran dent á, at Føroyar fylgja altjóða leiðsreglum STs.

Endamálið hjá ST at orða hesar Fyrimyndarreglur er at áseta nøkur altjóða viðurkend stevnumið, sum skulu tryggja rættindi teirra brekaðu og javnstøðu teirra. Á sama hátt sum alheims viðurkendi mannarættindasáttmálin hevur virkað í nógv ár, eru hesar fyrimyndarreglur at meta sum mannarættindi hjá brekaðum fólki.

Nú ST-fyrimyndarreglurnar eru komnar á føroyskum, eru tey politisku málini um javnstøðu og javnbjóðis rættindi teirra brekaðu gjørd sjónlig og ítøkilig, og ikki minst, hvussu farast skal fram.

Til dømis áseta ST-fyrimyndarreglurnar í teimum fyrstu greinunum, at vit alsamt og støðugt eiga at gera vart við tørv og rættindi hjá brekaðum, at brekað eru borgarar við somu rættindum og skyldum, sum aðrir borgarar, og sostatt hava rætt til tiltøk sum beina burtur allar forðingar sum tarna teimum at vera uppi í øllum, at brekaðum verður tryggjað viðgerð, endurbúgving og annan stuðul, soleiðis at tey kunnu luttaka í samfelagslívinum á jøvnum føti við onnur.

Hesar grundleggjandi fyritreytir verða fylgdar av ítøkiligum leiðbeiningum um, hvussu vit veita øllum fullgóðan møguleika til vitan, kunning og samskifti eins væl og til útbúgving, arbeiði, inntøkutrygd og almanna trygd, familjulív, mentunarlív, frítíð, ítrótt og átrúnað.

Víst verður á, at tá ið brekað fólk fáa somu rættindi sum onnur, skulu tey eisini hava somu skyldur. Tað merkir, at tá ið hesi rættindi eru vunnin, skal samfelagið vænta sær meira av brekaðum fólki. Tí, sum part av mannagongdini at vinna javnstøðu, skulu tiltøk verða sett í verk til at hjálpa brekaðum at taka við fullari ábyrgd sum samfelagsborgarar.

ST-fyrimyndarreglurnar geva ítøkiliga leiðbeining, sum Løgting, Landsstýri og aðrir myndugleikar eins væl og einstaklingar og feløg beinleiðis kunnu og eiga at brúka, sum grundarlag undir meiri tilvitsku og framtakssemi í tí dagliga arbeiðinum.

Yvirhøvur leggja meginreglurnar stóran dent á, at tað snýr seg um broyttan hugburð á øllum økjum í samfelagnum, og at tað er neyvt samband millum umhvørvi og hugburð hjá vanliga fólkinum og so tær avmarkingar, sum einstaklingar, ið eru brekaðir, vita um og kenna hvønn einasta dag. Og at tað eru avmarkingarnar í umhvørvinum og í teimum mongu skipaðu virksemunum í samfelagnum, t.d. upplýsing, samskifti og útbúgving, sum forðar fólki við førleikatarni at vera uppi í ymiskum á jøvnum føti við onnur, heldur enn at tað er sjálvt brekið, sum er forðingin.

Hetta merkir, at tað ikki bara snýr seg um almannaviðurskifti ella heilsuviðurskifti, tá ið vit røða um at tryggja øllum borgarum, ið bera brek møguleikan fyri at fáa fulla luttøku og somu møguleikar, men um eina felags ábyrgd, sum eisini hvílur á skúlaverki, mentunarlívi, arbeiðsmarknaði, samferðslu o.s.fr.

"Somu møguleikar fyri øll" merkir ein mannagongd, har allar tær ymisku skipanirnar í samfelagnum um umhvørvinum, sum til dømis tænastur, arbeiði, upplýsing og skjøl verða gjørdar atkomuligar hjá øllum, serliga brekaðum fólki.

Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær gerast fyrimynd um allan heim, tá ið nógvar tjóðir seta tær í verk við ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvør einstøk tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt, at arbeiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk.

Soleiðis eiga vit eisini at tryggja, at politikkurin, sum verður rikin í Føroyum er í samsvari við "Fyrimyndarreglurnar um javnlík rættindi hjá brekaðum". Millum annað á henda hátt lima Føroya seg inn í altjóða samfelagið.

Almannanevndin sum fer til verka áðrenn jól, og sum verður sett saman av fakfólki, brúkarum, fyrisitingini og fólki við almennari vitan, skal millum annað gera tilmæli til tær tillagingar av føroysku almannalóggávuna sum krevjast, til tess at tryggja brekaðum javnbjóðis rættindi og skyldur.

Stuðul á fíggjarlógini
ST-meginreglurnar vísa á uppgávurnar og týdningin hjá feløgum teirra brekaðu.

Í løgtingsfíggjarlógini fyri tey síðstu árini hevur Meginfelag teirra brekaðu fingið 900.000 kr. í stuðli.

MBF er ein samskipanarfelagsskapur fyri nógv limafeløg. Stuðulin verður útgoldin soleiðis, at feløgini fáa eina grundupphædd umframt gjald eftir limatali.

Landsstýrið hevur regluligt samskifti við MBF í spurningum sum viðvíkja støðu teirra brekaðu, og MBF skipar saman við limafeløgum sínum fyri umfevnandi fundarvirksemi, ið er við til at gera vart við støðu og tørv teirra brekaðu.

Harumframt fær felagið Javni í inniverandi ári 300.000 kr., og er sama upphædd sett av á fíggjarlógini fyri ár 2000. Eisini felagið Javni rekur eitt miðvíst upplýsandi virksemi kring landið og umboðar limir sínar mótvegis landsstýri og øðrum myndugleikum.

Taka vit saman um samskiftið millum landsstýrið og MBF og Ráðið fyri brekað eru tað serliga fýra høvuðsmál sum troðka á:

  1. vantandi viðgerðar- og venjingarmøguleikar hjá rørslutarnaðum og øðrum í bera brek ella sjúku
  2. vantandi atkomumøguleikar til almennar stovnar, samskiftiskervið, almennar bygningar og almenn støð
  3. endurbúgving og arbeiðstilboð til handikappaði
  4. Búmøguleikar hjá fólki, ið bera álvarsom brek

Tað ber tí ikki til at siga, at vit eru komin á mál enn, men eitt økt orðaskifti og eitt betri innlit hjá øllum myndugleikum bæði hjá landi og kommunu, fer óivað at gagna framburði á økinum. Til tess krevjast ikki bert øktar játtanir, men eisini broyttur hugburður og at ábyrgd og skylda at beina burtur forðingar hjá brekaðum at vera uppi í øllum, verður løgd á allar okkara samfelagsskipanir og øll okkara aðalstýrir.


Viðgerðar- og venjingarmøguleikar fyri rørslubrekaði o.o.
MBF og onnur sjúklingafeløg hava fleiri ferðir gjørt vart við, at tað er ein stórur trupulleiki, at eingir samskipaðir viðgerðar- og venjingarmøguleikar eru til teir mongu føroyingar, sum bera ymisk rørslubrek.

Á fundum hevur verið víst á bæði við dømum og tølum, at vit standa við einum alsamt vaksandi trupulleika, og at vantandi tilboð sum frá líður, fara at føra til eyka útreiðslur innan almanna og heilsuverkið, umframt teir mongu menniskjasligu sorgarleikir, ið standast av, at fólk ov tíðliga gerast avlamin, og missa møguleikan at lívbjarga sær sjálvum, og at viðgerð sum hevur bøtt um førleikan hjá mongum ikki verður hildin við líka.

Talan er um ein samansettan spurning, ið bæði snýr seg um almannalóggávuna, barnaforsorgarlóggávuna, heilsuverkið og skúlaverkið. Og spurningurin fevnir um bæði børn, ung og gomul.

Seinasta árið hevur Landssjúkrahúsið og Almanna- og heilsumálastýrið sett í verk eina royndarskipan, ið loyvir spastiskum børnum til Skotlands at fáa eitt serligt uppvenjingartilboð, ið verður kallað Petø. Henda viðgerð verður fíggjað við heimild í barnaforsorgarlógini. Kravt verður at serkønt fólk á Landssjúkrahúsinum visiterar sjúklingarnar.

Ein avleiðing av tiltakinum at senda nøkur børn til Skotlands er, at onnur sjúklingafeløg hava gjørt vart við, at enn er einki tilboð til tey, sum eru eldri ella vaksin. Og víst verður á, at tað ber til at senda rættiliga nógvar sjúklingar eitt nú til ein viðgerðarstovn í Svøríki, ið verður mettur at vera framkomin. Almanna- og heilsumálastýrið hevur kortini ongan møguleika haft at ganga hesi umbøn á møti. Hvørki fíggjarliga ella fyrisitingarliga.

Somuleiðis hava ymisk sjúklingafeløg, ið varða av rørslutarnaðum, eins og MBF skipað fyri fundum, har eisini skúlaverkið/Sernámsdepulin var boðið við.

Á tílíkum felagsfundi í vár, varð komið ásamt um, at seta ein arbeiðsbólk at greina út tørvin og møguleikar at nøkta tørvin her í Føroyum, og at greina út, hvussu skúlaverk og almanna og heilsuverk kunnu samstarva um spurningin. Fyrireikandi fundir vóru hildnir, og í samráð við Signar á Brúnni, landsstýrismann í skúlamálum, var arbeiðsbólkurin formliga settur í heyst, og umboð vórða vald fyri Almanna og heilsumálastýrið, Undirvísingar og mentamálastýrið, MBF (rørslubólkurin) og Fysioterapeutfelagið.

Heitt verður á arbeiðsbólkin at gera eina frágreiðing:

  1. Sum lýsir hvussu samansetingin er millum rørslutarnaðar føroyingar viðvíkjandi aldri, sjúkum og øðrum tilburðum, ið elva til rørslubrek millum føroyingar. Gera eina meting um, hvussu talið og samansetingin verður nøkur ár fram í tíðini.
  2. Sum lýsir á hvønn hátt vit í Føroyum kunnu nøkta tørvin á viðgerð, eftirviðgerð og venjing á besta og á mest skynsaman hátt.
  3. Sum lýsir á hvønn hátt almanna, heilsu, og skúlaverkið kunnu samstarva um at loysa henda tørv við atliti til, at bæði almanna- heilsu og skúlaverkið hava avmarkaða fíggjarorku at ráða yvir. Og at meta um, hvønn leiklut privatir terapeutar skulu hava á økinum.

Miðað varð eftir at arbeiðsbólkurin skuldi vera liðugur við sína útgreining áðrenn 1. desember í ár, til tess at støða kann takast til, hvussu vit skipa eitt gott viðgerðar og venjingartilboð til rørslutarnaði í Føroyum.

Aftaná at arbeiðsbólkurin hevði havt fund síðst í oktober mánaði, vendi arbeiðsbólkurin sær til landsstýrismannin um, at tað ikki var møguligt at verða liðugur við arbeiðið longu til 1. desember í ár. Arbeiðsbólkurin hevur kunnað landsstýrismannin um, at neyðugt er at gera eina kanning av, hvussu stórur tørvurin er á uppvenjing, hvør hevur tørv og hvat fyri slag av uppvenjing talan er um. Samstundis er arbeiðsbólkurin farin í holt við at kanna, hvat fyri uppvenjingarstøð/tilboð eru í Føroyum í dag.

Arbeiðsbólkurin metir, at hann kann lata landsstýrismanninum eina frágreiðing á vári ár 2000. Við støði í hesari frágreiðing er ætlanin at leggja fyri samgongu og fyri Løgtingið eina heildarætlan, ið hevur til endamáls at bøta um viðgerðar- og venjingarmøguleikarnar í Føroyum.


Viðvíkjandi kunngerð um atkomumøguleikar fyri brekað
Løgtingið samtykti í 1997 eina broyting til løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir. Lógarbroytingin skal útvega heimild til at gera byggireglur við serligum fyriliti til fólk, sum á ein ella annan hátt eru rørslutarnað. Víst hevur verið á, serliga frá MBF, at tá bygt verður, ella tá vegir og onnur tílík anlegg verða gjørd, verður ikki í nóg stóran mun havt fyrilit fyri, at hesir bygningar og hesir samskiftisvegir skulu nýtast av fólki, sum á ein ella annan hátt eru rørslutarnaði.

Tørvur er tí á reglum, sum áseta krøv um, at vegir, og líknandi anlegg, bygningar og øki uttanum bygningar, verða gjørd soleiðis, at eisini rørslutarnaðum og brekaðum verða tryggjaði góðar atkomumøguleikar.

Tær fyrisitingarligu reglurnar eiga at verða gjørdar av bygdaráðnum og verða ásettar í byggisamtykt, hvørs gildisøki er geografiskt avmarkað til kommununa. Eisini kann landsstýrismaðurin í kommunumálum í einari serligari byggireglugerð áseta almennar reglur.

Ráðið fyri brekað, sum er ráðgevandi hjá landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum viðvíkjandi viðurskiftum hjá brekaðum, hevur heitt á landsstýrismannin um at fáa gjørt eina kunngerð, sum skal betra um atkomumøguleikarnir hjá brekaðum og illa gongdum fólki. Og hevur Ráðið fyri brekað á samráð við Almanna og heilsumálastýrið gjørt eitt uppskot til tílíka kunngerð.

Endamálið við kunngerðini er, at áleggja almennum myndugleikum, privatum fyritøkum/feløgum og bygningum har alment virksemi heldur til, at arbeiða fyri at betra ferðslu- og atkomuviðurskiftunum hjá brekaðum. Hetta skal gerast soleiðis, at:

  1. brekað skulu hava atgongd til læknastovur, tannlæknastovur, fysioterapeutar, apotek v.m. Á farstøðum, við ferjuhavnir og floghavnir skal vera atkomuligt fyri brekað.
  2. almennir bygningar skulu innrættast soleiðis at teir eru atkomuligir fyri brekað. Almen flutningstól, tvs. bussar, ferjur, flogfør, hýruvognar, eiga í so at siga næstan øllum førum at vera atkomulig fyri brekað.
  3. Serflutningsskipan Landsins skal útbyggjast, soleiðis at øll kunnu fáa nøktað koyritørvin bæði lokalt og uppá landsplan.
  4. gøtur, vegir v.m eiga at gerast á ein slíkan hátt, at ferðslan fyri allar bólkar av brekaðum verður sett í hásæti, har tað kann lata seg gera.
  5. við ráðlegging og projektering av bygningum skal ábyrgdarmyndugleikin tryggja, at byggingin er vinarlig fyri brekað. Fyri at fáa tað besta burturúr er neyðugt við góðum og tøttum samarbeiði við "Meginfelag Teirra Brekaðu (MBF)".

Kunngerðin ásetur, at tá kommunalur byggimyndugleiki veitir byggiloyvi, hevur hann skyldu til at gera eina meting av øllum byggimálum og seta krøv, ið tryggja at almennar ásetingar um atkomuviðurskifti verða fylgd.

Landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum er kunnaður um at uppskotið til kunngerð um atkomumøguleikar hjá brekaðum er liðugt. So skjótt sum kunngerðin er handað landsstýrsmanninum í almanna og heilsumálum verður hon send til landsstyrismannin í kommunumálum við áheitan um at seta hana í gildi sum skjótast.

Vard verkstøð og ALV
Sjálvsognarstovnurin ALV varð stovnaður í 1956 av Vanlukkutryggingarráðnum. Hetta merkir, at Vanlukkutryggingarráðið hevur valt stýrið gjøgnum øll hesi árini, hevur góðkent reglugerðina og møguligar broytingar, og hevur eisini, sum stovnari, havt heimild til at avtaka sjálvsognarstovnin.

Vanlukkutryggingarráðið ynskir saman við stýrinum fyri ALV, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum yvirtekur leiklutin hjá Vanlukkutryggingarráðnum. Henda umbøn er komin til landsstýrismannin fyri umleið einum ári síðani, men ymisk viðurskifti hava gjørt at onki er broytt enn. Almanna- og heilsumálastýrið hevur gjørt nýggjar viðtøkur fyri ALV, og hevur heitt á stýrið fyri ALV at fáa nøkur viðuskiftir í sjálvsognarstovninum uppá pláss, áðrenn landsstýrismaðurin yvirtekur leiklutin hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

Tað er nýggja stýrið fyri ALV sum ger av um virksemið skal økjast, men landsstýrismaðurin vil gera sítt til at hækka stuðulin frá landskassanum, um tað gerst neyðugt, til tess at menna tey verkstaðstilboð, sum tørvur er á.

Tað eru fleiri verkstøð runt um í landinum til menningartarnaði. Tað nýggjasta av teimum er vesturi í Vágum. Hetta verkstað varð sett á stovn í 1998. Fyribils er hetta verkstað á royndarstøði í leigaðum hølum í skúlanum í Sørvági, men tað hevur longu víst seg at tørvurin er størri enn mett var frá fyrstani av, og tí verður skjótt neyðugt at víðka um hetta virksemi.


Stuðulsfólkaskipanin
Almannastovan umsitur ídag eina skipan við stuðulspedagogum. Ætlanin er at henda skipan skal leggjast saman við serforsorgina, og at skipanin skal samskipast betri enn hon er í dag.

Skipanin kann býtast í tveir partar. Tann eini parturin er tann, har stuðulspedagogur verður settur í mun til eitt fysiskt brek. Hin parturin av skipanini er tann, har stuðulspedagogar verða settir í mun til eitt fyribyrgjandi arbeiðið. Her er sum oftast talan um stuðulspedagogar sum verða játtaðir smb. barnaforsorgarlógini, og sum skulu forða fyri at ein hóttandi støða hjá eini familju við børnum sleppur at vinda uppá seg. Talan er í dag um einar 120 stuðulspedagogar tilsaman.

Orsøkin til ætlanina at leggja hesa skipan undir Serstovnadeildina er fyrst og fremst tann, at fáa eina betri samskipan á økinum, og fyri at stimbra og menna eitt fakligt umhvørvi, har stuðlarnir verða betri brúktir, og ein tílík samskipan ger eisini, at tað verður eitt betur yvirlit yvir skipanini, og tá er eisini størri møguleiki at fylgja við um skipanin virkar nøktandi.

Bústaðartilboð
Í 1998 var Serforsorgin og Heimarøktin, sum fyrr hava verið ein partur av Almannastovuni, løgd saman undir eina nýggja felags leiðslu. Hetta varð gjørt, tí mett varð, at hesi bæði økini røkja á leið somu uppgávur, og í fleiri førum somu málbólkar. Sum dømi kann nevnast tey psykisk sjúku, sum við hesi skipan kunnu fáa heilsu- og pedagogiska hjálp frá kvalifiseraðum starvsfólki innan sama stovnsøki.

Hetta samskipanararbeiði er byrjað, og farið er í gongd við at skipað nakrar av teimum stovnum sum hýsa psykiskt sjúkum fólki. Talan er um tveir sjálvsognarstovnar í Havn, sum upprunaliga vórðu settir á stovn av privatum.

Sjálvsognarfelagið
Sjálvsognarstovnurin "Sambýlir" er settur á stovn í 1998 av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum. Leiðslan fyri Sjálvsognarstovnin "Sambýlir" er ein 3-manna nevnd, sum landsstýrismaðurin velur, og sum skulu umboða Almanna- og heilsumálastýrið og Húsalánsgrunnin.

Hesin sjálvsognarstovnurin er settur á stovn við tí endamáli at eiga og reka so bíliga sum til ber ognir, sambýlir, sum bústað til brekað.

Felagið hevur higartil keypt nøkur sethús. Enn hevur tað verið soleiðis, at hesi hús hava verið nýtt til at flyta fólk, sum áðrenn búðu á stovnum, sum hildu til í leigaðum hølum.

Ætlanin hjá sjálvsognastovninum er at keypa fleiri hús, tí tørvur er á tí, men neyðugt verður við hægri rakstrarjáttanum til serstovnaøkið til at reka fleiri slík sambýlir. Hjálagt er eitt yvirlit yvir tørvin á búplássum hjá brekaðum. Løgting og Landsstýri eiga at taka hetta yvirlit í stórum álvara, og so skjótt sum til ber at økja játtanina til rakstur av fleiri bústovnum.

Nýggj lóggáva
Nýggjar lógir á pensjónsøkinum eru samtyktar av løgtinginum í 1999. Í løtuni liggur eitt uppskot í tinginum, sum hækkar allar pensjónirnar frá ár 2000, eisini til fyritíðarpensjonistar.

Í ár 2000 er ætlanin at broyta forsorgar- og barnaforsorgarlóggávuna. Serliga forsorgarlógin er tann lógin sum viðvíkur teimum brekaðu.

Við støði í hesari frágreiðing eins og við støði í Fyrimyndarreglunum um javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk, verður heitt á Føroya Løgting at hava eitt orðaskifti um viðurskifti teirra brekaðu í sambandi við alheims dag teirra brekaðu í 1999.

./. Hjálagdur tørvslisti yvir búpláss, gjørdur av Almannastovuni og Serstovnadeildini.

 

Mikudagin 8. desember 1999 kl. 10.00 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.