ST fyrimyndarreglur - brekað

 

Sameindu tjóðir

 

Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk

United Nations, New York, 1994
Almanna- og heilsumálastýrið, 1999

 

ST -Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk, vórðu samtyktar á 48. altjóða ST aðalfundinum 20. desember 1993 (Resolution 48/96).

Ráðið fyri Brekað hevur heitt á Almanna- og heilsumálastýrið um at geva hesar fyrimyndarreglur út.

Týtt úr enskum hevur Nicolina Dahl.

Givið út: Almanna- og heilsumálastýrið, november 1999

 

Fororð

Alheimsfelagsskapurin Sameindu tjóða er ein felagsskapur, ið arbeiðir fyri at beina burtur mismun millum tjóðir, millum fólkasløg, millum borgarar og millum ymsar samfelagsbólkar. Felagsskapurin virkar fyri javnbjóðis rættindum fyri øll.

"Fyrimyndarreglur STs um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað", og sum standa at lesa í bóklinginum, tygum hava í hondini, eru bert eitt av mongum dømum um miðvísa virksemi STs.

Enn eru Føroyar ikki sjálvstøðugur limur í ST. Kortini verður stórur dentur lagdur á, at Føroyar fylgja altjóða leiðsreglum STs. Men fyri at kunna fylgja reglunum, er tað neyðugt, at øll kenna tær. Tað er tí at fegnast um, at vit nú kunnu lesa meginreglur STs um rættindi teirra brekaðu á føroyskum í hesum snotuliga bólkingi, ið øll kunnu ogna sær.

Vit kunnu staðfesta, at Sameindu tjóða leingi hevur víst rættindunum hjá brekaðum fólki stóran ans. Endamálið hjá ST at orða hesar Fyrimyndarreglur er at áseta nøkur altjóða viðurkend stevnumið, sum skulu tryggja rættindi teirra brekaðu og javnstøðu teirra, á sama hátt sum alheims viðurkendi mannarættindasáttmálin hevur virkað í nógv ár.

Á aðalfundinum í 1982 samtykti ST eina heimsverkætlan um, hvussu farast skal til verka viðvíkjandi brekaðum. Hetta var beint aftaná ár teirra brekaðu í 1981.

Samstundis varð avgjørt, at næsta tíggjuáraskeið, ið vardi frá 1983 til 1992, skuldi vera ST-tíggjuáraskeið teirra brekaðu. Eitt av úrslitunum sum spurdist burturúr var, at "Fyrimyndarreglurnar um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað" vóru samtyktar á ST aðalfundi tann 20. desember 1993. Tað er áhugavert í bóklinginum at kunna seg um søguna aftanfyri mannarættindi teirra brekaðu.

Nú ST-fyrimyndarreglurnar eru komnar á føroyskum, eru tey politisku málini um javnstøðu og javnbjóðis rættindi teirra brekaðu gjørd sjónlig og ítøkilig, og ikki minst, hvussu farast skal fram.

Til dømis áseta ST-fyrimyndarreglurnar í teimum fyrstu greinunum, at vit alsamt og støðugt eiga at gera vart við tørv og rættindi hjá brekaðum, at brekað eru borgarar við somu rættindum og skyldum, sum aðrir borgarar, og sostatt hava rætt til tiltøk sum beina burtur allar forðingar sum tarna teimum at vera uppi í øllum, at brekaðum verður tryggjað viðgerð, endurbúgving og annan stuðul, soleiðis at tey kunnu lutaka í samfelagslívinum á jøvnum føti við onnur.

Hesar grundleggjandi fyritreytir verða fylgdar av ítøkiligum leiðbeiningum um, hvussu vit veita øllum fullgóðan møguleika til vitan, kunning og samskifti eins væl og til útbúgving, arbeiði, inntøkutrygd og almanna trygd, familjulív, mentunarlív, frítíð, ítrótt og átrúnað.

Víst verður á, at tá ið brekað fólk fáa somu rættindi sum onnur, skulu tey eisini hava somu skyldur. Tað merkir, at tá ið hesi rættindi eru vunnin, skal samfelagið vænta sær meira av brekaðum fólki. Tí sum part av mannagongdini at vinna javnstøðu, skulu tiltøk verða sett í verk til at hjálpa brekaðum at taka við fullari ábyrgd sum samfelagsborgarar.

ST-fyrimyndarreglurnar geva ítøkiliga leiðbeining , sum Løgting, Landsstýri og aðrir myndugleikar eins væl og einstaklingar og feløg beinleiðis kunnu og eiga at brúka sum grundarlag undir meiri tilvitsku og framtakssemi í tí dagliga arbeiðinum.

Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær gerast fyrimynd um allan heim, tá ið nógvar tjóðir seta tær í verk við ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvør einstøk tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt at arbeiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk.

Soleiðis eiga vit eisini at tryggja, at politikkurin, sum verður rikin í Føroyum er í samsvari við "Fyrimyndarreglurnar fyri javnlíkum rættindum hjá brekaðum".

Helena Dam á Neystabø
landsstýrismaður í Almanna- og heilsumálum

 

ST-FYRIMYNDARREGLUR UM AT ÚTVEGA JAVNLÍKAR MØGULEIKAR FYRI BREKAÐ.

INNGANGUR 7

Bakstøði og nútíðar tørvur 7
Undanfarin altjóða tiltøk 8
Fram ímóti Fyrimyndarreglum 9
Endamálið við og innihaldið í Fyrimyndarreglunum um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk 9
Grundleggjandi hugtøk í politikki teirra brekaðu 10

FORMÆLI 13

I. FORTREYTIR FYRI JAVNLÍKARI LUTTØKU 16

1. regla. Betri tilvitska 16
2. regla. Viðgerð. 17
3. regla. Endurbúgving 18
4. regla. Stuðulstænasta. 19

II. ØKI, HAR BØTAST SKAL UM 20

5. regla. Atkoma. 20
6. regla. Útbúgving. 21
7. regla. Arbeiði. 23
8. regla. Inntøkutrygd og almannatrygd. 24
9. regla. Heimalív og egið frælsi. 25
10. regla. Mentan 26
11. regla. Frítíð og ítrótt. 27
12. regla. Átrúnaður. 27

III. AT FREMJA Í VERKI. 29

13. regla. Upplýsing og gransking. 29
14. regla. Stevna og ráðlegging. 30
15. regla. Lóggáva. 30
16. regla. Búskaparpolitikkur. 31
17. regla. Arbeiðssamskipan. 32
18. regla. Feløg teirra brekaðu. 32
19. regla. Starvsfólkaútbúgving. 33
20. regla. Eftirlit við og endurskoðan av verkætlanum fyri brekað í sambandi   við at fremja Fyrimyndarreglurnar í hvørjum landi sær. 34
21. regla. Tøkniligt og búskaparligt samstarv. 34
22. regla. Altjóða samstarv. 35

IV. EFTIRLIT 37

INNGANGUR

Bakstøði og nútíðar tørvur

1. Brekað fólk eru um allan heim, í øllum stættum í hvørjum einasta samfelagi. Nógv fólk í heiminum eru brekað, og tey verða alt fleiri og fleiri.

2. Orsakirnar til brek og avleiðingarnar av breki eru ymiskar, alt eftir hvar í heiminum ein býr. Hesi frábrigdi koma av ymiskum sosio/búskaparligum umstøðum, og av, hvussu tey ymisku londini hava umsorgan fyri lívskorunum hjá borgarunum.

3. Nútíðar politikkur fyri brekað fólk er úrslitið av menningini hesi seinastu 200 árini. Á mangan hátt vísir hann tey vanligu lívskorini og almanna- og búskaparpolitikkin, sum hevur valdað upp gjøgnum tíðirnar. Men tá ið hugsað verður um brek, so eru tað so nógvar serligar umstøður, sum hava ávirkað lívskorini hjá brekaðum. Ókunnleiki, órøkt, pátrúgv og ótti eru sosial viðurskifti, sum upp gjøgnum søgu teirra brekaðu hava avbyrgt tey brekaðu og seinkað menning teirra.

4. Sum árini gingu, so broyttist politikkurin fyri brekað fólk frá at vera grundleggjandi røkt til eisini at umfata at útbúgva brekað børn og endurbúgva tey, sum gjørdust brekað tilkomin. Gjøgnum útbúgving og endurbúgving gjørdust brekað fólk virknari og gjørdust drívmegin framhaldandi at menna politikk teirra brekaðu. Feløg fyri brekað, ætt teirra og forsprákarar, vórðu stovnað, og tey røddu fyri betri umstøðum hjá teimum brekaðu. Eftir seinna heimsbardaga komu fram hugtøkini um innliman/integratión og regluskipan. Hesi hugtøk vísa eina vaksandi tilvitsku um evni og møguleikar hjá fólki, sum eru brekað.

5. Seinast í sekstiárunum fóru feløg fyri brekað í summum londum at orða eitt nýtt hugtak um brek. Hetta nýggja hugtak vísti á tað neyva sambandið millum avmarkingarnar, sum einstaklingar, ið eru brekaðir, vita um, at tillaga umhvørvi teirra og hugburðin hjá vanliga fólkinum. Um sama mundið vóru trupulleikarnir hjá brekaðum í menningarlondunum alt sjónskari og sjónskari. Í summum av hesum londum var lutfalsliga stórur partur av fólkinum hildin at vera brekaður, og sum oftast vóru hesi fólk serstakliga fátøk.

Undanfarin altjóða tiltøk

6. Sameindu tjóðirnar og aðrir altjóða felagsskapir hava nú leingi víst rættindunum hjá brekaðum stóran ans. Tað týdningarmesta, sum kom burturúr "Árið teirra brekaðu" í 1981, var heimsverkætlanin um, hvussu farast skal til verka viðvíkjandi brekaðum fólki. Heimsverkætlanin var viðtikin á ST aðalfundinum við viðtøku 37/52 tann 3. desember 1982. Ár teirra brekaðu og heimsverkætlanin settu meiri ferð á framstigini á hesum øki. Tey bæði løgdu dent á rættindini hjá teimum brekaðu til at fáa somu møguleikar sum aðrir borgarar, og samstundis at tey eisini fáa líka stóran ágóða sum hini av teimum batnandi livikorunum, sum koma av búskaparligari og sosialari menning. Hetta var eisini fyrstu ferð, at brek var lýst sum avleiðing av sambandinum millum brekað fólk og umhvørvi teirra.

7. Í 1987 var tíggjuáraskeiðið, sum legði dent á brekað, hálvrunnið, og tá var í Stokkhólmi hildin heimsumfatandi fundur fyri serfrøðingar. Á hesum fundi var heimsverkætlanin kannað. Skotið varð upp á fundinum, at ein vegleiðandi hugburður átti at vera settur fram, til at vísa á, í hvørjari raðfylgju farið skuldi vera til verka í komandi árunum. Grundarlagið undir hesum hugburði skuldi vera at viðurkenna rættindi teirra brekaðu.

8. Av somu orsøk viðmælti fundurin, at ST-aðalfundurin setti niður eina serliga ráðstevnu, til tess at gera uppskot til eina altjóða samtykt, sum skal beina burtur allan mannamun móti brekaðum. Ætlanin var so, at hvørt einstakt land í Sameindu tjóðunum skuldi seta í verk hesa samtykt, áðrenn tíggjuáraskeiðið var runnið.

9. Italia gjørdi so uppskot til hesa samtykt, og hon var skotin upp á ST aðalfundinum, tá ið hann helt sína 42. setu. Á 44. setu hjá aðalfundinum setti Svøríki aftur eitt uppskot fram til altjóðasáttmála. Men hvørga ferðina bar til at fáa semju um, at slík samtykt var neyðug. Nógv umboð hildu, at tær mannarættindaviðtøkur, ið longu vóru, áttu at kunna tryggja brekaðum somu rættindi, sum øðrum fólkum.

Fram ímóti Fyrimyndarreglum

10. Av tí at semja fekst ikki á aðalfundinum, samdist Búskapar- og almanna ráðið endiliga á fyrstu regluligu setu síni um, at tað skuldi savna seg um at skapa eitt altjóða amboð av øðrum slagi. Við viðtøku síni 1990/26, sum var gjørd 24. mai 1990, leit ráðið nevndini fyri sosialari menning til, at hugsa um á 32. setu síni at seta niður ein arbeiðsbólk við ongari tíðaravmarking til hetta høvið. Í hesum arbeiðsbólki skuldu vera stjórnarserfrøðingar, fíggjaðir av sjálvbodnum, til at skapa einar Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað børn, ung og vaksin í neyvum samstarvi við serstovnarnar hjá ST, aðrar millumstjórnabólkar og ikki almennar áhugafelagsskapir, serliga felagsskapir teirra brekaðu. Ráðið kravdi eisini av nevndini, at teksturin til hesar reglur skuldi vera liðugur til umhugsanar í 1993, soleiðis at reglurnar kundu leggjast fram á ST-aðalfundinum í 48. setu.

11. Tá kjakast var á triðju ráðstevnuni hjá aðalfundinum á 45. setu sást, at stór undirtøka var fyri hesum nýggja tiltaki til at skapa Fyrimyndarreglur um at útvega javnlíkar møguleikar fyri fólk, ið eru brekað.

12. Á 32. setu hjá ráðnum fyri sosiala menning, fekk framtakið fyri Fyrimyndarreglunum stuðul frá nógvum umboðum, og kjakið elvdi til viðtøku nr. 32/2 frá 20. februar 1991, tá ger ráðið av at seta niður ein arbeiðsbólk til hetta høvið í samsvari við viðtøkuna hjá búskapar- og sosialu nevndini nr. 1990/26.

Endamálið við og innihaldið í Fyrimyndarreglunum um at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk

13. Fyrimyndarreglurnar um at útvega teimum brekaðu somu møguleikar sum øðrum bygdu á tær royndirnar, sum gjørdar vóru í tíggjuáraskeiðnum fyri brekað hjá ST (1983 - 1992). Altjóða viðurkendu mannarættindalógirnar, sum fata um altjóða mannarættindayvirlýsingina, Altjóða sáttmálin um fíggjarlig, sosial og mentanarlig rættindi, Altjóðasamtyktin um rættindi hjá børnum  og samtyktin um at beina burtur allan mismun við kvinnur eins og heimsverkætlanin, sum viðvíkur brekaðum fólki, eru tær viðtøkur, sum skapa tað politiska og moralska grundarlagið undir hesum reglum.

14. Hóast hesar reglur ikki eru bindandi, kunnu tær gerast fyrimynd um allan heim, tá ið nógvar tjóðir seta tær í verk við ætlanum um at virða tær sum reglu í altjóða lóg. Tær krevja, at hvør einstøk tjóð bindur seg bæði moralskt og politiskt at arbeiða fyri javnrættindi fyri brekað fólk. Reglurnar vísa á týdningarmiklar grundreglur um ábyrgd, virki og samstarv. Víst verður á øki, sum hava avgerandi týdning fyri lívsvirði og møguleikan fyri at fáa fulla luttøku og somu møguleikar. Fyrimyndarreglurnar eru eini ráð til brekað fólk og teirra feløg, eitt amboð, sum tey kunnu brúka sum fyrimynd, tá ið politiskar avgerðir og verkætlanir verða settar í verk. Tey geva grundarlag fyri tøkniligum og búskaparligum samstarvi millum tjóðirnar, Sameindu tjóðirnar og aðrar altjóða felagsskapir.

15. Endamálið við Fyrimyndarreglunum er at tryggja, at gentur og dreingir, kvinnur og menn, ið eru brekað, sum borgarar í egnum samfelagi kunnu njóta somu rættindi og skyldur sum onnur. Í øllum samfeløgum í heiminum eru enn forðingar, sum forða brekaðum at njóta síni rættindi og sítt frælsi, og gera tað trupult hjá teimum á jøvnum føti at vera uppi í tí, sum er í samfelagnum. Øll lond hava ábyrgdina av at seta hóskandi tiltøk í verk til at bróta niður slíkar forðingar. Fólk, sum eru brekað, og feløg teirra skulu hava virknan lut sum samstarvsfelagar í hesi gongd. Tað at útvega javnlíkar møguleikar fyri brekað fólk er eitt týdningarmikið íkast til tær almennu og heimsumfatandi royndirnar at stimbra menniskjaligt tilfeingi. Serligur dentur verður møguliga lagdur á at savnast um bólkar sum t.d. kvinnur, børn, tey framkomnu, tey fátøku, gestaarbeiðsfólk, fólk við fleiri brekum, upprunafólk og minnilutafólk. Harafturat eru nógv flóttarfólk, ið eru brekað, og tí hava tey serligan tørv, sum krevur eftiransni.

Grundleggjandi hugtøk í politikki teirra brekaðu

16. Hugtøkini, sum nevnd verða niðanfyri, verða nevnd allastaðni í Fyrimyndarreglunum. Tey eru í høvuðsheitum grundað á hugtøkini í Heimsverkætlanini viðvíkjandi brekaðum fólki. Í summum førum vísa tey ta menning, sum hevur verið í ST-tíggjuáraskeiðinum fyri brekað fólk.

Virkistarn og brek

17. Hugtakið "virkistarn" eru nógv ymisk virkistarn hjá øllum stættum í øllum londum í heiminum. Fólk kunnu vera virkistarnað av kropsligum, menningarligum ella sansingarligum darvi, heilsuligum ávum ella sálarligum sjúkum. Slík brek, umstøður ella sjúkur kunnu vera varandi ella bráðfeingis.

18. Hugtakið "brek", merkir at hava mist ella hava avmarkaðar møguleikar til at vera uppi í samfelagslívinum á jøvnum føti við onnur. Tað lýsir sambandið millum fólkið, ið er tarnað, og umhvørvið. Endamálið við hesum hugtaki er at leggja dent á avmarkingarnar í umhvørvinum og í teimum mongu skipaðu virksemunum í samfelagnum, t.d. upplýsing, samskifti og útbúgving, sum forðar fólki við førleikatarni at vera uppi í ymiskum á jøvnum føti við onnur.

19. Tað, at vit brúka hesi bæði hugtøk, "virkistarn" og "brek", sum lýst eru í grein 17 og 18, skal verða skilt eftir nútímans søgu teirra brekaðu. Upp gjøgnum sjeytiárini var stór mótstøða millum umboð fyri feløg teirra brekaðu og tey serkønu, sum arbeiða við brekaðum, ímóti hugtøkunum, sum tá vóru brúkt. Hugtøkini "virkistarn" og "brek" vóru ofta brúkt á ein ógreiðan og ørkymlandi hátt, sum gav vánaliga vegleiðing til politisk lóggevandi og lógútinnandi. Hugtøkini vístu ein læknafrøðiligan og sjúkugreiningarligan hugburð, sum skumpaði til viks lýti og ófullkomileika hjá samfelagnum uttanum.

20. Í 1980 góðtók Alheims Heilsustovnurin eina altjóða sundurflokkan í virkisdarv, virkistarn og brek, sum vísti á ein nágreiniligari og samstundis meira viðkomandi hugburð. Altjóða sundurflokkanin millum virkisdarv, virkistarn og brek  ger greiðan mun millum virkisdarv, virkistarn og brek. Hetta hevur verið brúkt víða um, t.d. í endurbúgving, útbúgving, hagfrøði, politikki, lóggávu, fólkafrøði (demografi), samfelagsfrøði (sociologi), búskaparfrøði og mannfrøði (antropologi). Summir brúkarar hava stúrt fyri, at sundurflokkanin, tá viðvíkur breki, møguliga enn kann metast at vera ov læknafrøðilig og ov nógv miðsavnað um einstaklingin, og kanska ikki nóg væl lýsir sambandið millum samfelagsligar umstøður, og hvat væntað verður av tí einstaka, og hvat tann einstaki megnar. Hesin ampi og aðrar atfinningar, sum brúkarar eru komnir við hesi 12 árini síðan flokkanin kom fram, verður tikin upp aftur, tá ið sundurflokkanin verður endurskoðað aftur.

21. Sum úrslit av royndum, sum eru gjørdar síðan Heimsverkætlanin varð sett í verk, og sum úrslit av tí almenna kjakinum, sum var í tíggjuáraskeiðinum hjá ST fyri brekað, var tað, sum kunnleikin gjørdist betri, og fólk betur skiltu spurningin um brekað og tey orðini, sum brúkt vórðu. Málbúnin nú á døgum viðurkennir tørvin á, bæði at lýsa tað, tí einstaka tørvar (sum til dømis endurbúgving og tøknilig hjálpartól), og tað, har samfelagið røkkur ov stutt (ymiskar forðingar fyri luttøku).

Fyribyrging

22. Heitið "fyribyrging" merkir arbeiðið, sum er ætlað at forða fyri at kropslig, menningarlig, sálarlig ella sansingarlig brek koma fyri (1. fyribyrging) ella at forða fyri, at virkisdarv skapa varandi virkisavmarkingar ella virkisminkanir (2. fyribyrging). Fyribyrging kann bera í sær fleiri ymisk sløg av verkætlanum, sum til dømis grundleggjandi heilsurøkt, røkt fyri og eftir barnsburð, kunnleika um føðslu, koppsetingarherferðir móti smittusjúkum, royndir til at fáa tamarhald á landafrøðiligum sjúkum, trygdarreglugerðir, ætlanir til at forða fyri arbeiðsskaða í ymiskum umhvørvi, millum annað at skapa arbeiðspláss, sum ikki elva til skaða og sjúku hjá fólki, og forða fyri brekum, sum koma av at umhvørvið verður dálkað ella vápnaðar ósemjur taka seg upp.

Endurbúgving

23. Heitið "endurbúgving" sipar til eina mannagongd, sum er ætlað at geva brekaðum møguleikan fyri at fáa og halda sínum fremsta kropsliga, sansingarliga, menningarliga, sálarliga og/ella sosiala førleika, og soleiðis skapa teimum møguleika fyri at broyta lív sítt, so at tey kunnu gerast sjálvbjargnari. Endurbúgving kann eisini fata um møguleikan fyri at geva og/ella endurgeva førleika, ella seta í staðin fyri mistar virkismøguleikar ella avmarkaðar virkismøguleikar. Endurbúgving er ikki fyrsta viðgerðin. Hon fatar um ein heilan hóp av fyriskipanum og tiltøkum frá tí heilt grundleggjandi og vanligu endurbúgvingini til eitt miðvísari virksemi til dømis vinnuvirkna endurbúgving.

Somu møguleikar fyri øll

24. Heitið "Somu møguleikar fyri øll" merkir eina mannagongd, har allar tær ymisku skipanirnar í samfelagnum og umhvørvinum, sum til dømis tænastur, arbeiði, upplýsing og skjøl verða gjørdar atkomuligar hjá øllum, serliga brekaðum fólki.

25. Grundreglurnar um somu rættindi bera í sær, at tørvurin hjá hvørjum einstaklingi er líka týdningarmikil, at hesin tørvur má leggjast sum grund undir allari ráðlegging í samfelagnum, og at alt tilfeingi má verða brúkt, soleiðis, at tað tryggjar, at øll hava somu møguleikar til at vera uppi í øllum.

26. Brekað fólk eru samfelagsborgarar og hava rætt til at verða verandi í sínum egna umhvørvi. Tey skulu fáa tann stuðul, teimum tørvar í teirri vanligu skipanini til útbúgving, til heilsu, arbeiði og almannaveiting.

27. Tá ið brekað fólk fáa somu rættindi, skulu tey eisini hava somu skyldur. Tá ið hesi rættindi eru vunnin, skal samfelagið vænta sær meira av brekaðum fólki. Sum partur av hesi mannagongd til at vinna somu rættindi, skulu tiltøk verða sett í verk til at hjálpa brekaðum at taka við fullari ábyrgd sum samfelagsborgarar.

Formæli

Tjóðir,
sum geva gætur samtyktini, sum var gjørd við sáttmála Sameindu tjóða, um saman og sjálvstøðugt í samstarvi við aðrar felagsskapir at skapa betri lívskor, arbeiði til øll og somuleiðis búskaparlig og sosial framstig og menning,

sum sanna av nýggjum síni lyfti um mannarættindi og grundleggjandi frælsi, sosialt rættvísi og virðing og virði í hvørjum menniskja, so sum lýst í Sáttmálanum,

sum serliga leggja í minni altjóða fyrimyndina um mannarættindi, sum er skrivað í Altjóða sáttmálanum um mannarættindi3, Altjóða sáttmálanum um búskaparlig, sosial og mentanarlig rættindi4 og Altjóða sáttmálanum um borgararætt og politisk rættindi 4,

sum leggja áherðslu á, at hesir sáttmálar gera greitt, at umtalaðu rættindi skulu vera tryggjað hvørjum einstøkum, og ikki gera mannamun,

sum leggja í minni Sáttmálan um rættindi hjá børnum,5 sum forbjóðar mannamun, ið grundaður er á brek og krevur serlig tiltøk til at tryggja rættindini hjá brekaðum børnum, og Altjóða sáttmálan um at verja rættindi hjá øllum gestaarbeiðarum og ætt teirra,8 sum eisini hevur ávís tiltøk at verja brekað,

sum eisini leggja í minni greiningarnar í Sáttmálanum um at týna allan mismun á kvinnum6 við atliti at tryggja rættindini hjá brekaðum gentum og brekaðum kvinnum,

sum hava fyrilit við Viðtøkuni um rættindi teirra brekaðu, Viðtøkuni um rættindi hjá sálarliga menningartarnaðum, Viðtøkuni um sosiala framgongd og menning, Grundreglunum til at verja sálarliga sjúk og at bøta um arbeiðið sálarveikum at bata og onnur viðkomandi skjøl, sum Aðalfundurin hevur viðtikið,

sum somuleiðis vísa til teir viðkomandi sáttmálar og áheitanir, sum Altjóða arbeiðarafelagið (ILO) hevur viðtikið við serligum atliti at lata brekað fáa lut í í øllum arbeiði og ikki gera mismun,

sum geva gætur viðkomandi áheitanum og arbeiðinum hjá Ráðnum fyri útbúgvingar-, vísinda- og mentanarmálum hjá ST (UNESCO), serliga Heimsviðtøkuni viðvíkjandi útbúgving til øll, Alheimsheilsuráðnum (WHO), Barnagrunni ST's (UNICEF) og øðrum viðkomandi stovnum,

sum vísa til skyldu tjóðanna at verja umhvørvið,

sum geva gætur eftir oyðilegging, sum kemur av vápnaðum stríði, og sum harmast um, at tilfeingið, ið ikki røkkur til, verður brúkt til vápnagerð,

sum viðurkenna, at Heimsverkætlanin viðvíkjandi brekaðum fólki, og tann tulkingin, sum stendur í henni um somu møguleikar, vísir á staðiliga ynskið hjá altjóða samfelagnum at geva teimum ymisku yvirlýsingunum og áheitanunum týdning í orði og verki,

sum viðurkenna, at endamálið við ST tíggjuáraskeiðinum fyri brekað (1983-1992) at fremja Heimsverkætlanina, enn er í gildi, og krevur bráðneyðugt og framhaldandi virki,

sum taka til eftirtektar, at Heimsverkætlanin er grundað á hugtøk, sum líka so nógv galda í menningarlondunum, sum í ídnaðarlondunum,

sum eru fullvísar í, at tað er neyðugt at herða stríðið fyri at brekað fólk kunnu fáa full javnrættindi og part í samfelagnum,

sum aftur leggja áherðslu á, at brekað fólk, foreldur, verjar, forsprákarar og feløg teirra skulu vera virkin saman við tjóðunum í at leggja til rættis og fremja øll tiltøkini, sum hava ávirkan á teirra borgaraligu, politisku, búskaparligu, sosialu og mentanarligu rættindi,

sum sambært Viðtøkuni nr. 1990/26 hjá Búskapar og sosiala ráðnum (ECOSOC) og sum byggja á ta nágreiniliga yvirlitið, sum stendur í Heimsverkætlanini yvir serlig tiltøk, sum eru neyðug fyri at brekað fólk kunnu fáa javnrættindi, hava viðtikið "Fyrimyndarreglurnar um at útvega javnlíkar møguleikar hjá brekaðum fólki", sum verða endurgivnar niðanfyri við tí endamáli:

a) at leggja áherðslu á, at alt arbeiðið á øki teirra brekaðu er treytað av nóg góðari vitan um og royndum við viðurskiftum teirra brekaðu og serliga tørvi teirra,

b) at leggja dent á, at mannagongdin, har øll sjónarmið av samfelagsins virki verða gjørd atkomulig fyri øll, er eitt grundleggjandi mál fyri sosio-búskaparligu menningina,

c) at vísa á týdningarmikil sosialpolitisk sjónarmið fyri øki teirra brekaðu, har sum tað er viðkomandi, virkin at skunda undir tøkniligt og búskaparligt samstarv,

d) at skapa fyrimyndir fyri politisku avgerðarmannagongdini, sum er neyðug til at vinna somu rættindi, í tí at havt verður í huga tær sera ymisku tøkniligu og búskaparligu umstøðurnar, sum eru, og ta sannroynd, at gongdin skal sýna grundleggjandi virðing fyri tí mentanarliga samanhangi, hon er í har, somuleiðis tann týdningarmikla leiklut, brekað fólk hava í hesum samanhangi,

e) at skjóta upp háttalag í hvørjum landi sær til neyvt samstarv millum tjóðirnar, stovnarnar í ST, aðrar millumtjóða stovnar og feløg teirra brekaðu,

f) at skjóta upp eina skipan til at hava eftirlit við gongdini, við tí í hyggju, at tjóðirnar hvør sær royna at fáa somu møguleikar hjá brekaðum fólki.

 

I. FORTREYTIR FYRI JAVNLÍKARI LUTTØKU

1. regla. Betri tilvitska

Tjóðir hvør sær eiga at bera so í bandi, at betri kunnleiki verður í landinum um brekað fólk, rættindi og tørv teirra, íkast teirra og menningarmøguleikar teirra.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at myndugleikar sum varða av, senda út dagførdar upplýsingar um verkætlanir og tænastur til brekað fólk, familju teirra, serkøn á økinum og almenningin. Upplýsingar til brekað fólk, skulu vera so, at tær hóska til teirra.

2. Tjóðirna hvør sær eiga at fara undir og stuðla upplýsingarherferðum viðvíkjandi brekaðum fólki og politikki teirra brekaðu, sum ber fram tann boðskap, at brekað fólk eru borgarar við somu rættindum og skyldum, sum aðrir borgarar, og sostatt hava rætt til tiltøk sum beina burtur allar forðingar, sum tarna teimum í at vera uppi í øllum.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja til, at brekað fólk verða lýst í fjølmiðlunum á ein positivan hátt; feløg teirra brekaðu eiga at verða eftirspurd um hetta.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at almenn skúlagongd í øllum lutum sæst aftur í høvuðsregluni um at vera uppi í øllum og hava somu møguleikar.

5. Tjóðirnar hvør sær eiga at bjóða brekaðum fólki og familju teirra og feløgum, at vera uppi í almennu undirvísingarætlanini, sum viðvíkur brekaðum.

6. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja til, at framtøk á privata økinum eisini hava spurningin viðvíkjandi teimum brekaðu í huga í øllum virksemi sínum.

7. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk og styðja verkætlanir, sum eru ætlaðar at menna kunnleikagrundarlagið hjá brekaðum fólki, tá ið tað viðvíkur teirra rættindum og møguleikum. Vaksandi sjálvsálit og myndugleiki fara at hjálpa brekaðum fólki til at taka av teimum møguleikum, sum standa teimum í boði.

8. Tað eigur at vera ein týdningarmikil partur av útbúgvingini hjá brekaðum børnum, at gera tey var við teir møguleikar, tey eiga. Hetta eigur eisini at vera havt í huga í endurbúgvingarverkætlanum. Brekað fólk kunnu eisini hjálpa hvør øðrum til hetta tilvit gjøgnum arbeiðið í felagi/feløgum sínum.

9. At menna tilvitið eigur at vera partur av útbúgvingini hjá øllum børnum, og eigur at vera partur í læraraskúlaútbúgving og í upplæring hjá øllum starvsfólki.

2. regla. Viðgerð.

Tjóðir hvør sær eiga at tryggja, at brekað fólk fáa munadygga heilsurøkt.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at arbeiða fram ímóti verkætlanum, sum eru stýrdar av tvørfakligum bólkum av yrkislærdum fólki til tess tíðliga at staðfesta, meta um og viðgera brek. Hetta kann forða, minka ella fyribyrgja virkisdarv. Slíkar ætlanir eiga at tryggja, at brekað fólk og familja teirra heilt og fult eru uppi í øllum, tá ið talan er um hin einstaka, og feløg fyri brekað, tá ið talan er um ætlanir og eftirmeting.

2. Starvsfólk í almannaverkinum á staðnum eiga at verða lærd at hjálpa til á økjum, sum t.d. at vera varug við brek tíðliga í lívinum, at geva ta fyrstu neyðugu hjálpina, og at boða frá á rætta staði.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at brekað fólk, fram um alt nýføðingar og børn, fáa somu heilsurøkt á sama grundarlagi og í somu skipan, sum aðrir borgarar í samfelagnum.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at øll starvsfólk í heilsuverkinum hava nóg góða útbúgving og eru før fyri at veita brekaðum fólki ta neyðugu heilsurøktina, og at tey hava atgongd til teir viðgerðarhættir og ta tøkni, sum tørvur er á.

5. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at øll starvsfólk í heilsurøktina eru so mikið væl útbúgvin, at tey ikki geva foreldrum óhóskandi ráð, og soleiðis avmarka møguleikarnar hjá børnum teirra. Henda útbúgvingin eigur alla tíðina at fara fram og eigur at vera bygd á nýggjastu upplýsingar, sum eru til taks á økinum.

6. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at brekað fólk fáa ta regluligu viðgerð og tann heilivág, sum teimum tørvar, til at halda ella bøta um støðu sína.

3. regla. Endurbúgving

Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at møguleikar eru at endurbúgva brekað fólk, so at tey kunnu gerast so sjálvbjargin og vælvirkin sum gjørligt!

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk ætlanir um at endurbúgva øll brekað fólk. Slíkar ætlanir eiga at vera grundaðar á tørvin hjá hvørjum einstøkum brekaðum fólki, og á hugtøkini um fult at vera uppi í øllum.

2. Í slíkum ætlanum eigur at vera eitt stórt virkisøki, sum t.d. grundleggjandi kunnleiki til at bøta um ella seta í staðin fyri førleikatarnaða virkisøkið, at ráðgeva brekaðum fólki og familju teirra, gera tey sjálvbjargnari, og serligar tænastur, sum t.d. tilboð um hjálp og vegleiðing.

3. Øllum brekaðum fólkum tørvar endurbúgving, og tey skulu hava atgongd til endurbúgving, eisini tey, sum eru illa brekað og/ella hava fleiri brek.

4. Brekað fólk og familja teirra, skulu hava møguleika at vera uppi í at leggja til rættis og skipa endurbúgving, sum viðvíkur teimum.

5. Allar endurbúgvingartænastur skulu vera til taks í nærumhvørvinum har tað brekaða fólkið býr. Í summum førum kann verða skipað fyri tíðaravmarkaðum endurbúgvingarskeiðum aðrastaðni, við tí fyri eyga at fáa eina ávísa upplæring.

6. Brekað fólk og familja teirra, eiga at vera eggjað til at endurbúgva seg, t.d. sum útbúnir lærarar, vegleiðarar og ráðgevar.

7. Tjóðirnar hvør sær eiga at læra av royndunum hjá feløgum, sum varða av brekaðum fólki, tá ið tær gera ella endurskoða endurbúgvingarætlanir.

4. regla. Stuðulstænasta.

Tjóðirnar eiga hvør sær at tryggja brekaðum betri tilboð um stuðul og hjálpartól, soleiðis at tey kunnu gerast so sjálvbjargin sum gjørligt í gerandisdegnum og kunnu útinna síni rættindi.

1. Tjóðirnar eiga hvør sær at tryggja, at øll fáa hjálpartól og útgerð, persónliga hjálp og tulkahjálp, sum hóskar til tørvin hjá hvørjum einstøkum, sum er brekaður, tí tað er eitt týdningarmikið tiltak til, at øll fáa somu møguleikar.

2. Tjóðirnar hvør sær eiga at styðja soleiðis, at hjálpartól og útgerð verða ment, gjørd, koma víða og verða røkt, og eisini, at fólk fáa at vita um hesi tól og hesa útgerð.

3. Til at røkka hesum máli, eigur vanligur tøkniligur kunnleiki at verða tikin í nýtslu. Í teimum londum, har hátøkni er til taks, skal hon til fulnar verða nýtt til at bøta um aðalkrøv og dygdina viðvíkjandi hjálpartólum og útgerð. Tað er týdningarmikið at eggja til at skapa og gera einføld og bílig tól, har tú brúkar tilfar, sum er til taks í landinum, og landsins egnu vinnu, har tað ber til. Tey brekaðu eiga sjálvi at vera uppií, hvussu teirra hjálpartól skulu verða gjørd.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at viðurkenna, at øll brekað fólk, sum hava tørv á hjálpartólum, skulu hava atgongd til hóskandi hjálpartól, eisini fíggjarliga atgongd. Hetta kann bera í sær, at hjálpartólini og útgerðin verða latin ókeypis ella so bíliga, at brekað fólk, ella familja teirra hava ráð at keypa tey.

5. Tá ið hugsað verður um verkætlanir til endurbúgving, til at útvega hjálpartól og útgerð, skulu tjóðirnar hava í huga tann serliga tørv, sum brekaðar gentur og brekaðir dreingir hava, tá viðvíkur sniði, haldgóðsku, og hvat hóskar aldrinum til.

6. Tjóðirnar hvør sær eiga at stuðla, at persónlig hjálpartænasta og tulkatænasta verða settar á stovn og útvegaðar, serliga teimum, sum eru illa brekað og/ella hava fleiri brek. Slíkar tænastur fara at menna grundarlagið har fólk, sum eru brekað, kunnu vera uppi í gerandisdegnum heima, í arbeiði, í skúlanum ella í frítíðarítrivi.

7. Persónlig hjálpartænasta eigur at vera skipað so, at tann brekaði, sum brúkar skipanina, hevur avgerandi ávirkan á tann háttin, sum tænastan verður givin.

II. ØKI, HAR BØTAST SKAL UM

5. regla. Atkoma.

Tjóðirnar hvør sær eiga at viðurkenna tann almenna týdning atkoman hevur í arbeiðinum fyri, at øll skulu hava somu møguleikar á øllum økjum í samfelagnum. Fyri fólk, sum hava brek av øllum slag, eiga tjóðirnar hvør sær a) at seta í verk ætlanir, sum gera umhvørvið atkomuligari; og b) at skapa fortreytir fyri, at øll kunnu koma til upplýsing og samskifti.

a) Atgongd til natúrliga umhvørvið.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk tiltøk til at taka burtur forðingar fyri at vera við í natúrliga umhvørvinum. Slík tiltøk skulu vera at skapa fyrimynd og leiðbeiningar og hugsa um at lóggeva til at tryggja atkomu til ymisk øki í samfelagnum, sum íbúðir, bygningar, samferðslugøgn og aðra ferðslu, gøtur og annað uttandura umhvørvi.

2. Tjóðirna hvør sær eiga at tryggja, at arkitektar, byggifrøðingar og onnur, sum hava til starv at skapa og byggja natúrliga umhvørvi okkara, hava atgongd til neyðturviliga upplýsing um politikk teirra brekaðu, og tiltøk til at fremja atkomu.

3. Atkoman eigur at vera havd í huga alla tíðina, frá tí at farið verður undir at tekna og gera natúrliga umhvørvið.

4. Feløg teirra brekaðu skulu verða eftirspurd, tá ið fyrimyndir og reglur fyri atkomu verða gjørdar. Tey eiga eisini hvør á sínum staði at vera við frá byrjan, tá almennir bygningar vera teknaðir, soleiðis at best møgulig atkoma verður tryggjað.

b) Atgongd til upplýsing og samskifti

5. Brekað fólk og, har tað hóskar, familja teirra og forsprákarar, eiga at hava atgongd til allar upplýsingar um sjúkugreining, rættindi og tær tænastur og verkætlanir, sum eru til taks í øllum førum. Slík upplýsing eigur at vera sett fram á tann hátt, sum gagnar tí brekaða best.

6. Tjóðirnar hvør sær skulu gera arbeiðshættir, sum gera upplýsingartænastur og skjøl atkomulig hjá ymiskum bólkum viðvíkjandi brekaðum fólki. Blindaskrift, bandtænasta, stór skrift og onnur hóskandi tøkni skal nýtast til teirra, sum síggja illa. Somuleiðis eigur hóskandi tøkni at vera brúkt, soleiðis at tey, sum hoyra illa, ella hava ilt við at skilja, fáa lut í talaðari upplýsing.

7. At brúka teknmálið at útbúgva deyv børn, í familju teirra og umhvørvi, má verða havt í huga. Teknmálstulkatænasta eigur eisini at vera til taks til at lætta um samskiftið millum tey deyvu og onnur.

8. Tørvurin hjá øðrum fólki, sum hevur trupulleikar við samskifti, eigur eisini at vera havdur í huga.

9. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja fjølmiðlunum, serliga sjónvarpi, útvarpi og bløðum, at gera blaðgreinir, sendingar o.a. atkomuligt.

10. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at nútímans kunningartøkni, sum verður boðin almenninginum, antin er atkomulig ella verður tillagað soleiðis, at eisini brekað fólk kunnu brúka hana.

11. Feløg teirra brekaðu eiga at verða eftirspurd, tá ið tiltøk til at gera upplýsingartænastur atkomuligar, verða gjørd.

6. regla. Útbúgving.

Tjóðirnar hvør sær eiga at viðurkenna regluna um somu undirvísingartilboð og innliman í barnaskúla, ungdómsundirvísing og hægri útbúgving við somu møguleikum fyri børn, ung og vaksin, sum eru brekað. Tær eiga at tryggja, at útbúgving teirra brekaðu er ein innlimaður partur í útbúgvingarskipanini.

1. Skúlamyndugleikarnir hava ábyrgd av eftir tørvi at innlima brekað fólk í útbúgvingina í skúlaskipanini. At útbúgva brekað fólk, skal vera ein innlimaður partur av landsins útbúgvingarætlan, lesiætlan og skúlaskipan.

2. Útbúgving í vanligum skúlum hevur sum treyt, at tulkahjálp og annar hóskandi stuðul eru til taks. Hølini skulu vera løtt at koma til, og neyðturvilig stuðulstænasta, sum er skapað til at nøkta tørvin hjá fólki við ymiskum brekum, skal vera í skúlanum.

3. Foreldrabólkar og feløg teirra brekaðu eiga at vera við í undirvísingargongdini á øllum stigum.

4. Í londum, sum hava undirvísingarskyldu, eigur undirvísing at vera til taks bæði til gentur og dreingir, sum hava mong ymisk brek, og á øllum stigum, eisini til teirra, sum eru allarringast fyri.

5. Hesum økjum eigur serliga at verða givið gætur:

a) brekaðum pinkubørnum.

b) brekaðum børnum undir skúlaaldur.

c) brekaðum vaksnum, serliga kvinnum.

6. Til at kunna lóggeva um útbúgvingarmøguleikar í skúlaverkinum, eiga tjóðirnar hvør sær:

a) at hava ein greiðan politikk, sum bæði skúlamyndugleikarnir og almenningurin skilja og góðkenna.

b) at loyva, at lesiætlanin er smidlig og gevur møguleikar fyri uppískoyti og tillaging.

c) at fáa gott undirvísingartilfar, fáa læraraeftirútbúgving, og at stuðulslærarar eru til taks.

7. Innlimað/integrerað útbúgving og útbúgvingarætlanir í nærumhvørvinum eiga at vera uppfataðar, sum hjálp til at fáa lønandi undirvísing og læra upp brekað fólk. Lesiætlanir fyri alt landið eiga at eggja samfeløgunum til at brúka og menna sítt egna tilfeingi til at geva brekaðum fólki undirvísing á staðnum.

8. Tá tað er, at vanliga skúlaskipanin ikki nøktar tørvin hjá øllum brekaðum nóg væl, kann serundirvísing koma upp á tal. Hon eigur at hava til endamáls at fyrireika næmingarnar til útbúgving í vanligu skúlaskipanini. Henda útbúgving eigur at vera líka góð sum vanliga undirvísingarskipanin, og eigur at verða nær tengd at henni. Minsta krav má vera, at líka nógv orka verður brúkt til brekaða næmingin sum til hansara, sum ikki er brekaður. Tjóðirnar hvør sær eiga at miða eftir, at serundirvísingartænastan stig fyri stig verður lagað til vanligu skúlagongdina. Tað verður viðurkent, at í summum førum kann serundirvísingin vera mest hóskandi útbúgving til summar brekaðar næmingar.

9. Av tí serliga tørvi á samskifti, sum deyv og deyv/blind fólk hava, er tað betur hóskandi, at teirra útbúgving verður í serligum skúlum, sum eru ætlaðir til tess, ella í flokkum ella eindum í vanliga skúlaverkinum. Serliga á byrjanarstigi eigur at verða givið tørvinum at leggja dent á ta serligu mentanina hjá hesum brekaðu bólkum gætur, soleiðis, at undirvísingin kann gera, at fólk, sum eru deyv ella deyv/blind, verða so sjálvbjargin sum gjørligt.

7. regla. Arbeiði.

Tjóðirnar hvør sær eiga at viðurkenna ta meginreglu, at brekað fólk mugu fáa møguleikan fyri at útinna síni mannarættindi, serliga hvat arbeiði viðvíkur. Bæði á bygd og í býi mugu tey fáa somu møguleikar til vinnuskapandi og lønandi arbeiði á arbeiðsmarknaðinum.

1. Lógir og reglugerðir á arbeiðsmarknaðinum mugu ikki gera mismun á fullførum og brekaðum fólki, og mugu ikki forða teimum brekaðu at fáa arbeiði.

2. Tjóðirnar hvør sær eiga virknar at stuðla, at brekað fólk verða innlimað á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Hesin virkni stuðul kann vera ymisk tiltøk, t.d. arbeiðsmarknaðarútbúgving, arbeiðsfremjandi kvotuskipanir, arbeiðspláss, sum eru serliga ætlað brekaðum, og vart arbeiði, lán ella stuðul til smá virki, einkarrættar-sáttmálar ella framíhjárættindi til vinnu, skattalættar, sáttmálafyrimunir ella aðrar tøkniligar ella fíggjarligar fyrimunir til fyritøkur, sum seta brekað í arbeiði. Tjóðirnar hvør sær eiga eisini at eggja arbeiðsgevarum til at gera neyðugar broytingar, so teir fáa havt brekað fólk í arbeiði.

3. Verkætlanirnar í hvørjari tjóð sær, eiga at fata um:

a) tiltøk til at skapa og tillaga arbeiðspláss og arbeiðshøli, soleiðis at tey eru atkomulig hjá fólki við ymiskum brekum.

b) stuðul at brúka nútíðartøkni og nýskapan og at gera hjálpartól, amboð og útgerð, og tiltøk, sum geva atgongd til slík tól og amboð hjá brekaðum fólkum, so tað ger tey før fyri at fáa arbeiði og at verða verandi í tí.

c) útvega hóskandi upplæring og arbeiðsávísing og framhaldandi stuðul, t.d. persónliga hjálp og tulkatænastu.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at byrja og stuðla almennum tilvitskuskapandi herferðum, ætlaðar til at bróta niður tann negativa hugburð og teir fordómar, ið eru móti brekaðum arbeiðsfólki.

5. Sum arbeiðsgevari eigur samfelagið á almenna økinum at skapa góðar umstøður fyri arbeiði til brekað fólk.

6. Almennir myndugleikar, fakfeløgini og arbeiðsgevararnir eiga at samstarva til at tryggja rímilig setanarkrøv og møguleikar fyri at vera fluttur fram í starvi. Somuleiðis um arbeiðsumstøður, løn, tiltøk til at skapa tryggari arbeiðsumstøður, so at brekað ikki vera fyri óhappi og skaða, og tiltøk til at endurbúgva arbeiðsfólk, sum eru skadd í arbeiði sínum.

7. Stevnan eigur altíð at vera, at brekað fólk fáa arbeiði á vanliga arbeiðsmarknaðinum. Til tey brekaðu, ið ikki eru før fyri at arbeiða á arbeiðsmarknaðinum, kunnu smáir vardir verkstaðir vera ein annar møguleiki. Tað er týdningarmikið, at slíkir verkstaðir í dygd verða sammettir við, hvussu væl teir eru førir fyri at geva arbeiðsfólkunum somu møguleikar á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

8. Tiltøk eiga at verða sett í verk til at fáa brekað fólk at vera við í útbúgvingarætlanum og arbeiðsskapandi ætlanum á privata og alternativa arbeiðsmarknaðinum.

9. Almennu myndugleikar, fakfeløg og arbeiðsgevarar eiga at samstarva við feløg teirra brekaðu í tí, sum viðkemur útbúgving og arbeiðsskapandi tiltøkum, eisini skiftitíð, partvíst arbeiði, arbeiðsbýti, sjálvstøðuga vinnu og persónliga hjálp til brekað fólk.

8. regla. Inntøkutrygd og almannatrygd.

Tjóðirnar hvør sær hava ábyrgd av inntøkutrygdini hjá teimum brekaðu, og at tey fáa almannatrygd.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja teimum brekaðu hóskandi inntøkutrygd, sum av breki sínum, ella onkrum, ið hevur við tað at gera, fyribils heilt ella partvíst hava mist inntøku sína, ella hava mist arbeiðsmøguleikan. Tjóðirnar hvør sær mugu tryggja, at stuðulin leggur upp fyri, at tað ofta kostar meira at uppihalda fólkum, tá tey eru brekað.

2. Í londum, har almannahjálp, sjúkatrygging ella aðrar vælferðarskipanir eru, ella verða gjørdar til øll, eigur samfelagið at tryggja, at slíkar skipanir ikki útihýsa ella lata brekað fólk vera fyri mismuni.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga eisini at veita inntøkutrygd og tryggja, at forsorgarhjálp er til taks til einstaklingar, sum átaka sær ábyrgdina av einum brekaðum.

4. Sosialar tryggingar eiga eisini at stuðla at endurskapa møguleikarnar hjá tí brekaða at uppihalda sær. Slíkar skipanir eiga eisini at gera sítt til at skipa, menna og fíggja útbúgving til arbeiðsmarknaðin. Tær skulu eisini hjálpa til við arbeiðsávísing.

5. Sosialar trygdarskipanir eiga eisini at eggja brekaðum fólki at søkja sær arbeiði við tí fyri eyga sjálv at vinna til lívsins uppihald.

6. Inntøkutrygd eigur at standa við so leingi, sum tær førleikatarnandi umstøðurnar eru, á ein slíkan hátt, at hon ikki tekur mótið frá teimum brekaðu at søkja sær arbeiði. Hon eigur bara at verða minkað ella steðgað, tá ið tey brekaðu hava fingið nóg stóra og trygga inntøku.

7. Í londum, har sosiala trygdarskipanin mest er á privatum hondum, eigur samfelagið at eggja nærumhvørvinum, vælferðarfeløgum og familjum til at skapa tiltøk, sum elva til sjálvbjargni og stuðla arbeiði ella arbeiðslíkari vinnu til brekað fólk.

9. regla. Heimalív og egið frælsi.

Tjóðirnar eiga hvør sær at stuðla, at brekað fólk eru fult við í heimalívinum. Tær eiga at fremja teirra rættindi til egið frælsi og tryggja, at lógirnar ikki lata brekað fólk vera fyri mismuni, tá ið hugsað verður um kynsligt samband, giftarmál og rættin at gerast foreldur.

1. Brekað fólk skulu hava møguleika at vera saman við familjuni hjá sær. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja til familjuráðgeving, sum fatar um neyðug tiltøk í sambandi við brekið, og hvørja ávirkan tað fær á heimalívið. Umlættingar- og stuðulsskipanir skulu vera til taks til familjur, har ein er brekaður. Tjóðirnar hvør sær skulu beina burtur allar meinbogar hjá fólkum, sum vilja sleppa at fostra upp ella ættleiða eitt brekað barn ella vaksnan, ið er brekaður.

2. Brekaðum fólkum má ikki noktast høvi til at uppliva sítt egna kynslív, hava kynsligt samband og gerast foreldur. Við at havt verður huga, at brekað fólk kunnu vera fyri forðingum, tá tey skulu giftast og fáa sær familju, eigur samfelagið at tryggja, at tey fáa neyðuga ráðgeving. Brekað fólk mugu hava somu atgongd sum onnur til gitnaðarfyribyrging, eins væl og hóskandi upplýsing um kynslívið.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk tiltøk, sum minka um tann fordóm, sum enn er í samfelagnum móti brekaðum, serliga gentum og kvinnum, sum giftast, teirra kynslívi og møguleikanum fyri at gerast foreldur. Fjølmiðlarnir eiga at vera eggjaðir til at átaka sær høvuðsleiklutin í at taka burtur slíkan negativan hugburð.

4. Brekað fólk og familja teirra mugu fáa holla upplýsing um, hvussu ein verjir seg fyri kynsligum og øðrum misbrúki. Brekað fólk eru serliga hótt at verða misbrúkt í familjuni, samfelagnum ella á stovnum, og teimum brekaðu tørvar tí kunnleika um, hvussu tey verja seg fyri misbrúki, duga at ásanna, at tey eru misbrúkt og duga at siga frá.

10. regla. Mentan

Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at brekað fólk eru partur av og kunnu vera uppi í mentanarligum tiltøkum á jøvnum føti við onnur.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at brekað fólk hava møguleika fyri at brúka síni skapandi, listarligu ella andligu evni, ikki bara fyri at gagna sær sjálvum, men eisini til at ríka samfelagið, um tað so er á bygd ella í býi. Dømi um slíkt virksemi eru dansur, tónleikur, bókmentir, sjónleikur, leirlist, málningalist og høggmyndalist. Serliga í menningarlondum eigur dentur at vera lagdur á upprunaliga og nýmótans list, sum t.d. dukkusjónleik, framsøgu/upplestur og frásøgukynstur.

2. Tjóðirnar hvør sær skulu tryggja, at brekað fólk sleppa inn allastaðni, har mentanarlig tiltøk og mentanarmøguleikar eru, t.d. sjónleikarhús, søvn, kykmyndahallir og bókasøvn.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk og brúka serlig tøknilig hjálpartól, sum gera bókmentir, film og sjónleik atkomulig hjá brekaðum.

11. regla. Frítíð og ítrótt.

Tjóðirna hvør sær eiga at seta í verk tiltøk, sum tryggja, at brekað fólk hava somu møguleikar sum onnur til frítíðarítriv og ítrótt.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk tiltøk, soleiðis, at har sum frítíðarítriv og ítrótt eru, sum til dømis, hotell, strendur, ítróttavallir, ítróttahallir o.s.fr., eru atkomulig hjá brekaðum fólki. Slík tiltøk eiga at fata um stuðul til starvsfólk, sum arbeiða við frítíðar- og ítróttatiltøkum, roknað uppí ætlanir, sum fremja atkomuleika og luttøku, upplýsing og venjing.

2. Ferðaráð, ferðamannastovur, gistingarhús, sjálvbodnir felagsskapir og onnur, sum skipa fyri frítíðartiltøkum ella ferðamøguleikum, eiga at bjóða øllum tænastu sína, havt skal verða í huga tann serliga tørv, sum brekað fólk hava. Hóskandi undirvísing eigur at vera givin til at stuðla undir hesa gongd.

3. Ítróttafeløg eiga at verða eggjað til at skapa møguleikar fyri at brekað kunnu vera við í ítróttatiltøkum. Í summum førum, er tað nóg mikið, at gera hølið/vøllin atkomuligan, so at tey fáa høvi til at vera við. Í øðrum førum er tørvur á serligum tiltøkum og serligum venjingarspølum. Tjóðirnar hvør sær eiga at stuðla brekaðum at vera við í heimligum og altjóða ítróttatiltøkum.

4. Brekað, sum eru við í ítróttatiltøkum, eiga at hava atgongd til líka góða leiðbeining og venjing sum onnur ítróttafólk.

5. Tey, sum skipa fyri ítrótt og frítíðartiltøkum, eiga at ráðføra seg við feløg teirra brekaðu, áðrenn tey leggja brekaðum til rættis slíka tænastu.

12. regla. Átrúnaður.

Tjóðirnar hvør sær skulu tryggja, at brekað fólk hava somu møguleikar til at vera við í átrúnaðarligum samfelagi sum tey, sum tey teljast ímillum.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga í samstarvi við átrúnaðarligar myndugleikar at eggja til tiltøk, sum beina burtur allan mismun og gera átrúnaðarligt virksemi atkomuligt fyri øll brekað fólk.

2. Tjóðirnar hvør sær skulu styðja, at kirkjuligir stovnar og átrúnaðarlig samfeløg fáa upplýsingartilfar um brek. Tjóðirnar hvør sær skulu eggja átrúnaðarligum myndugleikum til at taka upplýsing um brek við í útbúgving til øll í gudfrøðistarvi, somuleiðis í átrúnaðarfrálæru.

3. Tjóðirnar hvør sær skulu eisini eggja til atkomuleika til átrúnaðarligar bókmentir til sjónveik, blind og deyv á teknmáli.

4. Tjóðirnar hvør sær og/ella átrúnaðarligu feløgini eiga at ráðføra seg við feløg teirra brekaðu, tá ið tey fara at seta tiltøk í verk, sum skulu tryggja, at øll kunnu vera við í átrúnaðarligum virksemi.

III. AT FREMJA Í VERKI.

13. regla. Upplýsing og gransking.

Tjóðirnar hvør sær hava evstu ábyrgd av at savna og upplýsa um livikorini hjá brekaðum, og at stuðla umfatandi gransking á øllum økjum, eisini um teir meinbogar, sum ávirka lívið hjá teimum brekaðu.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga regluliga at savna hagtøl, sum byggja á kynsbýtið, og aðrar upplýsingar um livikorini hjá brekaðum. Slíkt savn við upplýsingum kundi verið gjørt í sambandi við manntal og húsahaldsyvirlit, og kundi verið gjørt í neyvum samstarvi við m.a. fróðskaparsetur, granskingarstovnar og feløg teirra brekaðu. Í upplýsingarsavninum eiga at vera spurningar um ætlanir og tilboð/tænastur, og hvussu tey skulu verða brúkt.

2. Tjóðirnar hvør sær eiga at hugsa um at seta á stovn eitt upplýsingarsavn um førleikatarnað, har eisini hagtøl eru um tænastur og ætlanir, sum eru til taks, eins væl og um teir ymisku bólkarnir av brekaðum fólkum. Hesi søvn eiga tó at hava í huga tørvin á at verja privatlívið hjá tí einstaka og virða egna frælsi hansara.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at byrja og styðja granskingarætlanum um sosialar og búskaparligar spurningar, og spurningar um virknan lut, sum ávirka lívið hjá brekaðum og familju teirra. Í tílíkari gransking eigur at vera granskað um orsakir, hvørji brek og hvussu tíðug brekini eru, atkomuna og hvussu góð skipanin er, og tørvin á at skapa og menna tænastur og hjálpartiltøk.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at gera og tillaga frøðiheiti og metingarstig fyri at skipa landsumfatandi kanningar í samstarvi við feløg teirra brekaðu.

5. Tjóðirnar hvør sær eiga at gera tað gjørligt hjá brekaðum at vera við í upplýsingarinnsavningini og granskingini. Til at taka sær av slíkari gransking, eiga tjóðirnar hvør sær serliga at eggja til, at skikkað brekað fólk standa fyri kanningunum.

6. Tjóðirnar hvør sær eiga at stuðla, at granskingarúrslit og royndir vera almannakunngjørd.

7. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk tiltøk til tess at upplýsa og kunna um brek til øll politisk og umsitingarlig stig í landinum.

14. regla. Stevna og ráðlegging.

Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at sjónarmið viðvíkjandi breki verða hoyrd í øllum týðandi ráðleggingum og stevnumiðum.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í gongd og leggja ætlanir um hóskandi stevnu fyri brekað fólk og stimbra og styðja virksemi um landið.

2. Tjóðirnar hvør sær eiga at hava feløg teirra brekaðu við í øllum avgerðum, sum viðvíkja ætlanum og skipanum fyri brekaðum, ella sum hava ávirkan á teirra búskaparligu ella sosialu støðu.

3. Tørvurin hjá brekaðum, og annars øll viðurskifti teirra, eiga at vera partur í vanligum menningarætlanum og ikki verða viðgjørdir fyri seg.

4. Tað, at tjóðirnar hvør sær hava evstu ábyrgd fyri støðuni hjá brekaðum, loysir ikki onnur frá ábyrgd. Øll, sum hava ábyrgd av tænastum, virksemi ella fáa til vega upplýsingar í samfelagnum, eiga at vera eggjað til at taka við ábyrgd fyri at gera skipanirnar atkomuligar hjá brekaðum.

5. Tjóðirnar hvør sær eiga at gera tað lættari at menna skipanir og tiltøk fyri brekað í nærumhvørvinum. Ein háttur at gera hetta, er at gera handbøkur ella eftirlitsskráir og seta í verk útbúgvingarætlanir fyri starvsfólkið á staðnum.

15. regla. Lóggáva.

Tjóðirnar hvør sær hava ábyrgd av at skapa lógargrundarlag fyri tiltøkum, sum skulu elva til at brekað fólk kunnu vera við á jøvnum føti við onnur.

1. Í landsins lógum, sum mynda rættindi og skyldur borgarans í landinum, eigur at standa um rætt og skyldu hjá brekaðum. Tjóðirnar hvør sær hava skyldu til at gera brekað før fyri at útinna síni rættindi, ímillum annað teirra menniskjaligu, borgaraligu og politisku rættindi, tað sama sum aðrir borgarar. Tjóðirnar mugu tryggja, at feløg teirra brekaðu eru uppií at menna landsins lóggávu, tá ið ræður um rættindi hjá brekaðum, eins væl og at lóggávan javnan verður endurskoðað.

2. Neyðugt kann gerast at lóggeva til at taka burtur meinbogar, sum kunnu hava óhepna ávirkan á lívið hjá brekaðum, millum annað happing og mismun. Allar viðtøkur, sum hava við sær, at mismunur verður gjørdur á brekaðum og fullførum, mugu beinast av vegnum. Í lóggávuni í landinum eigur at vera hóskandi revsing ásett, um so er, at líkarætturin verður brotin.

3. Lóggávan í landinum, sum viðvíkur brekaðum, kann koma fram á tveir mátar. Rættindi og skyldur eiga at vera tikin upp í í vanliga lóggávu ella standa fyri seg. Serlig lóggáva fyri brekað kann setast í verk á ymiskan hátt:

a) viðtaka serligar lógir, sum bara snúgva seg um viðurskifti teirra brekaðu.

b) hava viðurskifti teirra brekaðu í huga í lóggávu um serlig evni.

c) nevna brekað í teksti, sum tulkar galdandi lóg.

Møguliga er tað best at samskipa hesar ymisku mátarnar. Hugsað kann eisini veða um, um tað kann vera rætt at geva brekaðum framíhjárættindi.

4. Tjóðirnar hvør sær kunnu hugsa um at seta serligan kærurætt til tess at verja áhugamál teirra brekaðu.

16. regla. Búskaparpolitikkur.

Tjóðirnar hvør sær hava búskaparligu ábyrgdina av ætlanum og tiltøkum til tess at skapa somu møguleikar fyri brekaðum.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at hava viðurskifti teirra brekaðu við í regluligum fíggjarlógum hjá øllum landsins myndugleikum.

2. Almennir myndugleikar, áhugafeløg og aðrir áhugaðir stovnar, eiga at samstarva til at fáa besta háttin til at stuðla verkætlanum og tiltøkum, sum eru hóskandi til brekað fólk.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at hava í huga at brúka búskaparlig tiltøk (lán, skattalætta, markaðan stuðul, serligar grunnar og so framvegis) til at stimbra og styðja brekaðum í samfelagnum, so tey fáa somu kor sum fullfør.

4. Í nógvum londum hevði tað verið ráðiligt at sett ein menningargrunn fyri brekað fólk. Hann kann styðja ymiskar royndarverkætlanir millum tey brekaðu.

17. regla. Arbeiðssamskipan.

Tjóðirnar hvør sær hava ábyrgd av, at landssamskipanarnevndir ella slíkir stovnar verða sett á stovn og styrkt, til at arbeiða sum ein landsbrennidepil um viðurskifti teirra brekaðu.

1. Landsins samskipanarnevnd ella slík nevnd eigur at vera varandi og lógarfest, eins væl og hon skal vera grundað á hóskandi fyrisitingarligar greiningar.

2. Ein samanseting við umboðum úr privatum og almennum feløgum er best hóskandi til at fáa eina tvørfakliga og tvørgangandi samanseting. Umboðini kunnu verða vald úr avvarðandi ráðharrastovu/stjórnardeild, felagskapum hjá brekaðum fólki og øðrum ikki almennum felagskapum.

3. Feløg teirra brekaðu eiga at hava týðandi ávirkan á landsins samskipanarnevnd til at tryggja, at tey, sum vara av, fáa nóg góða afturboðan.

4. Landsins samskipanarnevnd eigur at kunna virka við nóg stórum sjálvræði og veitingum til at greiða sínar skyldur í sambandi við avgerðarvald sítt. Tað skal verða tengt at hægsta stýrisstigi.

18. regla. Feløg teirra brekaðu.

Tjóðirnar hvør sær eiga at viðurkenna rættin hjá feløgum teirra brekaðu til at umboða brekað fólk á øllum økjum. Tjóðirnar hvør sær eiga eisini at viðurkenna ráðgevandi leiklutin hjá feløgum teirra brekaðu, tá avgerðir verða tiknar um mál teirra brekaðu.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja og stuðla fíggjarliga og á annan hátt, at stovna og styrkja felagsskapir teirra brekaðu, familju teirra og/ella ráðgevum. Tjóðirnar hvør sær eiga at viðurkenna, at feløgini hava ein leiklut í at menna politikk teirra brekaðu.

2. Tjóðirnar hvør sær eiga at grundleggja varandi samskifti við feløg teirra brekaðu og tryggja teimum lut sín at menna stjórnarpolitikk.

3. Leikluturin hjá feløgum teirra brekaðu kann vera at vísa á tørv og raðfestingar, at vera við til at leggja til rættis, seta í verk og eftirmeta tænastur og tiltøk, sum viðvíkja lívinum hjá brekaðum fólki, og at ávirka almennu tilvitskuna og vera forsprákari fyri broytingum.

4. Við tí fyri eyga at gerast sjálvbjargnari eiga feløg teirra brekaðu at bjóða og fremja møguleikar fyri at menna førleika á ymiskum økjum, og at stuðla og kunna limirnar sínámillum.

5. Feløg teirra brekaðu kunnu brúka sín ráðgevandi leiklut á mangan hátt, sum t.d. at hava fasta umboðan í stýrinum fyri fyritøkur, sum landið fíggjar, vera limir í almennum nevndum og veita serkunnleika til ymiskar verkætlanir.

6. Ráðgevandi leikluturin hjá feløgum teirra brekaðu eigur at vera framhaldandi til tess at menna og gjølla lýsa umskifti av sjónarmiðum og upplýsingum millum myndugleikar og feløgini.

7. Feløgini eiga at vera varandi umboðað í landsins samskipanarnevnd ella tílíkum stovni.

8. Leikluturin hjá staðbundnu feløgum teirra brekaðu eigur at verða mentur og styrktur til at tryggja, at tey fáa ávirkan í egnum samfelagi.

19. regla. Starvsfólkaútbúgving.

Tjóðirnar hvør sær hava ábyrgdina av at tryggja øllum starvsfólkum neyðuga útbúgving, teimum sum eru uppi í at leggja til rættis og fáa til vega verkætlanir og tænastur, sum viðvíkja brekaðum fólki.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at allir myndugleikar, sum veita brekaðum tænastur, geva starvsfólki sínum neyðuga útbúgving.

2. Tá ið fólk verða serútbúgvin at vera um brekað, eins væl og tá ið upplýsingar um brek skulu verða givin í vanligum útbúgvingarætlanum, skal hugtakið um fullan lut og líkarætt síggjast aftur á hóskandi hátt.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja útbúgvingarætlanir í samráð við feløg teirra brekaðu, og brekað fólk eiga at vera tikin við sum lærarar, vegleiðarar ella ráðgevar í útbúgvingarætlanum til starvsfólk.

4. Tað er ógvuliga týdningarmikið at tey, sum arbeiða á almannaøkinum, fáa útbúgving, serliga tey í menningarlondum. Brekað fólk eiga at vera uppií, og við í útbúgvingini eiga hóskandi virði at verða ment, førleiki og tøkni, eins væl og kunnleiki, sum brekað fólk kunnu veita, foreldur teirra, familja og samfelagið sum heild.

20. regla. Eftirlit við og endurskoðan av verkætlanum fyri brekað í samband við at fremja Fyrimyndarreglurnar í hvørjum landi sær.

Tjóðirnar hvør sær hava ábyrgd av støðugum eftirliti og at endurskoða verkætlanir og tiltøk, sum tjóðin setur í verk í sambandi við at hon útvegar javnlíkar møguleikum hjá brekaðum fólki.

1. Tjóðirnar hvør sær eiga regluliga og miðvíst at endurskoða landsins ætlanir, tá ið um politikk teirra brekaðu ræður og kunngera bæði grundarlagið undir og úrslitið av eftirmetingunum.

2. Tjóðirnar hvør sær eiga at menna og tillaga frøðiheiti og metingargrundarlag fyri at eftirmeta ætlanir og tænastur, sum hava við brek at gera.

3. Slíkt metingargrundarlag og frøðiheiti eiga at vera ment í neyvum samstarvi við feløg teirra brekaðu heilt frá byrjan.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at vera við í altjóða samstarvi til tess at menna felags grundarlagið fyri vanliga eftirmeting á øki teirera brekaðu. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja landsins samskipanarnevnd til eisini at vera við.

5. Eftirmetingin viðvíkjandi ymiskum ætlanum viðvíkjandi teimum brekaðu eigur at vera løgd í ráðleggingina, soleiðis at tað ber til at eftirmeta, hvussu munadygg ætlanin hevur verið til at røkka á mál.

21. regla. Tøkniligt og búskaparligt samstarv.

Tjóðirnar hvør sær, bæði ídnaðarlond og menningarlond, hava ábyrgdini av at samstarva um og at seta í verk tiltøk til at bøta um lívskorini hjá brekaðum fólkum í menningarlondum.

1. Tiltøk til at fáa somu møguleikar fyri brekað fólk, eiga at vera við í vanligu menningarætlanunum. Eisini eiga at verða havd í huga brekað flóttafólk.

2. Slík tiltøk mugu verða samskipað í øllum tøkniligum og búskaparligum samstarvi, bæði tvítáttaðum og fjøltáttaðum, bæði á stjórnarstigi og ikki. Tjóðir hvør sær eiga at taka upp mál teirra brekaðu í samráðingum um samstarv við móttakaralondini.

3. Tá ið skipað verður fyri og viðgjørdar verða ætlanir um tøkniligt og búskaparligt samstarv, skal serligur dentur verður lagdur á, hvørja ávirkan slíkar ætlanir hava á støðuna hjá brekaðum fólki. Tað er ógvuliga umráðandi, at brekað fólk og feløg teirra verða eftirspurd um allar menningarætlanir, sum eru ætlaðar brekaðum. Tey eiga at vera uppi í at menna, verkseta og eftirmeta slíkar ætlanir.

4. Tey øki, sum hava forrættindi til tøkniligt og búskaparligt samstarv, eiga at hava við:

a) menna menniskjaligt tilfeingi við at menna evni, dugnaskap og møguleikar teirra brekaðu og seta í verk arbeiðsskapandi tiltøk til brekað fólk og við brekaðum fólki.

b) menna og bera víða hóskandi tøkni og kunnleika, sum hava samband við brekað.

5. Tjóðirnar hvør sær verða eisini eggjaðar til at stuðla, at feløg teirra brekaðu verða sett á stovn og ment.

6. Tjóðirnar hvør sær eiga at seta í verk tiltøk til at bøta um kunnleikan til brek millum starvsfólkið, sum á øllum stigum er uppi í at umsita tøkniligar og búskaparligar samstarvsætlanir.

22. regla. Altjóða samstarv.

Tjóðirnar hvør sær skulu virknar vera við í altjóða samstarvi, sum viðvíkur mannagongdini fyri at útvega brekaðum fólki javnlíkar møguleikar.

1. Í Sameindu tjóðum, STs serligu stjórnarskrivstovum og øðrum viðkomandi millumstjórna felagsskapum, eiga tjóðirnar at vera við í at menna politikk teirra brekaðu.

2. Tá ið tað er hóskandi, eiga tjóðirnar hvør sær at hava sjónarmið viðvíkjandi brekaðum við í vanligum samráðingum, sum viðvíkja at góðskumeta, býta um upplýsingar, menningarætlanir o.a.

3. Tjóðirnar hvør sær eiga at eggja til og stuðla at býta um kunnleika og royndir ímillum:

a) ikki almennar áhugafelagsskapir, sum hava við mál teirra brekaðu at gera.

b) granskingarstovnar og einstakar granskarar, sum arbeiða við málum teirra brekaðu

c) umboð fyri ætlanir, sum eru settar í verk og serkøn fólk á økjum teirrra brekaðu.

d) feløg teirra brekaðu.

e) landsins samskipanarnevnd.

4. Tjóðirnar hvør sær eiga at tryggja, at ST og tær serligu stjórnarskrivstovurnar, eins væl og allar millumstjórna og millumtinga stovnar bæði á heimsstigi og á økisstigi, hava við í arbeiði sínum feløg teirra brekaðu á heimsstigi og staðbundið.

IV. EFTIRLIT

1. Endamálið við eftirlitinum er at fremja, at reglurnar verða settar í verk, so at tað munar. Tað fer at hjálpa hvørjari tjóð sær at ætla um, hvussu langt hon er komin at seta Fyrimyndarreglurnar í verk, og til at mála framstigini. Eftirlitið skal staðfesta forðingar og skjóta upp hóskandi tiltøk, sum fara at vera við til at gera, at tað fer at eydnast at seta Fyrimyndarreglurnar í verk. Eftirlitið skal hava búskaparligu, sosialu og mentanarligu viðurskiftini í tí einstaka landinum í huga. Ein týdningarmikil partur eigur eisini at vera at veita ráðgevingartænastu og kunna tjóðirnar um royndir og upplýsingar.

2. Eftirlitið við Fyrimyndarreglunum skal verða hildið innan fyri karmarnar hjá Ráðnum fyri sosialari menning. Ein serligur eygleiðari verður valdur við hóskandi og umfatandi royndum viðvíkjandi málum teirra brekaðu, og altjóða felagsskapir skulu vera útnevndir, um neyðugt fíggjaðir við peningi, sum ikki er á fíggjarlógini í eitt trý ára skeið til at hava eftirlit við at verkseta Fyrimyndarreglurnar.

3. Altjóða felagsskapir teirra brekaðu, ið hava ráðgevandi støðu fyri Ráðnum fyri búskapar- og almannamálum (ECOSOC) og feløgum, sum umboða brekað fólk, og sum ikki hava stovnsett síni egnu feløg, eiga at vera boðin til at seta niður eitt serfrøðingalið, har brekað fólk skulu vera meiriluti av limunum. Dentur verður lagdur á tey ymisku brekini og hóskandi landafrøðiliga býtið, sum serligi eygleiðarin og avgreiðsluskrivstovan skulu ráðføra seg við, tá ið tað er týðandi.

4. Serfrøðingabólkurin verður eggjaður av serliga eygleiðaranum til at greina, ráðgeva og veita afturljóð og uppskot, hvussu Fyrimyndarreglurnar kunnu verða settar í verk, og at hava eftirlit við teimum.

5. Serligi eygleiðarin eigur at senda eitt eintak av spurningum til tjóðirnar hvørja sær, eindir í ST-skipanini og millumstjórna- og óalmenn áhugafeløg, teirra millum feløg teirra brekaðu. Hesir spurningar eiga at snúgva seg um at Fyrimyndarreglurnar verða settar í verk í londunum. Spurningarnir eiga at vera avmarkandi og fata um ávísar serligar reglur fyri grundleggjandi eftirmeting. Tá ið spurningarnir vera fyrireikaðir, eigur serligi eygleiðarin at ráðføra seg við serfrøðingabólkin og avgreiðsluskrivstovuna.

6. Serligi eygleiðarin eigur at royna at fáa beinleiðis samband ikki bara við tjóðirnar hvørja sær, men eisini við tey staðbundnu áhugafeløgini, spyrja um teirra sjónarmið og biðja um viðmerkingar til alla upplýsing, sum er ætlað at standa í frágreiðingunum. Serligi eygleiðarin skal veita ráðgevingartænastu um, hvussu Fyrimyndareglurnar verða settar í verk, og hava eftirlit við teimum og hjálpa til at fyrireika, hvussu spurningarnir verða svaraðir.

7. Ráðstovan fyri politiskari samskipan og dyggari menning hjá avgreiðsluskrivstovuni, sum er savningardepilin hjá Sameindu tjóðunum, tá ið tað ræður um viðurskifti teirra brekaðu, menningarætlan Sameindu tjóða og aðrar myndugleikar og stovnar í ST-skipanina, sum til dømis økisnevndirnar og serligar bólkar og millumbólka fundir, skulu samstarva við serliga eygleiðaran, tá ið Fyrimyndarreglurnar verða settar í verk og hava eftirlit við Fyrimyndarreglunum í hvørjum landi sær.

8. Serligi eygleiðarin, sum avgreiðsluskrivstovan stuðlar, eigur at fyrireika frágreiðingar at býta út til 'Nevndina fyri sosialari menning' í 34. og 35. setu. Tá ið slíkar frágreiðingar verða fyrireikaðar, skal eygleiðarin ráðføra seg við serfrøðingabólkin.

9. Tjóðirnar eiga at eggja samskipanarnevndunum í hvørjum landi sær ella tílíkum stovnum at vera við í at verkseta og hava eftirlit. Sum savningardepil í málum teirra brekaðu í egnum landi, eiga tey at eggja til at áseta fyriskipanir til at samskipa eftirlitið við Fyrimyndarreglunum. Feløg teirra brekaðu eiga at verða eggjað til at vera virkin uppi í eftirlitinum við tí, sum fer fram á øllum stigum.

10. Kann peningur fáast til vega, eiga eitt ella tvey størv at verða sett, sum ráðgevar viðvíkjandi Fyrimyndarreglunum. Teir kunnu veita tjóðunum beinleiðis tænastu, millum annað:

a) skipa fyri venjingarskeiðum kring landið um innihaldið í Fyrimyndarreglunum.

b) gera leiðbeiningar til at styðja, hvussu ein ber seg at, tá ið Fyrimyndarreglurnar skulu verða settar í verk.

c) bera víða upplýsing um besta háttin til at fáa Fyrimyndarreglurnar settar í verk.

 

11. Tá ið 34. setan hjá 'Nevndini fyri sosialari menning' er av, eigur at verða settur ein óheftur arbeiðsbólkur at kanna frágreiðingina hjá tí serliga eygleiðaranum og gera viðmæli til, hvussu ein bøtir um, hvussu Fyrimyndareglurnar skulu verða brúktar. Tá ið nevndin kannar frágreiðingina hjá tí serliga eygleiðaranum, skal hon gjøgnum óhefta arbeiðsbólkin ráðføra seg við altjóða feløg teirra brekaðu og serligar stovnar í samsvari við reglu 71 og 76 í reglunum um, hvussu nevndirnar undir Búskapar- og almannaráðnum eiga at virka.

12. Í tí setuni, sum kemur beint eftir tað, at valskeiðið hjá serliga eygleiðaranum er av, skal Ráðið kanna møguleikan fyri antin at leingja valskeiðið, ella útnevna ein nýggjan serligan eygleiðara, ella hugsa um at seta eina aðra eftirlitsskipan, og gera hóskandi tilráðing til Búskapar- og almannaráðið.

13. Tjóðirnar hvør sær eiga at verða eggjaðar til at lata pening í sjálvbodna grunnin hjá ST til mál viðvíkjandi viðurskiftum teirra brekaðu til tess at fáa Fyrimyndarreglurnar framdar.

Notur eru í prentaðu útgávuni, men eru ikki við í internetútgávuni.