Frágreiðing løgmans um uttanlandsmál 1999/2000

 

101-5  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini, um uttanlandsmál 1999/2000

Ár 2000, 26. januar, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

 

INNIHALDSYVIRLIT

FORMÆLI *

SÁTTMÁLASAMRÁÐINGAR VIÐ DANMARK *

TRYGDARMÁL *

SAMANLEGGING AV HERNAÐARMYNDUGLEIKUM *

HERNAÐARKANNINGAR *

MARKNAMÁL *

MARKIÐ VIÐ BRETLAND *

MARKIÐ VIÐ ÍSLAND *

MARK UTTAN FYRI 200 FJÓRÐINGAR *

TÓLV FJÓRÐINGA UMVELDISMARK *

HANDILSSAMSTARV *

WTO – Altjóðahandilsfelagsskapurin *

HANDILSSÁTTMÁLIN VIÐ ES *

Tollframíhjárættindi *
Heilsufrøðiligt samstarv *
Alevropiska upprunaøkið *

HANDILSSÁTTMÁLAR VIÐ ONNUR LOND *

FRAMTÍÐARSTØÐA FØROYA Í EVROPA *

FØROYAR SUM SÁTTMÁLAPARTUR Í EFTA OG EBS *

FØROYAR SUM SÁTTMÁLAPARTUR Í ES *

NÝGGJ SAMSTARVSSKIPAN VIÐ ES * 

BURÐARDYGG MENNING *

ARKTISKA RÁÐIÐ *

NORÐURLENDSK FELAGSÆTLAN *

LIVANDI TILFEINGI HAVSINS *

MILLUMTJÓÐASAMSTARV UM FISKIVEIÐI *

MILLUMTJÓÐASAMSTARV UM HVALAVEIÐI *

MENNINGARHJÁLP *

MENNINGARHJÁLP TIL KOSOVO *

VERKÆTLAN *

STAVORÐ *

FYLGISKJAL *

Semjur um FISKIVEIÐI fyri 2000 *

FØROYAR – GRØNLAND *

FØROYAR - ÍSLAND *

FØROYAR - NOREG *

FØROYAR – RUSSLAND *

FØROYAR - BALTISKU LONDINI *

FØROYAR – ES *

STRANDALANDASAMRÁÐINGAR *

Strandalandasamráðingar um norðhavssild í norðurhøvum *
Strandalandasamráðingar um makrel í norðurhøvum *
Trípartasamráðingar um felagsstovnar *

 

FORMÆLI 

Føroya løgmaður leggur við hesum á fjórða sinni frágreiðing um uttanlandsmál fyri Føroya løgting. Fyrst verða tikin til umrøðu tey mál, ið vórðu framd í fjør. Síðan verður í høvuðsheitum greitt frá teimum málum, sum landsstýrið hevur ætlanir um at seta skjøtil á í ár.

Nú frágreiðingin verður løgd fram, stendur Føroya fólk á einum vegamóti til avgerandi broytingar á týðandi økjum. Hesar broytingar verða framdar í tøttum samstarvi við løgtingið í fullum samsvari við stýrisskipan Føroya. Høvuðsmál landsstýrisins er at skipa rættarstøðu Føroya av nýggjum í sáttmála við Danmark.

Eitt annað stórmál, ið løgmaður hevur sett sær fyri at fremja í komandi tíðum er at endurskoða leiklut Føroya í Evropu. Føroyar fara tískil í næstum at stevna Evropiska Samveldinum til samráðingar um eina nýskipan av viðurskiftum Føroya við ES. Tað verður sett sum mál, at Føroyar fáa í lag eina samstarvsskipan við ES, sum í grundregluni fevnir um samstarvsøki, ið EBS skipanin ber í sær. Sostatt verður talan um ein felagsskap millum Føroya og ES, har Føroyar fáa ein virknan lut í samstarvinum í Evropu Føroya fólki til frama.

Hesi mál fara at seta stór krøv til landsstýrið á flestu økjum. Serstakliga fer tað at seta krøv til miðfyrisitingina at samstarva munandi tættari og á alt fleiri økjum. Samskipan millum aðalstýrini verður ein avgerandi fyritreyt til tess at fremja uttanlandspolitikk Føroya á ein nøktandi hátt. Tað verður tí alneyðugt, at miðfyrisitingin fær høvi til at menna sín fyrisitingarliga førleika næstu árini.

Tann ráðandi alheimsgerðin, ið fer fram á okkara døgum, fer at seta stór krøv til løgtingið. Lóggávuarbeiðið fer í alt størri mun at taka støði í millumtjóðasáttmálum og -samstarvi annars. Altjóðarættarligar bindingar fara tí at seta sín dám á virksemi løgtingsins í flestu lutum tey næstu árini. Hetta er ein týdningarmikil orsøk til, at Føroyar eiga at fáa altjóðarættarligt virkisføri.

At hava eina rødd og gera sjónarmið Føroya galdandi í millumtjóðasamstarvi, har ið meginreglur á fleiri týðandi økjum verða samtyktar, krevur at luttøka okkara í altjóðahøpi er bæði virkin og sjálvstøðug. Vit mega raðfesta hesa luttøku soleiðis, at vit best kunnu fylgja við á teimum økjum, sum hava størstan týdning fyri okkum sum land. Fyri Føroyar kann tað vera eins týðandi at vera við til at samráðast um ávísar meginreglur og tað er at samráðast um fiskikvotur.

Løgmaður leggur frágreiðing um uttanlandsmál fyri løgtingið til aðalorðaskiftis í teirri vón, at hon verður ein íblástur til tær stóru avgerðir, ið verða at taka í næstum. 

Í Tinganesi á Pálsmessu ár 2000 

Anfinn Kallsberg
løgmaður

 

SÁTTMÁLASAMRÁÐINGAR VIÐ DANMARK 

Samsvarandi løgtingssamtykt frá oktober 1998 setti landsstýrið nógva orku av í 1999 at greina stjórnarrættarlig, altjóðarættarlig, fyrisitingarlig og búskaparlig viðurskifti, ið hava stóran týdning fyri ætlanirnar at fáa føroyingum fulla ábyrgd av egnum landi. Hesar kanningar vórðu almannakunngjørdar í Hvítubók við fylgibindum.

Við støði í hesum kanningararbeiði hevur landsstýrið nú fyrireikað seg til at fara undir samráðingar við donsku ríkisstjórnina um ein sáttmálafelagsskap. Dentur verður lagdur á, at uttanlandsnevnd løgtingsins verður kunnað um málið, bæði undan samráðingunum, og meðan tær fara fram, sum ásett í stýrisskipan Føroya. Upprit um samráðingar við donsku ríkisstjórnina um rættarstøðu Føroya er latið uttanlandsnevnd løgtingsins.

Av tí at landsstýrið hevur tikið sær neyðuga fyrireikingartíð, er upprunaliga tíðarætlanin toygd nakað. Kortini verður arbeitt støðugt og miðvíst til tess at kunna byrja sjálvi samráðingarumførini skjótast ráðiligt. Í hesum sambandi fer landsstýrið nú at stevna donsku ríkisstjórnini til fundar í Keypmannahavn. Á fundinum verður samráðingarútspæl landsstýrisins lagt fyri ríkisstjórnina.

Tá ið semja er gjørd um sáttmála landanna millum, verður sáttmálin lagdur fyri løgtingið til góðkenningar. Síðani verður hann lagdur fyri Føroya fólk til endaliga støðutakan á fólkaatkvøðu.

Hesi viðurskifti fara at taka ta tíð, ið krevst fyri at røkka einum úrsliti, sum er nøktandi fyri Føroya fólk. Tær loysnir, ið samráðst verður fram til, kunnu fólk kenna seg trygg við. Tær fara at leggja lunnar undir eina menning ímóti einum sjálvstøðugum føroyskum samfelagi, har ábyrgdin verður á føroyskum hondum.

Landsstýrið vónar, at samráðingar og staðfestingarmannagongdir viðvíkjandi sáttmálanum kunnu verða loknar í ár.

TRYGDARMÁL 

Trygdarmál viðvíkjandi Føroyum eru ríkismál og verða fyrisitin í danska uttanríkismálaráðnum. Trygdarmál fevna í høvuðsheitum um stutttíðar og langtíðarætlanir til tess at varðveita sjálvræði og fullveldi ríkisins og tær skipanir, ið neyðugar eru til tess at verja hesar.

Trygdarpolitikkurin hevur avleiðingar fyri tær ítøkiligu útinnandi verjuupp-gávurnar, ið danska verjumálaráðið situr fyri. Høvuðsuppgávurnar hjá donsku verjuni í Føroyum fevna um eftirlit og fullveldishevd, fiskiveiðieftirlit, leiting og bjarging. Í friðartíðum røkir danska verjan tær hernaðarligu uppgávurnar á føroyskum øki í samstarvi við sínar sameindu í NATO.

Heimastýrisskipanin heimilar ikki føroyskum myndugleikum at yvirtaka málsøkið trygdarmál, av tí at hetta er beinleiðis knýtt at fullveldinum. 

SAMANLEGGING AV HERNAÐARMYNDUGLEIKUM

Løgmaður er av danska verjumálaráðharranum kunnaður um, at teir báðir hernaðarligu myndugleikarnir í Føroyum, Færøernes Kommando og Flyvestation Torshavn, av spariávum verða lagdir saman til ein myndugleika, ið eftir ætlan fer at húsast á Mjørkadalsstøðini frá 1. apríl 2002. Ætlanin hjá donsku verjuni er at avhenda høvuðsbygningin hjá Færøernes Kommando – Marinustøðina – í Tórshavn.

HERNAÐARKANNINGAR

Løgmansskrivstovan hevur fyriskipað ta kanningarverkætlan, ið er vorðin almannakunngjørd við útgávuni av ávegisfrágreiðingini Føroyar í Kalda krígnum, "Svartabók" kallað, ið er skrivað av tveimum uttanhýsis søgufrøðingum. Søgufrøðingarnir hava skrivað bókina grundað á skjalatilfar, ið varð leitað fram úr skjalasøvnum í Danmark og USA. Talan er um eina ávegisfrágreiðing, tí atgeingi er fingið til fleiri skjøl síðani útgávuna av "Svørtubók".

Eftir útgávuni av "Svørtubók" er tað vorðið greitt, at ymisk landsstýri og serstakliga løgmenn í fleiri førum hava verið í eini sera óhepnari tvístøðu, har trúskapur mótvegis donsku ríkisstórnini í trygdarmálum varð settur hægri enn trúskapur mótvegis Føroya løgtingi.

Frágreiðingin lýsir eisini, at danskir og aðrir útlendskir politikkarar og embætisfólk í fleiri førum hava framt trygdarpolitiskar ætlanir um m.a. bygging av hernaðarstøðum og hava ikki kunnað føroyskar myndugleikar um hesar ætlanir.

Greitt verður frá, at útlendskar fregnartænastur hava nýtt føroysk og donsk embætisfólk til at boða frá hugburði, lívi og levnaði hjá føroyskum politikarum. Hetta er ein sera óheppin støða at seta føroyskar politikkarar og embætisfólk í.

Løgmaður hevur avgjørt at fara undir rannsóknir í skjalasøvnum eystanfyri, fyrst og fremst í fyrrverandi sovjetiskum skjalasøvnum, soleiðis at ein meira javnvigað fatan fæst av hermálsliga og trygdarpolitiska týdningi Føroya undir kalda krígnum. Tó er henda ætlan útsett í óásetta tíð, av tí at fíggjarkarmurin hjá Løgmansskrivstovuni í ár ikki gevur rúm fyri hesum.

      MARKNAMÁL

Síðani triðju havrættarstevnu Sameindu tjóða (1974-82), sum førdi til, at havrættarsáttmáli Sameindu tjóða varð undirritaður í Montego Bay á Jamaica tann 10. desember 1982 (hann kom í gildi 16. november 1994), hava alt fleiri lond nýtt tann rætt, ið hesin sáttmáli gevur strandalondum til at kanna sær eitt sonevnt 200 fjórðinga búskaparøki (Exclusive Economic Zone, EEZ), ið fevnir um løgdømi fyri alla nýtslu av tilfeinginum í og undir sjónum og til verndar av havumhvørv-inum.

Tá ið Danmark setti lóg um EEZ í gildi 1. juli 1996 varð henda lóg við atliti at marknatrætuni við Bretland ikki sett í gildi fyri Føroyar. Danmark hevur annars framvegis ikki staðfest havrættarsáttmálan, m.a. eftir ynski løgmans um, at tað skuldi ikki darva okkum í marknatrætuni við Bretland.

MARKIÐ VIÐ BRETLAND

Síðani seinastu frágreiðing um uttanlandsmál er tað gleðiliga hent, at tað eydnaðist at koma ásamt við bretar um markið millum Føroya og Bretlands. Tann 18. mai 1999 kundi løgmaður saman við danska uttanríkisráðharranum og einum bretskum varauttanríkisráðharra undirrita sáttmálan, og tann 21. juli 1999 varð við orðsendingaskifti í London boðað frá, at sáttmálin var komin í gildi.

Hesin sáttmáli ásetur landgrunsmarkið innan fyri 200 fjórðingar og fiskimarkið, íroknað serreglur fyri tað sonevnda "serøkið", har fiskimarksmiðlinjur partanna hava umskarast, og har báðir partar framvegis hava fiskiveiðiløgdømi.

MARKIÐ VIÐ ÍSLAND

Móti Íslandi hava Føroyar havt miðlinjumark síðan 1977, tó hava partarnir ikki verið samdir um, hvussu miðlinjan skuldi verða roknað. Ísland roknar miðlinjuna úr skerinum Hvalsbaki. Tað halda Føroyar ikki vera rætt.

Millum Føroya og Íslands er sostatt eitt øki, teprar 4.000 ferkilometrar til víddar, har báðir partar kanna sær løgdømi fiskiskapi viðvíkjandi. Tað hevur meira enn so hent seg, at skip, ið hava fiskað har við føroyskum loyvi, hava verið órógvað av íslendskum myndugleikum.

Eftir at Danmark vegna Grønland í 1998 samdist við Ísland og Noreg um mørkini millum Grønland, Ísland og Jan Mayen, og vit í 1999 samdust við bretar um havmørkini innan fyri 200 fjórðingar, er ósemja okkara við Ísland tann einasta marknatræta, sum stendur eftir hjá báðum londum innan fyri 200 fjórðingar.

Hugur er at loysa hetta mál, og embætismenn frá báðum síðum hava havt samrøður í heyst og í vetur til tess at kanna møguleikarnar fyri at loysa málið á ein hátt, ið báðir partar kunnu vera nøgdir við. Vónandi fæst ein slík loysn í ár.

MARK UTTAN FYRI 200 FJÓRÐINGAR

Marknasáttmálin við Bretland snúði seg einans um mark innan fyri 200 fjórðingar. Uttan fyri 200 fjórðingar stendur spurningurin um tey umskarandi krøvini hjá okkum, Íslandi, Bretlandi og Írlandi um landgrunn á Rockall Hatton leiðini framvegis óloystur. Føroyar halda seg betur enn onnur strandalond megna at prógva mótvegis altjóða samfelagnum, at landgrunnur Føroya røkkur út um 200 fjórðingar á hesum leiðum.

TÓLV FJÓRÐINGA UMVELDISMARK

Havrættarsáttmálin frá 1982 heimilar, at umveldismarkið, ið ger av, hvussu langt út vanliga løgdømi strandaríkisins røkkur, kann verða sett til tólv fjórðingar.

Í løtuni er umveldismarkið um Føroyar bert tríggjar fjórðingar. Í Danmark varð lóg um tólv fjórðinga umveldismark sett í gildi tann 7. apríl 1999, soleiðis at umveldismarkið um Danmark varð flutt út á tólv fjórðingar tann 1. mai 1999. Eftir ætlan verður ríkislógartilmæli um hetta mál lagt fyri løgtingið seinni í tingsetuni.

      HANDILSSAMSTARV

Í fjør varð gjørt av, at Føroyar skuldu verða meira virknar í altjóða høpi. Handilssamskifti millum lond økist alt meiri, og seinnu árini eru stórar búskaparligar heruppií handilsligar broytingar farnar fram. Sostatt gongur heimsrákið alsamt móti fríari handli.

       

WTO – Altjóðahandilsfelagsskapurin

WTO er altjóða karmurin um og íblásturin til hesa gongd og umsitur í altjóða høpi handilssamvinnu millum lond. Skulu føroyskar fyritøkur standa seg í kappingini við fyritøkur í øðrum londum, er greitt, at tørvur er á fyrireikingum og tillagingum til skiftandi umstøður. Sum gongdin í heimshandlinum er, eiga vit at taka virknari lut í hesum altjóða ráki.

Triðja ráðharraráðstevna WTO var í Seattle í USA um mánaðarskiftið november/desember í fjør. Landsstýrið varð umboðað í donsku sendinevndini á hesi ráðstevnu. Grundað á tilknýti Danmarkar til ES er danska støðan í WTO ofta tillagað felagsstøðu ES, tá ið mál verða viðgjørd í WTO høpi. Hetta er serliga galdandi fyri tey øki, ið eru undir ES myndugleika í dag m.a. fiskivinnupolitikkur og handilspolitikkur.

Ráðharrastevnurnar eru hægsti myndugleiki í WTO og verða vanliga hildnar annað hvørt ár. Ætlanin var, at ráðstevnan í Seattle skuldi vera byrjanin til eitt nýtt samráðingarumfar millum limalondini um, hvussu trupulleikarnir í altjóða handilssamskiftinum áttu at verið loystir. Hesi kunnu taka fleiri ár. Málið við ráðstevnuni var at fáa semju millum limalondini um eina dagsskrá fyri eitt slíkt samráðingarumfar.

Tey mál, ið vóru í uppskoti til dagsskrá, og sum høvdu serstakan áhuga, vóru stuðul til fiskivinnuna, umhvørvi, handil, tolllækkingar á ídnaðarvørum og meiri einsháttaðar reglur í heimshandlinum, serliga við atliti at heilsufrøðiligum og tøkniligum handilsforðingum. Hesi øki hava sera stóran týdning fyri Føroyar og krevja tískil virkna føroyska luttøku.

Av tí at partarnir høvdu so ymiska fatan av, hvat eitt nýtt samráðingarumfar átti at fevnt um, endaðu samráðingarnar í fyrsta umfari úrslitaleysar. Tað var serliga trupult at fáa ES, Japan og USA at semjast um mannagongdir fyri avtøku av handilsverju.

Samráðingarnar halda tó fram á embætismannastigi í øðrum høpum. Landsstýrið fer at fylgja við í m.a. einum norðurlendskum millumlandabólki, sum viðger gongdina í málum, ið hava við handil og umhvørvi at gera. Tað er í hesum høpi, at studningur til fiskivinnu og handilsforðingar fyri útflutningi av hvala- og kópavørum eru á skrá.

Tað hevur stóran týdning, at Føroyar, sum eru so tengdar at samskifti við umheimin, eru við í hesum arbeiði, soleiðis at vit kunnu gera vart við okkum í altjóða høpi, fylgja betur við, verða kunnað og fáa dagførd viðurskifti, ið kunnu hava týdning fyri vinnuna og samfelagið sum heild.

HANDILSSÁTTMÁLIN VIÐ ES

Føroyski parturin í felagsnevndini Føroyar-ES, ið hevur dagligu umsitingina av handilssáttmálanum um hendur, hevur síðani sáttmálin kom í gildi roynt at betra um føroysku atgongdina til evropiska marknaðin, bæði viðvíkjandi tollviðurskiftum og í øðrum førum, har vinna okkara ikki er fyri somu vælvild frá ES sum eitt nú vinnurnar í grannalondum okkara Íslandi og Noregi.

Niðanfyri eru nevnd tey øki, ið vórðu broytt í handilssáttmálanum í fjør, og tey øki, ið verða viðgjørd í løtuni.

Tollframíhjárættindi

Broytingar í frumskjali 1, sum partarnir samráddust um í desember 1998, komu í gildi 1. august í fjør. Broytingarnar vóru hesar:

- Vegleiðandi prísskipanin varð sett úr gildi;
- Øll vegleiðandi loft strikað, fullur fríhandil fyri vørur, ið vóru undir hesi skipan;
- Hagtalseftirlitið strikað, so fullur fríhandil er fyri vørur undir hesi skipan;
- Haraftrat fullur fríhandil til ES marknaðin fyri laks.

Broytingarnar í handilssáttmálanum høvdu við sær, at umleið 97% av verandi handli við ES ongar tollforðingar hevur.

Sambært handilssáttmálanum við ES eru framvegis tveir vørubólkar, ið hava stóran handilsligan týdning fyri Føroyar, ið eru fyri tollforðingum, tað eru pilkaðar rækjur og fiskafóður. Stórur dentur verður lagdur á at fáa hesar avmarkingar burtur á komandi fundum í felagsnevndini.

Heilsufrøðiligt samstarv

Samráðingar vóru í farna ári Føroya og ES millum um at víðka handilssáttmálan til eisini at fevna um heilsufrøðilig viðurskifti.

Ein ískoytissáttmáli millum Føroyar og ES um heilsufrøðilig viðurskifti er nú góðkendur av báðum pørtum. Ískoytissáttmálin er tó enn bert ein formligur karmur. Samráðingar við ES halda fram samsvarandi hesum ískoytissáttmála, og ein semja verður at fáa í lag skjótast gjørligt um, hvørjum ES reglum Føroyar skulu laga seg til, og hvørjar treytirnar og tíðarfreistirnar eru fyri broytingum í verandi lóggávu og mannagongdum í heilsufrøðiliga eftirlitinum í Føroyum.

Hetta verður seinni ásett í einum fylgiskjali til ískoytissáttmálan, ið verður lagt fyri løgtingið til góðkenningar.

Eitt slíkt heilsufrøðiligt samstarv við ES ber í sær, at heilsufrøðilig krøv og eftirlitisskipanir í Føroyum skulu samsvara teimum í ES soleiðis at ikki verður neyðugt við heilsufrøðiligum eftirliti av fiskavørum úr Føroyum á markinum til ES lond – eins og úr øðrum triðjalondum.

Ætlanin er, at endaligi sáttmálin verður avmarkaður til reglur viðvíkjandi aling og fiskivinnu, tó so at møguleiki fyri at taka reglur á øðrum økjum, t.d. landbúnaði, upp til viðgerðar seinni, ikki verður útihýstur, um tørvur er á tí.

Ásannast má, at tað hevur tikið ES-myndugleikunum sera langa tíð at koma so langt, at formligar samráðingar um ein heilsufrøðiligan sáttmála kunnu halda fram. Virkað verður fyri, at gongd verður á samráðingunum, soleiðis at Føroyar skjótast gjørligt verða ein viðurkendur og virkandi partur í heilsufrøðiliga samstarvinum hjá ES.

Alevropiska upprunaøkið

Evropiska Ráðið vísti á toppfundinum í Essen í 1994 á, at munurin á uppruna-reglum í sáttmálunum, ið ES hevur við umheimin, eru ein handilsforðing. Avgjørt varð tí at seta eina alevropiska skipan við eins upprunareglum fyri allar handilssáttmálar í gildi við tí endamáli at gera samhandilin millum serliga ES, mið- og eysturevropisku londini og EFTA londini meira einsháttaðan. Lunnar eru á henda hátt lagdir undir eitt samstarv á einum stórum øki, ið gevur eins tollframíhjárættindi til vørur við uppruna í økinum.

Umframt at formligu krøvini til skjalaprógvan, toll og eftirlit verða nógv einfaldari fyri londini, ið alevropiska upprunaøkið fevnir um, hevur skipanin við sær, at til ber at virka eina vøru í fleiri av luttakandi londunum. Tað vil siga, at vóru Føroyar við í hesum samstarvi, høvdu fyritøkur í Føroyum kunnað keypt vøru úr einum av hinum londunum, virkað hana eftir ávísari mannagongd og síðani útflutt hana sum føroyska upprunavøru við føroyskum tollframíhjá-rættindum.

Samstarvið fevnir eisini um handil við triðjalond, t.e. at um vøra verður keypt úr landi uttan fyri alevropiska upprunaøkið og verður virkað eftir ávísum leisti, kann hon verða seld sum upprunavøra úr viðkomandi landi.

Eingin ivi er um, at luttøka í alevropiska upprunaøkinum kann fáa stóran týdning fyri vinnu okkara. Kravið til luttøku í alevropiska upprunaøkinum er, at viðkomandi land skal hava hesi viðurskifti skipað í handilssáttmála við øll luttakandi londini. Fyri Føroyar er talan um ES, mið- og eysturevropisku londini og EFTA londini.

Stór orka varð í 1998/99 løgd í at virka fyri, at Føroyar kundu gerast partur í samstarvinum um alevropiska upprunaøkið. Umframt at handilssáttmálarnir við Ísland og Noreg eru um at verða dagførdir, verða ásetingar um hesi viðurskifti eisini settar í handils-sáttmálarnar, ið landsstýrið er í holt við at gera við mið- og eysturevropisku londini.

Í samráðingum við ES og mið- og eysturevropisku londini verður lagdur dentur á, at Føroyar gerast partur í alevropiska upprunaøkinum.

       

HANDILSSÁTTMÁLAR VIÐ ONNUR LOND

Føroyar hava síðani 1992 havt handilssáttmálar við onnur lond. Í løtuni eru handilssáttmálar við ES, Ísland, Noreg, Sveis, Estland og Pólland. Harumframt eru samráðingar í gongd ella um at fara í gongd við Lettland, Litava, Rumenia, Bulgaria, PLO, Kroatia, Turkaland, Russland, Kanada, Kili, Brasilia, Meksiko, Marokko. ES og EFTA lond hava fráhandilssáttmálar við fleiri av hesum londum.

Slíkir sáttmálar eru við til at økja um kappingarførið hjá vinnuni og tryggja henni nýggjar marknaðir. Sáttmálarnir við eysturevropisku londini kunnu harumframt tryggja vinnuni nýggjar marknaðir fyri m.a. uppisjóvarfiskasløg og Føroyum luttøku í alevropiska upprunaøkinum

Til tess at tryggja føroyskum vinnulívi frægari útflutningssømdir, føroyskum brúkarum størri úrval og bíligari vørur, og føroyska búskapinum ávikavist eitt størri innflutnings- og útflutningsstøði, verður við áhaldni virkað fyri, at hesi viðurskifti verða skipað soleiðis, at tey verða vinnu og samfelagi sum heild til gagns.

      FRAMTÍÐARSTØÐA FØROYA Í EVROPA

Altjóða samstarvið hevur eftir fáum árum ment seg til fevna um alt fleiri samfelagsøki. Tosað verður ikki longur bert um samstarv innan handil og viðurskifti knýtt at handli, men onnur øki sum mentan, harímillum gransking og útbúgving fáa alt meiri rúm í altjóða høpi. Hetta setur stór krøv til føroyska samfelagið.

Fyri at ganga hesum øktu krøvum á møti er støða landsstýrisins hon, at hesi mál best kunnu røkkast í tøttum samstarvi við heimssamfelagið, har serligur dentur verður lagdur á samstarvið millum Føroyar og ES.

Løgmaður hevur gjøgnum sambond úteftir kannað eftir, hvør ið best gongda leiðin í einum tættari samstarvi við ES er.

Í fyrstu atløgu eru trinnir møguleikar:

1. Føroyar gerast sáttmálapartur í EFTA og EBS
2. Føroyar gerast sáttmálapartur í ES
3. Føroyar gera nýggja samstarvsskipan við ES

FØROYAR SUM SÁTTMÁLAPARTUR Í EFTA OG EBS

Av tí at leið 1 og 2 vórðu gjølla viðgjørdar í uttanlandsfrágreiðingini í fjør, verður ikki farið í smálutir í hesi frágreiðing. Ístaðin verður grundgivið fyri, hví landsstýrið velur hesar leiðir frá.

Fríhandilsfelagsskapurin EFTA (European Free Trade Association) varð settur á stovn í 1960. EFTA er ein fríhandilsskipan, sum í høvuðsheitum hevur arbeitt fyri fríhandli fyri vørur.

Tá ið sáttmálin um EFTA varð undirskrivaður, vóru 7 limalond: Danmørk, Eysturríki, Noreg, Portugal, Svøríki, Sveis og Stórabretland. Í 1967 kom danski limaskapurin at fevna um Føroyar. Finnland gjørdist limur við avmarkaðum rættindum í 1961, Ísland gjørdist fullur limur í 1970 og Liktinstein fullur limur í 1991.

Flestu limalondini í EFTA eru síðani vorðin limir í ES. Føroyar fóru burturúr EFTA í 1973 saman við Danmark. Eftir í EFTA felagsskapinum í dag eru bert Ísland, Noreg, Liktinstein og Sveis. Einans fullveldisríki kunnu vera limir í EFTA.

Av tí at EFTA ikki er ein tollsamgonga, kunnu limalondini føra egnan handilspolitikk mótvegis øðrum londum, ið ikki eru limir. ES er týdningarmesti handilssamstarvsfelagi EFTA.

Í 1990 var farið undir at samráðast um ein nýggjan leist í samstarvinum millum ES og EFTA. Hesin leistur er róptur EBS (Evropiska Búskaparliga Samstarvið). EBS sáttmálin knýtir EFTA londini tættari at innmarknaðinum í ES. Átjan lond eru við í EBS samstarvinum, umframt tey fimtan ES londini eru Ísland, Noreg og Liktinstein við.

Grundsjónarmiðið við EBS sáttmálanum er at skipa eitt virkið og einsháttað búskaparligt samstarv, ið skal fremja eins reglur og kappingartreytir millum luttøkuríkini.

EBS londini EFTA megin t.e. Ísland, Noreg og Liktinstein, hava felags lóggávu við ES fyri innmarknaðin, men hava sínar egnu stovnar á politiskum og fyrisitingarligum stigi. ES og EFTA londini hava hvør sína eftirlits og dómstólsskipan. Hetta samstarv fevnir tó ikki um samstarv um fiskiveiði- og landbúnaðarpolitikk, hóast frumskjal 9 í EBS sáttmálanum fevnir um handil við fiskavørum.

Sigast kann, at EBS skipanin í grundini var ætlað sum ein fyribilsskipan, sum fyri fleiri av EFTA londunum var eitt vegamót móti fullum ES limaskapi. Sumt bendir á, at EBS samstarvinum verður neyvan lív lagað.

Ein av stóru trupulleikunum er tann vantandi beinleiðis atgongdin hjá EBS londunum EFTA megin til avgerðirnar. Serliga er hetta ein trupulleiki fyri eitt land sum Noreg. Lítið rúm er fyri politikki í skipanini, tó hittast ráðharrar í EBS ráðnum árliga. Sostatt gongur so at siga alt fyri seg á embætismannastigi.

Øvugt evropasáttmálunum, sum ES hevur við mið og eysturevropisku londini, er eingin „dynamikkur" í EBS skipanini og verður hon tískil verandi í tí líki, hon er í, til hon fellur burtur. Áhugin fyri EBS skipanini og møguligum broytingum hesum viðvíkjandi fyri at ganga ynskjum EFTA landanna á møti, minkar so hvørt sum áhugin fyri mið- og eysturevropisku londunum veksur.

Rættarstøða Føroya forðar fyri limaskapi í EFTA og EBS. Hinvegin um Føroyar gerast fullveldisríki skuldi einki verið í vegin fyri føroyskum limaskapi. EBS skipanin er kostnaðarmikil og krevur stóra fyrisitingarliga orku.

Hugsandi er, at velur Noreg at gerast limur í ES, er stórur vandi fyri, at EFTA sáttmálin og EBS sáttmálin verða uppsagdir av sáttmálapørtunum. Noreg kann í dag metast sum eitt týdningarmikið bindilið í hesum høpi, av tí at Ísland, Sveis og Liktinstein hava sera ymisk áhugamál. Sum støðan er í dag, ber Noreg meginpartin av fíggjarligu byrðini hjá EFTA londunum í EBS skipanini.

FØROYAR SUM SÁTTMÁLAPARTUR Í ES

Føroyskur limaskapur í ES hevur tvinnar høvuðstrupulleikar. Annar er rættarstøða Føroya og hin er fiskivinnupolitikkur ES.

Viðvíkjandi limaskapi eru tvinnir kostir í at velja. Antin kunnu Føroyar gerast partur av danska limaskapinum í ES ella gerast limur í ES sum fullveldisríki.

Altjóðarættarliga verða Føroyar antin umfevndar av danska sáttmálapartinum í ES sáttmálanum ella av einum føroyskum sáttmálaparti í ES sáttmálanum. Við øðrum orðum luttaka Føroyar antin við danskari umboðan okkara vegna í ES ella við egnari føroyskari umboðan í ES.

Tað hevði tí verið eitt politiskt val í einum orðaskifti um føroyskan ES limaskap, hvørt Føroyar sjálvar luttaka í ES avgerðartilgongdini ella lata Danmark luttaka okkara vegna í ES avgerðargongdini.

Um Føroyar gjørdust limir í ES, hevði felags fiskivinnupolitikkurin í ES verið settur í verk í Føroyum. Hetta hevði verið óheppið, av tí at ræðið á fiskatilfeingi Føroya, tá hevði ligið í hondum ES myndugleikanna.

Í sambandi við hesar trupulleikar metir Føroya landsstýri, at áhugamál Føroya ikki verða tryggjað nóg væl innan kamarnar av verandi fiskivinnupolitikki ES uttan mun til, um limaskapurin er beinleiðis ella umvegis Danmark. Vandi kundi verið fyri, at Føroyar í longdini høvdu mist sítt fiskatilfeingi, um Føroyar vóru við í hesi skipan.

Nevnast kann m.a., at trupulleikarnir við fiskivinnupolitikki ES eru væl kendir í Bretlandi. Reiðarafeløg úr Spanialandi ogna sær bretsk fiskiskip og kvotur teirra, skifta manningarnar út við spanskar og landa síðani fiskin í øðrum londum enn Bretlandi. Í okkara føri høvdu avleiðingarnar av slíkum skjótt máað støðið undan føroyska búskapinum.

Tá ið tosað verður um føroyskan ES limaskap, er fyrsta treytin, at ræðið á fiskatilfeingi Føroya er føroyskt. Hetta sær ikki út til at vera gjørligt eftir galdandi ES-reglum.

NÝGGJ SAMSTARVSSKIPAN VIÐ ES

Sum nevnt verður virkað fyri at fáa í lag eina nýggja samstarvsskipan við ES. Hetta kann verða gjørt sambært gein 35 í handilssáttmálanum, ið ásetir, at sáttmálapartarnir kunnu víðka samstarvið til onnur øki enn tey, sáttmálin fevnir um, verður grundgivin áheitan givin um hetta.

Eftir kanningum um tættari samstarv við ES bendir alt á, at tørvur føroyinga kann verða gingin á møti í einum tílíkum leisti. Í mun til eitt nú omanfyri nevndu skipanir vil hetta í fyrstu atløgu siga, at sloppið verður undan felags fiskivinnu-politikki ES og tí tungu og kostnaðarmiklu fyrisiting, ið EBS skipanin ber í sær. Eins og í verandi handilssáttmála verður ein víðkað skipan umsitin av eini felagsnevnd vegna báðar sáttmálapartar.

Nýggja samstarvsskipanin verður framd við samráðingum um nýggjar ískoytissáttmálar til verandi handilssáttmála.

Líkt er til, at tað ber til at fáa fyrimunirnar í EBS samstarvinum við í eini skipan, har verandi handilssáttmáli verður víðkaður við ískoytissáttmálum.

Við øðrum orðum forðar einki í grundini fyri, at tey fýra frælsini í EBS leistinum og onnur viðkomandi øki fara at ganga inn í eina nýggja samstarvsskipan. Ískoytissáttmálar kunnu gerast fyri hvørt øki.

Tey fýra frælsini fevna um:

  1. Vørur
  2. Tænastur
  3. Kapital
  4. Persónar

Harumframt eru hesi øki knýtt at teim fýra frælsunum:

1. Kappingarreglur
2. Reglur fyri almennum stuðuli til vinnulív
3. Sokallað vatnrætt samstarv, ið hevur týdning fyri tey fýra frælsini

Vatnrætta samstarvið fevnir um: Almannapolitikk, tøkniliga menning, ferðavinnu, brúkaravernd, kunningartænastur, útvarps- og sjónvarpsmál, umhvørvi, útbúgvingar, íbúgvavernd, hagtøl, vinnuútbúgvingar, vinnulívsrætt, ungdómsviðurskifti, gransking, stuðulsskipanir fyri smáar og miðalstórar fyritøkur.

Við eini samstarvsskipan har ískoytissáttmálar verða knýttir at verandi handilssáttmála, áttu føroyingar stórt sæð at fingið við allar teir fyrimunir, EBS leisturin í dag fevnir um. Hetta gevur okkum somu sømdir sum EBS londini fáa, tá ið hugsað verður um tilknýtið til ES.

Við atliti at Føroyum, kann verða nevnt, at Sveis er í holt við at fáa sær eina líka samstarvsskipan við ES, sum her verður greitt frá.

Verður hugsað um gongdina í Evropa í dag, víðkanina av ES eystureftir, møguligan norskan limaskap í ES, framtíðarútlitini og fyrimunir og vansar við ES og EFTA/EBS limaskapi, er frægasta leiðin til tættari samstarv við ES at víðka verandi sáttmála við ískoytissáttmálum. Virkað verður fyri at leggja lunnar undir eina nýggja samstarvsskipan við ES.

BURÐARDYGG MENNING 

Burðardygg menning er eitt hugtak, sum er nógv brúkt í at kalla øllum millum-tjóðasamstarvi í dag. Hugtakið hevur sín uppruna í stóru umhvørvisráðstevnuni í Stokkhólmi í 1972 við fyrrverandi norska forsetismálaráðharranum Gro Harlem Brundtland á odda.

Tá komu umhvørvisspurningar veruliga við á politisku skránna í altjóða høpi og flestu lond í dag hava umhvørvismál sum eitt politiskt málsøki. Brundtlands-nevndin um umhvørvi og menning legði síðan grundarlag undir ST ráðstevnuna um umhvørvi og menning (UNCED) í Rio de Janeiro í 1992, har heimssamfelagið samtykti eina felagsætlan fyri umhvørvi og menning í framtíðini, ta sokallaðu Agenda 21.

Sambært Brundtlandnevndini kann hugtakið burðardygg menning best útgreinast sum evnini at nøkta nútíðarinnar tørv, uttan at minka um møguleikarnar hjá komandi ættarliðum at nøkta teirra tørv. Burðardygg menning skal viga tørvin hjá samfelagnum, búskapinum og umhvørvinum upp ímóti hvør øðrum.

Gjøgnum samstarv okkara við onnur lond og millumtjóðafelagsskapir hava Føroyar høvi til at útgreina hugtakið burðardygga menning í samsvari við samtyktirnar í Agenda 21.

Somuleiðis hava vit, eins og øll onnur lond, sum hava tikið undir við hesum grundreglum fyri samspæli millum umhvørvi og menning, skyldu til at fylgja upp og taka støðu til ætlanirnar og raðfestingarnar, sum samtyktar vórðu í Rio.

Løgmaður leggur dent á at styrkja samskipan millum stýrini í umsitingini og almenningin til tess at finna fram til greiðar felagslinjur fyri føroysk sjónarmið og raðfestingar fyri burðardygga menning. Millum annað eiga vit at miða ímóti at vera før fyri at kunna um okkara støðu, tá ið heildaruppfylgingin av Agenda 21 verður endurskoðað í 2002 á RIO +10 fundinum hjá ST nevndini um burðardygga menning (CSD).

Farna árið tóku Føroyar lut í millumlandasamstarvi, bæði í arktiskum og norður-lendskum samanhangi, har ið felagsætlanir og meginreglur verða gjørdar fyri burðardygga menning í framtíðini.

Føroyska luttøkan í hesum millumtjóðasamstarvi gevur okkum høvi og íblástur at arbeiða meira miðvíst við at útgreina felagssjónarmið og raðfestingar okkara sum land.

Nógv heimaarbeiði er eftir at gera, men ætlanin er at halda fram við at fylgja gongdini í millumtjóðahøpi og brúka hana sum vegleiðandi og hugmyndar-skapandi fyri egnar raðfestingar.

ARKTISKA RÁÐIÐ

Í farna ári hava Føroyar tikið lut í samstarvinum undir Arktiska ráðnum sum partur av donsku sendinevndini á embætismannastigi. Arktiska ráðið hevur sín uppruna í arktiska samstarvinum um umhvørvisvernd, sum varð stovnað í 1991.

Ráðið varð sett á stovn í 1996 og við hesum varð undanfarna umhvørvissam-starvið broytt til eitt víðkað arktiskt samstarv á uttanríkispolitiskum stigi, við verkætlanini um burðardygga menning sum nýggjum liði. Umframt Danmark eru limaríkini Kanada, USA, Russland, Ísland, Noreg, Svøríki og Finnland.

Eftir ráðharrafundin í Kanada í septembur 1998 tóku føroyingar spurningin um navnið á sendinevndini upp við donsku myndugleikarnar. Áðrenn Føroyar fóru at taka formliga lut á embætismannnastigi í Arktiska ráðnum, æt sendinevndin "Denmark/Greenland". Hetta er nú broytt á navnaskeltum í fundarhøpi til "Denmark - Greenland - Faroe Islands".

Hetta vil tó ikki í sjálvum sær siga, at Føroyar hava atgongd til allar samráðingar-fundir. Tá ið tað snýr seg um formlig skjøl so sum ráðharrayvirlýsingar o.a., er bert Danmark nevnt sum ríkislimur, og flaggað verður á fundunum bert við Danabrók.

Undir verandi formansskapi hjá USA til heystið 2000 er Arktiska ráðið komið í gongd við sína ætlan um at útgreina eina felagsætlan og meginreglur fyri burðardygga menning. Danmark hevur verið eitt av virknastu limalondum fyri at finna semju um eina endaliga útgreining av burðardyggari menning í Arktiska ráðnum.

Higartil hevur hetta arbeiðið verið tarnað av tí, at USA hevur savnað seg um einstakar verkætlanir heldur enn at vilja tosa um eina breiðari ætlan. Vónandi verða tó greiðar meginreglur um burðardygga menning lidnar at samtykkja á næsta ráðharrafundi í Alaska í heyst. Á fundunum um burðardygga menning hava Føroyar eisini havt høvi sjálvar at gera vart við síni sjónarmið á økinum.

Umhvørvissamstarvið undir Arktiska ráðnum heldur fram gjøgnum verkætlanir, har ið Føroyar eisini samstarva við hini londini um kortlegging av dálking og árini á fólkaheilsu. Samstundis verður arbeitt við at útgreina felagsætlanir fyri umhvørvisvernd og eitt meira virkið politisk samstarv við raðfestingum og tíðarætlanum fyri umhvørvsiverndartiltøk hjá limalondum.

Støða landsstýrisins er, at Arktiska ráðið eigur at mennast og nýtast virknari sum ein felags miðil til frama fyri umhvørvisvernd í mun til umheimin. Hugsast kann, at Ráðið í størri mun kundi orðað felags politiskar yvirlýsingar, sum síðani kundu verið nýttar at leggja trýst á ídnaðarlond uttan fyri arktiska økið, haðani vandamesta dálkingin stavar.

Danmark og onnur limalond í Arktiska ráðnum hava longu tikið stig til hetta. Sum dømi varð eftir uppskoti frá Danmark og Kanada samtykt í fjør, at Arktiska ráðið skuldi mæla til, at onnur lond staðfesta frumskjølini um POPs (persistent organic pollutants) og tungmetal, sum vórðu undirritað á einari altjóðaráðstevnu í Århus í 1998.

Fyribils hava bert Kanada og Noreg staðfest frumskjølini, men tey koma ikki alment í gildi, fyrrenn tey eru staðfest av 16 londum. Frumskjølini verða endurskoðað við atliti at skjótast gjørligt at taka undir við teimum í Føroyum.

NORÐURLENDSK FELAGSÆTLAN

Ikki bert í arktiskum høpi, men eisini í tí norðurlendska samstarvinum, hava Føroyar høvi til at styrkja sín leiklut í arbeiðinum at samráðast um felags millumtjóðaætlanir um burðardygga menning.

Landsstýrið verður umboðað í einum nýggjum samráðingarbólki hjá norðurlendsku samstarvsráðharrunum. Hesin bólkur skal samráðast um eina felags norðurlendska heildarætlan fyri burðardygga menning.

Arbeiðssetningurin hjá bólkinum er uppfylging av eini yvirlýsing um sama evnið, sum norðurlendsku stjórnarleiðararnir samtyktu á ráðharrafundinum í Oslo í november 1998.

Arbeiðið hjá bólkinum tekur støði í evnisútgreiningum um burðardygga menning, sum teir ymisku geirabólkarnir hjá Norðurlendska ráðharraráðnum hava gjørt, síðani yvirlýsingin varð samtykt í 1998. Føroyar hava nú fingið høvi at samstarva við Ísland um at útgreina tann partin av felagsætlanini, sum snýr seg um fiskiskap.

      LIVANDI TILFEINGI HAVSINS

Havrættarsáttmálin UNCLOS veitir londum grundleggjandi rættindi til at gagnnýta livandi tilfeingi havsins burðardygt til tess at fáa mest burturúr.

Ætlanin er í næstum at leggja ST sáttmálan um ferðandi fiskastovnar fyri løgtingið. Sáttmálin leggur dent á at styrkja millumtjóðasamstarvið gjøgnum økissamstarvsfelagsskapir fyri umsiting av fiskastovnum. Tað er tí sera umráðandi at hava ein virknan lut í øllum teimum felagsskapum, sum viðgera teir fiskastovnar, sum hava ella fara at fáa týdning fyri okkum.

Umframt samstarv Føroya við onnur lond um tilfeingi havsins gjøgnum hesar millumtjóðafelagsskapir, eru eins og undanfarin ár nýggir tvítjóða- og fleirtjóðasáttmálar um fiskiveiði gjørdir. Eitt yvirlit stendur í fylgiskjalinum.

MILLUMTJÓÐASAMSTARV UM FISKIVEIÐI

Felagsskapurin fyri fiskiskap í Útnyrðingsatlantshavinum, NAFO, hevur í fleiri ár havt eina dygga umsiting og munagott eftirlit við fiskiskapinum eftir fiska-stovnum á økinum. Avgerðir tiknar í NAFO høpi ávirka serliga umstøðurnar hjá rækjuskipunum at fiska á Flemish Cap og annars umstøðurnar hjá føroyskum skipum at fiska svartkalva í NAFO øki. Í løtuni er toskabann á Flemish Cap, men tað hevur eydnast at víðka rækjuleiðirnar nakað.

Føroyska royndarveiðan á NAFO økinum eftir rækjum hevur havt stóran týdning fyri at varðveita veiðimøguleikan á økinum og fyri at tryggja besta vísindaliga grundarlagið, tá ið avgerð verður at taka á fundum í næstum um eina heildarkvotu ístaðin fyri verandi fiskidagaskipan á økinum.

Felagsskapurin fyri fiskiskap í Landnyrðingsatlantshavinum, NEAFC, hevur seinastu árini ment seg at vera ein felagsskapur, sum í samsvar við altjóða uppgávur fyri fiskiveiðifelagsskapir fer at vera miðdepilin í sambandi við umsiting og eftirlit við fiskiveiðuni eftir so týðandi fiskastovnum sum norðhavssild, kongafiski, svartkjafti og makreli í Norðuratlantshavi.

Eftir nógv fundarvirksemi eru avgerðir tiknar í NEAFC, sum ávirka fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum og eftir svartkjafti, sild og makreli í altjóða sjógvi. Skipanir eru samtyktar, sum binda limalondini at fremja burðardygga fiskiveiði, og sum forða londum, sum ikki eru limir, at taka sær rætt á víðum havi ímóti fyriskipanum hjá NEAFC. Ein felags fráboðanarskipan og skipan um eftirlit um fylgisvein er sett í verk.

Tað eydnaðist ikki Føroyum, Grønlandi og Íslandi at semjast um eina nýggja skipan fyri kongafisk í Irmingarhavinum eftir broyttum leisti, mest tí at ES, Noreg og Russland ikki vildu hava øðrvísi skipan enn higartil. Úrslitið gjørdist, at Ísland var ikki við í semjuni um kongafiskin í Irmingarhavinum í 2000.

Hetta kann fáa óhepnar avleiðingar fyri umsitingina av stovninum sum heild, um Ísland ásetur sær sína egnu kvotu uttan fyri ásetingarnar frá NEAFC. Russland tók harafturímóti undir við NEAFC- skipanini fyri 2000.

Sáttmálin um at varðveita laksin í Norðuratlantshavi, NASCO, kom í gildi 1. oktober 1983 og varð staðfestur av Danmark vegna Føroyar og Grønland. Í NASCO eru Føroyar limur í nevndini fyri Landnyrðingsatlantshav, og Grønland limur í nevndini fyri Vesturgrønland. Londini skiftast um formansskapin.

Tað eru bara Føroyar og Grønland, sum hava kvotu á sínum havøki, men kvoturnar eru lækkaðar ár undan ári. Føroyar høvdu í 1999 eina laksakvotu uppá 330 tons, sum 10 skip kundu veiða í 150 fiskidagar í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 30. apríl og frá 1. november til 31. desember.

Føroyar hava ikki fiskað laks tey seinastu árini, men hava á ársfundinum boðað frá, at vit halda fast við rætt okkara at veiða laks og sostatt gagnnýta okkara kvotu til eina og hvørja tíð. Hetta hevur elvt til nógva øsing í ES, Noregi og Íslandi.

Fiskiskapur eftir tunfiski í Atlantshavi verður umsitin av felagsskapinum fyri fiskiskap eftir tunfiski í Atlantshavi, ICCAT. Stórur áhugi tykist at vera fyri fiskiskapi eftir tunfiski í føroyskum sjógvi ein part av árinum.

Í 1997 fingu japonsk skip loyvi frá føroyskum myndugleikum í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna til royndarveiði eftir tunfiski í føroyskum sjógvi. Hetta samstarv helt fram í 1998 og 1999, umframt at føroysk skip eisini høvdu royndarloyvi. Úrslitið av hesum royndum hevur verið gott, og fleiri vilja sleppa at halda fram í ár. Eitt skip hevur veitt uttan fyri føroyska fiskimarkið á víðum havi.

Grundað á stóra áhugan, sum seinastu árini hevur verið vístur tunfiskiskapi í føroyskum sjógvi, hevur landsstýrið verið eygleiðari seinastu trý árini á ársfundum hjá ICCAT. Gjørt hevur verið vart við, at Føroyar sum strandaland hava rætt at gagnnýta tilfeingið, heruppií tunfiskin í føroyskum sjógvi.

Á seinasta ársfundi gjørdi ICCAT hinvegin vart við, at Føroyar kundu ikki góðtakast sum tunaveiðitjóð uttan so, at Føroyar gerast limur í ICCAT. Føroyska støðan higartil er at samstarva við ongum limaskapi. ICCAT hevur svarað, at samstarv er ikki nóg mikið, Føroyar mugu ganga undir tær fyriskipanir og kvotaásetingar, sum felagsskapurin ásetur.

Felagsskapurin fyri fiskiskapi í Suðuratlantshavi og Antarktis CCAMLR (Commission for the Conservation of Antarctic Marine Living Resources) varð stovnaður í 1982 og hevur sítt høvuðssætið í Hobart, Tasmania, Australia. Felagsskapurin umsitur 33 mió. ferkilometrar av havøkinum sunnan fyri 50 stig suður, serstakliga við atliti at dálking og at verja vistskipanina. Felagsskapurin ásetur eisini reglur um fiskiskap, MLV, kvotur, royndarfiskiskap og reglur fyri fiskiskapi eftir krill, ymiskum fiskasløgum, krabba og høgguslokki á økinum grundað á tilráðingina frá vísindaligu nevndini.

Veiðimøguleikarnir eftir krill standa opnir, men flestu limalondini boða frá øktari veiði eftir krilli. Fyri tey vanligu fiskasløgini, undir einum nevnd "finfish", eru avmarkaðir veiðimøguleikar.

Her galda reglur um MLV og økisfriðingar fyri tey uppbýttu CCAMLR økini, sum limalond og "acceding members" kunnu vera við í sum royndarveiði ella nýggja veiði eftir góðkenning frá nevndini. Møguleikar eru at veiða krabba, men tað hevur ikki lønt seg seinastu tíðina, og royndirnar eru smáar.

Fráboðað veiða fyri tíðarskeiðið 1998/99 er 103.318 tons av krilli (Euphausia superba), 13.119 tons av tannfiski (Dissosstichus spp.), henda veiða er øll nakað hægri 17.435 tons, 267 tons av ísmakreli (Champsocephalus gunnari) og bert fýra tons av krabba (Paralomis spp.). Trettan limalond hava verið við í royndar-fiskiskapi ella nýggjum fiskiskapi. Øll limalondini boðaðu frá sínum virksemi á økinum farna tíðarskeið.

Tann ófráboðaði og óskipaði fiskiskapurin á CCAMLR økinum hevur fingið drúgva viðgerð í felagsskapinum. Mett verður, at ófráboðaða veiðin eftir tannfiski var 42.000 tons í 1996/97, 33.583 tons í 1997/98 og 10.773 tons í 1998/99.

CCAMLR hevur ásett reglur um fyribyrging av fugladeyða og hjáveiði av havsúgdjórum í trolfiskiskapi og línufiskiskapi. Ein trupulleiki er, at nógv skip halda ikki hesar reglur, og fiskiskip eru ofta undantikin MARPOL reglunum um burturkast. Tey skip, sum fáa loyvi at veiða á hesum øki, mugu tí verða serútgjørd og lúka øll CCAMLR og MARPOL krøv.

MILLUMTJÓÐASAMSTARV UM HVALAVEIÐI

Í farna ár hevur samstarvið í NAMMCO m.a. fevnt um vísindiligar metingar av nebbafiska-, hvít- og náhvalastovnunum í Norðuratlantshavinum, og um ymsar kópastovnar í Barentshavinum og eystan fyri Grønland. Eygleiðaraskipanin hjá NAMMCO hevur verið roynd í 2 ár, nú við fullari luttøku Føroya. Sostatt verður grindadráp eygleitt gjøgnum hesa skipanina, samstundis sum føroyskir serfrøðingar eru góðtiknir av NAMMCO sum millumlandaeygleiðarar í øðrum NAMMCO londum.

NAMMCO skipaði fyri fundi um drápshátt í Nuuk í mars 1999, har roynd veiðifólk og aðrir serfrøðingar úr Føroyum og hinum NAMMCO londunum, Íslandi, Noregi og Grønlandi, høvdu høvi at tosa um, hvussu drápsútgerðin kann betrast tøkniliga við atliti at tryggleikanum. NAMMCO ráðið hevur síðani samtykt fleiri tilmæli at bøta um drápsháttin og tey amboð, sum verða nýtt.

NAMMCO er eisini farin at viðgera sambandið millum vísindi og kunnleikan hjá veiðifólki, og hvussu henda vitan kann verða nýtt, tá ið ráðgivið verður um burðardygga gagnnýtslu.

NAMMCO limalondini fara at hyggja nærri at, hvussu úrdráttir frá súgdjórum kunnu verða gagnnýttar við atliti at handli og marknaðarføring millum limalondini.

Limaskapur Føroya í NAMMCO – Nevndini fyri økisbundið samstarv um gransking, umsiting og vernd av havsúgdjórum í Norðuratlantshavinum – gevur okkum besta karmin fyri at lúka krøvini í ST havrættarsáttmálanum, har ásett er, at lond skulu samstarva gjøgnum hóskandi millumtjóðafelagsskapir um umsiting av hvalastovnum.

Samstarvið hevur eisini víst seg at geva møguleika fyri at viðgera ikki bert vísindaligar, men alt fleiri tøkniligar, samfelagsligar og búskaparligar spurningar, ið eru knýttir at gagnnýtsluni av súgdjórum á okkara havleiðum. Vónað verður, at Russland og Kanada gerast limir í NAMMCO.

Altjóða hvalaveiðinevndin (IWC) varð stovnað í 1946 at umsita vinnuliga stórhvalaveiði. Støða landsstýrisins er, at IWC hevur ikki heimild at umsita smáhval, og tí hava vit NAMMCO til at samstarva um m.a. grind.

Danmark er limur í IWC vegna allar tríggjar ríkispartarnar, men av tí at Danmark tekur lutvíst undir við altjóða rákinum ímóti stórhvalaveiði, samsvara føroysku sjónarmiðini ikki altíð við tey alment donsku í IWC.

Tíverri eru útlitini eins vánalig og árið frammanundan fyri einari semju millum tey umleið 30 limalondini at taka hvalaveiðibannið av og aftur at áseta kvotur fyri vinnuliga stórhvalaveiði á einum vísindaligum, heldur enn á einum politiskum grundarlagi.

Ein týðandi partur av limalondunum í IWC hevur lýst sína politisku støðu at vera ímóti allari vinnuligari hvalaveiði uttan mun til vísindi. Til tess at loyva kvotum aftur, skulu tveir triðingar av limalondunum atkvøða fyri. So sum limalondini eru samansett er hetta ikki gjørligt. Kortini er neyðugt at fylgja við í gongdini í hesum felagsskapi.

Ein framtíðarmenning av stórhvalaveiði í Norðuratlantsøkinum er kortini ikki bert treytað av gongdini í IWC, sum kann vera í vanda fyri at fara í upploysn um eingin loysn fæst á verandi støðu. Eins týdningarmikið er tað, at hvalaveiðilond royna at fáa undirtøku í øðrum og størri altjóðahøpi enn IWC, tí ávísir hvala-stovnar eru væl fyri og tola at verða gagnnýttir sambært meginreglunum um burðardygga menning.

Noreg og Japan fara í ár at leggja uppskot fram á limafundi hjá CITES (Sáttmálin um millumlandahandil við hóttum djóra- og plantusløgum) um at taka sildrekastovnarnar í norðurhøvum og í Suðuríshavinum av listanum yvir hótt djórasløg. Sambært CITES reglum eru í løtuni allir stórhvalastovnar á listanum yvir hótt djórasløg. Tað førir við sær, at allur millumtjóðahandil við vørum framleiddum úr hesum djórum er bannaður. Hetta hevur leingi verið ein politisk forðing í hvalaveiðimálinum yvirhøvur.

Danmark er limur í CITES, men Føroyar hava ikki staðfest sáttmálan, og hann er sostatt ikki galdandi í Føroyum. Danska støðan og lóggávan í mun til CITES samtyktir fylgja í høvuðsheitum tí, sum ásett er í ES-høpi, og verður hetta samskipað av danska umhvørvismálaráðnum. ES-limalond samskipa eina felagsstøðu til málini í CITES.

Hetta avmarkar møguleikan fyri, at føroysk sjónarmið, eitt nú í sambandi við hvalasløg, kunnu fáa veruliga ávirkan á henda stovn gjøgnum danska limaskapin. Kortini verðir fylgt væl við gongdini í CITES, har ikki bert hvalasløg, men eisini møgulig listing av fiskasløgum hevur verið nógv umrødd seinastu árini.

Sum ein av heimsins elstu og mest royndu hvalaveiðitjóðum eiga Føroyar at halda fram við at røkja og styrkja samstarvið við onnur lond og sínámillum kunning um gransking, umsiting og politiska støðutakan í ymsum londum.

Okkara gamla og enn virkna hvalaveiðimentan og royndir okkara í tí politiska kjakinum tey seinastu árini hava givið okkum ein førleika á økinum. Tað vekur vælvild í teimum londum, vit samstarva við, hóast ágangin frá víðgongdum djóravernadarfeløgum.

Vit eiga tí at vísa samhuga og stuðul, tá ið onnur lond stríðast fyri at varðveita rættindi síni til at gagnnýta hval og kóp sum tilfeingi á ein burðardyggan hátt. Hvalamálið snýr seg í grundini um at halda fast við altjóðameginreglur fyri burðardyggari menning, har hvørki havsúgdjór, fiskur ella annað tilfeingi eru undantikin.

      MENNINGARHJÁLP

MENNINGARHJÁLP TIL KOSOVO

Kríggið í Kosovo í fjør og tann stóri streymur av flóttafólki úr Kosovo til grannalondini førdu við sær almiklan tørv á bráðfeingishjálp. Talan var um størsta sorgarleik í Evropa síðani seinna heimsbardaga, har hundraðtúsindtals menniskju vórðu í svárari neyð.

Landsstýrið ásannaði, at almennu Føroyar áttu at vera við í hjálpararbeiðinum á Balkan. Fíggjarnevnd løgtingsins samtykti eina eykajáttan uppá 2.500.000 kr. til menningarhjálp í 1999 at nýta til hjálpararbeiðið fyri flóttafólk úr Kosovo. Frammanundan varð árliga játtanin til menningarhjálp veitt hjálpararbeiðinum í Balkan gjøgnum Reyða Kross.

NATO loftálopini endaðu alment í fjør summar, eftir at semja varð fingin í lag við Serbia, har Serbia gekk undir at taka herdeildirnar aftur úr Kosovo, og at friðarvarðveitandi herdeildirnar hjá NATO fóru inn í Kosovo.

Fáar vikur seinni var meira enn helmingurin av flóttafólkunum vendur heimaftur. Broyttu umstøðurnar í Kosovo førdu við sær, at hjálpararbeiðið, sum samskipað varð í grannalondunum, nú brádliga skuldi umskipast til Kosovo.

VERKÆTLAN

Eykajáttanin á kr. 2,5 mió.kr. varð latin felagsskapinum ADRA (Adventist Development and Relief Agency) til eina verkætlan at byggja barnaskúlar uppaftur í Kosovo. ADRA er hjálparstovnur hjá alheims Adventistasamkomuni. Játtanin verður umsitin av Sjeyndadags Adventistasamkomuni í Føroyum, sum er millumlið millum landsstýrið og felagsskapin í Danmark og hjálparfólkini hjá teimum á staðnum í Kosovo.

Verkætlanin fevnir serliga um at byggja uppaftur og bøta um vatnveitingar og reinførisviðurskifti í 88 skúlum í økjunum Ferizaj, Lipjan og Malisevo í Kosovo. Verkætlanin, sum fer at gagna umleið 35.000 skúlanæmingum og 2.200 lærarum, er liður í eini heildarverkætlan hjá ADRA um at byggja skúlarnar fult og heilt uppaftur, soleiðis at gerandislívið hjá teimum ungu í Kosovo aftur kann ganga sína dagligu gongd.

ADRA hevði ikki fígging til at bøta um reinførisviðurskiftini í síni heildarverkætlan, og stuðulin úr Føroyum er tískil serliga farin til at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

Løgmaður hevur fingið eina ávegis frágreiðing um verkætlanina frá umboðinum fyri Adventistasamkomuna í Føroyum, sum í desember var í Kosovo og kannaði, hvussu gekst.

Arbeiðið tykist at ganga væl í hond, og verkætlanin verður skilagott umsitin av ábyrgdafólkum á staðnum. Á teimum skúlum, har arbeiðið er liðugt, er nú vanlig skúlagongd aftur.

STAVORÐ

ADRA Adventist Development and Relief Agency
Agenda 21 Felagsætlan fyri umhvørvi og menning, sum varð úrslit av ST-Ráðstevnuni um Umhvørvi og Menning (UNCED) í Rio de Janeiro í 1992.
CCAMLR Commission for the Conservation of Antarctic Marine Living Resources
CITES Convention on International Trade in Endangered Species of Wild Fauna and Flora
CSD Commission on Sustainable Development (hjá ST)
DFG Denmark in Respect of the Faroe Islands and Greenland
EBS Evropiska Búskaparliga Samstarvið
EFTA European Free Trade Association
FAO United Nations Food and Agriculture Organization
GATT General Agreement on Trade and Tariffs
GSP Generalized System of Preferences
ICCAT International Commission for the Conservation of Atlantic Tuna
IMO International Maritime Organisation
IWC International Whaling Commission
MLV Mest Loyvda Veiða
NAFO Northwest Atlantic Fisheries Organization
NAMMCO North Atlantic Marine Mammal Commission
NASCO North Atlantic Salmon Conservation Organization
NEAFC North East Atlantic Fisheries Commission
UNCED United Nations Conference on Environment and Development
UNCLOS United Nations Convention on the Law of the Sea
WTA World Trade Agreement
WTO World Trade Organization

     

    FYLGISKJAL

    Semjur um FISKIVEIÐI fyri 2000

Grundað á rammusáttmálar eru árligar samráðingar um sínámillum fiskiveiði landanna millum. Fiskiveiðisamráðingarnar í 1999 fyri fiskiskap í 2000 endaðu við hesum semjum:

FØROYAR – GRØNLAND

Rammusáttmálin millum Grønland og Føroyar áleggur pørtunum at samráðast hvørt ár um eitt kvotubýti.

Í ár hava føroysk skip loyvi at veiða 4.000 tons av kongafiski í Irmingarhavinum og grønlendskum sjógvi. Sum royndarveiða í Vesturgrønlandi kunnu veiðast 130 tons av svartkalva og í Eysturgrønlandi kunnu trý føroysk skip í senn veiða tosk og onnur botnfiskasløg í tilsamans átta vikur. Kalvi og svartkalvi sum hjáveiði er avmarkað til 100 tons.

Grønlendsk skip kunnu veiða 2.500 tons av norðhavssild og royndarfiska eftir brosmu og longu á ytru fiskidagaleiðini upp til 250 tons, harav í mesta lagi 30% kunnu verða toskur og hýsa.

FØROYAR - ÍSLAND

Fiskiveiðisamráðingarnar við Ísland verða í januar, og eingin semja er gjørd enn.

Fyri 1999 vóru partarnir samdir um, at heildarkvotan í íslendskum sjógvi varð hækkað til 5.600 tons. Av hesi heildarkvotu varð toskakvotan hækkað úr 1000 tonsum upp í 1.150 tons, kalvakvotan gjørdist 150 tons, meðan nøgdin av øðrum botnfiskasløgum var óbroytt.

Partarnir samdust um at halda fram við semjuni um uppsjóvarfiskasløg. Íslendsk skip kunnu veiða svartkjaft, 2000 tons av heystgýtandi sild og 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi, meðan føroysk skip kunnu veiða svartkjaft og lodnu í íslendskum sjógvi.

Partarnir samdust um somu lodnusemju sum fyri 1998. Føroysk skip kunnu í tíðarskeiðinum frá 1. juli 1999 til 30. apríl 2000 veiða 30.000 tons við fyrivarni fyri broytingum í MLV´num.

FØROYAR - NOREG

Grundað á fiskifrøðilig viðurskifti hava Noreg og Russland gjørt av at minka munandi um heildarveiðuna av toski í Barentshavinum í 2000. Heildarkvotan av toski lækkar 18,75% úr 480.000 tons í 1999 niður í 390.000 tons í 2000, av hesum er triðjalandskvotan lækkað úr 59.000 tons niður í 55.200 tons.

Norski parturin av triðjalandskvotuni er 23.000 tons, og við Svalbarð er triðjalands kvotan lækkað úr 19.200 tons niður í 15.600. Heildarkvotan av hýsu lækkar úr 78.000 tonsum í 1999 niður í 62.000 tons í 2000, t.e. lækkað 20,52%.

Triðjalandskvotan av hýsu er lækkað úr 4.000 tonsum í 1999 niður í 3.200 í 2000. Lodnuveiða verður loyvd í 2000 og er mest loyvda veiða sett til 435.000 tons við einum býtislykli 60% til Noreg og 40% til Russland. Av hesum eru sett 15.000 tons sett av til triðjalond.

Fyri Føroyar hevur toskafiskiskapurin í Barentshavinum og makrelfiskiskapurin í norskum sjógvi stóran týdning. Føroyar løgdu stóran dent á, at lækkingin av toski ikki gjørdist so stór sum lækkingin í MLV´num, og at Føroyum varð veittur fastur partur av MLV´num, sum samsvarar til tað søguliga veiðimynstrið í Barentshavinum.

Eisini hava Føroyar kravt at fáa rætt (atgongd) til at veiða burturav føroysku strandalandakvotuni av makreli í norskum sjógvi sum ein uppfylging av strandalandasemjuni, sum varð gjørd í Brússel í fjør.

Haraftrat hava Føroyar lagt stóran dent á veiðirættindini eftir rækjum og toski við Svalbarð, har ásetingin av rækjufiskidøgunum ikki samsvarar søguliga rættinum, sum rækjuskipini eiga av fiskidøgum. Fleiri royndir eru gjørdar í árinum at rætta hesa áseting, tó við ongum úrsliti.

Fyri Noreg hevur fiskiskapur á djúpum vatni eftir serliga brosmu og longu umframt svartkjaftafiskiskapur stóran týdning í samvinnuni við Føroyar. Noreg hevur undir samráðingunum hildið fast um, at øll botnfiskakvotan varð standandi á sama støði, og at heildarúrslitið í semjuni javnvigaði.

Partarnir komu ásamt um minni lækking enn hana, sum norska sendinevndin kravdi, og sum er minni enn tann lutfalsliga minkingin í triðjalandskvotuni. Føroyska kvotan verður 1.700 tons av toski, 280 tons av hýsu, 1.550 tons av upsa, harav 150 tons norðanfyri 62 stig N. Aftur verður loyvt at yvirføra russiskan botnfisk og lodnu at fiska í norskum sjógvi.

Makrelkvotan er 1.650 tons, men harumframt kunnu 6.535 tons av føroysku strandalandakvotuni fiskast í norskum sjógvi. Svartkjaftakvotan er 2500 tons, harav 500 tons við Jan Mayen, og ídnaðarkvotan er 25.000 tons. Lodnukvotan er 5.000 tons, og sildakvotan er 1.200 tons í 2000. Eisini kunnu 3.000 tons av rossamakreli og 150 tons av rækjum verða veidd við Jan Mayen.

Føroyska kvotan við Svalbarð verður 808 tons av toski og 194 tons av øðrum fiskasløgum. Rækjudagatalið er óbroytt 1.317 fiskidagar.

Norska botnfiskakvotan við Føroyar í ár verður 5.000 tons við avmarkingum fyri veiði á Føroya Banka. Svartkjaftakvotan hjá norðmonnum í føroyskum sjógvi í ár verður 42.000 tons og makrelkvotan 4.000 tons.

Spurningurin um føroyska rækjuveiði við Svalbarð var frammi aftur. Føroyar mótmæltu norsku avgerðini at skipa fiskiskapin sambært norskari kunngerð, sum ásetir avmarkingar fyri føroyskum rækjufiskiskapi við Svalbarð.

Føroyar vístu til mótmælini frá føroyskum myndugleikum og frá donskum myndugleikum vegna Føroyar og Grønland.

Partarnir hava gjørt semju um betri eftirlit og eina royndarverkætlan um sjálvvirkandi fylgisveinafráboðan á skipum. Partarnir eru samdur um at loysa trupulleikarnar við tvinnanda fráboðanum á felagsøkinum millum Føroya og Bretlands.

FØROYAR – RUSSLAND

Fiskifrøðiligu viðurskiftini í Barentshavinum eru nevnd í brotinum um Noreg. Semjan millum partarnar hevur nú við sær, at í ár kunnu føroysk skip veiða í russiskum sjógvi: 8.200 tons av toski, 800 tons av hýsu, 1.000 tons av flatfiski og 2000 tons av rækjum. Haraftrat kunnu føroysk skip nú aftur veiða 10.000 tons av lodnu í russiskum sjógvi, harav 5.000 tons kunnu verða fiskað í norskum sjógvi.

Russisk skip kunnu í ár veiða í føroyskum sjógvi 105.000 tons av svartkjafti íroknað 3 % av sild. Haraftrat kunnu russisk skip hava somu royndarveiði á djúpum vatni við 200 tonsum í kvotu. Makrelveiðin hjá russiskum skipum í føroyskum sjógvi er skorin munandi úr 18.000 tonsum niður í eina kvotu uppá 10.000 tons av makreli.

Makrelspurningurin hevði frammanundan elvt til nógv stríð millum Føroyar og ES sínámillum og Føroyar og Noreg sínámillum. Eftir at strandalondini ES, Føroyar og Noreg gjørdu semju í november í ár í Brússel er partur okkara av heildarkvotuni nú 30.000 tons. NEAFC hevur ásett mest loyvdu veiðu í altjóða økinum til 50.000 tons. Russland er ikki partur í hesi semju.

Føroyar og Russland hava haraftrat gjørt semju um meira samstarv um toskakeyp í Barentshavinum og Eystursjónum umframt samstarv um svartkjaft í føroyskum sjógvi. Eisini eru partarnir samdir um at kanna møguleikan fyri nærri samstarvi um rækjur í Kyrrahavinum (Kamsjatka) og á NAFO økinum (Flemish Cap).

FØROYAR - BALTISKU LONDINI

Á fiskiveiðisamráðingunum við tey Baltisku londini Estland, Lettland og Litava fyri 1999 var semja um at halda karmarnar á hvørjum ári tó soleiðis, at bert um báðir partar hava skip tøk, verður semja gjørd. Ongin semja varð gjørd í gjør, og ongar samráðingar hava verið um fiskiskap í ár.

FØROYAR – ES

Føroyar og ES samráddust um fiskirættindi hvør hjá øðrum í fjør, men komu tí ikki til nakra semju um fiskiskap í ár.

Serliga fiskiskap eftir makreli kundu partarnir ikki semjast um. Føroyar meta, at eftir at strandalandasemja millum Føroya, ES og Noregs um makrel er gjørd, er grundarlag fyri at endurskoða ymisk viðurskifti í verandi sínámillum fiskirættindasáttmálunum.

Dentur verður lagdur á, at strandalond eru meira opin fyri makrelfiskiskapi hjá hvør øðrum. Hetta sjónarmið var ein av fortreytunum fyri, at Føroyar kundu góðtaka makrelsemjuna.

ES tóktist ikki vilja viðurkenna hesi viðurskifti, tí tað fór at órógva kvotabýtið í ES og kundi tí ikki ganga føroyska kravinum á møti. Undir hesum umstøðum boðaði føroyska samráðingarnevndin frá, at hon kundi ikki gera fiskirættinda-sáttmála við ES fyri í ár.

Partarnir samdust um at finna eina loysn á ósemjuni innan 1. mai í ár. Semja varð gjørd um, at fiskirættindasáttmálin verður longdur í óbroyttum líki til 30. apríl í ár.

STRANDALANDASAMRÁÐINGAR

Strandalandasamráðingar um norðhavssild í norðurhøvum

Samráðingarnar millum strandalondini Føroyar, Ísland, Noreg, Russland og ES um fiskiskap eftir norðhavssild í ár endaðu við, at partarnir samdust um at áseta heildarkvotuna til 1.250.000 tons. Samanborið við fjør er lækkingin 50.000 tons. Býtið av heildarkvotuni varð gjørt eftir sama býtislykli, sum er nýttur árini undan. Býtið var hetta:

      Føroyar 68.270 tons
      ES 104.800 tons
      Ísland 194.230 tons
      Noreg 712.500 tons
      Russland 170.200 tons

Fyri at skerja heildarkvotuna varð mett, at lívfrøðiliga er ikki haldgott grundarlag at fiska eins nógv og árini undan. Fiskifrøðiliga ráðgevingin mælir til, at ikki meir enn 1 mill. tons árliga verður fiskað næstu árini. Á henda hátt verður betri trygd fyri, at líkinda góðir árgangir kunnu koma undan einstøk ár upp ímillum.

Partarnir kundu ikki semjast um at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini hesaferð, men bundu seg tó til, at í 2001 skal veiðitrýstið ikki fara upp um 0.125. Hetta fer óivað at føra til eina størri skerjing í veiðini. Markið er nú 0.15. Fer gýtingar-stovnurin niður um 5 mill tons, verður veiðitrýstið at skerja uppaftur meir.

Fer gýtingarstovnurin niður um 2,5 mill. tons, samdust partarnir um, at allur fiskiskapur eftir norðhavssild skal steðga. Hetta er ein týðandi avgerð, har partarnir hava átikið sær eina skyldu, sum tengir fyrisitingina av sildastovninum nærri at fiskifrøðiligu ráðgevingini næstu árini.

Hetta er á fyrsta sinni, at strandalond hava álagt sær sjálvum slíkar bindingar innan fyri karmin av fyrivarnisregluni um fiskiskap.

Ein týðandi partur í samráðingunum eru sínámillum semjurnar. Føroyar kunnu aftur í ár fiska alla sína kvotu í íslendskum sjógvi og íslendingar í føroyskum sjógvi. Í norskum sjógvi íroknað Jan Mayen øki kunnu føroysk skip fiska 30.800 tons. Aðrar sínámillum semjur vórðu eisini gjørdar eins og árini frammanundan. Ongar munandi broytingar vórðu í sínámillum semjunum.

Strandalandasamráðingar um makrel í norðurhøvum

Á fjórða strandalandafundinum millum Føroya, ES og Noregs um makrel eydnaðist at semjast um eina heildarveiði (reference TAC) á 560.000 tons í ár. Føroyska strandalandakvotan er sett til 30.000 tons.

Partarnir samdust um at fylgja fiskifrøðiligu ráðgevingini, og veiðitrýstið skal ikki liggja um 0,15-0,20. Fer gýtingarstovnurin niður um 2,3 mill tons, skal veiðitrýstið skerjast uppaftur meir alt fyri eitt. Makrelsemjan millum tey trý strandalondini verður løgd fyri løgtingið í hesi tingsetuni.

Trípartasamráðingar um felagsstovnar

Føroyar, Ísland og Grønland hava trý tey seinastu árini roynt at gera eina trílanda fiskiveiðisemju um umsitingina av kongafiskinum í Irmingarhavinum og svartkalvastovninum. Svartkalvastovnurin er ein felagsstovnur og okkurt bendir á, at ein partur av djúphavskongafiskinum (deep sea mentella) er tann sami, sum er inni á landgrunninum hjá londunum.

Semjan varð greið til undirskrivingar í 1998, men ávísir trupulleikar stungu seg upp í sambandi við mannagongdir, um Føroyar og Grønland sum partur av danska ríkinum kundu gera semjur av hesum slagi, uttan at Danmark skuldi góðkenna semjuna. Við tað at Ísland ikki var við semjuni í NEAFC um kongafiskin, bendir mangt á, at trílandasemjan millum strandalondini verður av ongum. Víst verður annars til brotið í frágreiðingini um NEAFC.

Á  tingfundi týsdagin 1. februar 2000 kl. 10.00 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.