Frágreiðing um búskaparvøkstur og íløgur


101-6  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um gagnligastu fíggjar- og lógarkarmar til at fremja búskaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum


Ár 2000, 16. februar, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur við hesum fram tilmæli um fíggjarligar og løgfrøðiligar karmar til at fremja búskaparligt og handilsligt umhvørvi, sum kann eggja til føroyskar og útlendskar íløgur í Føroyum, og inntøkuskapan, so Føroyar verða meira sjálvbjargnar.

Tilmæli landsstýrismansins
Í tilmælinum til vinnupolitikkin, sum fekk viðgerð á Løgtingi seinasta vár, varð sagt, at nú uppskot er sett fram um vinnupolitiskar meginreglur, ræður um, at vinnupolitiska tilgongdin steðgar ikki upp. Tvørturímóti varð boðað frá, at ætlanin var at halda fram

- at orða ítøkiligar málsetningar, tillaga vinnukarmarnar og eftirmeta
- at orðaður verður politikkur fyri einstøku vinnugreinarnar

Tilmæli landsstýrismansins byggir á hesi vinnupolitisku stevnumiðini:

Miðað verður eftir at skapa karmar, har vinnan megnar at mennast og fylgja altjóða rákinum, t.e. at hon er innovativ og hevur dagførda vitan og fjøltáttað samskifti, við virðing fyri okkara samfelagi.

Tillagað, virkið regluverk til altjóða marknaðarsamstarv
Vælvirkandi samskifti og samferðslu við útheimin
Gransking og førleikamenning
Vælútbygt undirstøðukervi, sum mennir kappingarfør lívskor um alt landið
Góðar eginfíggingarskipanir og lagaligar skatta- og avgjaldsskipanir
Varlig vinnulóggeving, fyrimyndarligt alment tænastustig
Einfaldar, studningsveikar vinnuframaskipanir

Málsetningurin er, at vinnukarmarnir standa mát við onnur samfeløg soleiðis, at vinnan og kapitalurin eins væl og arbeiðsmegin trívast og fjølgast í Føroyum.

Gott samsvar er millum orðaða vinnupolitikkin og innihaldið í Caragata-álitinum - Búskaparlig tillaging og framburður. Men álitið fevnir um fleiri evnir og økir, enn orðaði vinnupolitikkurin, tað er meira ítøkiligt, og kann tí síggjast sum framhald av vinnupolitikkinum. Eisini er ávíst samsvar millum samgonguskjalið og Caragata-álitið.

Landsstýrismaðurin ger við hesum nøkur fá tilmæli við støði í evnum og tilmælum í Caragata- álitinum. Tey eru lítið ella einki viðgjørd í teim 5 ritunum um vinnupolitikkin, men hava avgerandi týdning fyri vinnuligan framburð og fíggjarligt sjálvbjargni, herundir útlendskar íløgur í Føroyum.

1. Lagaligar skattaskipanir
Farna mansaldur er skattabyrðin í framkomnum londum bara vorðin alsamt tyngri, men nú tykist, sum hon fer at lætna aftur, við tað at hugburðurin hjá politikarum og veljarum er við at broytast.

Kjakið millum tey lærdu um, hvønn týdning lættari skattabyrði hevur, er harðnað farnu tíggju árini. Granskingin hjá Gerald Scully á University of Texas er ein orsøk, og bendir henda granskingin á, at jú lægri skatturin er í mun til búskapin, tess minni verður skattaundandrátturin, fleiri verða arbeiðsplássini, størri verður búskaparvøksturin, minni fer fyri einki av samfelagsorkuni, og størri verður vælferðin.

Mong lond hava nú viðurkent vansarnar av høgum skattatrýsti. Breið tvørpolitisk undirtøka er fyri at lækka (serstakliga) vinnuskattin til at skunda undir vøkstur og íløguhug. Eisini í Norðurlondum, sum tykjast serstakliga viðkvom viðv. fríum flutningi av kapitali, og sum vita, at høgt skattatrýst styggir møguligar útlendskar íleggjarar.

Fyrst í 90-árunum var vinnuskattaprosentið í Føroyum lækkað úr 49 niður í 22%. Tá var tað næstan 50% í Norðurlondum. Sum partur av Norðurlendska skattasamstarvinum kundu tey fata hetta stig sum at misnýta teirra skattarúm. Eftir samráðing varð føroyska vinnuskattaprosentið sett til 27%. Stutt eftir lækkaðu Norðurlond prosentið niður í nánd av tí føroyska. Eftir hetta meta Scully, Caragata og Stroombergen, at helst eingin trupulleiki hevði verðið, um Føroyar lækkaðu tað til 20%, og at 27% er ikki nóg lágt til at fáa fyritøkur at flyta higar úr Evropa. Prosentið má verða væl lægri, um fyritøkur skulu fáa áhuga fyri Føroyum av skattaávum. Slíkari tilflyting hevur Írland við 10% vinnuskatti notið stórt gagn av.

Vinnuskattaprosentið eigur fyrst at verða lækkað niður í 20% longu frá 1. januar 2000. Síðan niður í 12,5%, so skjótt tað er fíggjarliga og politiskt møguligt. Fordømi er um hetta, nú ES hevur loyvt Írlandi 12,5% frá 2005.

Vanligi inntøkuskatturin átti at verðið lækkaður mið- og stigvíst. Ein góður máti er at bjóða frádrátt fyri at seta pening í føroysk partabrøv – beinleiðis ella óbeinleiðis gjøgnum felagsgrunnar. Neyv útrokning eigur at verða gjørd, hvussu stórur hesin skattalætti verður, og nær hann verður settur í gildi.

Eisini eiga vit at fara at hugsa um at seta í verk eina skattaskipan fyri frálandafyritøkur, har keyparar og seljarar eru uttan fyri Føroyar, sum kundi líkst t.d. teirri íslendsku við 5% skatti.

Fíggjarmálastýrið hevur tikið stig til, saman við vinnuni og Vinnumálastýrinum, at endurskoða vinnuskattalóggávuna, so at hon verður meira eggjandi fyri vinnuna. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil stuðla Fíggjarmálastýrinum í hesum.

2. Partabrævamarknaður
Vinnumálastýrið, Fíggjarmálastýrið og Landsbankin hava síðan februar 1999 arbeitt við ítøkiligum uppskoti til stovnan av virðisbrævamarknaði.

Sambært uppskotinum skal virðisbrævamarknaðurin stovnast sum løggildur marknaður ("autoriseret markedsplads") sbrt. lóg um virðisbrævahandil og í samsvari við ES-lóggávu. Talan er sostatt ikki um ein fondsbørs, men um ein marknað, sum hóskar til føroysk viðurskifti. Løggildi marknaðurin er eins væl skipaður og ein fondsbørsur viðv. íleggjaratrygd. Hinvegin eru formligu krøvini til stødd á teimum fyritøkum, sum kunnu skrásetast, væl minni.

Virðisbrævamarknaðurin skal sbrt. lóggávuni stovnast sum partafelag við minst 8 mió. kr. í parta- og eginpeningi. Skotið verður upp, at felagið verður stovnað við 12 mió. kr. í eginpeningi fyri at hava hóskandi mótstøðuføri fyrstu árini, meðan virksemið á marknaðinum verður bygt upp. Nevnd Landsbankans hevur afturat hesum samtykt, at Landsbankin kann røkja uppgávur hjá partafelagnum fyrstu trý árini, treytað av, at Landsbankin fær lønarútreiðslur endurgoldnar, tá fíggjarviðurskifti hjá felagnum loyva tí.

Virðisbrævamarknaðurin skal lúka strong krøv, sum danska fíggjareftirlitið eftirkannar, t.d. í sambandi við handilsreglur, innanhýsis virkisgongd, EDV-skipan og eftirliti við, at handil fer fram á tryggan hátt á Marknaðinum.

Til at spara tíð og pening eru stig tikin til samstarv við løggildan marknað uttan fyri Føroyar. Tað fer serliga at fevna um yvirføring av góðkenning frá Fíggjareftirlitinum, løgfrøðiliga ráðgeving og tøkni.

Landsstýrið og Landsbankin eru samd um, møguliga saman við umboðum fyri onnur áhugamál, at stovna felag, sum skal standa fyri virkseminum av Virðisbrævamarknað. Áhugamálini kunnu greinast í 4 bólkar:

  1. Fyritøkur el. aðrar búskapareindir, sum ynskja partabrøv, lánsbrøv og íløguprógv1, skrásett á marknaðinum
  2. Íleggjarar, einstaklingar, fyritøkur, stovnar, útlendingar o.o.
  3. Midlarar, t.e. peningastovnar og virðisbrævameklarar
  4. Myndugleikarnir, t.e. Landsstýrið og Landsbankin

Áhugamálini hjá hesum pørtum eru, sum vera man, sera ymisk og ganga mangan hvør sín veg. Hinvegin eru tað kreftirnar, sum hesir partar umboða, ið gera, at ein marknaður kann gerast virkin. Í hesum viðfangi hevur tað stóran týdning, at áhugamálini hjá øllum pørtum fáa umstøður til at gera seg galdandi. Tí er neyðugt at tryggja ávísa javnvág millum tey áhugamál, sum koma at umboða partapeningin í felagnum, sum skal reka Virðisbrævamarknaðin.

Landsbankin hevur tikið stig til fyribils íleggjaraumfar, har umboð fyri nevndu partar eru blivin kunnað um løgfrøðilig, organisatorisk og teknisk krøv, sum sett verða til løggildan marknað. Somuleiðis eru fíggjarlig útlit lýst, eitt nú kapitalkrøv og íleggjaravági.

Fíggjarligu útlitini eru tó enn ikki lýst út í æsir, m.a. tí at samráðingar hava ikki verið enn við útlendskan løggildan marknað um kostnað og treytir fyri samstarvi um EDV-skipanir o.a. Eftir hesar samráðingar kunnu stig takast til endaliga íleggjararundu.

Væntandi ganga 9-12 mánaðir frá tí, at felagið, ið skal reka Virðisbrævamarknaðin, er stovnað, til góðkenningar frá Fíggjareftirlitinum, teknisk viðurskifti o.t. eru fingin í rættlag. Fyrireikingar verða nú gjørdar at biðja Løgtingið um neyðugar heimildir at stovna tílíkt partafelag.

3. Korporatiseringar og privatiseringar
Mælt verður til - eins og gjørt verður víða um heim - at farið verður miðvíst undir, at alment, vinnuligt virksemi í fyrstu atløgu verður lagt um til partafeløg og síðan privatiserað.

Privatisering eigur ikki at vera spurningur um trúgv, men um eitt amboð til at røkka ávísum málum. Heldur ikki hevur privatisering longur samband við politisku veingirnar, høgra og vinstra.

Ein trupulleiki við at lata tað almenna reka vinnuvirksemi er, at ovlítið kemur burtur úr hesum ognarformi. Málini eru ofta í andsøgn hvørt við annað. Fyritøkurnar hava ofta verið undirfíggjaðar í langa tíð, og kappingarførið er mangan ringt, tí fyritøkan hevur ikki fylgt við tøkniliga, og tí at leiðslan hevur ikki virkað nóg væl.

Endamálini við umlegging eiga í hvørjum føri at vera neyvt orðað, sum t.d. at bøta fíggjarstýring, virkisføri, økja kappingina, avtaka framíhjárætt, taka í nýtslu nýggja tøkni og fáa nýggja vitan inn í fyritøkuna og vinnuna.

Ein almenn fyritøka, sum longu arbeiðir eftir marknaðartreytum, er lættari at privatisera, tí íleggjarar hava hug at seta pening í vælriknar fyritøkur. Marknaðargerð kann taka fleiri ár, alt eftir hvussu avlagað fyritøkan er av almennari fígging og stýring sammett við fyritøkur undir marknaðartreytum.

Privatisering fevnir um:

  1. beinleiðis sølu til einstakan íleggjara
  2. uppboðssølu
  3. partabrøv verða latin almenninginum
  4. útbjóðing av partapeningi til almenningin
  5. minni parturin verður seldur hægstbjóðandi, størri parturin seldur almenninginum
  6. størri parturin seldur hægstbjóðandi, minni parturin seldur almenninginum.

Umframt at náa omanfyri umrøddu málum við virkseminum hjá einstøku fyritøkunum, so fær tað almenna tilført kapital við privatiseringum. Hann kann brúkast til at fíggja annað alment virksemi ella gjalda skuld. Eisini hava privatiseringar tað við sær, at almenni parturin í vinnulívinum minkar, og at tað almenna átekur sær minni váða.

Privatisering er ein tilgongd, ið tekur langa tíð, men skapar hon eisini størri virkisføri og vælferð. Tað hevur tikið londum sum Bretlandi, Ný Sælandi, Avstralia, Kanada o.ø. meira enn tíggju ár at leggja til rættis og stýra marknaðargerðini, sum m.a. fevnir um virðismeting, partvísa privatisering og fulla privatisering. Hesa tilgongd kenna vit aftur í sambandi við privatisering av almennum partafeløgum í Danmark. Eisini mugu vit rokna við, at hetta tekur tíð, sjálvt um vit kunnu læra av royndum hjá øðrum.

Dømi um fyritøkur, sum eftir stuttari tíð ella eftir fáum árum kunnu privatiserast og skrásetast á møguligum føroyskum partabræavamarknaði, eru:

Fyritøkur, sum kundu verðið settar at virka eftir marknaðartreytum heilt skjótt, men sum longri tíð skal til at privatisera, eru: Postverk Føroya, SEV, havnirnar og Strandfaraskip Landsins.

4. Útlisiteringar
Hugtøkini privatisering og útlisitering verða ofta nýtt hvørt um annað, hóast stórur munur er á teimum.

Við privatisering verður ábyrgdin av, at virkini verða rikin, ella at uppgávur verða loystar, heilt ella partvíst løgd til privatar fyritøkur ella einstaklingar.

Við útlisitering liggur ábyrgdin fyri, at uppgávan verður loyst, fult og heilt hjá almennu myndugleikunum, hóast uppgávan verður boðin út til privatar veitarar at útinna. Endamálið við útlisiteringini er, at uppgávan verður loyst bíligari og betri, av tí at privatir veitarar í summum førum betri kunnu gagnnýta fyrimunir við stórrakstri og skjótari kunnu laga til og samskipa uppgávurnar til broyttar fyritreytir.

Í grannalondum okkara verður útlisitering av almennum uppgávum í alt størri mun nýtt sum eitt av fleiri amboðum til at rationalisera og effektivisera ávísar almennar uppgávur. Spurningurin um útlisitering er vorðin minni tengdur at ideologi og meiri at praktiskum atlitum. Royndir vísa, at almennir myndugleikar kunnu spara upp í triðing av útreiðslunum av ávísum uppgávum, uttan at hetta førir til verri tænastu fyri borgaran. Sparingar upp á 10-15 % eru tó meira vanligar.

Almennu starvsfólkini, ið við útlisitering skifta frá almennum til privatan arbeiðsgevara, siga seg ofta fáa meira at gera, meiri skiftandi uppgávur aftur fyri í flestu førum hægri løn. Flestu eru líka væl ella betur nøgd við starvið eftir skiftið av arbeiðsgevara.

Í Føroyum er útlisitering innan tað almenna lítið roynt, hóast ávísar veitingar í dag verða røktar av privatum, eitt nú reingerð, KT-tænastur, viðlíkahald og umvæling. Partur av orsøkini til, at almennar uppgávur ikki í størri mun verða útlisiteraðar, kann vera avmarkaða kappingin innan ávísar vinnugreinar. Ofta eru bert fáar fyritøkur, ið kunnu bjóða seg fram til at loysa eina uppgávu, eisini tí at hitt almenna hevur gjørt arbeiðið. Í grannalondunum er størri kapping innan flest øki og tískil betri møguleiki fyri, at útlisitering kann føra til effektivisering.

Vert er at hava í huga, at ein meiri miðvís almenn útlisitering innan ávís øki kann føra til, at privati marknaðurin mennist, og virkini verða meir kappingarfør. Útlisitering av summum almennum uppgávum kann sostatt virka við til, at føroysk virki kunnu kappast við útlendsk um uppgávur, bæði uttanlands og innanoyggja. Størri heimamarknaður kann í summum førum vera tað, sum skal til, fyri at eitt virki fær orku til eisini at bjóða seg fram uttanlands.

Meir miðvís útlisitering kann geva føroyskum virkjum møguleika at bjóða upp á almennar uppgávur, sum í dag verða latnar útlendskum fyritøkum, mestsum av gomlum vana.

Serliga eigur miðvís útlisitering at verða gjørd í almennari framleiðslu og tænastuveitingum. Har er frammanundan lætt at seta krøv til dygdina av teirri uppgávu, ið hin privati skal útinna, og har tað síðan ikki krevur so nógva orku at kanna, um uppgávan verður røkt, sum hon skal. Júst her ræður um, at royndir úr útlondum við útlisitering verða kannaðar gjølla fyri at sleppa undan summum av teim "barnasjúkum", ið kunnu stinga seg upp. Serliga avgerandi er, at stórt arbeiði verður lagt í at lýsa ta uppgávu, ið skal røkjast, seta krøv til privata veitaran og fylgja krøvunum upp.

Royndir uttaneftir vísa, at uppgávur innan m.a. tekniska økið og KT-økið, reingerð og viðlíkahald eru serliga væl egnaðar at útlisitera. Men listin yvir uppgávur, ið tað ber til at útlisitera, er langur. Tað hevur avgerandi týdning, at í hvørjum einstøkum føri verður kannað, um privat virki eru før fyri at loysa uppgávuna, og hvussu lætt tað er at áseta krøv til tann, ið skal útinna uppgávuna.

Felags almennar leiðreglur eiga at verða gjørdar fyri, hvussu farast skal fram, tá uppgávur verða útlisiteraðar, og royndirnar av útlisiteringini eiga at verða savnaðar á einum stað.

5. Gransking og útbúgving, m.a. innan KT og biotøkni
Eins og uppskotið um vinnupolitikk er Caragata-álitið ikki so ítøkiligt, tá tað snýr seg um førleikamenning (gransking og útbúgving). Tó verður m.a. sagt, at størsti meinbogin fyri vøkstri í føroysku KT-vinnuni er, at serkunnleiki og gransking vanta. Til at vinna á hesum vansa er neyðugt, at landsstýrið stuðlar til muns hátøkniligum útbúgvingum – t.d. eftir sama mynstri sum í Írlandi. Aðrar tørvandi ábøtur eru stovnan og menning av váðafúsum kapitalmarknaði, størri dentur á útbúgvingar í enskum og KT-máli, og menning av eini KT-ætlan fyri Føroyar.

Tey tiltøk, sum longu eru gjørd við útbúgving av datamatikarum og framhaldslestri á Setrinum, verða mett ein góð byrjan. Men meiri krevst fyri at nøkta framtíðarvøksturin í føroyskari KT- og aðrari tøknikendari vinnu. Umframt at menna KT-førleikan og –áhugan á øllum skúlastigum er neyðugt at stuðla føroyingum við serligum førleika til at søkja útbúgving á heimsins fremstu universitetum, eitt nú í USA.

Umframt at KT skapar vinnuligar møguleikar innan kunningartøknina sjálva, fær KT alt vaksandi týdning í tøknikendum vinnum og framburði. Caragata-álitið leggur herðslu á, at størstu møguleikar fyri hátøkniligari vinnu í Føroyum liggja í nýggjari tekniskari útgerð og ritbúnaði til fiski-, ali- og fiskiídnaðarvinnuna. VMS hevur og fer - eitt nú við stuðli úr grunninum til ídnaðarfremjandi endamál - at vísa hesum møguleikum ans. Men VMS heldur, at tíðin er búgvin til at skunda meiri undir sonevnda sektorgransking, so vinnuliga fjølbroytni í Føroyum kann gerast størri og meiri lívført í framtíðini.

Við at stuðla og menna lívtøkni (bioteknologiska) gransking, herundir matvørufrøði og fiskiídnaði, har vinnuligir møguleikar eru at fáa meir burtur úr okkara tilfeingi og gera vørurnar munin meir verdar fyri marknaðin, verður enn eitt stig tikið á leiðini at byggja upp eitt granskingarumhvørvi í Føroyum. Hesum umhvørvi sóknast Caragata-álitið eins og onnur eftir. Eyðsæð skal slík gransking í lívtøkni hava neyvt samstarv við aðrar rannsóknir, eitt nú í alivinnuni og á øðrum stovnum, sum fáast við gransking. Men tað hevur ikki minni týdning, at KT-menningin og KT-ætlanin fyri Føroyar hava ein týðandi leiklut í hesari tilgongd.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur dent á, at gransking og útbúgving eru málsøki, sum liggja undir fleiri aðalstýrum, fyrst og fremst UMMS, og at VMS ætlar ikki at fremja sektorgransking, sum ikki stuðlar upp undir ta menning av gransking og útbúgving, sum fer fram undir øðrum aðalstýrum. Heldur ætlar landsstýrismaðurin, at tey stig, VMS í næstum tekur innan meiri vinnuliga gransking, fara at skunda undir tilgongdina at fáa eitt dygt granskingar- og útbúgvingarumhvørvi í Føroyum.

6. Undirstøðukervið
Serliga innan farmaflutning er samferðslumynstrið í Føroyum broytt munandi. Seinnu árini er avskipanin av útflutningsvørum savnað til heilt fáar havnir, og mugu vørurnar í stóran mun flytast eftir veganetinum til hesar havnirnar.

Hetta setir stór krøv til vegakervið og flutningin á sjónum. Landsstýrismaðurin ger tí miðvísa langtíðaríløguætlan fyri vegir, tunlar og ferjur. Hon verður partur av langtíðaríløguætlan landsstýrisins, og fer eisini at fevna um viðlíkahald, tí roknast kann við, at fleiri tunlasambond fara at økja um ferðsluna eftir vegunum, og krøvini til viðlíkahald vaksa samsvarandi. Fyrstu ítøkiligu, størri ætlanir, sum eru í gongd ella eru fyrireikaðar, eru sandoyar- og suðuroyarferjan og tunnilin undir Vestmannasundi.

Tá hesar íløgur verða lagdar til rættis, verða atlit tikin, so føroyskar fyritøkur mest møguliga standa fyri arbeiðinum ella skjótast møguligt kunnu útvega sær førleika til hetta.

Endamálið við útbyggingunum er, at so stórur partur av fólkinum sum møguligt kann taka lut í búskaparmenningini, og at vinnuni verður veitt kappingarfør kor kring alt landið.

Víst verður eisini til frágreiðingar og tilráðingar í Caragata álitinum.

________________________

1 Á donskum "investeringsforeningsbeviser".

Á tingfundi týsdagin 22. februar 2000 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.