Frágreiðing um fíggjarpolitikk í 2001 og frameftir


101-7  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um fíggjarpolitikk í 2001 og frameftir


Ár 2000, fríggjadagin 7. apríl, legði , Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur við hesum fram upplegg um fíggjarpolitikk í 2001 og framyvir til tingsins viðgerð.

Innihaldsyvirlit

 INNGANGUR *
BÚSKAPARPOLITIKKUR *

Búskaparpolitisku málini *
Konjunkturjavnan *

FØROYSKI BÚSKAPURIN *

Almenna skuldin *
Fyrivarni í føroysku búskaparstýringini *

BÚSKAPARSTØÐAN OG ÚTLIT *

Viðmerkingar til tilmæli Búskaparráðsins *
Bundin samansparing *

SKATTAPOLITISK TILTØK *
VINNUSKATTAREFORMURIN *
LØGUR 2001 *

Løguútreiðslur landskassans *
Almenna løguávirkanin á virksemið *
Løgurnar býttar landafrøðiliga *

RAKSTURIN *
FRAMTÍÐARVÆLFERÐARSAMFELAGIÐ *

Almanna og heilsuútreiðslur av teimum eldru *
Pensjónsinngjaldingin má byrja sum skjótast *

ÚTGANGUR *

Fíggjarpolitikkur 2001 og tilmæli *

 

INNGANGUR

Í Hvítubók1 verður mælt til, at gjørdar verða ábøtur á mannagongdina, sum er viðvíkjandi fíggjarlógararbeiðnum og fíggjarpolitikkinum. Mælt verður til eitt orðaskifti um yvirskipaða fíggjarpolitikkin, áðrenn fíggjarlógaruppskotið fyri næsta ár verður lagt til rættis.

Íblásturin til hetta orðaskiftið kemur sostatt úr Hvítubók. Tilmælið í Hvítubók er tó meira umfatandi enn hetta orðaskiftið.

Eitt av endamálunum við orðaskiftinum er at skapa størri gjøgnumskygni og meiri opinleika um fíggjarpolitikkin. Allir tinglimir fáa nú høvi at koma við síni meining um, hvussu fíggjarpolitikkurin skal leggjast til rættis, áðrenn arbeiðið við fíggjarlógaruppskotið 2001 er komið í gongd. Karmarnir um fíggjarlógaruppskotið eiga tí ikki at koma óvart á nakran tá tað í heyst verður lagt fyri løgtingið.

Umframt at koma við tilmælum um fíggjarpolitikkin næsta ár verður eisini víst á langtíðar tiltøk.

Í sambandi við orðaskiftið verður víst til ymiskar frágreiðingar um búskapargongdina og um føroyskan búskap sum heild. Víst verður til várfrágreiðingina 2000 hjá Búskaparráðnum, Det Rådgivende Udvalg vedrørende Færøerne, december 1999, Caragata-álitið, búskaparfrágreiðing Landsbankans 1999, Hvítubók, fylgibind 1, fíggjarlógina 2000 og frágreiðingina til fíggjarlógaruppskotið 2000.

Endamálið er tó fram um alt eitt kjak um, hvør fíggjarpolitikkur skal rekast næsta ár, og um tey tiltøk, landsstýrið arbeiðir við á fíggjarpolitiska økinum.

 

 

 

BÚSKAPARPOLITIKKUR 2
Í dagligari talu eru nógv politikksløg, sum vera roknað sum búskaparpolitikkur

Til eru nógv sløg av politikki, sum kunnu sigast at vera týdningarmikil fyri búskapargongdina, og sum í dagligari talu vera roknað sum búskaparpolitikkur. Hetta geldur t.d. vinnupolitikk, sosialpolitikk, skattapolitikk, veðhaldspolitikk, rentuskattapolitikk, bygdamenningarpolitikk, almennan íløgupolitikk o.s.fr. Men her er talan um politikkøki, sum hvørt sær ikki eru ætlað at stýra allari búskapargongdini. So ella so kunnu tó øll, ella flestu av hesum politikksløgum metast sum undirgreinir í fíggjar- ella pengapolitikki.

"Generellur búskaparpolitikkur" er fíggjar- og pengapolitikkur tilsamans

Fíggjar- og pengapolitikkur tilsamans ganga í búskaparfrøðini undir heitinum "generellur búskaparpolitikkur". Fyri hini politikksløgini omanfyri er talan um raðfestingar, bæði í hvørjum politikkslagi sær og tvørtur um politikksløgini, sum í longri áramál skulu tryggja eina javna og støðuga búskapargongd.

Stjórnin hevur fíggjarpolitisku amboðini

Fíggjarpolitikkurin verður rikin við atgerðum, sum ávirka gjaldingar til tað almenna og frá tí almenna, og umfata soleiðis bæði broytingar á inntøkusíðuni hjá tí almenna eins og á útreiðslusíðuni. Á inntøkusíðuni er t.d. talan um broytingar í stigum viðvíkjandi skatti og avgjøldum, men broytingar á útreiðslusíðuni fata í høvuðsheitunum um veitingar og útreiðslur av almennari nýtslu og íløgur.

Endamálið við pengapolitikkinum er tað sama sum við fíggjarpolitikkinum

Í fyrimyndarligum samanhangi er endamálið við pengapolitikkinum tað sama sum fyri fíggjarpolitikkin, tí eisini her verður roynt at røkka makro-málstevnum, sum myndugleikarnir hava sett sær fyri. Við pengapolitikkinum verður roynt at røkka hesum málum við at ávirka samfelagsgjaldførið, rentustigið og sum heild, um tað skal vera lætt og bíligt ella trupult og dýrt at lána pening.

Sentralbankin hevur pengapolitisku amboðini, men Føroyar hava ongan sentralbanka

Í søguligum samanhangi hevur henda skipan verið við til at stýra fíggjarpolitikkinum, m.a. at stjórnin (fíggjarmálaráðharrin) hevur havt avmarkaðar møguleikar at fíggja hall í ríkiskassanum. Føroyar hava í hesum viðfangi verið í serstøðu, tí Føroyar eru ein lítil partur av danska gjaldoyraøkinum, og danski tjóðbankin er sentralbanki fyri alt gjaldoyraøkið. Tjóðbankin hevur tí ikki verið beinleiðis virkin í konjunkturstýringini í Føroyum. Føroyar hava tí ongan sentralbanka havt at stýra pengapolitikkinum.

Seinastu árini hevur dentur verið lagdur á at styrkja tey fíggjarpolitisku amboðini

Liberaliseringar á altjóða fíggjarmarknaðunum og størri felags gjaldoyraøki hava minkað munandi um møguleikarnar at brúka pengapolitisk amboð í einstøku londunum. Ístaðin verður dentur lagdur á at styrkja tey fíggjarpolitisku amboðini og ymisk onnur úrveljandi búskaparpolitisk amboð. Hetta er ikki nýtt fyri Føroyar, ið sum sagt ongan sentralbanka hava. Í Føroyum ger fíggjarpolitikkurin sostatt av alt.

Búskaparpolitisku málini

Búskaparpolitisku málini verða til fíggjarpolitisku málini

 

Búskapar- ella fíggjarpolitisku málini eru

Sum longu nevnt omanfyri, so er tað fíggjar- og pengapolitikkur tilsamans, ið ganga undir heitinum "generellur búskaparpolitikkur". Pengapolitikkurin hevur fingið minni og minni týdning, men dentur verður lagdur á at styrkja fíggjarpolitikkin. Í Føroyum hava vit so at siga bert fíggjarpolitikkin til at stýra búskapargongdini. Búskapar- ella fíggjarpolitisku málini eru:

  1. Búskaparvøkstur – so stóran stutttíðar- og langtíðarbúskaparvøkstur sum gjørligt.
  2. Innanhýsis javnvág – her verður serliga hugsað um javnvág á arbeiðsmarknaðinum, t.e., lítið og einki arbeiðsloysi, og at yvireftirspurningur eftir arbeiðskraft tekur seg ikki upp.
  3. Uttanhýsis javnvág – meginreglan er her javnvág á leypandi postum á gjaldsjavna.
  4. Lítlan prísvøkstur (inflatión).
  5. Sosial- og økispolitisk atlit, soleiðis at øllum verður tryggjað lut í virðinum og tænastunum í samfelagnum.
Búskaparpolitisku málini standa í andsøgn hvørt við annað

Búskaparpolitisku málini standa í andsøgn hvørt við annað, og sannroynd er, at búskaparpolitisku myndugleikarnir í at kalla øllum londum dragast við trupulleikar, sum standast av hesum mótstríðandi málum. Trupulleikarnir síggjast t.d. í tí, at stórur búskaparvøkstur og lítið arbeiðsloysi ber í sær inflatión og størri hall (ella minni avlop) á gjaldsjavnanum, og lítil ella negativur búskaparvøkstur ber í sær arbeiðsloysi, prísfall og avlop á gjaldsjavnanum.

Høvuðsendamálið er búskaparvøkstur

Høvuðsendamálið við búskaparpolitikkinum er tó so stórur og støðugur búskaparvøkstur sum gjørligt leingi.

 

Konjunkturjavnan

…altíð verða tíðir við hákonjunkturi og tíðir við lágkonjunkturi…

Altíð fara at verða tíðir í Føroyum sum í øllum øðrum londum við hákonjunkturum og tíðir við lágkonjunkturum. Altíð verða altjóða viðurskifti, ið ávirka konjunkturarnar í einstøku londunum, sum londini ikki kunnu ávirka. Tað eru tó viðurskifti, alt eftir hvørji búskaparpolitisk amboð eru til taks, sum tey einstøku londini kunnu ávirka, soleiðis at konjunktursveiggini ikki gerast ov ógvislig.

…minni sveiggj í stutta tíð geva størri búskaparvøkstur leingi…

Í langt áramál fara vit altíð at hava ein búskaparvøkstur, royndirnar vísa tó, at jú ógvisligari búskaparsveiggini eru í stutt áramál, minni verður búskaparvøksturin í longri áramál3. Jú ógvisligari ein hákonjunkturur er, tess djúpari verður eisini lágkonjunktururin, ið aftaná kemur. Ein djúpur lágkonjunkturur hevur bæði nógvar búskaparligar og menniskjaligar avleiðingar við sær.

…ein javnur og støðugur búskaparvøkstur gagnar øllum samfelagnum.

Ráðgevandi nevndin um konjunkturjavnan.

Megna vit harafturímóti at javna konjunkturarnir, fara vit ikki at merkja so nógv til sveiggini, og vit fáa ein javnan og støðugan búskaparvøkstur til gagns fyri alt samfelagið.

"Um búskapargongdin gerst javnari, kunnu vit vænta at fáa meira burtur úr tilfeinginum, størri miðal nýtslu og størri miðal vælferð um konjunkturarnar. Hetta kemst m.a. av fyrimununum av, at óvissan um framtíðin verður minni, deils tí at kostnaðurin av at tillaga flotan og fráflytingin verður minni. Ein konjunkturjavnandi búskaparpolitikkur fer eisini at gera tað møguligt, at fremja størri almennar løgur í tíðum við arbeiðsloysi. Hetta fer vónandi at minka um almenna løgukostnaðin." 4

 

FØROYSKI BÚSKAPURIN

Sereyðkenni við búskapinum eru týdningarmikil tá ið fíggjarpolitikkurin verður lagdur til rættis

Tá ið fíggjarpolitikkurin verður lagdur til rættis, er tað týdningarmikið at gera sær greitt, hvørji sereyðkenni búskapurin hevur og hvørji viðurskifti ávirka og eru týdningarmikil fyri konjunkturgongdina. Lívsgrundarlagið í Føroyum er líka gott sum lívsgrundarlagið í flest øllum framkomnum ídnaðarlondum. Føroyski búskapurin er tó øðrvísi samansettur og hevur nøkur heilt onnur sereyðkenni, samanborið við framkomin ídnaðarlond. Í talvu 1 vera føroyski og danski búskapurin bornir saman. Danski búskapurin umboðar í hesum sambandi búskap í einum framkomnum ídnaðarlandi.

Talva 1: Danski búskapurin og føroyski búskapurin bornir saman.

 

  Føroyar Danmørk
Vinnumynstur Einstreingjað Fleirstreingja
Framleiðsla Fiskivinna høvuðsvinna Ídnaðarframleiðsla høvuðsvinna
Útflutningskvota (útflutn. í % av BTÚ) Umleið 42% Umleið 30%
Útflutningur Fiskavørur uml. 98% Ídnaðarvørur
Innflutningur Ídnaðarvørur Ídnaðarvørur uml. 70-75%
Vinnur, ið kappast við innflutning Fáar Nakrar
Innflutningskvota (innflutn. í % av BTÚ) Umleið 38% Umleið 28%
Heimamarknaður Lítil Hevur ein ávísan týdning
Altjóða konjunkturar Lítlan týdning Stóran týdning
Nattúruviðurskifti Stóran týdning Lítlan týdning
Almenn skuld í % av BTÚ:

-1996

-1997

-1998

-1999

138,7

127,9

98,9

85,6

65,0

61,3

55,6

52,8

Kelda: Hagstovan, Landsbankin og Danmarks Statistik, Statistisk tiársoversigt 1999, síða 132.

Føroyski búskapurin er einstreingjaður við lítlum heimamarknaði

Føroyski búskapurin er sermerktur við einum einstreingjaðum vinnumynstri, har fiskivinnan stendur fyri nógv tí stórsta partinum av framleiðsluni. Danmørk hevur fjølbroytta framleiðslu av ídnaðarvørum. Hetta er sereyðkenni fyri framkomin ídnaðarlond. Tey framleiða vanliga fjølbroytt úrval av hátøkniligum vørum og einki ávíst vøruslag, t.d. bilar, hvítvørur, el-vørur og heilivágur, er høvuðsframleiðsla. Føroyski heimamarknaðurin er eisini lítil, tí eru fáar føroyskar fyritøkur, ið framleiða vørur, sum kappast við innfluttar vørur á heimamarknaðinum.

Uttanlandshandilin sera týdningarmikil fyri Føroyar

Innflutnings- og útflutningskvoturnar vísa týdningin av inn- og útflutninginum fyri eitt land. Kvoturnar vísa inn- og útflutningin í prosentum av BTÚ. Føroysku kvoturnar eru væl størri enn tær donsku. Tað merkir, at uttanlandshandilin er týdningarmeiri fyri Føroyar. Tað er vert at viðmerkja, at í altjóða samanhangi er Danmørk eitt lítið land við stórum uttanlandshandli. Donsku kvoturnar eru tí eisini stórar í altjóða samanhangi.

Ídnaðarlond flyta út og inn ídnaðarvørur

Ein annar týdningarmikil munur millum Føroyar og onnur framkomin ídnaðarlond er samansetingin av uttanlandshandlinum. Ídnaðarlondini flyta inn og út ídnaðarvørur, t.e. flyta inn og út sama slag av vørum. Týskarar selja t.d. bilar, teldur og el-vørur til Fraklands, Italia, Japan o.s.fr., men teir keypa eisini somu vørur frá somu londum. Hetta sereyðkennir ídnaðarlondini og verður kallað intra-handil.

Føroyska handilsmynstrið best kent í menningarlondum

Í Føroyum er myndin øðrvísi. Nógv tann størtsi parturin av útflutningsvørunum er óviðgjørdar og lítið viðgjørdar fiskavørur, men innflutningurin er ídnaðarvørur. Hetta handilsmynstrið er vanligast í menningarlondunum. Náttúruviðurskifti eru tí týdningarmikil fyri føroyska búskapin, men altjóða konjunkturarnir hava minni týdning5. Tað er tí, at eftirspurningurin eftir matvørum verður lítið ávirkaður av altjóða konjunkturunum. Í ídnaðarlondunum er tað øvugt, har hava nattúruviðurskifti minni upp á seg, men altjóða konjunkturarnir eru týdningarmiklir.

Almenna skuldin

Almenna skuldin er enn ov stór

Talva 1 vísir, at almenna skuldin er minkað nógv frá 1996 til 1999. Almenna skuldin er í hesum føri bruttoskuldin hjá landskassanum og kommununum samanløgd. Sjálvt um almenna skuldin er minkað nógv hesi árini, so er hon enn alt ov stór6. Stevnumiðið hjá teimum 15 ES londunum er, at almenna skuldin skal vera um 60% av BTÚ.

Ráðgevandi nevndin mælir til at gjalda aftur bruttoskuldina í stutt áramál…


…og at almenni sektorurin verður betur konsolideraður enn í Danmørk.

"Ráðgevandi nevndin leggur dent á, at búskaparpolitikkurin verður lagdur soleiðis til rættis, at almenna skuldin eisini minkar skjótt komandi árini. Tá ein partur av gjaldførinum hjá almenna sektorinum ikki er tøkur7, eigur málið at vera hægri enn bert at minka nettoskuldina."

"Søguliga hava stór sveiggj verið í fiskiskapinum um konjunkturarnar. Tað hevur tí heilt avgerandi týdning, at almenni sektorurin er sera vælkonsolideraður. Saman við ætlanunum um at gerast minni bundin at Danmørk, eru grundgevingar fyri, at málið viðvíkjandi skuldini eigur at vera hægri enn t.d. í Danmørk."8

Størtsti parturin av almennu skuldini er uttanlandsskuld

Í flestum øðrum londum fíggjar tað almenna sína lántøku innlendis. Hetta er ikki so í Føroyum, nógv tann størsti parturin av almennu skuldini í Føroyum er uttanlandsskuld. Umframt at leggja byrðar á landshúsarhaldið, so fer størsti parturin av almennu rentugjaldingunum av landinum.

 

Fyrivarni í føroysku búskaparstýringini

Heilt serlig viðurskifti í føroysku búskaparstýringini

Tað eru sostatt nøkur heilt serlig viðurskifti, ið gera um seg, tá føroyski fíggjarpolitikkurin skal leggjast til rættis. Fyrilit skulu tí takast fyri teimum mekanismum, ið gera um seg í føroyska búskapinum. Fiskaprísirnir á heimsmarknaðinum kunnu broytast nógv og brádliga, samstundis sum fiskiskapurin kann vera svikaligur. Stóru avlopini seinastu árini stava millum annað frá høgum fiskaprísum og góðum fiskiskapi. At tað er torført at spáa um inntøkurnar frá fiskivinnuni, er væl lýst í seinastu búskaparfrágreiðingini frá Búskaparráðnum9.

Búskaparráðið um fiskaprísirnar í 2000:

"Viðvíkjandi fiskaprísunum, so er metingin, at teir methøgu prísirnir væl kunnu halda sær í 2000. Lønargjaldingarnar í fiskiskapi kunnu tískil hugsast at gerast eins stórar í 2000 og í 1999. At tær gerast størri kann heldur ikki útilokast. Myndin kann tó koppa á, um so er at prísirnir kortini falla ella nøgdirnar minka."

Óvissa inntøkugrundarlagið er nóg góð grundgeving fyri at reka ein varnan fíggjarpolitikk

Slíka forsøgn hoyra vit ongantíð um inntøkuna í einum framkomnum ídnaðarlandi. Marknaðarútlitini fyri t.d. bilar verða ongantíð so óviss. Tað er serliga galdandi fyri búskapir sum tann føroyska, at samfelagsbúskapurin byggir á so ótrygt inntøkugrundarlag. Hetta er nóg góð grundgeving fyri at reka ein varnan fíggjarpolitikk. Stórur partur av úrslitinum á fíggjarlógini kann tí stava frá viðurskiftum, ið vit ikki ráða yvir sjálvi. Tað er tí ikki vert at leypa framav, sjálvt um landskassaavlopið hevur verið stórt í nøkur ár. Ein partur av avlopinum stavar eisini frá, at Føroya Banki seinastu árini hevur útgoldið óvanliga stórt vinningsbýti. Fíggingargrunnurin frá 1992, ið eigur mestsum allan partapeningin í P/F Føroya Banka, er ogn landskassans. Vinningsbýti kemur sostatt umvegis Fíggingargrunnin í landskassan. Orsøkin til stóra vinningsbýti seinastu árini er, at Føroya Banki seinastu árini hevur inntøkuført stórar upphæddir, ið áður hava verið settar av fyri tap av skuldarum. Roknað verður ikki við líka stórum inntøkuføringum framyvir, tá vinningsbýti aftur fer at svara til veruliga avlop bankans.

Stóra almenna skuldin krevur gott gjaldføri…


…skuldin er tó ov stór.

Almenna skuldin var ovurstór í kreppuárunum. Hon er minkað nógv síðani kreppuna, men er enn alt ov stór. Tað er tí neyðugt, at landskassin í løtuni hevur ógvuliga gott gjaldføri at standa ímóti við. Ein afturgongd í búskapinum má undir ongum umstøðum elva til, at almennar útreiðslur verða fíggjaðar við almennari lántøku.

"Sjálvt um gjaldføri landskassans er umleið 20% av BTI, so er hetta ein stór skuld, tá hugsað verður um stóru sveiggini, ið søguliga hava víst seg í føroyska búskapinum."10

 

BÚSKAPARSTØÐAN OG ÚTLIT

Í summum vinnum eru tekin um fløskuhálsar

Búskaparráðið sigur í seinastu frágreiðing síni, at hóast afturgongd í lønargjaldingunum í fiskivinnuni, og hóast minni fiskur kom upp á land, so helt búskaparvøksturin samanlagt fram sætta árið á rað. Arbeiðsloysið minkar framvegis, og í summum vinnum eru tekin um fløskuhálsar11. Hetta sæst t.d. aftur í húsaprísunum, sum eru hækkaðir nógv seinasta árið.

Búskaparráðið mælir til tiltøk um vøksturin heldur fram

Búskaparráðið setur spurnartekin við, um búskapurin er mestur nú, og um tað nú fer at ganga afturá, ella ikki. Heldur búskaparvøksturin fram, so mælir Búskaparráðið til tiltøk longu tíðliga í vár. Orsøkin er fram um alt trýstið á arbeiðsmarknaðin. Landskassaavlopið er stórt, gjaldsjavnaavlopið tykist at verða óbroytt, og arbeiðsloysið er næstan burtur. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men vandi er fyri, at fløskuhálsar eru um at taka seg upp. Avleiðingarnar kunnu verða lønartrýst, meiri prísvøkstur og verri kappingarføri.

Mælt verður til at bíða við og toyggja almennar løgur

Stendur búskaparvøksturin við, so mælir Búskaparráðið til at bíða við og toyggja almennar løgur. Ein kravd pensjónsskipan hevur eisini tálmandi ávirkan. Mælt verður harafturímóti frá at nýta skatta- og avgjaldshækkingar til at tálma nýtsluna. Hetta er heldur ikki eitt amboð, sum landsstýrið ætlar at brúka.

Tað almenna eigur eisini at skerja sín eftirspurning

Um vøksturin í búskapinum stendur við ella ikki, so vísir gongdin tað farna árið, at sjálvt við lutfalsliga smáum privatum og almennum íløgum kemur føroyski arbeiðsmarknaðurin undir trýst. Neyðugt er tí at arbeiða miðvíst við at skapa rúm í búskapinum. Tað almenna kann skerja sín eftirspurning við beinleiðis skerjingum ella við effektiviseringum. Hetta má gerast á skipaðan hátt, t.e. ikki við tí vælkenda "plenuklipparaháttinum"12.

Búskaparráðið kemur eisini við tilmælum til búskaparpolitikkin

 

 

 

Bygnaðarlig tiltøk.

 

 

 

 

 


Bráðneyðug tiltøk, um vøksturin stendur við.

Umframt at Búskaparráðið mælir til at fylgja væl við og at seta tiltøk í verk um ferðin ikki gerst minni á búskapinum, so kemur Búskaparráðið við nøkrum tilmælum um búskaparpolitikkin næstu tíðina. Tilmælini eru hesi:

  • Tað er umráðandi, at fíggjarlógin fyri 2000 heldur alt árið.

Strukturel tiltøk við tálmandi ávirkan, sum í øllum førum eiga at verða sett í verk. Hesi tiltøk eiga at verða framskundað, um vøksturin stendur við:

  1. Mvg-lógin eigur at verða endurskoðað fyri at taka burtur undantøkini í lógini.
  2. Skatta- og avgjaldspolitikkurin eigur at verða broyttur, so hann ikki stuðlar arbeiðsmegi í at flyta av landinum í eini tíð, tá ið henda arbeiðsmegin er ov lítil í Føroyum.
  3. Skattalættin hjá fiskimonnum eigur at verða avtikin, samstundis sum forboðið fyri at framleiða umborð á skipunum eigur at verða avtikin.
  4. Arbeitt eigur at verða meiri við at lækka rentustuðulin.
  5. Neyðugt er at fara undir miðvíst at effektivisera og møguliga skerja almenna raksturin fyri at geva rúm í búskapinum fyri privatum virksemi og bæði almennum og privatum íløgum.
  6. Onnur tiltøk um vøksturin stendur við:

  7. Toyggja og seinka almennar íløgur á byggiøkinum í longri áramál.
  8. Skatta- og avgjaldshækkingar (Ráðið heldur tó, at landsstýrið alt at tað er gjørligt, ikki skal nýta hetta amboð).
 

Arbeitt verður longu við bygnaðarligum tiltøkum

Viðmerkingar til tilmæli Búskaparráðsins

Fíggjarmálastýrið tekur undir við ráðunum um, at tað er umráðandi, at fíggjarlógin heldur alt árið. Hesin trupulleikin eigur at fáast í rættlag komandi árini. Hetta krevur, at hvørt einstakt stýri leggur stóra orku í at gera sínar fíggjarætlanir og hevur eftirlit við, at játtanirnar verða hildnar. Annars verður longu arbeitt við nøkrum av tilmælunum frá Búskaparráðnum. Gjøllari verður greitt frá hesum niðanfyri.

Mvg-lógin verður endurskoðað í ár

Ad. 1) Um tilmæli um mvg-lógina hevur Fíggjarmálastýrið hesar viðmerkingar.

Ein mvg-skipan byggir á eina "neutralitetsreglu". Hetta merkir, at skipanin:

  • ikki skal ávirka bygnaðin í vinnuni
  • ikki skal ávirka nýtsluvalið
  • ikki skal ávirka uttanlandshandilin.

Undantøk merkja brot á neutralitetsgrundregluna og virka soleiðis búskaparliga avlagandi.

Tá ið mvg-skipanin varð sett í gildi 1. januar 1993, vóru ógvuliga fá undantøk í lógini. Síðani tá er komin ein hópur av undantøkum.

Eitt týdningarmikið dømi er frítøkan fyri at gjalda mvg av lønarpartinum av útreiðslum at byggja og umvæla sethús. Frítøkan varð gjørd fyri at stuðla føroyskum handverki. Trupulleikarnir nú eru, at skipanin nú leggur enn meiri trýst á byggivinnuna. Hon virkar avlagandi og er ikki til at umsita hvørki hjá vinnu ella umsiting.

Hetta kann verða lýst við einum dømi. Ætlar ein húsaeigari at fáa eina trappu gjørda í húsum sínum, kann hann t.d. velja ímillum at fáa handverkarar at gera trappuna í húsunum, fáa trappuna gjørda á einum føroyskum snikkaravirki ella keypa eina lidna trappu uttanlands. Verður trappan gjørd í húsunum, er arbeiðslønin frítikin fyri mvg, verður trappan gjørd á snikkaravirki, er lønarparturin á snikkaravirkinum ikki frítikin fyri mvg, og soleiðis er eisini um trappan verður keypt uttanlands. Hetta undantakið er sostatt kappingaravlagandi.

Fíggjarmálastýrið endurskoðar mvg-lógina. Ætlanin er at gera arbeiðið í samráð við vinnuna. Vinnan hevur fyrr víst á, at hon tekur undir við eini mvg skipan við so fáum undantøkum sum gjørligt. Broytingarnar í mvg-lógini eru fram um alt bygnaðarbroytingar. Lógaruppskot verður vónandi lagt fyri tingið seinni í ár.

Skattalógin hevur stuðlað arbeiðsmegi í at flyta av landinum, men er tað so nú?

Ad. 2) Skatta- og avgjaldspolitikkurin eigur sjálvandi ikki at stuðla arbeiðsmegi í at flyta av landinum í eini tíð, tá ið henda sama arbeiðsmegin er ov lítil í Føroyum. Tað er tó ein spurningur, um tað er so í løtuni.

Tíðirnar eru nógv broyttar síðani 1994, tá ið tað í skattalógini gjørdist møguligt at draga útreiðslur í sambandi við arbeiði í útlondum frá í skattskyldugu inntøkuni. Hetta varð gjørt í eini tíð, tá ið ógvuliga lítið arbeiði var í Føroyum.

Tað er lítið at ivast í, at skattalóggávan við høgu frádráttarstigunum, sum vóru galdandi frá 1994 til 1998, stuðlaði arbeiðsmegi at flyta av landinum. Positiva gongdin og økta virksemið í seinnu helvt í 1990-árunum vaks eisini eftirspurningin eftir arbeiðsmegi. Partar av byggivinnuni gjørdu longu í 1997 vart við, at tað tørvaði arbeiðsmegi í hesari vinnu. Trupulleikin gjørdist størri, tá ið lønarparturin at byggja og umvæla sethús varð frítikin fyri mvg. Tað var tí ikki ráðiligt framhaldandi at stuðla arbeiðsmegi í at flyta av landinum. Tí vórðu frádráttirnir í 1999 minkaðir niður í næstan helvtina av tí, sum teir vóru fyri 1999. Frádrátturin er nú 300 kr. um dagin fyri teir, sum arbeiða í Danmørk, Noregi, Svøríki, Íslandi ella Finnlandi, og 400 kr. í øðrum londum. Hetta er treytað av, at fólkið er uttanlands í 2 mánaðir í einum, ella 100 dagar í 12 mánaðir. Av tí at talan er um ein frádrátt í inntøkuni, so er veruligi frádrátturin eftir skatt umleið helvtina. Av hesum skulu útreiðslur til ferðing, uppihald, mat o.s.fr. fíggjast. Tað er tí neyvan bara frádráttirnir, sum teir eru nú, ið stuðla arbeiðsmegi í at flyta av landinum.

Tað hevði óivað hjálpt nakað um trupulleikarnar nú við tørvandi arbeiðsmegi í byggivinnuni, um frádráttirnir vórðu minkaðir ella strikaðir, men tað hevði eisini havt aðrar avleiðingar. Tað eru eisini fyrimunir við frádráttunum. Byggivinnan er sum heild ein ógvuliga viðbrekin vinna, og tí er tað neyðugt, at handverkarar hava aðrar møguleikar, um lítið er at gera í Føroyum. Føroyskir handverkarar hava eisini bygt upp virksemi í øðrum londum. Eru eingir frádráttir, er vandi fyri, at hesir handverkarar flyta av landinum, tí teir fáa tá meiri burtur úr at búgva uttanlands.

Tað skal eisini viðmerkjast, at frádráttirnir fyri at arbeiða uttanlands eru hægri í londunum uttan um okkum, enn teir eru í Føroyum.

Í løtuni er tað bert í meginøkinum, at tað síggjast trupulleikar við fløskuhálsum á arbeiðsmarknaðinum. Í Suðuroynni og í Norðuroyggjum er t.d. ikki so stórur eftirspurningur eftir handverkarum. Trupulleikin við fløskuhálsum er tí minst líka nógv ein landafrøðiligur trupulleiki.

Hetta sæst í mynd 1, sum umframt at vísa umsetningin hjá byggivirkjum13 í øllum landinum, eisini vísir gongdina í umsetninginum í Suðurstreymoy samanborin við umsetningin í hinum partinum av landinum frá 1985-1998. Myndin vísir heilt týðiliga, at nógv tann størsti parturin av framgongdini í byggivinnuni seinastu árini hevur verið í Suðurstreymoy. Fyrivarni skal takast fyri, at umsetningurin er skrásettur har, sum virkið er skrásett, t.e. um eitt virki í Havn ger arbeiði í Klaksvík, so sæst hetta í umsetninginum í Suðurstreymoy.

 

Mynd 1: Umsetningur hjá byggivirkjum

Kelda: Hagstova Føroya

Tað skal í hesum sambandi viðmerkjast, at vøksturin frá 1998-1999 eisini var stórur. Vøksturin seinastu tíðina hevur verið serstakliga høgur. Hetta sæst í talvu 2, sum vísir lønarvøksturin í ymsum vinnugreinum frá 1998-1999 og lønarvøksturin seinastu 3 mánaðirnar, borin saman við í fjør. Tað er vert at leggja til merkis, at vøksturin í byggivinnuni hevur verið serliga stórur, sjálvt um hetta er ringasta árstíð hjá byggivinnuni.

Talva 2: Vøksturin í lønútgjaldingum í ymsum vinnugreinum.

  1998/1999 1998-1999/1999-2000
 

alt árið

desember-februar

Fiskivinna og aling

1

11

Onnur vøruframleiðsla, bygging, orkuveiting o.l.

13

19

Tænastuvinna

10

11

Almennar tænastur, mentan, ótilskilað o.a.

9

12

Allar vinnugreinir

7

12

Kelda: Hagstova Føroya.

Skattalættin hjá fiskimonnum

Ad. 3) Í várfrágreiðing síni mælir Búskaparráðið eisini til, at skattalættin hjá sjómonnum eigur at verða avtikin, samstundis sum forboðið fyri at framleiða fiskin umborð á skipum eigur at verða avtikið.

Búskaparráðið vísir á, at stórar íløgur í fiskivinnuna bera í sær, at útboðið av arbeiðsmegi verður lítið í øðrum pørtum í vinnuni, og elvir hetta til økt lønartrýst.

Samfelagsbúskaparliga kann tað eisini vera óheppið, at nógv arbeiðsmegi verður hildin í fiskiflotanum, og samtíðis er ov lítil arbeiðsmegi á landi. Samstundis er tað stór undirtøka fyri, at fiskivinnan skal verða lagað til og megna at fíggja og renta seg sjálva, og ikki fáa stuðul.

Skattalættin hjá fiskimonnum er eitt dømi um eitt tiltak, sum í síni tíð varð sett í gildi við stórari politiskari undirtøku.

Fyri at minka um eftirspurningin, kundi skattalógin sjálvandi verið broytt. Verður skattalógin broytt soleiðis, at fiskimenn aftur verða skattaðir sum aðrir borgarar, hevði hetta í fyrsta umfari givið almennu kassunum 60-65 mió. kr. meiri í inntøku um árið, samstundis sum hetta hevði havt eina avmarkandi ávirkan á innlendska eftirspurningin.

Av tí at norðurlendsku grannalond okkara serskatta fiskimenn, og nógvir føroyskir fiskimenn sigla við fiskiskipum hjá grannalondum, hevði ein hækking aftur í føroyska fiskimannaskattinum óivað merkt, at fleiri av hesum fiskimonnum, sum frá líður, høvdu búsett seg í grannalondunum.

Norðurlendska skattaavtalan ásetur sum kunnugt, at viðvíkjandi fiskivinnu er tað bústaðarlandið, sum eigur rættin at skatta fólk. Hetta merkir so aftur, at skatturin frá teimum, ið flyta bústað, endar í almennu kassunum hjá hesum londum og ikki í føroyska landskassanum og føroysku kommunukassunum. Talan verður í seinasta føri eisini um familjur, sum flyta av landinum.

Tað eru ongar ætlanir um at broyta skattingina av fiskimonnum. Tað eru tó ætlanir um at seta hámark á frádráttirnar hjá hvørjum einstøkum fiskimanni.

Tað er longu avgjørt at minka rentustuðulin stigvíst

Ad. 4) Í núgaldandi lóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum er ásett, at stuðulin, sum er 48%, stigvíst verður minkaður niður í 40% í 2003 og seinni.

Eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi í byggivinnuni hevði skjótt minkað, hevði hetta verið framskundað, sum Búskaparráðið mælir til. Hetta hevði eisini hjálpt um trupulleikarnar við fløskuhálsunum, sum eru um at stinga seg upp, men trupulleikarnir eru, sum sagt í meginøkinum, og at framskunda rakar alt landið. Fíggjarmálastýrið mælir tí til at fylgja tí kós, sum longu er sett viðvíkjandi at minka rentustuðulin. At rentustuðulin fer at minka ger, at vøksturin í húsaprísunum fer at minka. Hetta er ein positiv gongd fyri alt samfelagið.

At framskunda at rentustuðlin minkar, hevur eisini óhepnar fylgjur við sær. Í fyrsta lagi er tað óheppið at brúka bygnaðarlig tiltøk at javna konjunkturarnar. Í øðrum lagi gongur tað út yvir álitið á politisku myndugleikarnar, um slík tiltøk verða framskundað. Flestu familjur hava sett seg í búgv eftir fortreytunum, sum eru. Tær vita væl, hvussu ætlanirnar eru um stigvíst at minka rentustuðulin í eitt longri áramál. Tað er eisini vert at viðmerkja, at rentustuðulin ikki skal síggjast sum ein partur av skatta- og avgjaldspolitikkinum, men sum ein partur av íbúðarpolitikkinum. Í Føroyum verður størsti parturin av samansparingini settur í sethús. Verður rentustuðulin minkaður skjótari, verður tað uppaftur truplari hjá ungum familjum at seta seg í búgv.

Rationalisera og effektivisera almenna sektorin

Ad. 5) Búskaparráðið vísir á, at tað at effektivisera og skerja almenna sektorin ikki eigur at gerast við "plenuklipparanum", men eftir gjølligum metingum av almenna bygnaðinum, og um hvat virksemið kann effektiviserast, og hvat virksemið er neyðugt, ella ikki er neyðugt.

Hetta eru júst tiltøk, ið Fíggjarmálastýrið hevur víst á sum neyðug at fremja. Hetta krevur aftur, at øll stýrini endavenda og kanna alt virksemi á sínum øki. Tað skal tó viðmerkjast, at her er talan um bygnaðarbroytingar, sum fáa búskaparligar avleiðingar, sum frá líður.

Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at Caragata-álitið eisini vísir á týdningin av eftirliti við almennum útreiðslum og inntøkum. Sipað verður ikki til spurningin um at halda játtanirnar, men til eftirlit við, um játtanirnar verða effektivt nýttar.

Fíggjarmálastýrið ætlar at taka stig til at fáa sett í verk eina rationaliserings- og effektiviseringstilgongd, og styrkja almennu fíggjarstýringina.

Ad. 6 & 7) Stendur búskaparvøksturin við, mælir Búskaparráðið til, at tiltøkini 1 – 5 verða framskundað, umframt at tiltøkini 6 og 7 eisini verða sett í verk.

Tikið verður undir við tilmælinum um at toyggja og seinka almennu løgurnar.

Sum tað gongur fram av viðmerkingunum omanfyri, so verður arbeitt við nøkrum av bygnaðarligu tiltøkunum, sum Búskaparráðið mælir til. Stórur vøkstur er í búskapinum í løtuni, men mælt verður ikki til at framskunda bygnaðartiltøkini ella at fylgja tilmæli 7 um skatta- og avgjaldshækkingar. Mælt verður harafturímóti til at fylgja kósini, sum longu er sett m.a. skynsamliga at langtíðarraðfesta løgurnar. Tikið verður tí undir við tilmæli 6 hjá Búskaparráðnum um at toyggja og seinka almennu løgurnar í longri áramál. Hóast nógv húsabygging fer fram í løtuni, so er nakað av skuld hjá húsaeigarum enn niðurfryst.

Avtalurnar um niðurfrystu húsaskuldina eru av í ár.

Í kreppuárunum varð avtala gjørd millum Húsalánsgrunnin og peningastovnarnar – og húsaeigararnar um at niðurfrysta skuld. Hesar avtalur eru av í ár. Hetta verður tó eingin skelkur fyri búskapin. Húsalánsgrunnurin og peningastovnarnir hava upplýst, at ein stórur partur av skuldini longu er afturgoldin. Stovnarnir hava tikið einstøku avtalurnar til viðgerðar á hvøjum ári, síðan avtalurnar vórðu gjørdar.

Nakað av skuld er enn niðurfryst

Í Húsalánsgrunninum verður upplýst, at enn eru góðar 28 mió. kr. niðurfrystar. Tað eru umleið 140 húsaeigarar, sum so at siga allir eru aðrastaðni enn í Havnini. Tølini skulu verða tikin við fyrivarni. Hetta verður tó neyvan nakar búskaparligur skelkur.

Mælt verður til at tálma vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum

 

 

 


Mælt verður eisini til eina pensjónsuppsparing fyri allar borgarar í landinum

Á rakstrarsíðuni verður mælt til at tálma vøkstrinum. Prísvøksturin var í 1999 góð 3% og er í vøkstri14. Mælt verður tí til, at vøksturin í rakstrarútreiðslunum í 2001 verður minni enn prísvøksturin. Hetta er ein kontraktivur fíggjarpolitikkur, sum verður fráboðaður í góðari tíð, næstan eitt ár áðrenn fíggjarlógin kemur í gildi. At hetta verður fráboðað í góðari tíð, skapar eisini meiri tryggleika um framtíðina, og er ein liður í ætlanum landsstýrisins um at tillaga almenna sektorin til restina av búskapinum. Tað er tí góð tíð at arbeiða við fíggjarlógaruppskotinum 2001 og at gera neyðugar effektiviseringar og rationaliseringar fyri at fáa tølini at ganga upp.

Mælt verður eisini til, at ein pensjónssamansparing fyri allar borgarar í landinum fer í gongd sum skjótast. Hetta er sjálvandi eitt bygnaðarligt tiltak, men fer í fyrsta umfari at hava kontraktiva ávirkan á búskapin. Hetta er sostatt eitt bygnaðarligt tiltak, sum hevði hóskað væl at sett í verk nú.

 

Bundin samansparing er skjót at seta í verk

 

 

Bundin samansparing er markað til einstaka borgaran

Bundna samansparingin byrjanin til nýggja pensjónsskipan

 

 

Bundin samansparing

Bundin samansparing er eitt møguligt tiltak, sum Búskaparráðið ikki nevnir í sínum tilmælum. Bundin samansparing hevur teir fyrimunir, at hon er skjót at seta í verk. Hetta er roynt fyrr í Føroyum, og vit hava tí neyðugu royndirnar hesum viðvíkjandi. Fólk vita tí eisini av royndum, at talan er ikki um skatt. Síðstu ferð fingu fólk samansparingina afturgoldna í ringastu kreppuárunum. Hetta kom væl við hjá nógvum húsarhaldum.

Var talan um eina skattahækking, fór peningurin í almennu kassarnar (landskassa og kommunukassar). Við eini bundnari samansparing verður peningurin markaður til tann einstaka borgaran.

Tað ber tí væl til at lata bundnu samansparingina verða grundarlagið undir einari eftirlønarskipan. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tá ið semja er fingin um eina nýggja eftirlønarskipan og hon er sett í verk, kann tann peningur, ið goldin er inn sum bundin samansparing, verða fluttur inn í nýggju pensjónsskipanina. Um bráneyðug tiltøk verða sett í verk, verður tað tí bundin samansparing, sum tingið skal taka støðu til.

 

Búskaparráðið mælir, alt at tað er gjørligt, frá at nýta skattaamboðið…

SKATTAPOLITISK TILTØK

Stendur vøksturin við, mælir Búskaparráðið til at nýta skatta- og avgjaldshækkingar. Ráðið leggur tó dent á, at landsstýrið, alt at tað er gjørligt, ikki skal nýta hetta amboð15.

…og landsstýrið fer heldur ikki at nýta hetta amboð

Tað er heilt greitt, at landsstýrið fer ikki at nýta hetta amboð. Við búskapargongdini, sum er, verður heldur ikki talan um størri skattalættar, sjálvt um landskassin triðja árið á rað hevur stórt avlop16. Tað er tó eingin ivi um, at vit eiga at arbeiða fram ímóti at minka skattatrýstið so nógv sum gjørligt í longri áramál, og tað verða teir lægru skattabólkarnir, ið koma fyrst í raðfestingini.

At minka skattatrýstið er ikki eitt mál í sjálvum sær

At minka skattatrýstið er tó ikki eitt mál í sjálvum sær. Endamáli at krevja skattir og avgjøld er fram um alt at útvega fígging til tær uppgávur, sum samfelagið vil fáa loystar. Skattatrýstið avmyndar sostatt eisini, hvussu vit vilja laga okkum. At minka skattatrýstið fer tí eisini at bera í sær, at vit mugu laga okkum øðrvísi enn nú. Í hesi tilgongd kann tað verða gagnligt, at seta sum mál at minka skattatrýstið. Á henda hátt áleggja vit okkum at endurskoða, hvussu tilfeingið verður nýtt, og eigur hetta at síggjast aftur sum ein minni almennur sektorur. Verður t.d. arbeitt fram ímóti eini einfaldari lóggávu, eiga vit at kunna rationalisera og effektivisera almenna sektorin.

Skattalættar seta enn meri ferð á búskapin

Tað er, sum nevnt, nógv ferð á búskapinum í løtuni. Størri skattalættar seta enn meiri ferð á búskapin. Vandin fyri, at búskapurin verður yvirupphitaður, gerst størri og samstundis eisini vandin fyri ógvisligum inntrivum seinni.

Seinastu árini eru givnir skattalættar fyri góðar 100 mió. kr.

Seinastu tvey árini er givið so mikið í skattalættum, sum tað samfelagsbúskaparliga hevur verið forsvarligt. Tað eru givnir skattalættar fyri góðar 100 mió. kr.17 Her er roknað upp í uppskotini frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, sum enn ikki eru viðtikin, m.a. uppskotið um at partafelagsskatturin verður lækkaður úr 27% niður í 20%. Hetta verður lýst gjøllari longri frammi.

Minni ALS-gjald svarar til skattalætta

Eisini minkaði ALS-gjaldið úr 2% niður í 1,75% 1. januar 2000, og 1. juli 2000 minkar tað niður í 1,5%. Hetta kann samanlíknast við ein skattalætta og svarar til, at keypiorkan veksur umleið 15 mió. kr.18

Skattalættar eiga at vera miðvísir

Um tað skulu gevast fleiri og størri skattalættar, so skal tað gerast við stórum varsemi og eftir gjølligari umhugsan og útrokning. Skattalættar eiga at vera miðvísir og brúktir sum amboð til at náa ymiskum stevnumiðum, stevnumiðum, sum eru gjølliga fastløgd frammanundan. Hetta eru t.d. sosialpolitisk stevnumið, ið tryggja øllum lut í virðum og tænastum samfelagsins.

Tað er ikki bert skattastigið, ið er týdningarmikið

Tað er ikki bert skattastigið, ið er týdningarmikið, tá ið langtíðarbúskapurin verður lagdur til rættis. Hetta er galdandi bæði fyri einstaka borgaran, vinnulívið og almenna sektorin.

Í fyrsta lagi er týdningarmikið hvussu skattir og avgjøld eru samansett…

Í fyrsta lagi er sjálv skattasamansetingin og avgjøldini týdningarmikil. Tað er týdningarmikið, at tað er ein ávís javnvág millum ymsu skattakeldurnar, her uppi í lutfallið millum beinleiðis og óbeinleiðis skatt, við atliti at røkka settu stevnumiðunum. Stevnumiðini kunnu t.d. vera størri útboð við arbeiðsmegi, størri samansparing, umskipan ella sosial-, heilsu- og umhvørvisatlit.

…og í øðrum lagi er tað týdningarmikið, at karmarnir liggja fastir

Tað er eisini týdningarmikið, at karmarnir liggja fastir. Ov stór sveiggj í búskapinum saman við skiftandi skattastigum og skattareglum gera meiri ótryggleika um íløgur og vinning sum frálíður. Av tí verður íløgustigið og sostatt eisini samfelagsbúskaparligi vinningurin minni enn annars, sum frálíður.

 

Vinnuskattingin verður í løtuni endurskoðað

VINNUSKATTAREFORMURIN

Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya eru í holt við at endurskoða, hvussu vinnan skal verða skattað. Hetta verður gjørt í neyvum samstarvi við vinnuna. Á heysti 1999 var fyrsti fundurin við umboð fyri Vinnuhúsið, Menningarstovuna, grannskoðaravirki og Vinnumálastýrið. Síðan tá hevur ein arbeiðsbólkur arbeitt við skatti og kapitalvinningi, og ein arbeiðsbólkur fer fyrsta dagin í holt við at endurskoða avgjaldslóggávuna.

Grundarlagið undir arbeiðnum er, at skatta- og avgjaldsskipanirnar skulu vera við til at skapa góðar og støðugar karmar um eitt burðardygt og sunt vinnulív, tað er, at

  • skatta- og avgjaldskipanirnar skulu virka eggjandi fyri vinnuligt virksemi, uttan tó at stuðulskipanir verða bygdar inn í skipanina
  • skatta- og avgjaldsskipanirnar mugu ikki virka vinnuliga avlagandi
  • skipanirnar skulu verða lættar at umsita hjá vinnu og umsiting
  • atlit skal takast at tilgongdum uttanlands á skattaøkinum
  • atlit skal takast at einari komandi oljuvinnu

Mynd 2: Formligir partafelagsskattir í ymsum londum í ár 2000

Lægsti partafelagsskatturin í Føroyum og hægsti í Fraklandi og Týsklandi, har hann er tvær ferðir so nógv sum her

Mynd 2 vísir formliga partafelagsskattin í 10 ymiskum londum í ár 2000. Lægsti formligi partafelagsskatturin er í Føroyum, hann er 20%, hægsti partafelagsskatturin er í Fraklandi og Týsklandi, har er hann 40%, ella tvær ferðir so nógv sum í Føroyum. Eitt slíkt yvirlit skal altíð takast við einum ávísum fyrivarni. Tað eru serligar reglur í ymsu londunum, sum gera, at veruligi partafelagsskatturin ikki er tann sami sum tann formligi. Reglurnar fyri avskriving kunnu vera ymiskar, tað kunnu vera serreglur fyri ymiskar vinnugreinir, og tað kunnu vera serliga lagaligar gjaldstreytir fyri partafelagsskattin o.s.fr. Fleiri viðmerkingar verða tí knýttar til mynd 2 niðanfyri.

Írland sum føroysk fyrimynd

Í teimum ymisku orðaskiftunum um Caragata-álitið er ofta víst á, at Írland er ein fyrimynd, sum Føroyar eiga at fylgja, um vit skulu byggja upp og menna føroyska vinnulívið. Reglurnar í Írlandi verða tí lýstar gjølligari niðanfyri.

Í Írlandi verður skilt ímillum inntøku í sambandi við partafelagsskattin

Í Írlandi var vanligi partafelagsskatturin 28% í 1999, men varð lækkaður niður í 24% í ár. Skilt verður ímillum "non-trading income"19 og "trading income"20. "Non trading income" verður frá í ár skattað 24%. Talan er sostatt ikki um ein generellan lágan írskan partafelagsskatt, sum skal vera 12,5%, ið orðaskiftini um Caragata-álitið hava givið fatan av. Fyri "trading income" verður partafelagsskatturin 24% í ár, men hann verður stigvíst minkaður niður í 12,5% í 2003. Í hesum sambandi verða serligu lágskattaøkini, har partafelagsskatturin higartil hevur verið 10%, avtikin.

Tað eru eisini lokalir vinnuskattir

Í USA er ein føderalur partafelagsskattur, sum er 35%. Afturat hesum kemur ríkisskatturin, so tann veruligi partafelagsskatturin er í miðal um 40%. Týskland hevur eisini lokalar vinnuskattir, 40% er tí ikki veruligi partafelagsskatturin í Týsklandi, hann er eitt sindur hægri. Týskland hevur nýliga lækkað partafelagsskattin úr 45% niður í 40%, og ætlanir eru um at lækka hann heilt niður í 25%.

Í flestum londum gongur rákið móti lægri partafelagsskatti

Rákið gongur eisini móti lægri partafelagsskatti í øðrum londum. Í Danmørk eru ætlanir um at lækka partafelagsskattin úr 32% niður í 28%. Inntøkumissurin av at lækka partafelagsskattin er ikki altíð so stórur, sum lækkingin bendir á. Ofta verður lækkingin fíggjað við, at aðrar serreglur og annar stuðul verða avtikin.

Henda gongd skal síggjast aftur í hesum

Gongdin, sum er lýst omanfyri, skal síggjast aftur í eini vaksandi fatan av,

  • at lægri skattastigin er, minni verður tilstuðlað til skattaspekulatión og handilsligar avgerðir, ið byggja á skattlig viðurskifti
  • at lægri partafelagsskattur ger konsolideringarmøguleikarnar betri og minkar um tørvin at lánsfíggja vinnuligar íløgur
  • at við neutralum reglum verður einstaka virkið eggjað til at fremja íløgur og virksemi, ið ikki bert geva nakað av sær í privata búskapinum, men eisini í samfelagsbúskapinum
  • at fleiri og fleiri lond hava ásannað, at ein lágur formligur partafelagsskattur hevur stórt signalvirði til útlendskar íleggjarar.
  • at vinnan kann átaka sær størri skyldir í sambandi við penjónum, umhvørvi, gransking og útbúgving.
Stór stig eru tikin í samband við føroyska vinnuskattin

Við vinnuskattareforminum og at lækka partafelagsskattin niður í 20% eru tikin stór stig fram ímóti at nýtíðargera føroyska vinnuskattin.

Skattapolitikkurin skal eggja vinnuni at tryggja fíggjarstøðu sína

Verður partafelagsskatturin lækkaður, verður allur felagsskatturin og skatturin av vinningsbýti minkaður úr 52,55% niður í 48%. Orsøkin, at lækkingin bert verður gjørd í sjálvum partafelagsskattinum og ikki í vinningsbýtisavgjaldinum, er grundað á, at partafeløg skulu konsolidera seg, heldur enn at luta avlopið út sum vinningsbýti. Tað er sostatt við atliti at vinnulívinum, at vinningsbýtisavgjaldið verður óbroytt 35%, tá ið skattapolitikkurin verður lagdur til rættis.

Skattamunurin av skatting á ymiskum inntøkum eigur ikki at vera ov stórur

Við atltiti at allari skattaskipanini er tað týdningarmikið, at munurin millum at skatta felagsinntøku og vinningsbýti í øðrum partinum (48%), og skatta vanliga lønarinntøku í hinum partinum (í miðal er hægsti marginalskattasatsurin 58%), ikki gerst størri. Ein munur, sum er 10%, verður vanliga mettur at vera í meira lagi. Verður munurin størri, fer tað at eggja til, at avlopið verður útlutað sum vinningsbýti heldur enn sum løn. Eisini kann hugsast, at virkiseigarir heldur fara at taka avlopið úr virkinum enn at lata avlopið verða í virkinum, við atliti til konsolidering. Úrslitið kann verða, at skattainntøkurnar minka og at vinnulívið gerst verri fyri at taka ímóti avbjóðingum, sum frálíður.

Vinnuskattareformurin er drúgvur at gera

Ein víðfevndur vinnuskattareformur kann ikki gerast eftir stuttari tíð. Nakað er longu gjørt, men tað mesta er enn eftir. Einaferð í heyst verður tann mest grundleggjandi parturin av vinnuskattareforminum liðugur. Hetta er tann parturin, ið snýr seg um at skatta kapitalvinning. Arbeiðið verður tó ikki liðugt tá. Tað verður alla tíðina neyðugt at broyta og nútíðargera skattalóggávuna, soleiðis at hon lýkur bæði okkara og altjóða krøv. Ein oljuvinna fer møguliga bert at økja krøvini.

Skattaskipanin týdningarmikil partur av búskapinum

Skattaskipanin, t.e. skattastigar og samansetingin av teimum ymisku sløgunum av skattum og avgjøldum, er ein so týdningarmikil partur av grundarlagnum undir búskapargongdini, og hvussu samfelagið er skipað, at tað er týdningarmikið, at skattaskipanarmenningin verður raðfest ovarlaga. Skattaskipanin skal leggja upp fyri nógv og ymisk viðurskifti. Tí er tað týdningarmikið at menna skattaskipanina við skili.

 

LØGUR 2001

Allar almennar løgur skulu lagast til íløguvirksemið í landinum

Landsstýrið hevur ætlanir um at raðfesta allar almennar løgur, so tær hóska inn í alt íløguvirksemið í landinum. Samstarv er longu fingið í lag við kommunurnar um felags løgukarm. Ætlanir eru eisini um at fáa aðrar almennar stovnar og kommunalir felagsskapir, t.d. SEV og IRF, við í samstarvið. Verkætlanin hjá P/F Vágatunnilinum eigur tó longu at verða tikin við næsta ár.

Undirsjóvartunnilin er løga á tilsamans 240 mió. kr.

Metingin fyri byggiætlanina hjá P/F Vágatunnilinum eigur í løtuni at verða tikin við fyrivarni, men alt arbeiðið er mett at kosta umleið 240 mió. kr. Byggitíðin er mett til 3-4 ár. Lønarparturin av útreiðslunum kann metast til umleið 35-40%. Verður roknað við miðaltølum, verður hetta um 26 mió. kr. um árið í lønarútreiðslum. Talið má takast við fyrivarni. Endaliga kostnaðarbýtið í byggitíðini og hvussu stórur partur av kostnaðinum, ið er lønir, veldst um, hvussu byggiharrin leggur arbeiðið til rættis. Ávirkanin á virksemið í føroyska búskapinum veldst eisini um løntakararnir búgva og verða skattaðir í Føroyum.

Langtíðarraðfestingarnar verða endurskoðaðar á hvørjum ári

Sjálvt um raðfestingarnar verða gjørdar um eitt longri áramál, so verða raðfestingarnar endurskoðaðar á hvørjum ári, við atliti at øllum virkseminum í landinum. Hetta er eisini eitt stig, sum m.a. Búskaparráðið tekur væl ímóti. Ætlanin er, at løgukarmur landskassans skal liggja á sama støði sum nú næstu 10 árini.

Búskaparráðið um raðfestingarnar

"Tað er eitt stig á rættari leið, at landsstýrið hevur ætlanir um at raðfesta løgurnar í eitt áramál framyvir. Neyðugt er, at henda raðfesting verður endurskoðað hvørt ár, so hædd kann verða tikin fyri gongdini, soleiðis at møguligar umprioteringar kunnu fara fram í góðari tíð. Tí eigur ein raðfesting av løgunum at gerast hvørt ár, soleiðis at løguhorisonturin altíð er hin sami. Hetta kann eisini vera við til at linka trýstið á løgurnar hjá landskassanum, um politikarar síggja, at tær løgur, sum teir halda eiga at fremjast, eiga tørn um nøkur ár"21.

Løgukarmurin skal fram um alt leggjast til rættis eftir virkseminum í landinum

Løgutørvurin er stórur á næstan øllum økjum í løtuni, so tað skuldi ikki verið so trupult at gjørt skilagóðar raðfestingar. Tað kann harafturímóti verða beinleiðis skaðiligt fyri búskapin, um raðfestingarnar verða gjørdar fyrilitaleyst. Tað er eingin grundgeving, at løgutørvurin skal nøktast nú beinanvegin, tí landskassin í nøkur ár hevur spart pening saman og tí í løtuni hevur gott gjaldføri. Løgukarmurin skal fram um alt leggjast til rættis eftir virkseminum í landinum. Løgukarmur landskassans næsta ár eigur ikki at stimbra virksemið í landinum.

Tá ið løgukarmurin fyri næsta ár verður lagdur til rættis, eiga fyrilit at verða tikin fyri:

  • Løguútreiðslum landskassans
  • Almennu løguávirkanini á virksemið
  • Løgunum býttar landafrøðiliga
 

Løguútreiðslur landskassans

Løguútreiðslur landskassans

Sum longu nevnt, so eru nøkur serstøk viðurskifti í føroyska búskapinum, sum gera, at inntøkurnar kunnu broytast nógv og brádliga. Stóru avlopini hjá landskassanum seinastu árini kunnu tí skjótt gerast minni. Landskassaskuldin er enn stór, og tí kann tað ikki koma upp á tal, at landskassin tekur lán at fíggja útreiðslur við. Tað er tí neyðugt, at landskassin hevur eitt rættiliga stórt avlop (ella stóra samansparing) at taka av, tá ið konjunkturarnir venda. Mælt verður tí til, at løgukarmurin verður tann sami í 2001 sum í 2000. Talva 3 vísir løgukarmin í 2000. Talva 3 vísir harafturímóti ikki beinleiðis, hvussu løgurnar ávirka virksemið í landinum. Íleggingin 20 mió. kr. í P/F Vágatunnilin sigur t.d. einki um, hvussu henda verkætlanin ávirkar virksemið í landinum.

 Talva 3: Løgur (1000 kr.)

   

2000

§ 1 Løgtingið

6.0

  Løgtingshús

6.0

§ 5 Fiskivinna

59.0

  Nýtt vaktarskip

58.8

  Trygdarmiðstøð

0.2

§ 6 Vinnumál

88.3

  Strandfaraskip Landsins: Sandoyarskip

36.7

    Suðuroyarskip

0.4

    Ternan, nýggjar motorar

4.0

  Nýggir landsvegir: Leiðsla og hjálparhættir

2.5

    Vágur, -Lopra- Sumba

1.4

    Øravík–Hov

0.8

    Tjørnuvík

0.4

    Gamlarætt–Tórshavn

3.6

    Gásadalstunnilin

1.0

    Skálafjørður-Gøtueiði

2.1

    Oyrareingir

0.4

    Skálabotnur-Strendur

1.0

    Kalsoy

1.7

    Ábøtur at taka til

0.3

  Havnir: Skopunar havn

5.2

    Ferjulegur: Skopun, Gamlarætt og Hestur

6.4

    Kalsoy ferjulega

0.4

  Flogferðsla-tyrlupallar: Tyrlupallur í Gásadali

0.1

  P/F Vágatunnilin: Ílegging

20.0

§ 7 Útbúgving og gransking o.a.

9.3

  Undirvísingar og mentamálastýrið

2.1

  Føroya Sjómansskúli

6.2

  Kirkjubømúrurin

1.0

§ 8 Almanna og heilsumál o.a.

19.5

  Landssjúkrahúsið

10.0

  Bústovnur serforsorg

2.4

  Eldrasambýli/bústað

3.2

  Tól, medicoteknisk

3.9

  Løgukarmur tilsamans

182.1

 

Undirsjóvartunnilin svarar í veruleikanum til eina almenna løgu upp á umleið 80 mió. kr. í 2001

 

 

Gott hevði verið at kunna gjørt allan almenna løgukarmin longu nú


Løguraðfestingin eigur at ávirka virksemið í landinum minst møguligt í 2001

Almenna løguávirkanin á virksemið

P/F Vágatunnilin fer at bora tunnil undir Vestmannasund í summar. Henda verkætlan er størsta løga nakrantíð í Føroyum. Í løguætlanini á fíggjarlógini fyri 2001 fara at standa 20 mió. kr. til P/F Vágatunnilin í 2001, men í veruleikanum fer P/F Vágatunnilin at brúka umleið 80 mió. kr., av hesum eru umleið 28 mió. kr. beinleiðis lønir22, til hesa verkætlan í 2001. Hetta svarar sostatt til eina almenna løgu her í landinum, sum er 80 mió. kr. í 2001. Hetta er tí talið, sum er týdningarmikið, tá ið vit tosa um hvussu almennu løgurnar ávirka virksemið í 2001.

Gott hevði eisini verið at havt almenn feløg sum SEV og IRF við í løguætlanini longu nú, men tað er ikki gjørt enn. Seinni í ár verður gjørdur ein løgukarmur fyri kommunurnar í 2001. Tað hevði eisini verið gott at havt henda karm við longu nú.

Løgutørvurin er enn stórur, men tilmæli er, at løgurnar í 2001 verða raðfestar soleiðis, at tær ávirka virksemið í landinum minst møguligt. Um hugt verður í talvu 3, so eru løgur sum vaktarskip, sandoyarferja, medicoteknisk tól og tílíkt, løgur, ið lítið og einki ávirka virksemið í landinum. Tað eru tílíkíkar løgur, sum eiga at verða raðfestar fyrst í 2001.

 

Undantikið undirsjóvartunnilin eigur lítið alment byggivirksemi at vera sett í gongd í meginøkinum

Løgurnar býttar landafrøðiliga

Sjálvt um alt virksemið í landinum er nógv, so er tað ójavnt býtt landafrøðiliga. Bæði í privata og almenna sektorinum er nógv tað mesta íløgu- og løguvirksemið miðsavnað í meginøkinum, serstakliga í Suðurstreymoy. Hetta dregur arbeiðsmegi og fólk úr útjaðaranum, og er tí sera óheppið fyri útjaðaran. Mælt verður tí til, at almennu løgurnar lítið annað byggivirksemi seta í gongd í meginøkinum í 2001.

 

Útreiðsluvøksturin eigur at vera minni enn búskaparvøksturin

RAKSTURIN

Í Føroyum hevur verið vanligt at framskriva fíggjarlógina á hvørjum ári, men hetta er avgjørt eingin náttúrulóg. Sum tað sæst á mynd 3, so hevur búskaparvøksturin verið væl størri enn útreiðsluvøkstur landskassans seinastu árini. Hetta er ein positiv gongd, sum ætlanin er at halda fast við. Almenni lønarparturin samanborin við allar lønútgjaldinarnar vaks nógv undir kreppuni, men er nú minkandi aftur23.

Lætt at vaksa almennu útreiðslurnar í góðum tíðum

Raksturin er nógv tann størsti parturin av fíggjarlógini og fylgjast má tí serliga væl við gongdini í rakstrinum. Tað vísir seg at vera ógvuliga stórt politiskt trýst og ógvuliga lætt at vaksa almennu rakstrarútreiðslurnar í góðum tíðum. Tað vísir seg harafturímóti altíð at vera trupult at venda gongdini og minka rakstrarútreiðslurnar.

  

Mynd 3: BTÚ og útreiðslur landskassans 1991-1999

Tað er avmarkað, hvussu stór tillaging kann gerast við einari fíggjarlóg…

Fíggjarlógin verður løgd fyri eitt ár í senn, og tað er tí rættiliga avmarkað, hvussu stór tillaging kann gerast í almenna sektorinum í einari fíggjarlóg. Tað er tí týdningarmikið, at tað longu nú verða sett nøkur langtíðarmál, samstundis sum tað longu nú fæst semja um, hvør fíggjarpolitikkur eigur at verða rikin í 2001. Hetta gevur politiska myndugleikanum og teimum ymisku stýrunum góða tíð til at fáa karmarnar at ganga upp. Tilmælið er, at útreiðsluvøksturin verður hildin niðan fyri prísvøksturin, sum í løtuni er mettur til 3-4%. Tað skal eisini viðmerkjast, at lønarsamráðingar aftur verða í 2001 á almenna arbeiðsmarknaðinum, og at eingin lønarkompensatión er við í hesum tilmælinum. Talva 4 vísir gongdina í nettorakstrarútreiðslum landskassans, 1997-2000.

Talva 4: Nettorakstrarútreiðslur landskassans, 1997-2000

mió. kr.

1997

1998

1999

2000

§ 1

Løgtingið

18,1

20,4

22,5

27,6

§ 2

Løgmansfyrisitingin o.a.

35,7

33,6

49,7

24,3

§ 3

Fíggjarmál o.a.

157,4

179,2

180,9

178,9

§ 4

Mentan og samskifti o.a.

167,7

185,4

-

-

§ 5

Fiskivinna

223,6

132,6

208,2

163,9

§ 6

Vinnumál

50,1

63,8

198,4

202,5

§ 7

Útbúgving og gransking o.a.

406,0

417,0

494,5

532,4

§ 8

Almanna og heilsumál o.a.

1.193,4

1.249,9

1.302,9

1.389,3

§ 9

Oljumál o.a.

-

-

9,8

15,4

§ 10

Sjálvstýrismál o.a.

-

-

8,4

8,1

Nettorakstrarútreiðslur tilsamans

,0

   

2.542,4

Viðm: Tølini fyri 1999 eru fyribils metingar, og tølini fyri 2000 eru úr fíggjarlógini.

…tí eiga langtíðarmál at vera sett út í kortið longu nú

Fyri at tillaga almenna sektorin eigur landsstýrið longu nú at seta langtíðarmál út í kortið. Eitt mál er ein nýggj pensjónsskipan ella pensjónssamansparing, har øll á arbeiðsmarknaðinum spara saman til sína egnu pensjón.

 

 

Neyðugt verður at fíggja pensjónirnar øðrvísi framyvir

 

FRAMTÍÐARVÆLFERÐARSAMFELAGIÐ

Í øllum londum og vælferðarsamfeløgum uttan um okkum hevur seinastu árini verið arbeitt við at gera nýggjar pensjónsskipanir, sum skulu avloysa skipanina, ið nú er fíggjað um skattin. Orsøkin er tann, at tey gomlu gerast fleiri og fleiri, samstundis sum tað vera lutfalsliga færri í góðum árum á arbeiðsmarknaðinum. Skulu pensjónistar hava rímilig livikor, og nýtslumøguleikarnir ikki skulu minka ov nógv tá ið fólk verða pensjónerað, verður neyðugt at fíggja pensjónirnar øðrvísi enn nú.

Talva 5: Gongdin í fólkatalinum 65 ár og eldri, 2000-2037

 

2000

2007

2012

2017

2022

2027

2032

2037

Fólk 65 ár og eldri í tali

6.200

6.562

7.231

8.074

8.675

9.279

9.975

10.179

Indeks

100

106

117

130

140

150

161

164

Gongdin verður tann sama í Føroyum, men trupulleikarnir fara at vísa seg seinni enn aðrastaðni. Í talvu 5 er gjørd ein meting, hvussu gongdin verður í fólkatalinum eldri enn 65 ár frá 2000 til 2037.

Skattainntøkurnar minka og eftirspurningurin eftir almennum tænastum veksur

Skattainntøkurnar minka lutfalsliga, og eftirspurningurin eftir almennum tænastum veksur, um gongdin verður soleiðis, at tað gerast lutfalsliga fleiri 65 ár og eldri og lutfalsliga færri á arbeiðsmarknaðinum. Umframt at gera eina nýggja pensjónsskipan kann ein partur av trupulleikanum eisini loysast, við at fólk verða longur á arbeiðsmarknaðinum. Mælt verður tó til at gera eina nýggja pensjónsskipan sum skjótast. Sum er, er tjóðaruppsparingin í Føroyum rættiliga lítil afturímóti í londunum uttan um okkum. Ein pensjónssamansparing fyri øll á arbeiðsmarknaðinum fer eisini at loysa henda trupulleikan, sum frá líður.

 

Metingar um almanna- og heilsuútreiðslur

Almanna og heilsuútreiðslur av teimum eldru

Í Fíggjarmálastýrinum eru á vári 1999 gjørdar nakrar metingar, hvussu gongdin verður í ymiskum heilsu- og almannaútreiðslum til fólk sum eru 65 ár og eldri. Tølini byggja á býtið av heilsu- og almannaútreiðslunum, sum tær eru nú, og eru framroknað við vøkstrinum í fólkatalinum viðvíkjandi teimum, sum eru 65 ár og eldri (sí talvu 5).

Metingarnar skulu takast við fyrivarni

Metingarnar í talvu 6 skulu sjálvandi takast við fyrivarni. Hetta er bert býtið framroknað, sum tað er nú. Fyritreytirnar fyri framrokningunum eru:

  • Útreiðslur til sjúkraviðgerð, ið standast av fólki eldri enn 65 ár eru mettar til 45% av øllum útreiðslunum.
  • Sjúkraviðgerðarútreiðslurnar í 1999 eru 410 mió. kr.
  • Sjúkraviðgerðarútreiðslur, ið standast av fólki eldri enn 65 ár verða sostatt 184,5 mió. kr. í 1999.
  • Útreiðslur til heilivág útskrivaður við læknaávísing til fólk eldri enn 65 ár verða mettar til 40% av øllum útreiðslunum.
  • Aðrar útreiðslur hjá sjúkrakassum, t.d. hjálpitól o.a. verða býttar eftir sama leisti.
  • Allar útreiðslurnar hjá sjúkrakassum eru 80 mió. kr.
  • Útreiðslur hjá sjúkrakassum, ið standast av fólki eldri enn 65 ár verða sostatt 32 mió. kr.
  • Fólkapensjónin hækkar 40 mió. kr. í 2000, úr 285 mió. kr. í 1999 upp í 325 mió. kr. í 2000.

Talva 6: Almanna- og heilsuútreiðslur til fólk eldri enn 65 ár

Mió. kr.

2000

2007

2012

2017

2022

2027

2032

2037

Heilsuúteiðslur:                
Sjúkraviðgerð

184,5

195,3

215,2

240,3

258,2

276,1

296,8

302,9

Sjúkrakassar

32,0

33,9

37,3

41,7

44,8

47,9

51,5

52,5

Heilsuútreiðslur tils.

216,5

229,1

252,5

281,9

302,9

324,0

348,3

355,4

Almannaútreiðslur:                
Røktarheim

92,2

97,5

107,5

120,0

129,0

137,9

148,3

151,3

Ellisrøkt í Sandoynni

8,2

8,7

9,5

10,7

11,5

12,3

13,2

13,4

Heimarøkt

66,6

70,5

77,6

86,7

93,1

99,6

107,1

109,3

Fólkapensjón

325,0

344,0

379,0

423,2

454,7

486,4

522,9

533,6

Viðbøtur til pensjonistar

12,2

12,9

14,2

15,9

17,1

18,3

19,6

20,0

AMEG

36,3

38,4

42,3

47,3

50,8

54,3

58,4

59,6

Bjálvingarstuðul

4,0

4,2

4,7

5,2

5,6

6,0

6,4

6,6

Ansingarsamsýning

6,4

6,8

7,5

8,4

9,0

9,6

10,3

10,5

Almannaútreiðslur tils.

550,8

583,0

642,4

717,3

770,7

824,4

886,2

904,3

Alm. og heilsuútr. tils.

767,3

812,1

894,9

999,3

1.073,6

1.148,4

1.234,5

1.259,8

Tað verður neyvan møguligt at tryggja pensjónistum rímilig livikor um skattin sum frálíður

Inntøkan minkar nógv hjá fólki, ið onga samansparing hava, tá ið tey verða pensjonerað. Tað er tí ongantíð ov skjótt at gera eina nýggja pensjónskipan, ið kann tryggja fólki rímilig livikor á gamalsaldrinum. Tað verður neyvan møguligt at fíggja hetta um skattin, sum frá líður, um vit eisini skulu tryggja góða tænastu í aðrar mátar frá tí almenna.

 

Stóru árgangirnir av pensjónistum hava bert 25 ár at spara saman í

Pensjónsinngjaldingin má byrja sum skjótast

Pensjónsinngjaldingar verða vanliga roknaðar eftir einum arbeiðslívi, sum er 40 ár, t.e. fólkið kann gjalda inn til eina pensjónskipan, frá tí tað er umleið 25 ár, til tað er umleið 67 ár. Pensjónistarnir verða umleið 9000 í tali í 2027, tí hava teir stóru árgangirnir av pensjonistum bert umleið 25 ár at spara saman í. Skal eginpensjónin muna nakað, so er ongantíð ov skjótt at fara at gjalda inn til eina slíka skipan.

ÚTGANGUR

Fíggjarpolitikkur 2001 og tilmæli

Sostatt verður mælt til, at tað veður rikin ein strammur fíggjarpolitikkur í 2001. Tilmælini eru:

  1. Viðvíkjandi løgum landskassans verður mælt til, at løgukarmurin verður tann sami í 2001 sum í 2000. Harafturat verður mælt til, at løgurnar ávirka virksemið í landinum minst møguligt, serstakliga í Suðurstreymoy.
  2. Viðvíkjandi rakstrinum verður mælt til, at vøksturin í rakstrarútreiðslunum verður minni enn prísvøksturin, sum verður mettur til 3-4% í løtuni.
  3. Harafturat verður mælt til, at nýggj pensjónsskipan verður sett í verk sum skjótast. Hetta eigur at verða gjørt í samráð við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Samansparingin kann t.d. vera 2-3% av lønini í fyrstuni og síðan hækka stigvíst upp í 10% av lønini um nøkur fá ár.

 

1 Sí Hvítubók, fylgibind 1, partur II, síðu 160
2 Stórur partur av gjøgnumgongini byggir á Hvítubók, fylgibind 1, part II
3 Sí búskaparfrágreiðingina hjá Landsbankanum 1999, síðu 30-31
4 Det Rådgivende Udvalg 1999, síðu 5
5 Tað er næstan bert gongdin í altjóða rentuni, ið ávirkar føroyska búskapin. Hon er t.d. týdningarmikil fyri alivinnuna, sum er rættiliga kapitalintensiv
6 Í Caragata álitinum verður víst á, at um kredittvirði Føroya skal verða nøktandi í altjóða samanhangi, so er hámarkið fyri almennu bruttoskuldini 50% av BTÚ
7 Tað er eitt lógarkrav, at landskassin skal hava 15% av BTÚ standandi í landsbankanum. Hetta svarar í løtuni til 960 mió.kr.
8 Det Rådgivende Udvalg 1999, síðu 41
9 Sí Búskaparráðið, várið 2000, síðu 18
10 Det Rådgivende Udvalg 1999, síðu 4
11 Talan er um fløskuhálsar, tá ávísum vinnum tørvar skikkaða arbeiðsmegi í einum búskapi, ið annars er merktur av arbeiðsloysi. Fløskuhálsar síggjast vanliga í búskapum, sum eru á veg uppeftir í konjunkturumferðini. Fløskuhálsar síggjast mest í konjunkturviðbreknum vinnum
12 Við "plenuklipparaháttinum" verða allar almennu útreiðslurnar minkaðar líka nógv
13 Byggivirki eru timburmeistarar, múrarar o.s.fr.
14 Sí Búskaparráðið, várið 2000, síðu 2
15 Sí Búskaparráðið, várið 2000, síðu 23
16 Sí frágreiðing hjá Fíggjarmálastýrinum, oktober 1999, síðu 18. Landskassaroknskapurin fyri 1999 er nú um at vera liðugur, og seinastu metingarnar vísa, at avlopið í 1999 verður umleiði 580 mió.kr.
17 Givnir skattalættar eru: hækking av barnafrádráttinum (11 mió.kr.), hækking av aldursmarkinum fyri barnafrádrátt úr 16 upp í 18 ár (9 mió.kr.), hækking av pensjónistafrádráttinum o.a. (30 mió.kr.), lækking av partafelagsskattinum úr 27% niður í 20% (umleið 53 mió.kr.)
18 ALS-gjaldið verður tikið við, tá alt skatta- og avgjaldstrýstið verður roknað
19 "Non trading income" er rentuinntøka, kursvinningur, royalties, inntøka av fastari og og allari inntøku úr útlondum
20 "Trading income" er inntøka, sum ikki er "non trading income", t.e. inntøka, sum er meiri beinleiðis tengd at framleiðsluni
21 Sí Búskaparráðið, várið 2000, síðu 24. Sí eisini Det Rådgivende Udvalg 1999, síðu 35
22 Lønirnar eru tó størri enn 28 mió.kr., tí P/F Vágatunnilin keypir tænastur frá undirentreprenørum, sum eisini útgjalda lønir
23 Sí Búskaparráðið, várið 2000, síðu 7

Á tingfundi 14. apríl 2000 var aðalorðaskifti um frágreiðingina. Málið avgreitt.