Kommunusamskipan Føroya

KOMMUNUSAMSKIPAN FØROYA - KSF

Postsmoga32, 110 Tórshavn
Formaður: Telefon 447035, fax 448449
Skrivari: Telefon 315160, fax 314860 & heima telefon/fax 310185

Tórshavn 23. august 1999
jl/jmp - j.nr. 202/99

Føroya Løgting
Postsmoga 208
110 Tórshavn

Kunningarskriv

Kunnað skal vera um, at Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Tvøroyrar, Fuglafjarðar og Vágs kommunur hava stovnað Kommunusamskipan Føroya (stytt KSF) við tí endamáli at virka fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði.

Formaður og skrivari felagsins eru ávikavist:

Jákup Lamhauge, býráðsformaður
Jens Marius Poulsen, býráðsskrivari

KSF vónar, at sama góða samstarvið, sum limakommunumar gjøgnum árini hava havt við lóggávuvaldið, fyrst gjøgnum óformaliseraða felagsskapin Kommunubólkurin og síðani gjøgnum Føroya Býafelag, heldur fram gjøgnum henda formaliseraða felagsskap, og at KSF fær øll uppskot til lógir, kunngerðir, reglugerðir o.a., ið viðvíkja kommunum, til ummælis.

KSF vónar og hevur álit à, at tað arbeiði, sum nú er byrjað við at leggja uppgávur út til kommunurnar, heldur fram til gagns fyri samfelagið sum heild.

Við at leggja uppgávur til kommunumar og nærri borgaranum ivast KSF ikki í, at rættar framtíðar avgerðir undir ábyrgd verða tiknar, og at kommunumar kring landið koma at mennast og kunna bjóða kvalifiserað størv til sínar medarbeiðarar, sum aftur hevur við sær menning av nærumhvørvinum. Ivi kann ikki vera um, at lands- og kommunalmyndugleikar hava felags áhugamál i hesum og ikki minst í, at borgarin fær eina greiðari fatan av, hvat kostnaðurin er fyri almennu veitingamar við at vísa hesar á einum staði, istaðin fyri sum nú á fleiri ymiskum støðum.

Í limakommununum búgva áleið 28.000 fólk, ella 2/3 av Føroya fólki, og vóna limakommunumar at fáa samsvarandi ávirkan á tær avgerðir, ið tiknar verða viðvíkjandi kommununum.

Við kvøðu og vón um gott samstarv.

Jákup Lamhauge
formaður

                                                                /Jens Marius Poulsen
                                                            skrivari