Karensdagar

Innkomið til Løgtingið 13. september 1999

 

Løgtingsskrivstovan
Att.: Løgtingsformaðurin
100 Tórshavn

Tórshavn 10. september 1999

 

Undirritaðu feløg fegnast um, at ein partur av lógini um karensdagar nú verður avtikin.

Samstundis taka vit fult undir við uppskotinum um at taka karensdagamar av fyri tey tímaløntu, so allir borgarar landsins eru líka fyri lógini. Vit heita inniliga á allar politiskar flokkar um at atkvøða fyri uppskotinum um avtøku av karensdøgunum.

Um arbeiðsgevarar skulu gjalda ein part av sjúkrapeninginum, ber væl til at lóggeva um tann partin aftaná. Takið fyrst karensdagamar fyri tey tímaløntu av!

Eisini skulu vit vísa á, at dagpeningarskipanin er ikki ein sáttmálaspumingur, sum fleiri hava verið inni á, men ein Løgtingslóg og eigur framhaldandi at vera tað.

Somuleiðis vilja vit vísa á, at tað er tykkara ábyrgd, at allir løntakarar, bæði fastløntir og tímaløntir verða settir líka fyri lógini.

Her skal verða lagt afturat, at vit mæla til, at útgjaldsgrundarlagið skal verða ein arbeiðaraløn við 40 tímars viku.

Umboðandi fleiri enn 20 fakfeløg á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Vegna: "Sjey-mannabólkin"

Ingeborg Vinther          (Føroya Arbeiðarafelag)
Gunnleivur Dalsgarð    (Starvsmannafelagið)
Joan Ziskason              (Sjúkrasystrafelagið)
Vígdis Johannesen       (Havnar Arbeiðskvinnufelag)
Harry Olsen                 (Handverkarafeløgini í Føroyum)

Gunnleivur Dalsgarð (sign.)
Starvsmannafelagið