Viggo Holm

Innkomið til tingið 16.09.1999, skrásett undir j.nr. 10-199900036

Skála, 16. september 1999

 Til Føroya løgting 

Hvat er hetta fyri tos um fullveldi? Er tað um loysing frá Danmark ella ikki?

Er tað so, eiga tit at siga tað, sum tað er - um vit skulu loysa frá Danmark ella ikki. So, skilja fólk tað betri. Tað er eisini meira erligt at siga sum er.

Hví skal man skriva eina heila bók um hesi viðurskifti? Hví ikki senda núverandi grundlóg orðaprentað til hvørt húsarhald í landinum? So síggja fólk, hvat stendur í henni.

At Danmark noyðist at broyta grundlógina, um Føroyar loysa frá Danmark, trúgvi eg einki upp á. Hesi viðurskifti havi eg skrivað til tingið um áður.

Eg havi eisini skrivað til ríkisumboðið um teir føroysku fólkatingssessirnar fyri at vita, hvat donsku tinglimirnir halda um hesar - um teir skulu takast av ella ikki. Men ríkisumboðið vildi einki gera við málið.

Soleiðis, sum eg fati eina grundlóg, er hon tann avgerandi. Eingin lóg eigur at mótsiga grundlógini. Tað rokni eg við, at tey flestu á tingi vita.

Áðrenn atkvøtt verður um loysing, er tað ein sjálvfylgja, at borgararnir fáa at vita, hvat kemur at standa í eini føroyskari grund1óg.

Annars vil eg heita á tað lærda fólkið, bæði innan-og uttanfyri tinggátt um at halda uppat við at spæla "ping pong" við lógum og paragrafum og heldur syrgja fyri, at vit fáa einfaldar og greiðar lógir, sum vanlig fólk skilja.

Um peningaviðurskifti okkara mótvegis Danmark, so er tað náttúrligt, at einki kemur haðani meiri, tá ið loysingin verður ein veruleiki. Man skal bara hugsa í øvutan "ordan", um tað var Danmark, sum skuldi loysa frá Føroyum. So, høvdu vit ikki latið eitt oyra eftir loysingina.

Eg trúgvi væl, at Føroyar saktans kunnu klára seg, um stýrt verður við skili, men so má eisini meiri verkafólk og fiskivinnufólk koma inn á ting.

At enda haldi eg, at øll týðandi mál, líka mikið, hvat tað er, sum fara út um eitt valskeið, eiga at fara út til eina bindandi fólkaatkvøðu, tí eg haldi, tað er órættur, at politikarar skulu sleppa at binda fólk langt út yvir teirra egna valskeið. Tá er ein fólkaatkvøða meiri rættvís.

Vinarliga,

Viggo Holm, Skála