Lágargarður

Innkomið til tingið 12.11.1999, skrásett undir j.nr. 10-199900039

Røktar- og umlættingarheimið
Lágargarður

Stoffalág 84 . Postboks 1188 . FO-110 Tórshavn
Tlf. (+ 298) 31 67 88 . Fax (+298) 3144 95
Tórshavn, hin 10. nov. 1999

Løgtingið
Tinghúsvegur 1
100 Tórshavn
att. Trivnaðarnevndin

 

Viðv. hjálpartólatænastuni.

Viðv. hjálpartólum loyva vit okkum við hesum at eftirlýsa álitinum, ið er gjørt v/ Hannu á Reynatúgvu ergoterapeuti, fyri nú nakað langt siðani, sum m.a. legði dent á endurnýtslu og umfarð av hjálpartólum, og sum vit høvdu vónað fór at bøta um støðuna í sambandi við hjálpartólaøkið yvirhøvur, og serliga at tað fór at verða til bata fyri búfólk á røktarheimum.

Ójavnin og órættvisi, ið er, um brúkarin er heimabúgvandi í mun til stovnsbúgvandi er ógvusligur, og hava vit fleiri dømir um. - Eitt tað mest grella dømi vit kunnu taka fram, er um konu, sum heima hevði eina heilt serliga og sera dýra antidecubitus madrassu (kostnaður kr. 37.000,-). Tá konan fekk boð um búpláss her á Lágargarði, var ætlanin hjá HTM, at madrassan beinanvegin skuldi takast frá henni, tí annar heimabúgvandi brúkari skuldi hava hana, og vit áttu sjálvsagt ikki slika madrassu at lata henni. Vit mótmæltu sjálvsagt hesari mannagongd og kravdu ,at madrassan fylgdi við konuni, og at vit fingu neyðugu tíðina til at søkja um, at konan fekk játtað hetta fyri hana so átrokandi neyðuga hjálpartól, sum persónligt hjálpartól.

Viðmerkjast kann, at í heimarøktini var alt annað roynt av madrassum, og bert nevnda madrassa egnaði seg til hesa konu, og fyribyrgdi effektivt liggisárum, sum hon fekk í heilum.

Okkara umsókn varð send beinanvegin, men vit fingu noktandi svar, og heimið mátti tískil keypa madrassuna.

Sama søga endurtekur seg ferð eftir ferð viðv. koyristólum, sum heimabúgvandi brúkari við stríð og strev hevur fingið tilpassaðan til sin serliga tørv, fingið játtaðan og goldnan sum neyðugt hjálpartól og hetta við fakligari ekspertisu og hjálp frá HTM. Men tá, ið tey skulu inn á Lágargarð at búgva, mugu tey dylja sum mansmorð, at tey skulu á stovn, tí vandi er fyri at HTM krevur koyristólin aftur, og at stovnurin skal útvega ein annan. Hetta kann ikki vera meiningin.

At brúkarin fær tað fyri hann nøktandi og best hóskandi hjálpartólið sambært vegleiðing og ráðgeving frá ávikavist fysio- og ergoterapeutum, átti at tryggja honum frægasta. lívskvalitet, og samstundis at spart orku starvsfólksins, tá brúkarin liggur ella situr so tryggur sum gjørligt uttan vanda fyri at detta, glíða ella fáa, trykksár, og hetta uttan mun til, um brúkarin er heima ella á stovni.

Samstundis vita øll, at játtanirnar til stovnarnar eru so mikið teprar, at stovnarnir hava ikki ráð til at nøkta hjálpartólatørvin hjá búfólkunum og verður úrslitið tessvegna, at tey gomlu sita í gomlum tilvildarligum ótilpassaðum koyristólum, sum heimið kanska hevur standandi. Og tað verða "goymd" í rúgvivís av hjálpartólum á øllum stovnum!

Hjálpartól inni á stovnunum, s.s. lyftir, pottastólar, glíðistykkir og onnur ADL hjálpartól hava vit hinvegin alt ov fá av, í mun til tørvin, tí pengarnir ikki røkka til hesar íløgur, og avleiðingin av hesum er at búfólk verða lyft og flutt á skeivan hátt, við skaða til fylgju. Starvsfólk ovbyrjað seg við tungum flytingum og lyftingum, og vit fáa ryggskædd og útslitin starvsfólk langt fyri normala tíð. Dentur eigur yvirhøvur at verða lagdur meira í fyribyrgjandi tiltøk bæði vegna brúkara og starvsfólk, og í hesum eru røttu hjálpartólini alt umráðandi.

Verður gjørt upp í pengum, ivast vit onga løtu í, at hetta er ein vánalig raðfesting sum kundi verið bøtt um við einari vælvirkandi hjálpartólatænastu, og heita, vit tessvegna á avvarðandi myndugleikar um eisini at minnast til hjálpartólatænastuna, nú eldraøkið annars verður raðfest á figgjarlógunum fyrstu komandi árini.

Sama skriv er sent til Almanna- og heilsumálastýrið

Við heilsan

Cecilia Vestureið, deildarleiðari
Essemia Vang, deildarleiðari
Dania Andreassen, deildarleiðari
Jóna Hammer, leiðandi ergoterapeutur
Marjun Smith, leiðari