MBF - pensjónir

Komið til tingið 4. januar 2000

 

 

mbf

Meginfelag teirra brekaðu í. Føroyum
Faroe Islands' Union for the Handicapped

30-12-99

Løgtingsskrivstovan
Fax 310686

 

 

Vinarliga sendið fylgjandi skriv til allar løgtingslimir skjótast tilber

Tykkum verður ynskt eitt gott nýggjár við tøkk fyri gott samstarv í 1999

Vinarliga
Doris Hansen

 

mbf

Meginfelag teirra brekaðu í. Føroyum
Faroe Islands' Union for the Handicapped

30-12-99

 

Fundur um sosialu pensiónina i MBF-húsinum 30.12.99.

Á fundi í starvsnevndini i MBF í dag kom nevndin til hesa niðurstøðu: at heita á Løgtingið og Trivnaðarnevndina, um at seta í gildi aftur ta gomlu pensiónslógina. Vit meta, at hendan nýggja lógin er ónýtulig, og átti hon ikki at verði sett i gildi i verandi líki.

Tað er ikki hissini, so skelkaði fólk, ið fáa avlamispensión eru, nú tey síggja, hvussu. nógv niðurskorin tey eru, síðan tann nýggja pensiónslógin er komin í gildi. Hettar er úrslit av, sum løgtingsmenn sjálvir siga, at løgtingið hevur skrumblað ásetingarlógina ígjøgnum til samtyktar, uttan at hava sett seg inn í, hvat úrslitið vildi verða.

Lógin, ið skuldi gerðast lættari at umsita, er i dag so torskyld, at ongin finnur hvørki høvd ella hala í henni.

Tey, ið hava mist nógv av sínari pensión, hvar skulu hesi fólk fara, nú tað manglar í til fastar útreiðslur.

Ein broyting, ið gjørd varð í pensiónslógini í summar var, at avlamisveitingin, ið fólk við breki, sum eru í vinnu higartil hava fingið, er burtur. Hesa viðbót hava deyv, hoyribrekað og onnur, fingið sum kompensatión fyri brekið. Meirútreiðslurnar ið standlast av brekinum, má tann brekaði nú sjálvur figgja. Vit góðtaka ikki, at veitingin nú skal koyrast yvir forsorgarlógina, við tí øktu umsitingini, hetta vil føra við sær

Starvsnevndin mótmælir, at tað verður gjørt munur á pensiónistum: Pensiónistar áðrenn 1.1.2000, fáa eina skiftisupphædd upp á 856 kr., um tey eru gift við ikki pensiónisti, meðan pensiónístar, ið koma tíl eftir handan dag, onki fáa. Vit meta. framvegis, at likarættur skal verða galdandi millum gift og ógift.

Álitið á politikararnar er fokið. Vit minnast t.d. øll orðini hjá Helenu D. á Neystabø, tá hon segði, at sjúkrahúsjáttanin ikki kundi verða hægri, tí hon hevði valt at raðfesta pensiónirnar hægri. Hetta hevur hon fullan rætt til, men flestu pensionistar finna ikki hesa hækking nakra staðni, heldur tvørturimóti.

Tað er prófast, (sí hjáløgdu skjøl) at avlamspensiónistar nú fáa millum 2 - 3000 kr. minni útgoldið um mánaðin. Hækkingarnar, ið landsstýrið boðaði frá, visir seg nú at vera ein hvørvisjón, tí hækkíngin og meira afturat verður afturtikið i skatti. Starvsnevndin kundi hugsað sær at fingið at vita, hvar tær fráboðaðu 40 - 60 milliónirnar til pensiónirnar eru endaðar.

Vit halda, at Føroya Løgting eigur ábyrgdina av pensiónslógini, og ásetingarlógini, og heita tí á løgtingið um, at fáa hesi viðurskiftið í rætt lag beinanvegin

Vegna starvsnevndina:

sign. Doris Hansen, Leila Solmunde, Henning Sørensen og Regin Havn Rasmussen

Viblagt: 2

 (skjølini verða løgd inn seinni)