Fast samband um Vestmannasund

Nr. 12

Komið til tingið 18.01.2000


Felagskommunan í Vágum

Sandavágur, tann 12.01.2000

Føroya Løgting

FO-100 Tórshavn

 

Viðvíkjandi viðgerðini av løgtingslóg um fast samband um Vestmannasund, eisini nevnd Annleggslógin.

Hervið verður heitt inniliga á háttvirda Føroya Løgting, um at taka undir vió fyriliggjandi lógaruppskoti.

Vit eru sannførd um, at verður hetta lógaruppskot samtykt, verður fasta sambandið um Vestmannasund ein veruleiki, og kann takast i nýtslu um 3-4 ár.

Verður lógaruppskotið hinvegin felt á Føroya Løgtingi kemur verkætlanin at draga út, til óbótaligan skaða fyri okkurn, sum bógva og virka i Vágum.

Arbeiði byrjaði í 1988, men steðgaði tíverri stutt eftir. Vit hava nú tolin biða i meira enn 11 ár, eftir, at arbeiðið skal verða uppafturtikið.

Skulu vit nú bíða í 10 ár afturat eftir einum føsturn sambandi um Vestmannasund, kemur hetta at føra við sær ein sváran skaða fyri alla Vágoynna.

Verandi neyðloysnir á ferjusambandinum eru ótiðarhóskandi, og virka sum ein fløskuhálsur fyri allari menning av Vágoynni. Ti er alneyðugt at tað nýggja fasta sambandi um sundið kann takast í nýtslu sum skjótast.

Við hávirðing

Vegna Felagskommununa i Vágum

Rósa Samuelsen, Sandavágur Eivin Jacobsen, Sørvágur

Durita Jacobsen, Miðvágur Gutti Guttesen, Bøur

Avrit er sent til fjølmilarnar.

-18. jan. 2000

Løgtingið j.nr. 10.990003. 12