Barnagarðslóg - Hoyrnin

Nr. 13

Komið til tingið 04.02.2000

 

Foreldrafelagið "Hoyrnin"
Purkugerði 14
100 Tórshavn

 

04-02-2000

Føroya Løgting

Uppskot til bamagarðslóg.

 

Grein 5. stk.2: Børn sum eru deyv ella so tunghoyrd, at tey koma at hava teknmál sum fyrsta mál, skulu fáa uppaling í og á teknmáli.

Landsstýrismaðurin setur reglur og fyriskipan. Vikjast kann frá grein 4.

Viðmerking: Foreldrafelagið "Hoyrnin" fyri deyv og tunghoyrd bøm, vilja við hesum uppskoti fáa ynski okkara um, at teknmál verður staðfest við lóg fyri deyv børn undir skúlaaldur.

Landsstýrismaðurin setur reglur um, hvussu urnhvørvið hjá deyvum børnum verður skipað i einari teknmálsstovu á einum barnagarði í økinum hjá Venjingarskúlanum.

Landsstýrismaðurin ger samarbeiðs avtalu við Sernámsdeplinum, Venjingarskúlan og barnagarðin, so tað fíggjarliga og sernámsfrøðiliga verður lættari at umsita, og at dubultfunktiónir ikki verða neyðugar.

Fyri at røkja uppgávuna sum starvsfólk, skal viðkomandi verða námsfrøðingur, og sum við útbúgving ella eftirútbúgving ella á annan hátt hava tilognað sær førleika i teknmáli, svarandi til eitt ársskeið í teknmáli á Danmarks Lærerhøjskole.

Felagið ynskir at samla tey deyvu so nógv sum gjørligt, so tey fáa eitt umhvørvi, har tey sosialt, málsliga og námsfrøðiliga kunnu mennast.

Viðmerkingarnar eru skrivaðar við atlitið til tað sum stendur í Handlingsplan for Deyvafelag Føroya. Álit um teknmálsmiðstøð og álit um umhvørvið við og skúlagongdina hjá deyvum børnum.

Skjal: Álit viðvíkjandi umhvørvi og skúlagongd hjá deyvum børnum. (ikki tøkt á heimasíðuni)

Vinarliga
v/Foreldrafelagið "Hoyrnin"

Torkil Hansen

-4. feb. 2000

Løgtingið j.nr. 10.990003. 13