Kommunalur láns- og veðhaldsgrunnur

Nr. 14

Komið til tingið 25.021.2000

VÁGS KOMMUNA
FO-900  Vágur - Tlf. 373024 - Telefax 373539 - Føroyar (Faroe Islands)

Vágur, tann 24. februar 2000

Føroya Løgting
E. Jalsgøta 6
100 Tórshavn

Málið hevur skund , og eigur at koma løgtinginum í hendi áðrenn kl. 11.00 í dag.

Viðv. uppskoti til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn
Vágs kommuna hevur á fundi umrøtt "Uppskot til kommunalan láns- og veðhaldsgrunn" og samtykt, um enn í seinra lagi, at venda sær til Løgtingið, við áheitan um at víðka lógaruppskotið til eisini at stuðla Vágs- og Skopunar kommunum.

Stuðulin hugsað verður um, eru tær upphæddir, ið hesar kommunur fingu útgoldnar úr grunninum í ringastu krepputíðini, og sum nú skulu gjaldast, tá ið kreppan er av hjá flestu kommununum, og gjørt verður upp. Allar flestu kommunur fáa sítt innskot afturgoldið, nakrar fáa omaná stuðul.  Upphæddirnar, sum hesar kommunur hava fingið úr grunninum, eru Vágur 5.133.000,00 kr. og Skopun 3.540.682,00 ella tilsamans 8.673.682,00.

Áheitanin er grundað á støðuna, hesar báðar kommunurnar komu í í krepputíðini, tær vóru lagdar lamnar av arbeiðsloysi, og hava tí verri við at vinna á kreppuni enn tær kommunur, ið ikki vórðu so meint raktar av arbeiðsloysi.

Áheitanin er eisini grundað á tann stuðul, ið sbrt. § 6 verður veittur rímuliga "vælstillaðum" kommunum.

Tað, at vit nevna Skopun afturat okkara kommunu, er, at hesar kommunur koma í eina serstøðu aftaná eina saneringsuppgerð, sum ger, at hesar kommunur aftur verða ringast fyri í landinum

Virðiliga
K.v.
sign Jógvan Krosslá
Býráðsformaður