Lønjavningargrunnurin - yrkisráð

 

Føroya Fiskimannafelag 

 

Hjálagt er okkara við merking til niðurstøðuna hjá landsstýris-málanevndini viðvíkjandi Yrkisráðið hjá Lønjavningargrunninum.

Løgtingsskrivstovan:

Ongan týdning um landsstýrismenn siga ósatt fyri tinginum!

Mánadagin fekk fiskimannafelagið svar frá landsstýrismálanevndini (hereftir: nevndin), har sagt varð frá, at í seinasta uppritinum hjá Peter Blume einki nýtt er komið fram, sum gevur nevndini grundarlag fyri at broyta sína fyrru støðutakan.

Hetta verður sagt hóast uppritið hjá Peter Blume tekur grundarlagið undan øllum teimum grundgevingum sum nevndin nýtti í síni fyrstu niðurstøðu.

Nevndin vísir til eitt notat, sum Sjúrður Rasmussen, løgfrøðingur á Løgtingsskrivstovuni (hereftir SR) hevur gjørt í málinum.

Tað var nú ikki annað væntandi, tá vit hava sæð ta margháttligu "viðgerð" hetta mál hevur fingið. Hon byrjaði við at heitt varð á skrivaran í nevndini um at finna grundgevingar fyri at avvísa málið, og hetta hevur eftir øllum at døma eisini verið setningurin hjá SR.

Bæði tá og nú hevði niðurstøðan hjá nevndini og umsitingini ikki verið øðrvísi um tað var løgmaður sjálvur sum hevði skrivað hana.

Nú nevndin fekk nýggja uppritið hjá Blume, mátti hon gera okkurt fyri at mana tað í jørðina. Tí nevndin kundi jú fyri alt ikki í verðini ikki ásanna, at hon hevði mistikið seg.

Og tað gjørdi nevndin við at biðja løgtingskrivstovuna um at "kanna seg sjálva", hóast hon hevði aðrar møguleikar. Og sjálvsagt hevur løgtingsskrivstovan fríkent seg sjálva. Hon kann heldur ikki viðganga at hon hevur mistikið seg.

Viðvíkjandi høvuðstættunum í málinum verður víst til endurgivnu brotini úr málinum. Milt sagt eru her fleiri leysir endar enn nakrantíð. Men annars hesar viðmerkingar:

Endurgevur bert ein part.
SR byrjar við at endurgeva tað sum løgmaður hevur sagt um aktuella málið á einum tingfundi. Men hann "gloymir" ein annan tingfund, har løgmaður gevur tinginum heilt ítøkiligar skeivar upplýsingar um sjúkrahúsráðini, sum høvdu avgerandi týdning fyri aktuella málið.

Landsstýrismálanevndin heldur hondina yvir lógarbrot.
Her skal verða mint á, at tað var nevndin sjálv sum tók hetta málið upp. Hon byrjaði eisini bragdliga við útvega sær avskrivt av øllum sum varð sagt á tingi um hetta mál. Men knappliga slær nevndin bakk, og á sama fundi hesar avskrivtir verða framlagdar áleggur hon skrivaranum at finna grundgevingar fyri at avvísa málið! Hesar styrkja í hvussu er ikki álitið á nevndina og umsitingina.

Hetta verður undirstrikað av, at nevndin er kunnað um, at landsstýrið nú nærum 100 dagar hevur framt eitt annað lógarbrot sum er ein fylgja av tí fyrra, sum nevndin roynir at káva útyvir: Landstýrið hevur fullkomiliga ignorerað eitt fullkomiliga greitt lógásett krav sum FF hevur til at fáa innlit í málið. Hetta hevur ongan áhuga hjá teirri nevnd, hvørs uppgáva er at hava eftirlit við at landsstýrið fylgir landsins lógir!

Landsstýrið og tess umsiting hava skilt samtyktina hjá nevndini, har hon gevur grønt ljós fyri óregluliga umsiting!

Endamál: Eingin skal vita hvønn rætt tey hava.
Sjúrður Rasmussen hevur í hvussu er rætt í einum. Og tað er, at finst ikki ein tann einasti tingmaður, sum hevur áhuga fyri at galdandi lógir og reglur verða hildnar, so kann alt gera tað sama.

Og tað mátti sagt onkrum okkurt, at sjálvt løgfrøðingur á løgtingsskrivstovuni kann koma til ta niðurstøðu, at tað kann gera tað sama, um landsstýrismenn siga satt ella ósatt fyri tinginum!

Úrslitið er, at vit eru við at fáa eina "serføroyska" rættarskipan, har ongar reglur skulu vera um nakað sum helst, og har borgarin ikki skal skal kunna vita hvønn rætt hann hevur. Tí eru Føroya meira og meira við at gerast ein "bananrepublokk". Og hetta er tann rættarskipan sum vit nú skulu hava í staðin fyri ta donsku, sum hóast ikki fullkomin man vera tann frægasta í heiminum.

Og so ótrúligt sum tað ljóðar: Hetta kunnu flokkarnir í hvussu er semjast um!

Óli Jacobsen

 

Dokumentatión til MÁLIð UM YRKISRÁðIð.

dok 1.

Peter Blume:
Ansvar i forhold til ophævet lov.
Landsstyresagsudvalgets begrundelse for ikke at undersøge spørgsmålet om, hvorvidt fiskeriministerens administration i forhold til lønreguleringsfondlovens § 4 har været forsømmelig, er baseret på at problemstillingen angår en lovbestemmelse, der efterfølgende er blevet ophævet af Lagtinget. Tankegangen må antages at være, at problemstillingen alene har historisk interesse, hvorfor der ikke er grund til at forfølge sagen.

Set under en dansk synsvinkel er denne argumentation ikke bæredygtig, idet det principielt må betragtes som uden betydning for bedømmelsen efter ministeransvarlighedslovens § 5 stk 1 om en ministers beslutninger vedrører en lovbestemmelse, der på et senere tidspunkt er blevet ophævet. Der er ikke tvivl om, at der kan ifaldes ansvar i relation til historiske forhold. Det må tilføjes, at den omstændighed at reglen er ophævet, ikke som udgangspunkt mindsker den faktuelle og retlige interesse i en undersøgelse. For den parlamentariske kontrol med regeringen er det afgørende, at det altid kan vurderes, om der er sket lovmæssig forvaltning. Denne mulighed kan ikke fjernes, fordi en lovbestemmelse ophæves f.eks. på regeringens initiativ. I modsat fald ville en regering i mange tilfælde have mulighed for at gøre ministeransvaret illusorisk.

Peter Blume eina heilt greiða støðu til sjónarmiðið hjá landsstýrismálanevndini um, at tað ongan áhuga hevur at kanna um landsstýrið hevur framt lógarbrot á eina lóg, sum seinni er avtikin. Hetta er í veruleikanum høvuðsmálið í hesi sak. T.v.s. um landsstýrismaður hevur skyldu til at fylgja eini løgtingslóg.

Peter Blume avvísir fullkomiliga grundgevingina hjá landsstýrismálanevndini. Hann vísir á, at støðan hjá nevndini veruliga tekur grundarlagið undan ráðharraábyrgdini við at taka ta støðu tað ber til at bróta eina lóg bert hon verður tikin av aftaná.

Sjúrður Rasmussen tekur als ikki henda heilt avgerandi spurningin uppá tungu. Tað er øll grund til at spyrja: Hví?

Dok. 2.

Peter Blume:
Det danske statsstyre er baseret på en forudsætning om, at regeringen ved sine ministre i udtalelser overfor Folketinget giver rigtige og ikke vildledende oplysninger. Denne forudsætning er fundamental i et parlamentarisk folkestyre. Det gælder uanset om ministre udtaler sig politisk eller juridisk.

Sjúrður Rasmussen:
Sjálvt um vit leggja til grund, at (løgmaður) hevur úttalað seg løgfrøðisliga skeivt um spurningin, so er mangt sum bendir á, at henda upplýsing hevur ikki "havt stóran týdning fyri tingsins meting av málinum".

Hetta má sigast at vera ein lemjandi dómur yvir Føroya Løgting frá tess egnu umsiting. Tað sum Sjúrður veruliga sigur her er, at í einum so prinsippiellum og løgfrøðisligum máli sum samsvar millum tingsins lóggávu og stýrisskipanina hevur tað ongan týdning um løgmaður gevur tinginum ósannar upplýsingar um viðkomandi mál. Hetta er annars tann mest beinrakna lýsing av tinginum, sum enn er komin fram.

Tað er óneyðugt at siga, at sjónarmiðið hjá SR er fullkomiliga í ósamsvar við tað sum er galdandi í Danmark og annars í øllum skipaðum samfeløgum, har minni ósannindi enn her er talan um, fær avleiðingar í stundini.

dok 3

Peter Blume:
(Indeholder en udtalelse ministerens opfattelse af et fortolkningsspørgsmål må dette opfattes som ministerens juridiske opfattelse...) Der findes ikke i denne sammenhæng en tredje kategori, der omfatter ministerens personlige mening. Selvom sådanne personlige udtalelser skulle anerkendes, ville fremsatte udtalelser iøvrigt være underlagt tilsvarende krav. (at vera í samvar við veruleikan).

SJÚRÐUR RASMUSSEN:
Men tá ið løgmaður úttalar seg, má man halda, at hann úttalar um tað, sum hann í hesum annars sera leysa rættarliga spurningi, sum hann heldur vera (andan og moralurin í) stýrisskipanarlógini.
(mínar undirstrikingar)

Sum tað sæst er hetta sjónarmið longu avvíst av Peter Blume. Og hvussu sannførandi SR er sæst av hansara máta grundgeva síni sjónarmið. Í hesum sera prinsippiella spurninginum um skyldina tá landsstýrismanni at geva løgtinginum rættar upplýsingar er hansara megingrundgeving, ogtað uttan undirbygging, at "man má halda....". Hetta sjónarmiðið frítekur annars landsstýrismenn frá skyldina at siga satt fyri tinginum. Skuldi tað hann sigur tinginum ikki verið rætt løgfrøðisliga, er tað tí hann úttalar seg um "andan og moralin" í lógini. Og tað liggur í orðinum, at her eru allir møguleikar opnir.

dokument 4.

PETER BLUME:
Ministre udtaler sig som ministre. Det er naturligt, at lagtinget lægger dette til grund og dermed naturligt går ud fra, at ministeren har konsulteret sine embedsmænd - bortset fra tilfælde hvor udtalelser er rent politiske og uden for det område, hvoret juridisk ansvar er muligt.
Útgreining frá Peter Blume.

SJÚRÐUR RASMUSSEN:
Tingmenn vita at løgmaður er ikki útbúgvin løgfrøðingur, og hevði hesin upplýsingur havt stóran týdning fyri teir undir viðgerðini, høvdu teir biðið um tær neyvari løgfrøðiligu detaljurnar..

Hetta krummspringið hjá Løgtingsskrivstovuni at renna ørindi fyri sín "mótpart" nærkast tí komiska. Løgmaður hevur við beráddum huga yvir eitt longri tíðarskeið givið tinginum upplýsingar, sum tað ikki er minsta grundarlag fyri. Samstundis noktar hann tí órættaða partinum, FF, sín lógkravda rætt at fáa innlit í málið. Og nú skal hann klára frísak, tí hann ikki er útbúgvin løgfrøðingur! T.v.s. at tingmenn skulu meta upplýsingar frá landsstýrismonnum eftir um teir eru løgfrøðingar ella ikki. Og slíkar grundgevingar detta tingmenn (landsstýrismálanevndin) á reyvina fyri.

Sum útgreiningin hjá Peter Blume vísir, so er hetta sjónarmið ikki í samsvar við tað sum er galdandi í einum skipaðum samfelag. Løgmaður hevur annars eina heila lógardeild undir sær. Og hevur fullan møguleika at tryggja sær at tað hann sigur tinginum er løgfrøðisliga rætt. At hetta verður gjørt hava tingmenn alla grund til at halda.

dok. 5.

Niðurstøðan hjá Blume.
Sammenfattende kan dermed om denne problemstilling anføres:

  1. En minister har pligt til at give rigtige og ikke vildledende oplysninger.
  2. Dette krav gælder uanset udtalelsens genstand.
  3. Om udtalelsen er eller ikke er ministerens personlige mening har ingen betydning for bedømmelsen.
  4. Konsekvenserne af ukorrekte udtalelser afhænger at disses karakter og betydning.
  5. Ansvar for en minister kan være aktuelt, selvom en retsregel efter det kritisable forhold er blevet ophævet.

Niðurstøðan er Blume er "stutt og greið" sum hjá Jóan Jakku í Gerði. Og hetta er ein støða sum vanlig fólk kunnu skilja. Niðurstøðan hjá løgtingsskristovuna er ein vavstur av undanførslum, sum eingin f.. skal kunna skilja, hóast talan er um ein sera einfaldan spurning. Hann snýr seg "bert" um, at løgmaður hevur fortalt tinginum, at ein lóg ikki er sett í verk, tí hon var í stríð við stýrisskipanarlógina. Hetta kann bert vera rætt ella skeivt. Og út frá fyriliggjandi tilfari er tað greitt, at upplýsingurin er skeivur. Í staðin fyri at staðfesta hetta verður valt at káva útyvir tað og at fløkja málið í eini ellibita.

Spurningurin er um løgtingið veruliga kann livað við øllum teimum leysu endunum,sum eru skaptir í hesum máli!