Berghol Yvir til Havnar

Nr. 16

Komið til tingið 14.03.2000

Svínoyar Kommuna
FO-765  Svínoy

Svínoy á grækarismessu ár 2000

Løgtingið
100  Tórshavn

Viðvíkjandi bergholi Yvir til Havnar

Hervið verður heitt á tykkum um at gera tykkara til, at svínoyingar fáa tunnil Yvir til Havnar.

Hesin tunnil vil bøta munandi um livilíkindi í oynni, bæði hvat vinnu og ferðasambandi viðvíkur.

Skal Svínoynni verða lív lagað, er neyðugt, at oyggin er við í menningini av samfelagnum.

Tað er manglandi uppfylgjan av tørvum og krøvum hjá fólki, herundir vinnumøguleikar, sum gera at tey flyta.

Væntandi er tunnilin Yvir til Havnar við í ætlan tykkara um útbygging av samfelagnum.

Við vón um góða móttøku.

Vegna Svínoyar kommunu
Jógvan E. á Geilini (sign.)