Løgtingsins umboðsmaður

Nr. 21

Komið til tingið 05.05.2000

Drúgt kjak hevur verið um kynsbundna heitið løgtingsins umboðsmann. Nú komi eg kanska sum ketta úr høvdatrog, men hevur orðið "umsjón" ikki verið upp á tall, td. "Løgtingsins umsjón", "Umsjónarstovnur Løgtingsins", "Løgtingsumsjónin" ella bara "Umsjónarstovurin". Sum eg skilji tað, er jú meira talan um at hava umsjón við løgtinginum / fyri løgtingið enn talan er um umboðan. Við hesum eru hugskotini send á rætta stað - men kanska ikki til rætta tíð.

Vinarligast
Óli Wolles, føroysklærari
Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy
oliwo@shey.olivant.