Kommunustýri

Nr. 22

Komið til tingið 05.05.2000

FØROYA KOMMUNUFELAG

P.o.Box 73 · FR-600 Saltangará · Føroyar
Tlf: (+298) 447600 · Fax: (+298) 448208 · E-mail: fkf@post.olivant.fo

Journr: 97-00-05
Dato: 05-05-00

Til Føroya Løgting

Viðv.: Tingmáli nr. 82

Føroya Kommunufelag ger hervið vart við at vit eru sera illa nøgd við, at tað verður farið alt ov lættiliga um viðmerkingar okkara.

Okkara viðmerkingar er úrslitið av álvarsamari viðgerð av upprunauppskotinum, viðgjørt víða úti millum kommunustýrislimir og av fólki við upp til 30 ára virksemi sum kommunustýrislimir og skrivarar.

Hóast at ynski okkara var at kommunustýrið sjálvt ásetti løn borgarstjórans frá eini løn hægri enn núverandi og upp til fulla løn, so ætlar løgtingið kortini at gera nakrar óliðiligar ásetingar bæði viðvíkjandi løn og fólkatali. Hetta kom fram undir 2. viðgerð av lógaruppskotinum, við broytingaruppskotinum til §6, stk.2.

Føroya Kommunufelag fer at heita á løgtingið um til 3. viðgerð ikki at samtykkja nevnda broytingaruppskot, men heldur vísa kommunufólkum tað álit at taka undir við viðmerkingum okkara um at kommunustýrini sjálv avgera í hvønn mun borgarstjórin skal vera løntur. Hetta er eisini í samsvar við broytingaruppskot frá Løgmansskirvstovuni eftir áheitan frá rættarnevndini sum sigir:

§ 6 Stk. 2. Val av borgarstjóra hevur gildi alt valskeiðið. Borgarstjórin verður valdur millum kommunustýrislimirnar eftir meirilutavalháttinum sambært § 2. Setanarbrøkur borgarstjórans verður ásettur í kommunustýrisskipanini. Um setanarbrøkurin er 1/1 skal borgarstjórin, tá ið hann er valdur, leggja borgarliga estarvið frá sær, umframt øll almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri. Er setanarbrøkurin ½ ella størri, men tó minni enn 1/1, skal borgarstjórin einans leggja almenn álitisstørv, sum ikki beinleiðis hava samband við starvið sum borgarstjóri, frá sær.

Vit endurtaka:

Við 3. viðgerð á tingi vænta vit at omanfyri verður tikið til eftirtektar. Um tað kortini ikki skuldi hent, so kann skaðin minkast eitt sindur við at setanarbrøkurin millum 500 og 1000 íbúgvar verður soleiðis, at kommunustýrið í kommunustýrisskipanini ásetur um brøkurin skal vera ¼, ½ ella 1/1. 

Heitið KOMMUNUSTÝRI eigur avgjørt at koma aftur, tí bæði í orði og í talu hava 28 ára royndir víst okkum hetta at vera betri enn bý-/ bygda(r)ráð.  

fyri felagið
Jógvan K. Mørkøre, form. FKF