Fyrispurningur um uppsøgn av landsverkfrøðinginum

100-2 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum

 

Brot úr orðaskifti, tá ið fyrispurningurin varð svaraður týsdagin 7. september 1999.

Finnur Helmsdal (tf)

.........

Eg vil eins fegin og løgmaður, at vit í felag hyggja frameftir og leggja doyðin á at samstarva, men eg meti ikki, at vit kunnu gera tað, soleingi sum eitt mál sum t.d. uppsøgnin av landsverkfrøðinginum er so ógreitt og duldarfult. Tá løgmaður ikki vil ganga umbøn míni á møti um at seta í verk aðrar kanningar av málinum, so er einki annað stig til at taka enn at onkur annar ger tað. Eg fari tí við hesum at heita á landsstýrismálanevndina um at taka málið viðvíkjandi uppsøgnini av landsverkfrøðinginum til viðgerðar. Tað skal verða mín vón, at landsstýrismálanevndin fer at viðgera málið í tí andanum, sum spurningar og viðmerkingar mínar eru settar fram. Tað hevur altíð verið mín fatan og mín sannføring at í politikki skal eingin ræðast sannleikan og tað eiga vit heldur ikki at gera í hesum málið. Takk fyri.

..........