Fyrispurningur um tunnil millum Hov og Øravík

100-3 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, um tuunnil millum Hov og Øravík

 

Ár 1999, týsdagin 24. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Er tann kanning av tunnilsgerð millum Hov og Øravík gjørd, sum Løgtingið játtaði pening til?
  2. Um ikki, nær kann væntast, at nakað úrslit fyriliggur?
  3. Hvørja ætlan hevur landsstýrismaðurin um peningajáttan á komandi fíggjarlóg til tunnilsgerð millum Hov og Øravík?

Viðmerkingar
Á verandi fíggjarlóg er 1 mió.kr. sett av til kanning av umstøðunum at byggja tunnil millum Hov og Øravík, og sagt verður í viðmerkingunum til hesa játtan, at sera trupult er at breiðka hettar vegastrekkið.

Sum øllum kunnugt, so er ferðslumynstrið nógv broytt seinastu árini, har m.a. stórur partur av okkara fiskaútflutningi fyrst skal flytast eftir vegum okkara, áðrenn hesin fer av landinum, í mun til fyri fáum árum síðani, har farmaskip løgdu til so at siga hvørja kei.

Fyri at taka ein part av tí tyngstu ferðsluni millum Vág og Drelnes samtykti Løgtingið í vár, at Smyril skuldi sigla á Vág, men fyri at mótarbeiða hesum legði Strandferðslan og Vinnumálastýrið ein túr soleiðis, at eingin fekk nyttu av honum.

Tað stendur øllum greitt, at neyðugt er sum skjótast at fara undir tunnilsgerð millum Hov og Øravík. Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge.

Á løgtingsfundi 26. august 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 30. september 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Ad. 1 og 2
Landsverkfrøðingurin hevur arbeitt við málinum saman við Jarðfrøðissavninum síðani tíðliga í vár. Komið er so langt ávegis, at funnið er fram til linjuna, har frægastu umstøður eru at leggja tunnilin.

Næsta stigið verður at gera neyvari jarðfrøðiligar kanningar, boriroyndir og skjóta seismikk. Hetta verður gjørt í hesum árinum. Landsstýrismaðurin væntar at fáa tilmæli um møguligan tunnil fyrst í komandi ári.

Ad. 3
Á komandi fíggjarlóg hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at nýta 0,45 mió kr til framhald av kanningunum og møguliga projektering. Vísa kanningarnar, at ráðiligt er at fara undir hesa tunnilsgerð, vil landsstýrismaðurin mæla til, at arbeiðið uppá at gera tunnill millum Hov og Øravík byrjar so skjótt, sum íløgukarmurin á fíggjarlógini loyvir hesum.

Málið avgreitt.