Fyrispurningur um sigling millum Havnina og Vág

100-4 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi sigling hjá Strandferðsluni millum Havnina og Vág

 

Brot úr orðaskifti, tá ið fyrispurningurin varð svaraður mikudagin 22. september 1999.

 

Finnbogi Arge, landsstýrismaður (ff)

Harra formaður, tað hava verið nakrir røðarar uppi. Ein sum tosaði mest um Sandoynna, Páll á Reynatúgvu, tók spurningin upp, um Suðuroyarsiglingin kundi fara um Sandoynna. Tann spurningin meti eg vera útdebeteraðan aftaná tað samferðsluætlanina, sum løgtingið viðgjørdi fyri umleið ¾ árið síðani. Tá gjørdu vit eina gjølla kanning, um tað loysti seg at fara um Sandoynna, og úrslitið var, ma. aftaná at landsverkfrøðingurin hevði arbeitt við málinum, og strandferðslan sjálv, at íløgutørvurin bleiv so ógvusligur, at tað loysti seg ikki at fara um Sandoynna. Tað var beinleiðis samband man vildi hava, og eg haldi, at suðuroyingar úttryktu tað allir samlir, at teir ynsktu ikki at fara um Sandoynna. Sjálvandi, um man kundi fáa tann vegin eisini, so var tað ikki verri, men tá tað nú bara skuldi blíva ein skipan, so skuldi tað vera tað beinleiðis sambandi, og tí fór man í holt við at hyggja eftir tí skipaloysnini, sum er fyri framma, vónandi rættuliga skjótt, tað fáa vit so at síggja. So at hava eina tænastu um Sandoynna til Suðuroynna, tað haldi eg at vit hava slept í landsstýrinum, tað kann eg siga við sikkurheit.

So eru tað Flemming Mikkelsen og Hergeir Nielsen, sum hvør í sínum lagi finnast at tí ferð, sum landsstýrið hevur taklað hetta málið uppá. Tað verður sagt, at vit beinleiðis ikki hava fylgt boðunum hjá løgtinginum, men tað hava vit also gjørt, men spurningurin er um tað lá nakað annað í samtyktini, sum ikki var skrivað, men møguliga borið fram munnliga, sum eg kundi havt lurtað betri eftir, tað skal eg ikki siga, men vit hava ikki brotið nakra lóg, tað er so ikki rætt upp á nakran máta, nei tað hava vit ikki. Eg dugi ikki rættuliga at skilja, hví at tað skal vera niðurgjørt, hetta her, at man ger eina grundiga kanning av viðurskiftunum, áðrenn man tekur eina endaliga avgerð um hvussu støðan er, tí skulu vit hyggja eftur Suðuroyarleiðini út frá einum logistiskum sjónarmiðið, hvat er rætt at gera, út frá tí sum er best fyri vinnuna í allari Suðuroynni, nú tosa vit ikki um Vág issolerað, vit tosa um alla Suðuroynna, og hvat er best fyri fólk í allari Suðuroynni, so koma vit til tað úrslit, at man hevur alt miðsavnað á einum stað. Tað er ongastaðni í verðini, at tú tekur tvey samferðslu knútapunkt og byggir tey upp javnlík. Tú konsentrerar alt á einum staðið og so letur tú armarnar fara út frá tí. Vit samlað jú træðrinarnar í t.d. Kastrup, ella í Heatrow og so letur tú tænastuna fara út frá tí punktinum. Tað vil logistisk sæð altíð blíva nógv bíligari enn at hava tvey støð.

Tað sum vit nok hava gjørt, tað er, at vit hava hugt meira eftir Suðuroynni, sum eitt økið, meðan suðuroyingar hyggja ikki uppá Suðuroynna, í øllum føri ikki tingmenninir her, sum eitt øki, men teir síggja Vág, sunnari helvt og norðari helvt sum hvør sítt øki, sum skulu hava hvør sína tænastu. Eg legði merki til, tá ið túrurin varð støðgaður til Vágs, tá var tað m.a býráðsformaðurin í Vági, sum var tann fyrsti úti og segði, ja men hatta har kunnu vit gott aksepterað, tað sum tað snúði seg um, tað var, at tað ikki blivu færri túrar til Suðuroynna, tað segði býráðsformaðurin í Vági tá og tað noteraði eg mær. Eg havi eisini noterað mær, at Flemming Mikkelsen, tingmaður, skrivaði, stutt aftaná eitt gott lesarabræv, har hann segði, at tað sum tað egentliga snúði seg um, tað var, at man fekk eitt gott samband, man fekk ein tunnil, soleiðis at Suðuroyggin bleiv bundin saman soleiðis, at man kundi virkað út frá tí. Tað er so problemið her. Vit koyra í hvør sín rættning, soleiðis sum eg síggi tað í baksýninum, tá eg skal reflekterað eitt sindur yvir tað, nevnliga tað, at suðuroyingar síggja Suðuroynna sum tvey økir, meðan við frá landsstýrisins síðu hava sæð tað sum eitt øki, og tað sum tað fyrst og fremst snýr seg um, tað er at fáa Suðuroynna samlaða, tað vil siga fáa eina innanhýsis flutningsloysn við einum bergholið so skjótt sum yvirhøður gjørligt og eina samferðsluhavn. Men eg kann konstanterað, at tað er ikki tað sum løgtingið vil, í øllum førum ikki, eftir í útlegging av tí samtyktum sum eru farin fram, so mugu vit forhalda okkum til tað og tað gera vit eisini.

Eg vil líka loyva mær at taka nakrar dagarnar aftur at fyri at studera innkomdu spurnarbløðini, tey eru ikki bara send til vágbingar, tey eru send til allar suðuroyingar, og tey eru send til nógv virki í Suðuroynni, fyri at vita hvørji sjónarmið gera seg galdandi. Eg haldi, at tað er rætt at gera tað, eg hopi, at tingmennirnir her, umboðandi Suðuroynna, kunnu bíða hesar fáa dagarnar afturat, serliga nú tá ið ein nýggj ferðaætlan er komin undir land, og skal kunngerðast rættuliga skjótt, so tað er á ongan hátt av ringum vilja, tvørtur í móti, so vilja vit hava eina so góða loysn og so langsigtaða loysn, sum yvirhøvur gjørtlig fyri Suðuroynna. Man skal heldur ikki vera blindur fyri tí veruleika, at tá tað nýggja skipið kemur, sum vit royna at fáa á fíggjarlógina nú, fáa at síggja um tað eydnast, at so tosa vit, skulu vit fylgja linjuni hjá suðuroyartingmonnum um, at vit eisini skulu útbyggja tvey havnarløg í Suðuroynni frameftir, tað tosa vit um vælsagtans. So man má síggjatingini í einum samlaðum høpi, tí sum støðan er í dag, so er tað ein realitetur, at tá Smyril fer inn á Vág, so er tað síðuportur og vit fáa ikki trailararnar við, t.v.s. at vit fáa ikki tænt restina av Suðuroynni, vit fáa ikki givið Hvalbingum, vit fáa ikki givið Tvørámonnum tað neyðugu tænastuna til tann túrin, tá ið Vág skal serviserast. Eg taki tað til eftirtektar, at tað sjónarmiðið, sum vit hava havt í landsstýrinum, har vit hava sæð Suðuroynna sum eitt økið, og tað helst skuldi verið eitt sentralt punkt, har man hevði samband norðureftir, og at man skuldi heldur satasað uppá at man skuldi havt so gott samband innanhýsis í Suðuroynni, sum gjørligt, tað er ikki eitt sjónarmið sum vinnur frama í løgtinginum, so mugu vit konkluderað hareftir, og so fáa vit eitt útslit um rættuliga stutta tíð.

 

Hergeir Nielsen (tf) viðmerking

Ja harra formaður, nú haldi eg, at tað er heilt galið við tí sum landsstýrismaðurin skilur ella ikki skilur í hesum sambandinum. Løgtingsmenninir í Suðuroynni eru allir fullsamdir um, tað hugsi eg, at vit skulu hava betur samband millum norðaru og sunnaru helvt í Suðuroynni. Tað er bara landsstýrismaðurin sum, hevur givið eitt bókaverk út, sum sigur, at tað loysir seg ikki at gera, hvørki tunnul ella breiðka vegin í Suðuroynni. Sami landsstýrismaður hevur skrivað í løgmansrøðuni, at niðurstøðan av viðgerðini av samferðsluálitinum var, at tað skuldi gerast ein undirsjóartunnil til Norðoyggjar. Eg veit ikki hvar landsstýrismaðurin hevur sínar hugsanir frá, og sínar niðurstøður frá, tær eru ikki her í húsinum. Allir løgtingsmenn úr Suðuroynni, garanteri eg fyri, vilja gjarna bøta um sambandið millum norðari og syðru helvt. Higartil hevur tað bara verið landsstýrismaðurin, sum hevur sátt iva um málið. Landsstýrismaðurin sigur seg ikki hava brotið nakra lóg, tað má hann tó hava, tá hann kemur út við einari ferðaætlan sum sigur, at tað skal siglast millumVág og Drelnes, tá ið tað í lópgini stendur, at tað skal siglast millum Vág og Tórshavn. Øll onnur fólk í Føroyum skilja bókstavin. Har stendur eisini millum Tvøroyri og Tórshavn, og øll onnur fólk í Føroyum skilja hvat tað vil siga, men landsstýrismaðurin tvíheldur um, at hann skal skilja landsins lógir ørvísini enn tað sum løgtingið samtykkir, og eg sigi tað einaferð afturat, tað er ein sera álvarsom søk. Landsstýrismaðurin setur seg til harra yvir løgtingsins vilja, og síðani skal hann bjarga sær í land við at senda nøkur spurnðarbløð út og spyrja, hvat sigur fólkið. Ætlar so landsstýrismaðurin í sínum ysta konsekvensi at avtaka løgtingið, og hvørjaferð løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum landsstýrismanninum ikki hóðar, fer hann oman á Vaglið ella onkra aðrastaðni og sendur spurnarbløð út: Hvat siga tit um hesa lóg, løgtingið samtykti, er hon góð nokk ella ikki? Hvar eru vit?