Fyrispurningur um sigling millum Havnina og Vág

100-4 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi sigling hjá Strandferðsluni millum Havnina og Vág

 

Ár 1999, týsdagin 24. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Kann landsstýrismaðurin vátta fyri Løgtinginum, at hann beinanvegin gevur Strandferðsluni boð um, at siglingin millum Havnina og Vág verður løgd soleiðis, sum Løgtingið við samtykt síni ætlaði?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin beinanvegin at seta ein túr inn millum Havnina og Vág týsdag, tá Smyril annars liggur í Havn allan dagin?

Viðmerkingar
Í vár samtykti Løgtingið, at Smyril aftur skuldi sigla á Vág, eftir at henda sigling bleiv niðurløgd, skjótt eftir at Javnaðarflokkurin fór burur úr seinastu landsstýrissamgongu.

Henda sigling var serliga ætlað at lætta um hjá vinnuni í syðru helvt av Suðuroynni, ið sum kunnugt hevur størri farmaútreiðslur enn flest onnur virki í landinum.

Men Strandferðslan og Vinnumálastýrið løgdu ein túr á Vág leygardag soleiðis, at eingin fær nyttu av hesum túri, hvørki vinna ella ferðafólk. Harumframt verður aftur farið at sigla millum Vág og Tvøroyri, sum givist var við fyri skjótt 40 árum síðani.

Slík tilrættislegging kann einans fatast sum, at man vil mótarbeiða Løgtingsins vilja.

Sum øllum kunnugt, so liggur Smyril allan týsdagin í Havn, so landsstýrismaðurin kann beinanvegin, um vilji er til tess, geva boð um at seta ein túr inn millum Havnina og Vág týsdag uttan at broyta siglingina til Suðuroynna aðrar dagar.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í samferðslumálum, Finnboga Arge.


Á løgtingsfundi 26. august 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á løgtingsfundi svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Ad. 1 og 2
Í samband við Ll. nr. 38 frá 23. apríl 1999 um broyting í løgtingslóg um fólka- og farmaflutning hevur Strandfaraskip landsins broytt ferðaætlanina soleiðis, at siglt verður á Vág eina ferð um vikuna.

Strandfaraskip landsins er farið undir at viðgera tey spurnarbløð, sum vóru send vinnuni í Suðuroy og løgd umborð á Smyril. M.a. grundað á hesar kanningar, sum viðgera tørvin hjá vinnuni og ferðafólki, verður nýggj ferðaætlan gjørd galdandi frá 1. november 1999.

Málið avgreitt.

Brot úr orðaskifti.