Fyrispurningur um útbyggingarætlanina hjá SEV - Eiði 3 og 4

100-5 Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi útbyggingarætlanini hjá SEV viðvíkjandi Eiði 3 og 4

 

Ár 1999, týsdagin 24. august, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Veit landsstýrismaðurin, um SEV hevur hildið seg innan fyri loyvið til Eiði 3 frá 1983?
  2. Hevur landsstýrismaðurin givið SEV loyvið at fara undir Eiði 4-ætlanina, sum røkkur frá Barkhellu innast í Funningsfirði og suðureftir?
  3. Veit landsstýrismaðurin, um SEV hevur hildið tær treytir, sum vóru álagdar SEV í samband við Eiði 3-ætlanina, og um ikki, hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri, at tær verða hildnar?
  4. Er rætt farið fram fyrisitingarliga, at SEV søkir friðingarmyndugleikarnar beinleiðis um loyvið til útbyggjan?
    Eigur landsstýrismaðurin ikki fyrst at taka prinsipiella støðu og í hesum sambandi spyrja friðingarmyndugleikarnar sum liður í samlaðu málsviðgerðini?
  5. Metir landsstýrismaðurin tað rímiligt, at ein stórur partur av vatninum millum Fjarða verður burturleitt, tá havandi er í huga, at hetta er landbúnaðarøki burturav, og at hetta kemur at skapa stórar trupulleikar viðvíkjandi tæðing hjá landbúnaðinum í økinum?
  6. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt út frá einum vistfrøðiligum og rekreativum sjónarmiði, at meginparturin av økinum millum Fjarða verður turrlagt?
  7. Metir landsstýrismaðurin tað vera rætt, at arbeiðið at leiða vatn frá Skálafirði og Funningsfirði verður gjørt, áðrenn tær vistfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar?
  8. Veit landsstýrismaðurin, at hagaánararnir og kommurnar, ið vara av økinum, eru hart ímóti at turrleggja Vesturdalsá?
  9. Metir landsstýrismaðurin, at habiliteturin hjá limunum í Yvirfriðingarnevndini er í lagi?

Viðmerkingar
Tað frættist í fjølmiðlunum, at SEV hevur søkt friðingarnevndina í Eysturoynni og Yvirfriðingarnevndina um loyvi at taka vatn úr Vesturdalsá millum Fjarða, og friðingarmyndugleikarnir hava svarað játtandi, tó við ávísum treytum.

Undirritaði undrast yvir mannagongdina í hesum málið. Fyrst at einki frættist um umsókn til landstýrið hesum viðvíkjandi, tí landsstýrið er játtanar- og eftirlitsmyndugleiki. Tað undrar ein, at friðingarmyndugleikar viðgera hetta mál, áðrenn – mær vitandi – landsstýrið hevur viðgjørt hetta.

Tað er eftir mínum tykki ikki røtt mannagongd, at tilmælandi myndugleikar viðgera slík mál, áðrenn loyvismyndugleikin – í hesum føri landsstýrið – ger tað.

Mær vitandi eru ikki allar treytir uppfyltar, sum lagdar vóru við Eiði 3-ætlanina. Tí tykist løgið at fara undir Eiði 4-ætlanina og leggja treytir við, tá fyrru treytirnar – mær vitandi - ikki eru loknar.

Við at fara undir útbyggjan av Eiði 4, kemur man at ávirka Skálafjørðin vistfrøðiliga, og er hetta eftir mínum tykki ábyrgdarleyst, serliga tá ongar vistfrøðiligar kanningar eru gjørdar av Skálafjørðinum frammanundan, og partar av teimum kanningum, sum vóru álagdar við Eiði 3, heldur ikki eru gjørdar.

Tí loyvir undirritaði sær at seta henda fyrispurning til landsstýrismannin í vinnumálum, Finnboga Arge.

Á løgtingsfundi 26. august 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 16. september 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Ad.1, 3 & 5-9.
Viðvíkjandi hesum spurningum skal eg siga, at hvørki umhvørvisverndarlógin ella náttúrufriðingarlógin eru málsøki hjá landsstýrismanninum í vinnumálum. Nevndu spurningar nema allir við umhvørvis- og náttúrfriðingarpartin av vatnorkuútbyggingini, og ber tað mær tí ikki til at svara teimum. Spurningarnir skulu beinast til landsstýrismannin í umhvørvismálum.

ad. 2 & 4.
Eg havi valt at svara hesum báðum spurningum undir einum, tí báðir víðvíkja nakað tí sama – nevniliga leiklutinum hjá landsstýrismanninum í orkumálum viðvíkjandi vatnorkuútbyggingini í Eysturoynni.

Sigast skal beinanvegin, at landsstýrismaðurin hevur ikki givið S.E.V. loyvi at fara undir Eiði 4-ætlanina, og landsstýrismaðurin hevur heldur ikki heimild at geva slíkt loyvi.

S.E.V. er eitt interkommunalt lutafelag, hvørs evsta vald er ein umboðsnevnd. Við kunngerð nr. 76 frá 5.10.1963 fekk interkommunala ravmagnsfelagið loyvi at nýta vatnkraftina í Streymoy, Eysturoy, Vágoy og Suðuroy. Í hesum loyvi er ásett, at loyvishavarin (S.E.V.) við øllum sínum verkum og rakstri teirra, er undir tí eftirliti, sum landsstýrið fyrisetur. S.E.V. hevur skyldu at geva landsstýrinum allar upplýsingar um viðurskifti síni, og eisini er ásett, at viðtøkurnar hjá loyvishavaranum skulu góðkennast av landsstýrinum. Loyvi varð givið í 50 ár.

Landsstýrið hevur sostatt ikki myndugleika at ráða yvir S.E.V., burtursæð frá tí, sum er ásett í loyvinum um at nýta vatnkraftina frá 1963. Eg kann upplýsa, at viðtøkurnar seinast eru góðkendar av løgmanni 12.10.1998.

Eftir løgtingslóg um náttúrufriðing krevst loyvi frá náttúrufriðingarmyndugleikunum, áðrenn arbeiði, ið kunnu væntast at broyta sermerkt landslag munandi, verða gjørd.

S.E.V. søkti tann 31.5.1979 náttúrufriðingarnevndina í Eysturoy um byggiloyvi til útbyggingina. Náttúrufriðingarnevndin sýtti fyri hesum, og tí fór málið víðari til yvirfriðingarnevndina, sum 30.12.1983 gav S.E.V. loyvi at fara undir vatnorkuútbyggingina í Eysturoy.

Av úrskurðinum hjá yvirfriðingarnevndini frá 30.12.1983 um Eiði 1 & 3 framgongur, at landsstýrið 5.7.1982 gav S.E.V. loyvi at fara undir 1. og 3. byggistig av vatnorkuorkubyggingini í Eysturoy. Orsøkin til, at landsstýrið gav slíkt loyvi í 1982, var, at tað sambært § 9 í loyvinum frá 1963 kravdist (og framvegis krevst), at landsstýrið góðkendi, at S.E.V. (kommunalur felagsskapur) upptók íløgu- og rakstrarlán.

Spyrjarin Dan Petersen sigur í viðmerkingum sínum, at hann ikki metir tað vera rætta mannagongd, at "tilmælandi myndugleikar viðgera slík mál, áðrenn loyvismyndugleikin – í hesum føri landsstýrið – ger tað."

Sum longu nevnt, er landsstýrið ikki loyvismyndugleiki í samband við vatnorkuútbyggingina. Lóggevarin hevur við náttúrufriðingarlógini ásett myndugleikabýti við lokalum friðingarnevndum, hvørs avgerðir kunnu kærast til yvirfriðingarnevndina. Avgerðirnar hjá nevndini eru endaligar og kunnu ikki skjótast inn fyri dómstólarnar Tað eru friðingarnevndirnar, sum taka mál upp, og tí skulu slík stílast til friðingarnevndina í avvarðandi sýslu.

Málið avgreitt.