Fyrispurningur um kirkjulóggávuna

100-6 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi kirkjulóggávuni

 

Ár 1999, týsdagin 7. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Sámal Petur í Grund, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

til 

  1. Kann Føroya løgmaður greiða Løgtinginum frá, hví tey ríkislógartilmæli, sum løgmaður staðfesti 28. januar 1998, við tilmæli um at seta ymsar kirkjulógir í gildi 1. januar 1999, enn ikki eru útinnt.

Viðmerkingar:

Fyrst í nítiárunum bleiv arbeiði við at dagføra kirkjulóggávurnar sett í verk. Stórt arbeiði bleiv lagt í at nútímansgera lóggávuna, og vóru nógv fólk í politisku og kirkjuligu umsitingini upptikin av hesum arbeiði, sum kirkjuligir myndugleikar í Føroyum sóu fram til.

Tað eydnaðist í tingsetuni 1997 at fáa 7 ríkislógartilmæli samtykt hesum viðvíkjandi, og 28. januar 1998 staðfesti løgmaður hesi ríkislógartilmæli við tilmæli um at seta kirkjulógirnar í gildi 1. januar 1999.

1.januar 1999 upprann, og einki røktist fyri, at landsstýrismaðurin í kirkjumálum hevði skund at fáa tingsins vilja settan í verk. Tvørturímóti so segði landsstýrismaðurin í fjølmiðlunum, at hann ikki var sinnaður at gera nakað við málið.

Grundgevingar landsstýrismansins, at tað av donskum mynduleikum var sagt, at tað ikki læt seg gera at seta kirkjulógirnar í gildi, blivu afturvístar við brævi frá danska kirkjumálaráðnum til ríkisumboðsmannin, dagfest. 16. desember 1998.

25. februar 1999 legði landsstýrismaðurin í kirkjumálum so fyri tingið uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmælum viðvíkjandi kirkjulógunum. Hetta ríkislógartilmæli gekk út uppá at broyta tilmælið at kirkjulógirnar ikki fingu gildi frá 1.januar 1999, men 1.januar ár 2000.

Hetta uppskot landsstýrismansins fekk 1. viðgerð 2. mars 1999, og fekk landsstýrismaðurin tá greitt at vita, hvat Løgtingið helt um hetta mál. 13. apríl 1999 fekk uppskot landsstýrismansins 2. viðgerð og fall, sostatt var almenna føroyska tilmælið framvegis, at seta kirkjulógirnar í gildi 1. januar 1999.

Eftir at landsstýrismaðurin hevði fingið at vita, at Løgtingið vildi hava tey 7 ríkislógartilmælini útinnt, var væntað, at skjótt fór lóggávan at verða kunngjørd.

19 mánaðir eru gingnir, síðani løgmaður staðfesti umtalaðu ríkislógartilmæli.

8 mánaðir eru gingnir, síðani ríkislógartilmælini skuldu verið sett í gildi.

6 mánaðir eru gingnir, síðani tingið á øðrum sinni staðfesti, at ígildiskoman skuldi verða 1.januar 1999.

Enn er tó einki, sum týðir uppá, at landsstýrismaðurin ger nakað fyri at fylgja løgtingsins vilja, tí verður hesin fyrispurningur settur Anfinni Kallsberg, løgmanni.

Á løgtingsfundi 9. september 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 8. oktober 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Til tess at svara hesum fyrispurningi hevur løgmaður biðið landsstýrismannin í undirvísingar- og mentamálum og Ríkisumboðið um at greiða frá málinum.

Landsstýrismaðurin hevur skrivliga greitt frá, at løgmaður tann 28. januar 1998 staðfesti 7 ríkislógartilmæli um at seta kirkjulógirnar í gildi tann 1. januar 1999. Í lógunum eru ásetingar um, at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um ymisk viðurskifti í kunngerð.

Undanfarna landsstýri fór frá uttan at avgreiða málið, og tann 15. mai 1998 varð nýggj samgonga skipað. Eftir hetta (nov./dec.1998) setti landsstýrismaðurin nevnd at fyrireika yvirtøku av fólkakirkjuni.

Umframt tær 7 kirkjulógirnar, ið vórðu samtyktar, fekk heimastýrið harumframt eina kirkjulóg afturat til ummælis. Tað var lógin um kirkjuráð. Landsstýrismaðurin hevur ikki lagt hesa lóg fyri løgtingið, og hevur heldur ikki ætlanir um hetta, tí hann metir ikki, at tað er í samsvari við politikk landsstýrisins.

Landsstýrismaðurin greiðir frá, at av tí at hesar lógir eru ríkislógir og sostatt snúgva seg um mál, sum ikki eru føroyskt sermál, hendir ein samanblanding av føroyskum og donskum myndugleikum, og sostatt er farið fram eitt ávíst arbeiði í Undirvísingar- og mentamálastýrinum at royna at greiða hesa fløkju. Hann ger eisini vart við, at tað er sera ivasamt, um tað er sambærligt við stýrisskipanina, at landsstýrismaður handlar við heimild í vanligari ríkislóg, sjálvt um henda er sett í gildi í Føroyum.

Ríkisumboðið hevur greitt frá, at kunngerðir, ið skulu gerast við heimild í kirkjulógunum vórðu sendar landsstýrinum skrivliga og á diskli í juni 1996. Talan er um nakrar kunngerðir, ið landsstýrið skal ummæla. Harumframt varð landsstýrið biðið um at gera nakrar kunngerðir, ið innihalda ásetingar um serlig føroysk kirkjuviðurskifti.

Ríkisumboðið nevnir, at hetta hevur verið vanlig mannagongd og er í samsvar við heimastýrislógina § 7. Eisini legga tey dent á, at tað er Kirkjumálaráðið, sum stendur fyri arbeiðinum at gera kunngerðirnar við heimild í kirkjulógunum, og ikki landsstýrismaðurin.

Viðvíkjandi uppskotinum um ríkislógartilmæli um kirkjuráð greiðir Ríkisumboðið frá, at uppskotið varð lagt fyri løgtingið av undanfarna landsstýri nakað seinni enn hinar 7 kirkjulógirnar. Hetta var 5. mars 1998. Uppskotið datt burtur, tá val varð útskrivað til løgtingið tann 18. mars 1998.

Ríkisumboðið kunnaði hin 3. november 1998 Undirvísingar- og mentamálastýrið um, at uppskot til fylgibroyting av lóg um stovnsetan av Føroya Stift og uppskot til lóg um úrgildissetan av lóg um Føroyskt Kirkjuráð eru til viðgerðar á Fólkatingi. Samstundis verður boðað frá, at ígildissetanin av hesum lógum eigur at samskipast við ígildissetanina av kirkjulógunum. Í sama brævi vísir Ríkisumboðið á, at Kirkjumálaráðið hevur upplýst, at kirkjulógirnar eru ein samlað eind, og at ígildissetan av serstøkum pørtum ikki eigur at verða framd.

Mint verður eisini á, at løgtingið ikki hevur samtykt ríkislógartilmæli um kirkjuráð, og at landsstýrið ikki hevur givið grønt ljós fyri, at kunngerðirnar kunnu setast í gildi. Málið er sambært Kirkjumálaráðnum sostatt hjá heimastýrinum.

Í brævi, dagfest tann 16. desember 1998, boðar Kirkjumálaráðið Ríkisumboðnum frá, at uppskot til fylgibroyting av lóg um stovnsetan av Føroya Stift og uppskot til lóg um úrgildissetan av lóg um kirkjuráð eru samtykt av Fólkatinginum og verða kunngjørd tann 28. desember 1998. Hesar lógir kunnu setast í gildi við kunngerð av kirkjumálaráðharranum, men sagt verður, at ígildissetanin hevur tætt samband við, nær føroysku kirkjulógirnar og kunngerðirnar kunnu setast í gildi. Víst verður eisini til, at tey 7 ríkislógartilmælini um kirkjulógirnar kunnu setast í gildi, tá ið man frá føroyskari síðu ynskir tað, og at tað ikki er neyðugt at bíða eftir, at ríkislógartilmæli um kirkjuráð verður avgreitt. Tær 7 kirkjulógirnar kunnu sostatt standa einsamallar.

Hinvegin verður sagt, at ein fyritreyt fyri, at kirkjulógirnar verða settar í gildi fyri Føroyar er, at kunngerðirnar eru gjørdar, og boðað verður frá, at hetta liggur hjá landsstýrinum. At enda í brævinum verður Ríkisumboðið biðið um at kunna landsstýrið um hetta, og varð hetta gjørt.

Í brævi, dagfest tann 12. januar 1999, frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum verður víst til brævið frá Ríkisumboðnum frá 3. november 1998, og sagt verður, at Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur tulkað hetta soleiðis, at tær 7 kirkjulógirnar ikki eiga at verða settar í gildi fyrr enn 8. lógin, lógin um kirkjuráð, er samtykt á Føroya Løgtingi.

Í sama brævi boðar Undirvísingar- og mentamálastýrið Ríkisumboðnum frá, at tað kemur Undirvísingar- og mentamálastýrinum og landsstýrismanninum dátt við, at Kirkjumálaráðið hevur skift støðu til spurningin um, at tær 7 kirkjulógirnar kunnu setast í gildi sjálvt um tann 8. lógin, lógin um kirkjuráð, ikki er avgreidd á løgtingi, og biðið verður um eina frágreiðing frá Ríkisumboðnum um broyttu støðuna hjá Kirkjumálaráðnum í hesum máli.

Í brævi, dagfest tann 21. januar 1999, hevur Ríkisumboðið svarað Undirvísingar- og mentamálastýrinum, at fráboðanin frá Kirkjumálaráðnum um, at talan er um eitt samlað lógarverk, ið eigur at verða sett í gildi samstundis, er givin undir teirri fyritreyt, at heimastýrið hevur ynskt eina samlaða endurskoðan av økinum.

Hvørki Ríkisumboðið ella Kirkjumálaráðið hava fingið fráboðan um, at nakað annað nú skuldi verið galdandi, t.d. at lógin um kirkjuráð ikki skuldi setast í gildi. Hinvegin hevur Ríkisumboðið, aftaná at brævið, dagfest tann 3. november 1998, var sent Undirvísingar- og mentamálastýrinum, hoyrt í fjølmiðlunum, at landsstýrismaðurin hevur sett nevnd at yvirtaka fólkakirkjuna.

Ríkisumboðsmaðurin vísir í brævinum frá 21. januar 1999 eisini til svar frá landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum upp á munnligan fyrispurning frá Alfredi Olsen (svaraður á tingi hin 10. dec. 1998), har sagt varð, at ríkislógartilmæli um kirkjuráð ikki verður lagt fyri løgtingið av nýggjum, og at ígildissetan av teimum longu samtyktu ríkislógartilmælum kann ikki fremjast, tí at sambært Kirkjumálaráðnum er talan um eitt samlað lógarverk. At enda í brævinum boðar ríkisumboðsmaðurin frá, at ein fyritreyt fyri ígildissetan av teimum 7 kirkjulógunum er, at kunngerðirnar eru gjørdar, og at hetta liggur hjá landsstýrinum.

Hin 25. februar 1999 legði landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og mentamálum uppskot til ríkislógartilmæli fyri løgtingið um broyting í ríkislógartilmælum um at seta í gildi fyri Føroyar ymsar kirkjulógir. Skotið varð upp, at ríkislógartilmælini koma í gildi 1. januar 2000, heldur enn 1. januar 1999, sum løgtingið hevði samtykt. Tann 13. apríl 1999 fall uppskotið hjá landsstýrismanninum.

Samanumtikið kann sigast, at sambært stýrisskipanarlógini § 49 er tað landsstýrismaðurin, ið hevur ábyrgdina av, at tær kunngerðir, ið ráðharri sendir heimastýrinum við atliti at ígildisseting í Føroyum, verða ummældar. Harumframt hevur hann í hesum føri eisini havt skyldu til at gera tær kunngerðir, ið innihalda ásetingar um serlig føroysk kirkjuviðurskifti. Landsstýrismaðurin átti sostatt at havt avgreitt málið serliga aftaná, at málið um útsetan av ígildiskomuni av ríkislógartilmælinum fall á tingi.

Løgmaður heldur, at málið er handfarið óheppið. Á fundi við landsstýrismannin í kirkjumálum, hevur løgmaður fingið lyfti um, at málið verður avgreitt innan 3 vikur frá dags dato.