Fyrispurningur um tyrluflúgving hjá donsku sjóverjuni

100-7 Fyrispurningur til Vibeke Larsen, ríkisumboðsmann viðvíkjandi tyrluflúgving hjá donsku sjóverjuni

 

Ár 1999, hósdagin 16. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hevur danska stjórnin ætlanir um at gevast við donsku sjóverjutyrluflúgvingini við Føroyar?
  2. Um so er, nær kann væntast, at hetta hendir?

Viðmerkingar
Seinastu tíðina hevur ljóðað, at danska sjóverjan skal gevast við tyrluflúgving við Føroyar, og nú seinast hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum biðið Atlansflog kanna kostnaðin av eini føroyskari tyrlu, sum m.a. skal røkja sjóverju og bjarging við Føroyar.

Undirritaði er av teirri áskoðan, at danska sjóverjutyrlan saman við danska sjóverjuskipinum er ein sera góð trygd fyri føroyska fiskiflotan og annað bjargingararbeiði við Føroyar, tí verður hesin fyrispurningur settur ríkisumboðsmanninum.

Á tingfundi tann 24. november 1999 svaraði Vibeke Larsen, ríkisumboðsmaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Til brug for besvarelsen har jeg indhentet følgende udtalelse fra Forsvarsministeriet:

"Der er ingen overvejelser om at reducere eller opgive Søværnets helikoptertjeneste på Færøerne. Det er vurderingen, at det fortsat vil være muligt at deployere inspektionsskibe med helikoptere til Nordatlanten på trods af den nuværende noget anstrengte personelsituation i Søværnets Flyvetjeneste."

Málið avgreitt.