Fyrispurningur um rættartrygd

100-10 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi rættartrygd hins einstaka

 

Ár 1999, fríggjadagin 8. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bergi P. Dam, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Er – sambært stýrisskipanar- ella aðrari lóggávu – loyvt landsstýrismanni at almannakunngera privat viðurskifti hjá borgara, sum landsstýrismaður í sínum landsstýrisstarvi hevur fingið kunnleika til.
  2. Heldur løgmaður tað vera rætt og gagnligt fyri demokratiska orðaskiftið, at landsstýrismaður á almennum fundi kunnger, hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Harundir hvørjar upphæddir viðkomandi embætismaður kravdi í samsýning.
  3. Er tað støða landsstýrisins, at embætisfólk, ið eru atfinningarsom mótvegis landsstýrinum ella landsstýrismanni, ikki skulu kunna rokna við, at privat viðurskifti ikki verða almannakunngjørd.
  4. Hevur løgmaður ætlanir um ítøkilig stig fyri at styrkja rættartrygdina hjá einstaka borgaranum soleiðis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu viðurskifti og samskifti við landsstýrið verða almannakunngjørd.

Viðmerkingar:

ad 1.
Á almennum fundi í læraraskúlahøllini hin 21/9-1999 um "Hvítubók" tók seg upp orðaskifti um, hvørt búskaparfrøðingar eru samdir um tær niðurstøður, sum landsstýrið ger av búskaparpartinum. Í hesum høpi helt landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum, at ein av høvundunum av búskaparfylgibindinum, sum alment hevði funnist at framløgu landsstýrisins, hevði verið so kravmikil, at landsstýrið ikki hevði ráð at hava hann við á framløguferðunum. Síðani kunngjørdi hann, hvussu stór krøv hesin hevði sett, og roknaði fyri fundinum út, hvussu nógv tað samanlagt hevði kostað landsstýrinum at tikið við samsýningskrøvunum.

ad 2.
Landsstýrið hevur sett so nógvar og so væl mannaðar arbeiðsbólkar í sambandi við útgreiningararbeiðið um fullveldisætlanina, at stórur partur av serfrøðingunum í Føroyum eru knýttir at hesum útgreiningararbeiði. Hetta í sjálvum sær er álvarsamt. Tað er jú ein royndur lutur, at luttøka í ávísum arbeiði hevur lyndi at knýta fólk í eitt loyalitetsband, sum lættliga kann darva teimum í annars at luttaka í almenna orðaskiftinum. Og tá so stórur partur av serfrøðingunum í landinum hava ampa av at luttaka í almenna orðaskiftinum, er tað sjálvsagt ein minking av dygdini í orðaskiftinum.

Men tá so harafturat fólk kunnu ivast, hvørt teirra privatu viðurskifti – sum einki hava við politiska málið at gera – ikki eru vard fyri almannakunngerð, er demokratiska orðaskiftið so nógv skert, at tað gerst mest sum meiningsleyst.

Eingin ivi er um, at mong hava tulkað hesa hending sum eitt greitt tekin frá landsstýrismanninum: Dittar nakar sær at finnast at einhvørjum, skulu tey ikki kenna seg vís í ikki at verða "hongd út", um landsstýrismaðurin "hevur okkurt uppá tey".

ad 3.
Í hesum tíðum, har so stórar og týðandi avgerðir skulu takast, hevur tað alstóran týdning, at borgarin veit, at rættartrygd hansara er vard, uttan mun til hvørja støðu hann hevur í ymsum málum.

ad 4.
Løgmaður setir og koyrir landsstýrismenn frá. Tí er tað í evsta enda løgmaður, ið hevur ábyrgdina fyri, at landsstýrismenn halda seg innan fyri tær reglur, ið galda fyri virki teirra.

Á løgtingsfundi 14. oktober 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreisðlu, at fyrispuringurin skal svarast.

Á løgtingsfundi 5. november 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Fyri at svara hesum fyrispurningi hevur løgmaður biðið landsstýrismannin í sjálvstýrismálum um eina frágreiðing í málinum. Løgmaður tekur í svari sínum støði í hesi frágreiðing, ið er hjáløgd.

1) Er – sambært stýrisskipanar- ella aðrari lóggávu – loyvt landsstýrismanni at almannakunngera privat viðurskifti hjá borgara, sum landsstýrismaður í sínum landsstýrisstarvi hevur fingið kunnleika til.

Svar: Tað sum upplýst varð um í nevnda máli var sambært landsstýrismanninum, hvat kravt varð í samsýning, men onki um sjálv fíggjarviðurskiftini hjá búskaparfrøðinginum. Landsstýrismaðurin upplýsti heldur ikki, hvussu samráðingarnar annars vóru farnar fram.

Talan er sostatt ikki um upplýsingar, sum vildu verið undantiknir almennum innliti sambært lógini um innlit í fyrisitingina.

At upplýsingar um setanarviðurskifti, lønir o. t. eru undir almennum innliti, er júst gjørt við atliti at rættartrygdini:

Hetta kann ikki metast at vera annað enn gott og gagnligt, tí at tað er við til at tryggja, at umsitið verður forsvarliga og eins.

2) Heldur løgmaður tað vera rætt og gagnligt fyri demokratiska orðaskiftið, at landsstýrismaður á almennum fundi kunnger, hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Harundir hvørjar upphæddir viðkomandi embætismaður kravdi í samsýning. 

Løgmaður heldur meginregluliga ikki, at tað er gagnligt fyri demokratiska orðaskiftið, at landsstýrið upplýsir hvussu samráðingar við navngivnan embætismann um samsýning eru farnar fram. Hinvegin var sambært frágreiðingini frá landsstýrismanninum talan um, at pallborðsluttakari á almenna fundinum á Læraraskúlanum reisti spurningin um, hvørt hvítabók og kunningin hjá landsstýrinum var eftirfarandi, og nevndi í hesum sambandi navnið og útsagnirnar hjá tí búskaparfrøðingi, sum alment hevði funnist at landsstýrinum.

Sambært landsstýrismanninum so harmaðist hann á fundinum um, at ivi varð sáddur um arbeiðið hjá búskaparnevndini. Hann greiddi frá gongdini viðvíkjandi kunningini um hvítubók og greiddi frá málinum um samsýning fyri kunningarfundir, sum hevði verið millum búskaparfrøðingin og landsstýrið. Herundir nevndi landsstýrismaðurin eisini upphæddirnar, sum talan hevði verið um. Hetta varð gjørt, tí at spurningurin varð reistur av øðrum luttakara við pallborðið, og tí varð mett, at fundarfólkið og almenningurin annars høvdu krav uppá eitt svar frá landsstýrinum um tað, sum var farið fram.

3) Er tað støða landsstýrisins, at embætisfólk, ið eru atfinningarsom mótvegis landsstýrinum ella landsstýrismanni, ikki skulu kunna rokna við, at privat viðurskifti ikki verða almannakunngjørd

Hugburður landsstýrisins er, at tað á ongan hátt skal koma embætisfólki aftur um brekku, at tey eru atfinningarsom mótvegis landsstýrinum ella landsstýrismanni. Sostatt skulu teirra privatu viðurskifti heldur ikki av hesi orsøk verða almannakunngjørd. Eftir løgmansins fatan hevur tað týdning, at embætisfólk kunnu føla seg so mikið trygg í sínum starvsumhvørvi, at tey ikki halda seg aftur í at koma við atfinningum. Hetta er neyðugt fyri at styrkja um rættartrygdina, og kann eisini vera við til at tryggja eina ávísa menning innan politisku skipanina og almennu fyrisitingina.

4) Hevur løgmaður ætlanir um ítøkilig stig fyri at styrkja rættartrygdina hjá einstaka borgaranum soleiðis, at hann er vardur fyri, at hansara privatu viðurskifti og samskifti við landsstýrið verða almannakunngjørd.

Løgmaður tekur undir við heildarmetingini í frágreiðingini hjá landsstýrismanninum og tekur annars frágreiðing landsstýrismansins til eftirtektar. Løgmaður hevur tí ikki ætlanir um ítøkilig stig grundað á hetta mál.

Tað er sjálvandi altíð óheppi at viðgera einstaklingar alment, eisini á løgtingi. Hinvegin hevði landsstýrismaðurin í hesum máli tann trupuleika, at hann skal greiða fólki frá, hví umrøddi persónur ikki luttók í framløguni av hvítubók, nakað, sum hann eisini hevur skyldu at gera.

Løgmaður leggur stóran dent á, at rættartrygdin í samfelagnum er á einum høgum støði, og at hon framhaldandi verður styrkt bæði fyri hin einstaka borgaran og í samfelagnum sum heild.  

Viðmerkingar

Tað tykist sum tað vindur meira og meira upp á seg, at tingmenn seta løgmanni fyrispurningarnar sum hava við embætisførsluna hjá landsstýrismonnum at gera, heldur enn at seta spurningarnar til viðkomandi landsstýrismann. Hetta er óheppi, tí tað er landsstýrismaðurin, ið ábyrgdist mótvegis løgtinginum fyri sína embætisførslu.

Við stýrisskipanarlógini vórðu settar í gildi reglur um ráðharrastýri í Føroyum. Hetta merkir, at hvør landsstýrismaður sjálvur situr fyri og hevur ábyrgdina av sínum málsøki. At løgmaður hevur eina yvirskipaða samskipanaruppgávu sambært stýrisskipanarlógini ger ikki, at løgmaður til dømis kann áleggja einum landsstýrismanni at útinna sína embætisførslu á ávísan hátt. Hinvegin kunnu ósemjur millum løgmann og ávísan landsstýrismann enda við, at løgmaður er noyddur at seta hann úr starvi.

Mannagongdin má tí vera soleiðis, at spurningar, ið til dømis snúgva seg um embætisførsluna hjá ávísum landsstýrismanni, verða settir landsstýrismanninum sjálvum.

Løgmaður hevur sambært stýrisskipanarlógini skyldu til at hava eftirlit við, at hvør landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt. Um fyrispurningurin tí snýr seg um, hvussu løgmaður hevur røkt hesa eftirlitsskyldu, eigur fyrispurningurin sjálvsagt at verða settur løgmanni. 

 

Til løgmann.

Viðvíkjandi fyrispurningi um rættartrygd hins einstaka um fund á læraraskúlanum og gongdina í málinum annars.

Gongdin í hesum máli:

Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum setti tann 21. desember 1998 eina búskaparnevnd at greina grundarlagið fyri einum sjálvberandi føroyskum búskapi. Í nevndina vórðu eftir tilmæli vald 11 fólk. Nevndin fekk uppkast til ein arbeiðssetning, og eftir viðgerð og afturmelding frá nevndini, varð endaligi arbeiðssetningurin latin nevndini.

Síðani hevur formaðurin havt ábyrgdina av nevndararbeiðinum og landsstýrið ella landsstýrismaðurin hava ikki havt nakran lut í nevndararbeiðinum.

Eftir at frágreiðingin varð handað og Hvítabók var almannakunngjørd, gjørdi landsstýrið av at skipa fyri kunningarfundum kring landið, har umboð fyri tær ymsu nevndirnar, sum hava skrivað Hvítubók, løgdu fram, hvørjar niðurstøður nevndirnar vóru komnar til og har fólk fingu høvi at spyrja allar spurningar.

Í hesum sambandi bað landsstýrið formenninar í nevndunum um at taka lut í kunningini ella at leggja uppgávuna til aðrar av nevndarlimunum.

Fyri búskaparnevndina peikaði formaðurin á tveir búskaparfrøðingar at leggja fram, sum hvør høvdu skrivað størri partar av búskaparfrágreiðingini. Landsstýrið heitti síðani á teir um at taka lut á kunningarfundunum. Annar játtaði at taka lut, meðan hin kravdi eina sera stóra samsýning fyri hvønn kunningarfund omaná ta samsýning, sum er latin fyri at gera arbeiðið í nevndini.

Landsstýrismaðurin hevur í øllum arbeiðinum við at gera Hvítubók hildið fast við, at rættast er at bjóða samsýning til allar nevndarlimir eftir somu reglum, og hesum hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og samlaða landsstýrið tikið undir við. Tí varð sambært landsstýrissamtyktini hildið fast við at bjóða vanliga samsýning til nevndarlimir á kunningarfundunum umframt ferðapening eftir vanligum reglum.

Hesum ynskti annar av búskaparfrøðingunum ikki at taka av, og tí varð búskaparnevndin bert umboðað ev einum nevndarlimi á kunningarfundunum. Honum varð álagt at kunna um alt arbeiðið og niðurstøðurnar hjá nevndini og svara øllum spurningum frá fundarfólki.

Eftir teir fyrstu kunningarfundirnar vóru greinar í bløðunum frá tí nevndarliminum, ið ikki hevði ynskt at taka lut á kunningarfundunum fyri vanliga nevndarsamsýning. Í hesum greinum varð funnist at kunningini, sum Føroya landsstýri skipaði fyri, tí hon ikki var nóg upplýsandi um øll viðurskifti. Landsstýrismaðurin kannaði beinanvegin, um hetta var ein atfinning, ið varð komin til landsstýrið, løgd fyri búskaparnevndina ella fyri formannin í búskaparnevndini, so møguligar betringar kundu gerast. Men ongin hevði fingið nakra atfinning ella ráð um serlig viðurskifiti, ið áttu at verið lýst nærri á kunningarfundunum.

Landsstýrismaðurin undraðist á hesa gongd, men valdi ikki at gera meira burturúr hesum, tí tað stendur sjálvsagt einum og hvørjum frítt at finnast at og siga sína hugsan alment.

Atfinningin um, at landsstýrið ikki kunnaði um øll viðurskifti í Hvítubók varð síðani endurtikin í blaðgreinum og í tíðindasending í Útvarpi Føroya frá sama nevndarlimi. Har førdi búskaparfrøðinguirn fram, at hann hevði givið landsstýrinum eitt tilboð um kunning, men at landsstýrið - kanska orsakað av peningatroti - ikki hevði ráð at gjalda fyri kunningina.

Landsstýrismaðurin helt tí, at almenningurin hevði krav uppá eina kunning um, hvat varð farið fram í hesum máli. Hann gjørdi í tí sambandi av, at senda eitt tíðindaskriv, har greitt varð frá:

Fundur á Læraraskúlanum 21/9 1999:

Í fyrispurninginum er orðaskiftið á einum fundi í Læraraskúlahøllini tann 21/9 1999, nevnt sum grundgeving fyri fyrispurninginum.

Á fundi í Læraraskúlahøllini um Hvítubók, har umboð fyri allar politiskar flokkar tóku lut, reisti formaðurin í javnaðarflokkinum spurningin um, hvørt Hvítabók og kunningin hjá landsstýrinum um Hvítubók var eftirfarandi. Hann nevndi í hesum sambandi navnið og útsagnirnar hjá tí búskaparfrøðingi, sum alment hevði funnist at landsstýrinum.

Landsstýrismaðurin harmaðist á fundinum um, at ivi varð sáddur um arbeiðið hjá búskaparnevndini. Hann greiddi frá gongdini viðvíkjandi kunningini um Hvítubók og greiddi frá málinum um samsýning fyri kunningarfundir, sum hevði verið millum búskaparfrøðingin og landsstýrið. Herundir nevndi landsstýrismaðurin eisini upphædirnar, sum talan hevði verið um. Hetta varð gjørt, tí at spurningurin varð reistur av øðrum luttakara við pallborðið, og tí varð mett, at fundarfólkið og almenningurin annars høvdu krav uppá eitt svar frá landsstýrinum um tað, sum farið var fram.

Heildarmeting
Samanumtikið kann sigast, at landsstýrismaðurin ikki hevur ynskt og vil ikki reisa nakað mál alment um samsýningar ella innanhýsis nevndararbeiði í almenninginum. Øll slík mál hava lyndi til at draga øll onnur viðurskifti fram enn tað sakliga orðaskiftið. Málið varð reist í almenninginum av umrødda búskaparfrøðingi og av luttakara við eitt pallborð, og í tí sambandi noyddist landsstýrismaðurin at svara spurningunum, sum vórðu reistir. Landsstýrismaðurin heldur, at hetta er at meta sum eitt mál um alment innlit í fyrisitingina og landsstýrisarbeiði, har almenningurin hevur krav uppá allar upplýsingar og spurningar, sum verða reistir.

Landsstýrismaðurin leggur stóran dent á, at allir borgarar og herundir serfrøðingar taka lut í almenna orðaskiftinum, og fegnast um, at Hvítabók í hesum sambandi hevur elvt til orðaskifti og kjak millum serfrøðingar og fólk annars. Eisini frameftir fer landsstýrismaðurin at hava sum eitt aðalmál, at rættartrygd hins einstaka verður sett í hásæti í almenna orðaskiftinum, sum er grundarlagið undir fólkaræðinum.

Høgni Hoydal
landsstýrismaður