Fyrispurningur um fyribyrging móti tubbaksnýtslu

100-12 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi fyribyrging móti tubbaksnýtslu

 

Ár 1999, týsdagin 30. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

Spurningar mínir eru hesir:

  1. Hví hevur nevndin í Tubbaksráðnum verið so lítið aktiv seinastu nógvu árini?
  2. Hví verður so lítið fyribyrgjandi arbeiði gjørt í mun til tubbaksnýtslu her á landi?
  3. Er tað landsstýrið, sum vektar hendan partin av fyribyrgjandi arbeiðinum so lágt í mun til onnur øki?
  4. Hvørja trygd kann landsstýrismaðurin veita fyri, at meira fyribyrgjandi arbeiði í mun til tubbaksnýtslu fer at verða útint her á landi. Og ber tað landsstýrismanninum til at vera ítøkiligur í hesum sambandi?
  5. Eru tað somu persónarnir, sum higartil hava myndað mesta av fyribyrgjandi arbeiðinum, ið skulu mynda fyribyrgjandi ráðið?

Viðmerkingar

Aðalstjórin í WHO, Gro Harlem Brundtland, hevur sett tubbakið ovast á dagsskránna. Orrustuna móti tubbaksnýtsluni og tubbaksídnaðinum.

Brundtland hevur kunngjørt, at hon fer at knæseta eitt altjóða tiltak tvørtur um landamørk, ein millumtjóða heilsusáttmála, ið hevur sum endamál at fáa tubbakið burtur. Millumtjóða heilsusáttmálin skal ganga undir heitinum: UTTAN ROYK.

Bulurin í hesum tiltaki er upplýsing um vandar, fyribyrgjandi tiltøk og ikki minst eggjandi boðskapir, ið fáa viðkomandi persónar at viðvirka. 

Orsøkirnar til, at Gro Harlem Brundtland tekur so rívan til, eru talandi tøl fyri, hvørji árin tubbaksnýtslan hevur á fólk. Og undir hvørjum umstøðum tubbaksvørur verða framleiddar, og tøl fyri, hvussu nógv tubbaksnýtslan kostar samfelagnum.

Hvørt ár gerast milliónir av fólki meira og minni álvarsliga sjúk av tubbaksnýtslu. Eisini fólk, sum ikki sjálvi eru nýtarar. Árliga doyggja umleið 3 milliónir av hesum ávum kring allan heim, herav 1,2 milliónir í Evropu. Um tubbaksnýtslan sleppur at halda fram ótarnað, fer hetta tal at tvífaldast næstu 20 árini.

Tubbaksídnaðurin veksur mest í lítið framkomnum londum, og er talið á børnum, sum arbeiða innan henda ídnað alsamt vaksandi. Her er talan um at smábørn gerast nikotintrælir.

46 statir í USA hava lagt sak móti tubbaksídnaðinum, sum er dømdur at gjalda 1400 milliardir krónur í endurgjaldi fyri heilsukostnað. Hesin peningur skal gjaldast komandi 25 árini. Hesi tøl siga okkum nakað um, hvussu stóran skaða tubbaksnýtslan elvir til, men eisini nokk so nógv um, hvussu nógvur peningur er í hesum ídnaði.

Gro Harlem Brundtland hevur skotið upp, at tubbak verður skrásett, viðgjørt og handlað sum heiligvágur. Ikki tí tað er lekjandi, men tí tað er vanabindandi. Hon heldur eisini, at tubbak eigur at verða marknaðarført sum heilsuskaðilig vøra.

Tubbak er eisini ovalaga á breddanum innan ES, har teir júst hava gjørt av, at í seinasta lagi ár 2003 skal prentast á hvønn sigarettpakka: ROYKING DREPUR.

Okkum nýtist ikki at fara út um landoddarnar fyri at fáa eina mynd av, hvussu vandamikil tubbaksnýtslan er. Hjartalækni greiðir okkum við millumbilum frá, at royking er meira vandamikil enn rúsdrekkanýtsla, enn feitur matur og vantandi motión.

At tað hevði verið meira viðkomandi at stovnsett tubbakseinahandil enn t.d. Rúsuna.

Astma og allergifelagið hevur júst havt vitjan av serfrøðingi, sum segði okkum, at passiv royking, eina mest millum børn, elvir til astmabronkitis o.s.fr.

Men meðan stórur partur av umheiminum er farin í mikla orrustu móti tubbakinum ella rustar seg til slíka, so tykjast føroysku myndugleikarnir enn ikki at hava sett sær nøkur ítøkilig mál hesun viðvíkjandi.

Ein verður skjótt greiður yvir, at fyribyrgjandi arbeiðið móti tubbaksnýtslu hevur sera lágan ella kanska lægsta prioritet. Hetta hóast allir ábyrgdar persónar eru vitandi um, hvussu skaðilig tubbaksnýtslan er fyri alt og øll. Tey, sum royna at gera nakað á hesum øki, fáa ikki sømdir, og tað verður í alt ov lítlan mun lurtað eftir teimum. Tíbetur eru framvegis fólk, sum, meiri av hugsjónarligum orsøkum enn nakað annað, stríðast fyri hesum máli. Men skulu vit røkka longur fram, og skulu vit megna at arbeiða í tráð við ætlanirnar hjá t.d. Gro Harlem Brundtland, mugu politisku myndugleikarnir orða ein ítøkiligan tubbakspolitik eins og tað verður gjørt í øðrum londum.

Hesi orð skulu ikki á nakran hátt skilkjast sum álop á ella niðurgering av tí fyribyrgjandi arrbeiði, sum verður gjørt her á landi. Ráðgevararnir hjá t.d. Rúsdrekka- og narkotikaráðnum og Ráðnum fyri ferðslutrygd skulu fáa øll tey herðaklapp, teir hava uppiborið, fyri eitt gott og samfelagsgagnligt arbeiði. Men vit kunnu ikki áhaldandi lata sum um, at royking bara er ein sigarett oman á døgurða ella aftur við einari øl. Royking er ein so álvarslig lívs- og heilsuhóttan, at vit mugu og skulu gera nakað munagott fyribyrgjandi arbeiði - beinanvegin.

Tað er ikki bara mín vón, at landsstýrismaðurin fer at geva mær eitt positivt og nýtiligt svar. Eg vóni, at alt tingið fer at taka hesi orðini til sín og taka ítøkilig stig í tráð við innihaldið í millumtjóð heilsusáttmálanum hjá Gro Harlem Brundtland.

Á tingfundi 2. december 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 25. januar 2000 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Á fíggjarløgtingslógini eru á hvørjum ári í fleiri ár avsettar kr. 50.000. Tá ið spyrjarin í viðmerkingunum upplýsir, at skulu tiltøk móti tubbaksnýtsluni virka, er neyðugt við upplýsing um vandar, fyribyrgjandi tiltøk og ikki minst eggjandi boðskapir, ið fáa viðkomandi persónar at viðvirka, so má sigast, at 50.000 kr. ikki er nógvur peningur. So á hesum grundarlagi ber ikki til at siga, at nevndin í Tubbaksráðnum hevur verið lítið virkin. Nevndin í Tubbaksráðnum ger tað, hon er ment, innan fyri teir karmar, sum Løgtingið hevur avsett. Hinvegin eri eg samd við spyrjaranum í, at hetta samfelagið ger alt ov lítið fyri at mótvirka tí nógvu royking, sum fer fram her. Eg eri samd við spyrjaranum í, at tað er her í Løgtinginum, at størri undirtøka eigur at fáast til hetta arbeiðið. Eg eri tí ógvuliga fegin um, at Løgtingið á fíggjarlógini fyri ár 2000 hevur samtykt at játta 150.000 kr til Tubbaksráðið.
  2. Sum áður nevnt hava bert smáar upphæddir verið settar av til endamálið á fíggjarløgtingslógini. Eg eri samd við spyrjaranum í, at vit áttu at sett nógv meira av til at fingið ta stóru tubbaksnýtsluna at minka.
  3. Tá ið spyrjarin heldur, at tað er landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, sum hevur ábyrgdina av, at ov lítil orka verður løgd í at minka stóru tubbaksnýtsluni her í landinum, so skal upplýsast, at ætlanin er at fáa sett eitt fyribyrgingarráð. Ætlanin hjá landsstýrismanninum er á henda hátt at fáa møguleika fyri at leggja størstu orkuna móti størstu vandunum. Og landsstýrismaðurin kann veita Løgtinginum trygd fyri, at fyribyrgjandi arbeiði viðvíkjandi tubbaksnýtslu skal raðfestast høgt. Eg meti, at Tubbaksráðið, hóast lítla játtan á løgtingsfíggjarlógini, hevur gjørt eitt stórt arbeiði á tí fyribyrgjandi økinum. Og tá ið Fyribyrgingarráðið vónandi verður sett, er ætlan landsstýrismansins at biðja um tilmæli beinanvegin um, hvat gerast kann fyri at minka um tubbaksnýtsluna í Føroyum. Tó meti eg, at tað er neyðugt at fara til verka beinanvegin. Og tey fyrstu høvuðsmálini eru, at dagstovnar, heilsuverkið, skúlaverkið og Strandferðslan verða roykfrí øki – eisini vísandi til ta kunngerð, sum er sett í gildi fyri skjótt 10 árum síðani um reglur fyri royking á almennum støðum. Til tess at fremja hetta í verki, fari eg at seta tiltøk í verk og heita á allar landsstýrismenn at tryggja, at kunngerðin um royking verður hildin. Til tess at koma á mál við hesum vandamáli, er neyðugt, at ikki bara landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum raðfestir málið høgt, men at eisini onnur stýri gera tað. Sum dømi kann nevnast, at í Danmark er júst ein verkætlan sett í verk um fólkaheilsu, har ikki minni enn 8 ráðharrar hava átikið sær skyldur at virka fyri m.a. at minka um royking. Eg eri samd við spyrjaranum um, at vit í Føroyum eiga at fylgja tí altjóða rákinum á hesum øki, og at vit seta tær altjóða samtyktir í verk her heima, sum verða samtyktar í eitt nú ST (WHO) og í Evropa.
  4. Landsstýrismaðurin hevur stóran áhuga í, at nógv meiri verður gjørt til at mótvirka stóru tubbaksnýtsluni her í landinum, og vil eg her nýta høvi til at heita á Løgtingið um at hjálpa til við hesum. Eg kann nevna, at nú fyri skjótt 10 árum síðani setti táverandi landsstýrismaður, Tordur Niclasen, eina kunngerð í gildi, sum ásetti reglur fyri, hvussu royking skuldi fara fram á almennum stovnum. Henda kunngerðin verður í stóran mun ikki fylgd. Landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at seta eina tubbakslóg í gildi, sum í størri mun fer at geva heimild til at minka um støðini, har roykt verður. At tað hevur eydnast at gera flogleiðirnar millum Føroyar og umheimin roykfríar er prógv fyri, at tað ber til at fremja munagóð tiltøk.
  5. Hvørjir persónar koma at sita í einum komandi fyribyrgingarráði er ikki tikin støða til enn, tí at lógin ikki er samtykt. Eg haldi, eg skal nevna, at tað eru ikki einkultir persónar í sjálvum sær, sum gera arbeiðið einsamallir. Vit skulu øll vera við, og eg skal tí takka spyrjaranum fyri, at hann reisir henda spurningin, sum eftir mínum tykki er eitt av størstu vandamálunum fyri heilsustøðu okkara.

Málið avgreitt.