Fyrispurningur um føroysku valskipanina

100-16 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi núverandi føroysku valskipanini

 

Ár 2000, týsdagin 18. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jákup Sverra Kass, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Arbeiðir landsstýrið við nøkrum ætlanum um at broyta føroysku valskipanina soleiðis, at øll valdømini verða løgd saman til eitt valdømi fyri alt Føroya land?
  2. Um svarið er nei: Meinar løgmaður at farast skal undir at broyta valskipanina soleiðis, at vit fáa eitt valdømi fyri Føroyar eins og virkandi valskipan í Grønlandi?

Viðmerkingar:

Verandi valskipan er soleiðis, at landið er býtt upp í 7 valdømir. Tað hevur fyrr verið uppá tal at broyta skipanina soleiðis, at Føroyar gerast eitt valdømi, og at føroyskir politikarar harvið fáa møguleikan at gerast landspolitikarar heldur enn lokalpolitikarar.

Tað hevur verið frammi, at eitt valdømi fór at hava við sær, at nærum allir politikarar í landinum fara at koma frá meginøkinum, og at útjaðarin verður taparin.

Til hetta er at siga, at um hugt verður eftir atkvøðubýtinum til fólkatingsvalið í 1998, so er bara ein av teimum átta fremstu atkvøðuslúgarunum frá meginøkinum. Øll hini sjey ovastu valevnini koma frá økjum uttan fyri Havnina. Gjøgnumgongur man síðani atkvøðubýtið, so eru tað nevniliga í høvuðsheitum politikararnir uttan fyri Havnina, sum fáa tær flestu atkvøðurnar.

Hetta er eitt sera gott dømi um, at fólk ikki hugsa lokalt, tá ið tey atkvøða fyri politikarum til fólkatingsval. Undirritaði meinar, at Føroya fólk eisini skal fáa møguleikan at atkvøða fyri tí valevni, sum tey hava hug til, óansæð hvar í landinum uppstillarin kemur frá, til komandi løgtingsval.

Grønland hevði eina líknandi skipan, sum vit í Føroyum hava í dag. Teir gjørdu av fyri ikki so langari tíð síðan at broyta skipanina soleiðis, at alt Grønland gjørdist eitt valdømi. Nýggja skipanin í Grønlandi stóð sína roynd í fjør, og vísti tað seg, at skipanin hevði við sær, at fólk hugsa meira um persónin, tey velja, enn hvar í Grønlandi viðkomandi kemur frá.

Tað er uppá tíðina, at vit føroyingar fáa møguleikan at velja politikarar, sum, vit meina, eru teir frægastu, óansæð hvar í landinum teir koma frá. Verða Føroyar eitt valdømi, so noyða vit okkara politikarar at hugsa landspolitiskt, og eg ivist ikki eina løtu í, at tað kemur at verða allari tjóðini at gagni, at allir politikarar noyðast at seta seg í samband við alt Føroya fólk og ikki bara tey, sum búgva í teirra valdømi.

Á tingfundi 20. januar 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 8. februar svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Samgonguskjalið nevnir ikki ætlanir um at gera broytingar í valskipanini soleiðis, at Føroyar verða til eitt valdømi. Landsstýrið arbeiðir tískil heldur ikki við at fremja tílíka broyting. 
  2. Løgmaður hevur ikki ta áskoðan, at rætt er, at Føroyar eru eitt valdømi.

Málið avgreitt.