Fyrispurningur um sjúkrahúsverkið

100-17 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi føroyska sjúkrahúsverkinum

 

Ár 2000, týsdagin 18. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur

  1. Hvussu ber tað til, at meðan Almanna- og Heilsumálastýrið bólgnar av fólki (kanska úr einum 8 upp í eini 40 fólk upp á nøkur fá ár), so bara vaksa trupulleikarnir í sjálvum verkinum?
  2. Hvussu ber tað til, at sjúkrahúsleiðarin á Landssjúkrahúsinum ger tað trupult hjá yvirlæknum at ferðast millum sjúrkahúsini?
  3. Hví vil Almanna- og Heilsumálastýrið ikki seta kirurg á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hóast umsøkjari er. Klaksvíkar sjúkrahús hevur ongan kirurg í løtuni?
  4. Hvussu ber tað til, at landsstýrismaðurin í heilsumálum íðiliga – fyri ikki at siga dagliga – nevnir, at bæði tól og peningur tørva á Landssjúkrahúsinum, meðan hon ikki tosar um sama trupulleika á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi, hóast sama er galdandi har?
  5. Er tað so, at so at siga allir deildarleiðarar í Almanna- og Heilsumálastýrinum koma av Landssjúkrahúsinum?

Viðmerkingar:

Síðani sjúkrahússtýrini vórðu niðurløgd, er tað komið meiri og meiri til sjóndar, at tey bæði smærru sjúkrahúsini tykjast at vera uttan fyri áhuga hjá landsstýrismanninum í heilsumálum og Almanna- og Heilsumálastýrinum sum heild. Hesi eiga ongan góðan har.

Hetta vísir, sum so mangan fyrr nevnt, at sjúkrahússtýrini vórðu til einkis gjørd við tí fyri eyga, at lættari varð at niðurleggja tey smærru sjúkrahúsini og gera hesi vápnaleys.

Hóast landsstýrismaðurin í heilsumálum ferð eftir ferð endurtekur seg sjálva í, at vit skulu hava trý sjúkrahús, tekur hon samstundis fíggjarliga grundarlagið undan hesum.

Seinastu 30 árini hava stórir samstarvs trupulleikar verið á Landssjúkrahúsinum, og seinnu tíðina hava hesir ikki verið minkandi, heldur øvugt. Hetta hevur elvt til, at nógvur peningur hevur verið og verður framvegis nýttur, sum samsvarandi viðgerðir ikki fáast fyri.

Hóast hesir trupulleikar hava verið, hava teir ikki verið tiknir upp við rót, men hinvegin hevur verið billað fólki inn, at sluppu vit av við smærru sjúkrahúsini og tí einu ella tær tvær sergreinarnar, hesi høvdu, var sloppið.

Nu eru vit komin hagar, at sjúkrahúsverkið sum heild má og skal takast upp. Tá talan er um sjúkrahúsverkið, er vónandi talan um, at tey smærru sjúkrahúsini sleppa undan álopum úr Almanna- og Heilsumálastýrinum, samstundis sum álagt eigur at verða, at viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum mugu takast upp frá botni av.

Bara fyri at geva tað eina dømið um álop kann nevnast, at hóast umsøkjari er til starv sum kirurgiskur lækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, vil Almanna- og Heilsumálastýrið ikki seta hann. Tað eigur at verða lagt afturat, at fleiri læknar eru settir í føroyska sjúkrahúsverkinum, t.v.s. eisini á Landssjúkrahúsnum, sum ikki eru endaliga útbúnir. Onkur teirra hevur heldur ikki verið serlækni.

Omanfyrinevndu fyrispurningar verða settir í sambandi við eitt víðari arbeiði við málinum.

Á tingdundi 20. januar 2000 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 25. februar 2000 svaraði Helena Dam á Neystbø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Tá Jógvan við Keldu, løgtingsmaður, vísir á, "at meðan Almanna- og heilsumálastýrið bólgnar av fólki, so bara vaksa trupulleikarnir í sjálvum verkinum", so eigur at verða nevnt, at skipanin av Almanna- og heilsumálastýrið eins væl og av hinum aðalstýrunum er ein avleiðing av eini politiskari avgerð, nevniliga avgerðini um at fremja bygnaðarbroytingar í almennu fyrisitingini. Mær kunnugt var eisini flokkurin hjá Jógvan við Keldu við til at taka hesa avgerð. Tað var úrslitið av bygnaðaruppskotinum hjá Finn Norman Christensen, sum avgjørdi, at umsitingin innan sjúkrahúsverkið, á Almannastovuni, hjá Sjúkrahússtjóranum og táverandi Almanna- og heilsudeildini í Tinganesi skuldi øll leggjast saman til eitt stýri. Tað er nú gjørt. Talan er ikki um fleiri fólk, men um tey somu fólkini, sum nú eru sett eitt stað.
  2. Eg eri ikki samd við Jógvan við Keldu í, at trupulleikarnir bara vaksa í sjúkrahúsverkinum. Øll nítiárini hevur sjúkrahúsverkið havt truplar umstøður m.a. orsakað av, at stórar sparingar eru framdar hesi árini, samstundis sum alsamt størri og fleiri uppgávur eru álagdar sjukrahúsverkinum.

  3. Tað er at undrast yvir, at spyrjarin leggur sjúkrahúsleiðsluna á Landssjúkrahúsinum undir at gera tað trupult hjá yvirlæknum at ferðast millum sjúkrahús.
  4. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eingin kirurgiskur yvirlækni settur. Tað er av vælvild, at sjúkrahúsleiðslan á Landssjúkrahúsinum hevur skipað so fyri, at tað framhaldandi er kirurgisk vakt á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí tað eru læknarnir á Landssjúkrahúsinum, sum reka vaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

    Um so var, at læknarnir á Landssjúkrahúsinum ikki røktu læknauppgávur í Klaksvík, so hevði eingin kirurgi verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

  5. Almanna- og heilsumálastýrið leggur seg ikki út í setan av skurðlæknum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tað er Klaksvíkar Sjúkrahús, sum sjálvt setir skurðlæknar. Bert tá talan er um yvirlæknar, eisini um yvirlæknar í kirurgi, ið verða settir sum tænastumenn, er tað landsstýrismaðurin, sum setur og ikki Klaksvíkar Sjúkrahús.
  6. Tað er rætt, at umsókn er komin til eitt yvirlæknastarv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Henda umsókn er eftir galdandi reglum viðgjørd av eini fakligari nevnd, mannað við 3 kirurgiskum yvirlæknum frá hinum báðum sjúkrahúsunum, ið hevur mett um fakliga førleikan hjá umsøkjaranum. Eftir hesari meting hevur Almanna- og heilsumálastýrið ikki mett tað vera rætt at seta umsøkjaran. Tá ið Jógvan við Keldu vísir á, at tað hevur hent seg, at settir eru yvirlæknar innan føroyska sjúkrahúsverkið, ið ikki eru endaliga útbúnir, so er tað rætt, at í einstøkum førum við góðkenning frá Heilustýrinum hevur verið møguligt at fingið eitt undantak treytað av, at hesir læknar innanfyri ávíst tíðarskeið skuldu fáa sær neyðuga útbúgving tilvega. Hesum treytum eru eisini yvirlæknar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi settir við. Men her á tingsins røðarapalli fari eg ikki at greiða frá, hví tann umsøkjarin, ið Jógvan við Keldu nevnir, ikki kundi verið settur undir teimum treytunum. Hetta er eitt persónsmál, og tí kann tað ikki vera rætt at viðgera tað her.

  7. Landsstýrismaðurin í heilsumálum ásannar, at bæði tól og peningur manglar innan alt sjúkrahúsverkið. Hvar tað manglar meira og minni er ein spurningur um organisering. Eg meti ikki, at tað er rætt, at landsstýrismaðurin bara nevnir Landssjúkrahúsið, tá um tól og annan útbúnað ræður. Tvørturímóti havi eg bæði í fjør og í ár mælt til, at serstøk tólakonto verður stovnsett til øll 3 sjúkrahúsini, við tí endamáli at samskipa neyðugar íløgur av hesum slagi. Eg vil fegin enn einaferð fegnast um, at Løgtingið gjørdi av at játta pening til hesa konto fyri øll 3 sjúkrahúsini á fíggjarlógini í ár. Henda konto fer at verða umsitin av einari nevnd við fólki frá øllum 3 sjúkrahúsunum.
  8. Tá spyrjarin spyr, um "tað er so, at so at siga allir deildarleiðararnir í Almanna- og heilsumálastýrinum koma av Landssjúkrahúsinum", so skal verða sagt, at deildarstjórarnir í Almanna- og heilsumálastýrinum eru settir sambært lýsing og millum teir umsøkjarar, sum vóru best kvalifiseraðir.

Eg skal nýta høvi til at upplýsa, at Almanna- og heilsumálastýrið hevur verið sera heppið at fingið dugnaligar og arbeiðssamar deildarstjórar. At enda kann upplýsast, at tann eini av teimum hevur havt eitt leiðandi starv á Landssjúkrahúsinum.

Málið avgreitt.